Fólkaskúlin

 

87  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2002, 4. mars, legði Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi   

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan 

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 125 frá 20. mai 1997 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2000, verður gjørd henda broyting:
§ 20 verður orðað soleiðis:
" § 20: Hægst loyvda næmingatal í 1. og 2. flokki í fólkaskúlanum er 18. Hægst loyvda næmingatal frá 3. til og við 10. flokki í fólkaskúlanum er 24.
Stk.2. Landsstýrismaðurin kann geva loyvi til undandtak frá stk. 1, tá serlig sosial ella námsfrøðilig atlit tala fyri tí.
Stk.3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð tal av pultstímum, sum fylgja við, tá frávik verður givið sbr. stk. 2.  

§ 2.

Løgtingslógin fær gildi 1. januar 2003. 

Almennar viðmerkingar:
Fleiri dømi eru um, at næmingatalið í fólkaskúlaflokkum er omanfyri tey 24, sum ásett er í fólkaskúlalógini.

§20 sigur, at við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24. Javnaðarflokkurin heldur hesa orðing vera ov lítið avmarkandi. Her verður bæði latið upp fyri at tulka, hvat er vanligt og ikki, umframt at næmingatalið í flokkunum kann vaksa upp um tey 24 eftir skúlaársbyrjan.

Júst hetta er gongdin, ikki bara í trongu skúlunum í Havn, men eisini í skúlum á bygd. Hækkandi næmingatalið í flokkunum ger, at lærarar hava alt ov lítla tíð til einstaka næmingin. Sum gongdin er nú, flyta vit okkum longur og longur burtur frá næmingalagaðari undirvísing við upp aftur størri vanda fyri, at bert miðjan fær sum mest burtutúr. Ringt er at geva bókliga veika eins og sterka næminginum røttu undirvísingina og røttu avbjóðingina í stórum flokki.

Harafturat hevur uppalingarligi parturin av lærarayrkinum verið vaksandi, og tíðin hjá læraranum verður mangan smábýtt.

Hetta kemur serliga til sjóndar fyrstu skúlaárini, tá næmingarnir hava fyri neyðini, at lærarin er nógv um tey. Ein trygg og miðvís innskúling slóðar fyri góðari skúlagongd. Hava næmingarnir fingið eina góða byrjan, eru størri útlit fyri, at væl fer at hilnast.

Meirkostnaðurin verður umleið 1 millión kr. um árið. Hetta kemur fram av tí yvirskipan, sum í løtuni hevði verið, um uppskotið verður samtykt.

Serligar viðmerkingar:
Lógarbroytingin hevur við sær, at næmingatalið í fólkaskúlaflokkum tvey tey fyrstu skúlaárini verður 18, og at til ber ikki at fara upp um 24 restina av árgangunum uttan so, at serlig viðurskifti vísa seg og við loyvi frá landsstýrismanninum.

1. viðgerð 7. mars 2002. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t  

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2002, og eftir 1. viðgerð tann 7. mars 2002 er málið beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 9. mars 2002. Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Jóanis Nielsen, Katrin Dahl Jakobsen, Heðin Mortensen, Finnur Helmdal og Jenis av Rana) taka undir við uppskotinum, tó so, at ein ávís tillagingartíð má vera, bæði við atliti til hølisumstøðurnar og til fíggjarviðurskiftini. Mælt verður tí til, at uppskotna broytingin bara verður fyri 1. flokk, sum byrjar 1. august 2003, tann 2. flokk, sum byrjar 1. august 2004 osfr.

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 2 verður orðað soleiðis: "§ 2. Løgtingslógin fær gildi 1. august 2003 og hevur virkna fyri teir næmingar, sum fara í skúla eftir henda dag"

 

Minnilutin (Jógvan á Lakjuni og Annita á Fríðriksmørk) ásannar týdningin av at forða fyri ov nógvum næmingum í einum skúlaflokki. Fleiri enn 24 næmingar er í flestu førum ov nógv og forðar fyri námsfrøðiligum møguleikum í undirvísingini.

Fyriliggjandi broytingaruppskot varð lagt fyri tingið seinasta framløgudag og reisa fleiri spurningar enn gott er, t.d:

Samanumtikið er uppskotið ov illa fyrireikað og reisir fleiri spurningar, enn gott er.

Út frá hesum ásannar minnilutin, at umráðandi er, at ein komandi samgonga tekur málið upp av nýggjum, so nevndararbeiðið kann fara fram við skili. Málið kann undir ongum umstøðum koma í gildi fyrr enn 1. august 2003, so hetta er als ikki nakað, sum hevur skund, áðrenn tingið fer til hús á hesum sinni. Týdningarmeiri er tað at fáa eitt væl úr hondum greitt arbeiði, so fólkaskúlanum verða veittir tryggir karmar, heldur enn sum nú at skunda eitt mál ígjøgnum áðrenn eitt løgtingsval uttan at hava kannað hvørki námsfrøðiligar ella fíggjarligar avleiðingar.

Minnilutin mælir sostatt frá at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 13. mars 2002. Heðin Mortensen og Finnur Helmsdal boðaðu frá, at teir tóku seg burtur úr meirilutanum í broytingaruppskotinum frá mentanarnevndini. Broytingaruppskot frá minnilutanum í mentanarnevndini, Jóanis Nielsen, Katrin Dahl Jakobsen og Jenis av Rana til § 2 fall 11-0-17.  §§ 1 og 2 fullu 9-2-17. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.