Vektgjald motorakfør

 

73  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald á motorakførum v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 26. februar, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m. 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 46, frá 4. apríl 2000, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 12 verður strikað.
  2. § 13 a verður orðað soleiðis:

"§ 13 a. Ellisakfør rinda einki gjald sambært § 3, stk. 1."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2002.

Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin við skattamálum mælir við hesum til at gera 2 broytingar í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.

Tann fyrra broytingin er at strika heimildina hjá landsstýrinum at sleppa avlamisakførum undan vektgjaldi (vegskatti). Hetta verður gjørt í sambandi við broytingar í málsviðgerðini viðvíkjandi avlamisakførum. Málsviðgerðin fyri vektgjald fer frameftir at fara fram á sama hátt, sum gjørt verður fyri skrásetingargjald á avlamisakførum, at vektgjald verður ikki undantikið, men verður rindað sum stuðul av Hjálpartólamiðstøðini. Umsøkjarin vendir sær til Hjálpartólamiðstøðina við umsókn og læknaváttan um avlamisakfar. Hjálpartólamiðstøðin viðger umsóknina saman við Almannastovuni (§ 18-ráðnum), har støða verðu tikin til, um umsøkjarin hevur rætt til stuðul til skrásetingargjald og vektgjald av avlamisakfari sambært § 18 í forsorgarlógini.

Lógarbroytingin er eisini samsvarandi stevnumiðinum um bruttofisering av útreiðslum landskassans. Eftir broytingina verður stuðul til avlamisakfør veittur beinleiðis umvegis forsorgarlógina. Í dag verður stuðulin veittur óbeinleiðis umvegis vektgjaldslógina.

Henda broyting er eisini neyðug orsakað av orðingini í § 12, har tað er ásett, at tað er sambært avlamispensjónslógini, sum nú er avloyst av almannapensjónslógini, at heimild er fyri stuðli til keyp av avlamisakførum, meðan tað í veruleikanum er í forsorgarlógini § 18, stk. 5, at heimildin finst.

Tann seinna broytingin er at frítaka ellisakfør fyri vektgjald (vegskatt). Hetta verður gjørt eftir ynski frá áhugafelagnum Føroya Ellisakfør, sum metir hetta hava stóran týdning fyri møguleikan hjá limum tess at varðveita gomul akfør í teirra upprunaliga sniði og, at hetta arbeiði skal síggjast aftur á føroysku vegunum. Tað skal viðmerkjast, at Vinnumálastýrið og Bileftirlitið hava viðmælt hesi broyting.

Avleiðingar av lógaruppskotinum
Lógaruppskotið hevur bert smávegis fíggjarligar avleiðingar fyri landið, tí tað eru bert umleið 80 ellisakfør skrásett, sum merkir ein inntøkumiss á umleið 80 tús. kr. árliga, men í 2002 bert helvtina, eftirsum lógin kemur í gildi 1. juli 2002. Strikingin av frítøkuni fyri avlamisakførini hevur við sær, at meir kemur inn sum vektgjald, meðan samsvarandi meir verður goldið út sum forsorg. Ikki er neyðugt at gera broytingar í játtanum, eftirsum upphæddirnar eru so smáar.

Uppskotið hevur tær umsitingarligu avleiðingar, at óvissa ikki longur er um heimildina fyri umsitingarligari praksis viðvíkjandi frítøku av vektgjaldi av avlamisakførum, nú vektgjald fer at verða rindað sum stuðul sambært forsorgarlógini av Hjálpartólamiðstøðini. Henda broyting ger tó, at umsitingin á Hjálpartólamiðstøðini frameftir kemur at taka sær av at rinda stuðulin fyri vektgjald av avlamisakførum, men her er ein so smidlig loysn vald,sum til ber, sum samvirkar við umsitingina av at rinda stuðul fyri skrásetingargjald á avlamisakførum. Tað skal viðmerkjast, at tað eru 21 avlamisakfør, sum verða frítikin fyri vektgjald.

Lógaruppskotið hevur ikki stórvegis umhvørvisligar avleiðingar við sær, tí ikki kann roknast við, at frítøka fyri vektgjald fer at økja nógv um talið av ellisakførum, sum fara at koyra á vegunum í Føroyum.

Uppskotið hevur ongar avleiðingar við sær í mun til altjóða avtalur og reglur, fyri landið, kommunur, ávísar samfelagsbólkar ella vinnuna. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar.

 

Fyri landið/
landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun
til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

     

Nei

 

 Viðmerkingar til einstøku broytingarnar

§ 1

1)
§ 12 verður strikað, og í staðin fyri frítøku verður vektgjaldið fyri avlamisakfør viðgjørt á sama hátt, sum gjørt verður fyri skrásetingargjald á avlamisakførum, at hetta verður ikki undantikið, men verður rindað sum stuðul av Hjálpartólamiðstøðini. Henda broyting er eisini neyðug orsakað av orðingini í § 12, har tað er ásett, at tað er sambært avlamispensjónslógini, sum nú er avloyst av almannapensjónslógini, at heimild er fyri stuðli til keyp av avlamisakførum, meðan tað í veruleikanum er í forsorgarlógini § 18, stk. 5, at heimildin finst.

2)
§ 13 a verður broytt soleiðis, at ellisakfør, í staðin fyri at rinda hálvt vektgjald (vegskatt), nú verða frítikin fyri vektgjald.

1. viðgerð 5. mars 2002. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 6. mars 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 26. februar 2002, og eftir 1. viðgerð tann 5. mars 2002 er málið beint fíggjarnevndini. 

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. mars 2002.  

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 12. mars 2002. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 14. mars 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 36 frá 26.03.2002