Eykajáttanarlóg oktober 1998-2


1-4 Uppskot til eykajáttanarlóg oktober 1998 - 2

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
2. viðgerð

Ár 1998, 27. oktober, legði Henrik Old, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

eykajáttanarlóg oktober 1998 - 2

 

Almennar viðmerkingar

Í fíggjarløgtingslógini fyri 1998 er játtað 1 mió. kr. til høvuðskonto 4.38.2.21. Stuðul til útoyggjar. Landsstýrið legði í vár fram lógaruppskot, um hvussu játtanin skal umsitast, men av tí, at val varð útskrivað, fall lógaruppskotið burtur. Nú so langt er liðið út á árið, uttan at lógarreglur eru gjørdar um umsiting av játtani, fer Javnaðarflokkurin at leggja lógaruppskot fyri tingið hesum viðvíkandi. Játtanin verður ikki øll brúkt í 1998, og mælt verður tí til, at lækka játtanina til hesa høvuðskonto við kr. 350.000,- og flyta upphæddina til høvuðskonto 4.38.2.01. Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka), og hækka játtanina til Oyggjaleiðir við 350.000 kr. soleiðis, at "Smyril" ger tveir túrar meira um vikuna á Suðuroyarfarleiðini, har annar verður sigldur á Vág.  

§ 4. Mentan og samskifti o.a.
A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-

-

-

Inntøkuætlan

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Samferðsla og samskifti……………………………………………….

-

-

4.38.2. Samferðsla

-

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

4.38.2. Samferðsla
4.38.2.01 Strandfaraskip landsins (Landsfyritøka)

J

43.800

-

EYJ

350

-

4.38.2.21. Stuðul til útoyggjar

J

1.000

-

EYJ

-350

-

Viðmerkingar

4.38.2. Samferðsla
4.38.2.01. Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka)
Játtanin verður hækkað í 1998 við kr. 350.000, so "Smyril" kann gera tveir túrar meira um vikuna á Suðuroyarfarleiðini, har annar verður sigldur á Vág.

Uppgerð av nettotølum

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Inntøkur

67.600

-

67.600

Felags fyrisiting

500

-

500

Oyggjaleiðir

38.400

-

38.400

Bygdaleiðir

20.000

-

20.000

Farmaflutningur á landi

8.700

-

8.700

Uttanlandaflutningur

-

-

-

Játtan

43.800

350

44.150

Útreiðslur

111.400

350

111.750

Felags fyrisiting

15.200

-

15.200

Oyggjaleiðir

58.300

350

58.650

Bygdaleiðir

25.000

-

25.000

Farmaflutningur á landi

12.900

-

12.900

Uttanlandsflutningur

-

-

-

Rentur og avskrivingar

-

-

-

Nettotal

0

0

0

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

43.800

350

44.150

Útreiðslur

111.400

350

111.750

Inntøkur

67.600

-

67.600

20. Vanligt virksemi      
Útreiðslur

111.400

350

111.750

11. Lønir o.a.

44.300

300

44.600

14. Keyp av vørum og tænastum

47.900

50

47.950

15. Keyp av útbúnaði, netto

1.000

-

1.000

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

17.700

-

17.700

32. Útvegan av annleggi

500

.

500

Inntøkur

67.600

-

67.600

21. Søla av vørum og tænastuveitingum

67.600

-

67.600

Stuðul til útoyggjar
Játtanin verður ikki øll nýtt í 1998, kr. 350.000 verða tí fluttar til høvuðskonto 4.38.2.01 Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka).

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

1.000

-350

650

01. Stuðul

     
Útreiðslur

1.000

-350

650

54. Stuðul til annað virksemi

1.000

-350

650

1. viðgerð 30. oktober 1998. Málið beint í fíggjarnevndina,  sum tann 26. november 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið var lagt fram av Javnaðarflokkinum tann 27. oktober 1998 og varð eftir 1. viðgerð tann 30. oktober 1998 beint í fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið, ið snýr seg um at veita eina eykajáttan í 1998 uppá kr. 350.000 til Strandfaraskip Landsins, soleiðis at "Smyril" ger tveir túrar meira um vikuna á Suðuroyarfarleiðini. Upphæddin verður tikin av kontoini "Stuðul til útoyggjar", sum lækkar samsvarandi. Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Finnboga Arge, landsstýrismann.

Fíggjarnevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Jørgen Niclasen, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Sámal Petur í Grund og Lisbeth L. Petersen) vísir á, at landsstýrismaðurin hevur upplýst, at "Smyril" í komandi ferðaætlan fer at økja um túratalið til Suðuroyar. Meirilutin vísir eisini á, at landsstýrismaðurin hevur upplýst, at kanningarnar verða gjørdar í samband við at dagføra Suðuroyarfarleiðina, og heldur meirilutin, at bíðað eigur at verða eftir hesum kanningarúrslitum, áðrenn støða verður tikin til at broyta verandi Suðuroyarsigling. Meirilutin ivast í, um tað er rætt at taka pening frá útoyggjunum til eykatúrar til Suðuroyar seint í árinum, heldur enn at gera eina heildarloysn fyri farleiðina. Fyriliggjandi uppskot kemur at forða fyri eini heildarloysn. Meirilutin setir tí einki uppskot fram.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen og Flemming Mikkelsen) tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja fyriliggjandi uppskot.

2. viðgerð 1. december 1998. Uppskotið fall 14-1-17.