Setanartreytir

 

70  Uppskot til  løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarunum frá um setanartreytir teirra

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

Ár 2002, 26. februar, løgdu tingmenninir Hans Pauli Strøm og Kristian Magnussen vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarunum frá um setanartreytir teirra 

Lógarinnar øki

§ 1. Henda lóg er galdandi fyri allar løntakarar, sum settir eru í starv fyri tíðarskeið, sum er meira enn 2 mánaðir, og har miðalarbeiðstíðin um vikuna er meira enn 16 tímar. Lógin er ikki galdandi fyri fólk, sum eru fevnd av lógini um sjómenn.
Stk. 2. Løntakari er persónur, sum fær løn fyri arbeiði í tænastuviðurskiftum.
Stk. 3. Lógin er ikki galdandi í tí føri, har arbeiðsgevarin sambært høvuðssáttmála ella sersáttmála hevur skyldu til at geva løntakarunum fráboðan í ein mun, sum ikki víkir frá lógarinnar kravi.
Stk. 4. Rættindini hjá løntakarunum sambært hesi lóg kunnu ikki skerjast við avtalu.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta, at løntakarar, sum bara stundum hava arbeiði ella hava serligt arbeiði, ikki skulu vera fevndir av lógini.

Upplýsingarskylda arbeiðsgevarans

§ 2. Arbeiðsgevarin skal í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at løntakari er komin í starv, geva løntakaranum upplýsingar um viðurskifti, sum eru nevnd í stk. 2, nr. 1-10. Um løntakari ikki við starvsetan hevur eina miðalarbeiðstíð, sum er meira enn 16 tímar um vikuna, kemur upplýsingarskylda arbeiðsgevarans í gildi, tá løntakarin tær seinastu 8 vikurnar hevur havt eina miðalarbeiðstíð um vikuna, sum er meira enn 16 tímar.
Stk. 2. Upplýsingarskylda arbeiðsgevarans fevnir um hesar upplýsingar:

  1. Navn arbeiðsgevarans og løntakarans.
  2. Upplýsingar um, hvar arbeiðsstaðið er, ella, um talan ikki er um fast arbeiðsstað, so upplýsingar um, hvar arbeiðið í høvuðsheitum fer fram, og upplýsingar um, at løntakarin møguliga er starvsettur á ymiskum støðum, umframt høvuðsskrivstovu hjá arbeiðsgevara ella bústaði hansara.
  3. Frágreiðing um arbeiði, starvsstøðu og møguliga starvsheiti løntakarans.
  4. Nær starvsetanin tók við.
  5. Hvussu leingi arbeiðið væntandi kemur at vara, um arbeiðið er tíðaravmarkað.
  6. Rættindi løntakarans viðvíkjandi frítíð við løn og frítíðarískoyti.
  7. Uppsagnarfreistir sum eru galdandi fyri arbeiðsgevara og løntakara.
  8. Tann sáttmálaavtalaða ella millum partarnar avtalaða løn, sum løntakarin hevur rætt til, tá starvsetanin byrjar, umframt ískoyti, sum ikki er beinleiðis partur av lønini, t.d. eftirlønargjøld o.a. Harumframt skal arbeiðsgevarin upplýsa, nær lønin verður útgoldin.
  9. Vanliga arbeiðstíðin hvønn dag ella hvørja viku.
  10. Millumpartasáttmálar ella avtalur annars, ið eru galdandi fyri starvsetanina.

Stk. 3. Upplýsingarnar skulu verða givnar í einum setanarskrivi ella aðrari skrivligari váttan.

 

Skipan í starv uttanlands

§ 3. Um so er, at arbeiði løntakarans skal vera í einum ella fleiri øðrum londum í meira enn 2 mánaðir, skal eitt av teim í § 2, stk. 3 nevndu skjølum vera løntakaranum í hendi, áðrenn hann fer avstað. Umframt tær upplýsingar, sum nevndar eru í § 2, stk. 2, skal skjalið hava hesar upplýsingar:

  1. Tíðarskeiðið, har arbeiðið verður gjørt uttanlands.
  2. Gjaldoyra, sum lønin verður útgoldin í.
  3. Møguligir fyrimunir í peningi ella á annan hátt, sum eru eitt lið í uppihaldinum uttanlands.
  4. Treytir í smbandi við, at løntakarin kemur heimaftur.
  5. Neyðugu váttanir arbeiðsgevarans í smbandi við arbeiði uttanlands.

Broyting av setanarviðurskiftum

§ 4. Arbeiðsgevarin skal í smbandi við allar broytingar av teimum í § 2, stk. 2 og § 3, stk. 1 nevndu viðurskiftum skjótast møguligt og í seinasta lagi ein mánað eftir tann dag, broytingin kemur í gildi, geva løntakarunum skrivliga fráboðan um hesar broytingar. Hetta er kortini ikki galdandi, um broyting er orsakað av broytingum í lógum, fyrisitingarligum avgerðum ella broytingum í millumpartasáttmálum, sum arbeiðsgevarin kann vísa til.

Avleiðing av, at arbeiðsgevarin ikki heldur upplýsingarskyldu sína

§ 5. Spurningurin um, í hvønn mun arbeiðsgevarin hevur hildið upplýsingarskyldu sína, verður avgjørdur av tí gerðarrætti, sum hevur heimild at tulka sáttmálar fyri viðkomandi arbeiðsøki. Er eingin gerðarrættur, hava dómstólarnir heimildina.
Stk. 2. Um arbeiðsgevarin ikki hevur hildið upplýsingarskyldu sína, kann gerðarrætturin døma arbeiðsgevaran at gjalda løntakarunum eitt endurgjald, sum í mesta lagi kann svara til 2 mánaðarlønir.

Gildiskoma

§ 6. Lógin kemur í gildi 1. mai 2002 og er galdandi fyri avtalur um starvsetanir, sum eru gjørdar henda dag ella seinni.

Skiftisreglur

§ 7. Viðvíkjandi teim starvsetanum, sum eru gjørdar áðrenn 1. mai 2002, og sum framvegis eru galdandi eftir henda dag, er tað skylda arbeiðsgevarans eftir áheitan løntakarans í seinasta lagi 3 mánaðir eftir áheitanina at geva løntakaranum tær upplýsingar, sum løntakarin frammanundan ikki hevur fingið skrivliga, viðvíkjandi teimum viðurskiftum, sum eru nevnd í § 2, stk. 2.  

Almennar viðmerkingar
Endamálið við lógini er, at allir arbeiðsgevarar, almennir eins væl og privatir, stórir eins væl og smáir, skulu hava skyldu til skrivliga at upplýsa løntakararar um tey týdningarmestu viðurskiftini, sum eru galdandi fyri starvsetan ella arbeiði teirra.

Eitt tílíkt minstamark av upplýsingum skal veita løntakaranum eina betri trygd í arbeiði hansara. Samstundis,sum lógin ásetir eitt felags minstamark av upplýsingarskyldu fyri allan arbeiðsmarknaðin, er endamálið bæði at gera rættarstøðu løntakaranna á arbeiðsmarknaðinum greiðari og at skapa størri gjøgnumskygni á arbeiðsmarknaðinum.

Tað eru fleiri bólkar av løntakarum, sum longu við lógaráseting ella millumpartaavtalu í ávísan mun hava greiði á hesum viðurskiftum. Øll starvsfólk eru t.d. fevnd av starvsfólkalógini. Sjómenn eru fevndir av lógini um sjómenn. Og innan fyri tað almenna fer annars eisini fram ein útgreining av starvsfólkapolitikkinum, sum m.a. ásetir upplýsingaskyldur arbeiðsgevarans út um tey minstumørk, sum henda lógin ásetir.

Men í hesum førinum - sum í so nógvum øðrum - er tað tann størsti bólkurin á arbeiðsmarknaðinum, sum er serliga illa fyri, og sum so at siga er uttan rættindi av tí slagnum, sum lógaruppskotið snýr seg um. Tað eru tey tímaløntu. Meir enn nakar annar bólkur hava tey átrokandi tørv á lóggávu sum hesari.

Við hesi lógini tryggjast øllum løntakarum somu rættindi, antin tey eru í almennari ella privatari tænastu, fastlønt ella tímalønt, faklærd ella ófaklærd.

Í flestøllum vestureuropeiskum londum eru líknandi lógir settar í gildi, sum á henda hátt tryggja løntakararnar í sambandi við starvsetan teirra. Lóggávuvaldið í hesum londum hevur mett tað vera tørv á slíkum reglum, og í Føroyum er tørvurin ikki minni - kanska tvørturímóti.

Hvør kann vera ósamdur í, at tað er sjálvsagt og natúrligt, at løntakarin fær allar hesar einføldu upplýsingar um starvsetan sína? Og at arbeiðsgevarin tí má hava skyldu til at veita honum tær?

Hetta lógaruppskotið hevur verið sett fram áður, tó nú aftur við munandi broytingum. Hesar broytingar eru m.a. gjørdar eftir viðmerkingum, sum vóru settar fram í skrivligum ummæli frá Føroya Arbeiðsgevarafelag frá januar 2000, og sum vóru gjørdar undir løgtingsviðgerðini av málinum í februar-mars 2000. Samstundis er lógaruppskotið gjørt munandi einfaldari og styttri, við at fleiri brot úr fleiri greinum, sum ikki metast at vera av alneyðugum týdningi, eru skorin burtur.

Sum nevnt hevur uppskotið áður verið sett fram: Fyrstu ferð av Ingeborg Vinther vegna Verkamannafylkingina tann 2. mars 1998 og aðru ferð av Javnaðarflokkinum tann 14. januar 2000.

Tað verður nú sett fram í vón um, at triðju ferð fer at eydnast. Vísast kann eisini til, at hóast serliga fakfeløgini hjá tímaløntum hava roynt at fáa hesi tingini upp á pláss undir samráðingum við hin partin á arbeiðsmarknaðinum, so hevur tað ikki eydnast. Til seinastu sáttmálasamráðingar millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar á privata arbeiðsmarknaðinum á vári 2001 ð eydnaðist annars at fáa gongd á viðgerðina av hesum máli. Men eftir at feløgini høvdu verið í drúgvum verkfalli, og partarnir aftur settist við samráðingarborðið, var ein av treytunum fyri at gera eina semju, at málið um upplýsingarskyldu arbeiðsgevaranna um setanarviðurskiftini hjá løntakarunum varð tikið av borðinum.

Tað er sostatt latið upp í hendurnar á Løgtinginum at fáa hesi sjálvsøgdu viðurskifti upp á pláss. 

Fíggjarligar avleiðingar av lógaruppskotinum
Innan fyri tað almenna, bæði landið og kommunurnar, eru longu siðvenjur um hesi viðurskifti. Tað almenna fer tí ikki at hava útreiðslur í sambandi við, at lógin verður sett í gildi.

Viðmerkingar til tær einstøku lógargreinarnar
Til § 1:
Eftir uppskotinum skal lógin vera galdandi fyri bæði løntakarar, sum eru settir í starv hjá tí almenna og á tí privata arbeiðsmarknaðinum. Mett verður ikki, at neyðugt er, at lógin skal vera galdandi fyri persónar, sum eru fevndir av lógini um sjómenn, tí henda lóg hevur ymsar ásetingar, sum líkjast ásetingunum í hesum lógaruppskoti.
Í stk.2 verður hugtakið løntakari staðfest.
Í stk.4 verður ásett, at lógin er eitt minstamark, skilt á tann hátt, at møgulig avtala millum løntakara og arbeiðsgevara ella feløg teirra um, at arbeiðsgevarin ikki skal hava tær skyldur, sum lógin ásetir, er ógildug.

Til § 2:
Í stk. 1 verður ásett, nær arbeiðsgevarin skal lata løntakaranum tær upplýsingar, sum lógin ásetir.
Í stk. 2 er yvirlit yvir tær upplýsingar, sum arbeiðsgevarin skal lata løntakaranum.
Í stk. 3 verður nærri tilskilað, hvussu arbeiðsgevarin kann lata løntakaranum tær upplýsingar, sum nevndar eru í stk. 2.

Til § 3:
Henda lógargrein ásetir reglurnar, tá talan er um arbeiði uttanlands.
Í slíkum førum er tørvur á øðrum upplýsingum, sum skulu latast afturat teimum upplýsingum, sum nevndar eru í § 2, stk. 2.

Til § 4:
Í hesari lógargrein verður ásett, hvørjar skyldur arbeiðsgevarin hevur, tá talan er um broytingar av viðurskiftum, sum nevnd eru í § 2, stk. 2 og § 3, stk. 1.

Til § 5:
Mett verður natúrligt, at tað er gerðarrætturin, sum hevur heimild at tulka sáttmálar á tí ávísa økinum, sum skal hava heimild at taka støðu til, um arbeiðsgevarin hevur hildið upplýsingarskyldu sína ella ikki. Í øðrum londum er tað serlig arbeiðsmarknaðar kærunevnd, sum hevur hesar heimildir. Tað er tó hvørki neyðugt ella ráðiligt av hesi grund at seta slíkan nýggjan kærustovn á stovn í Føroyum – vit hava eina vælvirkandi skipan við gerðarrætti, sum er hóskar væl og er før fyri at átaka sær hesa uppgávuna. Skal lógin fáa týdning á øllum økjum á arbeiðsmarknaðinum, er neyðugt, at brot á lógina fær sektandi avleiðingar. Heldur arbeiðsgevari ikki upplýsingarskyldu sína, kann eitt hóskandi endurgjald í mesta føri vera einar 2 mánaðarlønir.

Til § 6:
Hildið verður rætt, at ásett verður í lógini, frá hvørjum degi starvsetanaravtalur koma undir lógina.

Til § 7:
Mett verður neyðugt, at lógin ikki bara skal vera galdandi fyri tær starvsetanir, sum verða gjørdar, eftir at lógin kemur í gildi, men at hon eisini rættiliga skjótt kemur at fevna um allar verandi starvsetanir. Tí skulu, eins og í líknandi lóggávu í øðrum londum, vera skiftisreglur, sum geva arbeiðsgevaranum eina longri og rímiliga freist at uppfylla upplýsingarskyldu sína mótvegis teimum løntakarum, sum longu eru í arbeiði, áðrenn lógin kemur í gildið.

1. viðgerð 4. mars 2002. Málið beint í vinnunevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.