Skattur

 

68  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (Ásetingarlógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 27. februar, legði Óli Breckmann, løgtingsmaður, vegna Fólkaflokkin fram soljóðandi   

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (Ásetingarlógin)

§ 1

§ 1 í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (Ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 130 frá 22. desember 2000, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. "Vísandi til § 54 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður skattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1 – 6 og § 2, stk. 1, litra d, e og f í somu lóg, til landskassan ásettur soleiðis:

Er inntøkan minni enn kr. 21.000 verður latið 0%.

Er inntøkan kr. men minni enn kr verður latið kr. av kr. og av restini %
21.000 60.000 0 21.000 7%
60.000 120.000 3.920 60.000 18%
120.000 150.000 13.670 120.000 23%
150.000   25.670 150.000 36%

2) Í § 2, stk. 1 verður "4.000 kr." broytt til "5.000 kr."

§ 2

Henda lóg er galdandi frá og við inntøkuárinum 2002.

Viðmerkingar:

Endamálið við hesum lógaruppskoti er:

  1. at linka landsskattatrýstið á allar lønarinntøkur, tó serliga tær lægru og meðal inntøkurnar við einum skattalætta upp á í alt uml. 55 mió kr.
  2. at gera tað minni trupult hjá barnafamiljum at klára seg.

Orsøkin til hesa uppskotnu lækking í prosentsatsunum í landsskattastiganum er, at inntøkuvøksturin hjá øllum lønarbólkum saman við tí brøttu progressiónini í landsskattastiganum hevur hert skattatrýstið hjá flestu lønarbólkum síðan 1998.

Vísandi til viðlagda skjal yvir skattaútrokningina fyri fýra sáttmálabundnar lønarbólkar, verkafólk, handverkarar, starvsfólk og onnur, eitt nú lærarar, heilsurøktarfólk og aðrar lægri og meðal lønarbólkar á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum, eru nevndu sáttmálalønir trýstar upp á hægri inntøkustig á skattastiganum og eru tískil harðari skattaðar enn frammanundan.

Hetta uppskot er eitt natúrligt framhald av tí politikki, sum skiftandi samgongur hava ført frá 1995 og fram til í ár.

Eisini sitandi samgonga hevur linkað persónliga skattatrýstið við uml. 80 mió kr. Men hesir skattalættar hava ikki verið nóg munagóðir til at forða fyri, at tær vaksandi inntøkurnar og tann bratta skattaprogressiónin hava meiri enn uppvigað bruttolønarvøksturin.

Sitandi samgonga hækkaði í 1998 barnafrádráttin í landsskattinum 1.100 kr. árliga pr. barn undir 18 ár, so hann nú er 4.000 kr.

Útreiðslurnar av at hava børn eru tó almikið øktar farnu fýra árini, og henda uppskotna hækking í barnafrádráttinum er ein roynd at bøta nakað um hesa útreiðslugongd.

Uppskotni skattalættin er í samsvari við samgonguskjalið, sum m.a. sigur, at "miðað verður eftir at linka skatta- og avgjaldstrýstið …" og at málið er: "---so lágt skattatrýst sum møguligt."

Eisini er uppskotið nærum hitt sama sum tað, ið Javnaðar- og Sambandsflokkurin skutu upp í november 2000, og sum var við til at fremja uppskot samgongunnar stutt eftir.

Skattalættin hevur samanlagt hesa ávirkan á niðanfyri nevndu skattskyldugu inntøkubólkar:

Inntøkur undir 21.000 kr.: Skattafrælsi sum higartil.

Inntøkur millum 21.000 og 60.000 kr. fáa íalt 12 mió kr. í lætta.

Inntøkur millum 60.000 og 120.000 kr. fáa íalt 22 mió kr. í lætta.

Inntøkur millum 120.000 og 150.000 kr. fáa í alt 6 mió kr. í lætta

Inntøkur oman fyri 150.000 kr. fáa íalt 15 mió kr. í lætta.

Samlaði skattalættin verður sostatt uml. 55 mió kr.

Sum sæst omanfyri, kemur størsti parturin av skattalættanum inntøkum undir 150.000 kr. tilgóðar.

Lættin á inntøkur yvir 150.000 kr. (hóast lítil) hevði havt við sær, at tað hevði loyst seg betur hjá lægri og meðal inntøkum at forvunnið meira enn higartil við eyka arbeiði uttan at verða so hart skattliga revsaðar sum nú.

Hækkaði barnafrádrátturin gevur íalt uml. 13 mió kr. í skattalætta, sum gagna fólki við lægri og meðal inntøku lutfalsliga mest.

Fyri at fáa sett uppskotna skattalættan og barnadrádráttin upp á íalt 68 mió kr. í ein heildar samanhang, kann nevnast, at síðan 1997 eru inntøkur landskassans frá beinleiðis skatti øktar uml. 600 mió kr. (úr uml. 900 upp í 1.500 mió kr.) Harumframt eru óbeinleiðis skattainntøkur landskassans øktar uml. 500 mió kr. (úr uml. 900 upp í 1.400 mió kr.).

Bara í fjør hækkaði landsskatturin 170 mió kr. (kommunuskatturin 80 mió kr.).

Inntøkuvøkstur landskassans heldur fram, tí landsskatturin í januar í ár var 23% (20 mió kr.) hægri enn sama mánað í fjør.

So landskassin hevur longu vunnið innaftur handa uppskotna skattalættan í mai mánaði í verandi fíggjarári.

Skjal: Skattaútrokning fyri 1998 og 2002

1. viðgerð 6. mars 2002. Tingmálini nr. 67 og 68/2001 vórðu viðgjørd undir einum og bæði beind í fíggjarnevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t

Fólkaflokkurin hevur lagt málið fram tann 27. februar 2002, og eftir 1. viðgerð tann 6. mars 2002 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið, og hevur nevndin undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Vilhelm Johannesen og Kári P. Højgaard) tekur ikki undir við málinum og setir einki uppskot fram.

Minnilutin (Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen) førir fram, at Sambandsflokkurin bæði í tíðindarskrivi og undir 1. viðgerð vísti á, at samgongan hevur minkað um inntøkur landskassans í einum høggi við 366 mió kr. Sostatt eru møguleikarnir munandi skerdir at veita skattalætta.Víst varð á, at samgongan hevur víst stórt ábyrdarloysi við at skerja inntøkur landskassans nú, tað stundar til løgtingsval, og harvið skumpar møguligar fíggjarligar trupulleikar yvir á eitt komandi løgting og landstýrið.

Upplýst varð undir 1. viðgerð, at landskassin hevur í januar og februar í ár havt eina munandi størri inntøku í mun til somu mánaðir í fjør, heili 25%. Í viðmerking til málið verður víst á uppskotini um skattalætta hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum í november 2000, sum Fólkaflokkurin ikki kundi taka undir við tá.

Sum støðan nú er, eru fortreytirnar grundleggjandi broyttar, og tí kann minnilutin (Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen) ikki taka undir við málinum, men mælir til at taka spurningin upp aftur í eini komandi samgongu.

Minnilutin (Finnbogi Arge) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykja uppskot Fólkafloksins.

Á tingfundi 13. mars 2002 løgdu tingmenninir Óli Breckmann, Jóannes Eidesgaard og Lisbeth L. Petersen fram soljóðandi

Broytingaruppskot

til

2. viðgerð

§ 1 nr. 2 verður orðað soleiðis: "2) Í § 2, stk. 1 verður "4.000 kr". broytt til "5.500 kr." 

Viðmerkingar:
Toll- og skattsstovan upplýsir at um 13.000 børn eru í Føroyum. At hækka barnafrádráttin 1.500 krónur merkir, at landskassin fær eina minniinntøku uppá 19,5 milliónur krónur.

Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Jóannes Eidesgaard og Lisbeth L. Petersen fram soljóðandi

Broytingaruppskot

til

2. viðgerð

§ 1, nr. 1 verður strikað.

2. viðgerð 13. mars 2002. Broytingaruppskot frá tingmonnunum Jóannes Eidesgaard og Lisbeth L. Petersen til § 1, nr. 1 samtykt 21-2-8. Broytingaruppskot frá tingmonnunum Óla Breckmann, Jóannes Eidesgaard og Lisbeth L. Petersen til § 1, nr. 2 samtykt 29-0-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. mars 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-2. Málið avgreitt.

Ll.nr. 37 frá 26.03.2002