Blokkstuðul 2002

 

75  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2002"

Viðgerðin av uppskotinum á fólkatingi

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 26. februar, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2002"

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2002".

 

Viðmerkingar
Sambært skrivum millum landsstýrið og donsku stjórnina, dagfest 21. desember 2001 og 7. januar 2002, verður ríkisstuðulin 615,5 mió kr. í 2002.

Hetta er beinleiðis úrslit av, at endaliga yvirtøkan av skúlamálum og almannaforsorg sambært § 9 í heimastýrislógini, sum varð framd við løgtingslóg nr. 130 frá 8. oktober 2001 um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í heimastýrislógini (Yvirtøkulógin), inniber ein niðurskurð í ríkisstuðlinum á 366,4 mió kr. í mun til 2001.

Hjálagt er "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2002" við fylgiskrivum, og skriv millum landsstýrið og donsku stjórnina, dagfest 21. desember 2001 og 7. januar 2002.

Skjalayvirlit:
Skjal 1:
Skriv frá Løgmansskrivstovuni til Fíggjarmálastýrið, dagfest 6. februar 2002
Skjal 2:
Skriv frá danska fíggjarmálaráðnum til Anfinn Kallsberg, løgmann, dagfest 1. februar 2002
Skjal 3:
Forslag til Lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2002
Skjal 4:
Skriv frá danska fíggjarmálaráðnum til Anfinn Kallsberg, løgmann, dagfest 21. desember 2001
Skjal 5:
Skriv frá Anfinn Kallsberg, løgmanni til Fíggjarmálaráðharran Thor Pedersen, dagfest 7. januar 2002

1. viðgerð 4. mars 2002. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 26. februar 2002, og eftir 1. viðgerð tann 4. mars 2002 er málið beint fíggjarnevndini. 

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 6. og 11. mars 2002. Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Kári P. Højgaard) tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Minnilutin (Flemming Mikkelsen, Lisbeth L. Petersen og Vilhelm Johannesen) førir fram: Løgtingsmál nr. 75/2001, har mælt verður ríkismyndugleikunum til, at seta í gildi fyri Føroyar, "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2002", hevur við sær, at ríkisstuðulin fyri árið 2002 verður 615,5 mió kr. Hetta inniber ein niðurskurð í ríkisstuðlinum og harvið eina minni inntøku til landskassan upp á 366,4 mió kr. í mun til árið 2001.

Í prinsippinum tekur minnilutin undir við at átaka sær størri fíggjarligar skyldur, tá tað er fíggjarliga forsvarligt.

Øllum kunnugt er føroyski búskapurin sera viðbrekin.

Minnilutin metir ikki, tíðin er komin til at skerja ríkisstuðulin (blokkin). Vit hava eina fíggjarlóg, sum longu við ársbyrjan vísir hall. Ein røð av eykajáttanarlógum eru longu ein veruleiki. Vit hava partvíst játtað ella givið tilsøgn til milliarda íløgur, so sum nýggja suðuroyarferju, samferðsluhavnir, tunnlar, bæði oman- og undir sjónum, á almenna- og eldraøkinum o.s.fr.

Um hesi mál skulu hava nakran møguleika at verða framd innanfyri eina rímiliga framtíð heldur minnilutin tað verða óðamannaverk, at skeja inntøkur landskassan við 366,4 mió kr. og tekur tí ikki undir við uppskotinum.

Á tingfundi 13. mars 2002 legði Jóannes Eidesgaard, tingmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

Broytingaruppskot

til

2. viðgerð

Í "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2002" verða "615,5 mió kr." broyttar til "874,4 mió kr." 

Viðmerkingar:
Uppskotssetarin vísir til viðmerkingar minnilutans í álitinum frá fíggjarnevndini í málinum.

2. viðgerð 13. mars 2002. Broytingaruppskot frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, vegna Javnaðarflokkin, til ríkislógartilmæli fall 7-0-22.  Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 16-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. mars 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-1-14. Málið avgreitt.