Tollur

 

82  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 1. mars, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Aftaná § 10 verður sum nýtt Kap. 5a sett:
  2. "Kapittul 5a
    Elektronisk tollavgreiðsla"
    § 10a "Landsstýrismaðurin kann loyva elektroniskari tollavgreiðslu.
    Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta nærri reglur um, hvørjir innflytarar kunnu tollavgreiða elektroniskt, á hvønn hátt og undir hvørjum treytum elektronisk tollavgreiðsla kann fara fram. Landsstýrismaðurin kann eisini seta treyt um, at loyvið til elektroniska tollavgreiðslu kann afturkallast.
    Stk. 3. Verður loyvið, sambært stk. 1. givið, skal tollavgreiðslan bert fara fram elektroniskt.

  3. § 11, stk. 6 verður orðað soleiðis:
  4. "Fyri vørur, ið koma undir § 13, stk. 2 og 3, verður umrokning frá fremmandum til føroyskt gjaldoyra gjørd eftir gjaldoyravirðinum tann dagin, tá ið tollavgreiðslan fer fram,tó ongantíð seinni enn tann dagin, tá vøran er tollskyldug sambært § 12."

  5. § 12, stk. 1 verður orðað soleiðis:
    "Tollurin fellur til gjaldingar tann dagin, tá tollavgreiðsla fer fram. Fyri vørur, ið koma undir § 13, stk. 2 og 3, fellur tollurin tó til gjaldingar, so skjótt sum vøran er uppskipað á tolløkinum ella - um vøran ikki verður uppskipað, og tað ikki eru vørur, sum beinleiðis verða førdar víðari við sama skipi - tá ið vøran er komin til tolløkið."
  6. Sum nýggj § 17 a verður sett:
    § 17a verður orðað soleiðis:
    "Verður staðfest, at tollavgreiðslan ikki hevur verið røtt, og broyting tí verður gjørd, fellur skylduga upphæddin til gjaldingar í seinasta lagið 14 dagar eftir, at broytingin er gjørd."
  7. Í § 27 verður sum nýggj stk. 3 og 4 sett:
    "Stk. 3. Øll, ið koma undir hesa lóg, hava skyldu at leggja fyri Toll- og Skattstovu Føroya, tá ið hetta verður kravt, øll skjøl, ið kunnu vera til sannan av teimum gjøldum, ið verða áløgd við innflutningi.
    Stk. 4. Toll- og Skattstova Føroya hevur heimild til at koma á staðið fyri at fremja eftirlit og útvega upplýsingar, sum hon heldur eru neyðugar fyri at fremja eftirlit eftir reglunum í hesi lóg."
  8. § 30a, verður orðað soleiðis:
    "Stk. 1. Renta verða roknað av ov seint goldnum tolli og avgjaldi við 1,0% um mánaðin frá degnum eftir gjalddagin, og til goldið er. Eisini verður renta roknað av ov nógv goldnum tolli og avgjaldi við 1,0% um mánaðin frá degnum eftir gjalddag, og til goldið er. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu."
    "Stk. 2. Renta av ov seint goldnum tolli og avgjaldi og renta av ov nógv goldnum tolli og avgjaldi kann ikki roknast við, tá skattskylduga inntøkan verður gjørd upp."
  9. § 36, stk. 3 verður strikað.
  10. § 37a verður orðað soleiðis:
    " Tað kann áleggjast ánaranum av einum virki sekt fyri eitt av teimum í hesum kapitli umrøddu lógarbrotum, sjálvt um brotsverkið ikki kann roknast ánaranum sum tilætlað ella ósketni. Er eitt av teimum í hesum kapitli umrøddu lógarbrotum framt av einum partafelag, lutafelag ella tílíkum, kann sektarábyrgd verða áløgd felagnum sum so."

§ 2

Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin við skattamálum leggur við hesum uppskot fram um tollautomatisering. Høvuðsendamálið við tollautomatiseringini er, at vinnuvirki og feløg frameftir fáa møguleika at tolla sjálvi. Hetta merkir í høvuðsheitum, at ikki verður neyðugt at fara á Toll- og Skattstovuna við pappírum fyri at fáa eina vøru tollgreidda. Tollingin verður gjørd av virkinum sjálvum. Uppgávan hjá Toll- og Skattstovuni kemur frameftir at verða við stakroyndum at hava eftirlit við, at virki tolla rætt.

Tollautomatisering, hereftir kalla elektronisk avgreiðsla, merkir í hesi lóg, at innflytarar elektroniskt kunnu senda tollingaráheitan til Toll- og Skattstovu Føroya, har tollurin verður útroknaður. Hetta verður gjørt við, at innflytarar fáa atgongd til tollskipanina gjøgnum heimasíðuna hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Á heimasíðuni hjá Toll- og Skattstovu Føroya fer tollavgreiðslan fram við beinleiðis sambandi við Toll- og Skattstovu Føroya. Innflytarin fær soleiðis beinanvegin at vita, um tollavgreiðslan er góðkend. Seinni er ætlanin at útbyggja skipanina soleiðis, at tá tollurin er útroknaður, verður peningur fluttur á konto hjá Toll- og Skattstovu Føroya umvegis peningastovnarnar ella postgiro.

Raðfesting
Dentur verður lagdur á, at tann automatiseraða tollavgreiðslan fyrst verður løgd inn hjá teimum stóru innflytarunum (tollkredittkundunum). Posttolling og smærri vinnuligir innflytarar bíða til seinni.

Tollautomatiseringin verður gjøgnumførd yvir 4 fasur. Fasa 1 er tann, sum ætlanin er skal fara í gongd nú.

Fasa 1
Ætlanin er, at kredittkundar verða teir fyrstu, sum fáa loyvi til elektroniska tollavgreiðslu. Orsøkin til, at kredittkundar vera millum teir fyrstu, ið fáa hetta loyvið, er fyri tað fyrsta, at online gjaldskipanin ikki er gjørd enn. Onnur orsøk er, at størsti parturin av innflutninginum er til kredittkundar. Á henda hátt verður væntandi umleið 80% av samlaða innflutninginum fevndur av skipanini.

Í hesu fasu er neyðugt at tillaga verandi skipanir, víðka møguleikar í vøruskránni og skrásetingarmøguleikarnar í tollskipanini.

Fasa 2
Innlatan av góðsupplýsingum frá flutningsfyritøkum skal gerast elektronisk.

Fasa 3
Vinnuligir kontantkundar skulu koma við í skipanina. Í hesu fasu skal online gjaldskipanin verða gjørd og tøk til nýtslu í sambandi við elektroniska tollavgreiðslu. Í hesi fasu verður kravt, at allir vinnuligir kundar, eisini kredittkundar, skulu tollavgreiða vøruna, áðrenn vøran verður útflýggjað.

Fasa 4
Í hesi fasu verður møguligt hjá speditørum at koma við í skipanina.

Munurin á avgreiðsluni, sum hon er í dag, og elektronisku avgreiðsluni
Í dag fer tollavgreiðslan fram á tann hátt, at innflytarin útfyllir tollingaráheitan og leggur saman við henni øll skjøl, ið eru neyðug fyri tollavgreiðsluna og vendir sær til Toll- og Skattstovu Føroya, har upplýsingarnar á tollingaráheitanini verða tastaðar inn á tollskipanina av starvsfólki hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Tolleftirlit verður gjørt samstundis, sum tastingin av upplýsingunum fer fram.

Tá møguleiki verður fyri at tollavgreiða elektroniskt, skal innflytarin framvegis útfylla tollingaráheitanina. Men munurin verður, at tollingaráheitanin verður send elektroniskt til Toll- og Skattstovu Føroya, har tollurin verður útroknaður.

Hetta merkir, at ikki verður neyðugt at fara á Toll- og Skattstovu Føroya við pappírunum fyri at avgreiða vøruna. Tollavgreiðslan fer fram á sjálvum virkinum. Pappírini vera eisini á virkinum.

Tollavgreiðslan fer fram við beinleiðis sambandi við Toll- og Skattstovu Føroya. Innflytarin fær beinanvegin at vita, um avgreiðslan er góðkend. Tollrokningin kann ikki broytast av innflytaranum, tá rokningin er bókað.

Elektroniska tollavgreiðslan hevur eina umskipan av arbeiðsgongdini hjá Toll- og Skattstovu Føroya við sær. Við elektroniskari tollavgreiðslu verður ikki neyðugt at nýta arbeiðsorku til tastiarbeiði og avgreiðslu, men ein partur av arbeiðsorkuni verður í staðin nýtt til eftirlit. Toll- og Skattstova Føroya kemur frameftir at hava eftirfylgjandi eftirlit við stakroyndum, og at hava eftirlit við, at feløg og virkir, ið hava loyvi til elektroniska tollavgreiðslu, tolla rætt.

Bólking av innflytarum:

Kredittkundi Allir kredittkundar hava eitt vinnuligt virki og hava fingið tillutað eitt V-tal frá T&S. Kredittkundin setur eina ávísa peningaupphædd í trygd fyri, at tollurin fyri vøruna verður goldin. Ein kredittkundi kann fáa vøruna út, áðrenn hon er tollavgreidd, og skal ikki gjalda tollin fyri vøruna fyrrenn leypandi mánað + 28 dagar eftir, at vøran er komin til landið.
Kontantkundi Kontantkundi er eisini eitt vinnuligt virki, sum hevur fingið tillutað eitt V-tal frá T&S. Ein kontantkundi kann ikki fáa vøruna út, fyrrenn hon er tollavgreidd og goldin.
Privatkundi Ein privatkundi er ein privatpersónur, sum bert verður skrásettur við navni og adressu, men annars verður ein privatkundi tollviðgjørdur sum ein kontantkundi.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum
Fíggjarligar avleiðingar eru bæði fyri landið og vinnuna. Landið hevur longu nú gjørt íløgur í ta nýggju skipanina og kemur tey næstu 2 árini at gera meira íløgur. Kostnaður fyri skipanina er umleið 5 mió kr. Fyri vinnuna verða bert smærri beinleiðis fíggjarligar avleiðingar í sambandi við tillagingar av forritum og í einstøkum førum keyp av útbúnaði.

Umsitingarligir fyrimunir við elektroniskari tollavgreiðslu eru millum annað, at tað verður lættari hjá vinnuni at fáa tollavgreitt teirra innflutning. Fyri Toll- og Skattstovu Føroya verður minni avgreiðsluarbeiði og manuelt tastiarbeiði. Tá skipanin er innkoyrd, koma bæði vinna og umsiting at spara tíð og harvið eisini pening.

Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar við sær ella avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur, fyri landið, kommunur, ávísar samfelagsbólkar ella vinnuna. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar.

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

Nei

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Viðmerkingar til § 10a:
Sum nakað nýtt í Føroyum verður møguleiki hjá vinnuligum virkjum og feløgum, ið innflyta vørur til Føroyar, at tollavgreiða sjálvi úti á virkjunum. Fyri at hetta kann lata seg gera, verður við hesi broyting í tolllógini heimild gjørd, soleiðis at landsstýrismaðurin kann loyva elektroniskari tollavgreiðslu.

Elektronisk tollavgreiðsla merkir í hesi lóg, at innflytarar elektroniskt skulu senda tollingaráheitan til Toll- og Skattstovu Føroya. Hetta verður gjørt við, at innflytarar við loyvi fáa atgongd til tollskipanina gjøgnum heimasíðuna hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Á heimasíðuni hjá Toll- og Skattstovu Føroya fer tollavgreiðslan fram við beinleiðis sambandi við Toll- og Skattstovu Føroya. Innflytarin fær soleiðis beinanvegin at vita, um tollavgreiðslan er góðkend.

Hetta merkir í høvuðsheitum, at tað ikki verður neyðugt hjá innflytarum, ið hava atgongd til tollskipanina, at fara á Toll- og Skattstovu Føroya við teimum skjølum, sum eru neyðug fyri sannan av teimum gjøldum, herundir tolli, meirvirðisgjaldi og øðrum avgjøldum, ið verða løgd á vøruna við innflutningi.

Teir innflytarar, sum tollavgreiða elektroniskt, skulu tí ikki geva Toll- og Skattstovu Føroya øll tey í § 16, stk. 1 í tolllógini nevndu skjøl, tá tað í slíkum førum er nokk, at teir geva Toll- og Skattstovu Føroya allar neyðugar upplýsingar, sum skulu til fyri at fremja tollingina. Teir innflytarar, ið fáa møguleika at tolla elektroniskt, eru allir vinnuligir innflytarar, og hesir skulu sambært bókhaldsskyldulógini goyma øll tey skjøl, sum eru grundarlag fyri tollavgreiðsluni, í minst 5 ár, aftaná at umrødda roknskaparár er endað. Hendan skyldan fevnir eisini um "skjøl", sum eru elektronisk.

Tá elektroniska tollingin ikki verður gjøgnumførd í einum, men í fleiri liðum (fasum), er neyðugt, at landsstýrismaðurin hevur heimild í kunngerð at áseta, hvør kann tollavgreiða elektroniskt, hvussu elektroniska tollavgreiðslan kann fara fram, og undir hvørjum treytum hetta kann verða gjørt.

Roknast kann við, at nýggj kunngerð verður gjørd til hvørja nýggja fasu, sum farið verður inn í. Orsøkin til hetta er fyri tað fyrsta, at allir vinnuligir innflytarar sleppa ikki við beinanvegin, sí nærri um fasurnar undir almennu viðmerkingunum. Harnæst kann tað verða trupult, áðrenn fyrsta fasa, sum er ein royndartíð, har bert nakrar fáar fyritøkur sleppa at brúka elektroniska tollavgreiðslu, er av, at siga, hvørjar treytir eru neyðugar at seta. Men tá royndartíðin er av, skuldi borið til at sæð, um tær treytir, sum eru settar til hesar innflytarar, eru nøktandi, ella um neyðugt er at seta fleiri ella øðrvísi treytir.

Sum dømi um tær treytir, sum talan verður um at seta, kunnu nevnast treytir um, hvørjar upplýsingar innflytarin skal lata fyri at kunna tolla elektroniskt, og hvussu hesar elektronisku upplýsingarnar skulu goymast.

Landsstýrismaðurin fær eisini heimild til at áseta reglur um, nær loyvið kann takast aftur. Hetta kann til dømis vera, um talan er um álvarslig ella fleiri brot á treytirnar í loyvinum ella á tolllógina.

Viðmerkingar til § 11, stk. 6
Her verður gjørd tann broyting, at fyri vørur, ið koma undir § 13, stk. 2 og 3, verður umrokning frá fremmandum til føroyskt gjaldoyra gjørd eftir gjaldoyravirðinum tann dagin, tá ið tollavgreiðslan fer fram, tó ongantíð seinni enn tann dagin, vøran er tollskyldug sambært § 12.

§ 13, stk. 2 vísir til vøru hjá kredittkundum. Hendan verður útflýggjað, áðrenn tollurin er goldin. § 13, stk. 3 vísir til vøru, sum flutningsfyritøkur flyta beinleiðis til kundan, uttan at tollurin er goldin. Her avgreiðir flutningsfyritøkan tollin fyri kundan.

Eftir núverandi lóg fer umrokning fram eftir gjaldoyranum tann dagin, tá vøran er tollskyldug sambært § 12, og hetta er so skjótt, sum vøran er uppskipað, ella vøran er komin til tolløkið.

Við hesi broyting skal umrokning fara fram tann dagin, tollavgreiðsla fer fram, tó ongantíð seinni enn tann dagin, vøran er tollskyldug sambært § 12.

Í sambandi við at tollavgreiðsla kann fara fram elektroniskt, verður eisini møguligt at tollavgreiða vøruna, áðrenn hon er komin til tolløkið. Hetta ber til í tann mun,  góðsfráboðanir/konnosement eisini eru elektronisk, og tí kunnu koma fram, áðrenn vøran er komin til tolløkið.

Í teimum førum, tá tollavgreiðsla fer fram, áðrenn vøran er komin til tolløkið, skal umrokning frá fremmandum til føroyskt gjaldoyra eftir hesum uppskotinum fara fram tann dagin, tá tollavgreiðslan fer fram. Um tollavgreiðsla ikki fer fram, áðrenn vøran er komin til tolløkið, skal umrokning tó fara fram tann dagin, tá vøran er tollskyldug, tað vil siga, tann dagin vøran kemur til tolløkið.

Tá talan er um onnur, tað vil siga tey, ið ikki eru kredittkundar, ella tey, ið ikki fáa vøru frá eini flutningsfyritøku, sum avgreiðir tollin fyri kundan, verður umrokning sambært § 11, stk. 5 gjørd tann dagin, tá tollavgreiðsla fer fram. Her verður ongin broyting gjørd. Hjá hesum innflytarum fer umrokning altíð fram, tá tollavgreiðslan fer fram, líkamikið um avgreiðsla fer fram áðrenn ella aftaná, at vøran er komin til tolløkið.

Viðmerkingar til § 12, stk. 1:
Her verður gjørd tann broyting, at tollur á vøru, sum ikki kemur undir § 13, stk. 2 ella 3, fellur til gjaldingar, tá tollavgreiðsla fer fram. Her er talan um allar tær vørur, sum ikki fara til kredittkundar, og vørur, sum flutningsfyritøkur avgreiða fyri kundan, soleiðis at vøran verður flutt til kundan beinleiðis, uttan at vøran er tollavgreidd.

Tollur á vørum til kredittkundar og flutningsfyritøkur fellur tó til gjaldingar, tá vøran verður uppskipað, ella um vøran ikki verður uppskipað, tá vøran kemur til tolløkið.

Viðmerkingar til § 17a:
Við hesum verður beinleiðis ásett í tolllógini, at broytingar, ið verða gjørdar fyri at fáa eina sanna tolling, kunnu føra við sær, at ávíkavist virkið ella Toll- og Skattstova Føroya skulu gjalda eina upphædd. Tá ið hetta verður staðfest, skal annaðhvørt Toll- og Skattstova Føroya ella virkið gjalda hesa upphædd í seinasta lagi 14 dagar eftir, at broytingin er gjørd.

Skal virkið hava pening aftur, skal Toll- og Skattstova Føroya senda virkinum eina rætta uppgerð, har tað framgongur, hvør broyting er gjørd og hvussu nógvan pening virkið fær afturgoldið

Verður í sambandi við eftirlitsvitjan komið fram á, at virkið hevur givið skeivar fráboðanir í sambandi við ta elektronisku tollavgreiðsluna og tí ikki hevur eina sanna tolling, skal Toll- og Skattstova Føroya broyta tollingina.

Eftirlitið hjá Toll- og Skattstovu Føroya skal, tá ið hetta verður staðfest, skriva eitt ætlanarskriv til virkið, har tað millum annað framgongur, nær eftirlitið hevur verið á vitjan, hvat eftirlitið hevur fevnt um, hvat eftirlitið er komið framá, og hvat tað eru fyri hækkingar, ið ætlanin er, skulu verða gjørdar. Í hesum skrivi skal virkið hava fráboðan um, at virkið innan 14 dagar kann koma við viðmerkingum til ætlanarskrivið. Henda freist kann eftir avtalu við eftirlitið leingjast, um serligar umstøður tala fyri tí. Aftaná hesa freist skal eftirlitið senda virkinum broytingarskriv, sum er tann endaliga avgerðin frá eftirlitinum. Gongur avgerðin í móti virkinum, skal ein kæruvegleiðing standa í broytingarskrivinum, har tað framgongur, hvar virkið møguliga kann kæra avgerðina.

Viðmerkingar til § 27, stk. 3 og 4:
Í sambandi við at tað sambært hesum uppskoti verður møgulig hjá virkjum, sum hava fingið loyvi til sjálvi at tollavgreiða innflutning av góðsi elektroniskt, er neyðugt við áseting um eftirlit.

Toll- og Skattstova Føroya hevur skyldu og rætt til at gera eftirlit hjá virkjum og øðrum, sum innflyta vørur, og sum eftir tolllógini eru skyldug til at geva Toll- og Skattstovu Føroya øll skjøl og allar neyðugu upplýsingar, sum skulu til fyri at fremja tollingina av vørunum.

Fyri at Toll- og Skattstova Føroya kann fremja eftirlit, hava øll, ið koma undir hesa lóg, skyldu til at leggja fyri Toll- og Skattstovu Føroya, tá hetta verður kravt, øll skjøl, ið kunnu verða til sannan av tollinum. Toll- og Skattstova Føroya hevur heimild til at koma á staðið fyri at fremja eftirlit og útvega upplýsingar, sum hon heldur eru neyðugar fyri at fremja eftirlit eftir reglunum í hesi lóg.

Skjøl, ið hava týdning fyri útrokningarnar av tolli, eru víttfevnandi, tað kunnu millum annað vera skrásetingarnummar, faktura, farmabrøv, farmagjaldsrokningar, upprunastaðfesting, roknskaparskjøl, rokningar við meira. Fyri at røkka endamálinum eru skjøl í hesi lóg ikki bert skjøl í pappírsformi, men eisini elektronisk skjøl og talgild skjøl.

Rætturin til eftirlit fevnir um alt roknskapartilfar, so sum ársroknskap, roknskaparbøkur, journalir, leysblaðabøkur við tilhoyrandi fylgiskjølum, kontokort og annað tílíkt. Herumframt fevnir hetta um kladdubøkur og aðrar hjálpibøkur, t.d. ordrabøkur, avtalubøkur, bíleggingarbøkur, goymslubøkur, arbeiðsseðlar, vikuseðlar og líknandi. Eisini fevnir rætturin um sáttmálar og aðrar skrivligar avtalur.

Um virkir nýta grannskoðanarprotokol ella líknandi, er hendan eisini fevnd av rætti til eftirlit.

Í virkjum, ið nýta edv at føra roknskap, fevnir rætturin til eftirlit eisini um skriv, ið lýsa skipanirnar v.m., magnetbond og aðrar dátuberar.

Viðmerkingar til § 30a, stk. 1
Við hesum uppskoti verður sett inn ein nýgg áseting um, at Toll- og Skattstova Føroya skal rinda 1,0% í rentu um mánaðin frá degnum eftir gjalddagin, og til goldið er, í teimum førum, tá innflytarin hevur rindað ov nógvan toll ella avgjald. Ongar reglur um rentu av ov nógv goldnum tolli og avgjaldi eru í núverandi lóg. Við hesi broyting verður rentuásetingin tann sama fyri landið og borgaran.

Um ein broyting verður gjørd, t.d. grundað á, at innflytarin eftirfylgjandi kemur við upplýsingum, sum føra við sær eina broyting, har innflytarin fær úgoldið ov nógv goldnan toll ella avgjald, fellur henda upphædd til gjaldingar 14 dagar eftir, at broytingin er gjørd, sambært § 17a í tollógini. Tað er bert í teimum førum, tá rindanin av hesi upphædd av eini hvørjari orsøk ikki verður goldin innflytaranum rættstundis, at renta verður góðskrivað honum.

Viðmerkingar til § 30a, stk. 2:
Við hesum verður beinleiðis ásett í tolllógini, at renta av ov seint goldnum tolli ella avgjaldi og renta av ov nógv goldnum tolli og avgjaldi ikki kann roknast við, tá skattskylduga inntøkan verður gjørd upp.

Viðmerkingar til § 36, stk. 3
Í § 36 stk. 3 er ásett, at ánari av einum virki kann ábyrgjast fyri brot á §§ 34 og 35 og § 36, stk. 1, um brotsgerðin er framd vegna virkið, sjálvt um brotsverkið ikki kann roknast ánaranum sum tilætlað ella ósketni. Eisini er her ásett, at um brotsverkið er framt av einum partafelagi, lutafelagi ella tílíkum, kann sekt verða áløgd felagnum.

Henda áseting í § 36, stk. 3 verður við hesum uppskoti strikað, men ein líknandi áseting verður í staðin sett inn í § 37 a. Nýggja ásetingin vísir tó til øll tey lógarbrot, sum eru revsiverd eftir kapittul 10 um sektarábyrgd, sí viðmerkingar til § 37a.

Viðmerkingar til § 37a
Í hesi nýggju grein verður ásett, at tað kann áleggjast ánarum av einum virki sekt fyri eitt av teimum í hesum kapitli umrøddu lógarbrotum, sjálvt um brotsverkið ikki kann roknast ánaranum sum tilætlað ella ósketni. Eisini verður ásett, at um lógarbrot, fevnd av kapittul 10, verða framd av einum felagi, kann sektarábyrgd verða áløgd felagnum sum so.

Henda áseting stendur í dag í § 36, stk. 3, tó so at í verandi líki verður bert víst til §§ 34, 35 og 36, stk. 1. Henda broyting er ein víðkan, soleiðis at tað ikki bert eru tey brot, sum eru nevnd í §§ 34, 35 og 36, stk. 1, men øll brot, sum eru revsiverd eftir kapittul 10, sum ánarin ella felagið kann verða álagt sektarábyrgd fyri.

1. viðgerð 7. mars 2002. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 1. mars 2002, og eftir 1. viðgerð tann 7. mars 2002 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið. Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 13. mars 2002. §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. mars 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 35 frá 26.03.2002