Fjarfiskiflotin

 

84  Uppskot til  samtyktar viðvíkjandi fjarfiskiflotanum 2002

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

Ár 2002, 4. mars, legði Edmund Joensen, løtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta serkøna skjóttarbeiðandi nevnd, at kanna og skriva frágreiðing um, hvussu Føroyar yvir longri tíðarskeið fáa sum mest av fiskirættindum í altjóðasjógvi, og hvussu mest fæst burtur úr hesum rættindum. Frágreiðingin, ið verður løgd fyri Løgtingið, skal leggja upp til eina nýggja burðardygga skipan fyri fjarfiskiflotan.

Viðmerkingar
Fiskirættindi og fiskivinnan í altjóða sjógvi byggir á søgulig rættindi, sum øll eru vunnin sambært siðvenju av bæði teimum, sum undan fóru, og teimum, sum í dag fiska. Hesin fiskiskapur fer eisini í framtíðini at byggja á søgulig rættindi, og tí er sera umráðandi at heildarpolitikkurin á hesum øki er málrættaður bæði fyri at varðveita vunnin rættindi, og har, tað er møguligt, at kunna vaksa um fisirættindini á fjarleiðum. Eisini má leggjast soleiðis til rættis, at sum mest fæst burtur úr hesum rættindum samanlagt fyri Føroyar.

Havast má í huga, at henda vinnan í víðastu merking er í harðari altjóðakapping. Skip úr nógvum ymiskum londum við ymiskum samfelagsskipanum og ymiskum lønarviðurskiftum eru okkara kappinganeytar. Hesir kappingarneytar eru ídnir eftir at taka yvir tey rættindi í altjóðasjógvi, sum orsakað av tørvarndi vilja, viti og skili gleppa okkum av hondum.

Hesin fiskiskapur fer í høvuðsheitum fram í Barentshavinum, við Svalbard, í Irmingarhavinum, á Flemish Cap og á øðrum økjum.

Samanlagt gevur fjarfiskiskapur føroyinga í fyrstahondsvirði umleið 500 mió krónur. Afturat hesum kemur virðið av viðgerðini á landi í Føroyum. Samanlagt er talan um munandi part av samlaða føroyska búskapinum. Her er ikki tikin við tann parturin, sum kemur frá pelagisku vinnuni, hvørki á sjógvi ella landi.

Tað er sera vandamikið fyri Føroyar, ikki at hava ein greiðan politikk fjarfiskiskapi viðvíkjandi. Tað er tí ikki meira en rímiligt, at Løgtingið týðiliga ger vart við, hvussu politiskt skal setast út í kortið við tí endamáli, at vunnin rættindi ikki gleppa okkum av hondum, men heldur vaksa og mennast.

Tað er tíverri ta øvugtu gongdina, vit hava sæð tey seinastu árini. Tað hevur ikki eydnast landsstýrinum at lagt soleiðis til rættis, at rættindini hava verið gagnnýtt, og fylgjan av hesum er, at tað fer ein niðurteljing fram fyri hvønn dag, sum gongur. Tørvandi viljin hjá landsstýrinum at luttaka í konstruktivum kjaki um hesi vandamál boðar heldur ikki frá góðum fyri framtíðina. Henda vandmikla og skeiva gongd má steðgast skjótast gjørligt.

Í dag eru vit í tí hepnu politisku støðu, at allir flokkar á Løgtingi eru ímóti at gera nakran part av okkara vinnulívi til varandi studningsvinnu. Tí átti Løgtingið at verið búgvið til at forða fyri óhepnum missi av rættindum á fjarleiðum, sum, sum frá líður, eru burðardygg og til frama fyri Føroyar.

Hetta uppskot verður lagt fram við tí endamáli, at Løgtingið fær høvi at umrøða henda álvarsama spurning og at taka støðu í málinum.

1. viðgerð 8. mars 2002. Málið beint í vinnunevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.