Arvagransking

 

 

1-3 Uppskot til eykajáttanarlóg fyri oktober 1998
Álit II - skjal 3

Sjúkrasystraetiska Ráðið
Sjúkrasystrafelag Føroya
Lucas Debesargøta 14
100 Tórshavn

Tórshavn, 10. oktober 1998

 

Fyrispurningar frá Sjúkrasystraetiska ráðnum um ætlaðu DNA kanningina í Føroyum

Vit eru kunnaðar í fjølmiðlunum um, at ætlanin er at fara undir DNA kanning í Føroyum. Tað undrar okkum, at so lítið er komið alment fram um kanningina, sum sambært samrøðu við Pál Weihe, yvirlækna, skal fevna um allar føroyingar.

Sjúkrasystraetiska Ráðið metir etisku spurningarnar í sambandi við kanningina sera stórar.

Vísandi til Helsinki deklaratiónina frá 1964 við seinastu broytingum í 1989 loyvir Sjúkrasystraetiska Ráðið sær at seta fram hesar spurningar:

Sjúkrasystraetiska Ráðið metir tað av alstórum týdningi bæði fyri sjúkrasystrar og fyri allar føroyingar at fáa svarað hesum spurningum skjótast gjørligt, og sjálvsagt áðrenn farið verður undir kanningina.

Við vón um skjóta og greiða viðgerð.

Vinarliga
Olga Magnussen, forkvinna
Sjúkrasystraetiskað ráðið