Fast samband Leirvíksfjørð

 

106  Uppskot til  løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2002, 4. mars, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið (Vinnumálastýrið) fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð

Rættur til tunnilsgerð og eftirlit

§ 1. P/F Norðoyatunnilin, stovnað við heimild í løgtingslóg nr. 168 frá 21. desember 2001 um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð, fær rætt til vega- og tunnilsgerð millum Eysturoy og Borðoy og ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrandi vegi.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal góðkenna tunnilsverkætlanina, herundir vega- og tunnilsgerðina, áðrenn tunnilsarbeiðið verður sett í verk, og skipar í hesum sambandi fyri eftirliti við, at verkætlanin verður framd samsvarandi góðkendu ætlanini.
Stk. 3. Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Norðoyatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið uttan viðurlag avhendað landinum til ognar.

Játtan til verkætlanina
Peningajáttan

§ 2. Játtanin til verkætlanina stór kr. 195 mió verður ásett á fíggjarlóg yvir eitt 6 ára skeið við kr. 32,5 mió árliga, fyrstu ferð í 2003.
Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita P/F Norðoyatunlinum tilsøgn um, at partapeningurin hjá felagnum verður hækkaður við kr. 195 mió tilsamans úr kr. 30 mió upp í kr. 225 mió við teimum árligu játtanum, sum eru ásettar í stk. 1.

Nýtslugjøld

§ 3. Tunnilseigaranum er heimilað at áseta og krevja inn nýtslugjøld frá teimum, ið nýta vega- og tunnilsanleggið.
Stk. 2. Vegir og tunnil verða ikki partur av landsvegnum eftir løgtingslóg nr. 51 frá 25. juli 1972 um landsvegir við seinni broytingum.
Stk. 3. Tó hevur landsstýrismaðurin tær heimildir, ið ásettar eru í §§ 6 og 7 í tí í stk. 2 nevndu løgtingslóg, tá tað ræður um vegir og tunnil.

Ognartøka

§ 4. Landsstýrismanninum er heimilað móti fullum endurgjaldi at ognartaka neyðugt lendi ella tilfar til vega- og tunnilsgerð til tess at útvega fast samband um Leirvíksfjørð, fæst ikki við samráðingum semja við avvarðandi rættindahavarar um yvirtøku av lendi ella tilfari.
Stk. 2. Ognartøkan fer annars fram eftir "Lov nr. 69 af 7. maj 1881 om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder, samt til offentlige skoler på Færøerne".
Stk. 3. Landsstýrismanninum er heimilað at avhenda tað ognartikna til felagið fyri útveganarvirði.

Skattlig viðurskifti

§ 5. Frá og við árinum, tá tunnilin verður latin upp fyri ferðslu, hevur felagið við grundarlagi í útveganarkostnaðinum rætt til skattligar avskrivingar eftir reglunum um vinnuligar bygningar.
Stk. 2. Við útveganarkostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslurnar til vegir og tunnilsgerð v.m.

Eftiransing

§ 6. Felagið hevur rætt til uttan viðurlag at fáa upplýsingar frá Bileftirlitinum um skrásettar eigarar/brúkarar av akførum, til tess at eftiransa gjaldsstaðið.

Kunning

§ 7. Landsstýrismaðurin setir ein bólk at fylgja við arbeiðnum, meðan bygt verður. Bólkurin skal mannast við umboðum fyri føroyskan tekniskan, tilbúgvingarligan o.l. serkunnleika til tess at tryggja, at tann vitan, sum fæst av verkætlanini, í størst møguligan mun kemur føroyska samfelagnum til gagns.

Gildiskoma

§ 8. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

Endamál við lógini
Endamálið við lógini er í fyrsta føri at geva Løgtinginum so stórt innlit í málið sum gjørligt og at tryggja, at málið fær eina nøktandi politiska viðgerð, áðrenn avgerðin um at fremja verkætlanina verður tikin.

Í øðrum føri er ásett í játtanarskipanini, at tá talan er um størri íløgur, ið ofta fevna um fleiri fíggjarár, er meginreglan, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið.

Eitt slíkt lógaruppskot er eisini neyðugt, fyri at felagið skal fáa rættarkrav upp á peningin, ið skal játtast yvir eitt áramál á fíggjarlógini. Verður hetta ikki gjørt, verður sera trupult at fáa til vega fremmandafígging til verkætlanina.

Í viðmerkingunum til lógina verður verkætlanin lýst nærri, so Løgtingið verður kunnað um, hvat ætlan landsstýrismansins er.

2. Gongdin higartil
Í samferðsluætlan Vinnumálastýrisins frá 1999 vórðu gjørdar samfelagsbúskaparligar kanningar av føstum sambandi um Leirvíksfjørð. Við sera varnum fortreytum gjørdist úrslitið av kanningini, at verkætlanin á leið javnvigaði samfelagsbúskaparliga. Mælt varð tí til, at verkætlanin varð framd.

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2001 vórðu kr. 1,5 mió játtaðar til seismiskar kanningar í Leirvíksfirði sum fyrireiking til ætlaða fasta sambandið um Leirvíksfjørð.

Á eykajáttanarlógini fyri mars 2001 varð henda upphædd hækkað við kr. 3,5 mió upp í kr. 5 mió tilsamans, til tess at kunna liðugtgera seismisku kanningarnar. Samstundis varð endamálið við játtanini víðkað, so tað umframt seismisku kanningarnar eisini fevnir um aðrar forkanningar, serliga regionala jarðfrøðiliga kortlegging, kjarnuboringar báðumegin við, etablering av fixpunktum og ferðslukanningar. Landsverkfrøðingsstovnurin umsat játtanina og skipaði eisini fyri seismiskum kanningum, kjarnuboringum og fyri víðari arbeiðnum við linjuføringum.

Við løgtingslóg nr. 168 frá 21.12.2001 um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð heimilaði Løgtingið landsstýrismanninum at stovna partafelag við tí endamáli at gera tunnil millum Eysturoy og Borðoy og hartil hoyrandi vegagerð, hava rakstur av tunlinum um hendur, umframt aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemið. Støddin á partapeninginum var ikki tilskilað.

Á eykajáttanarlógini fyri nov. 2001, t.e. ll. nr. 163 frá 21. des. 2001, samtykti Løgtingið tó at játta kr. 30 mió til partapening í felagnum, sum skal byggja, eiga og reka undirsjóvartunnil undir Leirvíksfirði.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur síðani stovnað P/F Norðoyatunnilin við nevnda partapeningi sum byrjanarkapitali, og har endamálið hjá felagnum er í neyvum samsvari við ásetingina í løgtingslógini. Víst verður til Skjal 2 og 3, sum eru ávikavist stovningarsamtykt og viðtøkur í partafelagnum.

Sambært almennu viðmerkingunum til løgtingslógina um stovnan av partafelagi var ynski um, at partafelagið sum skjótast skuldi fara undir at fyrireika útbjóðingina av byggingini, grundað á tær innleiðandi forkanningarnar og ymisku uppskotini til linjuføringar, sum Landsverkfrøðingsstovnurin ger. Samstundis varð í viðmerkingunum sagt frá, at tá allar fyrireikingar vóru lidnar, skuldi uppskot til verklagslóg verða smíðað og lagt fyri Løgtingið, har endaliga uppskotið til verkætlan verður nærri lýst.

Leiðsla felagsins er ein 5 mannanevnd og stjórn við 1 stjóra. Sama leiðsla er vald, sum frammanundan er í P/F Vágatunlinum.

3. Um verkætlanina
Fleiri kanningar av tekniskum slagi standa fyri framman til tess at útvega leiðslu felagsins so fullfíggjað avgerðargrundarlag, sum til ber, áðrenn farið verður í holt við endaliga projektering og útbjóðing av verkætlanini.

Fyribils hevur leiðslan arbeitt víðari við teimum ætlanum, sum Landsverkfrøðingsstovnurin hevur arbeitt við. Hetta arbeiðið hevur víst á 4 møguligar høvuðsfarleiðir.

Tunnilsmunnin á tí fyrstu, nevnd alternativ I, verður eysturoyarmegin uml. 2,4 km sunnan fyri Leirvíks bygd. Tunnilsmunnin á tveimum teimum næstu, nevndar alternativ II og alternativ III, verður eysturoyarmegin uml. 1,2 km sunnan fyri Leirvíks bygd. Tann fjórða, nevnd alternativ IV, fer niður beint norðan fyri bygdina. Allar 4 farleiðir koma upp á vestaru síðu av Borðoyarvík millum 0-400 m norðan fyri bátahylin. Jarðfrøðiligu viðurskiftini í fjørðinum eru so háttað, at fyri alternativ I verður ein óheppin skering millum linjuna og rivuløgini, sum væntandi eru har á leið. Alternativ II og III liggja betur fyri í so máta og seismisku kanningarnar higartil benda á, at jarðfrøðiligu viðurskiftini har eru egnað til undirsjóvar tunnilsgerð. Alternativ IV, ið er tann norðasta linjan, er 7,6 km til longdar og harvið munandi longri enn hinir møguleikarnir, sum eru 5,7 til 6 km til longdar. Avleiðingin av at velja alternativ IV er tí munandi hægri kostnaður umframt øktur váði undir arbeiðinum við tað, at undirsjóvarparturin av tunlinum verður longri.

Arbeiðið víðari fer tí at snúgva seg um eina linjuføring, ið líkist alternativum II og III, sum eru rættiliga lík. Jarðfrøðilig viðurskifti, so sum hvussu møgulig rivuløg peika, verða avgerandi fyri endaligu tillagingini av linjuføringini.

Verkætlan felagsins fevnir um hesi høvuðsarbeiði:

Vegagerð:
Samlaða vegagerðin er uml. 1,7 km.
Vegagerðin í Eysturoynni verður frá ætlaða tunnilsmunnanum sunnan fyri Leirvík til íbinding við rundkoyring í vegin til Brennistøðina á Hagaleiti, og er strekkið umleið 1 km.
Vegagerðin í Borðoynni verður frá ætlaða tunnilsmunnanum til íbindingina í kommunala vegin við Borðoyarvík, og strekkið er umleið 0,5-0,7 km.

Tunnilsgerð:
Tunnilin verður uml. 6 km langur, harav uml. 2,9 km eru undir Leirvíksfirði. Eysturoyarmegin er strekkið frá tunnilsmunna til Leirvíksfjørð uml. 1 km, meðan strekkið á Borðoynni frá tunnilsmunna til Leirvíksfjørð verður uml. 2,1 km.

Tunnilin verður ætlandi til víddar uml. 10 metrar og til hæddar 4,6 metrar og verður líkur tunlinum undir Vestmannasundi.

Víst verður til Skjal 4, sum vísir ætlaðu linjuføringarnar av vega- og tunnilsgerðini, ið higartil hevur verið arbeitt við.

Tíðarætlan felagsins er sum skjótast at fara í holt við projektering og útbjóðing av arbeiðinum. Arbeiðið er ætlað at verða framt eftir 3-4 árum, sum tað kann loysa seg best, tá ið mett verður um entreprenørkostnað í mun til fyrimunin av, at tunnilin kann verða tikin í nýtslu fyrr.

Ætlanin er at arbeiða frá báðum síðum, eins og gjørt varð í Vágatunlinum.

Ætlandi verður arbeiðið boðið út millum norðurlendskar arbeiðstakarar, sum hava førleika til at átaka sær slíkt arbeiði. Verður tað, at føroyskir arbeiðstakarar ikki bjóða upp á arbeiðið ella ikki eru kappingarførir sammettir við aðrar, og tikið verður av útlendskum tilboði, verða treytir lagdar við, at samstarv skal vera við føroyskar arbeiðstakarar, har hesir hava førleikan.

4. Fígging av verkætlanini
Fígging av verkætlanini er umframt tær kr. 225 mió, sum landið setir í felagið, upptøka av láni frá fíggingarstovnum.

Felagið hevur kannað ymsar møguleikar fyri útvegan av fígging, og hevur áhugi verið hjá teimum, sum felagið higartil hevur verið í samband við. Enn eru tó ongar realitetssamráðingar byrjaðar um lánifígging og um, hvørjar treytir skulu vera, herundir avdráttartíð og rentu.

Fíggingin verður í tveimum pørtum. Partvíst er neyðugt við einari byggifígging og partvíst einari endaligari fígging.

Byggifíggingin er m.a. neyðug av tí, at tær kr. 225 mió, sum landið setir í felagið, bert partvíst vera tøkar undir byggingini. Peningurin verður játtaður yvir 7 fíggjarár við kr. 30 mió í 2001 og kr. 32,5 mió árliga frá 2003 til 2008. Eisini er møguleiki fyri, at tann fíggingarstovnur, sum veitir endaliga fígging, bert veitir hesa, tá verkætlanin er liðug. Tí má byggifígging til, har tann byggifíggjandi fær transport í teimum endaligu tilsøgnunum.

Møguleikarnir fyri lánsfígging til lagaligar treytir eru í stóran mun tengdir at spurninginum, um lángevarin umframt at hava álit á, at komandi rakstrarinntøkur kunnu svara rentur og avdráttir av lánunum, eisini heldur seg hava aðra trygd fyri afturgjaldingini, skuldi tað víst seg, at inntøkurnar ikki røkka til útreiðslurnar.

Í hesum sambandi verður spurningurin um veðseting av ognum felagsins til fíggingarstovnin helst aktuellur, serliga tá havt verður í huga, at tað almenna ikki hevur nakra fíggjarliga ábyrgd mótvegis lángevarum.

Einki landskassaveðhald kemur upp á tal, og leiklutur landskassans í fíggingini av tunlinum er úti við játtanini av teimum samlaðu kr. 225 mió í partapeningi. Tí er neyðugt hjá felagnum at hava fullan ognarrætt til vegastrekkini og lendið kring tunnilsmunnarnar soleiðis, at hetta lendið verður sjálvstøðugt matrikulerað og kann veðsetast til frama fyri lángevarar, skuldu hesir kravt slíka veðseting av føstu ognum felagsins.

Ognartøkuheimild er sett í § 4 í lógaruppskotinum, tí í løtuni er ivasamt, um neyðug heimild er í nakrari løgtinglóg til ognartøku av lendi til slíkt endamál sum hesa tunnilsgerð.

Viðvíkjandi veðseting av vegi og tunnilsmunna verður hetta eftir vanligu reglunum um veðseting av fastari ogn.

Skuldi tað hent, at felagið ikki er ført fyri at svara sínar skyldur mótvegis lángevarunum, sum hava veð í føstu ognunum, kunnu hesar lýsast til tvingsilssølu av veðhavarunum. Slík støða kann eisini hava við sær, at ein veðhavari steingir tunnilin.

Fæst ikki greiða á slíkari fíggjarligari støðu hjá felagnum, kann hetta leggja stórt politiskt trýst á Løgtingið, tí er tunnilin fyrst komin, verður tað torført at standa í tí støðu, at hann verður stongdur.

Bruttoinntøkurnar frá ferjusambandinum eru í løtuni nakað omanfyri kr. 15 mió árliga.

Roknað verður við, at inntøkurnar frá bummpengunum verða nakað hægri, av tí at eitt ávíst ferðslulop verður, tá tunnilin letur upp, og við tað, at ferðafólk hava ein øktan gjaldsvilja svarandi til virðið av bíðitíð og ampum, tey sleppa undan. Tí verður í løtuni roknað við, at tunnilin fær 15-30 % hægri inntøku, svarandi til umleið kr. 18 mió árliga.

Ferðafólkatal og nýtslugjald eru grundleggandi fortreytir fyri inntøkugrundarlagnum hjá felagnum.

Útreiðslurnar av rakstrinum hevur felagið mett um við grundarlagi í rakstrinum av Hvalfjarðartunlinum við tillaging til føroysk viðurskifti og roknar við rakstrarútreiðslum upp á uml. kr. 7 mió árliga, íroknað rakstur av bummpengaskipan.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

1. Fíggjarligar avleiðingar

A. Fyri landið

Fíggjarligu avleiðingarnar fyri landið kunnu býtast í tvey: Íløgukostnaður og rakstrarkostnaður.

Íløgukostnaður:
Felagið hevur kannað tunnilsgerðir í grannalondum okkara og útvegað sær neyvari upplýsingar um kostnað v.m. til sammetingargrundarlag við egnu dagførdu útrokningar felagsins. Hertil kemur, at felagið hevur taltilfar frá P/F Vágatunlinum, sum er tað mest álítandi samanberingargrundarlagið.

Torførasta metingin er sjálv tunnilsgerðin, serliga undir fjørðinum. Tess fleiri og greiniligari kanningar, ið gjørdar verða at staðfesta tilfarið, sum sprongt verður ígjøgnum, tess betri avgerðargrundarlag verður til sáttmálagerð, og bíligari verður sáttmálin. Her er tann vitan, sum er fingin frá Vágatunlinum, sera viðkomandi, soleiðis at tað ber til at avmarka ta óvissu, ið altíð er um eitt tílíkt tunnilsarbeiði.

Hóast neyvar kanningar verða gjørdar áðrenn projekteringina, er slík umfatandi verkætlan altíð heft við ávísari óvissu, sum entreprenørar, ið skulu bjóða upp á arbeiðið, eisini fara at leggja uppfyri, tá bjóðað verður.

Leiðsla felagsins hevur upplýst, at teir í løtuni arbeiða við einari íløguætlan upp á kr. 330 mió fyri samlaðu verkætlanina, gjørd upp í 2003-prísum uttan fíggjarkostnað, byggirentu og MVG. Partur av hesari upphædd skal tó fíggjast við bummpengainntøkum, so landskassans partur verður tilsamans kr. 225 mió, harav kr. 30 mió eru játtaðar í 2001. Írestandi kr. 195 mió verða sambært hesari anlegslóg játtaðar við kr. 32,5 mió árliga í seks fylgjandi fíggjarár, 2003-2008.

Sum greitt er frá omanfyri, er landskassans partur av fíggingini avmarkaður til hesa upphædd.

Afturat upphæddini upp á kr. 225 mió skal tó leggjast kostnaðurin av avleiddari vegagerð við Leirvíkar bygd, ið Landsverkfrøðingsstovnurin hevur ábyrgd av, og sum verður partur av landsveganetinum. Fyribils kostnaðarmetingin av hesi vegagerð er kr. 50-80 mió, alt eftir, hvør loysn verður vald. Dýrasta loysnin er at gera ein tunnil undir Leirvíkar bygd, men er samstundis tann loysnin, sum órógvar umhvørvið í bygdini sum minst. Landsstýrismaðurin hevur enn ikki avgjørt, hvør loysn, ið skal verða framd.

Samlaðu bruttoútreiðslurnar hjá landinum til verkætlanina verða tí uml. kr. 275-305 mió, um vegagerðin við Leirvík verður roknað uppí. Vegagerðin við Leirvíkar bygd er tó ikki fevnd av hesum lógaruppskoti, men verður neyðug at fremja, um Løgtingið samtykkir lógaruppskotið.

Um tunnilsverkætlanin verður framd, sleppur landið hinvegin undan at gera íløgur í nýtt (nýggj) skip til Leirvíksfjarðarleiðina og møguligar umbyggingar av havnunum. Ein leyslig meting av einum nýggjum, størri skipi við nøktandi kapasiteti ella tveimum smærri ferjum er uml. kr. 120-160 mió, umframt kostnað av møguligum havnaumbyggingum.

Samlaðu nettoútreiðslurnar hjá landskassanum av undirsjóvartunlinum verða tí leysliga mettar uml. kr. 115-185 mió, frároknað tær havnaumbyggingar, ið møguliga høvdu verið neyðugar, um undirsjóvartunnil ikki verður gjørdur. Avgerandi fyri samlaðu nettoútreiðslurnar er serliga, hvussu vegagerðin við Leirvíkar bygd verður framd.

Rakstrarkostnaður:
Tá tunnilin verður latin upp fyri almenninginum, verður ferjusambandið millum Klaksvík og Leirvík steðgað, og hevur tað við sær, at ongar inntøkur ella útreiðslur verða frá nevndu farleið. Farleiðin gav í 2001 eitt rakstrarhall upp á kr. 1,8 mió, íroknað leigu av avloysaraskipi, men frároknað rentur og avskrivingar av Dúgvuni. Um rakstrarúrslitið komandi árini verður á leið tað sama, sparir SL tí hesa upphædd, tá undirsjóvartunnilin verður tikin í nýtslu. Tað verður tó neyvan á hvørjum ári, at neyðugt verður at leiga avloysaraskip til farleiðina.

Tó má eisini roknast við, at talið á ferðandi við Bygdaleiðum ávirkast av fasta sambandinum. Væntandi minkar talið á ferðandi við Bygdaleiðum nakað, um bummpengarnir á leið verða á sama støði, sum ferðaseðlaprísirnir umborð á ferjunum í dag, tí fólk heldur ferðast í egnum bili. Enn er eingin meting gjørd av væntaða inntøkumissinum hjá Bygdaleiðum.

Felagið ber allan rakstrarkostnað av tunlinum, til hesin verður avhendaður landinum til ognar. Tá yvirtekur landskassin rakstrarútreiðslurnar av tunlinum, sum leysliga verða mettar til kr. 5-6 mió árliga. Verður landið sjálvtryggjandi, kann uml. kr. 1-1½ mió sparast árliga í útreiðslum til ábyrgdartrygging fyri tunnilin. Hinvegin má tá roknast við, at stórar útreiðslur fara at verða við ávísum millumbilum, so miðal árliga sparingin verður við tíðini helst munandi minni.

B. Fyri kommunurnar
Lógaruppskotið kann fáa fíggjarligar avleiðingar fyri Klaksvíkar kommunu, um neyðugt verður við broytingum ella umbyggingum av kommunalu vegunum. Harafturat missa Leirvíkar og Klaksvíkar kommuna havnagjøldini frá Strandfaraskip Landsins. Hinvegin fáa báðar kommunurnar endurgjald fyri henda inntøkumissin, sbr. løgtingslóg nr. 42 frá 24. mars 2000 um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá strandfaraskipum landsins verða lagdar niður. Eisini spara kommunurnar nakað í s.v. viðlíkahald av havnunum.

C. Fyri vinnuna
Lógaruppskotið hevur positivar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna. Roknast má við, at serliga fiskavirkini í Norðoyggjum fáa gagn av fasta sambandinum, tí óvissan, um pláss er umborð á Dúgvuni, hvørvur. Tí kann framleiðast longri upp undir fráferð hjá farmaskipunum úr Havn.

2. Umsitingarligar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar fyri land, kommunu ella vinnuna.

3. Umhvørvisavleiðingar
Umhvørvisavleiðingarnar av fasta sambandinum verða helst lítlar. Í sambandi við byggingina fer dentur at verða lagdur á, at umhvørvið verður ávirkað sum minst av arbeiðinum, hóast tað neyvan slepst undan, at serliga íbúgvarnir í Leirvík og Klaksvík verða órógvaðir nakað av tungu ferðsluni, ið verður, meðan arbeiðið fer fram.

Tá fasta sambandið verður tikið í nýtslu, skulu akførini koyra eitt longri strekki enn áður, og ferðslan um fjørðin veksur væntandi í stórum. Tí fer samlaða bensin- og dieselnýtslan at vaksa. Eisini verður elnýtsla til ljós, viftur, pumpur o.a. í tunlinum. Hinvegin fellur oljunýtslan hjá Dúgvuni burtur.

Tað er væntandi, at økta ferðslan fer at ávirka nærumhvørvið nakað.

4.  Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Lógaruppskotið fær væntandi positivar avleiðingar fyri allar Norðoyggjarnar, sum fáa eitt betri samband við meginøkið. Eisini fáa eysturoyingar betri samband til Klaksvíkina við teimum møguleikum og tilboðum, sum har eru at finna.

    Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

      Fyri landið/
    landsmyndugleikar
    Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna
    Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

    Ja

    (Nei)

    Ja, serliga virki í Norð-oyggjum

    Nei

    Ja, positivar

    Umsitingarligar avleiðingar

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Umhvørvisligar avleiðingar

    Nei

    Nei

    Ja, smærri

    Nei

    Nei

    Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Sosialar avleiðingar    

    Ja, tættari tilknýti til meginøkið

    Nei

     

5. Ummæli av lógaruppskotinum
Lógaruppskotið hevur verið til ummælis á Landsverkfrøðingsstovninum og hjá Fíggjarmálastýrinum. Landsverkfrøðingsstovnurin hevði smávegis viðmerkingar, og er lógaruppskotið broytt í samsvar við viðmerkingarnar. Vinnumálastýrið hevur ongar viðmerkingar fingið frá Fíggjarmálastýrinum.

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

Til § 1:
Stk. 1.
Her verður rætturin hjá P/F Norðoyatunlinum (skrás.nr. 3298/2002) at gera tunnil um Leirvíksfjørð staðfestur. Sjálv reguleringin av partafelagnum er í løgtingslóg nr. 168 frá 21. desember 2001 um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð.

Stk. 2.
Hóast tað almenna eigur allan partapeningin í felagnum, og tað tí kann roknast við, at tann nevnd, sum landsstýrismaðurin velur, kunnar partaeigaran, verður tað mett at vera neyðugt, at landsstýrismaðurin góðkennir samlaðu verkætlanina, áðrenn arbeiðið byrjar, m.a. fyri at tryggja sær, at teir normar og standardir, ið eru galdandi á økinum, verða yvirhildnir. Ætlan landsstýrismansins er, at Landsverkfrøðingsstovnurin aftan á hvørja fasu í prosjekteringini fær tilfarið frá partafelagnum til viðmerkingar og skal harafturat vegna landsstýrismannin góðkenna endaliga prosjektið. Eisini er ætlanin, at Landsverkfrøðingsstovnurin skal hava eftirlit við, at verkætlanin verður framd samsvarandi góðkenda prosjektinum á sama hátt sum við Vágatunlinum.

Stk. 3.
Her verður staðfest, at tað almenna fær ognarrættin til samlaða anleggið, tá íløgan er fult útgoldin.

Til § 2
Sum greitt frá undir almennu viðmerkingunum hevur Løgtingið umframt játtanina til forkanningarnar játtað kr. 30 mió til byrjanarpartapening í 2001. Neyðugt er við kr. 195 mió afturat í partapeningi, soleiðis at samlaði partapeningurin verður kr. 225 mió. Felagið skal so útvega sær uml. kr. 105 mió í fremmandafígging.

Í hesari grein verður ásett, at írestandi játtanin til verkætlanina verður játtað í seks fylgjandi fíggjarár við kr. 32,5 mió árliga, fyrstu ferð í 2003. Landsstýrismaðurin fær samstundis heimild at veita felagnum bindandi tilsøgn um, at partapeningurin hjá felagnum verður hækkaður upp í kr. 225 mió tilsamans, við tí árligu játtan upp á kr. 32,5 mió, sum skal játtast í 6 fylgjandi fíggjarár. Ein slík tilsøgn frá landsstýrismanninum gevur felagnum eitt rættarkrav upp á alla írestandi upphæddina, kr. 195 mió. Tað er heilt avgerandi fyri, at verkætlanin kann gerast veruleiki, at felagið fær rættarkrav upp á tær kr. 195 mió, sum eru eftir at játta, so felagið kann gera bindandi avtalur. Fær felagið ikki slíkt krav, kann felagið ikki veita teimum, ið skulu byggifíggja, nakra trygd.

Til § 3
Higartil hava nýtslugjøld ikki verið kravd í Føroyum fyri nýtsluna av nøkrum tunli, sum tað almenna hevur latið byggja. Hetta er tó kent fyribrygdi í øðrum londum, bæði tá tað snýr seg um tunlar og eisini størri motorvegir.

Hugskotið er, at brúkarin skal vera við til at fíggja størri verkætlanir, sum tað hevði verið torført at fíggja við almennum peningi burturav. Landið hevur onga ábyrgd mótvegis lángevarum ella øðrum ognarum hjá felagnum, eins og landið ikki hevur nakra ábyrgd sum byggiharri ella ábyrgd av rakstri ella møguligum endurgjøldum fyri skaðar, sum kunnu standast av tunlinum.

Ætlanin er, at nýtslugjøldini skulu fíggja bæði afturgjaldingina av lánunum til byggingina og raksturin av vegunum og tunlinum.

Tað er eigarin av tunlinum og eingin annar, sum kemur at gera av støddina av teim nýtslugjøldum, ið kravd verða frá teimum, ið nýta tunnilin v.m. Landsstýrismaðurin hevur ongar heimildir til áseting av støddini á nýtslugjøldunum. Hetta merkir eisini, at um ein veðhavari yvirtekur tunnilin, fær hann henda rætt.

Ætlan felagsins er, at hesi nýtslugjøld skulu vera av eini stødd, sum ger, at felagið hevur ráð at afturgjalda rentur og avdráttir til lánistovnarnar, umframt at kunna gjalda rakstur og viðlíkahald av anlegginum. Eisini skulu nýtslugjøldini gera felagið ført fyri at konsolidera seg rímiliga væl.

Tá felagið enn ikki er farið í holt við prosjekteringina og heldur ikki hevur gjørt nakrar byggisáttmálar, er tað í dag ógjørligt at meta um, hvussu stór nýtslugjøldini verða, tí samlaði íløgukostnaðurin fer at avgera tað.

Í stk. 2 verður tilskilað, at vegir, brýr og tunnil ikki verða partar av landsvegnum eftir løgtingslóg nr. 51 frá 25. juli 1972 um landsvegir við seinni broytingum. Landsvegalógin ásetir nevniliga í § 2, at "Landið ger og heldur landsvegir", og hetta er júst ikki ætlanin, tí talan verður um privatan ognarrætt hjá felagnum til vegir, brýr og tunnil.

Í stk. 3 hevur landsstýrismaðurin, hóast talan verður um privatan veg og tunnil, sambært §§ 6 og 7 í nevndu løgtingslóg, somu heimildir, tá tað ræður um vegir, brýr og tunnil. Eftir nevndu greinum er heimild hjá vegamyndugleikunum t.d. at áseta, hvussu langt frá landsvegi bygt eigur at verða, treytir um bygging framvið vegnum v.m., og hildið verður av ferðsluligum ávum, at tað eisini er neyðugt, at vegamyndugleikarnir hava hesi amboð, tá tað ræður um hesa vega- og tunnilsgerðina.

Til § 4
Í landsvegalógini er ásett, at lóg nr. 69 frá 7. mai 1881 "om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder samt til offentlige skoler på Færøerne" við seinni uppískoytum verður at galda eisini í førum, har ið landsstýrið hevur fyri neyðini at ogna sær bygt sum óbygt lendi ella tilfar í sambandi við landsvegagerð og -hald.

Í hesum føri verður tó ikki talan um landsveg, men privatan veg, og tí er neyðugt við serstakari ognartøkuheimild, skuldi tað víst seg, at tað ikki við samráðingum fæst avtala í lag við jarðareigarar um keyp av lendi ella tilfari.

Vanlig mannagongd í sambandi við tunnilsgerð hevur verið, at ognartikið verður til tilkoyringarvegir og tunnilsmunnan, meðan tað ikki hevur verið ognartikið til sjálvan tunnilin. Annars verður víst til viðmerkingarnar um ognartøkuspurningin í ll. nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund.

Sum nevnt undir teimum almennu viðmerkingunum, er tað neyðugt hjá felagnum at gerast eigari av lendinum til vegin og kring tunnilsmunnarnar fyri at hava ræði á tunlinum og at kunna veðseta veg og tunnilsmunnar. Tað kann eisini gerast neyðugt at leggja m.a. rørleiðingar í øki nærhendis. Hertil kemur helst, at lángevarar vilja krevja veð í føstu ognum felagsins.

Til § 5
Stórur partur av íløguni verður fíggjaður við lántøku. Meðan byggiarbeiðið fer fram, verða umframt rentuútreiðslur eisini aðrar munandi útreiðslur, so sum forkanningar v.m., sum ikki kunnu dragast frá, tí tað verða ongar rakstrarinntøkur í byggitíðini.

Eftir galdandi skattalóg er heimild til at draga frá skattligt hall í skattligu inntøkuni tey fylgjandi 5 árini. Í hesum skeiði kann frádrátturin tó bert flytast til eitt seinni inntøkuár, rúmast tað ikki í skattskyldugu inntøkuni undanfarna ár.

Fyri at eingin ivi skal vera um, hvussu ein vega- og tunnilsgerð í avskrivingarligum høpi er at meta eftir galdandi skattalóg, verður skotið upp, at reglurnar um vinnuligar bygningar verða nýttar. Mest nærliggjandi er at sammeta tunnilin við vinnuligan bygning, og tí er hetta skilað til í lógini.

Til § 6
Fyri at skipa innkrevjingina so rationelt sum til ber, kann nýtast ymisk tøkni til at lætta um arbeiðsgongdina. Ætlandi verða gjaldstøðini á onkran hátt automatiserað, men akkurát hvussu hetta verður gjørt, er ikki avgjørt enn.

Ansingarskipanin skal handfarast so skynsamliga og varisliga, at ampin verður so lítil sum til ber hjá teimum ferðandi.

Fyri at geva felagnum møguleika fyri at eftirkanna, hvørjir teir eigarar av akførunum eru, sum møguliga royna at sleppa sær undan at gjalda nýtslugjøld, er felagnum heimilað at útvega sær upplýsingar um skrásettu eigararnar frá Bileftirliti Føroya, sum hevur fullfíggjaða skrá yvir øll føroysk akfør.

Til § 7
Landsstýrismaðurin setir ein bólk at fylgja við arbeiðnum soleiðis, at tann vitan, sum fæst við eini tílíkari verkætlan, í mest møguligan mun kemur føroyska samfelagnum til gagns seinni. Tað er helst óneyðugt at hava bólkin sitandi aftaná, at sjálvt arbeiðið er liðugt og tikið í nýtslu. Men hetta kann landsstýrismaðurin sjálvur gera av, tá tann tíðin kemur.

Limirnir í bólkinum verða fyrst og fremst umboð fyri tekniska serkunnleikan í Føroyum – her verður serliga hugsað um umboð fyri Landverkfrøðingsstovnin, men eisini onnur kunnu hava áhuga í at fylgja við arbeiðnum. Her verður hugsað um umboð fyri kommunur, fyri tilbúgving, løgreglu, brunaumsjón o.l.

Tað er ikki ásett í sjálvari lógini, hvussu arbeiðið í fylgibólkinum skal skipast, men ætlanin er, at formaðurin í partafelagnum regluliga kallar inn til fundar, kunnar um aktuel mál og letur bólkin fáa høvi at viðgera og skifta orð um hesi og onnur mál av áhuga.

Til § 8
Ætlanin er, at lógin skal koma í gildi skjótast til ber.

Tørvur skuldi ikki verið á at gjørt broytingar í øðrum løgtingslógum. Í hesum sambandi er serliga kannað, um tørvur verður á broytingum í

  1. Løgtingslógini um fólka- og farmaflutning
  2. Ferðslulógini
  3. Matrikuleringslógini

Ad 1. Løgtingslógin um fólka- og farmaflutning:
Verkætlanin at gera veg og tunnil og bjóða hann fram til fólka- og farmaflutning er ikki fevnd av løgtingslóg nr. 82 frá 15. mai 2001um fólka- og farmaflutning.

Ad. 2. Ferðslulógin:
Ferðslulógin verður galdandi fyri vegin og tunnilin, og mett verður ikki, at tørvur er á at gera serstakar broytingar í ferðslulógini við atliti til verkætlanina. Tá tað í ferðslulógini verður talað um vegamyndugleika annan enn løgregluna, merkir hetta eigarin av vegnum.

Ad. 3. Matrikuleringslógin:
Løgtingslógin um matrikulering er onnur lóg, sum hugsast kundi verið broytt í sambandi við, at felagið fær ognarrætt til tunnilin, men her eru tó ongar ásetingar, sum gera, at tørvur er á nakrari broyting.

Hjáløgd skjøl:

  1. Eykajáttanarlóg í desember 2001 (konto 6.38.2.19)
  2. Stovningarsamtykt í P/F Norðoyatunlinum.
  3. Viðtøkur í partafelagnum Norðoyatunlinum.
  4. Kort, ið vísir møguligar ætlaðar linjuføringar av vega- og tunnilsgerðini, sum arbeitt er við.

1. viðgerð 7. mars 2002. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 11. mars 2002 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2002, og eftir 1 viðgerð tann 7. mars 2002 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 11. mars 2002.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri P/F Norðoyatunnilin, umframt við landsstýrismannin í vinnumálum, saman við umboðum fyri landsverkfrøðingsstovnin.

Ein meirluti í nevndini (Heini O. Heinesen, Alfred Olsen, Jógvan á Lakjuni, Ingi Olsen, Dan R. Petersen og Kári P. Højgaard) er av tí áskoðan, at hendan anlegslógin eisini eigur at fevna um íbindingina til nærmasta landsveg.

Avleiðingin av Norðoyartunlinum er, at neyðugt er við eini nýggjari vegagerð í Leirvík og Klaksvík, og henda vegagerð eigur tí at verða tikin við fyri at fevna um alla verkætlanina og sostatt at geva landsstýrismanninum neyðugu heimildirnar.

Í Leirvík er nevndur møguleiki fyri eini vegagerð oman fyri bygdina, ígjøgnum bygdina ella tunnil undir bygdini. Vegagerðin oman fyri bygdina kostar uml. 21 mió kr. og hevur negativar avleiðingar fyri búsetingar og trivnaðin í bygdini, meðan tunnilin ongar negativar avleiðingar hevur fyri Leirvík.

Nevndin er samd um, at besta loysnin í Leirvík er tunnil undir Leirvíks bygd.

Meirlutin tekur undir við málinum, men vísandi til omanfyristandandi viðmerkingar mælir nevndin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum

broytingaruppskoti

1) Í § 1, stk. 2 verða orðini "Landsstýrismaðurin skal" broytt til "Landsverkfrøðingsstovnurin skal, undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum".

2) Í § 1 verður sett inn nýtt stk. 4, ið verður soljóðandi: "Stk. 4. Landsverkfrøðingsstovnurin, undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum, stendur fyri arbeiðnum at binda anleggið í landsveg báðumegin, og skal hendan íbinding fevna um ein tunnil undir Leirvíks bygd."

3) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Játtanin til samlaðu verkætlanina, stór kr. 255 mió, verður ásett á fíggjarlóg yvir eitt 7 ára skeið, fyrstu ferð í 2003, við kr. 36 mió árliga fyrstu 4 árini, og 37 mió seinastu 3 árini."

4) Í § 3, stk. 2 verður aftaná orðið "tunnil" sett inn orðini ",ið verða gjørdir við heimild í § 1, stk. 1,"

5) Í § 7 verða orðini "Landsstýrið setir" broytt til "Undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum, setir Landsverkfrøðingsstovnurin".

Viðmerkingar til einstøku broytingarnar:

Ad. 1) Við broytingini verður tað ásett, at Landsverkfrøðingsstovnurin skal standa fyri góðkenningini, men verður tað undirstrikað, at endaliga ábyrgdin er hjá landsstýrismanninum, og merkir hetta eisini, at landsstýrismaðurin hevur endaligu heimildina. Broytingin hevur sostatt ikki til endamáls at forskjóta ábyrgdina hjá landsstýrismanninum smb. stýrisskipanarlógini.

Ad. 2) Verkætlanin verður víðkað til eisini at fevna um íbinding til landsveg, tó soleiðis at tað verður landsverkfrøðingurin og ikki P/F Norðoyatunnilin, ið skal standa fyri hesum arbeiði. Eisini verður beinleiðis lógarásett, at íbindingin Leirvíksmegin skal fevna um ein tunnil undir Leirvíks bygd.

Ad. 3) Játtanin verður hækkað við 60 mió kr. at seta á fíggjarlóg yvir eitt 7 ára skeið í staðin fyri eitt 6 ára skeið.

Ad. 4) Broytingin verður gjørd fyri bert at undantaka tann partin av verkætlanini, ið P/F Norðoyatunnilin stendur fyri, frá nevndu lógarásetingunum um landsveg.

Ad. 5) Við broytingini verður tað ásett, at Landsverkfrøðingsstovnurin skal seta bólkin, men sum í broytingini til § 1, stk. 2 verður tað eisini her undirstrikað, at endaliga ábyrgdin er hjá landsstýrismanninum. Víst verður í hesum sambandi til viðmerkingarnar undir ad. 1.

Minnilutin í nevndini (Henrik Old) hevur ringt við at skilja, at tað kann lata seg gera at binda komandi landsstýri við eini eyka upphædd upp á 60 mió kr., í og við at landsverkfrøðingsstovnurin skal gera tunnil í Leirvík. Hetta vil so gera, at aðrar tunnilsgerðir verða útsettar í tann mun, hesin tunnil skal gerast, og tíðarætlanin haldast. Minnilutin má siga, sum løgmaður Anfinn Kalsberg sigur, tá hann leggur uppskot til anlegslóg fram, at hann vil ikki vera svartiper, og eftir viðgerðina í dag sær út, sum tað eru fleiri, sum ikki vilja vera svartiper, og undirritaði tekur so støðu í tingsalinum til, hvør skal vera svartiper.

Ein samd nevnd átalar, at málið er komið so seint niðan, at stundir ikki hava verið at viðgera málið.

Á tingfundi 13. mars 2002 løgdu tingmenninir Heini O. Heinesen, Alfred Olsen, Jógvan á Lakjuni, Ingi Olsen, Dan R. Petersen og Kári P. Højgaard fram soljóðandi

Broytingaruppskot

til

2. viðgerð

I

1) Í § 1 verður sett inn nýtt stk. 4, ið verður soljóðandi: "Stk. 4. Landsverkfrøðingsstovnurin, undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum, stendur fyri arbeiðnum at binda anleggið í landsveg báðumegin, og skal hendan íbinding fevna um ein tunnil undir Leirvíks bygd."

2) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis: "Játtanin til samlaðu verkætlanina, stór kr. 255 mió, verður ásett á fíggjarlóg yvir eitt 7 ára skeið, fyrstu ferð í 2003, við kr. 36 mió árliga fyrstu 4 árini, og 37 mió seinastu 3 árini."

II

1) Í § 1, stk. 2 verða orðini "Landsstýrismaðurin skal" broytt til "Landsverkfrøðingsstovnurin skal, undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum".

2) Í § 3, stk. 2 verður aftaná orðið "tunnil" sett inn orðini ", ið verða gjørdir við heimild í § 1, stk. 1,"

3) Í § 7 verða orðini "Landsstýrismaðurin setir" broytt til "Undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum, setir Landsverkfrøðingsstovnurin".

Viðmerkingar:
Ein meirluti í vinnunevndin setir fram hetta broytingaruppskot, ið innihaldsliga er samsvarandi broytingaruppskotinum, ið meirlutin hevur sett fram í álitinum frá nevndini í málinum. Broytingaruppskotið skal tryggja at Løgtingið fær møguleika at taka støðu til uppskotnu broytingarnar hvør sær.

Víst verður til viðmerkingarnar hjá meirlutanum í vinnunevndini, í álitinum, sum nevndin hevur lagt fram í málinum. Í uppskotinum er bert uppsetingin broytt.

2. viðgerð 13. mars 2002. Broytingaruppskotini í álitinum burturdottin. Broytingaruppskot frá sama meiriluta í vinnunevndini Heina O. Heinesen, Alfred Olsen, Jógvan á Lakjuni, Inga Olsen, Dan R. Petersen og Kára P. Højgaard merkt  I fall 7-6-17, og broytingaruppskot  merkt II samtykt 23-5-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-3-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 15. mars 2002 løgdu tingmenninir Jógvan á Lakjuni, Alfred Olsen, Dan R. Petersen, Signar á Brúnni, Kári P. Højgaard og Edmund Joensen fram soljóðandi

Broytingaruppskot

til

3. viðgerð  

Í § 1, stk. 2 verður sett sum 2. punktum:

"Landsstýrismaðurin skal, eftir at hava ráðført seg við Leirvíkar og Klaksvíkar kommunur, taka støðu til neyðugar atknýttar verkætlanir, áðrenn tunnilsarbeiðið verður sett í verk".

Viðmerkingar:
Upp í tað fasta sambandið um Leirvíksfjørð hoyra eisini vegaføringarnar frá tunlinum báðu megin fjørðin, og tað er sera týdningarmikið, at Leirvíkar og Klaksvíkar kommunur fáa trygd fyri, at tær verða tiknar upp á ráð soleiðis, at hetta á ongan hátt verður kommununum báðum til ampa.

3. viðgerð 15. mars 2002. Broytingaruppskot frá Jógvan á Lakjuni, Alfred Olsen, Dan R. Petersen, Signar á Brúnni, Kára P. Højgaard og Edmund Joensen samtykt 27-4-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 28-3-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 33 frá 26.03.2002