Dagpening vegna sjúku v.m.

 

92  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

Ár 2002, 4. mars, legði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m. verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 19 verður sum stk. 2 sett:
  2. "Stk. 2. Um arbeiðsgevari ella onnur rinda persóni løn undir fráveru vegna arbeiðsskaða, hevur tann, sum rindar lønina, rætt til at fáa endurgoldið eina upphædd frá Almannastovuni, svarandi til dagpeningin, tó bert frá og við 15. degi og treytað av, at skaðin verður staðfestur sum arbeiðsskaði. Er dagpeningaupphæddin størri enn tann útgoldna lønin, skal munurin rindast tí skadda."

  3. Í § 20 verður sum stk. 3 sett:

"Stk. 3. Um staðfesti arbeiðsskaðin ikki hevur við sær útgjald eftir arbeiðsskaðatryggingarlógini, ber landskassin útreiðslurnar av tí útgoldna dagpeninginum" 

§ 2

Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær lógarbroytingarnar fáa gildi.
Stk 2. Tó verða tilburðir, samsvarandi ásetingunum "om forsikring mod følger af ulykkestilfælde", sum longu eru hendir ella fráboðaðir innan gildiskomudagin sambært stk. 1, framvegis viðgjørdir eftir "Kongelig anordning nr. 389 af 15. november 1966 om forsikring mod følger af ulykkestilfælde".

Kap. 1: Almennar viðmerkingar
Høvuðsendamálið við hesum lógaruppskoti er at savna lógarheimildina og umsitingina av dagpeningi vegna skaðatilburð, dagpeningi vegna sjúku og fráveru áðrenn føðing vegna heilsuvanda fyri móður ella barn á einum staði - á Almannastovuni.

Dagpeningur til ein tímaløntan vegna arðbeiðsskaða verður í dag útgoldin av Almannastovuni tær fyrstu 40 vikurnar, og hareftir av Vanlukkutryggingarráðnum.

Dagpeningur til ein fastløntan, sum fær løn undir fráveru vegna arbeiðsskaða, verður í dag útgoldin til arbeiðsgevaran beinleiðis frá Vanlukkutryggingarráðnum. Arbeiðsgevarin fær tó bert endurgjald frá 15. degi. Lógarheimildin er í galdandi "anordning om forsikring mod følger af ulykkestilfælde".

Sambært hesum uppskoti, uppskotinum til løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (arbeiðsskaðatryggingarlógini) og §§ 19 og 20, stk. 2 í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., sum verða settar í gildi við kunngerð, verður mælt til, at dagpeningurin fyri tey tímaløntu verður útgoldin av Almannastovuni. Tá skaðin er staðfestur, verður veitta dagpeningaupphæddin frá og við 15. degi endurrindað Almannastovuni av Vanlukkutryggingarráðnum.

Fyri tey fastløntu verður mælt til, at arbeiðsgevarin ella onnur, í tann mun lønmóttakarin fær løn undir sjúku, og arbeiðsskaði verður staðfestur, fáa endurrindað eina upphædd, svarandi til dagpeningin frá Almannastovuni, tó bert frá og við 15. degi. Almannastovan sendir endurgjaldskravið víðari til Vanlukkutryggingarráðið, sambært § 20, stk. 2. Mett verður ikki, at henda broyting av dagpeningalógini viðvíkjandi fastløntum er í stríð við meginreglurnar í dagpeningalógini, tí galdandi skipan er ikki avmarkað til bert tímalønt, men gevur eisini loyvi til at gjalda út til starvsmenn, tá arbeiðsgevarin sýtir fyri at gjalda, og krevur Almannastovan tá peningin aftur frá arbeiðsgevaranum.

Henda lógarbroyting fer at hava við sær meira umsiting fyri Almannastovuna, men um umsitingin av dagpeningi skal vera á einum stað og ikki fyri ein part hjá Vanlukkutryggingarráðnum, er henda broyting tó neyðug. Mett verður tó, at fyrimunirnir við at savna umsitingina á einum stað eru fleiri enn vansarnir. Almannastovan fær allar skaðafráboðanir frá Vanlukkutryggingarráðnum, eisini um tey fastløntu, og hvør teirra arbeiðsgevari er. Á henda hátt verður forðað fyri, at dagpeningur verður útgoldin frá tveimum støðum. Fráboðanin til Vanlukkutryggingarráðið um endurrindan av dagpeningi kemur eisini bert frá einum stað - Almannastovuni.

Sambært galdandi dagpeningalóg kann ein í mesta lagi fáa dagpening í 40 vikur. Tó er ein undantaksregla sambært § 19, har ásett er, at 40 viku tíðarskeiðið ikki er galdandi fyri persónar, hvørs mál eru fráboðað Vanlukkutryggingarráðnum, og so leingi sum málið ikki er liðugt viðgjørt í ráðnum.

Sambært uppskotinum verður mælt til, at landskassin ber útreiðslurnar, um tann fráboðaði arbeiðsskaðin ikki hevur við sær útgjald eftir arbeiðsskaðatryggingarlógini. Í tílíkum førum hevur Almannastovan ongan aftursóknarrætt í mun til Vanlukkutryggingarráðið. Hetta merkir, at Almannastovan kann koma at gjalda dagpening út, sum hon møguliga annars ikki hevði gjørt.

Í mun til gildiskomureglurnar, so kann landsstýrismaðurin seta broytingarnar í gildi við kunngerð. Hetta verður mett rættast, bæði tí núverandi §§ 19 og 20, stk. 2 í dagpeningalógini verða settar í gildi við kunngerð, og eisini tí at ætlanin er, at nýggja arbeiðsskaðatryggingarlógin skal setast í gildi við kunngerð. Hetta uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslógini um dagpening vegna sjúku v.m. og uppskotið um nýggja arbeiðsskaðatryggingarlóg koma í gildi samstundis sum lógin um endurgjaldsábyrgd. Samstundis eru ásettar skiftisreglur í hesi lógarbroytingini.

Kap. 2: Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar av uppskotinum

Fíggjarligar avleiðingar
Eftir verandi skipan skal Almannastovan rinda dagpening tær fyrstu 40 vikurnar, og hareftir ber Vanlukkutryggingarráðið dagpeningaútreiðslurnar. Útgjaldið av dagpeningi frá Vanlukkutryggingarráðnum í 2001 var kr. 3.480.000. Sambært uppskotinum skal Almannastovan í fyrsta umfari útgjalda fyri alt dagpeningatíðarskeiðið, eisini eftir tær 40 vikurnar, men Almannastovan fær síðani dagpeningin endurgoldnan frá Vanlukkutryggingarráðnum frá 15. degi av. Henda broyting vil í fyrstu atløgu hava við sær størri útgjaldingar fyri landskassan, men sum frá líður, verður henda skipan ein sparing fyri landskassan.

Tann parturin av lógarbroytingini, sum kann hava beinleiðis meirútreiðslur við sær fyri landskassan, er, tá talan er um mál, sum ikki verða staðfest sum arbeiðsskaðamál, soleiðis at Almannastovan ikki hevur aftursóknarrætt mótvegis Vanlukkutryggingarráðnum. Viðmerkjast skal, at í 2001 vóru tað 41 mál, sum vóru fráboðað Vanlukkutryggingarráðnum, men sum ikki høvdu rætt til útgjald eftir vanlukkutryggingarlógini. Hugsast kann tó, at nøkur av hesum málum høvdu havt rætt til útgjald frá dagpeningaskipanini kortini. Viðmerkjast skal eisini, at eftir galdandi lóg fer Almannastovan kortini at bera kostnaðin av slíkum málum, um tað áðrenn 40 vikur er staðfest, at talan ikki er um arbeiðsskaða.

Umsitingarligar avleiðingar
Lógarbroytingin hevur við sær umsitingarligar avleiðingar. Tey mál, sum Vanlukkutryggingarráðið umsitur sambært galdandi lóg, verða frameftir umsitin av Almannastovuni.

Á Vanlukkutryggingarráðnum sita sum er 2 starvsfólk og umsita mál um dagpening. Miðsavningin av umsitingini av dagpeningaskipanini á Almannastovuni fer at hava við sær eina ávísa øking í samskiftinum millum dagpeningaskipanina og Vanlukkutryggingarráðið. Mett verður tí, at tørvur verður á 3 fulltíðarstørvum afturat á dagpeningaøkinum á Almannastovuni.

Aðrar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar ella vinnuligar avleiðingar ella avleiðingar fyri altjóða sáttmálar.

  Fyri
landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar
ja nei nei ja nei
Umsitingarligar avleiðingar ja nei nei nei nei
Umhvørvisligar avleiðingar nei nei nei nei nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur nei nei nei nei nei
Sosialar
avleiðingar
      ja  

 Hoyring
Almanna- og heilsumálastýrið hevur havt fund við Vanlukkutryggingingarráðið og Almannastovuna um lógarbroytingarnar, og taka tey undir við broytingunum.

Kap. 3: Serligar viðmerkingar

Til § 1, nr. 1. Hetta merkir, at Almannastovan kann útgjalda dagpening til arbeiðsgevarar og onnur, sum rinda løn til persónar undir fráveru vegna arbeiðsskaða, men bert frá og við 15. degi, og bert um arbeiðsskaðin verður staðfestur.

Dagpeningurin verður vanliga ásettur við grundarlagi í miðalinntøkuni seinastu 5 vikurnar undan sjúkrafráveruna. Um arbeiðsskaðin hevur havt við sær, at arbeiðstakarin verður noyddur at arbeiða niðursetta tíð og harvið fær útgoldið eina lægri løn, eigur arbeiðsgevarin bert at fáa endurrindað fyri tær veruligu lønarútreiðslurnar, hann hevur havt, frá Almannastovuni, meðan arbeiðstakarin fær goldið restina av dagpeninginum. Tó skal tað samlaða útgjaldið til arbeiðsgevaran og arbeiðstakaran frá Almannastovuni í mesta lagi svara til hægst loyvdu dagpeningaupphæddina frá og við 15. degi.

Til § 1, nr. 2. Um fráboðaði arbeiðsskaðin ikki hevur við sær útgjald eftir arbeiðsskaðatryggingarlógini, ber landskassin útreiðslurnar av tí útgoldna dagpeninginum.

Til § 2. Landsstýrismaðurin kann seta lógarbroytingina í verk við kunngerð. 

1. viðgerð 8. mars 2002. Málið beint í trivnaðarnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.