Skrásetingargjald motorakfør

 

74  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum m.v.

A. Upprunauppskot
B. Tikið aftur

Ár 2002, 26. februar, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 23. apríl 1999, og seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 9. februar 2001, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 12 verður orðað soleiðis:
  2. "§ 12. Einki avgjald á kampingvognum.
    stk. 2. Fyri kampingbilar er avgjaldið 30% av avgjaldsskylduga virðinum."

  3. § 17 verður orðað soleiðis:
  4. "§ 17 Við ellisakfør, ið verða skrásett, skal einki skrásetingargjald rindast.
    Stk. 2. "Fyri ellisakfør sambært stk. 1 er at skilja motorakfør, ið eru eldri enn 25 ár, og sum framvegis hava sama skap sum upprunaakfarið."

§ 2

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin við skattamálum mælir við hesum til at gera 2 broytingar í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.

Tann fyrra broytingin er at taka burtur avgjald á kampingvognum. Hetta avgjald er í núgaldandi lóg 45%. Fíggjarmálastýrið hevur fingið áheitan frá einum áhugabólki um at taka hetta avgjaldið av, tí tað forðar fyri, at kampingvognar verða keyptir til Føroyar. Víst verður á, at í Danmark er einki avgjald. Av tí sama eru tað fleiri føroyingar, sum hava keypt sær ein kampingvogn í Danmark og hava kent seg noyddar at lata teir verða standandi í Danmark fyri at sleppa undan avgjaldinum. Tað skal harafturat viðmerkjast, at einki avgjald er á øðrum viðfestisvognum og, at avgjald longu er rindað fyri bilin sum togar. Harafturat verður gjørd broyting fyri kampingbilar, sum higartil hava rindað avgjald sum persónvognar, men sum við broytingini fara at rinda 30%, sum er tað sama sum fyri vøruvognar. Hetta verður gjørt, tí mett verður ikki, at kampingbilar eiga at flokkast avgjaldsliga sum persónvognar, men heldur sum vøruvognar, tí kampingbilar ikki eru serliga væl hóskaðir sum persónvognar, og tí fólk ikki hava loyvi til at vera aftan í kampingbilum, meðan koyrt verður.

Tann seinna broytingin er at lækka aldursásetingina fyri frítøku fyri skrásetingargjaldi á ellisakførum úr 30 árum niður í 25 ár. Hetta verður gjørt eftir ynski frá áhugafelagnum Føroya Ellisakfør, sum metir hetta hava stóran týdning fyri møguleikan hjá limum tess at varðveita gomul akfør í teirra upprunaliga sniði. Henda broyting viðførir eisini, at sama aldursáseting verður nýtt í øllum lógum viðvíkjandi ellisakførum, tí í løgtingslóg um vektgjald (vegskatt) verður 25 ár nýtt sum aldursáseting fyri ellisakfør. Tað skal viðmerkjast, at Vinnumálastýrið og Bileftirlitið hava viðmælt hesi broyting.

Avleiðingar av lógaruppskotinum
Lógaruppskotið hevur bert smávegis fíggjarligar avleiðingar fyri landið, tí sum er, verða eingir kampingvognur og –bilar innfluttir. Tað er bert ein kampingvognur innfluttur síðstu 3 árini. Hinvegin verður tað ein fíggjarligur fyrimunur fyri teir borgarar, sum ynskja at ogna sær ein kampingvogn ella –bil og fyri møguligar umboðsmenn í Føroyum. Tað er ikki gjørligt at siga, um lækkingin av aldursásetingini fyri frítøku fyri skrásetingargjaldi á ellisakførum fer at hava við sær størri innflutning av ellisakførum, men roknast kann við, at áhugan verður nakað størri.

Lógaruppskotið hevur ikki stórvegis umhvørvisligar avleiðingar við sær, men tað, at aldurin á ellisakførum lækkar, fer at hava við sær, at fleiri akfør koma at koyra á vegunum í Føroyum, men hinvegin verða tey í betri standi. Somuleiðis er møguleiki fyri, at kampingvognar og -bilar verða meira sjónligir í nærumhvørvinum, tí fólk ofta lata teir standa úti.

Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar við sær ella avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur, fyri landið, kommunur, ávísar samfelagsbólkar ella vinnuna. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar.

 

Fyri landið/
landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Ja

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

(Ja)

Nei

(Ja)

Nei

Nei

Avleiðingar í mun
til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

     

Nei

 

 Viðmerkingar til einstøku broytingarnar

§ 1

1)
§ 12, stk. 1 verður orðað øðrvísi soleiðis, at einki avgjald verður á kampingvognum longur, meðan stk. 2 ásetir, at fyri kampingbilar verður avgjaldið 30%. Sama orðaljóð er nýtt sum í hinum greinunum um avgjaldsfrítøku.

2)
Í § 17 eru gjørdar smávegis málsligar broytingar, og í § 17, stk. 2 verður aldursásetingin fyri frítøku av skrásetingargjaldi á ellisakførum lækkað úr 30 árum niður í 25 ár. Hetta samsvarar við aldursásetingina fyri ellisakfør í løgtingslóg um vektgjald (vegskatt).

Á tingfundi 1. mars 2002 boðaði formaðurin frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur tikið málið aftur.