Arvagransking

 

 

1-3 Uppskot til eykajáttanarlóg fyri oktober 1998
Álit II - skjal 2

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Sjúkrahúsverk Føroya, Sigmundargøta 5, FO-100 Tórshavn
Tlf. 298 316696 - Fax 298 319708 E-mail: palweihe@sleipnir.fo

W/eo J.nr.

Upprit um arvagransking í Føroyum

Tórshavn, 01.09.98

  

Undirritaði hevði, saman við Andrew Hicks, fund við Kára Steffanson, stjóra fyri privatu granskingarfyritøkuna DeCode og sakførara hansara tann 28.8.98 í Reykjavík at tosa um samstarv millum Føroyar og Ísland viðvíkjandi ættarbregði og tess staðfesting á arvastreinginum.

Báðir partar vóru samdir um, at eitt Joint Venture samstarv hevði verið hóskandi. Hetta merkir, at føroyingar sjálvur seta pening í til tess at fáa virksemi í Føroyum á føtur. Gera vit tað, vil Kári Steffanson vegna DeCode standa inni fyri, at vit fáa neyðuga stuðulin - bæði viðvíkjandi tólum og kunnleika.

Eftir mínari meting er hetta tilboð so gott, at vit eiga at fara undir virksemi beinanvegin. Virksemið fellur í tríggjar partar:

1) At finna tey fólkini, sum hava tær diagnosurnar, sum vit eru áhugaðir í at kanna. Hetta krevur, at heilsuverksskrásetingin er umfatandi og álítandi. Tað er hon ikki í dag, og tí eigur ein persónur, kønur í biostatistikki, at fara undir hetta arbeiði. Hesin partur av arbeiðinum skal annars fremjast í tøttum samstarvi við kliniskt virknu læknarnar ella við teir læknar, sum hava serligan kunleika til ávísar sjúkur í Føroyum.

2) Ættartræðið í Føroyum eigur, alt sum tað er, at verða lagt á teldu - eini 5 ættarlið. Her hava vit góðar fortreytir, tí so nógv fólk í Føroyum eru áhugað í ættargransking. Vit eiga at byrja við einum ættargranskara og longu komandi ár at víðka til tríggjar ættargranskarar ella meira, soleiðis at alt ættartræð føroyinga er teldutøkt innan eitt ár. Neyðugu forritini fáa vit frá DeCode.

3) Innan starvsstovuvirksemi eiga vit at keypa útbúnað, sum supplerar tað, sum ber til at gera í Reykjavík í dag, soleiðis at kanningararbeiðið her verður fyri báðar samstarvspartarnar.

Undirritaði vil átaka sær at skipa virksemið innan fyri karmarnar á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, og uppskot til fígging fyri 1998/98 er hendan:

1998: kr.
Løn til ein biokemikara í 6 mðr. 180.000
Løn til ein ættargranskara í 3 mðr. 75.000
Løn til statistikara í 3 mðr. 75.000
Løn til skrivara í 3 mðr. 60.000
4 teldur við útbúnað 100.000
Telefon og fax og annar kontórútbúnaður 50.000
Ferðakostnaður 25.000
Løn til yngri lækna í 3 mðr. 90.000
Íalt 655.000
1999
3 ættargranskarar 900.000
1 yngri lækni 360.000
1 biokemikari 360.000
1 skrivari 40.000
1 statistikari 350.000
1 laborantur 250.000
Telefon og fax og kontórútbúnaður 100.000
Flutningur og uttanlandsferðir 200.000
Mettar útreiðslur til laboratorium 1.000.000
Íalt 3.560.000

Mælt verður til, at ein nevnd verður sett at fylgja við arbeiðinum til tess at tryggja, at peningurin, sum tað almenna setir í, verður brúktur skilagott og til at tryggja, at virksemið er gagnligt fyri tað almenna og tann einstaka.

Pál Weihe
yvirlækni