Skipasmiðjur

 

98  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til skipasmiðjur

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð
G. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2002, 4. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

U p p s k o t

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til skipasmiðjur

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996 um studning til skipasmiðjur verða gjørdar hesar broytingar: 

1. § 1 verður orðað soleiðis:
"§ 1. Eftir hesi lóg kann veitast føroyskum skipa- og bátasmiðjum 8% í studningi av sáttmálaprísinum til nýbygging og umbygging av flótandi eindum.
Stk. 2. Studningur til nýbygging av flótandi eind kann einans játtast, tá sáttmálaprísurin er 0,3 mió kr. ella meiri.
Stk. 3. Studningur til umbygging av flótandi eind kann einans játtast, tá sáttmálaprísurin er 3 mió kr. ella meiri."

2. § 2 verður orðað soleiðis:
"§ 2. Landsstýrismaðurin kann leggja lógina til Vinnuframagrunnin at umsita.
Neyðugar útreiðslur til umsiting av lógini, her uppií útreiðslur til hjálp frá serkønum, verða hildnar av serstakari játtan á fíggjarløgtingslógini.
Stk. 2. Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir hesi lóg til Vinnuframagrunnin, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um kærumøguleikar her ímillum, at avgerðir tiknar av Vinnuframagrunninum ikki kunnu kærast til landsstýrismannin."

§ 2.

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis sum henda lóg kemur í gildi, fer úr gildi løgtingslóg nr. 69 frá 9. juni 1988 um sáttmálaeftirlit.

Almennar viðmerkingar

Galdandi reglur
Endamálið við verandi lóg er at veita verksmiðjum, sum smíða flótandi eindir - t.e. skip, bátar, og t.d. flótandi eindir til alivinnuna, endurgjald fyri útreiðslur til farmagjøld og innflutningsgjøld av tilfari til bygging og umbygging.

Studningurin til farmagjaldsútreiðslur hevur sínar røtur aftur til 1957, og studningur til útreiðslur av innflutningsgjøldum til 1964. Farmagjaldsstudningurin hevur størsta partin av tíðini verið 4,5%. Innflutningsgjalds-studningurin hevur verið skiftandi og tey seinastu árini 3,5% av sáttmálaprísinum.

Tá Sáttmálastovnurin var settur á stovn, vóru studningsskipanirnar munandi víðfevndari enn nú. Sambært løgtingslóg nr. 102 frá 19. august 1988 um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum kundu t.d. hesi lán, studningur og veðhald verða veitt: 1) Stuðulslán og studning til bygging, 2) Stuðulslán til maskinur og aðrar tekniskar innleggingar, 3) Studning til farmagjald av tilfari til bygging, 4) Veðhald fyri lánum, 5) Kurstapslán og 6) Gjaldførislán. Fleiri aðrar lógir um studning til skipabygging vóru eisini.

Í lóg um sáttmálaeftirlit er ásett, at allar umsóknir um stuðul til skipabygging verða sendar sáttmálastovninum til viðgerðar. Stovnurin skal meta um tøkniligar loysnir, prísir og allar partar í teimum byggi- og umbyggingarsáttmálum, sum eru grundarlag undir umsóknunum.

Endamálið við lógaruppskotinum
Endamálið við uppskotinum til broyting av lógini er at fáa greiðari og einfaldari umsitingarreglur og at leggja umsitingina av lógini í aðra legu.

Grundgeving fyri lógaruppskotinum
Ávísir trupulleikar hava verið við umsiting av lógini, sum eisini ávíst av Landsgrannskoðanini. Sum dømi kann nevnast:

"Til fulla ella partvísa endurrinding av farmagjaldsútreiðslum av tilfari til bygging av flótandi eindum, verður landsstýrinum heimilað av árligu játtanini á fíggjarløgtingslógini at lata skipasmiðjum í studningi upp til 4,5% av sáttmálaprísinum."

kunnu geva ta ábending, at studningurin skal setast í mun til veruligu útreiðslurnar til farma- og innflutningsgjald. Tað hevur tó ikki verið ætlanin við lógartekstinum, at skipasmiðjurnar skulu skjalprógva farma- og innflutningsgjøldini.

Tørvur er herumframt á at leggja mannagongdir viðvíkjandi umsóknum og viðgerð í aðra og fastari legu. Samstundis er tað ynskiligt, at mannagongdirnar gerast smidligar og lættar at umsita. Ávís mótsøgn hevur higartil verið ímillum ásetingarnar í lóg um studning til skipasmiðjur og tær mannagongdir, sum eru ásettar fyri viðgerðina hjá Sáttmálastovninum í lógini um sáttmálaeftirlit.

Greiðar reglur skulu eisini gerast fyri umsóknarmannagongd, útrokning av studningsgrundarlagi, játtanum, útgjalding av studningi og umsiting annars. Hetta verður gjørt í sambandi við, at lógin verður løgd til Vinnuframagrunnin at umsita.

Vinnupolitikkurin
Sambært vinnupolitikkinum er tað mál samgongunnar, at vinnan skal vera sjálvberandi og klára seg uttan almennan studning. Herumframt koma onnur fyrilit, t.e. ynski um samsvar við altjóða avtalur, sum eru bindandi fyri Føroyar, og handilssáttmálar Føroya við onnur lond. Vinnupolitikkurin og nevndu fyrilit eru eisini galdandi fyri skipasmiðjuvinnuna. Komið er bert ávegis í kanningunum av hesum stuðulsøki, og tá komið er longri í hesum kanningum, eigur lógin at verða endurskoðað í síni heild.

Millumtjóða reglur
OECD-avtalan:
OECD-avtalan frá 1994, sum skuldi banna flestu studningum til skipasmiðjuvinnuna, er framvegis ikki staðfest av USA, og er tí ikki komin í gildi, og útlitini til, at avtalan kemur í gildi í bræði, tykjast ikki góð. ES, og herundir kanska serliga Danmark, hevur lagt stóra áherðslu á at fáa hesa avtaluna í lag. Tvørrandi úrslit hava ført til royndir at savna stóru skipasmiðjutjóðirnar (uttan USA) um eina avtalu, men heldur ikki viðvíkjandi hesum royndunum er mál í eygsjón.

WTO:
WTO hevur ikki serligar reglur um stuðul til skipasmíð, og verandi WTO-reglur haldast ikki at vera nøktandi amboð ímóti skipasmiðjustuðli, við tað at regluverkið ikki hevur ásetingar um móttiltøk, sum eru nóg virkin.

Í WTO kemur skipasmiðjustuðulin undir reglurnar um "Actionable Subsidies" í avtaluni "Agreement on Subsidies and Countervailing Measures". Sambært hesum reglunum verður stuðulin m.a. mettur at vera skaðiligur, tá stuðulin fer upp um 5%. Tað áliggur tó øðrum WTO-londum at prógva, at stuðulin er skaðiligur fyri teirra vinnu ella skaðar teirra fyritøkur á felags marknaði.

Gongdin í ES- og EBS-londunum:
Mest loyvdi rakstrarstuðulin í ES var í 1987 28% av sáttmálavirðinum, men stuðulin varð minkaður stigvíst niður í 9% í 1992 fyri sáttmálar størri enn 10 mió. ECU og 4,5% fyri smærri sáttmálar. Sambært ES-fyriskipan 1540/98 kundi rakstrarstudningur ikki játtast eftir 31. desember 2000. Fram til árslok 2003 kann tó veitast stuðul til bygnaðarbroytingar og ávísur annar stuðul.

Umframt ES-londni so eru eisini EBS-londini Ísland og Noreg bundin av ES-fyriskipanini.

Í Danmark var stuðulin 9% fram til 31. desember 2000, tá hann varð tikin av. Tá vóru játtanir givnar um stuðul upp á 2-2,5 mió kr. til skip, sum skulu gerast liðug í tíðarskeiðinum 2001 til 2003. Veðhaldsskipanirnar, sum hava verið galdandi í Danmark, verða eisini minkaðar burtur í einki og skulu avtakast.

ES-londini eru ikki samd um skipasmiðjustuðulin. Einstøk lond virka fyri at innføra stuðul aftur, men t.d. Danmark er hart í móti hesum.

Onnur lond:
Roknað verður við, at Suðurkorea og Kina veita skipasmiðjuídnaðinum rættiliga dyggan stuðul. Av øðrum londum er at nevna Pólland, har rakstrarstudningurin til skipasmiðjur, eftir hvat skilst, er umleið 8%. Tað er tó væntandi, at Pólland, sum ES-umsøkjaraland, fyrr ella seinni má fylgja ES-fyriskipanini.

Handilssáttmálarnir:
Skipasmiðjustuðul er ikki samsvarandi við reglurnar í handilssáttmálunum, tó at teir hava ikki beinleiðis ásetingar um stuðul til skipasmiðjur. Hetta hevur tó ikki forðað øðrum heldur enn okkum at veita stuðul í mong ár.

Samanumtikið kann sigast, at tað hevur verið ein miðvís gongd á okkara leiðum móti minkandi studningi. Tað, at henda gongdin ikki er grundfest í virknum altjóða sáttmála, ger tó, at hon kann tykjast svikalig og í ringasta føri kann venda til tað verra.

Landsstýrið fer tí at fylgja neyvt við altjóða gongdini og gongdini í grannalondum okkara.

Høvuðsinnihaldi í lógaruppskotinum
Høvuðsbroytingarnar í lógaruppskotinum eru,

Avleiðingar av lógaruppskotinum
Uppskotið hevur lítlar fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan. Uppskotna minstamarkið upp á 0,3 mió. kr fyri studning til nýbygging kann í ávísum førum geva eina lítla sparing fyri landskassan og samsvarandi mótsetta ávirkan fyri vinnuna.

Umsitingarkostnaður:
Skotið verður upp, at neyðugar útreiðslur til umsiting av lógini verða hildnar av játtanini á fíggjarløgtingslógini. Síðani 1997 hevur Vinnumálastýrið umsitið lógina. Stórur partur av viðgerðini er tó, samsvarandi lóg um sáttmálaeftirlit, farin fram hjá Sáttmálastovninum, sum seinastu 4 árini hevur havt eina játtan upp á 300.000 kr. Í talvuni niðanfyri sæst, hvussu stór henda játtanin hevur verið seinastu árini í mun til játtanina "Endurgjald til skipasmíð".

Játtanar- og roknskapartøl frá 1997 til 2002 (í 1.000 kr)

 

Játtan

Roknskapartøl

 

2002

2001

2000

1999

1998

1997

Endurgj. til skipasmíð

5.000

9.275

3.805

4.004

4.715

2.176

Sáttmálastovnurin

300

300

309

304

92

116

Sáttmálastovnurin %

6%

3,2%

8,1%

7,6%

2,0%

5,3%

Nú ætlanin er at taka Sáttmálastovnin av og lata Vinnuframagrunnin umsita lógina, er ætlanin samstundis at gera umsitingarreglurnar greiðari og einfaldari, m.a. við at grannskoðaraváttan av studningsgrundarlagnum verður kravd. Umsitingin verður tí væntandi bíligari enn higartil.

Umframt innanhýsis umsitingarkostnað hjá Vinnuframagrunninum verður tørvur framvegis í ávísan mun á sakkønari viðgerð, og kann grunnurin keypa hana eftir tørvi frá ráðgevandi fyritøkum við serkunnleika um skipasmíð.

Í mun til galdandi lóg er eingin broyting í avleiðingunum í mun til altjóða avtalur og reglur.

Avleiðingar av lógaruppskotinum:

 

Fyri landið
ella lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar
samfelags-
bólkar/felags-
skapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

ja

nei

nei

nei

ja

Umsitingarligar avleiðingar

ja

nei

nei

nei

ja

Umhvørvisligar avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

nei

nei

nei

nei

nei

Sosialar avleiðingar

     

nei

 

Ummæli
Lógaruppskotið er sent til ummælis hjá Vinnuhúsinum, Vinnuframagrunninum, Sáttmálastovninum, Fíggjarmálastýrinum, Menningarstovuni, Tórshavnar Skipasmiðju P/f, Hydro Tech P/f og AWI Boats Sp/f.

Avrit av innkomnum viðmerkingum er hjálagt lógaruppskotinum sum skjal.

Viðmerkingar til tær einstøku greinirnar

Til §1, nr. 1.
Uppskotið ber við sær, at allur studningur skal roknast av sáttmálaprísinum. Sum er, ásetur lógin, at studningur til umbygging skuldi roknast av umbyggingarkostnaðinum. Sambært fyriliggjandi uppskoti skal sáttmáli eisini skrivast í sambandi við umbygging. Møguleikarnir fyri prísbroytingum eru sjálvsagt størri í sambandi við umbyggingarsáttmálar, men eins og higartil verður praksis frameftir, at skipasmiðjan kann søkja av nýggjum, um so er, at kostnaðurin av byggingini veksur, og í kunngerðini verða harumframt reglur um, at skipasmiðjan í sambandi við útgjald av studninginum skal upplýsa um allar prísbroytingar o.a., sum hava verið.

Við sáttmálaprísin skilst tann ásetti prísurin í sáttmálanum og ískoytissáttmálum.

Skotið verður upp, at studningur kann veitast til bygging av flótandi eindum, tá sáttmálaprísurin er 0,3 mió. kr. ella meiri, og til umbygging av flótandi eindum, tá sáttmálaprísurin er 3 mió. kr. ella meiri. Í mun til galdandi lóg er talan um hesar broytingar:

Til § 1, nr. 2.
Við heimild í løgtingslóg nr. 81 frá 8. mai 2001 um Vinnuframagrunn hevur landsstýrismaðurin í kunngerð nr. 142 frá 29. november 2001 um umsiting og virksemi hjá Vinnuframagrunninum ásett, at grunnurin kann taka á seg umsitingina av øðrum grunnum og stuðulsjáttanum á fíggjarløgtingslógini. Ætlanin hevur verið, at grunnurin skuldi yvirtaka umsitingina av m.a. lógini um studning til skipasmiðjur fyri við hesum m.a. at savna og effektivisera avgreiðsluna av studningsmálum sum higartil hava verið viðgjørd ymsastaðni í fyrisitingini. Við hesum skuldu eisini krøvini til góða fyrisitingarliga mannagongd verið lættari at lúka.

Kærur:
Leggur landsstýrismaðurin umsitingina av lógini til Vinnuframagrunnin, kann hann áseta, at avgerðir hjá grunninum kunnu ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika. Hetta verður gjørt, tí avgerðir viðvíkjandi umsóknum og útgjalding av studningi verða grundaðar á ítøkiligar fakligar og tekniskar metingar.

Til § 2.
Gildiskoman er sett at vera dagin eftir, at lógin er kunngjørd. Samstundis sum lógin kemur í gildi, fer úr gildi løgtingslóg nr. 69 frá 9. juni 1988 um sáttmálaeftirlit.

Einasta núverandi skipan við studningi til skipabygging er lógin um studning til skipasmiðjur, og tað er ikki neyðugt at hava serligan stovn at meta um umsóknir í hesum sambandi. Uppgávurnar, sum lógin um sáttmálaeftirlit áleggur Sáttmálastovninum, eru bert fyri lítlan part viðkomandi fyri umsitingina av lógini eftir uppskotnu broytingarnar, og í teimum førum har metingar skulu gerast, kunnu onnur gera tær.

Mælt verður tí til, at løgtingslóg um sáttmálaeftirlit verður sett úr gildi.

Hjáløgd skjøl:

Innkomnu viðmerkingarnar til lógaruppskotið.

1. viðgerð 8. mars 2002. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2002, og eftir 1 viðgerð tann 8. mars 2002 er tað beint vinnunevndini.

Ein samd nevnd ásannar, at hon ikki hevur havt stundir at viðgera málið, og leggur málið aftur til tingsins viðgerð.

2. viðgerð 13. mars 2002. §§ 1 og 2 samtyktar 15-11-3. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. mars 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, samtykt 26-3-2. Málið avgreitt.

Ll.nr. 49 frá 26.03.2002