Sjúkrasystrar - anordning

 

97  Uppskot til  ríkislógartilmæli um boyting í "anordning om sygeplejersker"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl

Ár 2002, 4. mars, legði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

 

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um

broyting í "anordning om sygeplejersker" 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot til kongliga fyriskipan um broyting í "anordning om sygeplejersker":

Viðmerkingar
Í "lov om sygeplejersker" er ásett, hvør ið hevur loyvi at virka sum sjúkrasystir, sbr. lovbekendtgørelse nr. 759 af 14. november 1990, sum seinast er broytt við lov nr. 482 af 31. maj 2000.

Lógin um sjúkrasystrar er sett í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan í 1959. Fyriskipanin er seinast broytt í 1988.

Danska lógin um sjúkrasystrar er broytt fleiri ferðir síðan 1988. Uppskotið til nýggja fyriskipan inniheldur donsku lógarbroytingarnar, ið mælt verður til at seta í gildi fyri Føroyar. Talan er um smáar broytingar av tekniskum slagi. Harumframt eru nakrar málsligar rættingar gjørdar í fyriskipanini.

Serligar viðmerkingar

Til § 1, nr. 2.
Av tí at Føroyar hava yvirtikið sjúkrasystraútbúgvingina tann 1. januar 2002, er ásetingin broytt. Staðfest verður, at viðkomandi, ið hevur fingið føroyskt sjúkrasystraprógv, hevur løggilding sum sjúkrasystir.

Til § 1, nr. 4.
Ásetingin í § 2, stk. 4 er broytt, tí Føroyar hava yvirtikið ábyrgdina fyri sjúkrasystraútbúgvingini tann 1. januar 2002. Hetta hevur við sær, at tað er landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, sum ásetir nærri reglur fyri sjúkrasystraútbúgvingini í samráð við danska ráðharran í Sundhedsministeriet.

Til § 1, nr. 5.
Ásetingarnar í § 2, stk. 5 og 6 í fyriskipanini verða strikaðar, tá tað frameftir er Løgtingið, ið skal lóggeva á útbúgvingarøkinum.

Tað skal viðmerkjast, at samráðingar hava verið við donsku myndugleikarnar viðvíkjandi broytingunum í ásetingunum. Innanríkis- og heilsumálaráðið hevur boðað frá, at ráðharrastovan hevur ongar atfinningar í sambandi við uppskotið um broytingar í ásetingunum.

Hjáløgd skjøl

  1. Anordning nr. 353 af 21. december 1959 for Færøerne om sygeplejersker, som senest ændret ved anordning nr. 217 af 6. april 1988.
  2. Lov nr. 432 af 13. juni 1990    við viðmerkingum, jfr. § 40.
  3. Lovbekendtgørelse nr. 759 af 14. november 1990.
  4. Bekendtgørelse nr. 748 af 16. august 1994.
  5. Lov nr. 396 af 2. juni 1999     við viðmerkingum, jfr. § 4.

1. viðgerð 6. mars. Tingmálini 96 og 97/2001 vórðu viðgjørd undir einum. Bæði málini beind í mentanarnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.