Sjúkrasystraútbúgving

 

96  Uppskot til  løgtingslóg um útbúgving av sjúkrasystrum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl

Ár 2002, 4. mars, legði Óli Holm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi    

Uppskot

til

løgtingslóg um útbúgving av sjúkrasystrum

Kapittul 1

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri útbúgving av sjúkrasystrum.

§ 2. Landsstýrismaðurin kann skipa útbúgvingina ella partar av henni í samlestri við ella saman við øðrum útbúgvingum.

§ 3. Útbúgvingin hevur m.a. til endamáls,

  1. at tey lesandi eftir lokna útbúgving gerast før fyri at virka sjálvstøðugt sum sjúkrasystrar,
  2. at tey lesandi gerast før fyri at virka í einum tvørfakligum samstarvi, OG
  3. at tey lesandi vinna sær neyðugar fakligar førleikar innan ástøðiliga og kliniska sjúkrarøktarkunnsleikan í samsvari við samfelagsligu, vísindaligu og tøknifrøðiligu menningina og tørvin hjá brúkaranum á sjúkrarøkt.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um endamálið við útbúgvingini. 

§ 4. Útbúgvingin skal skipast soleiðis, at hon lýkur altjóða krøv.
Stk. 2. Eftir lokna útbúgving hava tey lesandi rætt til løggilding.

Kapittul 2
Útbúgvingarskipan

§ 5. Útbúgvingin verður skipað soleiðis, at skift verður millum kliniska og ástøðiliga undirvísing í einari samanhangandi útbúgvingartilgongd.
Stk. 2. Sjúkrasystraútbúgvingin er ásett at vara 4 ár og er býtt sundur í lestrarhálvur.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, um tørvur er á tí, broyta útbúgvingartíðina.

§ 6. Sjúkrasystraútbúgvingin gevur rætt til BA-heiti
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger reglur um bachelorútbúgvingina.

Kapittul 3
Atgongd til útbúgvingina

§ 7. Atgongd til útbúgvingina til sjúkrasystur er treytað av, at umsøkjari

  1. í minsta lagi hevur prógv frá miðnámsskúla ella
  2. hevur aðrar royndir og/ella útbúgvingar, ið kunna sammetast við krøvini í nr. 1.

Stk. 2. Leiðsla skúlans ger av, um krøvini eftir stk. 1 eru rokkin.
Stk. 3. Lesandi við serligum útbúgvingar- ella starvsligum fyritreytum kunnu verða frítikin fyri partar av útbúgvingini.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um upptøku til útbúgvingina.

Kapittul 4
Innihald

§ 8. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um útbúgvingina, m.a. um innihald, lestrarskipan, próvtøku, kærur um próvtøku, dygdarmenning, eftirmeting, rættindi og skyldur teirra lesandi, sbr. § 2, stk. 4 í kgl. fyriskipan nr. 353 af 21.12.1959 um sjúkrasystrar.

§ 9. Skúlin skal við støði í teimum reglum, sum ásettar eru, gera eina lesiætlan, sum neyvt lýsir innihald o.a. í útbúgvingini. Lesiætlanin skal góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Skúlin eigur at fylgja við, um tørvur er á at endurnýggja lesiætlanina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við sjúkrasystraútbúgvingini.

Kapittul 5
Skúlaskipan o. a.

§ 10. Undirvísingin fer fram í skúla, sum er góðkendur av landsstýrismanninum.

§ 11. Kliniska undirvísingin fer fram á útbúgvingarstøðum, ið eru góðkend av skúlanum.

§ 12. Útreiðslurnar av ástøðiligu og klinisku undirvísingini verða goldnar úr landskassanum.
Stk. 2. Sjúkrasystraútbúgvingin er ókeypis fyri tey lesandi.
Stk. 3. Studningur kann verða veittur til royndar- og menningarvirksemi, víðariútbúgving, eftirútbúgving, útbúgving av lestrarvegleiðarum og til faklig skeið.
Stk. 4. Skúlin veitir lesandi ráð, vegleiðing og fakliga hjálp eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

§ 13. Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi leiðslu skúlans.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann broyta leiðslubygnaðin, um útbúgvingin verður skipað saman við øðrum skúla ella stovni, sbr. § 2.
Stk. 3
. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um førleikakrøv til leiðslu og lærarar.

§ 14. Rektarin hevur ta námsfrøðiligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av útbúgvingini sambært galdandi ásetingum.

Kapittul 6
Ráðsskipan

§ 15. Landsstýrismaðurin setir eitt ráðgevandi ráð, sum í ummælum sínum til landsstýrismannin viðger mál um sjúkrasystraútbúgvingina sambært teimum heimildum, tí eru givnar, sbr. § 16, stk. 6.
Stk. 2. Ráðið hevur eisini til uppgávu at ráðgeva skúlanum.

§ 16. Ráðslimirnir verða valdir fyri fýra ár. Fyri hvønn ráðslim verður ein tiltakslimur valdur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin velur formannin.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir limir, ið skulu hava fakligt innlit í tey viðurskifti, sum sjúkrasystraútbúgvingin fevnir um.
Stk. 4. Umframt ráðslimirnar taka rektarin, deildarleiðarin fyri sjúkrasystraútbúgvingina og eitt umboð frá Mentamálastýrinum lut í fundum ráðsins.
Stk. 5. Ráðið kann eftir tørvi innkalla serkøna hjálp til at møta á ráðsfundum.
Stk. 6. Gjøllari reglur viðvíkjandi ráðnum verða ásettar av landsstýrismanninum.

Kapittul 7
Kærur

§ 17. Avgerðir, sum skúlin tekur, kunnu kærast til landsstýrismannin.
Stk. 2. Kærast kann í seinasta lagi 4 vikur eftir, at tann, sum kærir, hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann síggja burtur frá kærufreistini, tá serlig viðurskifti tala fyri tí.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um kærumøguleikarnar.

§ 18. Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin eftir § 17 kann leggjast til kærunevnd.

Kapittul 8
Gildissetan o.a.

§ 19. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd,og hevur virknað fyri lesandi, sum fara undir útbúgvingina eftir 1. september 2002.
Stk. 2. Reglurnar í Bekendtgørelse nr. 653 af 17. juli 1992 for Færøerne om sygeplejeuddannelsen eru tó galdandi fyri lesandi, sum eru byrjað sjúkrasystraútbúgvingina áðrenn 1. september 2002.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar 

Tað eru tvær høvuðsorsøkir til, at uppskotið verður sett fram. Í fyrra lagi at skúlamál endaliga eru yvirtikin sum føroyskt sermál. Hetta ger tað í sjálvum sær neyðugt við føroyskari lóggávu á økinum. Í øðrum lagi er sjúkrasystraútbúgvingin í Danmark broytt soleiðis, at støðið undir donsku løggildingini (autorisatiónini) er munandi broytt. Hetta merkir, at føroysku reglurnar skulu endurskoðast, innihaldið nútímansgerast og støðið hækkast, soleiðis at vit framhaldandi kunnu fáa løggilding. Endamálið er eisini at broyta útbúgvingina soleiðis, at hon er fult á hædd við tilsvarandi útbúgvingar í Evropa. Tað skal tryggja, at sjúkrasystrar, ið hava prógv frá Sjúkrasystraskúla Føroya, eisini fáa løggilding, sum hevur altjóða gildi.

Galdandi lóggáva

Lógargrundarlagið undir Sjúkrasystraskúla Føroya og føroysku sjúkrasystraútbúgvingini er konglig fyriskipan nr. 353 frá 21. desember 1959, sum seinast er broytt við kongligari fyriskipan nr. 217 frá 6. apríl 1988. Fyriskipanin setur í gildi "Lov nr. 127 af 25. maj 1956 om sygeplejersker" fyri Føroyar. Lógin um sjúkrasystrar ásetir m.a., hvør ið hevur rætt at arbeiða sum sjúkrasystir og annars inniheldur lógin skyldur, eftirlit og ásetingar um revsing. § 2 í lógini hevur serligan týdning fyri føroysku sjúkrasystraútbúgvingina, tí her verður rætturin til løggilding og heimild til at áseta reglur fyri útbúgvingina staðfestur. Reglurnar um verandi útbúgving eru ásettar við heimild í § 2, stk. 4 í "Bekendtgørelse nr. 653 af 17. juli 1992 for Færøerne om sygeplejerskeuddannelsen".

Eftir at skúlamál eru yvirtikin 1. januar 2002, er uppskot um broyting av § 2 í sjúkrasystralógini ávegis í tingið frá Almanna- og heilsumálastýrinum. Sambært tí broytingaruppskotinum er tað nú landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, sum ásetur reglur fyri útbúgvingina, og fer hetta fram í samráð við danska heilsumálaráðið. Av tí at heilsumál ikki eru yvirtikin, verður tað danska Heilsustýrið (Sundhedsstyrelsen), sum framhaldandi sambært nevndu fyriskipan gevur sjúkrasystrum við prógvi frá Sjúkrasystraskúla Føroya løggilding. Hetta heldur fram til málsøkið heilsumál verður yvirtikið, helst í 2006.

Nýskipan við uppskotinum

Við nýggja uppskotinum verður skúlin og útbúgvingin skipað eftir føroyskari lóg, og innihaldið í undirvísingini verður ásett við kunngerð við heimild í lógini. Innihaldið og krøvini í nýggju útbúgvingini fara at líkjast teimum, sum eru í øðrum norðurlondum. 

Sum nakað nýtt verður nú ásett í lógini, at sjúkrasystir eftir lokið prógv fær BA- heiti í røktarfrøði (Bachelor of Science in Nursing). Í Danmark fáa sjúkrasystrar, ið hava fingið útbúgving eftir nýggju lógini, heitið Professions Bachelor, í Íslandi fáa tær heitið Bachelor of Science in nursing og í Svøríki kandidatsheiti. Hetta merkir í stuttum, at førleikakrøvini verða økt, og at skúlin fær støðu sum hægri lærustovnur. Sum hægri lærustovnur kann skúlin fáast við vísindaliga gransking í granskingarevnum, sum hava við heilsuvísindi at gera. Hetta merkir eisini, at neyðugt verður við einari kunngerð um BA. 

Hugsað hevur verið um at knýta føroyskar lærustovnar, ið geva prógv á akademiskum støði sum t.d. BA og harvið kunnu granska, til Fróðskaparsetur Føroya. Við hesum í huga er sett í lógaruppskotið, at skúlin kann samstarva við aðrar skúlar/stovnar, og at landsstýrismaðurin fær heimild at knýta skúlan til aðrar skúlar/stovnar, ella um faklig fyrilit tala fyri hesum, kunna skúlarnir/stovnarnir leggjast saman.

Skiftisskipan

Í Danmark kom nýggja kunngerðin um sjúkrasystraútbúgving í gildi 1. september 2001. Sjúkrasystraskúli Føroya hevur fingið loyvi frá danska heilsustýrinum, soleiðis at tey lesandi, ið byrjaðu útbúgvingina í september 2001, kunnu fáa danska løggilding. Umráðandi er, at føroyska lóggávan verður dagførd nú, soleiðis at tey, ið byrja 1. september 2002 ella seinni, kunnu vera vís í at fáa løggilding og eina útbúgving, sum er dagførd samanborin við onnur norðurlond.

Samandráttur

Uppskot um løgtingslóg um útbúgving av sjúkrasystrum ásetir í høvuðsdráttum endamál, útbúgvingarskipan, upptøkutreytir og innihald í útbúgvingini. Uppskotið skipar skúlaviðurskiftini, gevur landsstýrismanninum heimild at seta eitt ráðgevandi ráð og ásetir reglur um kæruviðurskifti. Løggildingin av útbúgvingini krevur, at útbúgvingin altíð eigur at laga seg eftir sjúkrasystraútbúgvingum í útlondum, og uppskotið ásetir tí í nógvum førum bert karmar fyri útbúgvingina. Fakliga innihaldið, próvtøka o.a. verða ásett við kunngerðum, sum eru lættari at laga til komandi broytingar í útbúgvingini. Eftir uppskotinum fáa tey lesandi bachelorheitið eftir lokna útbúgving.

Ummæli

 Uppskotið verður sent til ummælis hjá:

  1. Almanna- og heilsumálastýrinum
  2. Fíggjarmálastýrinum
  3. Sjúkrasystrafelagi Føroya
  4. Landslæknanum
  5. Lærararáðnum á Sjúkrasystraskúla Føroya

Tá hoyringsfreistin var farin, vóru viðmerkingar komnar frá:

  1. Almanna- og heilsumálastýrinum
  2. Sjúkrasystrafelag Føroya
  3. Landslæknanum
  4. Lærararáðnum á Sjúkrasystraskúla Føroya

Viðvíkjandi 1
Ongar viðmerkingar til lógaruppskotið, men Almanna- og heilsumálastýrið ynskir ávirkan á kunngerðararbeiði í sambandi við lógina. Ynskið verður umhugsað av landsstýrismanninum.

Viðvíkjandi 2
Felagið vísir á smærri málsligar og tekniskar broytingar, sum ikki vóru tiknar til eftirtektar.
Felagið vísir á, at tað, sum spart verður í næmingalønum, eigur at verða lagt oman á lønina hjá limum felagsins.
Annars er felagið væl nøgt við uppskotið.

Viðvíkjandi 3
Ongar viðmerkingar.

Viðvíkjandi 4
Lærararáðið metir, at tað ikki er samsvar millum heitið og innihaldið í BA. Ikki tikið til eftirtektar.
Víst verður á tvær "málsligar" dagføringar. Tikið til eftirtektar og lógaruppskotið broytt í samsvar við ynskið.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum 

a) Fíggjarligar avleiðingar 

Í eini skiftistíð (5-6 ár) fer Sjúkrasystraskúla Føroya at tørva fígging til umleggingarvirksemi, ið fevnir um:

  1. víðariútbúgving av lærarum til kandidat ella masterstøði, ið tekur millum 2 og 3 ár.
  2. eftirútbúgving av praktikkvegleiðarum
  3. skipan av nýggjum størvum (praktikk koordinatorar) innan klinisku undirvísingina (starvsvenjingina).

Sambært uppskotinum fara lesandi, ið fylgja tí nýggju útbúgvingarskipanini, at fáa útbúgvingarstuðul (ÚS) og ikki løn, sum tær fáa undir verandi skipan. Verandi sjúkrasystraútbúgving tekur 3 ár og 9 mánaðir, og í 2002 verða lønarútreiðslurnar til tey lesandi umleið 10.033.000 kr. Nýggja sjúkrasystraútbúgvingin tekur 4 ár, og av tí at tey lesandi sambært uppskotinum fáa útbúgvingarstuðul, so verður útreiðslan uml. 6 mió kr.

Umleggingin kann annaðhvørt fíggjast við eykajáttan ella við rakstaravlopinum, ið kemur av, at lønarútreiðslurnar til lesandi stigvíst minka, so hvørt sum verandi útbúgvingarskipan fellur burtur. Fíggjarjáttanin hjá Sjúkrasystraskúla Føroya verður sambært hesum óbroytt í skiftistíðini og verður endurskoðað og dagførd aftaná, at umleggingin er framd.

Á niðanfyri standandi talvu síggjast fíggjarligu avleiðingarnar fyri Sjúkrasystraskúla Føroya. Útrokningargrundarlagið er, at lesandi, ið fylgja nýggju sjúkrasystraútbúgvingini, fáa útbúgvingarstuðul ístaðin fyri løn (lønarupphæddirnar eru ásettar við støði í fíggjarætlan skúlans fyri 2002).

Sjúkrasystraskúli Føroya hevur í fíggjarætlanini fyri 2002 tikið við útreiðslur til víðariútbúgving. Hetta, saman við tí, at lesandi eftir nýggju skipanini væntandi ikki byrja fyrr enn 1. februar 2003, ger, at fíggjarætlanin hjá Sjúkrasystraskúla Føroya fyri 2002 verður óbroytt, og fíggjarárið 2002 er tískil ikki tikið við í talvuni.

 

b) Umsitingarligar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar fyri land ella kommunur.

c) Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna
Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

d) Avleiðingar fyri umhvørvið
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið.

e) Fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

f) Avleiðingar fyri ávísar felagsskapir
Tey lesandi eru í dag limir í Sjúkrasystrafelag Føroya og fáa sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Sjúkrasystrafelag Føroya løn í lestrartíðini. Eftir uppskotinum fara tey lesandi at fáa útbúgvingarstuðul á sama hátt sum onnur lesandi.

g) Avleiðingar fyri millumtjóða sáttmálar
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri altjóða sáttmálar.

h) Avleiðingar í talvu:

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar  Ja Nei Nei Ja Nei
Umsitingarligar avleiðingar  Nei Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar avleiðingar  Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur  Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar avleiðingar    

 

 

  Nei

 

 

 

 Kap. 3. Serligar viðmerkingar 

Til § 1.
Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri og bera útreiðslurnar til at útbúgva sjúkrasystrar. Landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina og eftirlitið við útbúgvingini.

Til § 2.
Landsstýrismaðurin kann skipa útbúgvingina ella partar av henni í samlestri við ella saman við øðrum útbúgvingum. Samstarv millum t.d. Sjúkrasystraskúlan, Læraraskúlan og Fróðskaparsetrið kundi givið øllum pørtum fyrimunir og nýggjan íblástur. Heimilað verður landsstýrismanninum at áseta, hvussu víðfevnandi samstarvið skal vera, og hann kann eisini skipa alla útbúgvingina saman við øðrum stovni/ skúla.

Til § 3.
Endamálið við útbúgvingini er at gera tey lesandi før fyri at virka á sjúkrahúsi, í primeru røktini, á ellis- og røktarheimum og øðrum stovnum eftir lokna útbúgving. Útbúgvingin skal lagast til tørvin í Føroyum, men samstundis geva útbúnu sjúkrasystrunum møguleika at virka uttanlands og at fara undir framhaldslestur.

Landsstýrismaðurin útgreinar endamálið við útbúgvingini í kunngerð.

Til § 4.
Sjúkrasystraútbúgvingarnar í grannalondum okkara eru umskipaðar seinastu árini, soleiðis at støðið er hækkað, og sjúkrasystrarnar hava atgongd til at taka hægri útbúgving ínnan ávís øki. Ætlanin við uppskotinum er at geva føroyskum sjúkrasystrum sama møguleika fyri arbeiði og framhaldsútbúgving á hægri lærustovnum, sum sjúkrasystrar útbúnar í útlondum. Tað er ásett í § 4, at útbúgvingin til einhvørja tíð skal lúka somu krøv, sum altjóða samfelagið herímillum eisini ES setur til útbúgvingina. Innihaldið skal tí dagførast, tá altjóða krøv til útbúgvingina verða broytt. Krøvini til útbúgvingina verða ásett í samráð við løggildingarmyndugleikan.

Til § 5
Í mun til verandi útbúgving er útbúgvingartíðin longd við 3 mánaðum og er soleiðis ásett at vara 4 ár. Útbúgvingin er býtt sundur í lestrarhálvur, og skúlin hevur ábyrgdina av at samskipa kliniska og ástøðiliga partin av undirvísingini í eina samanhangandi útbúgvingartilgongd. Útbúgvingin verður skipað soleiðis, at krøvini til tey lesandi eru hækkandi ígjøgnum útbúgvingartilgongdina. Innihald og krøv verða ásett sambært galdandi ES krøvum, og øll útbúgvingin skal samsvara 240 ECTS- stigum (European Credit Transfer System). Eitt lestrarársverk er 60 ECTS- stig.

Til § 6
Bachelor heitið hevur týdning fyri og lýsir støði í útbúgvingini. Bachelor heitið gevur teimum útbúnu sjúkrasystrunum størri møguleika í sambandi við framhaldsútbúgvingar. Bachelor heitið hevur m. a. við sær,

Føroyar er tað seinasta av norðurlondum, sum skipar sjúkrasystraútbúgvingina eftir nýggju krøvunum. 

Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvørji krøv setast til bachelor heitið.

Til § 7.
Formliga upptøkukravið til umsøkjara er prógv frá miðnámsskúla, men umsøkjarar, sum hava annað prógv ella hava vinnulívsroyndir o.t., kunnu verða tiknir upp eftir regluni sbrt. § 7, stk. 1 nr. 2. Í ítøkiligum málum er tað leiðsla skúlans, sum við grundarlagi í reglum landsstýrismansins ger av, um krøvini til upptøku eru rokkin.

Til § 8
Ein høvuðskunngerð skal skipa viðurskiftini viðvíkjandi innihaldi, próvtøkuskipan, viðurskifti teirra lesandi, kærumøguleikum o.ø.

Útbúgvingin er í 8 lestrarhálvum, og mælt verður til, at tey lesandi fáa stuðul frá Stuðulsstovninum undir allari útbúgvingini. Hetta er ein staðfesting av, at bæði í kliniska og ástøðiliga partinum eru tey lesandi undir útbúgving og eru ikki ein normeraður partur av arbeiðsorkuni á praktikkstaðnum.

Til § 9
Við støði í teimum kunngerðum o.ø. skal skúlin gera eina lesiætlan, sum ítøkiliga lýsir innihaldið og onnur viðurskifti í útbúgvingini. Landsstýrismaðurin góðkennir lesiætlanina. Skúlin hevur skyldu at fylgja við í neyðugum dagføringum og broytingum í útbúgvingum av sjúkrasystrum í útlondum.

Til § 10
Eingin viðmerking.

Til § 11
Endamálið við klinisku undirvísingini er at fáa samband millum praktiska og ástøðiliga partin av útbúgvingini. Kliniska undirvísingin fer fram á góðkendum útbúgvingarstøðum innan almanna- og heilsuverkið og øðrum góðkendum støðum innan- og uttanlands. Undirvísingin, sum tann lesandi fær á útbúgvingarstaðnum, skal veitast av starvsfólki, ið hevur neyðugan førleika. Skúlin vegleiðir útbúgvingarstøðini um tilrættaleggingina av undirvísingini. Tey klinisku útbúgvingarstøðini gera í samráð við skúlan eina undirvísingarætlan. Sjúkrasystraskúlin samskipar klinisku undirvísingina og góðkennir útbúgvingarstøðini.

Til § 12
At landskassin ber útreiðslurnar av sjúkrasystraútbúgvingini merkir, at undirvísingin er ókeypis fyri lesandi.

Skúlanum er heimilað at bera útreiðslur til víðariútbúgving, eftirútbúgving, skeið og útbúgving av lestrarvegleiðarum. Komandi árini er stórur tørvur á at menna um førleikan hjá leiðslu, starvsfólki og lestrarvegleiðarum, í sambandi við at fakliga støðið er munandi hækkað eftir nýggju lógini. Tað er neyðugt at nýta lutvíst stóra játtan til hesi endamálini komandi árini.

Til § 13
Við leiðslu skúlans er her at skilja rektarin og deildarleiðarin fyri sjúkrasystraútbúgvingina.

Landsstýrismaðurin ásetur førleikakrøvini til leiðslu og lærarar. Í reglunum verður ásett ein skiftistíð, har lærarar hava møguleika at taka neyðugar víðariútbúgvingar og eftirútbúgvingar fyri at lúka endaligu førleikakrøvini.

Til § 14
Rektarin hevur ábyrgd av virkseminum mótvegis landsstýrismanninum.

Til §§ 15 og 16
Ráðið skal í virki sínum ráðgeva og koma við nýggjum íblástri til útbúgvingina. Tað skal fylgja við í tí, sum fyriferst á útbúgvingarøkinum, og vera ein stuðul fyri skúlan og landsstýrismannin. Skúlans leiðsla kann heita á ráðið um at viðgera ávísar spurningar í sambandi við útbúgvingina. Ráðið hevur ikki fyrisitingarlig rættindi.

Til §§ 17 og 18
Kærur um avgerðir skúlans í málum viðvíkjandi útbúgvingini, undirvísingini, próvtøkunum og øðrum skúlaviðurskiftum skulu sendast til rektaran, sum beinanvegin sendir kæruna til landsstýrismannin saman við egnum viðmerkingum ella til eina kærunevnd, um so er, at landsstýrismaðurin sbrt. § 18 í lógaruppskotinum hevur lagt avgerðir í kærumálum til slíka kærunevnd.

Til § 19
Lógin fær sambært uppskotinum gildi dagin eftir, at hon er lýst, men fær bara virknað fyri lesandi, sum fara undir útbúgvingina eftir, at lógin fær gildi. Lesandi á sjúkrasystraskúlanum, ið eru tikin inn, áðrenn henda lóg fekk gildi, ganga eftir gomlu skipanini, sum er skipað sambært kunngerð nr. 653 frá 17. juli 1992, sum hevur heimild í kgl. fyriskipan nr. 353 frá 21.12.1959 um sjúkrasystrar. Landsstýrismaðurin kann víkja frá kunngerð nr. 653 frá 17. juli 1992, tá talan er um skúlaviðurskifti, sum eru ásett í hesi lóg.

1. viðgerð 6. mars 2002. Tingmálini 96 og 97/2001 vórðu viðgjørd undir einum. Bæði málini beind í mentanarnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.