Makrelur

 

90  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2002, 4. mars, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot til samtyktar

um

góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum

í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2002

 

Vísandi til § 52 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya góðkennir Løgtingið hjáløgdu avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2002.

Viðmerkingar

Stutt søguligt baksýni
Makrelur er eitt av teimum pelagisku fiskasløgunum, sum er í føroyskum sjógvi, og er grundarlag undir lønandi fiskiskapi í føroyskum sjógvi. Sjálvir hava føroyingar ikki havt støðugan fiskiskap eftir makreli í egnum sjógvi, men hava harafturímóti grundað sín fiskiskap eftir makreli á atgongd at fiska í norskum og ES sjógvi gjøgnum tær árligu sínámillum fiskiveiðiavtalurnar við Noreg og ES. Fiskiveiðiavtalurnar hava samstundis givið bæði Noreg og ES rætt at fiska makrel í føroyskum sjógvi. Tey seinastu árini hava føroysk skip tó eisini fiskað nakað av makreli í egnum sjógvi.

Tann tjóðin, sum hevur fiskað mest makrel í føroyskum sjógvi, er Russland. Russisk skip hava innan fyri ta sínámillum fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Russland havt loyvi at veiða makrel í føroyskum sjógvi síðani 1981. Hetta hevur verið fyriskipað bæði sum royndarveiða, sum ávís kvotunøgd og sum ein ávísur prosentpartur av teirra svartkjaftakvotu í føroyskum sjógvi, sum ásett í avtaluni. Hesin prosent-parturin hevur verið 10%, men er fyri nøkur ár hækkaður upp í 18%. Okkurt ár hevur makrelveiðan hjá russiskum skipum verið uppi á umleið 24.000 tons.

Í sambandi við at strandarlandaavtalan um makrelin varð gjørd í 1999, var russiski fiskiskapurin eftir makreli í 2000 avmarkaður til eina ávísa kvotu – 10.000 tons. Hetta er eisini avtalað at vera galdandi í 2001 og 2002.

Føroyar viðurkenning sum strandarland
Tað hevur kravt nógvar samráðingar at vinna Føroyum viðurkenning sum strandarland makreli viðvíkjandi.

Frá 1989 hevur tann føroyski parturin av makrelkvotuni óbeinleiðis verið ásettur í sínámillum fiskiveiðiavtaluni við ES sum ein ávísur partur av heildarkvotuni av makreli, sum ES og Noreg hava ásett í teirra sínámillum fiskiveiðiavtalum. Føroyar gjørdu síðst í níti-árunum vart við sína misnøgd við hesa skipan. Føroyska sjónarmiðið hevur verið, at grundað á tann støðuga fiskiskapin hjá russiskum skipum eftir makreli í føroyskum sjógvi, eiga Føroyar at verða viðurkent sum strandarland makreli viðvíkjandi og fáa ein størri lut burtur av heildarkvotuni av makreli. Føroyar fingu á heysti 1998 í samráðingunum um sínámillum fiskiveiðiavtalur við Noreg og ES fyri 1999 niðurfelt í avtalurnar, at Føroyar eru eitt av strandarlondunum viðvíkjandi makreli.

Í 1999 vóru trý samráðingarumfør millum strandarlondini - Noreg, ES og Føroyar - um fyrisiting av makrelstovninum, og í november 1999 samdust partarnir um eina heildarkvotu fyri makrel í 2000 og um eitt býti millum Føroyar í einum parti og ES og Noreg í einum øðrum. ES og Noreg ynsktu at útseta býtið teirra millum til samráðingarnar um sínámillum fiskiveiðiavtaluna fyri 2000. Staðfest verður í fundarsemjuni, at hetta er ein avtala, sum ikki er bindandi fyri møguligar fiskiveiðiavtalur millum partarnar seinni. Eisini samdust partarnir um eina langtíðar fyrisitingarætlan fyri makrelstovnin.

2002
Í døgunum 30.-31. oktober 2001 vóru samráðingar í Oslo millum tey trý strandarlondini -Noreg, ES og Føroyar - um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2002.

Eins og undanfarin ár var ósemja millum partarnar, hvørt avtalan skal fevna um allan makrelin í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Fyrisitingarliga hevur makrelstovnurin verið býttur upp í ein norðara part og ein sunnara part. Tann norðari parturin er makrelurin, sum ferðast vestan fyri Írland og Bretsku Oyggjarnar, í føroyskum sjógvi, í Norska havinum og í norskum sjógvi, umframt makrelurin í Norðsjónum. Tann sunnari parturin er tann parturin av makrelstovninum, sum fyrisitingarliga verður tengdur at leiðunum suður móti Spania og Portugál (Biskeiavíkini).

Tá tann fyrsta avtalan millum strandarlondini varð gjørd í 1999, var drúgt orðaskifti um henda spurningin, og somuleiðis undir samráðingunum í 2000 og í 2001. Ósemjan snýr seg um, at ES vil ikki hava tann sunnara partin av makrelstovninum at verða ein partur av samráðingunum millum strandarlondini. Hinvegin halda Noreg og Føroyar uppá, at bæði tann norðari og tann sunnari parturin av makrelstovninum eiga at verða fevndir av strandarlandasemjuni. Partarnir kundu ikki semjast um henda spurningin, og fundurin var tí niðurlagdur og útsettur til at halda áfram í London 7. november 2001.

Á fundinum í London 7.-9. november 2001 samdust partarnir um at hækka strandarlandakvotuna fyri 2002 úr 574.000 tonsum upp í 586.500 tons. Hetta er ein øking upp á 2,2%. Býtið av kvotuni var grundað á sama lutfall, sum semja var um fyri 2000, tá tann fyrsta strandarlandaavtalan varð gjørd, og fyri 2001. Partur Føroya í 2002 er 32.100 tons. Partarnir samdust um somu skipan fyri lang-tíðar fyrisiting av makrelstovninum í 2002 sum fyri 2001 (skjal II í avtaluni).

Heldur ikki á fundinum í London fekst semja um spurningin, um avtalan skal fevna um allan makrelin í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, og Føroyar og Noreg gjørdu saman eina yvirlýsing, har sagt verður, at allur makrelurin, sum verður veiddur innan fyri løgdømi hjá pørtunum, eigur at verða fevndur av avtaluni. ES harafturímóti gjørdi eina yvirlýsing, har sagt verður, at strandarlandasemjan bert skal fevna um tann norðara partin (skjal III í avtaluni).

Atgongd at fiska
Undir samráðingunum millum strandarlondini hava Føroyar lagt stóran dent á, at eins og við avtaluni millum strandarlondini viðvíkjandi norðhavssildini eiga partarnir at semjast um, at partarnir kunnu veiða ein part í sjóøkinum hjá hinum pørtunum. Hetta er ikki niðurfelt í sjálvan avtalutekstin, men tá strandarlandaavtalan varð gjørd á fyrsta sinni í november 1999, vóru partarnir sinnaðir at avtala slíka mannagongd í teimum komandi sínámillum fiskiveiðiavtalunum. Føroyar mettu hesa fatanina sum ein sera týdningarmiklan part av samstarvinum millum strandarlondini.

Vísandi á hesa fatan, hava Føroyar og Noreg avtalað, at umframt tann partin av makreli, sum gongur beinleiðis inn í sínámillum umskifti av kvotum, kunnu føroysk skip í 2002 fiska 7.860 tons av makreli í norskum sjógvi. Fyri 2002 hava Føroyar og ES avtalað, at føroysk skip kunnu fiska 4.566 tons av makreli í ES sjógvi umframt tey, sum eru partur av sjálvum kvotaumbýtinum.

Avtalan frá 9. november 2001 er hjáløgd.

Umseting

1. viðgerð 6. mars 2002. Tingmálini nr. 89 og 90/2001 vórðu viðgjørd undir einum og bæði beind í uttanlandsnevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2002, og eftir 1 viðgerð tann 6. mars 2002 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 11. mars 2002.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Nevndin er tó av tí áskoðan, at hetta er eitt mál av stórum týdningi, ið løgmaður eigur at halda uttanlandsnevndina kunnaða um, so hvørt sum nakað nýtt kemur fram. Til dømis kundi uttanlandsnevndin ynkst, at verðið kunnað um samráðingarúrslit so skjótt, tey fyriliggja.

Í sambandi við at hesi uppskot verða løgd fyri tingið á hvørjum ári, heldur nevndin harumframt, at tað hevði verið rættast, at skjalatilfar verður viðlagt, ið lýsir gongdina í kvotastøddunum seinastu árini soleiðis, at Løgtingið kann meta um, hvussu broytt viðurskifti hava ávirkan á kvotastøddirnar.

2. viðgerð 13. mars 2002. Uppskot til samtyktar samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.