Kringvarp

 

69  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

Ár 2002, 26. februar, legði Lisbeth L. Petersen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m.

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 138 frá 17. mai 2001, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 7, stk. 1 verða orðini "lýsingarinntøkum" og "ískoytisveitingum (sponsorering)" strikað
  2. § 10 verður orðað soleiðis:
    "§ 10. Tað er ikki loyvt Útvarpi Føroya at senda lýsingar.
    Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1, kann Útvarp Føroya senda kunngerðir móti kostnaðargjaldi."
  3. § 11 verður orðað soleiðis:
    "§ 11. Útvarp Føroya hevur ikki heimild at taka í móti ískoytisveitingum frá privatum."
  4. Í § 19, stk. 1 verða orðini "lýsingarinntøkum" og "ískoytisveitingum (sponsorering)" strikað.
  5. § 22 verður orðað soleiðis:
    "§ 22. Tað er ikki loyvt Sjónvarpi Føroya at senda lýsingar.
    Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1, kann Sjónvarp Føroya senda kunngerðir móti kostnaðargjaldi."
  6. § 23 verður orðað soleiðis:
    "§ 23. Sjónvarp Føroya hevur ikki heimild at taka í móti ískoytisveitingum frá privatum."
  7. § 31, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
    "Mannagongdin viðvíkjandi lýsingarvirksemi og ískoytisveitingum er ásett í §§ 31a og 31b, meðan manngongdin viðvíkjandi eydnuspølum er hin sama, sum ásett er fyri sjónvarpið og útvarpið í kap. 3 og kap. 4 í hesi lóg."
  8. Sum nýggj § 31a verður sett inn soljóðandi áseting:
    "§ 31a. Lýsingar skulu vera háttaðar soleiðis, at tær í innihaldi og sniði greitt skilja seg frá øðrum tilfari.
    Stk. 2. Lýsingar skulu vera sømiligar, og innihaldið skal ikki vera villleiðandi. Lýsingar mugu ikki stríða í móti galdandi lógum ella fyriskipanum annars.
    Stk. 3. Loyvt er ikki at lýsa fyri búskaparliga heftum sjónarmiðum ella fyri átrunaðarligum ella politiskum áskoðanum.
    Stk. 4. Við lýsingar er at skilja lisnar kunngerðir, lisnar lýsingar, ljóðlýsingar og mynda- og filmslýsingar.
    Stk. 5. Landsstýrismaðurin í loftmiðlamálum kann áseta nærri reglur um lýsingar."
  9. Sum nýggj § 31b verður sett inn soljóðandi áseting:
    "§ 31b. Sendingar, ið heilt ella lutvíst verða fíggjaðar við ískoytum, skulu hava greitt frámerki við navni ella búmerki hjá teimum, ið lata ískoyti. Er talan um lutir, ið verða latnir til burturlutingar o.t. í sendingum, er loyvt at nevna navnið á veitaranum í sambandi við burturlutingina.
    Stk. 2. Landsstýrismaðurin í loftmiðlamálum ásetir nærri reglur um ískoytisveitingar."

§ 2

Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2003.

Almennar viðmerkingar:
Sjónvarp Føroya fekk í 1989 loyvi til at senda lýsingar. Útvarp Føroya fekk við nýggju kringvarpslógini í 1998 eitt líknandi loyvi til at senda handilslýsingar. Í útvarpinum vóru áðrenn hetta bert lisnar kunngerðir móti gjaldi.

Almennu loftmiðlarnir eiga at vera riknir sum "public service" stovnar, eins og gjørt verður flest allastaðni, og eiga í tilrættisleggingini av sendingunum hvørki at vera bundnir av politiskum ella handilsligum áhugamálum. Skal trygd fáast fyri hesum, er neyðugt, at almennu loftmiðlarnir hvørki verða fíggjaðir við lýsingarinntøkum ella ískoytisveitingum frá privatum.

Verandi kringsvarpslóg heimilar, at almennu loftmiðlarnir lutvíst verða riknir út frá handilsligum grundarlagi, og álagt verður teimum at fíggja ein part av sínum rakstri við lýsingum v.m. Hetta er í andsøgn við "public service" tankan og gongur út yvir trúvirðið hjá loftmiðlunum

Einki krav er í kringvarpslógini um sundurskildan roknskap, ið kann undirbyggja, at handilsliga virksemið er kostnaðargrundað og sostatt í javnari kapping við t.d. privatar veitarar av lýsingum.

Privatu fjølmiðlarnir eru í ójavnari kapping við loftmiðlarnar um lýsingar, tí hesir ikki, eins og almennu fjølmiðlarnir, hava ein lógartryggjaðan rætt til brúkaragjald frá øllum borgarum í landinum og heldur ikki fáa teirra útberingar- og sendinet goldið og rikið av landinum. Almennu loftmiðlarnir hava við hesi skipan styrki til at vinna í kappingini við aðrar miðlar, og teir eru tí í dag førandi, tá talan er um at geva kunda- og kampagnuavsláttur til lýsarar. Hetta er sera óheppið fyri kappingarstøðuna.

Endamálini við uppskotnu broytingini eru sostatt tvinni. Annað er at økja um trúvirðið hjá almennu loftmiðlunum, og hitt er at rætta tann ójavna, ið er í kappingini millum teir almennu og teir privatu miðlarnar.

Uppskotið fær ikki fíggjarligar avleiðingar í hesum árinum, við tað at gildiskoman er sett til 1. januar 2003. Tað er tó neyðugt, at ein loysn verður funnin fyri framtíðar fíggingina av almennu loftmiðlunum, og kann henda verða á fíggjarlógini. Í hesum sambandi skal verða mint á, at tað viðvíkjandi Sjónvarpi Føroya longu frammanundan hesum uppskoti er vorðið neyðugt, at støða verður tikin til henda spurning.

Viðmerkingar til einstøku broytingarnar:
Ad 1) og 4) Við broytingini verður fíggjargrundarlagið hjá útvarpinum og sjónvarpinum avmarkað, hvat lýsingarinntøkum og ískoytisveitingum viðvíkur.

Ad 2) og 5) Beinleiðis forboð verður sett Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya at senda lýsingar. Sum eitt undantak til hesa høvuðsreglu verður loyvt at senda kunngerðir, sum tó ikki kunnu vera ein inntøkukelda hjá almennu miðlunum, við tað at hetta virksemið skal vera kostnaðargrundað. Kravið um, at virksemi skal vera kostnaðargrundað, inniber, at veitingin, ið skal rindast fyri hesa tænastu, hvørki kann fara upp ella niður um veruliga kostnaðin. Sum kunngerðir eru at skilja stuttar fráboðanir um fundir, tiltøk v.m. Viðvíkjandi almennari upplýsing, ella tað, tey í Danmark kenna sum OBS-lýsingar o. líkn., kemur hetta undir "public service" skylduna hjá stovnunum.

Ad 3) og 6) Beinleiðis forboð verður sett Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya at taka í móti ískoytisveitingum frá privatum.

Ad 7), 8) og 9) Við broytingunum frammanfyri eru heimildirnar hjá Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya at senda lýsingar og taka í móti ískoytisveitingum strikaðar saman við øllum ásetingunum viðvíkjandi mannagongdum fyri lýsingarvirksemi og ískoytisveitingum. Ætlanin er tó, at hesar ásetingar framvegis skulu vera galdandi fyri onnur, ið hava sendiloyvi, sum verður fíggjað við lýsingum ella ískoytisveitingum, og hesar ásetingar eru tí fluttar til kap. 5, umframt at smávegis tillagingar eru gjørdar.

1. viðgerð 1. mars 2002. Málið beint í mentanarnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.