Føroya Lívstrygging

 

66  Uppskot til  samtyktar um at umskipa Føroya Lívstrygging, so at tryggingartakararnir fáa fulla ávirkan og innlit

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2002, 20. februar, løgdu tingmenninir Hans Pauli Strøm, Kristian Magnussen, Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk og Jenis av Rana fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

Heitt verður á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til broyting í løgtingslóg nr. 105 frá 22. desember 1999 um umskipan av Føroya Lívstrygging soleiðis, at Føroya Lívstrygging ístaðin verður skipað sum sjálveigandi stovnur ella á annan hátt, ið kann tryggja áhugamálini hjá øllum tryggingartakarunum um ávirkan og innlit.

Ásannað verður, at um finnast skal fram til røttu skipanina av Føroya Lívstrygging, er neyðugt, at Føroya Landsstýri, áðrenn broytingaruppskotið verður orðað, tekur upp samráðingar við umboðini fyri teir løntakarar, sum hava eftirlønaruppsparingar í P/F Føroya Lívstrygging.

Miðað verður eftir, at broytingarnar kunnu fáa gildi frá 1. juli 2002.

Viðmerkingar:

Tá ið Løgtingið í desember 1999 samtykti uppskot frá Føroya Landsstýri um at umskipa Føroya Lívstrygging til alment partafelag, var sera ivasamt, um Føroya Landsstýri hevði ognarrættin til Føroya Lívstrygging. Fyri í mest møguligan mun at verja rættindini hjá tryggingartakarunum í Føroya Lívstrygging, fyri at kunna skapa tryggar karmar um neyðug framstig á eftirlønarøkinum og fyri at umganga ognartøku, mæla uppskotsstillararnir Løgtinginum til at samtykkja hetta uppskot. Samstundis fær Føroya Landsstýri hildið sínar avtalaðu skyldur um at geva tryggingartakarunum og teim feløgum, sum umboða hesar, neyðuga ávirkan og innlit.

Í sambandi við at Føroya Lívstrygging bleiv stovnað í 1966, legði lógarnevndin fram álit, har greitt var frá, at endamálið við upprættanini av Føroya Lívstrygging var at gagna uppsparingini í landinum. Eisini verður sagt í álitinum, at Føroya Lívstrygging skuldi vera ein sjálveigandi stovnur.

Úrslitið bleiv, at Føroya Lívstrygging bleiv stovnað við løgtingslóg nr. 64 frá 10 oktober 1966 og kom at virka frá 1. januar 1967.

Føroya Landsstýri rindaði ongan pening til Føroya Lívstrygging í sambandi við stovnanina.

Gjøgnum øll árini hevur Føroya Lívstrygging selt sínar tryggingar til fólk og mótvegis fakfeløgum m.a. við tí grundgeving, at tað vóru tryggingartakararnir, sum áttu allar ognirnar í Føroya Lívstrygging.

Eftir gerðarrættardóm tann 25. juni 1991 í einum gerðarrættarmáli millum BLF o.o. feløg í móti Føroya Landsstýri tók Føroya Landsstýri til eftirtektar, at limirnir hjá fakfeløgunum hava fullan ognarrætt til eftirlønina, sum sambært sáttmálunum verður goldin av teimum og Føroya Landsstýri.

Í semju millum Føroya Landsstýri og Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara frá 15. februar 1993 hevur Føroya Landsstýri bundið seg til at virka fyri, at lóg um Lívstrygging fær slíkt skap, at felagið fær innlit og ávirkan. Hetta er ongantíð gjørt.

Í drúgvum skrivi til Føroya Landsstýri, dagfest 31. oktober 1997, hevur Føroya Lívstrygging boðað frá, at hon og advokatur tess eru komin til ta niðurstøðu, at Føroya Lívstrygging er ein sjálveigandi stovnur, og at tryggingartakarin hevur rætt til øll aktiv, sum eru í Føroya Lívstrygging. Men í sambandi við umskipan av Føroya Lívstrygging í desembur 1999 fekk Løgtingið ongantíð upplýsingar um hetta skriv. Tvørturímóti boðar Vinnumálastýrið frá, at løgfrøðisligar kanningar eru gjørdar, og at niðurstøðan er greið, nevniliga, at Føroya Landsstýri eigur Føroya Lívstrygging.

Í sambandi við umskipanina av Føroya Lívstrygging í desember 1999 framdi Føroya Landsstýri onga hoyring av fakfeløgunum ella tryggingartakarunum.

Føroya Landsstýri hevur tó síðani havt samráðingar í næstan eitt ár við umboð fyri 14 fakfeløg um eina loysn, sum vissaði limunum í fakfeløgunum, sum hava spart upp til eftirløn í Føroya Lívstrygging, innlit og ávirkan svarandi til innskotna peningin. Tær samráðingarnar endaðu úrslitaleysar fyri summarfrítíðina.

Í frágreiðing, sum Føroya Landsstýri nýliga hevur almannakunngjørt um einskiljing av landsins ognum verður sagt, at P/F Føroya Lívstrygging er eitt av teimum feløgum, sum er væl egnað til privatisering og sum kann fara fram fyri 2004. Søla av størri ella minni parti av Lív inniber, at samsvarandi partur av yvirskotinum verður tikin út úr felagnum. Ein avgerandi grundgeving fyri, at Føroya Lívstrygging kundi umskipast til partafelag við Føroya Landsstýri sum eigara, var, at tryggingartakarin var eins væl fyri eftir umskipanina. Tað ber ikki til at siga, tá ið eitt yvirskot kann verða tikið úr felagnum. Eitt yvirskot, sum annars hevði komið tryggingartakarunum til góðar.

M.a. vísandi til, at tað er sera ivasamt, um Føroya Landsstýri hevur ognarrættin til Føroya Lívstrygging, er tað alneyðugt at gera framstig á eftirlønarøkinum soleiðis, at fólk taka undir við og taka til sín eftirlønarskipanir í Føroyum, og fyri at umganga ognartøku og annars í mest møguligan mun at verja rættindini hjá tryggingartakarunum í Føroya Lívstrygging mæla uppskotsstillararnir Løgtinginum til at samtykkja hetta uppskot til samtyktar. Samstundis fær Føroya Landsstýri hildið sínar avtalaðu skyldur um at geva feløgunum/tryggingartakarunum ávirkan og innlit.

1. viðgerð 27. februar 2002. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi

Álit

Fimm tinglimir hava lagt málið fram tann 20. februar 2002, og eftir 1. viðgerð tann 27. februar 2002 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 7. og 8. mars 2002.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri ein arbeiðsbólk hjá samtakinum av feløgum, ið hava tryggingar hjá Føroya Lívstrygging, við stjóran fyri Føroya Lívstrygging og við landsstýrismannin í vinnumálum.

Ein meirluti í nevndini (Heini O. Heinesen, Alfred Olsen, Henrik Old, Dan R. Petersen og Kári P. Højgaard) tekur undir við málinum, men mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við tí broyting, at brotið um at "Miðað verður eftir, at broytingarnar kunnu fáa gildi frá 1. juli 2002", verður strikað.

Ein minniluti í nevndini (Jógvan á Lakjuni og Ingi Olsen) tekur støðu í tingsalinum. 

2. viðgerð 13. mars 2002. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Heina O. Heinesen, Alfred Olsen, Henrik Old, Dan Reinert Petersen og Kára P. Højgaard til uppskotið til samtyktar samtykt 25-5-0. Uppskot til samtyktar soleiðis broytt samtykt 24-6-0. Málið avgreitt.