Fyribyrgjandi heilsuskipanir

 

105  Uppskot til  løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

Ár 2002, 4. mars, legði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung

Henda lóg er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 2-3 og 5 í "Lov nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne".

Kapittul 1
Endamál

§ 1. Barnaheilsustovnurin skal tryggja børnum og ungum best møguligar fyritreytir fyri einum heilsugóðum uppvøkstri og vaksnamannalívi við at geva tilboð um fyribyrgjandi heilsuskipanir.

Kapittul 2
Fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna

§ 2. Børn og ung skulu fáa tilboð um níggju fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna.
Stk. 2. Børn undir undirvísingarskyldugan aldur skulu fáa tilboð um sjey heilsukanningar, og av hesum skulu tríggjar kanningar fara fram í fyrsta ári barnsins.
Stk. 3. Børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri skulu fáa tilboð um tvær heilsukanningar. Tann fyrra kanningin skal bjóðast í fyrsta skúlaári barnsins. Tann seinna kanningin skal bjóðast barninum stutt fyri, ásetta undirvísingarskyldan endar.

§ 3. Heilsukanningarnar sambært § 2, stk. 3 skulu fara fram hjá einum kommunulækna, ið hevur tikið eitt skeið í skúlamedisini, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum loyva, at ein kommunulækni, ið ikki hevur tikið tað í stk. 1 nevnda skeið, ger heilsukanningarnar.

§ 4. Læknin skal, í sambandi við heilsukanningarnar sambært § 2, royna at fáa til vega samtykki frá viðkomandi, sum hevur foreldramyndugleikan yvir barninum, og frá ungum, sum eru vorðin 15 ár, til, at læknin letur upplýsingar um heilsustøðuna víðari til heilsusystrina og Barnaheilsustovnin.

§ 5. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri heilsukanningunum sambært § 2. 

Kapittul 3
Fyribyrgjandi heilsukanningar og vegleiðing um heilsu hjá heilsusystir

§ 6. Børn undir undirvísingarskyldugan aldur, sum ikki eru farin í forskúla, skulu fáa tilboð um fyribyrgjandi heilsukanningar hjá heilsusystir. Heilsusystirin skal harumframt bjóða vegleiðing um heilsu, menning og trivna hjá barninum.
Stk. 2. Í fyrsta ári barnsins fer virksemið hjá heilsusystrini, sambært stk. 1, vanliga fram í heiminum.

§ 7. Børn, sum eru farin í forskúla, og børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri skulu fáa tilboð um fyribyrgjandi heilsukanningar hjá heilsusystir. Heilsusystirin skal við regluligum sambandi við børnini eygleiða einstaklinga og almennar trupulleikar við heilsustøðuni. Heilsusystirin skal harafturat bjóða vegleiðing um heilsu, menning og trivna.
Stk. 2. Virksemið hjá heilsusystrini, sambært stk. 1, fer vanliga fram á skúlunum.

§ 8. Heilsusystirin kann eftir áheitan bjóða vegleiðing um heilsu, menning og trivna til

  1. persónar, sum hava tørv á øktum stuðli viðvíkjandi børnum og ungum sambært §§ 6 og 7,
  2. aðrar persónar við serligum tørvi, og
  3. dagrøktarar, starvsfólk í barnagørðum og líknandi.

§ 9. Uppgávurnar, sambært §§ 6, 7 og 8, skulu gerast av heilsusystrum, ið hava eina útbúgving, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum í samráð við Landslæknan loyva sjúkrasystrum, ið ikki hava útbúgving sum heilsusystir, at útinna uppgávurnar, sambært §§ 6, 7 og 8.

§ 10. Heilsusystirin skal royna at fáa til vega samtykki frá viðkomandi, sum hevur foreldramyndugleikan yvir barninum, og frá ungum, sum eru vorðin 15 ár, til, at heilsusystirin letur heilsuupplýsingar víðari til lækna og Barnaheilsustovnin.

§ 11. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri teimum fyribyrgjandi heilsukanningunum og heilsuvegleiðingunum sambært §§ 6, 7 og 8.

Kapittul 4
Barnaheilsustovnurin

§ 12. Landsstýrismaðurin setir á stovn ein Barnaheilsustovn.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin setir í starv ein barnaheilsulækna, sum hevur ábyrgdina av Barnaheilsustovninum.
Stk. 3. Barnaheilsulæknin setir í starv eina heilsusystir og onnur starvsfólk, sum skulu verða við til at loysa uppgávurnar hjá Barnaheilsustovninum.
Stk. 4. Barnaheilsulæknin setir í starv heilsusystrar til at røkja uppgávurnar sambært §§ 6, 7 og 8.

§ 13. Barnaheilsustovnurin kann innkalla onnur við serkunnleika í samband við at loysa uppgávur stovnsins.

§ 14. Barnaheilsustovnurin skal

  1. tryggja, at øll børn og ung fáa tilboðini um heilsukanningar og heilsuvegleiðing sambært §§ 2, 6 og 7,
  2. vegleiða kommunulæknum í sambandi við heilsukanningarnar sambært § 2,
  3. vegleiða heilsusystrum í sambandi við heilsukanningarnar og heilsuvegleiðingunum sambært §§ 6, 7 og 8,
  4. vegleiða myndugleikum og viðgerðarstovnum um tiltøk fyri børn, sum hava serligan tørv orsakað av likamligum, sálarligum ella sosialum viðurskiftum, og
  5. tryggja eina samskipan millum tað fyribyrgjandi og viðgerandi heilsuarbeiðið.

§ 15. Landstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri uppgávunum hjá Barnaheilsustovninum. 

Kapittul 5
Fígging og eftirlit

§ 16. Tænastur sambært hesi lóg eru ókeypis.

§ 17. Landið ber allar útreiðslur sambært hesi lóg.
Stk. 2. Kommunurnar bera útreiðslurnar til viðtaluhølir hjá kommunulæknum og heilsusystrum sambært aðrari lóggávu.

§ 18. Virksemið hjá læknum og heilsusystrum er sambært hesi lóg undir eftirliti landslæknans.

§ 19. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um fráboðanarskyldu viðvíkjandi uppgávunum sambært hesi lóg.

Kapittul 6
Gildiskoma

§ 20. Henda lóg kemur í gildi tann 1. januar 2003 tó soleiðis, at § 12 fær gildi tann 1. oktober 2002.
Stk. 2. Samstundis, sum lógin kemur í gildi sambært stk. 1, fara úr gildi

  1. lov nr. 236 af 30. april 1946 om lægeundersøgelse af børn,
  2. kongelig anordning nr. 16 af 16. januar 1981 om ikrafttræden på Færøerne om skolelægeordning, som senest ændret ved kongelig anordning nr. 845 af 18. december 1987, og
  3. løgtingslóg nr. 87 frá 6. juni 1997 um heilsusystratænastuna, sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 17. mai 2000.

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Vanligar viðmerkingar

1. Inngangur
Endamálið við lógaruppskotinum er at betra tær fyribyrgjandi heilsuskipanirnar fyri øll børn og ung í Føroyum. Heilsuskipanirnar skulu vera tíðarhóskandi og tryggja, at børn og ung fáa ein heilsugóðan uppvøkstur við góðum kørmum við høgari lívsgóðsku.

Sambært uppskotinum skulu børn og ung, til undirvísingarskyldan endar, hava tilboð um fyribyrgjandi heilsukanningar hjá lækna og heilsusystir. Heilsusystirin skal harafturat veita vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Heilsusystirin skal somuleiðis eygleiða einstaklinga og almennar heilsutrupulleikar á skúlunum.

Tað er uppgávan hjá landinum at leggja til rættis og geva tænasturnar sambært teimum fyribyrgjandi heilsuskipanunum. Landið hevur sostatt ta evstu ábyrgdina av, at børn og ung fáa tilboðini um tær heilsuveitingar, sum eru fevndar av uppskotinum. Skotið verður upp, at uppgávurnar skulu røkjast av einum stovni, sum verður settur á stovn "Barnaheilsustovnurin".

Tað heilsufakliga støðið skal m.a. tryggjast við at seta ein barnaheilsulækna í starv, sum fær evstu ábyrgdina av Barnaheilsustovninum. Tann nýggi stovnurin skal styrkja tey einstaklinga vendu tiltøkini við atliti til at hjálpa teimum børnum og ungu, sum eru veikast fyri. Harafturat skal Barnaheilsustovnurin verða við til at styrkja tey almennu heilsufremjandi tiltøkini. Ætlanin við hesum er at tryggja eina framhaldandi menning og eina høga góðsku á teimum fyribyrgjandi heilsuskipanunum.

2. Orsøkin til lógaruppskotið
Á fleiri skúlum hevur eingin skúlalækni verið í starvi í longri tíð. Tað hevur við sær, at nógvir skúlanæmingar ikki fáa fyribyrgjandi heilsukanningar hjá skúlalækna. Kanningarnar eru ein týðandi partur av teimum fyribyrgjandi heilsutiltøkunum hjá børnum og ungum.

Grundleggjandi skal uppskotið tryggja, at øll børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri verða kannað hjá lækna, og at góðskan á teimum fyribyrgjandi heilsutiltøkunum fyri børn og ung støðugt verður ment.

Samstundis er tað hildið gagnligt at endurskoða samlaða lógargrundarlagið á økinum. Sambært uppskotinum verður ein røð av fyribyrgjandi heilsuskipanum fyri børn og ung samlað í eini høvuðslóg. Uppskotið hevur við sær eina samanskriving, nútímansgerð og harmonisering av galdandi rætti.

3. Galdandi rættur
Tær fyribyrgjandi heilsuskipanirnar, sum lógaruppskotið fevnir um, verða í dag reguleraðar av fylgjandi trimum lógum:

  1. lov nr. 236 af 30. april 1946 om lægeundersøgelser af børn,
  2. løgtingslóg nr. 87 frá 6. juni 1997 um heilsusjúkrasystratænastuna, sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 17. mai 2000, og
  3. kongelig anordning nr. 16 af 16. januar 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om skolelægeordning, som senest ændret ved kongelig anordning nr. 845 af 18. desember 1987.
    Harafturat eru reglur um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung í:
  4. kongelig anordning nr. 17 af 16. januar 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om tilbud om gratis vaccinationer mod visse sygdomme, som ændret ved kongelig anordning nr. 845 af 18. desember 1987, og
  5. løgtingslóg nr. 23 frá 6. mars 1998 um barna- og ungdómstannrøkt.

Tær báðar seinast nevndu lógirnar verða ikki ávirkaðar av uppskotinum. Tó hava lógirnar givið

íblástur til nakrar av teimum broytingunum, ið mælt verður til. Somuleiðis hevur verið roynt at harmonisera tað samlaða lógargrundarlagið viðvíkjandi teimum fyribyrgjandi heilsuskipanunum fyri børn og ung, har tað hevur verið hildið gagnligt. 

Til a.
"Lov nr. 236 af 30. april 1946 om lægeundersøgelse af børn" staðfestir, at børn undir undirvísingarskyldugan aldur hava rætt til at fáa upp til níggju fyribyrgjandi heilsukanningar hjá lækna.

Sambært "bekendtgørelse om lægeundersøgelse af børn på Færøerne", kunnu børn undir undirvísingarskyldugan aldur fáa átta fyribyrgjandi heilsukanningar hjá lækna. Kunngerðin ásetir somuleiðis, nær hesar kanningar so vítt gjørligt skulu fara fram.

Tað er ikki beinleiðis samsvar millum innihaldið í kunngerðini og lógini. Kunngerðin nevnir átta heilsukanningar og lógin nevnir níggju kanningar. Orsøkin til hetta er helst, at ein skúlalæknaskipan er sett í verk, sum hevur við sær eina funktiónskanning hjá lækna. Ein kanning er tískil flutt frá børnunum undir undirvísingarskyldugum aldri til børnini í skúlaaldri, uttan tað hevur verið hildið neyðugt at broytt lógina um læknakanning av børnum.

Hvørki í lóg ella kunngerð er ásett ein almenn skylda til at bera víðari tilboð um fyribyrgjandi heilsukanningar.

Lógargrundarlagið endurspeglar ta meginreglu, at børn eiga at fáa nakrar fyribyrgjandi heilsukanningar ávísar tíðir í uppvøkstrinum. Tó verður latið til viðkomandi, ið hevur foreldramyndugleikan, at halda seg kunnugan við tíðirnar, ið settar eru í kunngerðini.

Hetta hevur við sær, at ein røð av børnum einans verða kannað, um viðkomandi, ið hevur foreldramyndugleikan, sjálvur setir seg í samband við læknan og avtalar eina tíð til eina kanning. Onnur børn verða kallað inn til heilsukanningar. Í seinna førinum veitir læknin eina tænastu, sum fer út um skyldur læknans sambært lógini.

Kommunulæknarnir kunnu ikki regluliga innkalla øll børn til kanningar. Føðideildirnar á sjúkrahúsunum boða kommunulæknunum frá, tá børn verða fødd, men teir hava ikki atgongd til upplýsingar um børn, ið flyta til kommununa. Hetta kemst av, at børn ikki eru sjálvstøðugir limir í sjúkrakøssunum, "sb. lovbekendtgørelse nr. 514 af 21. juli 1989 om den offentlige sygeforsikring", við seinni broytingum.

Hesi viðurskifti hava við sær, at vandi er fyri, at summi børn ikki fáa allar tær fyribyrgjandi kanningarnar. Somuleiðis er tað vandi fyri, at kanningarnar verða gjørdar tilvildarligar í tíð.

Til b.
Løgtingslóg nr. 87 frá 6. juni 1997 um heilsusjúkrasystratænastuna regulerar arbeiðið hjá heilsusystrunum í mun til børn, ið ikki ganga í forskúla ella skúla. Sambært lógini kunnu heilsusystrarnar tó eisini veita vegleiðing og stuðul til aðrar persónar.

Tað meira nágreiniliga innihaldið í arbeiðinum hjá heilsusystrunum er ásett í kunngerð nr. 105 frá 11. juni 1997. Arbeiðið er sermerkt við at vera bæði einstaklinga- og heildarvent.

Einstaklingavendin sæst við, at arbeiðið hjá heilsusystrunum tekur støði í tí einstaka barninum. Heildarvendin sæst við, at heilsusystrarnar skulu virka fyri at samstarva við onnur, ið hava læknaligan, sosialan og námsligan sakkunnleika, um arbeiðið við børnunum vísir tørv á tí.

Heildarvendin hevur sum fyritreyt eina samskipan millum umboðandi partarnar, um so er, at skjót og munadygg avrik skulu røkkast. Í dag hevur eingin myndugleiki ábyrgdina av tí ítøkiligu samskipanini viðvíkjandi tiltøkum fyri børnum við serligum trupulleikum. Í fleiri førum nýta heilsusystrarnar barnalæknarnar á Landssjúkrahúsinum sum fakligar ráðgevar. Hetta er óhent, tí Landssjúkrahúsið fæst vanliga ikki við uppgávur, sum skulu røkjast á tí primera heilsuøkinum.

Til c.
Reglur um læknakanningar av børnum frá tí, tey byrja í skúlanum til níggjunda flokk, eru ásettar í "kongelig anordning nr. 16 af 16. januar 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om skolelægeordning".

Sambært hesi kongligu fyriskipan skulu á øllum skúlum fara fram fyribyrgjandi heilsukanningar av øllum børnum í forskúla og av børnum í fyrsta til níggjunda flokki. Harafturat skal eftirlit haldast við heilsustøðuni á skúlunum.

Tað meira nágreiniliga innihaldið í skúlalæknaskipanini er ásett í "bekendtgørelse nr. 240 af 30. april 1986 om skolelægeordning på Færøerne", sum broytt við kunngerð nr. 120 frá 19. juni 1997.

Sambært kunngerðini skal skúlalæknin gera eina funktiónskanning av tí einstaka barninum. Kanningin skal verða í fyrsta skúlaári barnsins. Harumframt skal skúlalæknin einans kanna børn við serligum tørvi. Skúlaheilsusystirin skal við funktiónskanningum og við regluligum sambandi við børnini eygleiða einstaklinga og almennar heilsutrupulleikar.

Galdandi skúlalæknaskipan inniheldur tó ikki tær bestu fyritreytir fyri einum virknum heilsutiltaki.

Fyri tað fyrsta kann skúlalæknin ikki seta eitt barn í viðgerð. Sambært galdandi reglum skal skúlalæknin vísa til ein kommunulækna, um barnið hevur tørv á viðgerð. Hetta hevur við sær, at barnið skal kannast tvær ferðir, áðrenn viðgerð kann setast í verk. Afturat hesum kemur, at hetta hevur óneyðugar útreiðslur við sær fyri landið. Í øðrum lagi hevur lógargrundarlagið ta avleiðing, at skúlalæknin ikki altíð kennir barnið og sosialu og heilsuligu viðurskiftir tess. Vanliga er tað ein annar lækni, ið hevur kannað barnið, áðrenn tað fer í skúla. Hervið verður reglusemið í kanningunum brotið.

Størsti trupulleikin er tó, sum tað eisini verður víst á undir pkt. 2, at tað ikki eru settir skúlalæknar á øllum skúlum í Føroyum. Tað hevur ta negativu avleiðing, at skúlabørnini ikki fáa funktiónskanningar hjá skúlalækna. Aðrastaðni ger skúlalæknin tvær funktiónskanningar, og er hetta eisini sambært galdandi lóggávu í Danmark. Hetta hevur við sær, at standardurin innan tað fyribyrgjandi heilsuarbeiðið er ójavnur ymsa staðni í Føroyum.

Harafturat er tað ikki samsvar millum orðaljóðið og harvið týdningin, ið verður lagdur í heilsukanningarnar sambært teimum ymsu reglugerðunum. Lógin um læknakanning av børnum nýtir orðaljóðið "adgang til at få foretaget", meðan kongliga fyriskipanin um skúlalæknaskipanina nýtir orðaljóðið "skal der ved skolelæge foretages".

4. Innihadið í lógaruppskotinum
Sambært lov nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne (rammulógin) er ásett, at landsstýrið kann áseta reglur um uppgávur, veitingar og fyrisiting hjá heilsuverkinum. Í § 1, stk. 2 verður greitt gjølligari frá, hvørjar uppgávur og veitingar heilsuverkið fevnir um. Ásetingin nevnir m.a. kommunulæknaskipanina, sb. § 1, stk. 2, nr. 2, heilsurøktarskipanina, sb. § 1, stk. 2, nr. 3 og skúlalæknaskipanina, sb. § 1, stk. 2, nr. 5.

Uppskotið er ásett við heimild í § 1, stk. 2, nr. 2-3 og 5 í rammulógini.

Uppskotið inniheldur eina samanskriving, nútímansgerð og harmonisering av galdandi lóggávu viðvíkjandi heilsuarbeiðinum fyri børn og ung. Hetta hevur m.a. við sær, at tann integreraða skúlalæknaskipanin fellur burtur. Í uppskotinum verða heilsutiltøkini fyri børn og ung tó raðfest fremri, og verður hetta gjørt við samstundis at gera fylgjandi størri broytingar á økinum:

4.1. Tær fyribyrgjandi heilsuskipanirnar
Tað stendst av uppskotinum, at øll børn og ung "skulu fáa tilboð um" níggju fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna. Hetta er ein harmonisering av orðaljóðinum "har adgang til at få foretaget" sambært lóg um læknakanning av børnum, og orðaljóðinum "skal der ved skolelæge foretages" sambært kongligari fyriskipan um skúlalæknaskipan.

Í "kongelig anordning nr. 17 af 16. januar 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om tilbud om gratis vaccinationer mod visse sygdomme" verður orðaljóðið "tilbud om gratis vaccination" nýtt. Nýggja orðaljóðið "skulu fáa tilboð um" hevur við sær, at málnýtslan í teimum ymsu reglusettunum verður lagað eftir hvørjum øðrum. Við hesum verður evnað meiri samband millum uppskotið og aðra lóggávu á heilsuøkinum.

Uppskotið hevur ta avleiðing, at tað ikki longur fara at verða skúlalæknar. Fyri at tryggja góðskuna á heilsuskipanunum fyri børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri verður tað heilsuliga tiltakið í skúlunum styrkt við eini røð av nýggjum tiltøkum.

Fyri tað fyrsta skulu allar tær fyribyrgjandi heilsukanningarnar í høvðusheitum fara fram hjá sama lækna. Kanningarnar fara bert fram hjá øðrum lækna, um barnið flytur til eina aðra kommunu, ella nýggjur lækni verður settur í starv í læknadøminum. Ein positiv avleiðing av hesum er, at kommunulæknin, sum kannar barnið í samband við skúlabyrjan, longu kennir sosialu og heilsuligu viðurskiftini hjá barninum frá undanfarnum kanningum. Soleiðis fæst eitt størri framhaldni í tí læknaliga eftirlitinum við barninum, enn møguligt er sambært galdandi lóggávu.

Fyri tað næsta kann læknin, sum kannar barnið í skúlaaldri, beinanvegin seta eina viðgerð í verk. Hervið fæst møguleiki fyri at seta neyðugu viðgerðina í verk skjótari, og hevur hetta serliga týdning, tá talan er um tey veikastu børnini. Sambært galdandi lóggávu skal skúlalæknin vísa til kommunulæknan, um barnið skal setast í viðgerð.

Fyri tað triðja skulu tey ungu hava tilboð um eina kanning hjá kommunulækna við skúlalok, í samband við, at skúlagongd teirra endar. Endamálið við kanningini er m.a. at fyrireika tey ungu upp á heilsutrupulleikar á arbeiðsmarknaðinum og gera tey meira varug við, hvønn týdning arbeiðsumhvørvið hevur fyri trivna og vælferð hjá hvørjum einstøkum.

Fyri at tryggja eina framhaldandi høga góðsku á teimum fyribyrgjandi læknakanningunum, sum børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri skulu hava tilboð um, er ætlanin at allir kommunulæknar skulu fara á eitt skeið í skúlamedisini (skúlaheilsufrøði).

Fyri tað fjórða fær heilsusystirin, sum við regluligum sambandi við børnini skal eygleiða heilsutrupulleikar á skúlunum, møguleika fyri at leita sær ráð hjá starvsfólki, herundir einum lækna, í tí nýstovnaða stovninum "Barnaheilsustovnurin". Víst verður til tær vanligu viðmerkingarnar undir punkt 4.2.

Nærri reglur fara at verða ásettar um, nær tær fyribyrgjandi heilsukanningarnar skulu gerast, sæð úr einum tíðarbundnum sjónarhorni. Somuleiðis fara reglur um innihaldið í kanningunum at verða ásettar.

Umframt heilsukanningar hjá kommunulækna inniheldur uppskotið ásetingar um tær heilsuveitingar, sum øll børn og ung skulu hava tilboð um hjá heilsusystir.

Sambært uppskotinum halda ásetingarnar stórt sæð fram, um veitingar frá heilsusystir til børn undir undirvísingarskyldugan aldur frá løgtingslóg um heilsusjúkrasystratænustuna.

Málnýtslan er tó nútímansgjørd, og ásetingarnar nevna týðiliga tey heilsutilboð, sum børnini hava krav upp á at fáa. Galdandi rættur tekur útgangsstøði í heilsusystrum sum fakbólkur og ikki teimum, sum móttaka tilboðini eftir lógini.

Mælt verður til, at heilsukanningar og vegleiðing um heilsu hjá heilsusystrini vanliga fer fram í heiminum í fyrsta ári barnsins. Hetta er sambærligt við tær leiðreglur, sum heilsusystrar arbeiða eftir í dag.

Ólíkt teimum fyribyrgjandi heilsukanningunum hjá kommunulækna eru ongar ásetingar um, hvussu ofta børn undir undirvísingarskyldugan aldur skulu hava tilboð um fyribyrgjandi heilsukanningar hjá heilsusystir, og hvussu ofta foreldrini skulu fáa vegleiðing frá heilsusystir. Heilsusystrarnar skulu út frá einum fakligum sjónarmiði meta um, hvussu ofta familjan skal hava vitjan, og kann hetta gerast í samráð við kommunulækna ella Barnaheilsustovnin. Í øllum førum skal tann einstaklinga vendi tørvurin hjá familjuni vera ein partur av hesi meting.

Fyri í enn størri mun at styrkja ta tørvstengdu vegleiðingina verður tað við tí nýggju ásetingini lagdur dentur á, at persónar, t.d. foreldur, fosturforeldur og ættleiðingarforeldur, sum hava tørv á øktum stuðli og vegleiðing viðvíkjandi børnum teirra, kunnu venda sær til heilsusystrina. Hetta hevur fyrst og fremst við sær, at hesir persónar fáa møguleika fyri sjálvi av sínum eintingum at søkja sær vegleiðing og stuðul, um so er, at ein óvæntaður tørvur skuldi verið á hesum.

Galdandi ásetingar um veitingar hjá skúlaheilsusystrum, sambært kongligari fyriskipan um skúlalæknaskipan, halda stórt sæð fram.

Sambært uppskotinum skulu heilsusystrarnar framvegis gera heilsukanningar og veita vegleiðing um heilsu á skúlunum. Harafturat skulu heilsusystrarnar við regluligum sambandi við hvørt einstakt barn eygleiða einstaklinga og almennar heilsuligar trupulleikar, herundir likamligar, sálarligar ella sosialar trupulleikar. Vegleiðingin hjá heilsusystrini í mun til skúlabørnini fevnir eisini um vegleiðing til foreldrini og starvsfólk á skúlunum.

Skotið verður upp, at heilsusystrarnar fáa møguleika fyri at leita sær vegleiðing frá einum barnaheilsustovni í samband við dagliga arbeiði teirra á skúlunum. Í teimum førum, tá arbeiðið hjá heilsusystrini á skúlunum vísir, at tørvur er á eini váttan um skúlaheilsufrøðilig viðurskifti, skal tann nýsetti barnaheilsulæknin orða eina slíka. Víst verður til tær vanligu viðmerkingarnar undir punkt 4.2.

Sum nakað nýtt verður mælt til, at dagrøktarar og starvsfólk á dagstovnum o.ø. kunnu biðja heilsusystrina um vegleiðing.

Tað einstaka barnið í dagrøktini ella á dagstovninum er fevnt av teimum vanligu tilboðunum um heilsuveitingar hjá heilsusystir. Sambært uppskotinum fær heilsusystirin møguleika fyri at vegleiða dagstovnum um tey viðurskifti, sum snúgva seg um trivnað og heilsu hjá børnunum, tá tey eru í sosialum høpi.

Hesi seinastu árini eru komin nógv ansingartilboð, og nógv børn eru á stovnum ein stóran part av tíðini. Fyri eitt vaksandi tal av børnum er tað tí ikki longur í fólkaskúlanum, tey fáa sínar fyrstu royndir við javngomlum. Tí er tørvurin vaksandi fyri, at fakligi førleikin hjá heilsusystrunum verður hesum børnum at gagni. Longu nú veita heilsusystrar í nógvum førum ráðgevaratænastu til dagstovnar.

At heilsusystrarnar veita vegleiðing til starvsfólk á stovnum hevur ta gagnligu ávirkan, at tiltakið kann styrkjast tíðliga í mun til tey børn, ið hava trupulleikar í sosialum høpi. Harafturat kunnu stovnarnir fáa gleði av tí breiðu vitan, sum heilsusystrarnar hava um heilsu, menning og trivna hjá børnum.

Nærri reglur verða ásettar um heilsuveitingarnar hjá heilsusystrunum. Væntað verður, at tað heilsufakliga innihaldið í reglunum fer at taka støði í galdandi ásetingum.

4.2. Barnaheilsustovnurin
Mælt verður til, at landsstýrismaðurin sum nakað nýtt setur á stovn ein barnaheilsustovn og setir ein barnaheilsulækna í starv, sum skal hava ta yvirskipaðu ábyrgdina av rakstrinum hjá Barnaheilsustovninum. Barnaheilsulæknin fær sostatt ábyrgdina av teimum heilsufakligu, umsitingarligu, starvsfólka og fíggjarligu viðurskiftunum hjá Barnaheilsustovninum.

Barnaheilsulæknin eigur vegna tær læknafakligu uppgávurnar, sum eru knýttar at starvinum, at vera serlækni í pediatri, serlækni í almennum medisini ella serlækni í samfelagsmedisini. Barnaheilsulæknin skal taka eitt skeið í skúlamedisini. Tað er ikki eitt krav, at viðkomandi hevur tikið eitt slíkt skeið við starvsbyrjan. Skeiðið skal tó takast skjótast gjørligt.

Sambært § 12, stk. 3 í uppskotinum setir barnaheilsulæknin eina heilsusystur í starv, sum skal vera við til at loysa uppgávurnar hjá Barnaheilsustovninum viðvíkjandi ráðlegging og vegleiðing í mun til arbeiðið hjá heilsusystrunum sambært uppskotinum til kapittul 3. Ætlanin er, at tann fakligi leiðarin fyri heilsusystrunum, sum sambært skipanini í galdandi lóggávu er knýttur at Heimarøktini, verður fluttur til nýggja starvið í Barnaheilsustovninum.

Barnaheilsulæknin setir harumframt annað starvsfólk í starv. Ætlanin er m.a., at sett verður eitt starv sum skrivari. Skrivarin skal hjálpa til við at loysa tær umsitingarligu uppgávurnar hjá Barnaheilsustovninum.

Sambært § 12, stk. 4 í uppskotinum, setir barnaheilsulæknin heilsusystrar til at røkja tað fyribyrgjandi heilsuarbeiðið sambært kapittul 3. Ætlanin er, at allar heilsusystrarnar, sum sambært skipanini í galdandi lóggávu eru knýttar til Heimarøktina, verða settar í starv hjá Barnaheilsustovninum. Setanarviðurskiftini hjá heilsusystrunum verða sostatt førd víðari undir tí nýggja stovninum.

Barnaheilsustovnurin fær eina røð av uppgávum í samband við tær fyribyrgjandi heilsuskipanirnar fyri børn og ung.

Fyrst og fremmst skal Barnaheilsustovnurin tryggja, at øll børn og ung fáa heilsutilboðini hjá heilsusystir og kommunulækna.

Barnaheilsustovnurin hevur til uppgávu at leggja virksemið hjá heilsusystrum til rættis soleiðis, at øll børn og ung fáa tær veitingar, sum eru fevndar av uppskotinum. Heilsuveitingarnar halda stórt sæð fram sambært galdandi veitingum, og tískil verður ikki væntað, at hetta fer at hava teir stóru praktisku trupulleikarnar við sær.

Í uppskotinum til § 8 eru ásettar ásetingar um, at heilsusystrar kunnu veita vegleiðing til onnur enn børn, ung og familjur teirra. Tað er sostatt uppgávan hjá Barnaheilsustovninum at orða leiðreglur fyri teimum tilfeingisraðfestingunum, sum mugu gerast. Raðfestingin skal harafturat gerast soleiðis, at atlit verður tikið til, at veitingarnar sambært §§ 6 og 7 serliga skulu verða familjum við serligum tørvi at gagni. Tilfeingisraðfestingin verður grundarlagið fyri, innan hvørjar karmar ásetingarnar í uppskotinum til kapittul 3 í roynd og veru skulu fremjast.

Vegna tey serligu setanarviðurskiftini, sum gera seg galdandi hjá kommunulæknum, er tað ikki gjørligt hjá Barnaheilsustovninum at leggja til rættis tær fyribyrgjandi heilsukanningarnar hjá kommunulækna. Uppgávan hjá Barnaheilsustovninum í mun til tær fyribyrgjandi heilsukanningarnar hjá kommunulæknunum verður tískil fyrst og fremst at senda foreldrum áminning um, nær avtala skal gerast við kommunulæknan um heilsukanningar.

Fyritreytin fyri, at heilsukanningarnar hjá kommunulækna fara fram tær røttu tíðirnar, er, at Barnaheilsustovnurin fær møguleika fyri at fáa kunning um, nær børn eru fødd, hetta kann møguliga gerast við einum samstarvi við Landsfólkayvirlitið ella við sjúkrakassarnar. Eitt slíkt umbýti av kunning skal tó verða innan karmarnar á skrásetingarlóggávuni.

Ein annar møguleiki er, at heilsusystrarnar skulu minna foreldrini á kanningarnar hjá kommunulæknanum. Í einum heildar høpi er tað harafturat gjørligt at stuðla hesum arbeiði við at lýsa við tí í fjølmiðlunum. Henda loysnin er tó ikki ein góð loysn, skilt út frá tí heilsupolitiska endamálinum við uppskotinum.

Eitt av teimum meira grundleggjandi hugskotunum aftanfyri uppskotið er at skapa eitt lógargrundarlag fyri teimum fyribyrgjandi heilsuskipanunum, sum kann virka í einum samanspæli við lóggávuna á tí sosiala økinum, herundir barnaforsorgarlógini, so tiltøkini verða styrkt í mun til tey veikast stillaðu børnini.

Møguligt er at leggja innkrevjingina fyri gjald fyri tær fyribyrgjandi heilsukanningarnar soleiðis til rættis, at tað sæst, hvørjum barni tann einstaka kanningin viðvíkur. Við eini slíkari skipan fæst ein passiv vitan um, hvørji børn og ung, sum ávikavist fáa og ikki fáa heilsukanningar hjá lækna. Slík vitan kann t.d. verða relevant hjá Almannastovuni ella øðrum sosialum myndugleikum í samband við viðgerðina av einum barnaverndarmáli.

Um barnaverndirnar ella aðrir sosialir myndugleikar skulu hava møguleika fyri í ítøkiligum førum at fáa til vega upplýsingar um tað einstaka barnið og um so er undir hvørjum treytum má greiða fáast á millum teir relevantu myndugleikarnir, tað vil siga millum Almanna- og heilsumálastýrið, Almannastovuna, barnaverndirnar og Dátueftirlitið.

Tað er uppgávan hjá Barnaheilsustovninum at vegleiða kommunulæknum og heilsusystrum, sum gera tær fyribyrgjandi heilsukanningarnar hjá børnum og ungum. Væntað verður, at Barnaheilsustovnurin verður ein tilfeingisstovnur, sum verður til taks hjá heilsustarvsfólki í dagliga arbeiði teirra við børnum.

Á einum meira yvirskipaðum støði kann Barnaheilsustovnurin harafturat vegleiða kommunulæknum og heilsusystrum við at skipa fyri ráðstevnum, evnisdøgum og líknandi. Væntað verður, at Barnaheilsustovnurin við at leggja til rættis ráðstevnur o.s.fr. fær læknar á sjúkrahúsunum, ljósmøður, sálarfrøðingar, sosialráðgevar og onnur við, sum hava serligt innlit á økinum. Sum ein natúrligur partur av at fáa hesar heilsufakligu serfrøðingarnar við, kann Barnaheilsustovnurin eisini leita ráð hjá landslæknanum bæði í ítøkiligum og vanligum læknafakligum spurningum viðvíkjandi barnaheilsu.

Barnaheilsulæknin hevur ábyrgdina av at tryggja ein samanhang millum tað fyribyrgjandi heilsuarbeiðið fyri børn og ung hjá kommunulækna og øðrum heilsuligum myndugleikum. Barnaheilsulæknin hevur soleiðis til uppgávu at menna eitt heilsufakligt netverk kring Barnaheilsustovnin, hvørs endamál er at samskipa tey heilsuligu tiltøkini í tí primera heilsuøkinum við tiltøkum í heilsuverkinum og á viðgerðarstovnum. Endamálið er at tryggja heilsutilboð við eini høgari góðsku til børn og ung í Føroyum.

Endamálið er, at Barnaheilsustovnurin via hetta netverk skal vera við til at tryggja, at tær neyðugu viðgerðirnar kunnu fara í gongd skjótari. Ætlanin er at fáa eitt skjótari samskift millum teir ymsu myndugleikarnar. Hetta kann serliga fáa týdning í teimum førum, tá samlaða sjúkumyndin hjá einum barni hevur sum fyritreyt, at ein røð av ymsum viðgerðartilboðum verður tikin við og samskipað. Her kann Barnaheilsustovnurin vera við til at finna eina samlaða viðgerðarloysn, so vandið ikki verður fyri, at barnið verður kastibløka millum teir ymsu viðgerðarstovnarnar. Henda samskipanin verður hildin at hava serligan týdning í mun til arbeiðið við teimum veikast stillaðu børnum og ungum.

Barnaheilsustovnurin kann eisini, um tað er tørvur á tí, royna at fáa myndugleikar, sum ikki eru beinleiðis partar í teimum fyribyrgjandi heilsuskipanunum, við í ein dialog við tí fyri eyga at stovna og kortleggja týðandi málsframferðarhættir. T.d. kunnu skúlastjórarnir fáast við í eitt samstarv viðvíkjandi ungum, sum fáa loyvi til at fara úr skúlanum innan áttanda ella níggjunda flokk, við tí fyri eyga at bera víðari tilboðið um eina kanning við skúlalok.

Barnaheilsustovnurin fær eisini tað praktisku uppgávuna at orða standardváttanir, sum kommunulæknarnir og heilsusystrarnar kunnu nýta, tá tey royna at fáa til vega samtykki sambært §§ 4 og 10 í uppskotinum.

4.3 Samtykki
Ein fyritreyt fyri at fremja skjót og virkin heilsulig tiltøk í mun til børn er, at heilsustarvsfólk hevur atgongd til heilsuupplýsingar um barnið.

Læknar og heilsusystrar eru fevnd av reglunum um tagnarskyldu. Hetta hevur við sær, at tey einans kunnu lata upplýsingar víðari, um so er, at tey hava skyldu til at úttala seg av sjálvsøgdum almennum áhuga ella tørvi hjá sær sjálvum ella øðrum.

Reglurnar um tagnarskyldu hjá heilsusystrum eru ásettar í "kongelig anordning nr. 353 af 21. december 1959, hvorved lov om sygeplejersker sættes i kraft på Færøerne, som senest ændret ved kongelig anordning nr. 217 af 6. april 1988".

Reglurnar um tagnarskyldu hjá læknum eru ásettar í "kongelig anordning nr. 35 af 26. februar 1935 for Færøerne om udøvelse af lægegerning, som senest ændret ved kongelig anordning nr. 89 af 11. februar 1992".

Reglur um tagnarskyldu eru eisini ásettar í revsilógini og fyrisitingarlógini.

Fyri ikki at koma í stríð við reglurnar um tagnarskyldu, inniheldur uppskotið sum nakað nýtt ásetingar um, at læknar og heilsusystrar skulu royna at fáa til vega samtykki til at bera víðari heilsuupplýsingar. Heilsustarvsfólkið kann t.d. hava upplýsingar, sum eru av týdningi fyri vælferðina hjá barninum, sum tey ikki mugu lata víðari vegna tagnarskylduna.

Váttanin um samtykki skal fáast til vega frá viðkomandi, sum hevur foreldramyndugleikan, og frá ungum, ið eru vorðin 15 ár. Viðkomandi, ið hevur foreldramyndugleikan, og tann ungi skulu í hesum sambandi kunnast um, hvørjar upplýsingar talan snýr seg um at lata víðari, og hvat upplýsingarnir skulu brúkast til.

Kommunulæknin skal royna at fáa til vega samtykki til at lata heilsuupplýsingar víðari til heilsusystir og barnaheilsulæknan. Heilsusystirin skal royna at fáa til vega samtykki til at lata víðari upplýsingar um heilsu til kommunulækna, barnaheilsulækna og til stovnsstarvsfólkini í umhvørvinum hjá barninum.

Váttanir um samtykki kunnu til eina og hvørja tíð takast aftur. Eitt samtykki er ikki ein fyritreyt fyri at lata upplýsingar víðari, sum sambært aðari lóggávu skulu latast víðari.

Heldur ikki er neyðugt við samtykki í samband við eina vanliga ávísingarmannagongd, tá ein heilsusystir ávísir einum barni til kommunulækna til kanningar, ella tá ein kommunulækni ávísir einum barni til kanningar ella viðgerðar á einum sjúkrahúsi ella hjá serlækna.

Váttanirnar um samtykki skulu gera tað møguligt hjá heilsustarvsfólkum at umskifta eitt breiðari spektrum av heilsuupplýsingum og øðrum upplýsingum um barnið, og soleiðis verða við til at tryggja einum virknum heilsutiltaki yvir fyri børnum.

Við heilsuupplýsingum verður meint upplýsingar um fyrrverandi ella núverandi likamligu og sálarligu støðuna hjá barninum, herundir samband við heilsuverkið, t.d. um so er, at barnið hevur verið innlagt til viðgerðir, og upplýsningar um rúsdrekka og rúseiturs misnýtslu v.m. Aðrar upplýsingar enn heilsuupplýsingar kunnu t.d. vera upplýsingar um familieru viðurskifti barnsins og sosialir trupulleikar.

5. Búskaparligar og fyrisitingarligar fylgjur fyri kommunur og landskassa
Prosentið, sum skal brúkast í samband við framskrivingina til ár 2004, er ikki kent enn. Framskrivingarnar av rakstri og løn frá 2003 til 2004 eru tí ásettar til 2 prosent, sb. vegleiðingini frá Fíggjarmálastýrinum um treytir fyri framskrivingum av útreiðslum frá 2002 til 2003, send út í samband við fíggjarlógaruppskotið fyri 2002.

5.1. Kommunurnar
Sambært uppskotinum ber landskassin allar útreiðslurnar til heilsukanningar hjá lækna. Hetta er ein broyting samanborðið við galdandi rætt, har kommunurnar bera helmingin av útreiðslunum til læknakanningar hjá børnum undir undirvísingarskyldugan aldur.

Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2002 undir læknakanningar av børnum, fáa kommunurnar eina sparing upp á 467.000 kr. til læknakanningar av børnum í 2003 (Æ), sum verður hækkað til 476.000 kr. í 2004.

Lógaruppskotið hevur positiv árin á búskapin hjá kommununum.

5.2. Landskassin
5.2.1. Fyribyrgjandi heilsukanningar hjá lækna
Samlaðu lønarútreiðslurnar til fyribyrgjandi heilsukanningar hjá lækna eru mettar til 1.194.000 kr. í 2003, hækkandi til 1.218.000 í 2004.

Útrokningin er gjørd við støði í fylgjandi fyritreytum:

Barnatal pr. árgang. Upplýsingar frá Mentamálastýrinum um børn, innskrivað í fyrsta til níggjunda flokk í undirvísingarárinum 2000/2001, vísa, at tað eru 668 børn í meðal pr. árgang. Nýggjastu hagtølini yvir barnsburðar í Føroyum vísa, at í tíðarskeiðinum 1997-2000 eru fødd 665 børn í meðal pr. ár. Útrokningin er treytað av, at tað eru 670 børn pr. árgang.

Uppskotið hevur ta avleiðing, at lønarútreiðslurnar í samband við tær fyribyrgjandi heilsukanningarnar av børnum og ungum hjá lækna verða savnaðar í eina skipan. Hetta er ólíkt galdandi rætti, har tað eru tvær skipanir hjá læknum, nevniliga ein læknakanning av børnum og ein skúlalæknaskipan. Útrokningin omanfyri fevnir um tveir útreiðslupostar, sum verða bornir sambært galdandi rætti, nevniliga:

Um uppskotið fær ta avleiðing, at fleiri børn fara at fáa heilsukanningar hjá lækna, kann tað hava við sær fleiri ávísingar til viðgerðir á sjúkrahúsum ella hjá serlæknum, og kann hetta hava við sær, at útreiðslurnar hjá sjúkrahúsunum og sjúkrakøssunum økjast. Ein møgulig øking í útreiðslunum er heft við stórari óvissu og er ikki tikin við í útrokningina.

5.2.2. Sosialmedisinsk samstarv
Fyri at tryggja ta ætlaðu samskipanina millum tær fyribyrgjandi heilsuskipanirnar og viðgerandi heilsutiltøkini kann tað vísa seg at verða neyðugt at broyta galdandi sáttmála millum Almanna- og Heilsumálastýrið og Kommunulæknafelag Føroya, soleiðis at kommunulæknar verða løntir fyri sosialmedisinskt samstarv sambært takstunum, ið eru ásettir í sáttmála millum Praktiserende Lægers Organisation og Sygesikringens Forhandlingsudvalg í Danmark.

Tað sosialmedisinska samstarvið í Danmark fevnir um telefonsamband og fundir millum lækna og sosial-og heilsufyrisitingina hjá kommununi.

Sambært uppskotinum verður væntað, at læknarnir í sosialmedisinska samarbeiði teirra fara at innkalla Barnaheilsustovnin og heilsusystrarnar. Væntast kann eisini, at tað sosialmedisinska samarbeiðið millum kommunulæknarnar fer at umfata sjúkrahús, serlæknar, Almannastovuna og líknandi myndugleikar og fakbólkar.

Ikki er møguligt at avmarka tað sosialmedisinska samarbeiðið millum kommunulæknar til bert at fevna um børn og ung. Brekað, misnýtarar og óarbeiðsfør eru dømir upp á aðar bólkar í samfelagnum, sum kunnu hava tørv á serligum samskipaðum heilsufakligum og sosialum tiltøkum, sum krevja, at kommunulæknarnir arbeiða saman við øðrum myndugleikum og fakbólkum.

Sygesikringens Forhandlingsudvalg upplýsir, at í 2000 vórðu brúktar 16.812.000 kr. til sosialmedisinskt arbeiði í Danmark. Verður roknað við, at fólkatalið í Danmark er 5.300.000 og 46.000 í Føroyum og við tí fyritreyt, at sosialmedisinska arbeiðið í Føroyum verður av sama slagi sum í Danmark, kann útreiðslan til sosialmedisinskt samstarv í Føroyum metast til 146.000 kr. í 2003, vaksandi til 149.000 í 2004.

5.2.3. Skeið í skúlamedisini og vikarsetanir í sambandi við skeiðluttøku
Sambært uppskotinum skulu allir kommunulæknar í føstum starvi á skeið í skúlamedisini. Skeiðið er 150 tímar. Skeiðið kostar umleið 25.000 kr. pr. lækna.

Í løtuni eru 24 kommunulæknar í føstum starvi, og tíggju av hesum hava tikið skeiðið ella eitt samsvarandi skeið. Væntað verður, at tríggir læknar skulu taka hetta skeið árliga, og at sett verður neyðuga talið av vikarum í sambandi við skeiðluttøkuna hjá kommunulæknunum.

Útreiðslurnar til skeið í skúlamedisini, ferðing og uppihald í samband við skeiðluttøku og til at seta vikarar í samband við skeiðluttøku verður mett til 150.000 kr. í 2003, hækkandi til 153.000 kr. í 2004.

5.2.4. Heilsusystrar
Væntað verður ikki, at fleiri heilsusystrar skulu setast í starv, tí fleiri av uppgávunum, heilsusystrarnar skulu røkja sambært uppskotinum, í stóran mun verða røktar í dag.

Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2002 undir eldrarøkt, undirkonto nr. 26, heilsusystrar, eru settar 6.822.000 kr. í 2003 (Æ) til heilsusystrar, framskivað til 6.958.000 í 2004.

5.2.5. Barnaheilsustovnurin, starvsfólk og rakstur
Sambært uppskotinum skal ein barnaheilsulækni, ein leiðandi heilsusystir og fyrisitingarligt starvsfólk setast í starv til at røkja uppgávurnar hjá Barnaheilsustovninum.

Tann leiðandi heilsusystirin starvast í dag undir Heimarøktini, og lønarútreiðslurnar verða longu nú bornar, sb. punkt 5.2.4.

Lønarútreiðslurnar til barnaheilsulæknan og til ein skrivara verða mettar til 850.000 kr. í 2003, hækkandi til 867.000 kr. í 2004.

Tað stendst av uppskotinum, at barnaheilsulæknin, leiðandi heilsusystirin og skrivarin verða sett í starv pr. 1. oktober 2002. Lønarútreiðslurnar til barnaheilsulæknan og skrivaran frá 1. oktober til 31. desember 2002 verða mettar til 208.000 kr.

Enn er ikki avgjørt, um Barnaheilsustovnurin skal halda til á Landssjúkrahúsinum, ella um høli skal finnast aðrastaðni. Tískil er ikki gjørligt at meta um stovningar- og rakstrar útreiðslur.

5.2.6. Samlaðu árinini av uppskotinum fyri landsskassan
Við støði í tí omanfyri nevnda ber til at gera fylgjandi meting av teimum samlaðu árinunum, sum uppskotið hevur fyri landið.

6. Búskaparligar og fyrisitingarligar avleiðingar fyri vinnulívið
Lógaruppskotið hevur ongar búskaparligar ella fyrisitingarligar avleiðingar fyri vinnulívið.

7. Umhvørvisligar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið.

8. Yvirlit yvir búskaparligar og fyrisitingarligar avleiðingar

 

Fyri
landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
Búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

     

Ja

 

9. Hoyring
Fyrsta hoyringsrunda var frá 30. november 2001 til 3. januar 2002. Eftir at viðmerkingar til uppskotið eru komnar frá Barnadeildini (Landssjúkrahúsið), Barnaverndarnevndini á Eiði, Barnaverndarnevndini fyri Kunoyar kommunu, Barnaverndini í Vági, Fyribyrgingarráðnum, Føroya Kommunufelag, Føroya Tannlæknafelag, Heilsusystrunum, Kommunulæknafelag Føroya, Kommunusamskipan Føroya, Landslæknanum, Læknafelag Føroya, Meginfelag Sjúkrakassa Føroya, Ríkisumboðnum, Sjúkrasystrafelag Føroya eru nakrar broytingar gjørdar í uppskotinum, ið síðani varð sent til aðru hoyringsrundu.

Í aðru hoyringsrundu er heitt á fylgjandi um at gera viðmerkingar til uppskotið:

Almannastovan, Barnabati, Barnaheimið, Barnaverndarnevndirnar fyri allar kommunur, Dátueftirlitið, Foreldrafelagið, Fyribyrgingarráðið, Færøernes Nævn for børneforsorg, Føroya kommunufelag, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroyskir Sálarfrøðingar, Føroya Tannlæknafelag, Føroya ungdómsráð, Heilsusystrarnar, Klaksvíkar sjúkrahús, Kommunulæknafelag Føroya, Kommunusamskipan Føroya, Landslæknin, Landssjúkrahúsið, Læknafelagið, Løgfrøðingurin hjá Barnaverndinum, Løgmansskrivstovan, Meginfelag Sjúkrakassa Føroya, Meginfelag Teirra Brekaðu í Føroyum, Mentamálastýrið, Ríkisumboðið, Rókin, Sernámsdepilin, Sjúkrasystrafelag Føroya, Sosialráðgevarafelagið og Suðuroyar sjúkrahús.

Tá freistin at koma við viðmerkingum var úti 11. februar 2002, vóru viðmerkingar komnar frá:

Almannastovuni, Fyribyrgingarráðnum, Føroya Kommunufelag, Heilsusystrunum, Landslæknanum, Sjúkrasystrafelag Føroya.

Almannastovan:
Almannastovan tekur undir við at savna fyribyrgjandi heilsuskipanina fyri børn og ung í einari lóggávu, tí hetta fer at verða við til at tryggja børnum og ungum bestu fyritreytir fyri einum heilsugóðum uppvøkstri og vaksnamannalívi.

Almannastovan metir, tó at lógin fremur eitt ógreitt arbeiðsbýti millum Barnaheilsustovnin og Almannastovuna. Almannastovan vísir til orðingina í uppskotinum viðvíkjandi § 14, stk. 1, nr. 4 og til viðmerkingarnar til uppskotið, har ætlanin er, at Barnaheilsustovnurin og heilsustystrar skulu hava ábyrgdina av arbeiðinum við børnum og familjum við serligum tørvi.

Almannastovan metir, at tiltøk fyri børn og familjur, sum hava serligan tørv orsakað av likamligum, sálarligum ella sosialum viðurskiftum, eru arbeiðsuppgávur, ið Almannastovan hevur ábyrgdina av. Stovnurin hevur fakbólkar til hesar uppgávur, og verður mett, at uppgávurnar framhaldandi eiga at verða umsitnar av Almannastovuni.

Viðmerkingarnar hava ikki givið høvi til at broyta uppskotið § 14, stk. 1, nr. 4, men tað er nágreiniliga greitt frá í teimum serligu viðmerkingunum til hesa áseting, at stovnanin av einum barnaheilsustovni ikki broytir ræðisrætt og heimildir, sum verandi myndugleikar hava. Um Almannastovan ynskir tað, kann hon fáa ráðgeving frá Barnaheilsustovninum

Fyribyrgingarráðið
Ráðið metir, at Barnaheilsustovnurin undir leiðslu av einum barnaheilsulækna í fullum starvi, heilsusystir og øðrum starvsfólki er eitt gott uppskot, og ráðið tekur undir við hesum.

Ráðið tilmælir, at tað í §6, stk.1 verður ásett, at minst tríggjar heilsukanningar verða gjørdar av børnum í aldursbólkinum 2 til 6 ár.

Ráðið metir, at tað er óheppið, at kommunulækni, heilsusystir og barnaheilsustovnur hava sínámillum tagnarskyldu. Betri hevði verið, um hesi vórðu at rokna sum ein samarbeiðsbólkur, sum hevur vanliga tagnarskyldu úteftir.

Føroya Kommunufelag
FKF viðmerkir, at lógin má tryggja, at øll heim við pinkubørnum og allir skúlar fáa ásettar vitjanir.

Annars tekur FKF undir við uppskotinum.

Heilsusystrarnar
Heilsusystrarnar taka undir við uppskotinum at seta á stovn ein barnaheilsustovn, men hava fylgjandi viðmerkingar viðvíkjandi Barnaheilsustovninum:

Viðvíkjandi arbeiðinum hjá heilsusystrunum framgongur av viðmerkingunum, at heilsusystrarnar:

Viðvíkjandi normeringini av heilsusystrum til at útinna uppgávurnar framgongur í viðmerkingunum, at

Landslæknin
Landslæknin hevur ongan viðmerkingar til tað broytta uppskotið.

Sjúkrasystrafelag Føroya
Sjúkrasystrafelag Føroya tekur fult undir við sjónarmiðunum hjá Heilsusystrunum.

Sjúkrasystrafelag Føroya vil undir ongum umstøðum góðtaka, at starvið sum leiðandi heilsusystir fyri heilsusystrarnar fellur burtur, um heilsusystrarnar koma undir nýggjan stovn – Barnaheilsustovnin -, ið uppskotið leggur upp til, men vilja varðveita sama støðið leiðsluliga.

Sjúkrasystrafelag Føroya eftirlýser eisini ein varðaleiðara fyri leiðandi heilsusystur.

Sjúkrasystrafelag Føroya ger eisini vart við, at nýggj arbeiðsøkir krevja samráðingar við SFF.

Viðmerkingar til einstøku ásetingarnir í lógaruppskotinum

Til kapittul 1
Endamál

Til § 1
Sambært uppskotinum er tað uppgávan hjá Barnaheilsustovninum at leggja til rættis tær fyribyrgjandi heilsuskipanirnar fyri børn og ung. Barnaheilsustovnurin er ein nýggjur stovnur, sum verður settur á stovn sambært uppskotinum til § 12, stk. 1. Endamálið við at seta Barnaheilsustovnin á stovn er, at tryggja eina heild og eitt framhaldni innan heilsuskipanirnar, so heilsuarbeiðið fær eina høga og einsháttaða góðsku í Føroyum.

Ásetingarnar um Barnaheilsustovnin eru í uppskotinum til kapittul 4, sb. punkt 4.2. Í uppskotinum til § 14 er tað nærri ásett, hvørjar uppgávur Barnaheilsustovnurin skal røkja.

Til kapittul 2
Fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna

Til § 2
Sambært uppskotinum er tað ein grundleggjandi meginregla, at øll børn og ung skulu hava tilboð um níggju fyribyrgjandi heilsukanningar hjá einum kommunulækna.

Sambært galdandi áseting í § 1 í "lov om lægeundersøgelse af børn" stendst, at børn undir undirvísingarskyldugan aldur "har adgang til" at fáa níggju fyribyrgjandi heilsukanningar hjá einum lækna.

Tann nýggja orðingin "skulu fáa tilboð um" skal lýsa, at borgarunum skal veitast ein betri tænasta. Av praktiskum orsøkum fara børnini tó ikki at fáa eina vanliga innkalling til kanningar hjá tí einstaka kommunulæknanum, eins og gjørt verður, tá børnini fáa innkalling frá tannlæknanum.

Sambært uppskotinum til § 14, stk. 1 skal Barnaheilsustovnurin tryggja, at øll børn og ung fáa tilboðini um heilsukanningarnar. Kanningarnar skulu fara fram ávísar tíðir undir uppvøkstrinum hjá barninum. Tað er uppgávan hjá Barnaheilsustovninum at gera viðkomandi, sum hevur foreldramyndugleikan varugan við, nær barnið skal kannast. Sostatt verður tað ikki neyðugt hjá foreldrunum at halda seg kunnugan um, nær kanningarnar skulu gerast. Framyvir fara foreldur at fáa upplýsingar um, at barnið hevur rokkið ein ávísan aldur, sum hevur við sær, at barnið hevur møguleika fyri at fáa gjørt ókeypis heilsukanningar hjá kommunulækna. Hereftir er tað uppgávan hjá foreldrunum at seta seg í samband við kommunulæknan, sb. viðmerkingunum til § 14.

Sambært ásetingunum í stk. 2 og 3 sæst, nær kanningarnar skulu fara fram í tíð.

Sambært stk. 2 skulu børn fáa tilboð um sjey læknakanningar, áðrenn tey fara í forskúla ella byrja í fyrsta flokki.

Sambært § 1, stk. 2 í "bekendtgørelse om lægeundersøgelse af børn på Færøerne", kunnu børn undir undirvísingarskyldugan aldur fáa átta fyribyrgjandi heilsukanningar hjá lækna.

Uppskotið lækkar talið av kanningum í mun til børn undir undirvísingarskyldugan aldur frá átta til sjey við tað, at tvær heilsukanningar leggjast saman. Skotið verður harafturímóti upp at styrkja tey læknafakligu tiltøkini fyri børn í skúlaaldri.

Sambært galdandi ásetingum skulu børnini so vítt gjørligt kannast, tá tey eru 5 vikur, og tá tey eru 5, 10 og 15 mánaðar. Harafturat er ein árlig kanning, tá tey eru tvey, trý, fýra og fimm ár, sb. § 1, stk. 2, í "bekendtgørelse om lægeundersøgelse af børn på Færøerne".

Væntað verður, at børnini framyvir skulu kannast, tá tey eru 5 vikur, og tá børnini eru 5 og 12 mánaðar. Harafturat væntast, eins og í galdandi rætti, ein árlig kanning, tá børnini eru tvey, trý, fýra og fimm ár.

Sambært uppskotinum í stk. 3 skulu øll børn í undirvísingarskyldugum aldri hava tilboð um tvær fyribyrgjandi heilsukanningar. Tann fyrra kanningin skal bjóðast í fyrsta skúlaári barnsins. Tað vil siga antin í forskúla ella í fyrsta flokki. Tann seinna kanningin, sum verður nevnd "Kanning við skúlalok", skal bjóðast stutt fyri, undirvísingarskyldan endar. Kanningin við skúlalok fer vanliga at verða boðin í antin áttanda ella níggjunda flokki.

Galdandi skúlalæknaskipan hevur onga kanning við skúlalok. Sambært § 3 í "bekendtgørelse om skolelægeordning på Færøerne" stendur, at skúlalæknin skal gera eina funktiónskanning av tí einstaka barninum, uttan so at skúlalæknin staðfestir ein serligan tørv á fleiri kanningum. Funktiónskanningin fer fram í fyrsta skúlaári barnsins.

Endamálið við kanningini við skúlalok er í høvuðsheitum at lofta heilsuligum trupulleikum hjá teimum ungu, áðrenn tey fara víðari til ungdómsútbúgvingar ella í vinnu. Afturat hesum verður væntað, at læknarnir skifta orð um arbeiðsumhvørvi, lívsgóðsku, lívshátt, livikor og fyribyrging v.m. við tey ungu.

Um so er, at eitt barn fær loyvi til at fara úr skúlanum, áðrenn áttanda ella níggjuna flokk, sb. § 41, stk. 3 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. mai 1997 um fólkaskúlan við seinni broytingum, hevur Barnaheilsustovnurin ábyrgdina av, at foreldrini og tann ungi verða kunnað um, at tað er møguleiki fyri at fáa framt eina kanning við skúlalok. Av praktiskum ávum kann Barnaheilsustovnurin møguliga lata skúlastjóran kunna um kanningina sína vegna.

Sambært uppskotinum verður væntað, at børn og ung, ið verða undirvíst heima, skulu hava tilboð um kanningar á somu aldursstigum sum børn og ung í skúlunum.

Til § 3
Sambært uppskotinum eru tað kommunulæknarnir, sum gera heilsukanningarnar, sb. § 2, stk. 1.

Tær kanningar, sum børn í undirvísingarskyldugum aldri skulu hava framdar, skal ein kommunulækni gera, sum hevur tikið eitt skeið, ið gevur læknanum serligan førleika í mun til kanningina við skúlalok v.m.

Væntað verður, at landsstýrismaðurin við heilsumálum sum meginreglu fer at krevja, at læknarnir taka eitt KS-læknaskeið í Danmark, sb. vegleiðing um skeið fyri læknar, settir í starv í tí kommunalu heilsutænastuni, sum er ásett sambært § 24, stk. 5, í Sundhedsministeriets bekendtgørelse nr. 928 af 5. december 1995 om forebyggende sundhedsordninger for børn og unge. Um ein lækni hevur tikið eitt skeið við einum líknandi innihaldi og við somu góðsku, verður væntað, at landsstýrismaðurin fer at góðkenna skeiðið.

Frítøkuásetingin í stk. 2 skal tryggja, at allir kummunulæknar kunnu gera heilsukanningarnar, sjálvt um tað eru kommunulæknar, sum ikki hava tikið KS-læknaskeiðið. Sum frá líður er ætlanin, at allir kommunulæknar skulu taka eitt KS-læknaskeið.

Væntað verður, at Barnaheilsustovnurin skal røkja tær fyrisitingarligu uppgávurnar í samband við KS-læknaskeiðið. Um landsstýrismaðurin heldur tað vera gagnligt, kann landsstýrismaðurin avhenda sítt málsræði sambært stk. 2 og lata Barnaheilsustovnin umsita frítøkuásetingina.

Til § 4
Møguleikarnir fyri at bjóða eitt samanhangandi og samskipað heilsutiltak til børn og ung kunnu í ávísum førum darvast av reglunum um tagnarskyldu. Í fleiri førum er tað neyðugt, at fakbólkar hava møguleika fyri at tala um tiltakið og harvið skifta heilsuupplýsingar um barnið ella tann unga. Eitt slíkt skifti av upplýsingum krevur vanliga samtykki frá viðkomandi, ið hevur foreldramyndugleikan, og frá tí unga sjálvum, um viðkomandi er vorðin 15 ár.

Ásetingarnar um samtykki í uppskotinum til §§ 4 og 10 skulu verða við til at gera samarbeiðið millum kommunulækna, barnaheilsulækna og heilsusystir lættari, við tað at heilsustarvsfólkið til dømis fær møguleika fyri at býta um journalir hvør við annan uttan at koma í stríð við reglurnar um tagnarskyldu, sum báðir fakbólkar eru fevndir av, sb. § 9 í "kongelig anordning nr. 35 af 26. februar 1935 for Færøerne om udøvelse af lægegerning, som senest ændret ved kongelig anordning nr. 89 af 11. februar 1992", og § 6 í "kongelig anordning nr. 353 af 21.12.1959, hvorved lov om sygeplejersker sættes i kraft på Færøerne, som senest ændret ved kongelig anordning nr. 217 af 6. april 1988".

Við ásetingini verður álagt læknanum at royna at fáa til vega samtykki, um so er, at læknin heldur tað verða gagnligt at lata heilsuupplýsingar víðari til Barnaheilsustovnin ella heilsusystur.

Tað verður væntað, at tað sum ein natúrligur liður í fyrireikingunum av tiltakinum verður roynt at fáa til vega neyðuga samtykkið til at skifta orð um trúnaðarupplýsingar, herundir upplýsingar um heilsu hjá barninum ella tí unga, millum læknar, heilsusystrar, sálarfrøðingar v.fl. Væntað verður, at Barnaheilsustovnurin orðar eina standard váttan, sum kommunulæknar og heilsusystrar kunnu biðja foreldrini og tey ungu um at fylla út, um tey vilja geva sítt samtykki til, at eitt kunningarbýti kann fara fram millum tey ymsu heilsustarvsfólkini.

Foreldrini og tann ungi, sum er vorðin 15 ár, skulu kunnast um, hvørjar upplýsingar, ið talan kann verða um at lata víðari. Tey skulu eisini kunnast um endamálið við útflýggjanini.

Finst eitt samtykki, kunnu kommunulæknar, heilsusystrar og barnaheilsulæknin býta um journalir sínámillum. Tað er harafturat møguligt at stovna ein felags journal, sum kann fylgja barninum frá burði og til skúlagongdin endar.

Ásetingin broytir ikki verandi skyldu til at lata trúnaðarupplýsingar víðari uttan samtykki sambært aðari lóggávu, t.d. sambært ásetingunum í revsilógini, læknalógini og fyrisitingarlógini.

Ásetingin er parallell við § 10 í uppskotinum um samtykki, ið heilsusystrar skulu royna at útvega sær.

Til § 5
Nærri reglur um fyribyrgjandi heilsukanningar verða ásettar í tráð við heilsufaklig metingarstøði.

Heilsukanningar skulu umframt sjálva kanningina m.a. fevna um koppseting av barninum og samrøðu við foreldrini um trivna, menning og barnasjúkur. Í samband við seinastu kanningina (kanning við skúlalok) verður tað harumframt, at læknin skal tosa um spurningar viðvíkjandi arbeiðsumhvørvi, lívsgóðsku, lívshátti, livikor og fyribyrging v.m. við tey ungu.

Í tíð er ætlanin, at tær níggju kanningarnar verða lagdar í fylgjandi røð:

Viðvíkjandi børnum undir undirvísingarskyldugan aldur verða kanningarnar framdar, tá børnini eru fimm vikur, og tá børnini eru fimm og tólv mánaðar. Harumframt verður ein árlig kanning gjørd, tá børnini eru tvey, trý, fýra og fimm ár. Viðvíkjandi skúlabørnunum verður ein kanning gjørd í fyrsta skúlaári barnsins og ein kanning við skúlalok.

Til kapittul 3
Fyribyrgjandi heilsukanningar um heilsu hjá heilsusystur

Til § 6
Innihaldið í uppskotinum til § 6, stk. 1 byggir á galdandi áseting í § 3, stk. 1 í løgtingslóg um heilsusjúkrasystratænastuna. Í uppskotinum er tað sagt greiniliga, at heilsusystirin skal gera fyribyrgjandi heilsukanningar, og málnýtslan er nútímansgjørd.

Heilsusystirin fer sum í dag serliga at brúka tríggjar hættir til samband: heimavitjan, bólkavirksemi (mammubólkar, opið hús v.m.) og aðrar hættir til persónligt samband, t.d. viðtalur hjá heilsusystrini ella telefonsamrøður.

Í fyrsta ári barnsins fer virksemið hjá heilsusystirini fyrst og fremst at skula útinnast við vitjanum í heiminum. Ásetingin er í tráð við tann praksis, sum er galdandi á økinum í dag. Endamálið við stk. 2 er at framhevja týdningin av heimavitjanum hjá børnum, sum eru yngri enn eitt ár. Heimavitjanir skulu hereftir fara fram eftir tørvi.

Til § 7
Eins og í dag skal heilsusystirin gera funktionskanningar og við regluligum sambandi við hvørt einstakt barn eygleiða einsæris og almennar heilsuligar trupulleikar í skúlunum, sb. § 3, stk. 3 í "bekendtgørelse om skolelægeordning på Færøerne".

Sambært uppskotinum verður integreraða skúlalæknaskipanin við ávikavist skúlalækna og skúlaheilsusystur eftir skúlalæknaskipanini strikað. Um orsøkina til hesa broyting verður víst til vanligu viðmerkingarnar undir punkt 4.1.

Sambært uppskotinum verður tað framyvir heilsusystirin, ið skal hava eftirlit á skúlunum. Tað merkir tó ikki, at sambandið millum læknan og heilsusystirna verður verri. Sambært uppskotinum verður væntað, at heilsusysturin hevur samband við teir kommunulæknar, ið gera heilsukanningarnar, og at partarnir samarbeiða hvør við øðrum, tá tað er neyðugt fyri at røkka teimum bestu úrslitunum í samband við viðgerðina av einum barni. Afturat hesum kemur, at heilsusystrarnar fáa beinleiðis samband við barnaheilsulæknan, sum veitir læknafakliga ráðgeving, ella syrgir fyri, at onnur við serligum førleikum, t.d. ein sálarfrøðingur, veitir neyðugu hjálpina. Í málum viðvíkjandi skúlareinførisviðurskiftum skal ein váttan fáast til vega í samsvar við galdandi lóggávu. Tað verður ein partur av arbeiðinum hjá barnaheilsulæknanum at orða hesar váttanir.

Uppgávurnar hjá heilsusystrunum í skúlunum fevna m.a. um regluligt samband við børnini, eftirlit við heilsustøðuni hjá børnunum, eftirlit við skúlaumhvørvinum, eftirlit við reinføris viðurskiftunum, ráðgeva stovnsstarvsfólki, ávísa børn til kommunulækna v.m.

Av ásetingini í stk. 2 sæst, at heilsusystirin vanliga skal útinna uppgávur sínar á skúlunum, tá talan er um børn í nevndu aldursbólkum. Sambært uppskotinum verður tískil væntað, at heilsusystirin bjóðar somu heilsuveitingar til børn og ung, sum verða undirvíst heima. Orðaljóðið "skúli" fevnir eisini um serskúlar v.m.

Til § 8
Við ásetingini verður boðað frá, at heilsusystrar kunnu veita vegleiðing til onnur enn børn og ung, ið eru fevnd av §§ 6 og 7. Menningin á økinum hevur við sær, at tað verður meira vanligt, at heilsusystrar veita vegleiðing til onnur enn tey børn og ungu, sum vanliga eru fevnd av heilsuskipanunum.

Ásetingin í nr. 1 letur skilja, at persónar, t.d. foreldur og fosturforeldur sum hava serligan tørv á vegleiðing viðvíkjandi teimum børnum og ungu, ið eru fevnd av §§ 6 og 7, kunnu venda sær til heilsusystrina. Telefon ráðgeving verður hildin at vera ein natúrligur partur av arbeiðinum hjá heilsusystrunum. Tað er soleiðis møguligt at seta seg í samband við heilsusystrina, um ein persónur er í iva um, hvussu ein spurningur viðvíkjandi einum barni skal loysast.

Ásetingin í nr. 2 finst longu í galdandi lóggávu, sb. § 3, stk. 2 í løgtingslóg um heilsusjúkrasystratænastuna. Aðrir persónar við serligum tørvi, kunnu t.d. vera brekað ella barnakonur, ið eru illa fyri, sum hava tørv á vegleiðing um praktisk viðurskifti í sambandi við umsorgan fyri barninum, broyttum familjuviðurskiftum v.m.

Sambært ásetingini í nr. 3 hava heilsusystrarnar møguleika fyri at veita ráðgeving til dagstovnar v.m. Heilsusystrarnar kunnu t.d. hjálpa starvsfólkunum við vanligari ráðgeving um reinføri og trivna á stovnunum. Um stovnsfólk á stovnunum venda sær til heilsusystrina, kunnu starvsfólkini fáa ítøkiliga ráðgeving um tey børn, ið hava serligar trupulleikar. Hvussu umfatandi virksemið hjá heilsusystrunum skal verða á dagstovnaøkinum, má barnaheilsulæknin, sum hevur ábyrgdina av býtinum av tí orku, sum er til taks í samband við tær fyribyrgjandi heilsuskipanirnar, fáa greiðu á.

Viðvíkjandi spurninginum um vegleiðing til dagrøktarar og dagstovnar verður víst til vanligu viðmerkingarnar undir punkt 4.1.

Til § 9
Heilsuarbeiðið sambært kapittul 3 eiga heilsusystrar at útinna. Í teimum førum, tá tað ikki ber til at fáa útbúnar heilsusystrar, er tað tó gjørligt at lata sjúkrasystrar gera arbeiðið.

Ásetingin í stk. 2 svarar til § 5 í "bekendtgørelse om skolelægeordning på Færøerne", við seinni broytingum. Um landsstýrismaðurin heldur tað verða gagnligt, kann landsstýrismaðurin avhenda sítt málsræði og lata Barnaheilsustovnin umsita fráviksásetingina.

Til § 10
Her er ásett um samtykki viðvíkjandi heilsusystrini. Sí annars tær serligu viðmerkingarnar undir § 4.

Til § 11
Tað fara at verða settar nærri ásetingar um veitingar hjá heilsusystrum, herundir heilsutiltøkunum á skúlunum, sb. viðmerkingunum til § 7 í uppskotinum

Til kapittul 4
Barnaheilsustovnurin

Til § 12
Sum nakað nýtt verður mælt til, at landsstýrismaðurin setir á stovn ein Barnaheilsustovn. Endamálið við Barnaheilsustovninum er at styrkja tað fyribyrgjandi heilsuarbeiðið og at tryggja, at øll børn og ung fáa atgongd til tær heilsuveitingar, sum eru fataðar av uppskotinum. Víst verður til tær vanligu viðmerkingarnar undir punkt 4.2. um Barnaheilsustovnin.

Sambært uppskotinum til stk. 2 fær barnaheilsulæknin bæði ta umsitingarligu og ta læknafakligu ábyrgdina av uppgávunum hjá Barnaheilsustovninum. Tað nýggja starvið sum barnaheilsulækni skal m.a. leggja upp fyri ynskinum hjá heilsusystrunum um at fáa atgongd til ein lækna, sum tær kunnu ráðføra seg við í samband við tað dagliga arbeiðið við børnunum. Tað nýggja starvið skal eisini ganga atfinningunum á møti, sum hava verið førdar fram sum fylgja av, at heilsusystrarnar í summum førum brúka barnalæknarnar á Landssjúkrahúsinum sum fakligar ráðgevarar. Hartil kemur, at barnaheilsulæknin skal viðvirka til at betra um góðskuna á heilsuarbeiðinum, t.d. við at skipa fyri ráðstevnum, evnisdøgum v.m. fyri heilsusystrum og kommunulæknum. Harumframt er tað uppgávan hjá barnaheilsulæknanum at halda seg dagførdan við menningina, t.d. granskingarverkætlanir, sum fara fram í øðrum londum innan tað fyribyrgjandi heilsuarbeiðið.

Sambært uppskotinum til stk. 3 setir barnaheilsulæknin eina heilsusystir í starv, sum fær eina umsitingarliga og samskipandi uppgávu í mun til tær heilsusystrar, sum útinna tað praktiska arbeiðið við børnunum.

Sambært uppskotinum til stk. 4 setir barnaheilsulæknin eisini tær heilsusystrar í starv, sum skulu útinna uppgávurnar sambært kapittul 3. Hetta hevur við sær, at setanarmálsræðið verður flutt til barnaheilsulæknan frá leiðaranum fyri Heimarøktini, sum í dag setir heilsusystrarnar í starv, sb. § 4 í kunngerð nr. 105 frá 11. juni 1997 um heilsusjúkrasystratænastuna.

Til § 13
Ásetingin kann fáa týdning í samband við tær mennandi uppgávurnar hjá Barnaheilsustovninum. Tað kann til dømis hugsast, at tað verður tørvur á at fáa lýst góðskuna á heilsuskipanunum í eini verkætlan, ella at tað verður tørvur á at fáa hjálp frá serfrøðingum til at skipa fyri námsskeiðum og ráðstevnum um heilsuviðurskifti.

Væntað verður, at Barnaheilsustovnurin skrivar eina ársfrágreiðing, sum gevur eina mynd av, hvussu støðan er á økjum innan tað fyribyrgjandi heilsuarbeiðið. Til hesa uppgávu kann tað gerast neyðugt at kalla inn onnur, t.d. ein persón við eini samfelagsvísindarligari útbúgving.

Til § 14
Sambært ásetingini sæst, hvørjar uppgávur Barnaheilsustovnurin skal røkja. Víst verður til tær vanligu viðmerkingarnar undir punkt 4.2., har uppgávurnar hjá Barnaheilsustovninum eru lýstar.

Ásetingin í nr. 1 viðvíkur aðalinnihaldinum í uppgávunum hjá Barnaheilsustovninum í mun til borgararnar. Mælt verður til, at stovnurin skal tryggja, at øll børn og ung fáa tilboð um heilsuveitingarnar. Framyvir fara foreldrini at fáa upplýsningar um, at barnið hevur rokkið einum aldri, sum merkir, at barnið hevur møguleika fyri at fáa framt eina ókeypis heilsukanning hjá kommunulækna. Tað verður sostatt ikki neyðugt hjá foreldrunum at halda seg kunnaðan um, hvørji rættindi børnini hava sambært lógini. Samfelagsliga fáast tey gagnligu árin, at møguleikarnir fyri at uppdaga sjúku so tíðliga sum gjørligt økjast, um foreldrini eru varug við, at tey hava møguleika fyri at fáa eina avtalu í lag við ein kommunulækna um eina barnakanning.

Sambært uppskotinum verður væntað, at møguligt verður at fáa til vega neyðugu upplýsningar frá Landsfólkayvirlitinum, so gjørligt verður at veita neyðugu tænastuna. Um tað ikki er gjørligt at fáa teir neyðugu upplýsingarnar frá Landsfólkayvirlitinum, kann ein praktisk loysn verða, at Barnaheilsustovnurin javnan almannakunngerð í fjølmiðlunum, hvørjar læknakanningar børn og ung hava krav uppá, og nær kanningarnar kunnu gerast. Tað er eisini ein møguleiki at lata heilsusystrarnar standa fyri at bera víðari tilboðini um læknakanningar, t.d. kunnu heilsusystrarnar býta út kunningartilfar.

Harafturat hevur Barnaheilsustovnurin sambært ásetingunum í nr. 2 og 3 til uppgávu at vegleiða heilsustarvsfólki, sum útinna arbeiðið við børnum. Væntað verður, at tann nýggi barnaheilsulæknin hevur ein fakligan førleika, sum bæði heilsusystrar og kommunulæknar kunnu nýta, um tey hava tørv á tí. Barnaheilsulæknin kann harafturat senda faklig boð og annað tilfar til heilsustarvsfólk, møguliga í samráð við Landslæknan.

Sambært uppskotinum til nr. 4 er tað uppgávan hjá Barnaheilsustovninum at veita heilsufakliga vegleiðing til aðrar myndugleikar og viðgerðarstovnar í mun til tey veikastu børnini og ungu. Almannastovan, barnavernd og annar myndugleiki fáa sostatt møguleika fyri at fáa ráðgeving frá barnaheilsustovninum, um tey ynskja tað. Ásetingarnar broyta sostatt ikki ræðisrætt og heimildir, sum hesir myndugleikar og viðgerðarstovnar hava. Barnaheilsustovnurin, kann ikki áleggja hesum myndugleikum og viðgerðarstovnum uppgávur ella serlig tiltøk. Uppskotið til ásetingarnar gevur møguleika fyri at fáa í lag eitt sosialt og heilsufakligt samstarv, sum tekur støði í fyritreytunum hjá hvørjum einstøkum barni.

Sambært uppskotinum til nr. 5, er tað uppgávan hjá Barnaheilsustovninum at tryggja eina samskipan millum tað fyribyrgjandi og tað viðgerandi heilsuarbeiðið. T.d. verður væntað, at barnaheilsulæknin er í dialogi við læknarnar á Landssjúkrahúsinum, so teir kunnu loysa teir tvørgangandi trupulleikarnar, umframt at eitt vitanarbýti fer fram millum teir ymsu læknarnar.

Til § 15
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta meira nágreiniligar reglur fyri uppgávunum hjá Barnaheilsustovninum. Væntað verður, at Barnaheilsustovnurin skal skriva eina ársfrágreiðing, sum lýsir viðurskiftini innan tað fyribyrgjandi heilsuarbeiðið. Ein slík ársfrágreiðing skal ætlandi innihalda hagfrøðisligt tilfar, so møguligt verður at fylgja gongdini á økinum, sb. viðmerkingunum til § 19.

Til kapittul 5
Fígging og eftirlit

Til § 16
Í samsvar við galdandi rætt eru allar veitingar til børn og ung sambært uppskotinum ókeypis, sb. § 1 í "lov om lægeundersøgelse af børn", § 7 í "kongelig anordning om ikrafttræden på Færøerne af lov om skolelægeordning" og § 3 í løgtingslóg um heilsusjúkrasystratænastuna.

Til § 17
Sambært uppskotinum er tað landskassin, sum skal bera útreiðslurnar til tær fyribyrgjandi heilsuskipanirnar, herundir lønarútreiðslur til heilsusystrarnar og rakstrar- og stovningarútreiðslur í samband við virksemið hjá Barnaheilsustovninum.

Kommunurnar skulu tó í samsvar við galdandi rætt bera útreiðslurnar til viðtaluhølir, sb. § 7 í løgtingslóg nr. 28 frá 23. apríl 1999 um kommunulæknaskipan og § 40, stk. 3, í "lovbekendsgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg, som senest ændret ved lagtingslov nr. 78 af 17. maj 2000". Seinast nevnda ásetingin verður sambært galdandi praksis tulkað soleiðis, at tað eru kommunurnar, sum bera útreiðslurnar til tey hølir, sum heilsusystrarnar nýta.

Roknað verður ikki við, at uppskotið fer at áleggja kommunulæknunum umsitingarligar kostnaðir.

Til § 18
Innihaldið í ásetingini svarar til § 7 í "bekendtgørelse om skolelægeordningen på Færøerne og § 6 í kunngerð nr. 105 frá 11. juni 1997 um heilsusjúkrasystratænastuna.

Reglurnar viðvíkjandi "embedslægeinstitutionen" (landslæknanum) eru ásettar í "kongelig anordning nr. 633 af 20. juli 1995 om ikrafttræden på Færøerne af lov om embedslægeinstitutioner m.v".

Til § 19
Innihaldið í ásetingini svarar til galdandi rætt, sambært hvørjum Sundhedsstyrelsen kann áseta reglur um fráboðanarskyldu.

Uppskotið kemur soleiðis í staðin fyri § 2, stk. 2 í "bekendtgørelse om lægeundersøgelse af børn på Færøerne", § 6 í "kongelig anordning om ikrafttræden på Færøerne af lov om skolelægeordning" og § 2, stk. 2 í løgtingslóg um heilsusjúkrasystratænastuna.

Heimildarásetingin hevur við sær, at landsstýrismaðurin kann tryggja sær upplýsingar um heilsuskipanirnar. Ásetingin kann t.d. fáa praktiskan týdning, um gerast skal hagfrøðiligt arbeiði viðvíkjandi heilsuveitingunum, sb. viðmerkingunum til § 15.

Gildiskoma

Til § 20
Lógin kemur í gildi tann 1. januar 2003. Av praktiskum ávum, verður tó skotið upp, at Barnaheilsustovnurin verður stovnaður tann 1. oktober 2002. Hervið fær Barnaheilsustovnurin tríggjar mánaðar til at leggja til rættis tær uppgávur, sum stovnurin fær ábyrgdina av tann 1. januar 2003.

Uppskotið hevur við sær, at tær tríggjar galdandi lógirnar á økinum fara úr gildi tann 1. januar 2003. Hetta hevur ta avleiðing, at fylgjandi kunngerðir falla burtur: 

  1. bekendtgørelse nr. 576 af 10. december 1981 om lægeundersøgelser af børn på Færøerne
  2. kunngerð nr. 105 frá 11. juni 1997 um heilsusjúkrasystratænastuna, og
  3. bekendtgørelse nr. 240 af 30. april 1986 om skolelægeordningen på Færøerne, sum broytt við kunngerð nr. 120 frá 19. juni 1997.

1. viðgerð 7. mars 2002. Málið beint í trivnaðarnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.