ILO sáttmáli um heilsuvernd og læknaviðgerð av Sjófólki

 

81  Uppskot til  samtyktar um ILO sáttmála nr. 164 um heilsuvernd og læknaviðgerð av sjófólki

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

Ár 2002, 28. februar, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar 

Løgtingið góðkennir, at landsstýrið mælir ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroya ILO sáttmála nr. 164 um heilsuvernd og læknaviðgerð av sjófólki

Viðmerkingar
Danmark hevur heitt á Føroyar um at taka støðu til, um danska staðfestingin av omanfyri nevnda sáttmála eisini skal fevna um Føroyar.

Altjóða Verkafelagsskapurin (International Labour Organisation, ILO) góðkendi einmælt ILO sáttmála nr. 164 um heilsuvernd og læknaviðgerð av sjófólki 8. oktober 1987 (ILO Convention No. 164 concerning Health Protection and Medical Care for Seafarers). Sáttmálin kom í gildi 11. januar 1991. Við árslok 2000 høvdu tilsamans tíggju lond staðfest sáttmálan, millum hesi Noreg, Svøríki og Finnland. Danmark hevur enn ikki staðfest sáttmálan.

Sáttmálin hevur til endamáls at áseta felags reglur fyri heilsuvernd og læknaviðgerð av sjófólki og fevnir um øll skip, bæði almenn og einskild.

Sáttmálin hevur verið til ummælis hjá Almanna- og heilsumálastýrinum og hjá Fiskimálastýrinum, sum bæði mæla til, at sáttmálin verður settur í gildi í Føroyum.

Almanna- og heilsumálastýrið viðmerkir, at eitt arbeiði skal gerast at samskipa innihaldið í medisinkistuni, útbúgvingina av yvirmonnum í heilsulæru og ta læknaligu telefonráðgevingina.

Fiskimálastýrið staðfestir, at føroysk lóggáva er ikki í øllum førum dagførd í mun til allar treytirnar í sáttmálanum. Málsøkið "trygd á sjónum" er nú føroyskt málsøki, og arbeitt verður við at dagføra lóggávuna á økinum, soleiðis at hon m.a. samsvarar við omanfyri nevnda sáttmála.

Sáttmálin krevur ikki aðrar lógarbroytingar og hevur ikki fíggjarligar avleiðingar við sær. 

Skjalayvirlit:

  1. ILO Convention (No. 164) concerning Health Protection and Medical Care for Seafarers, Geneve 8. oct.1987
  2. Konvention nr. 164 om sundhedspleje og lægebehandling for søfarende.
  3.  

1. viðgerð 6. mars 2002. Málið  beint í uttanlandsnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.