Frískúlar

 

104  Uppskot til  løgtingslóg um frískúlar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 4. mars, legði Óli Holm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi   

Uppskot 

til 

løgtingslóg um frískúlar

Kapittul 1
Endamál og virkisøki

§ 1. Endamálið við lógini er at skipa viðurskiftini og tann almenna stuðulin til frískúlar í Føroyum og áseta karmarnar fyri virkseminum.

§ 2. Lógin er galdandi fyri frískúlar, sum undirvísa aldursbólkum samsvarandi 1.- 9. skúlaári í fólkaskúlanum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann geva loyvi til, at forskúlaflokkar og undirvísing eftir 9. skúlaár eisini koma undir lógina.
Stk. 3. Ein frískúli skal í minsta lagi bjóða undirvísing í 1.- 7. skúlaári.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann víkja frá reglunum í stk. 3.

§ 3. Skúlin skal geva næmingunum møguleika at fara til fráfaringarroyndir fólkaskúlans.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann geva einum frískúla loyvi at hava somu royndir og vallærugreinir sum fólkaskúlin. Reglurnar fyri royndunum eru tær somu sum í fólkaskúlanum, og skúlin ger sjálvur av, á hvørjum floksstigi royndirnar fara fram.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í samráð við skúlamyndugleikarnar á staðnum loyva næmingum úr frískúlum at taka fráfaringarroyndirnar í fólkaskúlanum.

Kapittul 2
Góðkenning og eftirlit

§ 4. Landsstýrismaðurin skal góðkenna ein frískúla, áðrenn farast kann undir undirvísingina.
Stk. 2. Fyri at fáa góðkenning skal frískúlin vera:

  1. ein fakligur og/ella námsfrøðiligur valmøguleiki í mun til almenna skúlan
  2. skipaður fyri at nøkta ein størri undirvísingartørv enn vanligt.

Stk. 3. Undirvísingarhøli og útbúnaður skulu góðkennast av landsstýrismanninum og so vítt gjørligt vera tillagað tørvinum hjá brekaðum.

§ 5. Áðrenn ein frískúli kann fara undir virksemi sítt, skal skjalprógvast við undirskrift foreldranna áðrenn 1. september árið undan byrjanarárinum, at í minsta lagi 12 næmingar eru innskrivaðir.
Stk. 2. Eftir trimum árum skal næmingatalið vera í minsta lagi 28.
Stk. 3. Lýkur skúlin ikki treytirnar ásettar í stk. 1 og 2, kann landsstýrismaðurin loyva skúlanum at halda fram við ella uttan stuðli sambært § 18, stk. 1, 1. pkt.

§ 6. Frískúlarnir verða skipaðir sum sjálvsognarstovnar, hvørs viðtøkur skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um karmar og innihald í viðtøkunum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka aftur góðkenningina av einum frískúla, um so er, at skúlin ikki heldur galdandi reglur.

§ 7. Undirvísingarætlan skúlans skal góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við frískúlum og kann í hesum sambandi biðja um allar neyðugar upplýsingar um næmingar, lærarar, undirvísingina og skúlans rakstur.

§ 8. Talið á døgum í skúlaárinum er í minsta lagi tað sama sum í fólkaskúlanum.

Kapittul 3
Rættur næminganna

§ 9. Frískúlar hava skyldu at taka næmingar inn úr øllum landinum.
Stk. 2. Stýrið fyri skúlan kann áseta almennar reglur fyri innskrivingini. Høvuðsreglan er, at børn hava sama rætt at verða innskrivað í frískúlan sum í fólkaskúlan.
Stk. 3. Heimstaðarkommunurnar hjá næmingunum skulu í september mánaði hava boð um tey børn í kommununi, sum eru innskrivað í inniverandi skúlaári.

§ 10. Næmingarnir hava rætt til at gera seg lidnar við tað skúlaárið, sum er byrjað.
Stk. 2. Um skúlin er floksbýttur, verður uppflytingin av næmingum framd á sama hátt sum í fólkaskúlanum.

§ 11. Næmingarnir hava rætt til sernámsfrøðiliga hjálp og ráðgeving á sama støði sum næmingarnir í fólkaskúlanum.
Stk. 2. Sernámsdepilin veitir næmingunum í frískúlunum tímar til serligan tørv eftir somu reglum sum næmingum fólkaskúlans.
Stk. 3. Frískúlar hava rætt til somu tænastuveitingar frá Sernámsdeplinum sum fólkaskúlarnir hava.

Kapittul 4
Leiðsluviðurskifti

§ 12. Eitt skúlastýri skal verða valt til hvønn frískúla. Limir tess eru:

1) 2 foreldraumboð vald av og ímillum teirra, ið hava foreldramyndugleikan yvir teimum børnum, sum eru innskrivað í skúlan
2) 2 umboð fyri áhugabólkin, sum rekur skúlan, vald av og ímillum teirra, ið eru í áhugabólkinum
3)     1 umboð fyri starvsfólkið valt av og ímillum teirra, ið starvast í skúlanum.

Hesi hava øll atkvøðurætt. Formaðurin í skúlastýrinum skal verða valdur í millum foreldraumboðini ella umboðini fyri áhugabólkin.
Stk. 2. Er eingin áhugabólkur knýttur at skúlanum, hava foreldrini rætt til umboðini hjá áhugabólkinum.
Stk. 3. Leiðari skúlans er skrivari stýrisins og tekur lut uttan atkvøðurætt á stýrisfundum.
Stk. 4. Kommunustýrið kann eftir áheitan frá skúlastýrinum gera av, at ein av limum tess er við á skúlastýrisfundi uttan atkvøðurætt.
Stk. 5. Eitt umboð fyri næmingarnar kann eftir áheitan frá skúlastýrinum luttaka á stýrisfundunum.
Stk. 6. Valskeiðið hjá stýrislimunum er 2 ár. Landsstýrismaðurin ger reglur fyri valið.

§ 13. Stýrið er ovasta leiðsla í skúlanum og virkar samsvarandi viðtøkum skúlans. Eftir tilmæli skúlaleiðarans staðfestir stýrið virksemið í einum skúlaári, eins og tað skal góðkenna skúlans rakstrarætlan og roknskap.
Stk. 2. Tá ið eitt stýri er valt, skal tað boða landsstýrismanninum frá, hvørjir limirnir í stýrinum eru. Broytingar í samansetingini av stýrinum skulu somuleiðis boðast landsstýrismanninum.

§ 14. Stýrið hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgdina av virksemi skúlans.
Stk. 2. Um stýrið ikki fylgir boðum frá landsstýrismanninum um rætting av nærri ásettum viðurskiftum, kann landsstýrismaðurin gera av

1) at uppgávurnar hjá stýrinum heilt ella lutvíst verða røktar av persónum, sum landsstýrismaðurin hevur tilnevnt, ella
2) at stýrið fer frá, so eitt nýtt stýri kann verða valt eftir viðtøkum skúlans.

Kapittul 5
Starvsfólkaviðurskifti

§ 15. Skúlastýrið setur leiðaran, lærarar og onnur starvsfólk. Leiðarin kann seta starvsfólk, sum eru í arbeiði ein part av skúlaárinum.
Stk. 2. Høvuðsreglan er, at fólk við læraraútbúgving skulu setast í størv, sum krevja undirvísingarligan førleika.
Stk. 3. Skúlastýrið kann, um serligar grundir tala fyri tí, seta fólk uttan læraraútbúgving. 

§ 16. Skúlaleiðarin hevur ta fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna. Leiðarin hevur fyri stýrinum ábyrgdina av

1) at galdandi lógir og reglur verða hildnar
2) at undirvísingin verður framd samsvarandi galdandi reglum
3) at undirvísingarligu viðurskiftini eru í lagi
4) at tann av stýrinum góðkenda rakstrarætlan verður hildin
5) at skúlans virksemi er samsvarandi avgerðum og ásetingum stýrisins.

§ 17. Starvsfólk skúlans hava rætt til somu løn sum fólk í samsvarandi størvum í fólkaskúlanum.

Kapittul 6
Fígging av rakstri

§ 18. Virksemið hjá frískúlunum verður partvíst fíggjað við stuðli, sum landsstýrismaðurin og kommunurnar útvega. Írestandi fíggingin skal útvegast við foreldragjaldi og/ella privatum stuðli.
Stk. 2. Landsstýrisins partur av rakstrinum verður útroknaður hvønn 1. september í skúlaárinum. Stuðulin svarar til 85 % av góðkendu læraralønunum, útroknaður eftir lutfalsliga sama formli sum í fólkaskúlanum, tó kann stuðulin ikki fara upp um játtan sambært góðkendari fíggjarætlan uttan loyvi frá landsstýrismanninum.
Stk. 3. Skúlin skal lata inn fíggjarætlan fyri komandi fíggjarár áðrenn 1. juni.
Stk. 4. Heimstaðarkommunan hjá næminginum rindar kommunugjaldið
Stk. 5.
Kommununnar stuðul til næmingar í frískúlum verður útroknaður eftir kommununnar rakstrarútreiðslum fyri hvønn næming í fólkaskúlanum í kommununi. Stuðul til hvønn næming í frískúlanum er 85% av rakstaraútreiðslum fyri hvønn næming í fólkaskúlanum. Avdráttur, renta og leiga eru ikki íroknað rakstrarútreiðslunum.
Stk. 6.
Kommununnar partur av rakstrarútreiðslunum smb. stk. 5 verður í fyrsta umfari rindað av landsstýrinum, og síðan býtir Føroya Gjaldsstova við ársenda rakstrarútreiðslurnar millum kommunurnar eftir heimstaðnum, næmingarnir smbrt. landsfólkayvirlitið høvdu 1. september.
Stk. 7. Eru eingi rakstrartøl fyri kommunalu útreiðslurnar, smb. stk. 5 og 6, roknar Føroya Gjaldstova eitt miðaltal út við grundarlagi í fimm teimum størstu kommununum.
Stk. 8. Foreldragjaldið verður ásett av stýrinum.
Stk. 9. Møguligt yvirskot hjá sjálvsognarstovninum kann ikki flytast til annað virksemi.

§ 19. Landsstýrismaðurin kann halda aftur ella krevja stuðul afturgoldnan, um treytir fyri veiting av stuðli ikki verða hildnar.
Stk. 2. Um lønin í frískúlanum er hægri enn sáttmálasetta lønin, verður stuðulin útroknaður við grundarlagi í sáttmálasettu lønini. Er lønin lægri enn sáttmálasetta lønin, verður stuðulin útroknaður við grundarlagi í útgoldnu lønini.

Kapittul 7
Roknskapur og grannskoðan

§ 20. Roknskapurin hjá frískúlum sambært hesi lóg skal gerast og setast upp samsvarandi ásetingunum í løgtingslóg nr. 33 frá 23. mars 1994 um landsins almenna roknskaparhald v.m.
Stk. 2. Roknskapurin skal grannskoðast av løggildum grannskoðara. Grannskoðaður roknskapur og grannskoðarafrágreiðing skal sendast landsstýrismanninum.
Stk. 3. Grannskoðaradeild landskassans kann í sambandi við landsgrannskoðanina biðja um upplýsingar beinleiðis frá stýrinum.
Stk. 4. Um tað í grannskoðarafrágreiðingini, smb. stk. 2, verður víst á lógarbrot ella onnur óreglulig viðurskifti í sambandi við umsitingina av skúlanum, skal landsstýrismaðurin alt fyri eitt, um grannskoðanin gevur orsøk til tess, seta í verk tiltøk, sum aftur tryggja lóglig viðurskifti og fullgóða umsiting. Sama er eisini galdandi, um landsstýrismaðurin á annan hátt verður gjørdur kunnugur við nevndu viðurskifti.

Kapittul 8
Ymsar ásetingar

§ 21. Avgerð, sum skúlastýri og leiðari skúlans hava tikið, kann verða kærd til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur um kærur.
Stk. 2. Reglurnar um innlit eftir fyrisitingarlógini og lógini um alment innlit galda fyri frískúlar.

Kapittul 9
Gildissetan

§ 23. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2003 og samstundis verður § 27 í løgtingslóg nr. 58 frá 2. oktober 1978 um skúlafyrisiting strikað.

Viðmerkingar til uppskot
um
Løgtingslóg um frískúlar

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

 

Tá ið fyrisitingin av skúlaskapinum var lógarfest við løgtingslóg nr. 58 frá 2. oktober 1978, løgtingslóg um skúlafyrisiting, vórðu privatskúlar lógarheimilaðir í § 27.

Landsstýrismaðurin hevur her fingið heimild til at góðkenna privatskúlar, um so er, at tað er ein rímiligur tørvur á teimum.

Um so er, at ein tílíkur skúli sambært lóg ella fíggjarlógarjáttan hevur rætt til studning frá tí almenna, verður studningurin ávístur av Mentamálastýrinum eftir nærri av landsstýrismanninum ásettum reglum.

Við hesum uppskoti til frískúlalóg er fyrst og fremst miðað eftir at gera so greiðar reglur sum til ber, bæði fyri góðkenning av frískúlum og fyri virksemi teirra, soleiðis at bæði foreldur, lærarar, skúlar og myndugleikar kunnu vita, hvat tey hava at halda seg til.

Mælt verður til, at hugtakið "privatir skúlar" verður avtikið, og at allir frískúlar verða skipaðir sum sjálvsognarstovnar. Hetta verður gjørt út frá teirri meting, at sjálvsognarstovnar betur enn privatskúlar samsvara við demokratisku siðvenjurnar í nútíðarsamfelagnum.

Bæði viðvíkjandi leiðslu og fígging ber betur til at seta sjálvsognarstovnum enn privatskúlum reglur, sum eru greiðar og lættar at gjøgnumskoða. Eisini verður rættur næminganna og foreldranna betur tryggjaður, tá ið frískúlin er skipaður sum sjálvsognarstovnur heldur enn privatskúli.

Einasti barnaskúli í landinum, sum verður rikin á privatum grundarlagi er Adventistaskúlin. Hann hevur havt í umbúna at broyta seg frá privatum skúla til sjálvsognarstovn, eins og adventistaskúlar aðrastaðni í ríkinum, men vegna ófullfíggjaða lógarkarmin fyri frískúlar er hetta ikki gjørt.

Tað er ilt at meta um avleiðingarnar fyri fólkaskúlan, um ein nýggj frískúlalóg verður sett í gildi. Verður ein frískúli settur á stovn í einum øki við fleiri smáum fólkaskúlum, kann ávirkanin verða stór, um hann fær undirtøku. Nakrir bygdaskúlar hava eitt næmingatal, sum er beint oman fyri ávikavist 15, 31, 49, 69, 91 ella 115. Koma færri næmingar í hesar skúlar, so fer skúlin eitt stig niður í flokkatali og fær færri tímar tillutaðar. Fyri skúlar, ið eins og hesir eru nær við markið fyri at fara niður í flokkatali, kann tað tí fáa stóra ávirkan, um nakrir næmingar fara í ein frískúla. Í størri kommunum verður ávirkanin ikki so stór í fyrsta umfari.

At tað eru fleiri sløg av skúlum kann fáa góða ávirkan á fólkaskúlar eins væl og frískúlar. Skúlarnir, í hesum føri leiðsla og lærarar, eru greiðir yvir, at nógv foreldur fylgja gongdini í skúlanum, og at tey eisini vilja gjalda fyri at fáa tað, sum tey halda vera best til børn síni. Hetta kann hava við sær, at starvsfólk í hvørjum einstøkum skúla, tað veri seg frískúla ella fólkaskúla, stremba eftir at skapa ein betri skúla.

Í grannalondum okkara er frískúlin ein natúrligur partur av skúlaheildini, og hugsanin har er ikki, um hann hevur tilverurætt ella ei. Frískúlarnir eru rótfestir gjøgnum sítt virki seinastu øldina og hava í dag 5 - 15 % av næmingatalinum.

Samandráttur av lógaruppskotinum

Samanumtikið hevur lógaruppskotið við sær, at frískúlar, ið lúka tær treytir, sum eru ásettar í lógini, hava rætt til at verða góðkendir. Lógin ásetur, at frískúlar verða stovnaðir sum sjálvsognarstovnar, har foreldrini, ein áhugabólkur og starvsfólkið manna stýrið. Stýrið er ovasti myndugleiki. Tað setur og loysir fólk úr starvi. Rætturin hjá næmingum og starvsfólki verður tryggjaður á fleiri økjum.

Raksturin av skúlunum verður tryggjaður við stuðli frá landsstýri og kommunum eftir føstum reglum. Hesar reglur áseta stuðulin til 85 % av læraralønum og rakstrarútreiðslum, samanborið við fólkaskúlan. Stuðul verður ikki veittur til hølisútreiðslur.

Landsstýrismaðurin hevur sambært lógaruppskotinum víðar heimildir í sambandi við góðkenningar og eftirlitisuppgávur.

Hoyringsskriv

Fyriliggjandi uppskot til løgtingslóg um frískúlar er sent til ummælis hjá:

  1. Føroya Lærarafelag
  2. Føroya Kommunufelag
  3. Kommunusamskipan Føroya
  4. Adventistaskúlanum
  5. Føroya Gjaldstova

Umsitingarligar avleiðingar

Mentamálastýrið fær økta abeiðsbyrðu orsakað av góðkenningar- og eftirlitsuppgávum. Hesar uppgávur hava tó eitt tílíkt vavi, at tað ikki verður neyðugt at seta nýggj starvsfólk. Arbeiðsuppgávurnar í sambandi við frískúlarnar verður ein partur av málsviðgerðini í sambandi við fólkaskúlarnar. Talið av frískúlum er avgerandi fyri, hvussu nógv arbeiðsbyrðan økist. Neyvari tøl kunnu ikki setast á útreiðslurnar. Eftir uppskotinum skal Føroya Gjaldstova krevja inn og samskipa gjaldið hjá kommununum, fyri síðani at mótrokna tað í skattinum. Hetta verður gjørt við grundarlagi í bústaðnum hjá næmingunum smb. fólkayvirlitinum. Umsitingin av hesum økta virkseminum hjá Føroya Gjaldstovu er eisini bundið at talinum av frískúlum. Um so er, at Føroya Gjaldstova samskipar kommunugjaldið, fáa kommunurnar ikki økta umsiting orsakað av lógini.

Umhvørvisligar avleiðingar

Ongar umhvørvisligar avleiðingar eru av lógaruppskotinum.

Altjóða reglur, sum hava ávirkan á viðurskiftini

Ein røð av millumtjóða sáttmálum ásetur rættin hjá foreldrum at skipa sínar egnu skúlar. Tvey høvuðssjónarmið gera seg galdandi í hesum sáttmálum:

  1. Foreldur hava rætt at tryggja børnunum útbúgving í samsvari við sínar egnu sannføringar.
  2. Foreldur hava rætt til at velja aðrar skúlar enn teir, sum eru skipaðir av almennu myndugleikunum.

Rætturin til at skipa og reka frískúlar er ein almennur rættur, sum er ásettur í ST- sáttmálunum um fíggjarlig, sosial og mentanarlig rættindi ( ØSK), smb. artikul 13.4 og í barnakonventiónini hjá ST, artikul 29, § 2. Í hesum sáttmálum eru ávís mál ásett í sjálvari undirvísingini, men teir áseta eisini, at myndugleikarnir hava rætt til at áseta minstu krøv til undirvísing og umhvørvi, áðrenn loyvi verður givið.

Lógaruppskotið um frískúlar ásetur ávís almenn krøv til frískúlar, men ásetur eisini, at umsøkjari, ið lýkur hesi krøv, hevur eitt rættarkrav um at fáa loyvi til at seta frískúla á stovn. Hetta samsvarar við krøvini í áðurnevndu sáttmálum, sum Føroyar eisini eru ein partur av.

Fíggjarligar avleiðingar av lógaruppskotinum

Tað er trupult at áseta neyvt, hvørjar fíggjarligar avleiðingar uppskotið hevur við sær, um tað verður samtykt. Orsøkinar eru, at tað eru so nógvir ókendir faktorar, sum hava ávirkan á fíggjarligu avleiðingarnar fyri land, kommunur og fólkaskúlan. Serliga trupult er við nakrari vissu at siga, um ella hvussu stórt tal av frískúlum verður sett á stovn, og somuleiðis, hvar í landinum teir kundu hugsast at verða stovnsettir.

Ein skúli er í dag skipaður á átrúnaðarligum grundarlagi, og tað kann ikki útihýsast at grundarlag er fyri einum ella tveimum afturat á sama grundarlagi. Møguleikar eru eisini fyri, at foreldur, sum ynskja ein námsfrøðiligan valmøguleika til børn síni, taka seg saman og stovna ein frískúla. Lógaruppskotið setur eina røð av krøvum til høli, undirvísingarætlan og góðkenning av ymiskum viðurskiftum, og tað vil í sær sjálvum hava darvandi ávirkan á gongdina. Tað skal eisini ein ávís fíggjarlig orka til fyri at seta ein frískúla á stovn. Besta næmingagrundarlagið er í teimum størru kommunum, har fólkatalið er lutfalsliga stórt, og ávirkanin á fólkaskúlarnar í kommununi eru tá eisini minst.

Fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar

Verður lógin samtykt, og eingin nýggjur frískúli stovnaður, hevur uppskotið ongar fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan ella nakra ávirkan á fólkaskúlan, men fyri Tórshavnar kommunu hevur lógaruppskotið øktar útreiðslur við sær. Kommunan letur Adventistaskúlanum 250.000 kr. í stuðli um árið. Verður lógin samtykt í verandi líki, hækkar henda upphædd til 85% av miðalrakstrarútreiðslunum fyri hvønn næming í fólkaskúlanum. T.v.s. 85% av 107 x umleið 9.000 kr. = umleið 818.550 kr. Ein hækking, sum er góðar 568.000 kr. um árið.

Samlaðu útreiðslurnar til skúla hjá kommununi vil broytast á tann hátt, at rakstrarútreiðslurnar, tengdar beinleiðis at næmingatalinum ( undirvísingaramboð o.t.), minka lutfalsliga við næmingatalinum. Føstu rakstararútreiðslurnar verða óbroyttar (hiti, el. reingerð), meðan gjaldið til frískúlan skal leggjast aftrat. Dømi niðanfyri lýsir, hvussu viðurskiftini kunnu verða.

Fólkaskúlin sum er (200 næm.):

 

1

 

a.
b.
c.

 

Undirvísingaramboð o.t. Hiti, el, reingerð
Samlaðar rakstrarútreiðslur

 

0,600 mió kr.
1,400 mió kr.
2,000 mió kr.

 

(=3.000,- kr. pr. næm.)
føst útreiðsla
(=10.000,- kr. pr. næm.)

 

2

 

Minni útreiðslur
Meir útreiðslur
Øktar útreiðslur

   

10 x 3.000=
10 x 10.000 x 85%=

 

¸ 30.000,- kr.
85.000,- kr.
55.000,- kr.

Uppskotið ásetur, at Føroya Gjaldstova fær heimildir at útgjalda frískúlunum kommununnar part av stuðlinum við grundarlagi í næmingalistum, sum frískúlin sendir Føroya Gjaldstovu. Kommunali stuðulin til frískúlarnar verður síðan mótroknaður í útgjaldinum til kommunurnar.

Fíggjarligar avleiðingar fyri landsstýrið

Um ein ella fleiri frískúlar verða settir á stovn, hevur hetta í prisippinum eina sparing við sær fyri landskassan, við tað at landið sambært uppskotinum einans rindar 85% av læraralønunum á einum frískúla, meðan landið rindar 100% av læraralønunum til fólkaskúlan. Sostatt verða spard 15 % av tímajáttanini til læraralønir. Hendan sparingin má takast við fyrivarni. Tað er greitt, at hóast eitt ávíst tal av næmingum fer úr fólkaskúlanum, verður neyvan eitt tilsvarandi tímatal, sum verður undirvíst í frískúlanum, spart í fólkaskúlanum. Skemalegging, næmingatal, flokkatal o.a. tíl. hevur ávirkan á tímatalið. Úrslitið verður tí neyvan ein sparing, sum er 15 %, men heldur frá 0 til 15 % alt eftir, hvussu nógvir frískúlanæmingar verða úr økinum hjá hvørjum einstøkum fólkaskúla.

Samanumtikið kemur landskassin helst at hava færri útreiðslur til læraralønir enn áður, men tó ikki so mikið sum 15 %.

Kapittul 2. Serligar viðmerkingar

Til § 1.
Við løgtingslóg um frískúlar er rætturin til at stovna og reka frískúlar tryggjaður. Hesin rættur er tryggjaður, um ávís viðurskifti, sum eru ásett í lógini, eru í lagi. Tá ið landsstýrismaðurin hevur góðkent frískúlan, hevur hann rætt til tann almenna stuðulin, sum er ásettur í reglunum, sbr. tó við § 5. stk. 3.

Til § 2
Tað er eitt krav, at frískúlin bjóðar undirvísing í 1.-7. skúlaári. Øll floksstigini nýtast tó ikki at vera frá byrjan. Frískúlin kann taka fyrsta flokk inn hvørt ár, soleiðis at hann eftir 7 árum hevur undirvísing í 1- 7. skúlaári; men tað skal frá byrjan vera greitt, at skúlin er ætlaður til minst 1.-7. skúlaár. Umframt 1.-7. skúlaár hevur frískúlin rætt til at hava 8.-9. skúlaár, men skal søkja um loyvi til at hava undirvísing út um 9. skúlaár. Forskúlaflokkar eru ikki enn ein nátúrligur partur av skipanini í fólkaskúlanum, og tí skal eisini verða søkt um loyvi í hvørjum einstøkum føri.

Til § 3
Um ein frískúli vil bjóða næmingum sínum somu royndir sum fólkaskúlin, kann hann biðja um loyvi til tað frá landsstýrismanninum. Men frískúlin kann eisini leggja eina aðra heildarætlan fyri 8-10. skúlaár enn fólkaskúlin og nýtist tí ikki at hava royndirnar í sama árgangi sum fólkaskúlin. Um frískúlin av eini ella aðrari orsøk ikki sjálvur skipar fyri fráfaringarroyndunum, kunnu næmingar hansara við loyvi frá landsstýrismanninum fara til hesar royndir í fólkaskúlanum.

Til § 4.
Fyri at verða góðkendur skal frískúlin lúka ávísar treytir og hava eitt grundarlag, sum ger hann øðrvísi enn fólkaskúlan. Skúlin kann vera:

1. Ein fakligur og/ella námsfrøðiligur valmøguleiki í mun til almenna skúlan.
Ein fakligur valmøguleiki vil siga, at frískúlin leggur stóran dent á ávís øki ella lærugreinir, sum undirvíst verður meira í, enn vanligt er í fólkaskúlanum. Sum dømi um øki, ið dentur serliga kann verður lagdur á, kunnu nevnast: Handaligar lærugreinir, teldutøkni, fremmand mál, list, tónleikur, vistfrøði.
Ein námsfrøðiligur valmøguleiki merkir, at frískúlin hevur sítt egna pedagogiska grundarlag við øðrvísi mátum at skipa skúlan, skúladagin og undirvísingina.

2. Skipaður fyri at nøkta ein størri undirvísingartørv enn vanligt.
Ein møguleiki fyri tey, sum ynskja meira undirvísing enn tað, fólkaskúlin kann bjóða.

Til § 5
Fyri at skúlin skal hava rætt til stuðul, krevst eitt ávíst næmingatal. Høvuðsreglan er, at minst 12 næmingar eru fyrsta árið, og at tað eftir trimum árum eru minst 28 næmingar. Um næmingatalið seinni fer niður um 28 næmingar, missir skúlin tó ikki rættin til almennan stuðul beinanvegin, men fær eina royndartíð. Víkjast kann frá høvuðsregluni um næmingatal, um skúlin heldur fram uttan stuðul. Landsstýrismaðurin eigur tá at taka heildarviðurskiftini hjá skúlanum til viðgerðar hvørt ár.

Til § 6
Frískúlarnir verða skipaðir sum sjálvsognarstovnar. Sostatt verður rætturin til at skipa privatskúlar skerdur, soleiðis at privatskúlin skal verða skipaður sum sjálvsognarstovnur. Rættur foreldranna at undirvísa børnum sínum heima, smb. § 41 í fólkaskúlalógini, verður ikki ávirkaður av lógini. Men er talan um undirvísing av fleiri børnum í skipaðum viðurskiftum, verður undirvísingin fevnd av ásetingunum í hesi lóg. Landsstýrismaðurin ásetur meginreglurnar fyri sjálvsognarstovnarnar.

Til § 7
Landsstýrismaðurin kann biðja um allar tær upplýsingar, sum eru neyðugar, fyri at hava eftirlit við frískúlanum. Upplýsingarskyldan hjá frískúlum er tó ikki størri enn hjá fólkaskúlanum.

Undirvísingarætlanin skal sendast Mentamálastýrinum hvørt ár til góðkenningar. Hon skal metast sum ein heild, soleiðis at øll skúlagongdin frá 1. – 9. ( ella 7.) skúlaár skal havast við í grundarlagnum fyri góðkenningini. Landsstýrismaðurin kann til eina og hvørja tíð krevja innlit í fíggjarliga raksturin.

Til § 8
Talið á skúladøgum verður ikki avmarkað til sama tal sum í fólkaskúlanum. Um stýrið heldur, at næmingar hava tørv á fleiri skúladøgum, so er eingin lógarásett forðing fyri tí.

Til § 9
Greinin tryggjar, at hvørki bústaður, átrúnaðarligt tilknýti ella aðrar óviðkomandi avmarkingar ella krøv kunnu setast í samband við innskrivingina. Tær fyrisitingarligu reglurnar um javnrættindi eru galdandi við innskrivingina. Hóast børn hava sama rætt at verða innskrivað í ein frískúla, kann stýrið fyri frískúlan áseta almennar reglur fyri innskrivingini.

Kommunustýrið í tí kommununi, har barnið býr sambært fólkayvirlitinum, hevur smbrt. fólkaskúlalógini eftirlit við, at barnið fær undirvísing. Tí skal frískúlin áðrenn 1. september boða kommunum frá, hvørji børn eru innskrivað í skúlan.

Til § 10
Meðan fólkaskúlin er skúlin, sum hevur skyldu at taka móti øllum næmingum, so hevur ein frískúli undir heilt serligum umstøðum rætt at nokta einum næmingi at halda fram. Til tess at fyribyrgja, at næmingar við serligum trupulleikum flyta ov nógv millum skúlarnar, er ásett, at frískúlin hevur skyldu at hava næmingin skúlaárið út. Stk. 2 tryggjar, at næmingar ganga eitt ár á hvørjum floksstigi.

Til § 11
Sernámsdepilin hevur skyldu at veita frískulum, lærarum, næmingum og foreldrum somu tænastu sum í fólkaskúlanum. Tað vil siga, at ráðgevingin, undirvísingin og aðrar tænastur eru ókeypis. Tímar til serligan tørv hjá næmingum frískúlans verða veittir eftir somu reglum sum í fólkaskúlanum. Frískúlin hevur sjálvur ábyrgdina av miðfirraðu serundirvísingartímunum.

Til § 12
Stýrið hevur 5 limir. Foreldrini velja 2 limir, og ein møguligur áhugabólkur velur somuleiðis 2 limir, meðan tey, sum starvast í skúlanum, velja tann 5. limin. Áhugabólkurin kan vera eitt foreldrafelag, ein felagsskapur, ein samkoma ella eitt virki. Um eingin áhugabólkur er, velja foreldrini 4 umboð í stýrið. Manningin av stýrinum samsvarar væl við manningina av skúlastýrunum í fólkaskúlanum. Foreldrini hava sostatt bæði ábyrgdina og rættin til at taka avgerðir. Leiðari skúlans hevur sum skrivari stýrisins eisini ávirkan á arbeiðið í stýrinum. Hann ger dagsskránna og skipar fyri, at avgerðir, tiknar av stýrinum, verða útintar í verki.

Til § 13.
Stýrið er ovasta leiðsla og hevur ábyrgdina av, at virksemi skúlans verður framt sambært viðtøkunum. Landsstýrismaðurin hevur yvirumsjón við frískúlunum, og tí skal stýrið boða honum frá, hvørjir limirnir í stýrinum eru.

Til § 14.
Stýrið fyri skúlan hevur ábyrgdina av námsfrøðiliga og fíggjarliga virkseminum í skúlanum mótvegis landsstýrismanninum. Stýrisins evsta ábyrgd er staðfest her. Fyri stýrislimir galda vanligar reglur um endurgjaldsábyrgd; teir kunnu tó bert í undantaksføri ábyrgjast persónliga fyri skúlans skuldbinding.

Um landsstýrismaðurin metir, at virksemi skúlans ikki er í lagi, og stýrið ikki fylgir boðum hansara, kann hann tilnevna ein persón at røkja allar ella partar av uppgávunum. Hesar heimildir eiga bert at verða nýttar í serstøkum føri og bert í tíðaravmarkað skeið.

Til § 15.
Tað er stýrið fyri skúlan, sum setur skúlaleiðaran. Eftir tilmæli frá leiðaranum setur tað eisini lærarar og onnur starvsfólk. Skúlaleiðarin kann seta fólk í fyribilsstørv. Skúlaleiðarin eigur at gera tilmæli til stýrið, tá talan er um uppsøgnir uttan umsókn.

Høvðstreytin fyri at verða settur í starv í frískúlanum er lokin læraraútbúgving. Men havandi í huga, at talan er um ein frískúla, og at tað eru fleiri sløg av læraraútbúgvingum og fleiri námsfrøðiligar áskoðanir, skal stýrið hava heimild at seta lærarar í starv, sum hava aðra námsfrøðiliga útbúgving enn góðkenda læraraútbúgving, og í serligum førum eisini at seta fólk uttan námsfrøðiliga útbúgving í starv.

Til § 16
Tað er skúlaleiðarin, ið undir ábyrgd stýrisins hevur dagligu leiðsluna av virkseminum. Hann sær til, at undirvísingin er í samsvari við góðkendu undirvísingarætlanina.

Tað er skúlaleiðarin, ið fremur meginreglur og avgerðir skúlastýrisins í verki.

Skúlaleiðarin hevur ábyrgdina mótvegis skúlastýrinum av, at tær avgerðir, ið verða tiknar viðvíkjandi virksemi skúlans, eru lógligar og innan fyri teir karmar, sum stýrið fyri skúlan hevur sett.

Til § 17
Starvsfólk skúlans hava rætt til løn sambært sáttmála hjá yrkisfelag teirra. Tey kunnu tó gera avtalu við arbeiðsgevaran um lægri løn. Tað verður bert veittur landskassastuðul til útgoldnu lønina, tó ikki meir enn sáttmálin millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag ásetur. Leys størv eiga at verða lýst alment. Setanarskriv skulu nýtast.

Til § 18
Landsstýrisins partur av læraralønunum er 85%. Grundarlagið er, hvussu nógv hvør næmingur kostar í fólkaskúlanum. Verður játtanin til hvønn næming í fólkaskúlanum hækkað við ávísum prosentparti, hækkar játtanin til privatskúlarnar eisini við sama prosentparti.

Kommunali stuðulin til rakstrarútreiðslur er ætlaður til undirvísingartilfar, innbúgv, hita, el, reingerð og vanligt viðlíkahald. Kommunali stuðulin skal útroknast við grundarlagi í vanliga rakstrinum. Byggi- og umbyggingarútreiðslur til skúlar, ítróttarhallir og svimjihallir eru ikki ein partur av útrokningargrundarlagnum hjá kommunum. Hvør einstakur frískúli avger sjálvur, hvussu hann nýtir rakstrarstuðulin.

Stýrið avger, hvussu foreldragjaldið verður ásett, t.d. um tað er eitt fast gjald fyri hvønn næming, ella um tað verður ásett eftir inntøku foreldranna. Stýrið avger eisini, í hvønn mun systkin skulu gjalda minni. Somuleiðis kann stýrið játta einstøkum næmingum frípláss.

Tað almenna, íroknað kommunurnar, letur ein stóran part av fíggingini til frískúlavirksemið. Tað er tí av almennum áhuga at tryggja sær, at stuðulin verður nýttur til endamálið. Stk. 9 skal tryggja, at eitt møguligt yvirskot verður nýtt til íløgur ella rakstur, og ikki flutt til annað virksemi.

Til. § 19
Ymiskar ásetingar, sum tryggja landsstýrismanninum rættin til at minka ella krevja aftur stuðul, tá grundarlagið fyri útgjalding ikki er til staðar.

Til § 20.
Viðvíkjandi roknskaparviðurskiftum skulu sjálvsognarstovnar fylgja reglunum um almenna roknskaparhaldið. Grannskoðaradeild landskassans kann biðja um upplýsingar í sambandi við fíggjarløgtingslógina.

Til § 21.
Landsstýrismaðurin er kærumyndugleiki. Av tí, at almenni parturin av fíggingini er so stórur, kemur virksemið undir reglurnar um innlit eftir fyrisitingarlógini og lógini um alment innlit.

Viðv. § 22.

Lógin kemur í gildi 1. august 2003, soleiðis at verandi skúli, kommunurnar og almenna fyrisitingin hevur tillagingartíð til 1. august 2003 til at umskipa viðurskiftini.

Reglurnar um privatskúlar í løgtingslóg um skúlafyrisiting verða samstundis strikaðar.

1. viðgerð 8. mars 2002. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t  

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. mars 2002, og eftir 1. viðgerð tann 8. mars 2002 er málið beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 9. og 11. mars 2002.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum, men heldur, at rætt er at seta inn í lógina grein, sum lýsir, at eisini frískúlar skulu byggja á okkara mentan og felags virðisgrundarlag. Nevndin heldur eisini, at rættarkrav er um, at viðurskiftini hjá teimum brekaðu eru í lagi.

Samsvarandi hesum verður sett fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Sum nýtt pkt. 3 í § 4, stk. 2 verður sett: "3. skipaður soleiðis, at hann uppfyllir § 2, stk. 3 í fólkaskúlalógini."
  2. Í § 4, stk. 3 ganga út orðini "so vítt gjørligt".

Jenis av Rana tekur fyrivarni um, at hann áðrenn orðaskiftið við 2. viðgerð fer at seta broytingaruppskot fram viðvíkjandi foreldragjaldinum.

2. viðgerð 13. mars 2002. Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til § 4 samtykt 20-4-3. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. mars 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, samtykt 28-3-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 46 frá 26.03.2002