Handilstiltøk Liberia

 

78  Uppskot til  løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

Ár 2002, 28. februar, legði Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu

§ 1. Tað er bannað at selja ella at royna at selja, avhenda, flyta ella á annan hátt at veita Liberiu:

  1. Vápn og hernaðarútbúnað umframt ein og hvønn líknandi útbúnað.
  2. Lóður av einum og hvørjum slagi.
  3. Hernaðarakfør og hernaðarútgerð.
  4. Hálvhernaðarliga útgerð.
  5. Eykalutir til nevndu lutir í nr. 1-4.

Stk. 2. Tað er bannað at veita Liberiu tøkniliga hjálp ella venjing, ið er tengd at at veita, framleiða, røkja ella at nýta nevndu lutir í stk. 1.
Stk. 3. Stk. 1 og stk. 2 fevna ikki um at selja ella at veita hernaðarútgerð, ið ikki elvir deyða, og sum burturav verður nýtt til hjálparendamál ella vernd, og tengda tøkniliga hjálp ella venjing, sum er góðkend av nevndini, ið er skipað sambært fyriskipan Sameindu Tjóða nr. 1343 (2001), heruppií verndarvestar og herhjálmar, sum eru fyribils útfluttir til Liberiu til egna nýtslu hjá starvsfólki Sameindu Tjóða, tíðindafólki, neyðhjálparfólki ella hjálparfólki.

§ 2. Tað er bannað at flyta óslípaðar diamantar, ið hava sín uppruna ella koma frá Liberiu, inn til Føroya beinleiðis eins væl og óbeinleiðis uttan mun til, um teir hava sín uppruna í Liberiu.

§ 3. Persónar, heruppií nevndarlimir í virkjum, ið bróta §§ 1 og 2, verða revsaðir eftir § 110c, stk. 2 í revsilógini við bót, hefti ella undir herðandi umstøðum við fongsli í upp til fýra ár.
Stk. 2. Er brotið framt av partafelagi, lutafelagi, smápartafelagi ella líknandi, kann verða álagt felagnum sum slíkum bót.

§ 4. Henda lóg fevnir eisini um persónar, búsitandi í Føroyum ella, ið løgfrøðiliga eru búfastir í Føroyum, sum uttanlands inna virksemi ella gerðir, sum eru bannað sambært hesi lóg.

§ 5. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

ALMENNAR VIÐMERKINGAR

Danska uttanríkisráðið hevur um ríkisumboðið í Føroyum heitt á Løgmansskrivstovuna um at skipa so fyri, at Føroyar fremja ávís handilstiltøk í móti Liberiu, samsvarandi samtykt nr. 1343 frá 7. mars 2001 hjá Trygdarráð Sameindu Tjóða, hjáløgd.

Landsstýrið mælir Løgtinginum til at samtykkja løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu.

AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
½landinum
Fyri
ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
Vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

   

 

 

Nei

 

SERLIGAR VIÐMERKINGAR

Til § 1: Trygdarráð Sameindu Tjóða hevur staðfest, at allur hernaðarligur stuðul hjá londunum í Vesturafriku til grannalondini skal steðgast. Tí verður tað í §1 gjørt ólógligt á ein hvønn hátt at útvega Liberiu hernaðarútgerð.

Til § 2: Størsti parturin av ólógliga handlinum av diamantum, ið er við til at fíggja uppreistrarherin (Revolutinary United Front, RUF) í Sierra Leona, gongur í gjøgnum Liberiu. Trygdarráð Sameindu Tjóða metir, at stjórnin í Liberiu virkin stuðlar RUF á øllum økjum, og tí skal innflutningur av diamantum úr Liberiu gerast ólógligur.  

Til §§ 3 og 4: Hetta eru almennar ásetingar, ið verða nýttar í øllum tílíkum løgtingslógum samsvarandi samtyktum hjá Trygdarráði Sameindu Tjóða.

Skjøl:

  1. United nations s/res/1343 (2001) Security Council Distr.: General 7. March 2001 Resolution 1343 (2001)

1. viðgerð 5. mars 2002. Tingmálini nr. 78, 79 og 80/2001 vórðu viðgjørd undir einum og øll beind í uttanlandsnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.