Stuðulsfólkaøkið

 

 

INNIHALDSYVIRLIT

FORMÆLI 4

PARTUR

Verandi støða á stuðulsfólkaøkinum 6

Grundgevingar fyri at broyta stuðulsfólkaøkið 16

PARTUR

Arbeiðsháttur 20

Brúkarasjónarmið 21

3. PARTUR

1. Stuðulsfólkaøkið lýst í tølum og myndum 23

2. Endamálið við fyriskipanunum26

Barnastuðul 28

- geografiska býtið 28
- tilráðingar um aðrar loysnir enn stuðulsfólk 29
- endamálini við barnastuðlunum 29
- arbeiðsstaðurin 30
- kostnaðurin 30

Skúlabarnastuðul 31

- geografiska býtið 31
- tilráðingar um aðrar loysnir enn stuðulsfólk 32
- endamálini við skúlabarnastuðlunum 32
- arbeiðsstaðurin 32
- kostnaðurin 32

Stuðul til vaksin 33

- geografiska býtið 33
- tilráðingar um aðrar loysnir enn stuðulsfólk 34
- endamálini við stuðulinum til vaksin 34
- arbeiðsstaðurin 34
- kostnaðurin 34

Familjustuðul 35

- geografiska býtið 35
- tilráðingar um aðrar loysnir enn stuðulsfólk 36
- endamálini við familjustuðlunum 36
- kostnaðurin 37

4. PARTUR

Tilmæli til eina aðra skipan 38

- til børn undir skúlaaldur 38
- til skúlabørn 41
- til vaksin 42
- í familjunum 42
- tilmæli til, hvussu víðari skal farast fram við at skipa stuðulsfólkaøkið 43

Fylgiskjal 1 – upplýsingar um skrásetingina……………………………… 44

 

 

Formæli.

Í álitinum "Framtíðarbygnaður fyri Almannastovuna" frá apríl 1998 mælir Almanna- og heilsumálastýrið til, at skipanin við stuðulsfólki, sum nú verður umsitin av Almannastovuni, skal flytast til Serforsorgina.

Orsøkin til ætlanina er fyrst og fremst at fáa eina betri samskipan á økinum, og at stimbra og menna eitt fakligt umhvørvi ( Løgtingsfíggjarlógin fyri ár 2000, vðmerkingar til rakstrarstaðið "Serforsorg").

Í frágreiðingini til aðalorðaskiftis, sum táverandi landsstýriskona í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, legði fram í Løgtinginum um støðuna hjá teimum brekaðu í sambandi við alheims handikappdagin 3.12.99, sigur hon um stuðulsfólkaskipanina, at orsøkin til ætlanina um at flyta stuðulsfólkini er, at stuðlarnir so verða betur brúktir, og at tað við einari samskipan fæst eitt betri yvirlit yvir skipanina, og tí eisini størri møguleiki at fylgja við, um skipanin virkar nøktandi.

Til at fyrireika hesa flyting setti Almanna- og heilsumálastýrið 1.8.2000 ein projektsamskipara at lýsa stuðulsfólkaøkið, og gera metingar av, hvussu økið best kann skipast framyvir. Í lýsingini eftir samskipara og í viðmerkingunum til fíggjarlógina stóð, at verkætlanin skuldi fevne um tey uml. 130 stuðulsfólkini, sum Almannastovan umsitur í dag, men Almanna- og heilsumálastýrið gjørdi seinni av, at verkætlanin skuldi fevna um allar stuðulsfólkafyriskipanir, sum eru játtaðar smb. sosiallóggávuni - t.e. eisini stuðulsfólkaøkið, sum størru kommunurnar umsita.

Samskiparin hevur arbeiðsstað í Heimarøktini og Serforsorgini, og verður løntur haðani. Verkætlanin er tíðaravmarkað til eitt ár.

Ein bólkur varð settur at stýra verkætlanini. Í honum sótu Jákup Foldbo, stjóri fyri Heimarøktina/Serforsorgina, Petra Joensen, almannastjóri og Aibritt á Plógv, fyrisitingardeildarstjórin í Almanna- og heilsumálastýrinum.

Almanna- og heilsumálastýrið broytti hetta síðan til, at bólkurin skuldi vera ráðgevandi, og víðkaði hann við tveimum umboðum fyri kommunurnar. Mia Pedersen varð vald at umboða Føroya Kommunufelag, og Gunnleyg Durhuus varð vald at umboða Kommunusamskipan Føroya. Av tí at Aibritt á Plógv er farin úr starvi, umboðar Súsanna Nolsøe, fulltrúi, nú stýrið í bólkinum.

Ávegis álit.
Tað vísti seg rættuliga skjótt, at tað fór at vera trupult at gera metingar av, hvussu alt stuðulsfólkaøkið skal skipast, í einari verkætlan, tí tað fakliga er so umfatandi.

Greiningin av støddini og samansetingini av økinum vísir greitt, at tað hentasta nú er at býta arbeiðið sundur:

1. PARTUR

Verandi støða á stuðulsfólkaøkinum.
Stuðulsfólkaøkið er vaksið sera nógv seinastu árini, men tað er ongastaðni í skipanini eitt samlað yvirlit yvir økið. Tað undrar politikarar og fólk yvirhøvur, at økið veksur so skjótt, men tað er ikki møguligt at finna eina samlaða frágreiðing, og er hetta ein av størstu grundgevingunum fyri verkætlanini.

Tað er týdningarmikið at gera vart við, at stuðulsfólkaøkið er sera fjølbroytt. Í roynd og veru kann ikki sigast, at talan er um nakað samla øki. Tað einasta, sum bindur økið saman er, at trupulleikar verða loystir við at seta stuðulsfólk.

Stuðulsfólk verða sett av fleiri ymiskum myndugleikum, og fyriskipanirnar verða umsitnar í fleiri ymiskum umsitingum, t.e. at tú kannst ikki fara inn í eina ávísa skipan og heinta upplýsingar um øll stuðulsfólkatiltøkini undir einum.

Hvat er ein stuðulsfólkafyriskipan?
Ein stuðulsfólkafyriskipan er ein fyriskipan, har sosialu myndugleikarnir eftir sosiallóggávuni seta eitt fólk í starv fyri at røkja eina uppgávu í mun til ein persón ella eina familju við ávísum trupulleikum, sum teimum tørva hjálp til at loysa - hjálp, sum ikki kann veitast í øðrum verandi skipanum. Talan er sostatt í hvørjum einstøkum føri um eina einstaklingaloysn, sum verður sett í verk í mun til ávísan persón við ávísum trupulleika í eitt ávíst tíðarskeið.

Hesar fyriskipanir verða játtaðar av teimum myndugleikum, sum umsita játtanir til einstaklingar í sosiallóggávuni, t.e. av Almannastovuni og í førum av Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu.

Heimildirnar
Stuðulsfólk verða játtaði eftir hesum løgfrøðisligu heimildunum í sosiallóggávuni:

FORSORGARLÓGIN

§ 1. Det offentlige er forpligtet til at komme enhver til hjælp, som ikke er i stand til at skaffe sig og sine det fornødne til livets ophold, samt til at yde den, der ikke selv kan afholde udgifter, hjælp til kur og pleje i sygdomstilfælde og til at yde hjælp i andre tilfælde, hvor det er bestemt i denne lov…..

§ 17. Personer, der i hjemmet forsørger et barn med fysisk eller psykisk lidelse, som medfører særlige udgifter ved forsørgelsen, har ret til at få dækket sådanne nødvendige merudgifter, såfremt de ikke kan dækkes gennem særforsorgens hjælpeforanstaltninger. Hjælpen er betinget af, at lægelige anvisninger med hensyn til barnets pasning m.v. følges.

ALMANNAPENSIÓNSLÓGIN

§ 12. Persónlig viðbót kann verða veitt einum pensionisti, sum hevur serliga trupul kor.

BARNAFORSORGARLÓGIN

§ 22. Børneværnsudvalget kan i det i § 25, stk. 1, nævnte tilfælde, såfremt det under hensyn til barnets velfærd skønnes forsvarligt at undlade anbringelse uden for hjemmet, samt når et barns velfærd i øvrigt kræver, at forebyggende foranstaltninger iværksættes – f.eks. når det godtgøres, at en person ikke forsvarligt sørger for eller forsvarligt behandler de børn, der opholder sig hos ham, eller når et barn i øvrigt trænger til særlig støtte – efter stedfunden undersøgelse i henhold til kap. I beslutte anvendelse af følgende foranstaltninger:

    1. Tildeling af advarsel til barnets og dets forældre eller andre opdragere.
    2. Beskikkelse af en tilsynsværge for barnet
    3. Meddelelse af henstilling eller råd, eventuelt pålæg over for forældrene eller andre opdragere med hensyn til barnets pleje, opdragelse, oplæring eller arbejde…….

Almannastovan umsitur forsorgarlógina og almannapensiónslógina, og er játtandi myndugleiki í mun til gjald av fyribyrgjandi tiltøkum smb. §22 í barnaforsorgarlógini í øllum kommunum uttan í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunum, sum stórt sæð umsita barnaforsorgarlógina í egnum øki.

Ivi hevur í langa tíð verið um heimildargrundarlagið. Tað verður ført fram, at orðingin í §12 í lógini um almannapensiónir "serliga trupul kor" óivað bert er ætlað at bøta um trupul fíggjarlig kor, og tí ikki er ætlað at bøta um tørvin á persónligum stuðuli. Í viðmerkingunum til nýggju lógina stendur:

"Persónligt ískoyti kann veitast til allar pensjónistar, hvørs (fíggjarligu) viðurskifti eru serliga trupul. Eingin avmarking er gjørd í lógini fyri, hvørji endamál persónligar viðbøtur kunnu veitast til, ella støddina av viðbótini. Almannastovan kann gera av, hvørji endamál eru rímilig, nær rímiligt er at veita (inntøku- og ognartreytir) og við hvussu stórari upphædd, aftaná eina ítøkiliga meting í tí einstaka førinum. Landsstýrið kann gera reglur fyri, hvussu veitast skal. Mest vanligu veitingarnar eru ískoyti til heilivág, tannviðgerð, sjúkuviðgerð o.t. Harumframt verður ofta latið ískoyti til útreiðslur av umvæling og útskiftan av húsarhaldstólum o.t. Seinnu árini hevur talið av umsóknum um ískoyti til bústaðarútreiðslur verið vaksandi."

Hesar viðmerkingar eru gjørdar í samband við nýggju pensiónslógina, sum kom í gildi 1.1.2000.

Spurnartekin er somuleiðis sett við, um orðingin í §17 í forsorgarlógini "nødvendige merudgifter" ikki bert er ætlað til at endurgjalda meirútreiðslur hjá foreldrunum, og tí ikki til at bøta um tørvin á persónligum stuðuli.

§22 í barnaforsorgarlógini heimilar at seta neyðug tiltøk í verk, so ikki verður neyðugt at seta børn heiman. Ivi er tí um, hvørt henda heimildin kann brúkast til at seta stuðul til børn, tá talan er um serligan tørv orsaka av sjúku og breki, og sostatt ikki um fyribyrgjandi barnavernd.

Tað kann undra, at umsitingin hevur tikið støðu til allar hesar umsóknir um stuðulsfólk við hesum ivasomu heimildunum sum grundarlag. Men støðan er tann, at fleiri neyðugar kunngerðir og reglur ongantíð eru gjørdar til føroysku sosiallóggávuna. Tað finnast í nógvum førum ongar greiðar tulkingar sum siga, hvørji tiltøk ymisku lógirnar heimila, og hvørji tær ikki heimila. Upprunin til lóggávuna er danska lóggávan, og tað hevur verið siðvenja at brúka reglur og kunngerðir til donsku lógirnar sum vegleiðandi í umsitingini. Tvs. at vit hava fingið eina siðvenju, sum líkist teirri donsku, tó uttan at løgfrøðisliga grundarlagið er útbygt og broytt samsvarandi.

Tað eru bara starvsfólkini í sosialu umsitingunum, har viðskiftafólkini venda sær við sínum trupulleikum, sum møta teimum vaksandi trupulleikunum. Støða verður ikki tikin aðrastaðni í skipanini til, hvørjar trupulleikar tað almenna skal loysa og hvussu. Og tá sosiala umsitingin, sum nevnt m.a. í §1 í forsorgarlógini, hevur skyldu til at hjálpa teimum persónum, sum ikki sjálvir megna at skapa sær eina nøktandi tilveru, so er uppgávan hjá umsitingini at brúka allar møguleikar til at skapa brúkiligar loysnir.

Umsitingin og nevndu heimildir í sosiallóggávuna eru sostatt ventilurin, sum hevur tikið tær verstu avleiðingarnar av kreppuni, av sparingunum, av manglandi útbygging og manglandi stýring av sosiala økinum.

Tað liggur annars ikki í arbeiðssetninginum fyri hesa verkætlan at taka støðu til heimildargrundarlagið, men Almanna- og heilsumálastýrið er í holt við at útvega eitt løgfrøðisligt notat um hesar spurningar.

Í skrásetingini í hesari verkætlan er skilt ímillum, um orsøkin til tørvin á stuðuli er sjúka/brek ella familjuviðurskifti.

Tá orsøkin er sjúka/brek, kann talan vera bæði um børn og vaksin.

Tá talan er um børn, er stuðulsfyriskipanin játtað smb. forsorgarlógini, tá Almannastovan hevur játtað, og smb. barnaforsorgarlógini, tá Klaksvíkar og Tórshavnar kommunur hava játtað. Hetta orsakað av, at økið verður umsitið, sum um talan er um juridiska dupultheimild - §17 í forsorgarlógini/§22 í barnaforsorgarlógini.

Tá talan er um vaksin fólk, er fyriskipanin játtað av Almannastovuni smb. pensiónslógini. Her er ein persónur vaksin, tá hann er 18 ár - nøkur fá eru, sum hava fingið tillutaða fyritíðarpensión frá 15. ári eftir gomlu pensiónslógini, og tí eru undir 18 ár. Hetta er broytt við nýggju lógini, ið kom í gildi 1.1.2000.

Tá orsøkin er familjuviðurskifti, eru fyriskipanirnar altíð játtaðar smb. barnaforsorgarlógini, og altíð sum eitt tiltak fyri at tryggja, at børnini kunnu verða verandi í heiminum. Hesar fyriskipanir eru játtaðar av trimum myndugleikum - Tórshavnar kommunu, Klaksvíkar kommunu og fyri restina av landinum av Almannastovuni - eftir tilmæli frá kommunalu barnaverndunum.

Umsitingin.
Játtandi myndugleikarnir viðgera umsóknirnar um stuðulsfólk sum allar aðrar umsóknir um hjálp smb. nevndu lógum. T.e. at hóast ein slík umsókn inniber eina starvssetan, so verður hon ikki viðgjørd øðrvísi enn umsóknir um aðra hjálp - tað veri seg fíggjarlig hjálp, hjálpitól o.a.

Søkt verður um játtan til gjald av løn til eitt stuðulsfólk til ein persón ella familju í ávíst tal av tímum í eitt ávíst tíðarskeið til eina ávísa uppgávu. Umsitingin skal meta um, hvørt fyriskipanin er neyðug, um hon er møgulig og um hon er hóskandi sum loysn á trupulleikanum. Umsitingin skal eisini meta, um ætlaða loysnin er heimilað í sosiallóggávuni og ikki reglusett í aðrari lóggávu.

Eftir vanligum fyrisitingarligum siði áliggur tað játtandi myndugleikanum at tryggja sær, at játtaða fyriskipanin virkar eftir ætlan.

Harumframt skal tryggjast, at ein slík einstaklingaloysn ikki verður sett í verk til uppgávur, sum eiga at loysast í øðrum skipanum. Bæði §12 í almannapensiónslógini og §17 í forsorgarlógini nevna, at talan skal verða um eina neyðuga og rímiligt grundaða útreiðslu, t.e. at finnst eitt skipað tilboð, so skal tað brúkast fremst av øllum. Verður mett, at talan átti at verið um eitt tilboð í onkrari verandi skipan, so skal tann skipanin roynast fyrst og fremst. Kann hon ikki loysa trupulleikan, so skal grundgevast fyri tí. Sparingar og manglandi orka í øðrum skipanum eru ikki grundgevingar fyri játtanum eftir sosiallógggávuni. Her verður serliga meint við markamótið heilsu-/skúla-/almannaverk og markamótið millum alment skipaði tilboð innan almannaverkið og einstaklingaloysnir.

Dømi um hetta kundi verið fysiurgisk viðgerð til børn við sansusamskipanarligum trupulleikum. Er talan um sernámsfrøðisligan stuðul, sum skal veitast innan skúlaverkið, ella sjúkuviðgerð, sum skal veitast av heilsuverkinum, ella eina viðgerð, sum foreldrini mugu útvega sínum barni, og tískil ein meirútreiðsla, sum skal endurrindast sum fíggjarligur stuðul sambært sosiallóggávuna?

Tá talan uttan iva er um stuðul, sum skal veitast smb. sosiallóggávuni, men ivi er, um stuðulin skal veitast sum stovnstilboð ella fíggjarligur stuðul, kann eitt dømi vera umlætting til foreldur við brekaðum børnum. Her kann ivaspurningurin vera, um umlættingin eigur at veitast av teimum umlættingarheimum, ið landið rekur, ella foreldur skulu hava fíggjarligan stuðul til at gjalda øðrum fyri at átaka sær umlættingaruppgávuna. §17 í forsorgarlógini sigur greitt, at endurrindan av meirútreiðslum er treytað av at "..de ikke kan dækkes gennem særforsorgens hjælpeforanstaltninger." Um serforsorgarstovnarnir ikki meta seg at kunna nøkta tørvin hjá einum barni, ella foreldrini ynskja eina aðra loysn, so má umsitingin meta um, hvussu lógarteksturin "kan dækkes" skal tulkast. Um ávísu grundgevingarnar fyri ikki at veita ávísu hjálpina á stovnunum kunnu góðtakast, og stuðul harvið kann veitast til aðra loysn.

Ein annar ivaspurningur á markamótinum millum almenn sosial tilboð og einstaklingaloysnir kann vera, um eitt barn við serligum tørvi hevur rætt til eitt pláss á einum av dagstovnunum, sum kommunurnar reka, líkasum øll hini børnini í kommununi, ella júst hetta barnið skal hava eyka starvsfólk við, játtað sum persónligur barnaforsorgarligur stuðul, fyri at kunna brúka eitt alment tilboð.

Mannagongdin.
Mannagongdirnar eru ymiskar í teimum 3 umsitingunum, sum varða av stuðulsfólkaøkinum, Almannastovuni og Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu. Tær ymisku mannagongdirnar verða lýstar niðanfyri.

Almannastovan.
Umsóknir um stuðulsfólk koma oftast frá fakfólki, ella eftir tilmæli frá fakfólki, sum hevur samband við barnið/familjuna. Tað kann vera starvsfólk á dagstovni, á Sernámsdeplinum, á somatisku ella psykiatrisku deildunum innan heilsuverkið, starvsfólk innan heimarøktina, sosialráðgeva á Almannastovuni ella á einari kommunalari sosialari deild, heilsusystir, barnavernd e.l.

Tá umsóknin verður viðgjørd av Almannastovuni, verður hon viðgjørd av sosialráðgeva á einari av økisdeildunum ella á pensiónsdeildini saman við einum pedagogiskum serráðgeva ella serráðgevanum innan barnaforsorgarøkið - alt eftir, hvørjar trupulleikar tað snýr seg um.

Síðan skal málið upplýsast. Fyrst fara sosial- og serráðgevi á eina heimavitjan fyri at fáa eina sjálvstøðuga mynd av støðuni hjá barninum/familjuni. Hevur barnið/familjan samband við onnur fakfólk verða upplýsingar um trupulleikarnar útvegaðir frá teimum - tað er oftast lækni, Sernámsdepilin, skúli og heilsusystir. Er talan um eitt brekað barn, sum ikki hevur havt samband við onnur fakfólk, so verður skipað fyri einari eygleiðing av barninum á Sernámsdeplinum, einari læknakanning e.l. Tá talan er um familjutrupulleikar, er tað ofta trupult at lýsa málið nærri, tí ongin eygleiðingarstovnur er. Hetta merkir, at sosial- ella serráðgevi á Almannastovuni sjálvur má kanna málið nærri áðrenn støðutakan, og tískil má ofta fyrst takast avgerð um fyribils tiltøk. Føroya Barnaheim hevur í førum átikið sær eygleiðingaruppgávuna, hóast yvirorðnað avgerð ikki er tikin um, at stovnurin umframt aðrar uppgávur eisini skal røkja hesa uppgávuna, og karmar og arbeiðsorka sostatt ikki eru innrættað serliga til arbeiði við eygleiðing av familjum.

Tá málið er upplýst, ger sosialráðgevin síðan eitt tilmæli um loysn. Hetta tilmælið verður viðgjørt á serligum stuðulsfólkafundi við luttøku av teimum trimum serráðgevunum, teimum sosialráðgevum, sum varða av málum á skránni, og avvarðandi deildarleiðarum, og her verður ein avgerð tikin. Er eitt barnaforsorgarmál ov illa lýst, kann niðurstøðan ofta verða, at stuðulsfólk verður sett í familjuna, til at eygleiða.

Verður umsóknin játtað, verður í hvørjum einstøkum føri lýst í bløðunum eftir fólki til ávísu uppgávurnar í tað ávísa talið av tímum um vikuna í eitt avmarkað tíðarskeið. Umsóknirnar, sum koma til eitt slíkt starv verða so viðgjørdar av ser- og sosialráðgeva í samráð við familjuna og møguligan dagstovn. Tá avgjørt er, hvør skal setast, fara boð frá Almannastovuni til lønardeildina í Almanna- og heilsumálastýrinum. Serráðgevarnir skipa síðani fyri einum fundi, har foreldrini, barnið og stuðulsfólkið luttaka. Er talan um barn á dagstovni, so luttekur pedagogur ella leiðarin av dagstovninum eisini. Á fundinum verður tosað um tørvin hjá barninum, endamálið við stuðulsfyriskipanini, arbeiðshátt, arbeiðsstað o.l.

Stuðulsfólkini skriva, við avtalaðum millumbilum, Almannastovuni eina frágreiðing um arbeiðið. Hendan frágreiðing verður brúkt sum grundarlag undir støðutakanini til, um fyriskipanin skal leingjast, ella endamálið er rokkið og fyriskipanin tí skal steðgast.

Burtursæð frá hesum er lítið og onki samband millum stuðulsfólkini og Almannastovuna, hóast tey fáa tilboð um at kunna ringja til serráðgevarnar, um tey vilja tosa um eitthvørt. Serráðgevarnir hava ongar fastar avtalur annars við stuðulsfólkini.

Almannastovan hevur nøkur óformell tiltøk saman við kommununum á hesum støðum:

Spælistovan í Skopun.
Her arbeiða 2 stuðulsfólk við 6 børnum, nøkur eru fyrrapart og onnur seinnapart. Ongin leiðari er fyri tiltakinum. Skopunar kommuna leigar hølini og fíggjar dagliga raksturin. Spælistovan er stovnað í samstarvi við Sernámsdepilin, ið letur talilærara til tiltakið 10 t. um vikuna.

Stuðulsstovan á Flatabø á Eiði.
Her arbeiða 2 stuðulsfólk við 4 børnum. Ongin leiðari er fyri tiltakinum. Eiðis kommuna leigar høli og fíggjar dagligan rakstur.

Stuðulsstovan í Húsi í Miðvági.
Her arbeiða 5 stuðulsfólk við 5 børnum. Ongin leiðari er fyri tiltakinum. Heimarøktin, ið nýtir somu hús til umlætting, hevur higartil rindað leigu, men arbeitt verður nú við at fáa somu avtalu við kommunurnar í Vágum, sum í hinum tiltøkunum.

Tilhaldið í Rók á Saltnesi.
Her arbeiða 8 stuðulsfólk við 8 børnum. Ongin leiðari er, men Løgtingið samtykti síðst í apríl mánað eitt lógaruppskot um eina royndarskipan, sum inniber, at ein leiðari verður settur fyri tilhaldið. Hesin skal samskipa virksemið í húsinum og vera við til at eftirmeta tað og koma við uppskoti til eina varðandi skipan. Almannastovan fyriskipar hesa royndarskipan, sum er játtað inntil 31.12.2002. Runavíkar og Nes kommunur rinda fyri leigu og dagligan rakstur, men hava álagt foreldrunum gjald fyri hetta.

Stuðulsstovan í Vági.
Hendan virkaði frá 1.1.94 til 30.6.00, tá virksemið helt uppat, tí tørvurin ikki longur var til staðar. Meðan stuðulsstovan virkaði, leigaði Vágs kommuna hølir, og Almannastovan hevði játtað gjald av einum supervisor 20 t. um vikuna sum lógarbundna útreiðslu.

Almannastovan rindar eina ávísa upphædd til pedagogiskt tilfar smb. §17 í forsorgarlógini til øll hesi børnini, og til børnini í Bridgehúsinum, sum er eitt líknandi óformelt tiltak undir Stuðulsfólkaskipanini í Tórshavn.

Lønardeildin í Almanna- og heilsumálastýrinum.
Lønar- og starvsfólkaviðurskiftini hjá stuðulsfólkunum, sum eru játtaði av Almannastovuni, verða umsitin á lønardeildini í Almanna- og heilsumálastýrinum. Tá Almannastovan hevur gjørt av at seta eitt stuðulsfólk, so skrivar lønardeildin setanarbræv, bræv um tagnarlyfti, sendir tímaseðlar við kunning um, hvussu teir skulu fyllast út og aðrar upplýsingar til stuðulsfólkið. Stuðulsfólkið sendir tímaseðlar inn hvønn mánað, sum tey avvarðandi vátta. Lønardeildin roknar teir ígjøgnum og rindar teimum løn og viðbøtur. Tey halda somuleiðis skil á frítíð, farloyvum o.l., og orsaka av teirri stóru útskiftingini og títtleikanum í játtanum er hetta ein sera orkukrevjandi uppgáva.

Á lønardeildini merkja tey, at stuðulsfólkini eru illa upplýst um síni setanarviðurskifti, og at nógvir spurningar eru ógreiddir í teirra viðurskiftum, tí tey venda sær ofta hagar við spurningum.

Fyrr varð sáttmálin hjá Pedagogfelagnum altíð brúktur, men nú verða fólk við tí førleikanum, sum hóskar best til ávísu arbeiðsuppgávuna, sett í starv, og tá tað sostatt er latið upp fyri setanum eftir nógvum ymiskum sáttmálum, setir tað eisini størri krøv til umsitingina á lønardeildini.

Klaksvíkar kommuna.
Øll stuðulsmál, ið verða viðgjød av Klaksvíkar kommunu, verða viðgjørd sum barnaverndarmál, og stuðulin verður játtaður sum eitt fyribyrgjandi tiltak eftir §22 í barnaforsorgarlógini.

Klaksvíkar kommuna fekk pr. 1.8.1994 loyvi frá Almannastovuni at seta ein stuðulsráðgeva í starv 15 t. um vikuna sum barnaverndarútreiðsla.· Kommunan hækkaði 1.8.2000 tímatalið til 20 t. um vikuna.
________________________________________
·Barnaverndarútreiðslur verða rindaðar av landskassanum. Fram til 1.7.2000 var tað Almannastovan, sum í ivamálum gjørdi av, um talan var um eina barnaverndarútreiðslu. Hesa heimild hevur landsstýrismaðurin nú.
__________________________________________________

Barnaverndarnevndin viðger umsóknir um stuðulsfólk til børn í kommununi. Ofta byrjar eitt slíkt mál við, at barnagarðurin vendir sær til stuðulsráðgevan við einum trupulleika. Viðhvørt koma tilmælir um setan av stuðuli eisini frá lækna og Sernámsdeplinum, og viðhvørt eru tað foreldur, sum sjálvi venda sær til barnaverndina. Um so er, so hevur barnaverndin fyrst ein fund við foreldrini, áðrenn stuðulsráðgevin kemur inn í myndina.

Áðrenn umsóknin verður viðgjørd, kannar stuðulsráðgevin tørvin hjá barninum og metir um tímatalið. Síðani skrivar hon eina frágreiðing við tilmæli um tímatal, sum verður viðgjørd av barnaverndarnevndini.

Stuðulsráðgevin fylgir við málinum og leggur eina eftirmeting fyri barnaverndarnevndina einaferð um árið.

Stuðulsráðgevin hevur alt samskifti við stuðulsfólkini og ráðgevur teimum í mun til arbeiði, setanarviðurskifti osfr. Tað er eisini hon, sum roknar tímaseðlar ígjøgnum, heldur skil á frítíð osfr. Lønardeildin hjá kommununi rindar lønirnar út.

Í løtuni eru 12 stuðulsfólk í starvi við 30 t. í part. Barnaverndin í Klaksvík hevur ikki sett hesi fólk í fast starv, men tey eru sett í tíðaravmarkaða størv sv.t. ítøkiligu játtanirnar. Barnaverndin lýsir ikki alment eftir fólki, hvørja ferð ein játtan verður givin, men velur oftast heldur at brúka somu fólk. Hesi stuðulsfólkini eru sostatt at kalla í føstum størvum við teimum rættindum, sum hoyra til.

Talan er tó ikki um eina rættiliga stuðulsfólkaskipan, og tey hava trupulleikar við vantandi hølum, hava onga játtan til skeið, bøkur o.l.

Tórshavnar kommuna.
Øll stuðulsmál, ið verða viðgjørd av Tórshavnar kommunu, verða viðgjørd sum barnaverndarmál, og stuðulin verður játtaður sum eitt fyribyrgjandi tiltak eftir §22 í barnaforsorgarlógini.

Tórshavnar Býráð fekk í 1992 góðkenning frá Landsstýrinum til at seta eina stuðulsfólkaskipan á stovn sum eina royndarskipan, fíggjað av landskassanum sum ein barnaverndarútreiðsla.

Kommunan hevði søkt um hetta, tí talið á børnum við serligum tørvi á dagstovni varð økt so nógv. Kommunan hevði loyst hendan trupulleikan við at seta stuðulsfólk til einstaka barnið, so talið av stuðulsfólkum varð eisini økt nógv, síðan tey fyrstu ferð játtaðu stuðulsfólk til barn á dagstovni í 1982.

Í uppritinum hjá kommununi frá 1992, har tey lýsa ynskið um og tørvin á einari stuðulsfólkaskipan, stendur, at hendan skipan í høvuðsheitum er ætlað at tæna stuðulstørvinum hjá børnum á dagstovnum. Grundgevingin fyri ynskinum um eina skipan var, at tað varð mett neyðugt at kunna seta fólk í fast starv fyri at fáa útbúgvið fólk at søkja stuðulsfólkastørvini. Ein onnur grundgeving var, at tey meintu, at tað var neyðugt við einari skipan fyri at kunna stýra arbeiðinum og menna starvsfólkini.

Í uppritinum verður víst til tær uppgávur, sum barnaforsorgarlógin smb. §22 áleggur kommununi - ítøkiligt verður víst til orðingina "…eller når et barn i øvrigt trænger til særlig støtte...".

Tá skipanin var í umbúna, var avtalan, at tann táverandi Sernámsfrøðisliga Ráðgevingin í skúlaverkinum skuldi veita supervisión og fakliga ráðgeving, men sum skilst á stuðulsfólkaskipanini, so virkaði hendan avtalan ongantíð.

Stuðulsfólkaskipanin hevur virkað síðan 1992, og har starvast nú ein leiðari, 2 pedagogiskir ábyrgdarar/ráðgevar og stuðulsfólk við einum tímatali íalt svarandi til 31 fulltíðarstørv. Skipanin er býtt sundur í tvær deildir - eina familjudeild og eina deild fyri brek.

Umsókn um hjálp frá stuðulsfólkaskipanini til børn og ung undir 18 ár verða stílaðar til barnaverndina, og sosiala deild hevur serlig oyðibløð til hetta endamál. Umsóknir koma frá dagstovnum, Almannastovuni, heilsusystrum, Sernámsdeplinum og frá foreldrum. Um sosialráðgevin á sosialu deild metir, at ein umsókn ikki er nóg væl upplýst, skal hann syrgja fyri at útvega neyðugu upplýsingarnar. Tá umsóknin er klár, verður hon løgd fyri barnaverndarnevndina, sum tekur støðu til, um heitast skal á Stuðulsfólkaskipanina, um at kanna stuðulstørvin hjá viðkomandi barni. Niðurstøða og tilmæli frá Stuðulsfólkaskipanini verða løgd fyri barnaverndarnevndina í seinasta lagi 2 mð. eftir, at áheitanin um kanning varð send teimum. Tá tilmælið fyriliggur, tekur barnaverndin smb. §22 stk.1 í barnaforsorgarlógini støðu til, um hon mælir sosialu nevnd til at játta stuðul. Barnaverndin verður javnan kunnað um gongdina í hvørjum einstøkum stuðulsmáli.

Stuðulsfólkaskipanin skipar arbeiðið hjá stuðulsfólkunum viðvíkjandi løn, setanarviðurskiftum, ráðgeving osfr., meðan lønardeildin hjá kommununi rindar lønina.

Leiðararnir av skipanini hava regluligan fund við supervisión, einaferð um mánaðin, við øll stuðulsfólkini, og annars við hvørt einstakt stuðulsfólk eftir tørvi. Stuðulsfólkini skriva ávegisskriv 1-2 ferðir um árið.

Hóast talan er um eina formella skipan, so eru trupulleikar við hølisumstøðunum til umsitingina og til stuðulsfólkini, sum ikki arbeiða á dagstovnunum. Kommunan hevur nú leigað Bridgehúsið, har 10 av hesum stuðulsfólkum nú arbeiða við teirra10 børnum.

Samandráttur.
Tað sæst av gjøgnumgongdini omanfyri, at umstøðurnar hjá stuðulsfyriskipanunum at virka undir eru sera ymiskar í teimum ymisku umsitingunum. Stuðulsfólkini hjá Klaksvíkar og Tórshavnar kommunu eru í føstum starvi og hava bæði leiðslu og ráðgevarar, meðan stuðulsfólkini hjá Almannastovuni eru í leysum størvum, hava ikki nakra formella skipan og hava ráðgevar, við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum, og tí ikki eru tøkir í sama mun sum í kommununum.

Hesir munir hava stórar avleiðingar. Tað er sera óheppið, at brúkararnir og stuðulsfólkini hava so ymiskar umstøður. Tað er ongin haldgóð grundgeving fyri, at landskassin fíggjar kostnaðin av stuðulsfólkaskipanunum hjá kommununum sum barnaverndarútreiðslur, meðan tað ikki verður góðtikið, at umsitingin hjá landinum av sama øki verður fíggjað á hendan hátt.

Endamálini við fyriskipanunum.
Ein stuðulsfólkafyriskipan er ikki eintýdd. Mátin at skipa loysnina er tann sami - eitt fólk verður sett í starv eitt ávíst tal av tímum fyri at røkja nakrar uppgávur í mun til ein annan persón. Men endamálini við fyriskipanunum kunnu vera ógvuliga ymisk, og stuðulsfólk verða sett til brúkarar við nógvum ymiskum trupulleikum:

Arbeiðsuppgávurnar hjá stuðulsfólkunum eru nógvar og ymiskar - tær kunnu vera bæði praktiskar, pedagogiskar og av øðrum slag:

Fíggjarliga gongdin á økinum.
Stuðulsfólkaøkið er vaksið sera nógv upp á stutta tíð. Í 80’unum var hetta eitt næstan ókent fyribrigdi, t.e. at talið av móttakarum er vaksið frá 0 til uml. 200 uppá 10 ár. Økið kostaði í 1993 6,5 mill. kr. og í 2000 30,3 mill. kr.

Talvan niðanfyri vísir útreiðslurnar til stuðulsfólk í árunum 1993-2000 býttar upp eftir heimildunum, sum tær eru játtaðar og goldnar eftir:

 

93

94

95

96

97

98

99

2000

                 
Pensión §12

1.192.032

1.426.221

2.046.472

2.701.871

2.629.993

3.552.945

4.769.041

7.409.585

                 
Forsorg §17

1.635.452

1.500.205

1.595.967

2.516.914

4.217.781

6.764.289

8.914.621

10.683.589

                 
Forsorg §18        

96.471

127.210

249.252

360.558

                 
Barnaforsorg §22:                
Almannastovan

1.540.340

2.046.464

2.198.765

3.319.664

3.738.890

2.572.901

2.611.843

2.550.620

Tórshavnarkommuna

1.576.671

1.897.555

2.143.306

2.893.868

4.214.280

5.208.704

6.027.292

7.444.026

Klaksvíkar kommuna

505.400

623.013

936.658

956.100

1.623.756

2.188.340

2.376.097

1.865.779

barnaforsorg íalt

3.622.411

4.567.032

5.278.729

7.169.632

9.576.926

9.969.945

11.015.232

11.860.425

                 
Útreiðslur íalt

6.449.895

7.493.458

8.921.168

12.388.417

16.521.171

20.414.389

24.948.146

30.314.157

 

Vísandi til brotið um løgfrøðisligu heimildirnar og umsitingina skal viðmerkjast, at tað ikki ber til beinleiðis at samanbera tølini í skrásetingini við hesi tøl viðvíkjandi býtinum av útreiðslunum eftir ymisku lógarheimildunum, tí stuðul til brekaði børn bæði verður veittur smb. barnaforsorgarlógini og forsorgarlógini.

Samlaðu útreiðlurnar eru nærum fimmfaldaðar hesi árini frá 1993 til ár 2000. Tær eru hækkaðar mest eftir §17 í forsorgarlógini og næstmest eftir pensiónslógini. Útreiðslurnar til stuðulsfólk játtaði eftir barnaforsorgarlógini eru ymiskar í teimum ymisku umsitingunum. Í Klaksvík eru tær nærum fýrfaldaðar hesi 7 árini, í Tórshavn nærum fimmfaldaðar, meðan játtanirnar smb. hesi lógarheimild á Almannastouni eru knappliga tvífaldaðar. Sum greitt er frá fyrr í hesum parti, so eru nógvar ymiskar orsøkir til, at so er.

Tað er ringt at siga nakað um vøksturin á pensiónsøkinum, tí hvør einstakur brúkari ávirkar tølini nógv - í einstøkum førum yvir 1 mill. kr. um árið.

Játtanirnar smb. §18 í forsorgarlógini eru avmarkaðar. Hetta eru játtanir í smb. við endurbúgving, til hjálpara vegna niðursetta hoyrn ella sjón o.l., í styttri tíðarskeið.

Vanliga fatanin er, at tað eru nógvar ymiskar orsøkir til samlaða vøksturin í útreiðslunum til stuðulsfólk:

Grundgevingar fyri at broyta stuðulsfólkaøkið.
Tá sagt verður, at endamálið við at flyta økið er

so er tað útfrá einari ásannan av, at núverandi støða viðvíkjandi stuðulsfyriskipanunum ikki er nøktandi.

Atfinningar hava í longri tíð verið førdar fram alment, starvsfólk í umsitingini hava fleiri ferðir gjørt vart við trupulleikarnar, og somuleiðis brúkarar og stuðulsfólk.

Stuðulsfólkaproblematikkurin er ógvuliga fløktur og samansettur, og atfinningarnar eru tí somuleiðis nógvar og ymiskar, og verða settar fram av nógvum ymiskum fólkum.

Sum lýst omanfyri, so eru bæði arbeiðsuppgávur, umsiting, faklig krøv og arbeiðsumstøður ymiskar, alt eftir, hvørja fyriskipan talan er um. Tað ger, at eisini fatanin av, hvussu stuðulsfólkafyriskipanirnar virka, er ymisk.

Harafturat eru grundleggjandi fyritreytirnar fyri fyriskipanunum sera ymiskar, tí í nøkrum førum eru tær valdar, tí tær loysa trupulleikarnar best, meðan tær í øðrum førum eru valdar, tí tær eru einasti máti, sum umhvørvið/umsitingin við verandi orku og karmum hevur, til at royna at bøta um trupulleikarnar.

Í síðstnevndu førum er støðan tann, at bæði brúkarin/familjan og umsitingin eru greið yvir, at ein betri loysn finnst, men at hendan ikki er møgulig. Undir hesum umstøðum er ónøgdin sjálvsøgd.

Annars eru almennu atfinningarnar, at stuðulsfólkafyriskipanirnar ikki virka nøktandi, hvørki sum hjálp til brúkaran ella í mun til kostnaðin - at tær eru ov illa skipaðar, at tær als ikki eru samskipaðar og at ov lítið eftirlit er við teimum.

Fyriskipanirnar, sum eru játtaðar av Almannastovuni, eru sum nevnt ikki

samskipaðar. Almannastovan hevur fyrr – undir táverandi leiðslum - ført fram, at umsitingin av hesum fyriskipanum fer við alt ov nógvari orku sum er, og at talan sostatt ikki er um, at stovnurin yvirhøvur kann átaka sær at samskipa hesar nógvu fyriskipanir uttan eina játtan til endamálið.

Heilt ítøkiligt er tað so, at tríggir serráðgevar á Almannastovuni saman við einum starvsfólki á starvsfólkadeildini í Almanna- og heilsumálastýrinum pr. desember ár 2000 eru einastu arbeiðsgevarar og ráðgevar hjá uml. 150 stuðulsfólkum, ið eru sett í starv at hjálpa uml. 136 brúkarum. Tey allarflestu av hesum 150 stuðulsfólkunum eru sett í starv í eitt avmarkað tímatal um vikuna, men samlaða tímatalið svarar til uml. 92 fulltíðarstørv. Lønarútreiðslurnar vóru í desember mánað ár 2000: 1,8 mill. kr.

Hesir vánaligu karmar føra í fyrra lagi við sær, at nærum onki eftirlit er við arbeiðnum, og í seinna lagi, at stuðulsfólkini heldur ikki fáa neyðuga ráðgeving.

Fyri umsitingina á Almannastovuni er avleiðingin, at hendan uppgávan ikki verður røkt nøktandi, og at nógvar aðrar týðandi uppgávur heldur ikki verða røktar. T.d. fær støðan við hesum nógvu stuðulsfólkatiltøkunum avleiðingar fyri ráðgevingina til brekaði/sjúk fólk og til familjur við brekaðum/sjúkum børnum, sum skal veitast av somu fólkum, sum nú sita og umsita flest allar stuðulsfyriskipanirnar. Og harnæst ávirkar leikluturin sum arbeiðsgevari eisini relatiónina til familjurnar, og ger tað torført yvirhøvur at røkja leiklutin sum ráðgevi í somu familju.

Tað er ógreitt, hvat tænastustøðið skal vera í føroyska samfelagnum - tað verður ikki meldað út, hvørji tilboð borgarin hevur rætt til smb. sosialóggávuni. Avleiðingin er, at tað er tann einstaki sosialráðgevin og deildarleiðarin, sum avgera tænastustøðið, og tað ger umsitingina ótrygga, og at viðgerðartíðin gerst alt ov long. Hetta er ikki bert ein álvarsom avleiðing fyri Almannastovuna, men undir hesum umstøðum má rættartrygdin hjá tí einstaka borgaranum somuleiðis metast at vera í vanda.

Fyri stuðulsfólkini skapar verandi støða ónøktandi arbeiðsumstøður. Tey hava ongar starvsfelagar, í nógvum førum onki arbeiðsstað og ofta ringar møguleikar fyri ráðgeving. Frá Pedagogfelagnum, har flestu stuðulsfólkini eru limir, er leingi ført fram, at stuðulsfólkini hava ov vánalig setanarviðurskifti sum heild, og tey hava gjørt vart við, at tey ofta verða uppringd av ónøgdum stuðulsfólkum.

Flestu børnini, sum hava stuðulsfólk, hava eisini samband við Sernámsdepilin, og tí hevur tað verið vanligt við tí avtalu, at Sernámsdepilin skal veita ráðgeving til stuðulsfólkini. Men orsaka av stóra vøkstrinum á økinum, og av tí at útskiftingin av stuðulsfólki er so stór, átekur Sernámsdepilin sær ikki longur hesa uppgávu í øllum førum. Í flestu førum, har stuðulsfólk eru sett til brekaði børn, er tað eftir tilmæli um hesa loysn frá serkunnleikanum á Sernámsdeplinum, men tað er ongin avtala, um samstarv millum almannaverkið og skúlaverkið, á hesum øki.

Fyri nakrar brúkarar merkir verandi støða, at teir ikki fáa eitt dygdargott tilboð. Starvsfólk við rætta førleikanum søkja ofta ikki hesi størvini, tí arbeiðsumstøðurnar eru so vánaligar, og tað er stór útskifting av stuðulsfólkum av somu orsøk.

Nógvar atfinningar eru frá fleiri síðum at samstarvinum millum dagstovnarnar, foreldrini og Almannastovuna/stuðulsfólkaskipanirnar. Av tí, at so fá viðurskifti eru fastløgd, verður uppgávan trupul bæði hjá stuðulsfólkinum, hjá starvsfólkunum á dagstovnunum og hjá starvsfólkunum í umsitingini.

Sum lýst, hava nakrar kommunur, eftir áheitan, útvegað høli, har stuðlarnir kunnu vera saman við sínum børnum, og tað er eitt framstig. Nógv tíð verður spard, tí ymisk viðgerð kann so fara fram á staðnum heldur enn at stuðulin skal ferðast við brúkaranum. Men tað vísir seg eisini at vera trupult at fáa samstarvið at rigga, tá ongin leiðari er. Tað er tvørligt at samskipa uttan yvirorðnaða støðutakan til, hvussu staðið skal skipast pedagogiskt og praktiskt. Hesi tilhaldsstøð koma við tíðini at líkjast stovnum, men uttan at skipanin fær teir rakstrarligu og fíggjarligu fyrimunir, ið eru møguligir við einari stovnsloysn.

Í Klaksvík og í Tórshavn eru stuðulstiltøkini samskipaði, og eru tí ikki somu atfinningar at hoyra, men hóast hesar sera ymisku umstøður, so eru nógv felags eyðkenni við fyriskipanunum um alt landið. Talan er í øllum førum um einstaklingaloysnir, og tí er mark fyri, hvussu nógv tú kannst samskipa hesar loysnir.

Stuðulsfólkini eru ógvuliga avbyrgd í sínum arbeiði, og hava í øllum trimum skipanum ógreið ábyrgdarviðurskifti. Ivi er m.a. um, í hvussu stóran mun tú skalt /kannst taka tær av børnum hjá øðrum stuðulsfólkum. Í teimum óformellu tiltøkunum er tað vanligt, at stuðulsfólkini arbeiða við øllum børnunum, men spurningurin er, um tað er í lagi, tá tær eru settar til ávísa barnið, og tí ikki kenna hini børnini og teirra serliga tørv nóg væl - tað kann vera samskiftishátt, heilivág o.a.

Tað finnst ongin avloysaraskipan, og tað er ein stórur vansi. Tá stuðulsfólkini ella børn hjá teimum gerast sjúk, so fær brúkarin bara ongan stuðul, og tað heldur ikki hjá einum brúkara, ið er púrasta bundin at hjálpini. Tað er tí eisini sera trupult hjá stuðulsfólkinum at skula boða frá, tá hon ikki kann møta.

Í teimum fyriskipanum, har arbeiðsstaðið er heima hjá brúkaranum, er tann serligi trupulleikin, at stuðulsfólkið kemur sera tætt uppá familjuna. Hesi viðurskifti kunnu gera tað trupult hjá familjunum at hava ein vanligan gerandisdag, og tað kann somuleiðis gera tað trupult hjá stuðulsfólkinum at seta mørk og arbeiða professionelt, tá sambandið gerst so persónligt. Fyri onnur kemur tað viðhvørt at síggja út, sum um heimastuðlarnir yvirtaka ov nógv frá foreldrunum - at tær í ov stóran mun gerast ein partur av familjunum.

Av tí at foreldur ella tann vaksni brúkarin eru arbeiðsgevarar í stuðulsfyriskipanunum í heiminum, so eru tað tey, sum í stóran mun avgera innihaldið í arbeiðinum. T.d eru tað foreldrini, sum avgera, hvussu stórt innlit stuðulsfólkini fáa í sjúkuna/brekið hjá barninum. Tá tað almenna í øðrum høpum rindar fyri ansing og viðgerð, so er vanligt at fylgja alment galdandi forskriftum og reglum, sum soleiðis ikki koma at galda hesar fyriskipanir. Tað kann t.d. vera í mun til heilivág og aðra sjúkuviðgerð. Á sjúkrahúsum og øðrum viðgerðarstovnum eru tað bara fólk við røttu útbúgvingini og røttu upplæringini, sum hava loyvi at geva ymisku viðgerðirnar. Men stuðulsfólkini skulu, kanska uttan nakra upplæring, átaka sær at geva børnunum tann heilivág og ta viðgerð, sum tey fáa at vita frá foreldrunum, at barnið skal hava.

Her eru nevndir nakrir ítøkiligar vansar við verandi støðu á stuðulsfólkaøkinum, sum grundgeva fyri, at ein broyting er neyðug. Ein onnur atfinning er, at aðalreglan, um at allir borgarar hava rætt til somu viðgerð frá tí almenna, verður brotin á stuðulsfólkaøkinum, tí umstøðurnar, sum stuðulsfólkafyriskipanirnar fáa at virka undir, sum nevnt, eru sera ymiskar í kommununum og á Almannastovuni.

Umframt hetta, so eru tað heldur ikki øll børn í hesum báðum kommununum, sum hoyra til skipanirnar hjá kommununum. Orsaka av, at umsitingarnar í kommununum meta §17 í forsorgarlógini og §22 í barnaforsorgarlógini vera eina dupultheimild í mun til tiltøk fyri børn við serligum tørvi, er tað púra ógreitt, hvørji mál skulu umsitast av teimum, og hvørji skulu umsitast av Almannastovuni, og tí verður tað tilvildarligt, hvørji mál verða viðgjørd í hvørjari umsiting. Síðsta summar varð ein praktisk avtala gjørd um samstarv í hesum førum, og hon bøtir eitt sindur um støðuna.

2. PARTUR.

Arbeiðsháttur.
Arbeiðssetningurin fyri verkætlanina er – sum nevnt í formælinum - at lýsa stuðulsfólkaøkið, og gera metingar av, hvussu økið best kann skipast. Sagt varð við byrjan, at projektsamskipanin í fyrstu atløgu skuldi snúgva seg um karmarnar.

Tá arbeiðið fór í gongd, varð valt fyrst at lýsa økið nágreiniliga frá umsitingarliga sjónarhorninum. Hendan støðan varð tikin út frá tí veruleika, sum er lýstur í 1. parti, nevniliga at vit ongastaðni í umsitingini eru før fyri at greiða frá, hvat stuðulsfókaøkið er, hvørjar trupulleikar vit í hesum høpi hava við at gera og um tiltøkini muna nakað.

Mett varð somuleiðis, at ein nágreinilig lýsing var ein avgjørd fortreyt fyri seinna partinum av verkætlanini - at meta um, hvussu økið skal skipast.

Lýsingin av økinum er gjørd við ávikavist einari skráseting av øllum verandi játtanum og við samrøðum við starvsfólk ymsastaðni í umsitingini.

Skrásetingin.
Ítøkiliga er skrásetingin av játtanunum hjá Almannastovuni gjørd, við at samskiparin hevur gjøgnumgingið øll setanarbrøvini hjá stuðulsfólkunum, og skrásett allar fastar upplýsingar útfrá teimum.

Síðani eru hinir spurningarnir· svaraðir við samrøðum við sosial- og serráðgevar, og við egnari gjøgnumgongd av skrivligu grundgevingunum fyri játtanunum í persónsmálunum. Arbeiðið við at skráseta nærri, hvør orsøkin til tørvin á stuðuli er, og um onnur loysn enn stuðulsfólkaloysnin er umhugsað ella tilrádd, í hvørjum einstøkum føri, hevur verið sera orku- og tíðarkrevjandi. Men hetta arbeiðið meti eg at vera sera týdningarmikið, tí tað eru hesir upplýsingar, sum geva okkum eitt veruligt innlit í økið.
__________________________
·Skjal 1 lýsir, hvørjir upplýsingar eru skrásettir, og hvussu teir eru viðgjørdir.
__________________________________

Eftir avtalu við leiðararnar á sosialu deildunum, er skrásetingin av fyriskipanunum í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu farin fram í kommununum eftir sama leisti. Har hava starvsfólk í teirra umsitingum svarað spurningunum, og ein ráðgevi í hvørjari skipan hevur savnað tilfarið.

Við hesum fortreytum fyriliggur sostatt ein skráseting av øllum játtaðum stuðulsfólkafyriskipanum pr. desember ár 2000.

Støðan á stuðulsfólkaøkinum broytist alla tíðina, og tí mugu tølini sjálvsagt takast við einum ávísum fyrivarni fyri broytingum, men lýsingin er ein greið ábending um støddina og samansetingina av økinum, og niðurstøðurnar verða sostatt nýttar sum grundarlag fyri tilmælunum.

Avtala er gjørd við kommunurnar og við lønardeildina í Almanna- og heilsumálastýrinum um - í samstarvi við samskiparan - at viðlíkahalda hesa skráseting, so møguleiki er fyri at gera eina nýggja støðumynd til samanberingar.

Samrøðurnar.
Um somu tíð, sum skrásetingin er gjørd, er ein kanning gjørd av, hvørjar atfinningar starvsfólk í umsitingunum hava at núverandi skipan, og hvørjar hugsanir tey hava um eina komandi skipan.

Samrøður eru gjørdar við:

Harumframt hevur samskiparin verið á fundi við dagstovnaleiðararnar, við formannin í MBF og við formannin í Føroya Pedagogfelag.

Samrøðurnar eru nýttar sum grundarlag fyri bæði lýsingini av økinum í 1. parti, og fyri tilmælunum í 4. parti.

Brúkarasjónarmið.
Sum nevnt í formælinum, hevur álitið verið til hoyringar hjá MBF, og her verður drigið samanum teirra sjónarmið.

Foreldrini ynskja fyrst og fremst at tryggja, at børn teirra alt lívið fáa virðilig kor og trygg tilboð frá tí almenna, og tey halda, at fyri at røkka tí endamálinum er tað neyðugt við stórum broytingum.

Tey eftirlýsa eitt størri samstarv millum ymisku fakfólkini - at tað í nógv størri mun verður hugsað tvørfakligt, tá tilboð til børn og ung við serligum tørvi skulu skipast. Uppskot kom fram, um at brektoymi verða skipaði í ymisku geografisku økjunum, har kommunlækni, heilsusystir, økisterapeutur, serlærari o.o. luttaka, og sum t.d. ein sosialráðgevi samskipar. Tey vístu á ógvuliga positivar royndir við einari verandi skipan, har ymisku fakfólkini, sum eru rundan um eitt ávíst barn, og familjan javnan møtast, leggja ætlanir og eftirmeta.

Tey eftirlýsa somuleiðis eitt størri samstarv millum almanna- og skúlaverk, og nevna sum dømi, at eitt stuðulsfólk, sum hevur verið um eitt barn í fleiri ár, átti at fylgt við barninum inn í skúlan, so gjørdar royndir verða brúktar, og tað slepst undan at byrja umaftur á berum.

Tey ynskja integrering, har tað ber til og er gott fyri barnið, men gera vart við, at nøkur børn eru, sum vegna sítt brek ikki kunnu gera brúk av vanligum stovnum og skúlum, og sum tí mugu hava serlig tilboð. Ynski var frammi um heildagstilboð til hesi børn - tilboð, sum ikki eru býtt upp í ansing og skúla.

Uppskot var frammi, um at brúka nøkur vanlig, smá hús kring landið til frítíðartilboð til børn við serligum tørvi í øllum aldri, og til skipaða umlætting til familjurnar hjá teimum.

Um verandi støðu á stuðulsfólkaøkinum varð sagt, at ein skipan eigur at gerast, sum skipar arbeiðið hjá stuðulsfólkunum viðvíkjandi frítíð, dagsskrá, arbeiðsstaði, upplæring, avloysing osfr., og sum kann bjóða stuðulsfólkunum eitt fakligt umhvørvi at arbeiða í.

Hesi foreldrini meta, at tað er týdningarmikið at tænastustøðið er eins kring landið, so umstøðurnar hjá teimum brekaðu ikki vera ávirkaði av, hvørjari kommunu tú býrt í, og tí meta tey at hetta eigur at vera ein landsuppgáva.

3. PARTUR.

1. Stuðulsfólkaøkið lýst í tølum og myndum.
Tað ber til at fáa sera nógvar upplýsingar burturúr tí tilfarinum, sum er savnað. Fari her at lýsa nøkur viðurskifti og nakrar samanhangir, sum geva eina mynd av stødd og av fakligu og geografisku samansetingini á stuðulsfólkaøkinum.

Geografiska býtið av brúkarunum.
Skrásetingin vísti, at tað pr. desember mánað ár 2000 vóru 198 fólk, ið høvdu stuðulsfólk. Mynd 1 vísir geografiska býtið av hesum brúkarum – hvar hesi fólk búgva:

Landið er býtt upp í 7 økir. Um vit samanbera hesi tøl við fólkatalið, so vísir tað seg, at Eysturoyggin og Streymoyggin eru nakað yvirumboðaðar, at Norðoyggjar, Norðstreymoy og Suðuroyggin eru nakað undirumboðaðar, og at býtið samsvarar í Vágum og í Sandoynni.

Geografiin fær óivað stóran týdning, tá støða skal takast til, hvussu stuðulsfólkaøkið skal skipast. Stuðulsfólkini mugu hava skipaði viðurskifti, samstarvsfelagar og fakliga ráðgeving á staðnum, um fyriskipanirnar skulu fáast at virka betur.

Nýtsla av stuðulstímum í ymsu geografisku økjunum.
Fyrsta myndin vísir tal av brúkarum, men hon sigur onki um, hvussu stórt økið er í aðrar mátar. Mynd 2 vísir, hvussu nógvir tímar verða brúktir til allar brúkararnar í ymisku geografisku økjunum íalt:

Stuðulstímarnir eru umroknaðir til fulltíðarstørv fyri at geva eina fatan av, hvussu nógv starvsfólk talan hevði verið um í einari stuðulsfólkaskipan, um hon varð stovnsett nú, uttan at støða varð tikin til aðrar loysnir. Vit vita umleið, hvat lønin til eitt fulltíðarsett stuðulsfólk er, og tí er hetta samstundis ein mynd av kostnaðinum av verandi tiltøkum. Er stuðulsfólkið ein pedagogur, er byrjunarløn, íroknað eftirlønargjald, 19.500 kr. um mð.

Orsøkirnar til tørvin á stuðuli.
Sum nevnt er skrásett, um fyriskipanin er játtað orsaka av sjúku/breki ella orsaka av familjuviðurskiftum. Býtið er tað, at 159 fyriskipanir sv.t. 110 fulltíðarstørv eru játtaðar orsaka av sjúku/breki, og 39 fyriskipanir sv.t. 21 fulltíðarstørv orsaka av familjuviðurskiftum.

T.e. at 80% av brúkarunum eru sjúk og brekaði fólk, og at tey móttaka íalt 84% av øllum játtaðum stuðuli.

Ein nærri lýsing av orsøkini til tørvin á stuðuli er somuleiðis skrásett. Hendan vísir týðiliga, at tað eru umfatandi trupulleikar, ið stuðulsfólk verða sett at hjálpa um.
Teir 159 brúkararnir, ið fáa stuðul vegna sjúku ella brek, hava allir eina sjúku ella eitt brek, ið skerjir teirra virkisførleika nógv.

Tað er somuleiðis talan um stórar trupulleikar í teimum 39 familjunum, sum fáa stuðulsfólk – trupulleikar, ið skerja møguleikarnar hjá børnunum at trívast og mennast nógv.

Fakligi førleikin hjá stuðulsfólkunum.
Skrásetingin av fakliga førleikanum vísir, at 52 av teimum 198 brúkarunum hava stuðulsfólk við viðkomandi útbúgving, harav 32 búgva í Tórshavn. 31 av teimum 52 hava pláss á dagstovni.

Hetta býtið vísir týðiliga, at tað eru størvini við meiri skipaðum viðurskiftum - t.e. undir stuðulsfólkaskipanini í Havn og inni á dagstovnunum - sum verða sett við útbúnum fólki. Tað er yvirhøvur trupult at fáa útbúgvið fólk til stuðulsfólkastørvini, og at kalla ómøguligt at fáa útbúgvið fólk til tey størvini, sum virka í óskipaðum karmum.

Starvsfólk í umsitingini løgdu stóran dent á hesi viðurskifti í samrøðunum. Sagt varð, at stórur ivi kann vera um nyttuna í at seta stuðulsfólk í starv hjá illa brekaðum og álvarsliga sjúkum børnum, uttan at stuðulsfólkið hevur innlit í, hvussu barnið skal stimbrast fyri at mennast, og uttan at viðkomandi fær neyðuga vegleiðing.

Somuleiðis verður mett, at tað er burturspilt at seta ófaklærd stuðulsfólk til ymiskar uppgávur smb. barnaforsorgarlógini - til eygleiðingaruppgávur, til at vegleiða foreldur og til at yvirtaka umsorganaruppgávur. Myndugleikin á hesum øki er eisini leikfólk, og slík tiltøk verða ofta ikki eftirmett, og kunnu tískil koma at vara alt ov leingi. Hetta førir við sær, at tey fakfólk, sum eru í samband við familjurnar, lækka ambitiónirnar, og so halda tiltøkini á sum minimumsloysnir - "so sær í hvussu so er onkur, hvat hendir í familjuni".

Tíðaravmarkingin í fyriskipanunum.
Sum nevnt, so eru stuðulsfólkajáttanirnar altíð tíðaravmarkaðar. Í kanningini er skrásett, hvussu long játtanin hevur verið til hvønn einstakan brúkara íalt síðan fyrstu játtan. Talvan niðanfyri vísir tíðaravmarkingina í øllum játtanunum:

Tíðaravmarking

Tal av fyriskipanum

3 mðr.

15

½ ár

15

1 ár

44

2 ár

37

3 ár

26

> 3 ár

61

Her sæst, at talan í flestu førum er um longrivarandi tiltøk, hóast at kalla øll tiltøkini verða játtaði sum fyribils, tíðaravmarkaði tiltøk. Ráðgevarar bæði á Almannastovuni og í Klaksvík gjørdu vart við, at tíðaravmarkingin í játtanunum hevur stóra ávirkan á dygdina í tilboðunum. Tær meta, at ein partur av orsøkini til, at tað er trupult at fáa skikkaðar umsóknir, er, at størvini eru tíðaravmarkaði, og at hesi ótryggu setanarviðurskifti somuleiðis eru orsøkin til stóru útskiftingina av stuðulsfólki. Avleiðingin av hesum kann verða, at endamálið við tiltøkunum ikki verður rokkið.

Tað, at flestu fyriskipanirnar fevna um eitt longri tíðarskeið, talar í stóran mun fyri, at økið verður skipað í fastar karmar. Tað er ongin orsøk til at gera fyribils loysnir til trupulleikar, ið eru varandi.

Játtaða tímatalið í fyriskipanunum.
Talvan niðanfyri vísir, hvat játtaða tímatalið er í ymisku fyriskipanunum:

Tal av fyriskipanum

Játtað tímatal um vikuna

8

5 t.

32

10 t.

17

15 t

39

20 t.

14

25 t.

48

30 t.

7

35 t.

24

40 t.

9

> 40 t.·

___________________________________
· Játtaða tímatalið í hesum fyriskipanum er ávikavist 50, 55, 64, 70, 80, 85, 137, 140 og 175 t. um vikuna.
____________________________________

Her sæst, at tann vanligasta játtanin er 30 t. um vikuna, og at næstmest nýtta játtanin er 20 t. um vikuna. Harumframt vísir talvan, at spjaðingin í tímatalinum er stór - tann minsta játtanin er 5 t. um vikuna, og tann størsta er 175 t.. Hetta vísir, at tørvurin hjá einstøku brúkarunum er sera ymiskur í vavi.

2. Endamálið við fyriskipanunum.
Endamálið við teimum ymisku stuðulsfólkafyriskipanunum er skrásett, sum umsitingin sjálv hevur orðað tað. Fyri at fáa eitt betri yvirlit, og fyri betur at skilja, hvørjar trupulleikar, vit royna at loysa og bøta um við at seta stuðulsfólk, havi eg reduserað tey 198 ymiskt orðaði endamálini í 4 ymiskar bólkar. Einfeldingin gagnar yvirorðnaða tjakinum um eina framtíðarskipan, men havast má í huga, at einfelding altíð kostar smálutirnar.

Endamálsorðingarnar í einstøku málunum eru bólkaðar í hesi 4 ymisku endamálini:

Prosentvísa býtið av stuðulsfólkafyriskipanum við ymisku endamálunum, og býtið av samlaðu tímanýtsluni er hetta:

 

Av samlaða talinum av stuðulstiltøkum

Av samlaðu stuðulstímanýtsluni

Barnastuðlar

43%

49%

Skúlabarnastuðlar

26%

23%

Stuðlar til vaksin

20%

20%

Familjustuðlar

11%

8%

Nógv tann størsti bólkurin er bólkurin av barnastuðlum - har eru 86 brúkarar. Næststørsti bólkurin eru skúlabørnini - tey eru 51 í tali. Persónligur stuðul verður veittur 39 vaksnum brúkarum, og 22 familjur hava stuðulsfólk í heiminum.

Øll børn undir skúlaaldur, sum fáa stuðul um dagin, eru her skrásett við "Barnastuðul".

Grundgevingin er, at tey øll á ein ella annan hátt fáa stuðul í smb. við barnaansingina - antin tí tey ikki kunnu ansast í verandi tilboðum uttan eyka stuðul, ella tí tey mugu ansast í serligum tilboðum, tí tey hava ein so serligan tørv, at tey ikki rúmast í vanligu tilboðunum. Talan kann sjálvsagt vera um ógvuliga ymisk endamál - ansing, stimbran, viðgerð, fylgjara til viðgerð osfr. - men eg meti, at hetta uppbýtið er gevandi fyri eitt orðaskifti um, í hvørjum høpi ymsu trupulleikarnir skulu loysast.

Tað kemur fyri, at ikki allir tímarnir verða brúktir til barnaansing, men at ein lítil partur t.d. verður brúktur til umlætting um kvøldarnar ella í vikuskiftunum. T.e. at samlaða tímatalið til barnaansing er nakað lægri enn tað vísta. Hetta kann staðfestast við neyvari gransking av tilfarinum.

Summi av hesum stuðulsfólkum, sum eru sett smb. barnaforsorgarlógini, arbeiða eisini við at ráðgeva familjunum, men har høvuðsarbeiðsstaðið er dagstovnurin, eru tey skrásett sum "barnastuðul" og ikki "familjustuðul".

Í nógvum av hesum fyriskipanum er ein partur av uppgávunum eisini at fylgja børnunum til ymiska viðgerð, men tað verður her tikið sum ein partur av barnaansingartilboðnum.

Øll børn í skúlaaldri, sum hava stuðulsfólk eftir skúlatíð, eru her skrásett við "Skúlabarnastuðul". Tey hava tørv á hesum fyriskipanum, tí tey ikki klára seg einsamøll, sum onnur í sama aldri, og tí tey, vegna serligan tørv, hava brúk fyri serligari ansing/stimbran/viðgerð, umframt skúlatilboðið.

Øll vaksin fólk, sum fáa stuðul til hjáveru, persónliga røkt, húsarhaldið, fylgjarauppgávur o.a. eru her skrásett sum "Stuðul til vaksin".

Allar stuðulsfyriskipanirnar, sum eru játtaðar familjum við børnum sum eitt fyribyrgjandi tiltak smb. barnaforsorgarlógini við arbeiðsstaði í familjunum, eru her skrásettar sum "Familjustuðul". Sum nevnt eru fleiri familjustuðlar enn hesir, men har er fyriskipanin á dagstovninum skrásett sum tann primera, tí høvuðsendamálið er tiltakið yvirfyri einstaka barninum.

Fari nú at lýsa hesar fýra bólkarnar gjølligari hvør sær.

Barnastuðul.
Gjøgnumgongdin omanfyri vísti, at tann størsti bólkurin var hann við barnastuðlunum.

Av teimum 198 brúkarunum á stuðulsfólkaøkinum eru 86 børn undir skúlaaldur. Av teimum hava 75 børn stuðulsfók vegna sjúku/brek, og 11 vegna teirra familjuviðurskifti.

Sjúkurnar/brekini eru sera ymisk, og tað er ógvuliga ymiskt, hvussu tær ávirka menningina og trivnaðin hjá børnunum. Talan er bæði um sjúkur, ið tarna menningini av likamliga førleikanum, av andsevnunum og av samskiftismøguleikunum. Í fleiri førum er talan um fjølbrek, t.e. at barnið hevur trupulleikar á fleiri økjum. Tað eru sostatt stórar og ógvuliga samansettar uppgávur, stuðulsfólkini hjá hesum børnum røkja.

Tá trupulleikin er familjuviðurskiftini, er altíð talan um, at foreldrini av ymsum orsøkum hava trupult við at makta foreldrauppgávuna, og at børnini hava kensluligar, málsligar, sosialar o.l. trupulleikar. Hesar uppgávur eru, sum hinar, stórar og samansettar og krevja stórt fakligt innlit.

Geografiska býtið.
Mynd 3
vísir, í hvørjum øki í landinum børnini undir skúlaaldur, sum hava stuðulsfólk, búgva:

Talvan niðanfyri vísir prosentvísa býtið av barnastuðlunum og, til samanberingar, prosentvísa býtið av fólkatalinum:

Geografiskt øki

Prosentpartur av barnastuðlunum

Prosentpartur av fólkinum

Norðoyggjar

11,6 %

13 %

Eysturoy

33,7%

22 %

Norðstreymoy

8,1 %

9 %

Suðurstreymoy

34,9%

36 %

Vágar

3,5%

6 %

Sandoy

5,8 %

3 %

Suðuroy

2,3 %

11 %

Í mun til býtið av fólkatalinum er Eysturoyggin her yvirumboðað við heilum 10 %. Suðuroyggin er undirumboðað við 9%. Tað er ringt at siga nakað við vissu um hesar munir, men ein kendur partur av frágreiðingini er, at tað eru fødd fleiri fjølbrekaði børn í Eysturoynni enn aðrastaðni í landinum seinnu árini.

Tilráðingar um aðrar loysnir enn stuðulsfólk.
Í skrásetingini er spurt, um onnur fyriskipan er umhugsað ella tilrádd ístaðin fyri stuðulsfólkafyriskipanina. Hesin spurningur er í hvørjum einstøkum máli svaraður av starvsfólkunum í umsitingunum, og havi eg síðan bólkað svarini í 7 ymiskar loysnir.

Eftir hesum at døma, so hevur serkunnleikin í 2/3 av fyriskipanunum við barnastuðlum ikki umhugsað aðra loysn enn stuðulsfólkafyriskipanina. Í tí sambandinum er umráðandi at viðmerkja, at svarini byggja á ta fortreyt, at stuðulsfólkaøkið verður skipað, og at serkøn ráðgeving í samband við visitatión og við dagliga arbeiðið er tøk.

Í 10 førum er serligt dag-, viðgerðar- og umlættingarstað tilrádd loysn. Av hesum 10 børnunum búgva 2 í Tórshavn og 8 í sunnari helvt av Eysturoynni.

Endamálini við barnastuðlunum.
Tá orsøkin til tørvin á stuðuli eru familjuviðurskiftini, eru endamálini við fyriskipanunum:

Tá orsøkin er sjúka/brek, eru endamálini:

 

Arbeiðsstaðurin.
Arbeiðsstaðurin er antin heima hjá brúkara, heima hjá stuðulsfólkinum, á dagstovni ella í serligum stuðulstiltaki, og býtið er hetta:

At 75 av teimum 86 børnunum longu eru á dagstovni ella í stovnslíknandi tiltaki er ein greið ábending um, at talan í veruleikanum heldur er um stovnsloysnir enn einstaklingaloysnir.

Kostnaðurin.
Stuðulin til børn undir skúlaaldur svarar til 64 fulltíðarstørv.
Av hesum svarar stuðulin, ið verður veittur inni á verandi dagstovnum, til 43,5 fulltíðarstørv, meðan stuðulin til børnini, har serligt dag-, viðgerðar- og umlættingarstað er tilrátt, svarar til 12 fulltíðarstørv.

Skúlabarnastuðul.
Í hesum bólkinum eru 51 børn og ung, harav 44 hava stuðul orsaka av sjúku/breki, og 7 vegna familjuviðurskifti.

Geografiska býtið.
Mynd 4
vísir, hvar skúlabørnini, sum hava stuðulsfólk, búgva:

Talvan niðanfyri vísir prosentvísa býtið av skúlabarnastuðlunum og, til samanberingar, prosentvísa býtið av fólkatalinum:

 

Geografiskt øki

Prosentpartur av skúlabarnastuðlunum

Prosentpartur av fólkinum

Norðoyggjar

15,5 %

13 %

Eysturoy

23,5 %

22 %

Norðstreymoy

0 %

9 %

Suðurstreymoy

51 %

36 %

Vágar

8 %

6 %

Sandoy

2 %

3 %

Suðuroy

0 %

11 %

Talvan sýnir, at økini Vágar, Norðoyggjar og Eysturoy eru nakað yvirumboðaði, og at
Suðurstreymoy er yvirumboðað í mun til fólkatalið við heili 15%. Merkisvert er, at
ongin skúlabarnastuðul er í Suðuroynni og í Norðstreymoy.

Tilráðingar um aðrar loysnir enn stuðulsfólk.
Í 33 førum er serligt frítíðarstað tilrátt sum loysn ístaðinfyri stuðulin.
Í 1 føri er bústovnapláss tilrátt.
Í 3 førum er familjuviðgerð tilrádd
Í 1 føri er umlættingar- ella røktarfamilja tilrádd
Í 3 førum er pláss á Sernámsdeplinum og Næmingaheiminum tilrátt
Í 10 førum er ongin onnur fyriskipan tilrádd

Í mun til skúlabørnini sær ónøgdin út til at vera sera stór. Serkunnleikin mælir til aðra loysn enn stuðulsfólkaloysnina í 41 av 51 førum.

Endamálini við skúlabarnastuðlunum.
Endamálini við fyriskipanunum er:

Talan er um børn, sum antin ganga í vanligum fólkaskúla ella ganga í skúla á Sernámsdeplinum, og sum hava tørv á ansing eftir skúlatíð. Nógv teirra hava eisini tørv á serligari stimbran/viðgerð, í fleiri tímar um dagin, enn skúlin bjóðar.

Nøkur fá eru í aldrinum, sum vanliga er umfataður av frítíðarskúla, men nógv teirra kunnu ikki gera brúk av tí tilboðnum, hóast tey hava stuðulsfólk. Og óansæð, so munar tað tilboðið so lítið til børn, ið framhaldandi koma at hava tørv á stuðuli útum 7. og 8. árið.

Arbeiðsstaðurin.
Arbeiðsstaðurin í fyriskipanunum í hesum bólki er býttur soleiðis:
21 børn eru við stuðulsfólkunum í einari av serligu stuðulsstovunum í Tórshavn, í Miðvági, á Eiði, á Saltnesi og í Skopun.
18 eru heima.
7 eru heima hjá stuðulsfólkinum.
5 eru í frítíðarskúla/frítíðarstovu.

Kostnaðurin.
Um vit leggja allar núverandi einstaklingajáttanir til hesi 51 børnini saman, so svara tær til 30,25 fulltíðar starvsfólk.

Stuðul til vaksin.
Vaksnu fólkini, ið hava persónligan stuðul vegna sjúku/brek, eru 39 í tali. Hesi fólkini hava øll álvarsligt brek ella sjúku, men tað er sera ymiskt, hvussu nógv brekini/sjúkurnar ávirka teirra virkisføri. Tey flestu hava viðfødda sjúku ella brek, men tað eru eisini fleiri, sum hava fingið heilaskaða, og fleiri, sum hava fingið skaða av ferðsluvanlukku.

Nógv teirra hava eisini onnur tilboð umframt stuðulstiltakið - tað kann vera verkstaðspláss, heimahjálp, vardan bústað o.l., og tað er tí stór spjaðing í játtaða tímatalinum. Vit sóu, at mest vanliga tímatalið í øllum stuðulsfyriskipanunum undir einum var 30 t. um vikuna, men soleiðis er tað ikki við teimum vaksnu brúkarunum. Her eru bara tveir brúkarar við 30 t. um vikuna, meðan tann mest vanliga játtanin er 10 t. um vikuna. Men samstundis er tað í hesum bólkinum, at tær størstu játtanirnar eru: 137, 140 og 175 t. um vikuna.

Av hesum 39 fólkunum er ein fólkapensionistur, trý eru undir endurbúgving og hini eru fyritíðarpensionistar.

Geografiska býtið.
Mynd 5
vísir, hvar í landinum teir vaksnu brúkararnir búgva:

Talvan niðanfyri vísir prosentvísa býtið av stuðlunum til vaksin og, til samanberingar, prosentvísa býtið av fólkatalinum:

Geografiskt øki

Prosentpartur av stuðlunum til vaksin

Prosentpartur av fólkinum

Norðoyggjar

0 %

13 %

Eysturoy

18 %

22 %

Norðstreymoy

2,5 %

9 %

Suðurstreymoy

61 %

36 %

Vágar

8 %

6 %

Sandoy

0 %

3 %

Suðuroy

10,5 %

11 %

Myndirnar vísa týðiliga, at stóri tørvurin á stuðuli til vaksin er í Tórshavn. Hetta hevur óivað nakað at gera við, at flestu tilboðini til brekaði – skúla- og arbeiðstilboð – eru og hava verið í Tórshavn, og at brekaði tískil hava búsett seg har í størri mun enn í øðrum pørtum av landinum.
Í Sandoynni og í Norðoyggjum var ongin vaksin brúkari, tá skrásetingin varð gjørd. Tað kunnu vera nógvar ymiskar orsøkir til hetta, men t.d. vita vit, at tað hevur verið serliga trupult at fáa umsøkjarar til stuðulsfólkastørvini í Norðoyggjum.

Tilráðingar um aðrar loysnir enn stuðulsfólk.
Í 23 førum er ongin onnur loysn tilrádd.
10 standa á bíðilista til pláss í sambýli
2 standa á bíðilista til pláss á Ellis- og Røktarheimi
4 bíða eftir verkstaðsplássi.
Sum nevnt varð í lýsingini av barnastuðlunum, so er spurningurin, um onnur loysn er tilrádd, svaraður við teirri fortreyt, at stuðulsfólkafyriskipanirnar hava aðrar, betri umstøður at virka undir. Við hesari fortreyt verður verandi loysn mett nøktandi hjá 23 av teimum vaksnu brúkarunum.

Endamálini við stuðulinum til vaksin.
Av teimum vaksnu brúkarunum eru 15 heimabúgvandi, ið hava stuðul til fylgjarauppgávur og til at skapa innihald í dagin.
Tað eru 24, ið hava egnan bústað, og sum hava tørv á hjálp fyri at klára gerandisdagin í hesum sjálvstøðuga bústaði. Onkur hevur støðugt brúk fyri hjáveru av øðrum, nøkur hava tørv á stuðuli til at skipa gerandisdagin, onnur fyri at skapa innihald í gerandisdagin, og fleiri teirra hava somuleiðis brúk fyri fylgjara, tá tey skulu til viðgerðar, til ítriv o.a.

Arbeiðsstaðurin.
Arbeiðsstaðurin er sjálvsagt heima hjá brúkaranum. Tað eru bara tríggir heimabúgvandi brúkarar, ið eru heima hjá stuðulsfólki. Ein brúkari hevur stuðulsfólkið við til arbeiðis smb. einari serligari avtalu.

Kostnaðurin.
Hesir 39 brúkararnir hava tilsamans eina játtan, ið svarar til 26 fulltíðarstørv.

Familjustuðul.
Í 21 barnafamiljum arbeiða stuðulsfólk í heiminum. Orsøkin til tørvin á stuðuli í hesum familjum er, at foreldrini av ymiskum orsøkum ikki makta foreldrauppgávuna.

Geografiska býtið.
Mynd 6
vísir, hvar í landinum hesar familjur búgva:

Mynd 7 vísir samlaða talið av øllum fyriskipanunum vegna familjuviðurskifti.

Í hesum bólkinum eru tølini so smá, at tað er týdningarleyst at tosa um prosentvíst býtið. Men vit síggja eina heilt aðra mynd á mynd 6, enn í hinum bólkunum. Her eru tey smáu økini, serliga Suðuroyggin, yvirumboðaði. Eitt annað, sum er undranarvert, er, at ongin familjustuðul er í Norðoyggjum.

Taka vit so samlaða talið av stuðulsfólkum, játtaði vegna familjuviðurskifti, t.e. umframt familjustuðlarnar, eisini tey 18 børnini, sum hava stuðulsfólk sum pedagogiskt tiltak vegna familjuviðurskifti, so sær myndin øðrvísi út, sum mynd 7 vísir.

Tað er stórur munur á 6. og 7. mynd. Orsøkin til munin á hesum báðum myndunum kann vera, at summi øki í landinum ikki hava nakran dagstovn, og at tað er ein av orsøkunum til, at stuðulsfólk í størri mun arbeiða í familjunum har. Og smb. serráðgevunum, so høvdu nógvar av fyriskipanunum í hesum økjum kanska als ikki verið neyðugar, um børnini høvdu havt eitt pedagogiskt ansingartilboð.

Hóast stuðulsfólkini á dagstovni eru tald við í 7. mynd, so er onki stuðulsfólk sett í Norðoyggjum, t.e. at tað als ongin stuðulsfólkafyriskipan er vegna familjuviðurskifti í tí økinum.

Samanlagt eru nógv flestar stuðulsfyriskipanir í Suðurstreymoy, og tað samsvarar við, at Tórshavnar kommuna er tann kommunan, ið setir flest tiltøk í verk smb. barnaforsorgarlógini - í 1999 brúkti Tórshavnar kommuna 57% av samlaðu útreiðslunum til barnaforsorg. Í samrøðuni við sosialráðgevarnar kom fram, at tað fyri tey er sum um, at privata netverkið er viknað. At vit serliga í Tórshavn hava nógvar familjur heilt uttan privat netverk, og at hetta er ein týðandi orsøk til tørvin á barnaforsorgarligum tiltøkum.

Annars kunnu onnur viðurskifti hava týdning. M.a. møguleikarnir fyri at seta tiltøk í verk, og hugburðurin um, hvørt tað almenna eigur at loysa trupulleikarnar í familjunum.

Havast má í huga, at talan í nøkrum førum er um so smá tøl, at summir munir hava tilvildarligar orsøkir.

 

Tilráðingar um aðrar loysnir enn stuðulsfólk.
Í 9 førum er ongin onnur loysn tilrádd.
Í 4 førum er stuðulsfólk sett, hóast ivi er um, um tað bøtir nakað, og sagt verður, at ein neyvari eygleiðing av familjuni er neyðug.
Í 4 førum verður mett, at stuðulsfólkafyriskipanin ikki er nøktandi, tí familjan hevur tørv á familjuviðgerð.
Í 4 førum er umlættingar- ella røktarfamilja umhugsað.
Í 1 føri er bústovnapláss tilrátt.

Endamálini við familjustuðlunum.
Endamálini við arbeiðinum hjá familjustuðlunum eru hesi:

Kostnaðurin.
Hesar familjur fáa tilsamans stuðul sv.t. 10,5 fulltíðarstørv. Umframt hesar stuðlarnar, eru sum nevnt stuðlarnir hjá teimum 18 børnunum í og undir skúlaaldur, sum hava stuðul bæði á dagstovni og heima orsaka av familjuviðurskiftunum. T.e. at tilsamans eru stuðulstímar svarandi til 21 fulltíðarstørv játtaðir orsaka av truplum familjuviðurskiftum.

4. PARTUR.

Tilmæli til eina aðra skipan.
Í 1. og 3. parti er verandi stuðulsfólkaøkið lýst. Økið er greinað, og útfrá hesum er møguligt at gera nakrar niðurstøður.

Tað er greitt, at ein broyting er átroðkandi á øllum pørtum av økinum. Atfinningarnar eru nógvar, og í heilt nógvum førum er ynski um heilt aðrar loysnir enn verandi stuðulsfólkaloysnir.

Tað er tískil somuleiðis greitt, sum nevnt í formælinum, at víðari arbeiðið við at gera eina betri skipan má býtast upp. Ein partur av arbeiðinum er, sum arbeiðssetningurin fyri hesa verkætlan sigur, at gera uppskot til eina stuðulsfólkaskipan. Ein kanska størri partur av arbeiðnum, ið nú er eftir, er at skapa onnur tilboð á sosiala økinum til ein stóran part av teimum, sum í dag eru brúkarar á stuðulsfólkaøkinum.

Í hesum parti fari eg at greiða nærri frá tilmælunum um eina aðra skipan. Tilmælini eru gjørd fyri teir fýra bólkarnar hvør sær:

- børn undir skúlaaldur
- børn í skúlaaldri
- vaksin
- barnafamiljurnar

Til børn undir skúlaaldur.
Mælt verður til, at vanligu barnaansingartilboðini í framtíðini verða skipaði soleiðis, at tey nøkta tørvin hjá øllum teimum børnunum, sum hava tørv á hesum tilboðum, heldur enn framhaldandi at játta stuðulsfólk til øll børn við serligum tørvi.

Endamálið er fyrst og fremst at skapa nøktandi tilboð til børnini við tí størsta tørvinum. Tað er ofta soleiðis í dag, at tey, sum hava størstu trupulleikarnar, fáa tey vánaligastu tilboðini.

Í dag er tað so, at um eitt barn ikki fær nakað barnaansingartilboð, ella verður avvíst, tí tað hevur ein ov serligan tørv, so verður oftast eitt stuðulsfólk játtað til barnið ístaðin, og arbeiðsstaðið verður so antin heima hjá barninum ella heima hjá stuðulsfólkinum. Stuðulsfólkini gera eitt gott arbeiði, men tær vánaligu umstøðurnar gera, at tiltøkini í nógvum førum ikki eru nøktandi, og í summum førum als ikki ráðilig.

Tað eru eisini trupulleikar í teimum fyriskipanum, har barnið fær pláss á dagstovni við stuðulsfólki. Í samrøðunum við dagstovnaleiðarar og við stuðulsfólk á dagstovni kom fram, at tørvurin á einum greiðum ábyrgdarbýti er stórur. Dagstovnaleiðararnir hava stórar trupulleikar av, at tær bæði hava og ikki hava ábyrgdina av pedagogiska tilboðnum til børn við serligum tørvi. Tær søgdu allar, at tær sjálvsagt áttu at havt ábyrgdina av øllum arbeiði á stovninum, men at tað bæði í mun til dagstovnar í Havn og uttanfyri eru stórir trupulleikar av hesum. Almannastovan og stuðulsfólkaskipanirnar í Havn og Klaksvík eru arbeiðsgevarar hjá stuðulsfólkunum, og hava sum so ábyrgdina av stuðulstiltakinum - av at ráðgeva stuðulsfólkunum og at skipa arbeiðið - men støðan verður fløkt, tá arbeiðið gongur fyri seg inni á einum stovni, har leiðarin jú frammanundan hevur ábyrgdina av øllum virksemi.

Tað var somuleiðis týðiligt í samrøðunum, at dagstovnaleiðararnir kenna seg einsamallar við uppgávuni, tá tær taka børn við serligum tørvi inn á stovnin. Hetta er serliga galdandi í økjum, har bara ein dagstovnur er. Dagstovnar hava sjáldan tann fakliga førleikan, tað krevur at taka ímóti børnum við trupulleikum av øllum slag, og tí tørvar teimum holla ráðgeving, um teir framhaldandi skulu hava hesar uppgávur.

Endamálið við at nøkta serliga tørvin hjá børnunum øðrvísi enn í dag er eisini at sleppa undan dýrum einstaklingaloysnum, ið eru sera orkukrevjandi at umsita, og sum eru ómøguligar at skipa undir verandi umstøðum.

Í Dagstovnalógini stendur í §5:
"Til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og viðgerðar- og námsfrøðilig tilboð sbr. serligari lóggávu."

Mælt verður til, at hendan serliga lóggávan verður smíðað soleiðis, at hon loyvir smidligum loysnum, so tær kunnu skapast eftir tørvinum hjá tí einstaka barninum. Møguliga skal heimildin skapast í sjálvari dagstovnalógini. Sum tað er nú, so verður stuðulsfólkaloysnin ofta vald, tí hetta er tann vanliga og góðkenda loysnin, og ikki tí hetta er tann besta loysnin.

Um kommunurnar fáa ábyrgd av og fíggjarligan møguleika til at skapa hesi tilboð, er tað neyðugt, at landið skipar eina serkøna ráðgeving, ið skal ráðgeva kommununum í hesu uppgávu, og hava eftirlit við, at tilboðini eru nøktandi fyri barnið. Hon kundi t.d. verið samansett av økisráðgevum.

Tilmælið er sostatt, at børnini við serligum tørvi fáa eitt vanligt tilboð um barnaansing, sum verður innrættað til einstaka barnið, har tað er tann besta loysnin.

Ein jøvn/samlík viðgerð í øllum kommunum kundi verið tryggjað við tí mannagongd, at heilsusystrar og økisumboðið í barnaserkønu ráðgevingini hjá landinum luttóku í upptøku av børnum við serligum tørvi í kommunalu barnaansingartilboðini. Soleiðis hevði eisini borið til at tryggja, at tey børnini, ið ikki kunnu brúka verandi tilboð, verða visiteraði til onnur góðkend tilboð. Og at støða verður tikin til, hvussu tørvurin hjá hesum børnum so skal nøktast, um onki hóskandi tilboð er í verandi støðu.

T.e. at mælt verður til, at Almannastovan og barnaverndarumsitingarnar ikki longur skulu hava ábyrgd av stuðulsfólkum sett til ansing/viðgerð í dagtímunum av børnum undir skúlaaldur, men at kommunalu umsitingarnar av barnaansingarøkinum skulu yvirtaka hesi núverandi uml. 54 størvini, sum eru játtaði til uml. 80 børn, og yvirtaka ábyrgdina av, at øll hesi børnini hava nøktandi hølisviðurskifti og viðgerðar- og námsfrøðilig tilboð. Tað merkir, at kommunurnar eisini yvirtaka ábyrgdina av at skapa nøktandi umstøður til teirra, har núverandi tilboð ikki er nøktandi, hóast tey hava eina stuðulsfólkajáttan.

Mælt verður til, at útreiðslurnar av meirkostnaðinum orsaka av serliga tørvinum hjá børnunum framhaldandi verða goldnar av landskassanum. T.e. at kommunurnar fáa hendan meirkostnað endurrindaðan eftir umsókn. Skiftisreglan kundi verið, at núverandi játtanir til ansing av børnum undir skúlaaldur smb. §17 í forsorgarlógini og §22 í barnaforsorgarlógini verða broyttar til játtanir smb. §5 í dagstovnalógini við treyt um, at øll málini skulu viðgerast umaftur eftir nýggju mannagongdini eftir t.d. einum ári.

Núverandi játtanir eru býttar á kommunurnar soleiðis:

Kommuna

Tal av børnum

Tal av tímum/størvum

Eiði

3

40/1

Fuglafjørður

3

95/2,4

Gøta

4

135/3,4

Hvalvík

1

1/40

Klaksvík

10

280/7

Kollafjørður

3

90/2,25

Kvívík

1

20/0,5

Miðvágur

2

60/1,5

Nes

2

60/1,5

Oyndarfjørður

1

20/0,5

Runavík

3

80/2

Sandur

1

30/0,75

Skála

3

90/2,25

Skopun

4

50/1,25

Sørvágur

1

40/1

Sunda

2

70/1,75

Tórshavn

32

825/20,6

Tvøroyri

2

89/2,23

Vestmanna

2

40/1

 

Mælt verður somuleiðis til at seta á stovn serstovnatilboð til tey børnini, sum eru so sjúk og viðgerðarkrevjandi, at tað er neyðugt við einum serliga skipaðum og serliga innrættaðum viðgerðarumhvørvi til dagligu ansingina. Í hvørjum einstøkum føri kann so eftir tørvi skipast fyri einum tilknýti til vanliga barnaansingarumhvørvið. Hesir landsstovnar skulu kunna veita bæði ansing, neyðuga viðgerð og neyðuga umlætting til familjurnar við fjølbrekaðum børnum.

Smb. skrásetingini er talan um 10 børn undir skúlaaldur, ið hava tørv á einum slíkum stað, ístaðin fyri núverandi stuðulsfólkaloysn. Hesi búgva í Havn og í Eysturoynni. Onnur børn eru við sama tørvi, men av tí at tey ikki hava stuðulsfólk í dag, men aðra loysn, eru tey ikki við í hesari skráseting.

Eitt serstovnatilboð kundi hóskandi verið lagt í Eysturoynni við støði í royndarskipanini í Rók á Saltnesi. Løgtingið hevur játtað, at ein leiðari verður settur til tilhaldið smb. §16 í forsorgarlógini í tíðarskeiðnum fram til 31.12.02. Verandi skipan við stuðulsfólkajáttan til hvørt einstakt barn verður varðveidd í royndartíðini. Almannastovan hevur ábyrgdina av royndarskipanini, og skulu royndirnar frá tilhaldinum í Rók liggja til grund fyri støðutakanini til eina varandi skipan um 1½ ár.

Mælt verður til, at skipa verður fyri einari royndarskipan afturat fyri fjølbrekaðu børnini í Tórshavn. Ein slík royndarskipan kundi verið gjørd í samstarvi við Sernámsdepilin, og soleiðis verið byrjanin til eitt størri og betri samstarv millum almannaverkið og skúlaverkið á hesum øki.

Til skúlabørn.
Í 41 av 51 førum, har talan er um skúlabarnastuðul, er onnur loysn enn stuðulsfólkaloysnin tilrádd. T.e. at umsitingin bara í 10 førum metir, at verandi loysn er nøktandi, so her er ein onnur skipan átroðkandi.

Eisini her skal nevnast, at tað óivað eru fleiri børn enn tey, ið eru við í hesari skráseting, sum hava tørv á slíkum tilboði.

Tað ber ikki til at skipa ein skilagóðan sernámsfrøðisligan stuðul uttan starvsfólk við sernámsfrøðisligum innliti, uttan nøktandi hølisviðurskifti og uttan eitt skipað samstarv við onnur fakfólk, sum eru um barnið/tann unga.

Mælt verður tí til, at serlig frítíðartilboð verða stovnsett til skúlabørnini, sum orsaka av serligum tørvi mugu hava eitt sernámsfrøðiligt tilboð ein størri part av degnum enn skúlin bjóðar, og sum somuleiðis hava tørv á at verða ansaði eftir skúlatíð.

Verða slíkir stovnar skipaðir við leiðslu og skikkaðum starvsfólkum, kunnu teir bjóða børnunum eitt væl skipað, sernámsfrøðiligt tilboð dagliga eftir skúlatíð. Hetta krevur hóskandi hølir, sum m.a. gera tað møguligt at fara burtur frá við einum ella tveimum børnum við hvørt, tí nógv av hesum børnum tola ikki at vera saman við nógvum fólki allan dagin.

Fingu vit skipaði viðurskifti, hevði eisini betur borið til at fingið eitt samstarv í lag við skúlan, soleiðis at einstaka barnið fekk eitt samanhangandi tilboð frá skúla- og almannaverkinum. Møguliga skuldi skúla- og frítíðartilboð í nøkrum førum verið skipað sum eitt og sama tilboð.

Nógv av hesum børnum/ungu fólkum ganga regluliga til fysiurgiska viðgerð og til ríðing. Ein slíkur stovnur hevði kunnað samskipað hetta - t.d. við at fysiurgisk viðgerð varð givin á stovninum, at tey fylgdust fleiri til ríðing í senn osfr..

Núverandi stuðulsfólkajáttanir til ansing av børnum í skúlaaldri eftir skúlatíð eru íalt uml. 6,3 mill. kr. um árið. Við at samskipa hesi tilboð ber væntandi til at fíggja útreiðslurnar til at seta leiðslur fyri, innan hesar fíggjarligu karmar, tí sum er hava jú øll børnini, óansæð tørv, eitt starvsfólk í part, allar tímarnar.

Stovnarnir kundu verið játtaðir smb. §16 í forsorgarlógini við fígging fluttari frá §17 í somu lóg, har nærum øll verandi stuðulsfólk til skúlabørnini eru játtaði í dag.

Umframt brekaðu og sjúku børnini, er ein bólkur av børnum og ungum, sum av sosialum orsøkum hava tørv á frítíðartilboði útum aldurin, har kommunurnar vanliga bjóða frítíðarskúla. Hesi børn og ungu hava eisini tørv á einum skipaðum tilboði, og má tann spurningurin viðgerast fyri seg. Eitt slíkt tilboð kundi verið skipað antin sum eitt kommunalt tilboð ella sum eitt tilboð sambært barnaforsorgarlógini, og krevur tað eina serliga játtan.

Til vaksin.
Í 23 førum er ongin onnur loysn tilrádd teimum vaksnu brúkarunum enn ein stuðulsfólkaloysn undir skipaðum viðurskiftum. Í hinum 16 førunum er onnur loysn viðvíkjandi bústaði og arbeiði tilrádd, og í øllum hesum førum er talan um loysnir, sum stovnurin Heimarøktin/Serforsorgin umsitur.

Mælt verður til, at heimildargrundarlag verður skapt fyri at gera eina stuðulsfólkaskipan undir stovninum Heimarøktin/Serforsorgin til hesar brúkarar. Hesin stovnur hevur frammanundan til uppgávu at veita heimahjálp og heimarøkt til fólk, ið hava egnan bústað, men tørva hjálp fyri at klára seg. Stovnurin umsitur eisini tey arbeiðs- og bútilboð, sum eru til nakrar bólkar av brekaðum fólkum. Við einari slíkari heimild hevði tað verið møguligt hjá stovninum eisini at bjóða sjúkum/brekaðum fólki eina minni inngrípandi loysn enn eitt bútilboð, um tey harvið kunnu megna at búgva í egnum bústaði.

Bólkurin við hesum tørvi er óivað størri enn hendan skrásetingin vísir, m.a. eru vit vitandi um nógv sálarsjúk fólk, ið eru innløgd og onnur, sum bara liva við sínum trupulleikum uttan stuðul. Hesi fólk kundu fingið møguleika fyri at megna ein sjálvstøðugan bústað, og harvið fingið ein størri lívskvalitet, við einum slíkum tilboði um persónligan stuðul.

Í familjunum.
Í 13 av 22 førunum, har stuðulsfólk er sett í familjum, er onnur loysn enn stuðulsfólkaloysnin tilrádd. Í flestu førum er ein nærri eygleiðing ella familjuviðgerð umhugsað, men tann møguleikan hava vit at kalla ikki sum er.

Mælt verður tí til at stovna ein familjuviðgerðar- og eygleiðingarstovn, so vit veruliga fáa møguleika at hjálpa hesum familjum til broytingar, heldur enn framhaldandi at fjala trupulleikarnar, sum vit í førum gera í dag, við at seta ónøktandi stuðulstiltøk í verk.

Ein møguleiki er at brúka karmarnar á Føroya Barnaheimi til hetta endamál.

Eitt dygdargott tilboð um familjuviðgerð á einum stovni og úti í familjunum hevði ivaleyst avloyst flestu stuðulsfólkafyriskipanirnar. Men verða stuðulsfólk framhaldandi sett í familjurnar, verður mælt til at stuðulsfólkaskipanir verða stovnaðar sum partar av verandi barnaverndarumsitingum í Klaksvíkar og Tórshavnar kommunu og á Almannastovuni. Verða ætlaðu broytingarnar viðvíkjandi barnaverndarumsitingunum framdar, og umsitingar settar á stovn í ymisku geografisku økjunum, kundu stuðulsfólkaskipanirnar verið ein nattúrligur partur av teimum.

Mælt verður eisini til at stovna eina fosturfamiljuskipan.

Tilmæli til, hvussu víðari skal farast fram við at skipa stuðulsfólkaøkið.
Tilmælini í hesum áliti eru ikki lyklaklár. Víðari arbeiðið í hesari verkætlan er at gera eitt ítøkiligt uppskot til eina stuðulsfólkaskipan undir Heimarøktini/Serforsorgini til vaksin, brekaði og sjúk fólk, ið búgva heima ella í egnum bústaði.

Mælt verður til, at serkøn fólk á ymisku fakøkjunum verða tikin við í arbeiðið við at búgva tilmælini út við ítøkiligum uppskotum til:

sum síðani verða løgd til politisku myndugleikarnar at taka støðu til.

 

FYLGISKJAL 1.

Hesir upplýsingar eru skrásettir í øllum játtaðum fyriskipanum:

    1. Navn.
    2. Føðingardagur.
    3. Aldur.
    4. Geografisk øki - val ímillum Norðoyggjar, Eysturoy, Norðurstreymoy, Suðurstreymoy, Vágar, Sandoy, Suðuroy.
    5. Kommuna – val ímillum allar kommunur í landinum.
    6. Bústaðarviðurskifti – heimabúgvandi, egnan bústað.
    7. Orsøk til tørvin á stuðuli – sjúka/brek, familjuviðurskifti.
    8. Tímatal - 5, 10, 15, 20, 25, 30, 35, 40, >40.
    9. Førleiki hjá stuðulsfólkinum – viðkomandi útbúgving ja/nei.
    10. Arbeiðsstaður – heima hjá brúkara, heima hjá stuðulsfólkinum, á dagstovni, í serligari stuðulsfyriskipan.
    11. Tíðaravmarking – 3 mðr., ½ ár, 1 ár, 2 ár, 3 ár, > 3 ár.
    12. Nærri lýsing av orsøkini til tørvin á stuðulsfólki – fríur tekstur.
    13. Endamál við fyriskipanini – fríur tekstur.
    14. Aðrar fyriskipanir hjá sama persóni – fríur tekstur.
    15. Er onnur fyriskipan umhugsað/tilrádd ístaðin fyri stuðulsfólka-fyriskipanina – fríur tekstur.

Ad.1 + 2 + 3:
Tá stuðulsfólk er sett til ein persón, er fyriskipanin skrásett við hesum persóni sum brúkara. Tá talan er um fyribyrgjandi tiltak í einari familju, er fyriskipanin ikki skrásett við einum ávísum persóni sum brúkara, og sostatt ber ikki til at tosa um navn, føðingardag og aldur í hesum fyriskipanum.

Navn og føðingardagur hevur bara týdning í mun til at tryggja, at allir brúkarar eru við, og at ongin er skrásettur fleiri ferðir.

Tal av brúkarum sigur onki um tal av stuðulsfólkum. Av tí at ongin verandi skipan knýtir hesi bæði tingini saman, so hevði talan verið um eina sera stóra uppgávu at fingið upplýsingar um bæði brúkarar og stuðulsfólk í somu verkætlan. Í mun til hesa verkætlan hevur verið mett, at brúkarasjónarhornið er tað rættasta at brúka.

Ad.4 + 5:
Geografiin er skrásett við kommunu, og harnæst er landið býtt upp í 7 ymisk øki, tí geografisku viðurskiftini fáa óivað stóran týdning í mun til val av loysnum.

Ad.6:
Her verður skilt í millum, um brúkarin er heimabúgvandi, t.e. býr hjá foreldrum, ella hevur egnan bústað einsamallur ella saman við egnari familju, t.e. hjúnafelaga og/ella børnum.

Ad.7:
Stuðulsfólk verða sett vegna sjúku/ brek hjá einum barni ella einum vaksnum persóni
ella vegna trupulleikar í einari familju við barni/børnum, tá foreldrini ikki megna foreldrauppgávuna nøktandi fyri børnini, og tað tí verður mett neyðugt, um barnið/børnini framhaldandi skulu kunna verða verandi í familjuni.

Ad. 8:
Játtaða tímatal er rundað upp/niður til 5-10-15-20-25-30-35-40->40, og eisini er tímatalið umroknað til fulltíðarstørv, t.e. 40 t. um vikuna..

Ad. 9:
Metingin av fakliga førleikanum er gjørd av sosial- ella serráðgeva á Almannastovuni, og av stuðulsfólkaskipanunum í ávíkavist Klaksvík og Tórshavn. Hetta tal vísir, hvussu nógvir brúkarar hava stuðulsfólk, ið hava eina útbúgving, ið er viðkomandi í mun til arbeiðsuppgávuna.

Ad. 10:
Tá talan er um, at brúkari bæði hevur stuðulsfólk t.d. á dagstovni og heima, so er primeri arbeiðsstaðurin skrásettur, og síðan er viðmerkt í teksti, at nakrir tímar verða nýttir á øðrum arbeiðsstaði.

Ad. 11:
Tíðaravmarkingin lýsir, hvussu leingi hvør einstakur brúkari hevur havt stuðulsfólk - frá byrjanini av fyrstu játtan til endan av núverandi játtan. Tíðarskeiðini eru rundaði upp/niður til 3 mðr., ½, 1, 2, 3 og >3 ár.

Meiningin við hesum upplýsingum er at vísa í høvuðsheitum, hvussu langar fyriskipanir talan er um. Summar fyriskipanir eru ikki tíðaravmarkaðar, og har er >3 ár skrásett.

Ad. 12, 13, 14 + 15:
Í teigi 7 er bara skilt ímillum, um orsøkin til stuðulsfólkajáttanina er sjúka/brek ella familjuviðurskifti. Fyri at fáa eina nærri lýsing av, hvørjar trupulleikar hjá persónunum/familjunum roynt verður at loysa ella bøta um við at seta stuðulsfólk, er tað í teigi 12 greitt nærri frá orsøkunum til tørvin á stuðuli.

Í teigi 13 hava starvsfólk í umsitingini orðað endamálið við fyriskipanini.

Í teigi 14 hava starvsfólk upplýst, um aðrar fyriskipanir eru játtaðar til sama persón.

Í teigi 15 hava somu starvsfólk úttalað, um onnur loysn enn stuðulsfólkaloysnin er umhugsað ella tilrádd ávísa persóninum.

Ymisku svarini eru næstan líka nógv sum brúkararnir í tali, so fyri at kunna geva eina meiri einfalda mynd, og fyri betur at kunna greina tilfarið, er "endamálið við fyriskipanunum" síðan umskrivað og bólkað í bara 4 ymisk endamál, og "aðrar umhugsaðar loysnir" umskrivaðar til 17 ymiskar loysnir í 6 bólkum.