Fornminni

 

91  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl

Ár 2002, 4. mars, legði Óli Holm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum 

 

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av fornminnum og bygningum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr.11 frá 19. apríl 1972, verða gjørdar hesar broytingar:

1. Aftaná § 1 verður sett:

"§ 1 a. Fornminni á havbotninum í føroyskum sjóumveldi eru friðað. Tílík fornminni eru m.a. vrak av skipum ella bátum, farmur ella partar av farmi frá tílíkum, sum metast at vera mist fyri meira enn 100 árum síðani ella eru uppgivin av eigara.
Stk. 2. Lutir, sum eru friðaðir eftir hesi grein, eru ogn landsins. Undantiknir hesum eru lutir, sum onkur kann prógva ognarrætt til. Lutir, ið eru tiknir upp, mugu ikki flytast av landinum uttan við loyvi frá fornminnamyndugleikunum, sbr. § 9a.
Stk. 3. Fornminni á havbotninum mugu ikki órógvast uttan við loyvi frá landsstýrismanninum eftir tilmæli frá fornminnamyndugleikunum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann skipa fyri fornfrøðiligum kanningum av fornminnum sbrt. hesi grein. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum gera frávik frá ásetingini um 100 ára aldursmark í sambandi við fornfrøðiligar kanningar.
Stk. 5. Landsantikvarurin skrásetir fornminni á havbotninum. Tá ið tílík fornminni verða funnin, skal hetta beinan vegin fráboðast landsantikvarinum. Fornminnisnevndin tekur avgerð um, nær talan er um eitt fornminni sbrt. hesi grein, sbr. § 3.

2. Aftaná § 1 verður sett:

"§ 1 b. Gripir úr fortíðini, sum funnir eru í Føroyum, og sum eingin kann staðfestast at eiga, eru dánarfæ, um so er, at teir av landsantikvarinum verða mettir at hava mentanarsøguligt virði.
Stk. 2. Landið eigur alt dánarfæ. Tann, ið finnur dánarfæ, og tann, ið fær dánarfæ í hendi, skal beinan vegin lata Føroya Fornminnissavni tað.
Stk. 3. Landið kann lata tí, ið finnur dánarfæ, samsýning. Samsýningin verður ásett av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá landsantikvarinum við atliti at tilfarsvirðinum á tí, ið funnið er, hvussu sjáldsamt tað er og tí nærlagni, finnarin hevur sýnt í sambandi við finningina.
Stk. 4. Um dánarfæ verður funnið í sambandi við fornfrøðiliga rannsókn, sum er undir eftirliti av landsantikvarinum, verður samsýning fyri finning av dánarfæi ikki latin.
Stk. 5. Føroya Fornminnissavn varðveitir dánarfæ. Føroya Fornminnissavn kann tó lata øðrum varðveitsluna í hendi.

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar
Seinnu árini tykist sum áhugin fyri kavara-ítróttini er vaksandi. Hesin áhugi hevur av og á verið vendur at vrakum ella vraklutum av skipum, sum gjøgnum árini eru endað á havsins botni. Ævintýrkenda vónin um at finna eitthvørt serligt – og óivað helst eitthvørt, ein verður ríkur av – drívur eftir øllum at døma hetta verkið í mongum føri.

Tó, hesi vrak og tað, ið enn fjalir seg innanborða, hava eisini stóran siðsøguligan týdning. Og í londunum uttan um okkum hevur týdningurin, vrak og vraklutir hava sum søguligar keldur, verið mettur eins stórur og virðið á søguligum ella fornfrøðiligum keldum á landi – t.e. at í hesum londum verða vrak mett sum fornminni. Tí eru vrak við strendur teirra vorðin umfatað av ásettum friðingarreglum. Sambært hesum reglum er tað staturin, ið eigur rættindi til hesi vrak og tað, sum enn fjalir seg í teimum.

Her á landi hevur áður ikki verið gjørt vart við tann siðsøguliga týdning, vrak kring okkara strendur hava. Hetta er tó eitt mál, sum Føroya Fornminnissavn hevur haft í huga. Savnið hevur í onkrum føri havt samband við føroyskar kavarar, ið hava søkt at ymiskum vrakum, og hevur á tann hátt eisini havt høvi at skráseta smálutir, sum hesir hava fingið undan kavi.

Onnur vend tykist tó nú at vera komin í. Útlendskir felagsskapir eru nú farnir at vísa tí føroyska sjóøkinum áhuga, og tað gerst greitt, at tað ikki longur er talan um frítíðarítriv, men um fyriskipaða kaving við beinleiðis vinningi fyri eyga.

Av tí at søgulig vrak kring Føroyar ikki eru vard við lóg, hevur Føroya Fornminnissavn gjørt vart við, at nú er vandi á ferð.

Føroyar hava onga lóg havt, sum ásetur, hvør eigur jarðfunnar fornlutir, sum fólk finna ella hava funnið og ikki hava eyðsýndan ognarrætt til. Heldur ikki hevur fráboðanarskylda verið galdandi í sambandi við finning av tílíkum gripum, og ofta hava teir verið goymdir privat, viðhvørt í langa tíð. Við hesi grein verður í samsvari við gamla norðurlendska lógarsiðvenju ásett, at allir jarðfunnir forngripir, sum metast at hava mentanarsøguligt virði, eru ogn Landsins, og at tann, ið finnur tílíkan grip ella hevur hann í hondum, hevur skyldu til at boða frá finningini og lata Føroya Fornminnissavni gripin. Eftir tilmæli frá landsantikvarinum ger landsstýrismaðurin í mentamálum tá av, um finningarløn skal latast, og hvar gripurin frameftir eigur at verða varðveittur.

Fíggjarligar avleiðingar
Kostnaðurin av at skráseta vrak og onnur fornminni á havbotninum kann metast til ½ ársverk eina ferð ella uml. kr. 130.000.

Kavarar og kavarafeløg í Føroyum og uttanlands verða við hesi grein tarnað í teirra virksemi hesum viðvíkjandi uttan so, at hetta er í samstarvi og eftir avtalu við fornminnamyndugleikarnar.

Fíggjarligu avleiðingarnar viðv. dánarfæ verða avmarkaðar, tí tær verða knýttar at tí einstøku finningini og eru treytaðar av metta virðinum á henni.

Samanfatan av avleiðingum

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

ja

nei

nei

nei

nei

Umsitingarligar
avleiðingar

ja

nei

nei

nei

nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

nei

nei

nei

nei

nei

Sosialar
avleiðingar

nei

nei

nei

ja

nei

Serligar viðmerkingar
Viðv. 1:
Fornminni á havbotninum kunnu fevna um vrak av skipum og bátum, farm og part av farmi úr vrakum, amboð úr sjóvinnuni og aðrar leivir eftir virksemi manna. Eftir vanligari siðvenju innan fornminnaumsiting eru sum fornminni at rokna lutir v.m., sum eru eldri enn 100 ár. Tó eru vrak yngri enn 100 ár, sum eingin kann prógva ognarrætt til ella eru uppgivin av eigara, sbrt. hesi grein eisini at meta sum ogn landsins.

Hugtakið sjóumveldi sipar til ta til einhvørja tíð galdandi lóg um, hvussu langt føroysk lóggáva røkkur, samanber t.d. "Ríkislógartilmæli um sjóumveldið", dagfest 5. februar 2001, um gildiskomu av "Lov nr. 200 af 7. april 1999 om afgrænsning af søterritoriet".

Finnari av fornminni á havbotninum hevur skyldu til at boða landsantikvarinum frá, og Fornminnisnevndin tekur avgerð um, nær tað, sum er funnið, er at meta sum fornminni. Eftir tilmæli frá Fornminnisnevndini kann landsstýrismaðurin í mentamálum geva loyvi til, at fornminni á havbotninum verða loyst úr friðing, t.d. í sambandi við anleggsarbeiði, aling og tílíkt.

Tá ið talan er um fornfrøðiligar kanningar, sum eru undir eftirliti av landsantikvarinum, kann landsstýrismaðurin loyva, at fornminni á havbotninum, bæði tey, sum eru yngri og eldri enn 100 ár, verða kannað.

Føroya Fornminnissavn hevur skrásetingina av fornminnum á havbotninum um hendi.

1. viðgerð 7. mars 2002. Málið beint í mentanarnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.