International straffedomstol

 

93  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Den Internationale Straffedomstol"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

Ár 2002, 4. mars, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

"Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Den Internationale Straffedomstol" 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot, skjal 1, til "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Den Internationale Straffedomstol".

Viðmerkingar
Endamál lógarinnar er at flyta inn í danskan rætt reglugerðina (da. statutten) fyri Altjóða revsirættinum (Den Internationale Straffedomstol), skjal (bilag) til lógina, ið varð samtykt á eini ST-sendimannaráðstevnu í Rom hin 17. juli 1998. Hetta hevur við sær, at Danmark verður bundið rættarliga mótvegis Altjóða revsirættinum. Til tess, at reglugerðin skal kunna fáa virkni, krevst, at seksti ríki staðfesta (ratifiserað) hana. Sí hjáløgdu skjøl 3 og 4.

Upplýst verður í skjali frá løgfrøðiligu tænastuni hjá danska uttanríkismálaráðnum, skjal 4, at Altjóða revsirætturin fer at fáa heimildir til at viðgera tey mest álvarsomu altjóðarættarbrotini, t.e. tjóðarmorð, brotsverk móti mannaættini, krígsbrotsverk og ágang. Løgdømisheimildir rættarinnar verða avmarkaðar til slíkar umstøður, har ið innlendis revsirættarsókn antin ikki kann verða framd ella má metast at vera gagnlítil og ónøktandi.

Mett verður ikki, at henda lóg hevur við sær tørv á øðrum lóggávuarbeiði í Føroyum, eins og hon heldur ikki fær ávirkan á fíggjarløgtingslógina.

Nærri frágreiðingar um málið eru at finna í hjáløgdu skjølunum 3 og 4.

Skjalayvirlit:

Skjal 1: Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Den Internationale Straffedomstol.

Skjal 2: Lov om Den Internationale Straffedomstol. Lov nr. 342 af 16. maj 2001.

Skjal 3: Forslag til Lov om Den Internationale Straffedomstol, fremsat den 4. oktober 2000 af udenrigsministeren (Niels Helveg Petersen).

Skjal 4: Udenrigsministeriet, Juridisk Tjeneste: Lov om Den Internationale Straffedomstol. JT.1, j.nr. 119.H.19-12.c.

1. viðgerð 8. mars 2002. Málið beint í uttanlandsnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.