Grundlógarnevnd - Støðufrágreiðing

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður
Tinganes
Postboks 64
110 Tórshavn

Vísandi til bræv mítt dagfest 7. september 2001, sendi eg tær við hesum eina støðufrágreiðing um arbeiðið í Grundlógarnevndini.

Vinarliga

Jóan Pauli Joensen
formaður

 

GRUNDLÓGARNEVNDIN

Støðufrágreiðing

1. oktober 2001

Innihaldsyvirlit 

Innihaldsyvirlit *

Inngangur *

Samansetingin av nevndini *

Broytingar í nevndarsamansetingini. *

Skrivari, hjálparfólk og fundarstaður *

Nevndararbeiðið *

Plenumfundir *

Tíðindafundir *

Heimasíðan *

Samfelagsfrøðingafundir *

Upprit til grundlóg *

Skjøl nevndarinnar *

Ferðin til Islands og USA *

Evnisbólkarnir *

Statusfrágreiðing bólkanna *

Niðurstøða *

 Inngangur

Bakstøðið fyri arbeiðinum er, at 11. mars 1999 lýsti Føroya Løgmaður løgtingslóg um grundlógarnevnd, eftir at uppskotið hevði verið viðgjørt í Løgtinginum1. Lógin um eina føroyska grundlóg hevur frá byrjan verið partur av fullveldismálinum, og varð lógin samtykt við atkvøðum hjá samgonguni - Tjóðveldisflokkinum, Fólkaflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum - og atkvøðuni hjá Miðflokkinum. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin atkvøddu ímóti.2

Frá byrjan gjørdu umboð Sambandsfloksins í Grundlógarnevndini greitt, at tey vóru ímóti fullveldi og ímóti eini føroyskari grundlóg, og at teirra starv í nevndini fór at verða merkt av hesum. Hinvegin hildu tey, at arbeiðið kundi brúkast at endurskoða stýrisskipanarlógina, og hava tí tikið lut í arbeiðinum við hesum í huga.

Sum sæst av málsviðgerðini, so hevur javnaðarflokkurin frá byrjan ynskt at víðka arbeiðssetningin til eisini at fevna um føroyska grundlóg í aðrari stjórnarskipan enn fullveldi. Nevndin hevur í sínum arbeiði viðgjørt ymiskar skipanir, sum túrurin til USA eisini er prógv um.

Sbrt. lógini skuldi arbeiðið vera liðugt til 1. juni 2000, men frá fyrsta degi var greitt, at tíðarkarmurin til eitt so stórt og grundleggjandi arbeiði, sum var gjørt á fyrsta sinni her á landi, var alt ov tepur, soleiðis sum nevndin var samansett. Formaðurin gjørdi eisini vart við hetta longu tá arbeiðið byrjaði. Málið hevur verið til viðgerðar í Løgtinginum aftur, og mælti ein samd rættarnavnd tá til at broyta løgtingslóg nr. 10 frá 11. februar 1999 um grundlógarnevnd til, at § 1, stk 3 kom at ljóða at "fyribils álit og uppskot til grundlóg í seinasta lagi 1. oktober 2001, og endaligt álit 31. desember 2001."

Fleiri samvirkandi orsøkir hava ført við sær, at tað eisini kom at verða trupult at halda henda tíðarkarm. Grundlógararbeiðið hevur frá byrjan skulað kappast við so nógv annað, ið hevur hoyrt uppí dagliga arbeiði hjá nevndarlimunum – ikki minst hjá politisku umboðunum í nevndini. Umleggingar o.a. á skrivstovuni í sambandi við, at grundlógarskrivarin fór úr starvi, hava eisini havt darvandi ávirkan.

Nevndin er úr einum løgfrøðiligum sjónarmiði av sínum egna heilt serliga slag, sum ikki altíð hevur gjørt tað so lætt at arbeiða, hvørki hjá serfrøðingum ella politikarunum. Uppgávan hjá formanninum sbrt. arbeiðssetninginum hevur verið, at lata øll sjónarmið koma fram, og helst at royna at finna fram til eina semju, sum allir nevndarlimirnir kunnu taka undir við. Hesin politiski streymasjógvur hevur sjálvsagt eisini tarnað róðrinum og longt um leiðina fram á málið.

Broytta politiska gongdin hevur, umframt at hava ávirkað motiveringina hjá fleiri nevndarlimum, eisini ført við sær eina glíðing og broyting í fatanini hjá nevndarlimunum av, hvat tað er fyri ein grundlóg ella stjórnarskrá, sum vit stevna ímóti. Í hesum spurningi varð ruddað upp á fundum í august og september. Leitað varð aftur til upprunaliga lógaruppskotið og til upprunaliga arbeiðssetningin.

Á fundi 3. september varð samtykt, at hvør limur skuldi geva sína egnu persónligu hugsan og fatan til kennar. Hetta førdi við sær, at formaðurin, við støði í avgerð á fundi 7. september 2001, sendi landsstýrismanninum eitt skriv, dagfest sama dag, har tað stendur, at:

"Grundlógarnevndin hevur – í sambandi við tilstundandi evstumørkini fyri nevndararbeiði – gjørt støðuna í grundlógararbeiðinum upp á fundum 3. og 7. september 2001. Skal arbeiðið, vit lata úr hondum, vera fakliga forsvarligt, samstundis sum roynt verður til fulnar at finna breiðar politiskar semjur í grundlógarnevndini, er enn langt eftir á mál.

Arbeiðslagið hevur higartil yvir høvur verið gott, og arbeiðshátturin hevur víst seg at rigga væl, men her kunnu ávísar broytingar gerast. Ávegisavgerðirnar, sum vit hava tikið haldi eg vit kunnu vera væl foreint við, og úrslitið higartil er tí samanumtikið gott.

Tað hevur tó verið ein bági, at gongdin í sjálvstýrismálinum varð ein onnur enn væntað, tá lógin varð gjørd, og hetta hevur gjørt, at nevndin hevur nýtt nógva orku til at kanna, hvørjar fyritreytirnar fyri arbeiðinum eru.

Eisini hava tíðarbil verið, har fundarvirksemið av ymsum ávum hevur ligið stilt.

Í almennu viðmerkingunum til lógina stendur m.a., at endamálið við at hava politiska umboðan í nevndini er, at hesi skulu fáa ávirkan á uppskotið til grundlóg. Í endaliga arbeiðssetninginum er tilskilað, at formaðurin skal tryggja øllum nendarlimum javnbjóðis ávirkan og tryggja at úrslit kemur, og helst í semju, og starvskipanin skal vera so, at hon "kann tryggja eitt gott samspæl millum tey fakligu og politisku/fólkaræðisligu atlitini, og at allir nevndarlimir eru javnsettir at seta fram uppskot og taka støðu". Um tað skal vera møguligt at gjøgnumføra arbeiðsháttin, ið her verður lagt upp til, er hetta arbeiði, ið eigur at taka sína tíð.

Tilstundandi løgtings- og fólkatingsvalini eru eisini farin at spøkja, og væntandi er, at prosessin, sum lagt er upp til við almennum hoyringum og kunningarfundum, verður órógvað.

Vit fara tí við hesum at boða landsstýrismanninum frá, at grundlógarnevndin ikki klárar at halda tíðarfreistirnar í lógini, tvs.:

Nevndin fer tí heldur at gera statusfrágreiðing tann 1.10.2001, har nevndin eisini kemur við uppskoti um, hvørjir partar av grundlógaruppskotinum kunnu fáa endaliga nevndarviðgerð fyri 31.12.2001.

Vísandi til at nevndin ikki sær seg føra fyri at halda ásetingarnar í lógini um grundlógararbeiðið, verður heitt á landsstýrismannin um at taka neyðugu stigini í hesum sambandi."

Tað er við støði í teirri avgerð, sum liggur aftanfyri hetta skriv, at henda frágreiðing verður latin landstýrismanninum í sjálvstýrismálum. 

Samansetingin av nevndini

Sbrt. Lógini um grundlógarnevnd skulu flokkarnir millum tinglimir sínar velja tvey umboð fyri teir stóru flokkarnar og eitt fyri teir smærru. Fyri hvønn lim skal eisini veljast ein varalimur, sum eisini skal vera tingmaður. Løgmaður tilnevnir ein nevndarlim og ein varalim fyri Landsstýrið. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum velir 5 nevndarlimir við samfelagsligari útbúgving, haruppií eisini formannin, og 4 varalimir fyri hesi. Út frá hesum var nevndarsamansetingin frá byrjan henda: 

Umboð tilnevnd av Løgtinginum:
Fólkaflokkurin: Limir: Eyðun Viderø og Jógvan á Lakjuni, Varalimir: Jóannes Nielsen og Rúna Sivertsen.
Javnaðarflokkurin: Limir: Jóannes Ejdesgaard og Hans Pauli Strøm Varalimir: Hendrik Old og Katrin Dahl Jacobsen.
Sambandsflokkurin: Limir: Edmund Joensen og Lisbeth L. Petersen. Varalimir: Alfred Olsen og Heðin Mortensen.
Sjálvstýrisflokkurin: Limur: Jákup Sverri Kass. Varalimur: Sámal Petur í Grund.
Tjóðveldisflokkurin: Limir: Hergeir Nielsen og Torbjørn Jacobsen Varalimir Jógvan Durhuus og Anita á Fríðriksmørk.
Miðflokkurin: Limur: Jenis av Rana. Varamaður: Eingin, tí flokkurin er bert umboðaður við einum manni á tingi.

Umboð tilnevnd av Føroya Løgmanni:
Limur: Helena Dam á Neystabø. Varalimur: Signar á Brúnni. 

Umboð tilnevnd av landsstýrismanninum:
Jóan Pauli Joensen við Eyðun Andreassen sum varalimi, Aibritt á Plógv við Gesti Hovgaard sum varalimi, Herálvur Joensen við Gurið A. Joensen sum varalimi, Maria F. Róin við Ingibjørg Berg sum varalimi, Rúni Joensen við Herluf Sigvaldsson sum varalimi.

Landstýrismaðurin tilnevndi Jóan Paula Joensen til formann. Nevndin hevur sjálv á næsta fundi sínum valt Rúna Joensen til næstformann. 

Broytingar í nevndarsamansetingini.

Aibritt á Plógv segði seg av persónligum orsøkum úr nevndini og í hennara stað kom Jóannes Hansen í nevndina frá oktober 1999. Í januar 2000 fór tann broyting fram, at Maria Róin og Ingibjørg Berg skiftu um, soleiðis at Ingibjørg Berg varð limur og Maria Róin varalimur. Í mai 2001 kom Birta Biskipstø fyri Mariu Róin. Birta Biskopsstø var í nevndini til seinast í juli, tá hon tók seg úr. Fyri hana kom Kári á Rógvi í nevndina sum varalimur í september 2001.

Í sambandi við at Signar á Brúnni várið 2000 fór frá sum landsstýrismaður og tók sæti á tingi, fóru bæði hann og Torbjørn Jacobsen úr nevndini. Fyri Torbjørn Jacobsen valdi Tjóðveldisflokkurin í mai 2000 Anitu á Fríðriksmørk sum lim í nevndina og Finn Helmsdal til varalim hennara.

Tá Torbjørn Jacobsen í august gjørdist landsstýrismaður, var hann tilnevndur sum varalimur fyri Helenu Dam á Neystabø. Í sambandi við at Helena Dam á Neystabø í februar 2001 fór frá sum landsstýrismaður og tók sess sín á tingi, fór Jákup Sverri Kass úr nevndini, og hon kom í nevndina í hansara stað sum umboð fyri Sjálvstýrisflokkin, og Kári Højgaard varð valdur til varalim fyri hana. Torbjørn Jacobsen fór frá sum varalimur samstundis sum hann segði landstýrismannasessin frá sær. Landstýrisins umboð hava síðani september 2001 verið Sámal Petur í Grund við Óla Holm sum varamanni.

Skrivari, hjálparfólk og fundarstaður

Ta fyrstu tíðina virkaði Bergur Berg, fulltrúi í sjálvstýrismálum sum skrivari hjá nevndini, men frá 15. august 1999 tók løgfrøðingurin Kári á Rógvi, við starvinum sum grundlógarnevndarskrivari, eftir at tað hevði verið lýst leyst. Hann hevur verið skrivari til 1. august 2001, tá hann ikki ynskti at endursnýggja sáttmála sín. Hetta førdi við sær eina umskipan á Grundlógarskrivstovuni, soleiðis at Ingibjørg Berg tók við umsitingarliga partinum av skrivarastarvinum hálva tíð fra 1. august 2001, og Rúni Joensen fekk ábyrgdina av løgfrøðiliga partinum av skrivarastarvinum. Ingibjørg Berg og Rúni Joensen halda tó eisini fram sum limir í nevndini.

Síðani 1. februar 2001 hevur Gunn Ellefsen, BA í løgfrøði, arbeitt sum hjálparskrivari í nevndini. Sissal Kampmann var hjálparfólk hjá nevndini nakrar mánaðir í 2000, meðan Óluva Ellingsgaard síðani mai 2001 hevur røkt arbeiðið sum hjálparfólk hjá nevndini. Ung løgfrøðilesandi hava eisini arbeitt sum hjálparfólk um summarið.

Nevndin hevur frá byrjan havt arbeiðshøli í ovastu hædd á Skansapakkhúsinum í Tinganesi, har eisini bólkafundir hava verið hildnir. Flestu plenumfundir hava verið í stóra fundarhølinum í Sjó- og Vektarbúðini í Tinganesi. Nevndin hevur harumframt eisini havt fundir á Hotel Tórshavnar Sjómannsheimi, og á gistingarhúsum í sambandi við kanningarferðina í USA og Íslandi. 

Nevndararbeiðið

Teir fyrstu nevndarfundirnir fóru við at skipa ávís praktisk viðurskifti, og arbeitt varð við einum fyribilsarbeiðssetningi, sum landsstýrismaðurin endaliga gav nevndini 3 .september 1999, eftir at nevndin á fleiri fundum sjálv hevði havt høvi at koma við sínum viðmerkingum til fyribils setningin.

Nevndin byrjaði sítt arbeiði av álvara eftir summarfrítíðina 1999, tá hon hevði fingið fastan skrivara. At lætta um arbeiðið í nevndini varð avgjørt, at skipa arbeiðið í undirbólkar. 16 ymisk evni vórðu gjørd, sum fyrst skuldu viðgerast í bólkunum og síðani viðgerast í plenum. Undirbólkarnir vórðu mannaðir við einum serfrøðingi og nøkrum politiskum umboðum í hvørjum.

Á triðja plenumfundi í september 1999 setti formaðurin fram uppskot um at hava arbeiðsuppskot til eina føroyska grundlóg klárt til jóla í 1999. Undirtøka var tó ikki fyri hesum í nevndini, sum ikki helt tað vera rættan arbeiðshátt. Nevndin vildi heldur arbeiða breitt við evnisøkjunum í arbeiðsbólkum og í plenum, áðrenn farið var undir at skriva og arbeiða við lógargreinum. Hildið varð tí fast um henda arbeiðshátt, sum hevur verið fakliga sera dyggur og mennandi bæði fyri arbeiðið og fyri hvønn einstankan nevndarlim, men tað skerst ikki burtur, at hesin arbeiðsháttur krevur sína tíð.

 

Plenumfundir

Nevndin hevur, síðani hon byrjaði, havt 28 plenumfundir, sum eftir uppskoti frá formanninum í høvuðsheitum hava verið skipaðir eftir eini fastari fundarskrá, sum hevur verið henda:

    1. Viðmerkingar til skránna
    2. Viðmerkingar til frásøgn frá seinasta fundi
    3. Kunningarmál
      1. Kunning frá formanninum
      2. Møgulig kunning frá nevndarlimunum
    4. Nevndararbeiði
      1. Mál at staðfesta ella taka støðu til.
    5. Framløga av bólkaarbeiði
    6. 5.1. Orðaskifti

    7. Møguligir fyrilestrar
    8. 6.1. Orðaskifti

    9. Samanumtøka og niðurstøður
    10. Næsti fundur

Skrivarin hevur havt ábyrgdina av at skriva fundarfrágreiðingar, sum fyrst hava verið sendar limunum til viðmerkingar, áðrenn tær hava verið endaliga góðkendar á einum seinni fundi. Høvi hevur eisini verið at koma við viðmerkingum á komandi fundum, áðrenn endalig fundarfrágreiðing varð skrivað. Fundarfrágreiðingarnar eru at finna í skjalasavninum hjá Grundlógarnevndini.

Plenumfundirnir hava vanliga verið mánadagar, tí tá hevur ligðið frægast fyri hjá tingmonnum at møta. Inn í millum hevur nevndin havt fleiri samanhangandi fundir, sum hava verið ein samansjóðing av plenumfundum og bólkafundum, t.d. á Sjómannsheiminum í mai 2001. Nevndin hevði eisini dagligar fundir á kunningarferðini í USA og Íslandi

Fyrilestrar og skeið
Umframt framløgur hevur eisini verið skipað fyri fyrilestrum. Fyrilestrarnir hava verið:

Ætlanin var at hava fleiri fyrilestrar, og einir tveir aðrir vóru settir á skrá, men ein var avlýstur vegna andlát, og hin var avlýstur, tí fyrilesarin ynskti ikki "på nogen måde at kunne tages til indtægt for synspunkter om spørgsmålet om Færøernes retsstilling, hverken på Færøerne, hvor holdningerne åbenbart er ret så forskellige, eller i Danmark".

Tað vanliga hevur verðið, at fyrilestrahaldarar, umframt at halda fyrilestur fyri Grundlógarnevndini, eisini hava hildið almennan fyrilestur á Fróðskaparsetrinum ella aðrastaðini.

Eisini hevur grundlógarnevnin skipað fyri skeiði í Mannarættindsum, sum J.Fr. Kjølbroe og Nina Holst Christensen skipaðu fyri. Limirnir í Grundlógarnevndini fingu eisini høvi til at taka lut í skeiði um góðan fyrisitingarsið, sum Hans Gammeltoft Hansen og Karsten Loiborg skipaðu fyri á Hotel Hafnia, og á evnisdegi um nýggjaru rákini innan stjórnmálafrøði, sum Løgmansskrivstovan skipaði fyri í Norðurlandahúsinum.

Tíðindafundir

Skipað varð eitt skifti fyri tíðindafundum hvønn týsdag á loftinum í Sjó- og Vektarbúðini. Ójavnt er, hvussu stórur áhugin var, og hvussu nógv varð skrivað og sagt í fjølmiðlunum. Tíðindafundir vóru um hesi evni:

 Heimasíðan

Grundlógarnevndin gjørdi tíðliga í nevndarviðgerðini eina heimasíðu, sum tilfar hevur verið lagt út á við jøvnum millumbilum. Hesin miðil kundi verið nýttur meiri virki, men tíð hevur ikki rættiliga verið til tað.

Samfelagsfrøðingafundir

Nakrir fundir hava verið millum samfelagsfrøðingarnar í nevndini, har ymiskir fakligir spurningar hava verið viðgjørdir. Ein trupulleiki hevur verið, at dagligu uppgávurnar hjá samfelagsfrøðingunum hava gjørt tað torført at møta á nógvum fundum. Ynski er í nevndinu um at nýta henda arbeiðsháttin meira framyvir, nú evnini skulu orðast til endaliga plenumviðgerð, og tað verður nú roynt aftur - partvíst um alnótina.

Upprit til grundlóg

Partvíst við støði í tí, sum er farið fram á fundunum og í bólkunum, legði skrivarin fyri jól í 2000 fram eitt upprit til grundlóg, ið var ætlað sum eitt arbeiðsamboð og sum eitt arbeiðsgrundarlag.Hetta uppskot hava allir grundlógarnevndarlimirnir fingið, og tað hevur eisini verið nýtt sum arbeiðsgrundarlag hjá summum av bólkunum, men eingin endalig støða er tikin til uppskotið í síni heild.

So leingi hetta uppskot ikki hevur fingið somikið nágreiniliga viðgerð í Grundlógarnevndini, at nevndin er samd um, at tað kann latast almenningunum til hoyringar, verður bíðað við at leggja tað fram alment. Nevndin má fyrst verða samd um, at tað er hon, sum eigur barnið. 

Skjøl nevndarinnar

Nevndin hevur skipað eitt skjalasavn, so tað ber til at finna fram til tey skjøl, sum hava við grundlógararbeiðið at gera - bæði teldutøkt og á pappíri. Yvirlit yvir innihaldið í savninum verðu prentað í endaliga álitið. Tá nevndararbeiðið endar, verður skjalasavnið hjá Grundlógarnevndini latið Føroya Landsskjalasavni. 

Ferðin til Islands og USA

Í døgunum 16 februar til 2. mars 2001 var Grundlógarnevndin á kanningarferð í USA og Íslandi. Tað var ein samd nevnd sum stóð aftanfyri ferðina, men gongdin í politisku støðuni í Føroyum førdi við sær, at limir Sambandsflokksins og Javnaðarflokksins, eftir at hava ráðført seg við flokkar sínar, tóku ta avgerð at raðfesta politiska arbeiðið í Føroyum uppundir eina væntandi fólkaatkvøðu, heldur enn at fara á kanningarferð. Umboð fyri hesar flokkar, eins og umboðið fyri Miðflokkin, vóru tí ikki við á ferðini. Hetta darvaði nakað, tí roknað varð við, at tað fór at bera til at koma til nógv ítøkilig úrslit á ferðini.

Hóast tað fingu luttakararnir væl burtur úr hesi ferð, og fingu m.a. sett grundlógararbeiðið í eitt størri høpi, har okkara viðurskifti vórðu samanborðin við amerikonsk og íslendsk viðuskifti. Serliga nógv fekst burturúr vitjanini í Nebraska, har fleiri høvi vóru at nema, hvussu politikkur og vøld virka í praksis. Skipað varð bæði fyri fyrireikandi og eftirmetandi fundum í nevndini. Víst verður annars til ferðafrágreiðingina, sum liggur í skjalasavninum.

Evnisbólkarnir

Settir vórðu 16 arbeiðsbólkar. Bólkarnir hava verið skipaðir við 5 føstum limum, soleiðis at allir fastir tinglimir í Grundlógarnevndini hava 6 sessir í arbeiðsbólkunum. Allir samfelagsfrøðingarnir hava havt 1-3 sessir í arbeiðsbólkunum. Fasti landsstýrislimurin í Grundlógarnevndini hevur havt 5 sessir. Skipanin hevur kortini verið so liðilig, at hvør bólkur sjálvur kundi gera av, um annar limur ella varalimur møtti á bólkafundi.

Av samfelagsfrøðingunum hava bæði fastir limir og varalimir tikið lut í bólkaarbeiðinum, og tað eru samfelagfrøðingarnir, sum hava virkað sum bólkaleiðarar. Tað hevur áligið einum av samfelagsfrøðingunum í hvørjum bólki at gera upprit at leggja fyri plenum. Skrivarin í Grundlógarnevndini hevur verið tøkur hjá bólkunum og hjálpt til at finna fram tilfar, og í fleiri førum eisini verið bólkaleiðaranum til hjálpar í sambandi við skriving av uppriti. Bólkarnir hava vanliga havt minst tveir fundir, áðrenn evnið hevur verið lagt fram á plenumfundi.

Í sambandi við hesa statusfrágreiðing hava allir bólkaleiðararnir latið inn sína statusfrágreiðing fyri einstøku bólkanar. Tað er við støði í hesum, at formaðurin hevur skrivað niðanfyri standandi frágreiðing. 

Statusfrágreiðing bólkanna

Ymiskt er, hvussu neyvt greitt verður frá evnunum. Hetta er fyrst og fremst tí at ymiskt er, hvussu langt evnini eru viðgjørd.

Landshøvdingi

Bólkurin landshøvdingi viðger, hvør formliga er hægsta umboð Føroya, og hevur hægstu tign. Um hetta skal vera ein kongur, ella danska drotningin, ella um vit kanska skulu hava forseta ella lata tingformannin hava hægstu tign í landinum. Spurningurin er eisini, hvønn leiklut ein landshøvdingi skal hava í samband við staðfesting av lógum, náðan og í sambandi við at stjórn verður skipað.

Framlagt viðgjørt tilfar: Upprit um landshøvdinga

Bólkurin landshøvdingi hevur havt fleiri bólkafundir og gjørt eitt rættiliga rúgvusmikið álit, har kongsvøldini í Norðurlondum eru lýst, eins og leikluturin hjá kongi í Føroyum er søguliga lýstur. Kongsvøldini eru ymisk, og tað er ymist, hvussu leikluturin hjá kongi er í teimum ymisku Norðurlondunum. Eisini verður samanborðið við leiklutin hjá bretska kongsvaldinum. Commonwealth og onnur dømi eru eisini tikin fram.

Høvuðsspurningurin er, hvør skal metast at vera ríkisovasti og hava hægstu tign í Føroyum. Her veldst alt um, hvørja støðu Føroyar sum land koma at hava. Talan kann vera um kong ella forseta. Forsetin hevur t.d. í Íslandi ein leiklut, sum kann samanberast við tann hjá einum kongi, munurin er bert at forsetin er valdur. Forsetin í USA hevur ein heilt ørðvísi leiklut enn t.d. íslendski forsetin. Í bretska samveldinum er tað í fleiri førum bretska drotningin sum er ríkisovasti, men ikki altíð á sama hátt. T.d. er hon ikki Qveen men Lord of Man.

Uppgávurnar hja ríkistovastunum eru eisini eitt sindur ymiskar, alt eftir hvat land talan er um. Uppgávurnar kunnu t.d.vera at loysa upp tingið og skriva út val, at staðfesta lógir, at tilnevna stjórnarleiðaran, at halda ráð saman við stjórnini, at leggja uppskot fyri tingið, at vera á odda fyri heri og fyrisiting, at standa á myntum og seðlum, at náða revsaði, at umboða landið, at ímynda landið og vera landsforeldur.

Kongur er við heimastýrislógini gliðin út úr tí serliga føroyska lógarverkinum og hevur bert sjónligan týdning, har talan er um mál, ið Føroyar hava felags við Danmark. Spurningurin er so, hvør hevur leiklutin hjá kongi í føroysku stýrisskipanini, og hvørjar uppgávur danski kongurin hevur sbrt. donsku grundlógina. Í føroysku stýrisskipanini er nógv av hesum lagt út til ávíkavist løgtingsformann og løgmann.

Spurningurin er, um tað rættasta ikki er at taka støði í hesum, sum longu er veruleiki, og skifta sundur prerogativini hjá kongi/forseta millum løgtingsformann og løgmann og fella hesi niður í eina føroyska grundlóg. Men júst hvussu hetta skal gerast er ikki viðgjørt, hvørki í bólki ella plenum, tí hildið var, at tað úrslit, sum hesin bólkur kom til, fór at verða ávirkað av so nógvum øðrum sum skuldi verða greitt fyrst.

Bólkaleiðarin roknar við at evnið kann verða liðugt lýst og viðgjørt í plenum til 31.12.2001, tað veldst tó um politiska semju í nevndini, um parturin kan roknast sum liðugur.

Rættarskipanin

Bólkurin rættarskipan viðger m.a. evni sum ríkisrætt, serdómstólar, rættarskipan, dómsvald, dómarakallið, óhefti og leikfólk.

Evnið er fyrr lýst í Fyrisitingarbindinum í Hvítubók.

Bólkaleiðarin metir ikki, at arbeiðsbólkurin verður liðugur til 31. desember 2001, fyrst og fremst tí arbeiðið hjá bólkinum hongur neyvt saman við arbeiðinum hjá rættarskipanarnevndini undir grundlógarnevndini, sum hevur langt eftir á mál. Í hesum sambandi hevur spurningurin um tíðarfreistina hjá rættarskipanarnevndini verið viðgjørdur – hvørt hon røkkur út yvir tíðarfreistina hjá grundlógarnevndini, sum rættarskipanarnevndin vísir til.

Ein annar spurningur, ið hevur verið reistur er, hvørt arbeiðið hjá rættarskipanarnevndini skal samskipast við arbeiðið hjá embætismannabólkinum, ið danska løgmálaráðið hevur sett at viðgera føroysku rættarskipanina (arbeiðið hjá hesi nevnd liggur stilt í løtuni), ella arbeiðið hjá eini møguligari embætismannanevnd, sett av landsstýrinum og donsku stjórnini í felag at viðgera spurningin um yvirtøku av rættarmálunum (vísandi til umrøðu í fjølmiðlunum seinastu tíðina).

Rættarskipanarnevndin
Eitt tað fyrsta, sum Grundlógarnevndin viðgjørdi var at seta eina Rættarskipanarnevnd – ein undirnevnd undir Grundlógarnevndini. Um Rættarskipanarnevndina verður sagt í arbeiðssetninginum:

"Hinvegin er greitt, at grundlógarnevndin ikki fær stundir og orku - og er ikki rætta forumið - at gera eitt fullfíggjað tekniskt uppskot til rættarskipan – t.e. øll tey viðurskifti, sum í dag eru nevnd í rættargangslógini fyri Føroyar, umframt tað, sum er ásett í ríkislóg um dómstólastýrið o.s.fr. Tí eigur grundlógarnevndin beinanvegin at seta eina rættarskipanarnevnd at arbeiða burturav við tí tekniska uppskotinum til føroyska rættarskipan. Henda nevndin skal vísa til grundlógarnevndina við tí endamáli, at neyvt samsvar fæst millum yvirskipaðu ásetingarnar um rættarskipan í uppskotinum til grundlóg, og tað stóra tekniska arbeiðið sum má gerast í rættarskipanarnevndini. Rættarskipanarnevndin skal meta um tíðarkarm og arbeiðsorku til at gera fullfíggjað uppskot til føroyska rættarskipan, og skal mæla til, hvat kann gerast í eini skiftistíð, til eitt uppskot er klárt at seta í verk. Grundlógarnevndin og rættarskipanarnevndin kunnu hava felags fundir, tá mett verður, at tørvur er á at samskipa arbeiðið.
Rættarskipanarnevndin verður mannað við 7 (møguliga 6) limum, ið verða valdir soleiðis:
Grundlógarnevndin velur ein av sínum limum í rættarskipanarnevndina
Heitt verður á Domstolsstyrelsen í Keypmannahavn um at tilnevna ein dómara við neyvum innliti í føroysk viðurskifti
Advokatráð Føroya instillar tveir limir
Løgdeild landsstýrisins innstillar ein lim
Løgtingsskrivstovan innstillar ein lim
Hesi 6 (5) velja sjálvi í felag 7. (6.) limin
Nevndin skipar seg sjálv
Rættarskipanarnevndin viðger arbeiðssetning sín saman við grundlógarnevndini og avtalar eina tíðarfreist"

Tíverri vísti tað seg at vera trupult at fáa sett Rættarskipanarnevndina. Grundlógarnevndin samtykti at velja formannin Jóan Paula Joensen í nevndina og Løgdeildin á Løgmansskrivstovuni tilnevndi Rúna Joensen sum sítt umboð í nevndina. Men Domstolstyrelsen vildi ikki tilnevna nakran lim, Løgtingsskrivstovan heldur ikki, og Advokatráð Føroya bað nevndina sjálva velja tvey umboð av limalista teirra. Eftir at málið var viðgjørt fleiri ferðir á fundum í Grundlógarnevndini, varð at enda vikið frá uppskotinum, sum stóð í arbeiðssetningininum. Tikið var ad notam, at Løgtingsskrivstovan og Domstolsstyrelsen ikki vildu koma við uppskoti til lim. Grundlógarnevndin tilnevndi so advokatarnar Kára Dalsgaard Petersen, Turið Debes Hentze, Hans Trúgva Teirin, Fríðu Patursson og Julionnu Klett í Rættarskipanarnevndina afturat deildarstjóranum á Løgdeildini, Rúna Joensen, og formanninum í Grundlógarnevndini, Jóan Pauli Joensen.

Á fyrsta nevndarfundinum 9. desember varð Kári Dalsgaard Petersen, advokatur, valdur til formann, og avgjørt varð, at Kári á Rógvi, skrivari í grundlógarnevndini, eisini skuldi røkja skrivarauppgávuna hjá rættarskipanarnevndini.

Rættarskipanarnevndin hevði bert 2 fundir. Á seinna fundi varð avgjørt, at formaðurin, Kári Dalsgaard Petersen, og Rúni Joensen skuldu gera uppskot til eitt virkisnotat, sum nevndin skuldi arbeiða eftir.

Av tí at nógv arbeiði hjá nevndini í fyrsta umfari var rutinuarbeiði, valdi formaðurin í Grundlógarnevndini at steðga arbeiðinum í rættarskipanarnevndini eina tíð og í staðin seta ung løgfrøðilesandi í summarfrítíðini í 2000 at umseta galdandi rættargangslóg, sum er á donskum, til føroyskt mál at nýta sum grundarlag fyri nevndararbeiðinum. Hetta arbeiði er komið væl á leið.

Fíggjarvaldið

Bólkurin fíggjarvaldið viðger m.a. evni sum játtanarheimild, skattaheimild, demokratiskt eftirlit, fíggjareftirlit, búskapargrunn, landsbanka, landsgrannskoða, hagtøl og gjaldoyra

Fíggjarvaldið hevur verið viðgjørt á nøkrum fundum, men hetta er eitt sera stórt evni, og tað eru nógvir politiskir spurningar, sum ikki er hugsandi at viðgera endaliga í nevndini til ásettu tíðfreist. Arbeiðið við fíggjarvaldinum er stórt og grundleggjandi, og átti kanska at fingið serstaka viðgerð eins og rættarskipanin. Bólkaleiðarin metur ikki, at tað er møguligt at gera Fíggjarvaldið liðugt í ár.

Valskipanin

Bólkurin valskipan viðger m.a. evni sum valdømi, uppstilling, flokkar, fólkaatkvøður og veljarin

Valskipanin hevur verið umrødd á einum bólkafundi, og spurningurin um valskipanir hevur verið viðgjørdur leysliga fleiri ferðir, men talan hevur ongantíð verið um nakra gjølla, skipaða viðgerð, og tí ber illa til at siga nakað ítøkiligt um, hvussu sjónarmiðini eru um henda spurningin. Men í orðaskiftunum, sum hava verið, hevur bólkaleiðarin fingið ta fatan, at hetta er eitt mál, har politisku umboðini – og kanska eisini hini umboðini – hava ymiskar áskoðanir. Bólkaleiðarin metir ikki, at tað fer at bera til at viðgera evnið endaliga til 31. desember 2001.

Uttanlandsvaldið

Bólkurin uttanlandsvaldið viðger m.a. evni sum samríkjasáttmálar, einstaklingarættindi, fullveldisflytan, mannagongd í millumlandamálum, sáttmálar og fulltrú.

Bólkurin hevur havt nakrar fundir og eitt upprit er um at verða gjørt, men eingin framløga hevur enn verið í plenum. Bólkaleiðarin metir, at eitt upprit kann verða liðugt til plenumviðgerð móti endanum av oktober mánaða, tað veldst tó um politiska semju í nevndini, um parturin kan roknast sum liðugur.

Eftirlitsvaldið

Bólkurin eftirlitisvaldið skal viðgera tær eftirlitiskipanir, ið vanliga eru á stjórnarstigi. Fyrst og fremst eftirlitið hjá løgtinginum við landsstýri og fyrisiting, men eisini annað eftirlit sum landsgrannskoðara, umboðsmann og týdningin av almennum innliti.

Evnið er enn ikki viðgjørt í bólki, men nertir við evni í øðrum bólkum t.d. tingskipan og fyrisiting og prosess, og skal tí samskipast við hesi. Bólkurin hevur júst skift bólkaleiðara, sum ikki metir, at tað fer at bera til at fáa evnið liðugt til 31.12.2001

Stjórnarvaldið

Orðini ‘stjórn’ og ‘stjórnarvaldið umfata her fleiri samskipaðar stovnar og funksjónir. Í stjórn okkara í dag eru bæði løgmaður og hinir landsstýrismenninir, sum tilsamans eru landsstýrið. Undir sær hava teir eina fyrisiting, og harumframt eru serligir fyrisitingarstovnar, sum røkja almennar uppgávur, uttan at vera undir beinleiðis almennum ræði. Eisini hava kommunurnar sína egnu fyrisiting, óhefta av landsstýrinum. Uppgávubýtið millum hesa ørgrynnu av stovnum og funksjónum skal í høvuðsheitum greinast í grundlógini.

Framlagt viðgjørt tilfar: Upprit um stjórnarvaldið

Stjórnarvaldið hevur verið viðgjørt á bólkafundum og í plenum. Evnið hevur eisini verið fyri á tíðindafundi. Serliga á ferðini í USA og Íslandi vórðu viðurskifti, sum hava við Stjórnarvaldið at gera, havd frammi.

Í viðgerðini hava ikki verið serligar ósemjur, og tað hava heldur ikki verið trupulleikar av fakligum slagi, men prinsipiellar avgerðir skulu takast í sambandi við valdsbýtið, – serstakliga millum ting og stjórn, áðrenn evnið kann viðgerast liðugt. Bólkaleiðarin metir tí ikki, at arbeiðið kann gerast liðugt til 31. desember 2001.

Vinnulig og sosial mannarættindi:

Ásetingar av vinnuligum og sosialum slagi fevna vítt. Felags er tó, at rættindini tryggja møguleikan hjá einstaklingum at virka og taka lut í sosialum og vinnuligum lívi í samvirki við onnur.
Søguliga hevur tað ikki verið sjálvfylgja, at so er. Bæði sosialur atburður og vinnuligt virksemi hava verðið løgd í fastar karmar í lóg.

Framlagt viðgjørt tilfar: Upplegg um vinnulig og sosial mannarættindi

Bólkurin hevur havt plenumframløgu, men neyðugt er at viðgera evnið meira og gjøllari og fáa tað skrivað í lógargreinar við viðmerkingum.

Nakað av politiskari tvístøðu var, tá bólkurin legði fram tilfar sítt – serstakliga í spurninginum um vinnuligi rættindini. Her eru tað ymisk hugsjónarlig grundsjónarmið, sum gera seg galdandi, og sum krevja gjølla viðgerð – bæði fakliga og politiska. Bólkaleiðarin metir tó, at arbeiðið kann fáast liðugt til 31.12.2001

Tilfeingi

Bólkurin tilfeingi viðger tilfeingi av ógviliga ymiskum slag. Í summum førum er nýtslan av tilfeinginum knýtt at stórum fíggjarligum og búskaparligum áhugamálum og í øðrum førum er talan um tilfeingi, sum kanska ikki hevur tann stóra búskaparliga týdningin, men sum fyri nógv fólk heldur er at meta sum ein mentanarligur ella rekreativur kapitalur, sum hevur alstóran týdning fyri lívsvirði og trivna hjá tí einstaka og fyri lívførið hjá bygdaumhvørvunum í landi okkara.

Framlagt viðgjørt tilfar: Upprit um tilfeingi

Bólkurin hevur kannað eina rúgvu um tilfeingi og lagt fram upprit um tilfeingi í plenum. Eisini eru løgd fram fleri álit um tilfeingi og tilfeingisnýtslu. Bólkaleiðarin er av teirri fatan, at enn eru fleiri spurningar at loysa og viðgera. Skrivað verða uppskot bæði til lógargreinar og viðmerkingar, sum fyrst skulu leggjast fyri plenum. Bólkaleiðarin roknar við, at arbeiðið kann fást liðugt til 31.12.2001

Effektivitetur

Bólkurin effektivitetur viðger, hvønn løgfrøðiligan týdning grundlógin skal hava. Løgfrøðiliga er tað ikki orðamongdin ella orðavalið, ið ger grundlógina virkna, men heldur, um stovnar, heimildir og mannagongdir eru at verja grundlógarásetingarnar.

Framlagt viðgjørt tilfar: Upplegg um effektivitet

Bólkurin hevur havt bæði plenumframløgu og tíðindafund . Bólkaleiðarin metir at evnið effektivitetur kann gerast liðugur í heyst, við uppskoti til orðing av grein í grundlógini um hesi viðurskifti.

Tingskipan

Tingskipanin fevnir sum evnisøki fyrst og fremst um arbeiðslagið hjá tinginum í sambandi við lóggávuvirksemið, men eisini um aðrar tættir, t.d. ymsu eftirlitsamboðini, ið tingið hevur til taks.

Framlagt viðgjørt tilfar: Upplegg um tingskipan

Bólkurin hevur havt bæði plenumframløgu og tíðindafund, og evnið er orðað í lógargreinir, men viðmerkingar eru ikki gjørdar. Á ferðini í USA og Íslandi vóru fleiri framløgur og fundir um evnið tingskipan, og nevndin fekk høvi at uppliva tingfundir og hoyringar í ymiskum skipanum.

Eftir er at tillaga broytingar í greinunum og gera viðmerkingar. Bólkaleiðarin metir ikki, at tað skuldi verðið neyðugt at fara aftur í arbeiðsbólk við hesum evni, tí tað hevur ikki elvt til politiska ella fakliga tvístøðu. Hin vegin tykist tað sum um, tað kortini eru ymiskar meiningar, sum enn ikki eru bornar nóg væl fram. Mett verður tí, at enn ein neyv plenumgjøgnumgongd er neyðug. Evnið skal eisini tillagast øðrum evnum, t.d. eftirlitsvaldið stjórnarvaldið og landshøvdingin.

Bólkaleiðarin metir, at arbeiði kann fáast liðugt til 31.12.2001.

Persónligu mannarættindini

Bólkurin Persónlig Mannarættindi viðger persónligu rættindini hjá einstaklinginum, sum annaðhvørt ikki kunnu avmarkast, ella bert kunnu avmarkast á serligan hátt. Hesi rættindi eru millum tey klassisku rættindini hjá ‘rættarstatinum’. Tey hava fingið almenna viðurkenning langt áðrenn demokratiið gjørdist ráðandi fatanin, og áðrenn tey politisku og demokratisku rættindini vórðu vanliga viðurkend.

Framlagt viðgjørt tilfar: Upprit um mannarættindi

Persónligu mannarættindini hava verið viðgjørd á bólkafundum, í plenum, og í nevndini hava verið fleiri átøk, sum hava havt við persónlig mannarættindini at gera. Eitt nú hevur Isi Foighel vitjað nevndina, umboðsmenninir úr Danmark, Noregi og Íslandi hava vitjað, og tveir mannarættindaserfrøðingar úr danska løgmálaráðnum hava havt skeið um mannarættindi. Eisini hevur verið skipað fyri tíðindafundi. Í viðgerðini hava tað ikki verið serligar ósemjur, og tað hava heldur ikki verið serligir trupulleikar av fakligum slagi. Bólkaleiðarin metir, at arbeiðið gerast liðugt til 31. desember 2001.

Politisk mannarættindi:

Politisk mannarættindi eru tey rættindini, sum knýta seg at politiskum atburði í breiðari merking, tvs. ikki bert flokspolitikki. Politisku rættindini hava søguliga verið vard eisini undan demokratinum, men stóðu ikki eins sterk í rættarstatsfatanini, sum tey persónligu mannarættindini.
Millum tey politisku mannarættindini eru framsøgufrælsi (ytringsfrihed), pressufrælsi, savningarfrælsi, felagsfrælsi og valrættur.

Framlagt viðgjørt tilfar: Upplegg um politisk mannarættindi

Bólkurin hevur havt bæði plenumframløgu og tíðindafund, og evnið er orðað í lógargreinir, men viðmerkingar eru ikki gjørdar. Bólkaleiðarin metir ikki, at tað skuldi verðið neyðugt at fara aftur í arbeiðsbólk við hesum evni, tí tað hevur ikki elvt til politiska ella fagliga tvístøðu.

Í arbeiðinum hevur verið hugt eftir grundlógum í londum, vit vanliga seta okkum sjálvi í bólk við, tá ræður um mannarættindaspurningar, nýggjari grundlógum og altjóða sáttmálum. Nevndin hevur eisini havt serstøk skeið og fundir um mannarættindi.

Eftir er at tillaga broytingar í lógargreinunum, gera viðmerkingar og viðgera evnið endaliga í plenum. Bólkaleiðarin metir, at arbeiði kann fáast liðugt til 31.12.2001.

Mentan og ideologi.

Bólkurin mentan og ideologi viðger evnini kirkja og trúgv og mentan. Undir mentan eru evni sum mál, siðaarv og mentanarliga ábyrgd, fjølmiðlar og mentanarligt frælsi, útbúgving og gransking/vísindi.

Framlagt viðgjørt tilfar: Upprit: mentan og ideolog

Bólkurin hevur havt tveir fundir og framløgu í plenum.

Evnini hjá bólkinum hava verið fólkakirkja og mentan. Bólkurin hevur samanfatað arbeiði sítt í uppskoti til sjey grundlógargreinir við viðmerkingum og grundgevingum. Tær eru ikki handfarnar løgfrøðiliga og eru ikki málsliga tillagaðaðar til endaligt grundlógaruppskot. Full semja er um, at tað framhaldandi skal verða trúarfrælsi í Føroyum. Spurningurin er hvønn rætt fólkakirkjan skal hava mótvegis øðrum samkomum.

Fólkakirkjan

Her verða tríggjar grundlógargreinir skotnar upp. Arbeiðið við hesum evni er fyribils steðgað, tí spurningurin um, hvat slag av kirkju, Føroyar skulu hava er ikki avkláraður. Skulu vit hava eina kirkju, sum fyrisitingarliga hoyrir inn undir landsumsitingina, ella skal kirkjan loysast frá landinum og landsumsitingini. Bólkurin metti ikki, at hesin spurningur var serliga nógv frammi í kjakinum í Føroyum, og á plenumsfundi í grundlógarnevndini var henda sama meting staðfest. Tað er enn ikki nóg nógv, sum talar fyri, at vit ikki skulu hava eina fólkakirkju í Føroyum, men spurningurin er, hvussu hon skal skipast.

Ein trupulleiki kann tað eisini vera, at eingin kirkjulig serfrøði er í bólkinum. Mælt verður tí til, at kirkjuligir mynduleikar fáa høvi at úttala seg, áðrenn endaligt uppskot verður gjørt, og/ella at bólkurin fær høvi at viðgera evnið saman við kirkjuligari serfrøði.

Hartil er landsstýrið við at fara undir samráðingar um yvirtøku av kirkjuni, og bólkaleiðarin metir, at tað arbeiði má gerast liðugt, áðrenn meira kann gerast. Bólkaleiðarin hevur tikið stig til samband við nevndina, ið hevur gjørt álit í samband við samráðingarnar um yvirtøku av kirkjuni, so at bólkurin kann nýta tað álit sum hendan nevndin hevur gjørt, sum part av arbeiðinum. Einki samband hevur annars verið millum hesa nevndina og Grundlógarnevndina.

Grundlógarnevndin hevur fingið skriv frá fólki við teirra fatan av fólkakirkjuni og kristnitrúnni, sum verða viðgjørt sum partur av arbeiðinum.

Mentan

Bólkurin hevur gjørt uppskot til fýra grundlógargreinir um mentan. Tær eru um mál, siðaarv og mentanarliga ábyrgd, fjølmiðlar og mentanarligt frælsi.

Bólkurin hevur ikki havt fund síðan framløguna í plenum, har í hvussu so er eingin mótstøða varð havd á máli um hesi evni. Ein ógjørdur partur, ið er eftir, er at síggja hesi uppskot í mun til aðrar partar av grundlógaruppskotinum, eitt nú fyri at sleppa undan endurtøkum. Tá talan er um mentan og ideologi, so fer nógv av hesum uttan iva eisini at nema við partin um mannarættindi, um fólkaskúlan og aðrar partar í samfelagnum. Her verður ein tillaging at fara fram, eins og ein tillaging má gerast við støði í teimum altjóða samtyktum sum Føroyar hava bundið seg til at halda.

Fyristing og prosess

Bólkurin fyrisiting og prosess viðger rættindini hjá borgarum, tá myndugleikar viðgera mál av týdningi fyri borgaran. Hesi mál eru sjálvsagt fyrst og fremst mál, sum borgarin sjálvur er partur av, men eisini onnur kunnu hava týdning, serliga sum fordømi.

Framlagt viðgjørt tilfar: Upplegg um fyrisiting og prosess.

Bólkurin hevur bæði havt plenumframløgu og tíðindafund, og evnini eru orðaði í lógarformi.

Mett verður, at tað er ikki neyðugt at fara aftur í arbeiðsbólk við hesum evnum, tí tey hava ikki elvt til nakrar politiskar ella fakligar tvístøður.

Eftir er at samanbera greinarnar við tað sum er framkomið í seinni bólkaarbeiði og tillaga broytingarnar og gera viðmerkingar til hesar lógargreinir. Bólkaleiðarin metir at hetta arbeiði kann gerast liðugt til 31.12. 2001.

Kommunur

Bólkurin kommunur viðger, hvussu heimildir og ábyrgd hjá kommunum (ella líknandi lokalari, fólkaræðisligari eind) kunnu grundlógarfestast. Møguligir spurningar eru prinsippini um býtið millum stat og kommunur, umframt folkaræðisligu grundreglurnar.

Framlagt viðgjørt tilfar: Upplegg um kommunur

Evnið kommunur hevur verið viðgjørt í undirbólkinum á tveimum longri fundum, og skrivað er frágreiðing um evnið, herundir eisini uppskot til hvussu ein "kommunuparagraf" í eini grundlóg kundi verið orðað. Eisini hevur evnið verið framlagt á plenumfundi. Metingin hjá bólkaleiðaranum er, at undirtøka er fyri at tryggja kommunala sjálvstýrið í grundlógarhøpi. Á plenumfundinum var nakað av kjaki um sjálvar paragraforðingarnar, men innihaldsligat ósemjur vóru ongar. Mest grundleggjandi kjakið hevur verið um leiklutin hjá kommununum í at tryggja øllum borgaranum javnbjóðis rættindi og tænastur, mótvegis leiklutinum hjá statinum. Bólkaleiðarin metir, at evnið kann fáast liðugt til 31. desember 2001.

Niðurstøða

Nú stutt er til arbeiðsskeiðið hjá nevndini sambært lógini er úti, mugu vit ásanna, at arbeiðið hevur verið væl truplari enn roknað varð við, tá nevndin byrjaði. Sjálv nevndarsamansetingin – við parlamentariskari umboðan – hevur verið tíðarkrevjandi og mangan trupul, sersakliga tá samstundis er lagt upp til, at nevndin skal finna politiskar semjur, sum ikki hava víst seg at bera til uttanfyri nevndina. Hetta hevur kravt tol og diplomatiskt kynstur, og ikki minst tíð og góða tilrættarlegging.

At gongdin í sjálvstýrismálum varð ein onnur enn væntað, tá lógin varð gjørd, hevur havt við sær, at nevndin hevur nýtt nógva orku til at kanna, hvørjar fortreytirnar fyri arbeiðinum eru. Á fundi 7. september 2001 varð ein arbeiðsháttur funnin, ið ger tað gjørligt at halda fram við arbeiðinum hóast tvístøður um fortreytir.

Nøkur evni verða tó eftir, ið nevndin ikki fær gjørt liðug til ásettu freistina 31. desember 2001 – antin tí tey eru sera umfatandi og grundleggjandi og tí kundu kravt sína egnu, serstøku nevndarviðgerð og tíðarfreist, ella tí tey ikki kunnu gerast heilt liðug vegna ógreiða rættarstøðu í mun til tað, sum lagt verður upp til í arbeiðssetninginum.

Talvan niðanfyri tekur samanum støðuna í ymisku evnisbólkunum í mun til tíðarfreistina.

Samanumtikið fyri evnisbólkarnar í mun til tíðarfreistina 31.12.2001

Evnið verður liðugt viðgjørt – fakliga
og í plenum

Evnið verður liðugt viðgjørt fakliga, og støðan í plenum lýst

Evnið verður ávegis lýst

Evnið verður ikki lýst

Sosial-og vinn.rættindi

Landshøvdingi

Rættarskipan

Fíggjarvald

Effektivitetur

Uttanlandsvald

Valskipan

Politisk mannarættindi

Stjórnarvald

Eftirlitsvald

Persónlig mannarætt.

Tilfeingi

Fyrisiting og prosess

Tingskipan

Mentan- og ideologi

Kommunur

Frágreiðingin hevur, áðrenn hon er latin landsstýrsismanninum, fyrst verið løgd fyri grundlógarnevndina, sum hevur havt høvi at viðgera hana og koma við viðmerkingum.

Tórshavn tann 1. oktober 2001

Jóan Pauli Joensen
Formaður

 

1Sí viðgerðina á tingi skjal 1.

2Sí skjal 2. Gerðabók Løgtingsins