Eksportkreditfond v.m.

 

99  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ymiskar broytingar í "lov om erhvervsfremme og lov om Dansk Eksportkreditfond m.v."

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 4. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ymiskar broytingar í "Lov om erhvervsfremme og lov om Dansk Eksportkreditfond m.v."  

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar: L. nr. 344 frá 2. juni 1999 om ændring af lov om Dansk Eksportkreditfond m.v., og L. nr. 409 frá 31. mai 2000 om ændring af lov om erhvervsfremme og lov om Dansk Eksportkreditfond m.v.  

Viðmerkingar

Ríkisumboðsmaðurin hevur sent landsstýrinum L. nr. 344 frá 2. juni 1999 om ændring af lov om Dansk Eksportkreditfond m.v. og L. nr. 409 frá 31. mai 2000 om ændring af lov om erhvervsfremme og lov om Dansk Eksportkreditfond m.v. við tí fyri eyga, at tær verða kunngjørdar í Føroyum.

Høvuðslógin, L. nr. 1070 frá 20. desember 1995 om Dansk Eksportkreditfond m.v., er eftir ríkislógartilmæli, løgtingsmál nr. 5/1997, sett í gildi í Føroyum við kunngerð nr. 99 frá 22. februar 1996, lýst í kunngerðarblaðnum B, hefti 12 frá 19. november 1997.

§ 8 í lógini er ikki sett í gildi í Danmark og er sostatt heldur ikki sett í gildi í Føroyum.

Í viðmerkingunum til nevnda løgtingsmál førdi landsstýrið fram, at Vinnumálastýrið hevði fingið áheitan frá vinnuni at gera ein útflutningkredittgrunn og at henda skipan er ein loysn hesum viðvíkjandi. Vinnumálastýrið fekk tá ummæli frá m.a. TK-stovuni, Reiðarafelagnum, Arbeiðsgevarafelagnum og KPMG. Øll mæltu til, at lógin varð lýst at galda í Føroyum.

Vinnumálastýrið hevur fingið fyrispurning frá vinnuni, um ætlanin er at seta nevndu lógir í gildi í Føroyum. Víst er í hesum sambandi á, at tað hevur ikki verið gjørligt ella trupult, frá Eksportkreditfonden, at fáa trygd til lán í sambandi við útflutning orsakað av, at lóggávan ikki er dagførd í Føroyum.

Síðan lógin varð sett í gildi í Føroyum, er lógin broytt tvær ferðir: L. nr. 344 frá 2. juni 1999 om ændring af lov om Dansk Eksportkreditfond m.v.og L. nr. 409 frá 31. mai 2000 om ændring af lov om erhvervsfremme og lov om Dansk Eksportkreditfond m.v.. Hesar báðar lógirnar eru sum nevnt ikki settar í gildi í Føroyum.

Um Dansk Eksportkreditfond

Tvær treytir skulu vera til staðar fyri einum útflutningskreditti: Tað skal vera ein, sum vil átaka sær váðan, at keyparin ikki rindar lánið (kredittin) aftur. Og ein skal vera, sum vil veita keyparanum lánið til rindan av útflutningsvøruni. Kredittveiting er sostatt partvís ein spurningur um at fáa breitt út yvir ein váða, og partvís ein spurningur um fígging. Høvuðsuppgávn hjá Dansk Eksportkreditfond er at veita trygd fyri váðanum, at lánið ikki verður afturrindað. Útflytarar og peningastovnar kunnu hjá Eksportkreditfonden tryggja seg í móti, at keypari ella hansara banki ikki rindar. Grunnurin veitir trygd, har váðin er serliga stórur, og har privatu tryggingarfeløgini ikki ynskja at vera við. Privatu tryggingarfeløgini tryggja ímóti serligum eksportkredittváða fyri kredittir upp til eitt ár og kunnu endurtryggja seg hjá Eksportkreditfonden.

Høvðuðsinnihaldið í uppskotinum

L. nr. 344 frá 2. juni 1999 om ændring af lov om Dansk Eksportkreditfond m.v.:

Lógin hevur við sær, at Eksportkreditfonden verður umskipaður til eina sjálvstøðuga statsliga umsitingarliga eind, sum verður stýrd av eini nevnd og einum stjóra at taka sær av dagligu leiðsluni.

Endamálið við lógaruppskotinum var at gera Eksportkreditfonden meira marknaðarvendan og meira sjónligan hjá fyritøkunum.

L. nr. 409 frá 31. mai 2000 om ændring af lov om erhvervsfremme og lov om Dansk Eksportkreditfond m.v.:

Lógin hevur í sær fylgibroytingar í lov om erhvervsfremme og í lov om Dansk Eksportkreditfond, ið stóðust av, at eksportfremmerådet varð tikið av.

Av viðmerkingunum til uppskotið sæst, at stjórnin hevði avgjørt at savna tiltøkini á útflutningsøkinum í Dansk Eksportråd, sum varð stovnað til endamálið. Avleiðingin av hesum varð, at Eksportfremmerådet, sum til tá hevði virkað sum ráðgevandi stovnur hjá stjórnini á útflutningsframaøkinum, og sum hevði verið ráðgevi hjá Dansk Eksportkreditfond, varð tikið av.

Avleiðingar av uppskotinum

Fyri landskassan:
Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri landskassan.

Fyri kommunurnar:
Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri kommunurnar.

Fyri vinnuna:
Dansk Eksportkreditfond hevur upplýst, at føroyskar fyritøkur síðan 1995 ikki hava gjørt nýtslu av teimum skipanum, sum grunnurin kann bjóða, men at grunnurin innan fyri seinasta hálva árið hevur fingið 2-3 fyrispurningar frá føroyskum fyritøkum, serliga í sambandi við útflutning av brúktum skipum. Grunnurin hevur svarað, at teir ikki kunnu taka støðu, tí lóggávan ikki er dagførd í Føroyum.

Hóast tað kann tykjast, at grunnurin higartil ikki hevur havt so stóran týdning fyri føroyskan útflutning, heldur landsstýrið, at verður lóggávan dagførd, kann hetta verða við til at skapa størri áhuga at gera nýtslu av skipanunum, sum grunnurin kann bjóða, og harvið gera føroyskan útflutning meira kappingarføran.

Fyri landið/
landsmyndugleikar
Fyri
kommunalar myndugleikar
Fyri ávís
pláss/øki í landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar, felagsskapir Fyri vinnuna
Fíggjarligar/búskapar-
ligar avleiðingar
nei nei nei nei ja
Umsitingarligar avleiðingar nei nei nei nei ja
Umhvørvisligar avleiðingar nei nei nei nei nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur nei nei nei nei nei
Socialar avleiðingar nei nei nei nei nei

Skjøl:

  1. L. nr. 1070 frá 20. desember 1995 om Dansk Eksportkreditfond m.v.
  2. L. nr. 344 frá 2. juni 1999 om ændring af lov om Dansk Eksportkreditfond m.v. við viðmerkingum.
  3. L. nr. 409 frá 31. mai 2000 om ændring af lov om erhvervsfremme og lov om Dansk Eksportkreditfond m.v.við viðmerkingum.

1. viðgerð 8. mars 2002. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2002, og eftir 1 viðgerð tann 8. mars 2002 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 11. mars 2002.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 13. mars 2002. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. mars 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.