Handilstiltøk mótvegis Sierra Leona

 

80  Uppskot til  løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

Ár 2002, 28. februar, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona

§ 1. Tað er bannað at flyta óslípaðar diamantar úr Sierra Leona til Føroya beinleiðis eins væl og óbeinleiðis uttan mun til, hvar teir hava sín uppruna.
Stk. 2. Óslípaðir diamantar, ið eru undir eftirliti av stjórnini í Sierra Leona, við skipan við upprunaloyvisbrævi í samsvari við punkt 5 í Trygdarráðssamtykt Sameindu Tjóða nr. 1306 (2000), eru ikki fevndir av forboðnum í stk. 1.

§ 2. Persónar, heruppií nevndarlimir í virkjum, ið bróta § 1, verða revsaðir eftir § 110c, stk. 2 í revsilógini við bót, hefti ella undir herðandi umstøðum við fongsli í upp til fýra ár.
Stk. 2. Er brotið framt av partafelagi, lutafelagi, smápartafelagi ella líknandi, kann verða álagt felagnum sum slíkum bót.

§ 3. Henda lóg fevnir eisini um persónar, búsitandi í Føroyum ella, ið løgfrøðiliga eru búfastir í Føroyum, sum uttanlands inna virksemi ella gerðir, sum eru bannað sambært hesi lóg.

§ 4. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

ALMENNAR VIÐMERKINGAR

Danska uttanríkisráðið hevur um ríkisumboðið í Føroyum heitt á Løgmansskrivstovuna um at skipa so fyri, at Føroyar fremja ávís handilstiltøk í móti Sierra Leona, samsvarandi samtykt nr. 1306 frá 5. juli 2000 hjá Trygdarráði Sameindu Tjóða, hjáløgd.

Landsstýrið mælir Løgtinginum til at samtykkja løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona.

AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

Nei

 

 SERLIGAR VIÐMERKINGAR

Til § 1: Ólógligur handil av diamantum er ein av størstu inntøkukeldunum hjá uppreistrarherinum (Revolutinary United Front, RUF) í Sierra Leona, og heldur ólógligi handilin av diamantum sostatt lív í uppreistrarstríðnum í landinum. Stórur partur av ólógliga handlinum hjá RUF gongur í gjøgnum grannalandið Liberia. Trygdarráð Sameindu Tjóða ásannar týdningin, ið altjóða lógligur handil við diamantum hevur fyri menningina av fleiri londum, og hevur í hesum sambandi heitt á stjórnina í Sierra Leona um at útvega eitt upprunaloyvisbræv, soleiðis at lógligur handil við diamantum ikki verður raktur av altjóða handilstiltøkum.

Til §§ 2 og 3: Hetta eru almennar ásetingar, ið verða nýttar í øllum tílíkum løgtingslógum samsvarandi samtyktum hjá Trygdarráði Sameindu Tjóða.

Skjalayvirlit:

  1. United nations s/res/1306 (2000) Security Council, Distr.: general 5. July 2000 Resolution 1306 (2000)

1. viðgerð 5. mars 2002. Tingmálini nr. 78, 79 og 80/2001 vórðu viðgjørd undir einum og øll beind í uttanlandsnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.