Skattur

 

67  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 27. februar, legði Óli Breckmann, løgtingsmaður, vegna Fólkaflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til  

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

§ 1

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis:
"Hjúnafelagar verða hvør sær settir sjálvstøðugt í skatt av inntøkum sínum. Um skattaskyldug inntøka hjá øðrum hjúnafelaganum er undir skattafría botnfrádráttin og hjá hinum yvir, verður ein javning gjørd, so at tann lægra inntøkan verður hækkað upp til skattafría botnfrádráttin, og tann hægra verður lækkað í sama mun."

§ 2.

Henda lóg er galdandi frá og við inntøkuárinum 2002.

Viðmerkingar:
Hetta uppskotið til løgtingslóg hevur til endamáls at minka tann skattliga mismun, sum hjún við einari inntøku líða undir, sammett við hjún og onnur samlivandi, har bæði hava inntøku.

Uppskotið hevði givið hjúnum við einari inntøku sama botnfrádrátt, kr. 21.000 x 2, sum hjún og øll onnur við tveimum inntøkum hava.

Í fjør heyst samtykti Løgtingið, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum skuldi leggja uppskot fyri tingið, so at hjún, har bert annar hjúnafelagin hevur inntøku, skulu kunna býta inntøkuna sínámillum.

Landsstýrismaðurin hevur við ymsum undanførslum drálað higartil við at fylgja løgtingssamtyktini.

Hetta uppskot er ein bati móti verandi mannamuni og ger, at hjún við einari inntøku í ávísan mun verða minni skattliga revsað enn nú, um ikki júst skattliga javnstillað við hjún, har bæði hava inntøku.

Henda skipanin við at flyta botnfrádráttin millum hjúnafelagar er galdandi í flestu framkomnu londum heimsins, eisini í okkara grannalondum, har botnfrádrátturin er nógv hægri enn í Føroyum.

Verður uppskotið samtykt, fær tað gildi fyri uml. 376 føroysk hjún og veitir teimum ein skattalætta upp á kr. 21.000 x 376 = 7,9 mió kr. íalt.

1. viðgerð 6. mars 2002. Tingmálini nr. 67 og 68/2001 vórðu viðgjørd undir einum og bæði beind í fíggjarnevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t

Fólkaflokkurin hevur lagt málið fram tann 27. februar 2002, og eftir 1. viðgerð tann 6. mars 2002 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið, og hevur nevndin undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Vilhelm Johannesen og Kári P. Højgaard) tekur ikki undir við málinum og setir einki uppskot fram.

Minnilutin (Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen) førir fram, at Sambandsflokkurin bæði í tíðindarskrivi og undir 1. viðgerð vísti á, at samgongan hevur minkað um inntøkur landskassans í einum høggi við 366 mió kr. Sostatt eru møguleikarnir munandi skerdir at veita skattalætta.Víst varð á, at samgongan hevur víst stórt ábyrdarloysi við at skerja inntøkur landskassans nú, tað stundar til løgtingsval, og harvið skumpar møguligar fíggjarligar trupulleikar yvir á eitt komandi løgting og landstýri.

Upplýst varð undir 1. viðgerð, at landskassin hevur í januar og februar í ár havt eina munandi størri inntøku í mun til somu mánaðir í fjør, heili 25%. Í viðmerking til málið verður víst á uppskotini um skattalætta hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum í november 2000, sum Fólkaflokkurin ikki kundi taka undir við tá.

Málið hjá Sambandsflokkinum sum "samskatting av hjúnum", sum Løgtingið samtykti í fjørvár, er í ein vissan mun tikið við í uppskotinum. Minnilutin (Flemming Mikkelsen og Lisbeth L Petersen) metir seg hava ein møguleika at fáa nakað við av tí, flokkurin setti sær fyri, og tekur tí undir við málinum.

Minnilutin (Finnbogi Arge) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykja uppskot Fólkafloksins.

2. viðgerð 13. mars 2002. §§ 1 og 2 samtyktar17-1-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. mars 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-0-14. Málið avgreitt.

Ll.nr. 47 frá 26.03.2002