Endurgjaldsábyrgd

 

71  Uppskot til  ríkislógartilmæli um lóg um endurgjaldsábyrgd

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

Ár 2002, 26. februar, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot 

til 

ríkislógartilmæli um lóg um endurgjaldsábyrgd 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot til kongliga fyriskipan um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um endurgjaldsábyrgd.

Viðmerkingar
Høvuðsendamálið við lógini er at tryggja eitt endurgjald, sum í størri mun enn áður svarar virðið á peningaliga tapinum, tá onkur verður fyri persónskaða ella missi av uppihaldara. Orsøkin til tað er serliga, at vit í løtuni ikki hava eina lóggávu á hesum øki, og endurgjald tískil verður givið eftir rættarsiði, og svarar tað ikki til veruliga tapið.

Hækkanin innan privata endurgjaldsrættin kemur serliga teimum, ið eru komin ringast fyri, til góðar, soleiðis at javnvág verður millum privata endurgjaldsrættin og arbeiðsskaðatryggingarlógina.

Uppskotið hevur eisini reglur um ábyrgd skaðaelvarans, tá trygging bøtir aftur vanlukkutilburð. Eisini eru tað reglur um endurgjaldsábyrgdarlætta, tá endurgjaldsábyrgdin er serliga tyngjandi, og í serligum føri kann síggjast burtur frá medvirkni skadda til skaðan. Eisini er regla um at lætta ábyrgd arbeiðstakarans. At enda hevur uppskotið eisini reglur um sínámillum ábyrgd, tá talan er um samábyrgd.

Hækkar endurgjaldið, ber tað í sær eina eykaútreiðslu fyri landskassan, tá landið er endurgjaldskyldugt, og onki aftursóknarkrav er mótvegis skaðaelvara. Tó kann sparast á sosiala økinum, av tí at hægri endurgjald til skadda fer at hava við sær, at tørvurin á sosialari veiting ikki er so stórur.

Tær einstøku broytingarnar og viðmerkingar til hesar
Í uppskotinum verður ásett, hvussu upphæddirnar verða dagførdar (§ 15), og eru dagførdu upphæddirnar settar inn í uppskotið, sum tær eru ásettar við kunngerð nr. 1049 frá 29. november 2000.

Í donsku lógini eru gjørdar niðanfyri standandi broytingar vegna serlig føroysk viðurskifti. Har, ongar broytingar eru gjørdar, verður víst til donsku lógarviðmerkingarnar í viðløgdu skjølum.

 

Broytingar:

  1. 1.   § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis: "Stk. 2. I erstatningen fradrages løn under sygdom, dagpenge fra arbejdsgiver, forsikringsselskab, Lønreguleringsfonden eller det offentlige, og forsikringsydelser, der har karakter af en virkelig skadeserstatning, samt lignende ydelser til den skadelidte."
  2. 2.   Í § 10 verða orðini í yvirskriftini "Forelæggelse for Arbejdsskadestyrelsen" broytt til: "Forelæggelse for Færøernes Ulykkesforsikringsråd" og orðini "Arbejdsskadestyrelsen, jfr. lov om arbejdsskadeforsikring" broytt til: "Færøernes Ulykkesforsikringsråd, jfr. lagtingslov om arbejdsskadeforsikring".
  3. 3.   Í § 11 verður orðið "Arbejdsskadestyrelsen" broytt til: "Færøernes Ulykkesforsikringsråd".
  4. 4.   Í § 16 verður eftir orðini "efter forhandling med" sett inn ímillum "Færøernes hjemmestyre,".
  5. 5.   Í § 17 verða orðini "lov om arbejdsskadeforsikring" broytt til: "lagtingslov om arbejdsskadeforsikring", og orðið "land" sett inn millum "Stat, kommune". Eisini verður § 17, stk. 1, síðsta pkt. strikað.
  6. 6.   Í § 20 verða strikað orðini "en kommune".
  7. 7.   § 28 verður orðað soleiðis: "Anordningen træder i kraft den ………… og finder anvendelse på erstatningsansvar for skader, der indtræder efter anordningens ikrafttræden."
  8. 8.   Í § 29, nr. 4 verða orðini "§ 53, stk. 3, 2. pkt. i sømandsloven, jfr. lov nr. 420 af 13. juni 1973" strikað, og í § 29, nr. 5 verða orðini "§ 67, 2. pkt. i søloven, jfr. Lovbekendtgørelse nr. 353 af 1. juli 1974" strikað. Sum § 29, nr. 4 verður í staðin sett: "§ 63 og § 64 i lov nr. 277 af 30. juni 1992 om umyndighed og værgemål, som senest ændret ved anordning nr. 14 af 18. januar 1982".
  9. 9.   § 30 verður strikað.
  10. 10. § 32 verður strikað.

 Viðmerkingar:

  1. 1. Til § 2, stk. 2: Neyðugt er við hesi broyting, tí føroyska lógaruppskotið um arbeiðsskaðatryggingarlóg varðveitir verandi dagpengaskipan, meðan danir hava eina øðrvísi skipan.
  2. 2.   Til § 10: "Færøernes Ulykkesforsikringsråd" svarar til "Arbejdsskadestyrelsen" í donsku lógini, sbr. løgtingslóg um arbeiðsskaðatrygging.
  3. 3.   Til § 11: Viðmerkingarnar eru tær somu sum til § 10.
  4. 4.   Rentusatsurin, sum innførdur er í Danmark við kunngerð nr. 896 frá 21. desember 1990, er settur inn í uppskotið. Heimild løgmálaráðharrans er í uppskotinum broytt soleiðis, at hann fyrst skal tingast við landsstýrið, áðrenn hann broytir satsin fyri Føroyar.
  5. 5.   Til § 17: "Lov om arbejdsskadeforsikring" svarar til løgtingslóg um arbeiðsskaðatrygging, og er tað tískil broytt. Eisini er tað landskassin, sum veitir pensjón o.a., og er orðingin "landet" tískil neyðug. Síðsta pkt. verður strikað, tí aftursóknarmøguleikin (regres) vegna dagpengar er ikki tikin við, tí sbrt. Dagpengalógini, galdandi í Føroyum, kann dagpeningaskipanin ikki gera aftursókn hjá skaðaelvaranum.
  6. 6.   Til § 20: Broytingin er neyðug, tí at hvørki landið ella føroysku kommunurnar eru sjálvtryggað mótsett danska statinum og donsku kommununum.
  7. 7.   Til § 28: Ásetingarnar í hesi lóg verða nýttar á skaða, ið hendir, eftir at lógin er komin í gildi. Ikki er nevnt, hvønn dag gildiskoman skal vera. Hetta má løgmálaráðharrin gera av. Orsakað av innihaldinum í § 10 og § 11 í lógaruppskotinum, er tað ein fyritreyt, at hetta ikki kann henda fyrrenn, ella sama dag, sum løgtingslóg um arbeiðsskaðatrygging fær gildi.
  8. 8.   Til § 29, nr. 4 og 5: Ásetingin í § 53, stk. 3, 2. pkt. er ikki í løgtingslóg um sjómenn og ásetingin í § 67, 2.pkt. í søloven varð broytt, tá lógin fekk gildi í Føroyum í 1985, og eru tær tí ikki við, meðan avtøka av § 63 og § 64 í lógini um ómyndug er sett inn. Í mun til í Danmark er neyðugt at avtaka § 63 og § 64 í lógini um ómyndug, sum enn hevur gildi í Føroyum, tí annars koma reglurnar at standa í tveimum støðum, bæði í endurgjaldslógini og lógini um ómyndug.
  9. 9.   Til § 30: Danska arbeiðsskaðatryggingarlógin hevur ikki gildi fyri Føroyar, men verður nýggj løgtingslóg um arbeiðsskaðatrygging løgd fyri Løgtingið skjótt.
  10. 10. Til § 32: Greinin gevur heimild til at seta lógina í gildi fyri Føroyar og skal tískil ikki standa her.

Skjal: Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erstatningsansvar

1. viðgerð 4. mars 2002. Málið beint í rættarnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.