Eykajáttan februar 1999

 

1-7  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 1999

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1999, 19.  februar legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
eykajáttanarløgtingslóg fyri
februar 1999

Innihald

Almennar viðmerkingar *

§ 5. Fiskivinna *

5.34.2. Tænasta og eftirlit *

5.34.2.01. Fiskiveiðieftirlit, Vaktar og Bjargingartænastan (Rakstrarjáttan) *

5.34.2.02. Nýtt vaktarskip (Løgujáttan) *

Almennar viðmerkingar 

Hjáløgd er fyrsta eykajáttanarløgtingslóg, sum løgd verður fyri tingið fyri fíggjarárið 1999. Hetta eru eykajáttanir til § 5: "Fiskivinna", í samband við "Nýtt Vaktarskip" og leigu av "Beskytteren".

Løguútreiðlurnar hækka við 16 mió.kr. til nýtt vaktarskip, sum er ónýtt játtan frá 1998, ið verður endurjáttað í ár, og meirútreiðslurnar í samband við leigu av "Beskytteren" eru uppá 5,8 mió.kr. til Fiskiveiðieftirlitið (V&B).

Landsstýrið hevur sum útgangsstøði, at allar eykajáttanir skulu vera útreiðsluneutralar, og í tí sambandinum fer Fiskimálastýrið seinni í ár at finna sparingar/minni nýtslu innan fyri karmin til § 5: "Fiskivinna", sum svarar til eykajáttanina til Fiskiveiðieftirlitið uppá 5,8 mió.kr.

Samanlagt hækka útreiðslurnar við 21,8 mió.kr., men verður tikið hædd fyri væntandi minni nýtslu á § 5 tikin við, hækka útreiðslurnar bara við tí upphæddini, sum verður endurjáttað frá í fjør, sum er uppá 16 mió.kr.

 Høvuðsyvirlit

§ 5. Fiskivinna

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

5.828

5.828

-

Inntøkuætlan

-

-

-

Løguætlan

16.000

16.000

-

 

Fiskivinna

21.828

-

5.34.2. Tænasta og eftirlit

21.828

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

5.34.2 Tænasta og eftirlit

5.34.2.01 Fiskiveiðieftirlit, V&B (Rakstrarj.)

J

27.254

-

EYJ

5.828

-

5.34.2.02 Nýtt vaktarskip (Løgujáttan)

J

23.000

-

EYJ

16.000

-

 Viðmerkingar

5.34.2. Tænasta og eftirlit

5.34.2.01. Fiskiveiðieftirlit, Vaktar og Bjargingartænastan (Rakstrarjáttan)

Fiskimálastýrið mælir til, at "Beskytteren" verður leigaður. Leigumálið byrjar væntandi uml. miðjan apríl 1999 og endar ætlandi í august 2000, tá nýggja vaktarskipið eftir ætlan er liðugt bygt.

Leigumálið av "Nim" er sagt upp, og verða rakstrar- og leiguútreiðslur, sum eru við á fíggjarlógini fyri 1999, fluttar yvir á rakstur og leigu av "Beskytteren". Rakstrar- og leiguútreiðslur av "Beskytteren" eru ætlaðar til kr. 15,8 mió.

Meirútreiðslurnar (netto) fyri ár 1999 eru mettar til kr. 5,828 mió., meðan tær fyri ár 2000 eru ætlaðar til kr. 3,183 mió.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

27.254

5.828

33.082

Útreiðslur

29.854

5.828

35.682

Inntøkur

2.600

-

2.600

20. Vanligt virksemi

     
       

Útreiðslur

28.984

5.828

34.812

11. Lønir o.a.

16.611

3.102

19.713

14. Keyp av vørum og tænastum

7.165

4.347

11.512

15. Keyp av útbúnaði, netto

864

-159

705

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

3.508

-1.310

2.198

19. Ymiskar rakstrarútreiðslur

-

-

-

57. Rentuútreiðslur

-

-

-

71. Innanh. flyt. millum almennar stovn.

-

-

-

75. Skráseting av keyps-MVG

836

-152

684

       

Inntøkur

2.600

2.600

2.600

21. Søla av vørum og tænastum

2.500

2.500

2.500

29. Ymsar rakstrarinntøkur

100

100

100

63. Vanligar flytingarinntøkur

-

-

-

       

21. Veðurtænasta

     
       

Útreiðslur

870

870

870

11. Lønir o.a.

510

510

510

14. Keyp av vørum og tænastum

360

360

360

75. Skráseting av keyps-MVG

-

-

-

 

5.34.2.02. Nýtt vaktarskip (Løgujáttan)

Nýggjar viðmerkingar

Í sambandi við gerð av fíggjarlógaruppskoti fyri 1998 varð í juni 1997 gjørt uppskot um at seta pening av til bygging av nýggjum vaktarskipi. Fyrst mátti eitt projekt gerast og ein meting av kostnað. Fyribils meting var, at kostnaðurin fór at liggja um 65 mió. kr.

Tá játtanin varð samtykt, varð farið í gongd. Í fyrireikingunum var tó stórur dentur lagdur á, at hetta skip skuldi klára tær uppgávur, ið skuldu til bæði á vaktar- og á bjargingarsíðuni. Her skuldi ein íløga gerast í framtíðina hjá eini sjóvinnutjóð, og tí var umráðandi, at loysnin var tann rætta. Út frá hesum varð kravspesifikatión gjørd og latin tann 3. apríl 1998. Á sumri 1998 varð Kverndokk og Eldøy biðin um at projektera.

Fiskimálastýrið sendi síðani um miðjan september innbjóðingarskriv til 21 skipasmiðjur við áheitan um at geva tilboð uppá bygging av nýggjum vaktarskipi. Skipasmiðjurnar, sum vóru bidnar at geva tilboð, vóru úr Kina, Chile, Spania, Danmark, Noregi og Føroyum. Freistin at geva tilboð varð ásett til 15. oktober 1998.

Tá freistin var úti, høvdu 10 skipasmiðjur givið tilboð til Fiskimálastýrið.

Tá tilboðini komu inn í oktober 1998 var møguligt at halda tey tætt uppat játtanini. Tilboðini lógu frá 70 mió. kr. og uppeftir. Men hetta broyttist undir realitetssamráðingunum m.a. orsakað av hækkandi krónukursi.

Vísandi til prísmunin og leveringstíðina millum at byggja í Føroyum og í Noregi mælir stýrisbólkurin til at byggja skipið í Noregi.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur latið gera eina búskaparliga meting av sambærligum nettoútreiðslum fyri landskassan av at byggja skipið í Kina, Noregi og Føroyum. Út frá hesum verður mælt til at byggja í Noregi. Frágreiðingin verður latin løgtinginum.

Á fíggjarlógini fyri 1999 eru settar kr. 23 mió. til bygging av nýggjum vaktar- og bjargingarskipi. Ónýtt játtan frá 1998, kr. 16 mió., verður endurjáttað í 1999. Sáttmálaprísurin við norska skipasmiðju er kr. 94,8. mió. Síðani eru farnar fram samráðingar millum Fiskimálastýrið og Undirvísingar- og mentamálastýrið um eina hóskandi loysn fyri, at eisini sjómansskúlanæmingar fáa høvi at sigla við skipinum eina viku í senn, og at apteringin verður broytt samsvarandi.

Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur seinastu tíðina havt torført við at fyriskipa siglingarvenjing fyri næmingar á Sjómansskúlunum.

Møguleikin at nýta ein sonevndan FULL MISION SIMULATOR ístaðin hevur verið nevndur. Undirvísingar- og mentamálastýrið heldur ikki, at simulatorvenjing á núverandi støði er eitt eins gott amboð og eitt venjingarskip, men hetta krevur stórar íløgur. Kostnaðurin fyri at útvega ein simulator er umleið 10 mió. kr. Haraftrat koma dagførings- og viðlíkahaldsútreiðslur uml. 800.000,- kr. árliga, upplýsir Undirvísingar- og mentamálastýrið.

Út frá einum útbúgvingarligum sjónarmiði er tað ein skilagóð loysn, at pláss verður fyri sjómansskúlanæmingum í siglingarvenjing umborð á nýggja vaktar- og bjargingarskipinum.

Eykakostnaðurin verður 3,0 mió. kr., sum skal leggjast aftrat sáttmálaprísinum, sum so verður 97,8 mió. kr. Sostatt verður løgan í ár 2000 kr. 58,8 mió.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

23.000

16.000

39.000

10. Vaktarskip

     
       

Útreiðslur

23.000

16.000

39.000

32. Útvegan av løgu

23.000

16.000

39.000

 

1. viðgerð 2. mars 1999. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 16. mars 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t  

Málið varð lagt fram av landsstýrinum tann 19. februar 1999 og eftir 1. viðgerð 2. mars 1999 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið, ið snýr seg um eykajáttan til grein 5, fiskivinna, til leigu av "Beskytteren" til vaktarskip, og endurjáttan av ónýttari játtan frá 1998 til nýtt vakstarskip.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, sum legði fyri nevndina skjal yvir rakstrarútreiðslur fyri nýbygt vaktarskip, "Tjaldrið" og "Beskytteren". Hetta skjal verður lagt við álitinum sum fylgiskjal.

Landsstýrismaðurin upplýsti, at rakstrarútreiðslurnar fyri "Beskytteren" eru mett tøl, og meirútreiðslurnar fyri 1999, 5,828 mió. kr., eru í mun til raksturin av "Nim", sum varð leigað til vaktarskip, tá fíggjarlógin fyri 1999 varð gjørd. Landsstýrismaðurin upplýsti, at "Beskytteren" skal sigla eftir somu vaktarskipan sum "Tjaldrið", og at tað verða 18 mans á hvørjari vakt, tvs. at 36 mans verða knýttir at skipinum. Við "Nim" vóru 10 mans á hvørjari vakt, tils. 20 menn. Landsstýrismaðurin segði, at tað tekur millum 6 til 8 vikur frá tí, at leigusáttmálin er gjørdur, at gera "Beskytteren" kláran til vaktarskip, skipið skal avmilitariserast, og skal hetta arbeiðið gerast í Danmark. Landsstýrismaðurin metti, at meirútreiðslurnar í 1999 verða umleið 2 mió kr. lægri, enn biðið er um. Landsstýrismaðurin upplýsti fyri nevndini, at sparingar skulu finnast innan fyri karmin á § 5 Fiskivinna, svarandi til eykajáttanina til Fiskiveiðieftirlitið.

Ein samd nevnd tekur undir við, at upphæddin til konto 5.34.2.01. Fiskiveiðieftirlit, Vaktar- og Bjargingartænastan (Rakstrarjáttan) verður lækkað við 2 mió. kr. og sett til 3,828 mió. kr. Eisini ger nevndin vart við, at undir sundurgreinað ætlan er komin ein prentvilla í sundurgeiningina av inntøkunum og undirkonto 21. Veðurtænastan, har galdandi játtan eisini er sett í teigin fyri eykajáttan. Samsvarandi hesum setir ein samd nevnd fram soljóðanadi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 5. Fiskivinna

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

3.828

3.828

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

5.34.2 Tænasta og eftirlit
5.34.2.01 Fiskiveiðieftirlit, V&B (Rakstrarj.)

J

27.254

-

EYJ

3.828

-

 Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

27.254

3.828

31.082

Útreiðslur

29.854

3.828

33.682

Inntøkur

2.600

-

2.600

20. Vanligt virksemi

     
       

Útreiðslur

28.984

3.828

32.812

11. Lønir o.a.

16.611

2.102

18.713

14. Keyp av vørum og tænastum

7.165

3.347

10.512

15. Keyp av útbúnaði, netto

864

-159

705

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

3.508

-1.310

2.198

19. Ymiskar rakstrarútreiðslur

-

-

-

57. Rentuútreiðslur

-

-

-

71. Innanh. flyt. millum almennar stovn.

-

-

-

75. Skráseting av keyps-MVG

836

-152

684

       

Inntøkur

2.600

-

2.600

21. Søla av vørum og tænastum

2.500

-

2.500

29. Ymsar rakstrarinntøkur

100

-

100

63. Vanligar flytingarinntøkur

-

-

-

       

21. Veðurtænasta

     
       

Útreiðslur

870

-

870

11. Lønir o.a.

510

-

510

14. Keyp av vørum og tænastum

360

-

360

75. Skráseting av keyps-MVG

-

-

-

 

Í sambandi við umsóknina um 16 mió. kr. í endurjáttan í 1999 av ónýttari játtan í 1998 til bygging av nýggjum vaktarskipi, upplýsti landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum undir 1. viðgerð, at varð játtanin givin, so verður farið undir at byggja nýtt vaktarskip.

Nevndin hevur undir viðgerðini av hesum partinum av uppskotinum, ið snýr seg um nýtt vaktarskip, býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Bjarni Djurholm, Sámal Petur í Grund, Heini O. Heinesen og Jógvan Durhuus) er av teirri fatan, at so nógv almenn íløguarbeiði eiga at verða gjørd av føroyskum fyritøkum sum gjørligt. Hetta er tó treytað av, at føroysku fyritøkurnar eru kappingarførar mótvegis teimum útlendsku. Við atliti at hesum grundsetningi hevur meirilutin kannað tilmælini til landsstýrið. Tilmælini viðgera m.a. munin millum norska og føroyska tilboðið og annars ymisk viðurskifti, sum eru tengd at íløguni í nýtt vaktarskip.

Niðurstøðurnar eru:

  1. Byggikostnaðurin er um 20 mió. kr. størri í Føroyum enn í Noregi
  2. At leveringstíðin í Noregi er ásett til juli ár 2000, meðan leveringstíðin í Føroyum er sett til september 2001, t.v.s. 14 mánaðir seinni.
  3. At føroyska skipasmiðjan harumframt í sambandi við leveringstíðina í einum møguligum sáttmála tekur fyrivarni um, at neyðug arbeiðsmegi er tøk, meðan byggingin fer fram. Sostatt kann leveringtíðin verða seinkað.
  4. At landsstýrið í byggitíðini skal leiga Beskytteren, sum í rakstri kostar 15,8 mió.kr. árliga. Verður vaktarskipið bygt í Føroyum, fer hetta at økja um leiguútreiðlur landskassans samsvarandi longu leveringstíðina (um 7 - 8 mió. kr.)
  5. At føroyska eins og norska skipasmiðjan letur skrokkin byggja uttanlands.
  6. At verður skipið bygt í Føroyum, so verður avløningin avmarkað til 21 mió.kr. At nýggja inntøkugerðin verður millum 0 og 23,7 mió.kr., og nýggjur landsskattur harav verður millum 0 og 8,8 mió.kr.
  7. Fyri at røkka tí optimala í nýggjari inntøkugerð og landsskatti, er tað annars ein fortreyt, at føroyska skipasmiðjan liggur still – t.v.s. uttan nakað virksemi. Er virksemi kortini optimalt á skipasmiðjuni, verður eingin nýggj inntøkuskapan og heldur ongar nýggjar inntøkur til landskassan.
  8. At landsstýrið í næstum ætlar at byggja eina nýggja ferju til Sandoyarleiðina, og at landsstýrið væntar, at ferjan verður bygd í Føroyum. Hetta er tó treytað av, um skipasmiðjunar hava tøkan kapasitet at gera arbeiðið og annars eru kappingarførar.

Vísandi til niðurstøðurnar tekur meirilutin undir við uppskoti landsstýrisins, og verður tí mælt til at endurjátta tær umbidnu 16 mió.kr.

Landsstýrið hevur eisini fingið tilboð frá kinverskari skipasmiðju. Stýrisbólkurin, sum landsstýrið setti at viðgera innkomnu tilboðini, sigur í síni niðurstøðu til landsstýrið: Vísandi til, at ivasamt er um kinverska skipasmiðjan er før fyri at byggja eitt skip til okkara standard, at skipasmiðjan ikki hevur nakrar royndir við at byggja skip til vesturheimin, at prísmunurin at byggja í Kina og Noregi ikki er størri enn 6,8 mió. kr. og til fjarstøðuna millum Føroyar og Kina, verður mælt frá at byggja skipið í Kina.

Hesa niðustøðu hevur meirilutin tikið til eftirtektar og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins við broytingini frá einari samdari fíggjarnevnd.

Minnilutin (Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen) tekur undir við eini eykajáttan uppá 3,828 mió. kr. til rakstur av "Beskytteren", sum, ætlanin er, skal røkja vaktar- og bjargingartænastuna við Føroyar fyribils. Hildið verður, at hetta er ein góð loysn nakað frameftir, so vit fáa betri tíð at umráða okkum og harvið geva føroysku skipasmiðjunum ein kjans at betra kappingarførið.

Minnilutin (Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen) tekur ikki undir við, at 16 mió. kr. verða endurjáttaðar til konto 5.34.2.02. Nýtt vaktarskip. Játtanin gevur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum heimild til at seta byggingina av nýggjum vaktar- og bjargingarskipi í gongd, kostnaður umleið 100 mió. kr. Minnilutin er av teirri áskoðan, at stórur tørvur er á at byggja nýtt suðuroyarskip, og áttu tí hesar 16 mió. kr. at verðið játtaðar til hetta endamál.

Minnilutin (Henrik Old) tekur undir við, at veitt verður eykajáttan til leigu av "Beskytteren".

Minnilutin (Henrik Old) er av teirri áskoðan, at væl er lagt uppfyri í rakstrarútreiðslunum til "Beskytteren", serliga við manningartali og oljuútreiðslum.

Eftir teimum frágreiðingum, ið eru til taks, sæst, at "Beskytteren" er í góðum standi, hann er m.a. sandblástur fyri 3 árum síðani. Sagt verður, at ikki kann væntast nógv viðlíkahald fyrstu komandi árini.

Tímatalið fyri maskinaríið er sera lágt, tá hugsað verður um, hvønn aldur skipið hevur. Harumframt verður sagt í fylgiskjølum, at apteringin er væl hildin og er væl egnað til at hava næmingar umborð. Teir vansar, ið víst verður á, hava einki at gera við tann partin, sum hevur við fiskiveiðieftirlit at gera.

Minnilutin (Henrik Old) er av teirri áskoðan, at her fæst eitt skip, ið lýkur allar treytir til fiskiveiðieftirlit. Tað kann sigla í munandi verri veðri enn tann millumloysn av einum skipi, ið ætlanin er at byggja. Hugsast má um, at "Beskytteren" er slakar 75 metrar langur.

"Beskytteren" er harumframt væl egnaður til sigling við sjómansskúlanæmingum, harumframt kundu næmingar á sjómansskúlanum í Klaksvík partvís verið úti við og sostatt fingið venjing undir "normalum" viðurskiftum.

Tá so ríkiligt av plássi er til taks, sum her er talan um, kundi "Beskytteren" eisini røkt uppgávuna sum eitt slag av føroyskum skúlaskipi, har ungir menn, sum høvdu hug til sjólívið, kundu fingið siglingstíð og eina positiva uppfatan av sjólívinum undir tryggum og skipaðum viðurskiftum.

Tí er Javnaðarflokkurin komin til ta niðurstøðu, at rættast er at leiga og kanska seinni keypa "Beskytteren" og um 2-3 ár fara í holt við at byggja nýtt "Tjaldur", sum er nakað størri enn hetta skipið. Eisini eigur at verða hugsað um teir trupulleikar, sum skipasmiðjurnar rundan um okkum hava nú, serliga danskar og norskar, við ov fáum ordrum.

Tá tað almenna í nærmastu framtíð skal taka støðu til bygging av nýggjari sandoyarferju, so er at vóna, at hon verður bygd í Føroyum, og sostatt kundi verið gott um eini 2-3 ár somuleiðis at bygt nýtt og nakað størri "Tjaldur", og at hetta eisini kann byggjast í Føroyum, soleiðis at tryggjast kann framhaldandi skipasmíð í landinum fleiri ár fram.

Út frá hesum er minnilutans (Henrik Old) niðurstøða, at "Beskytteren" eigur at verða leigaður, og bygging av nýggjum skipi útsett.

+ skjal.

2. viðgerð 9. apríl 1999. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 5, 5.34.2.01. samtykt 30-0-0. § 5, 5.34.2.02. samtykt 15-1-14. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 15-2-13. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Á tingfundi 13. apríl 1999 løgdu tingmenninir Flemming Mikkelsen, Lisbeth L. Petersen, Vilhelm Johannesen og Henrik Old fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
3. viðgerð

 § 5. Fiskivinna

Konto 5.34.2.02 Nýtt vaktarskip (Løgujáttan) eykajáttan kr. 16.000.000 verður strikað.

3. viðgerð 13. apríl 1999. Broytingaruppskot frá Flemming Mikkelsen, Lisbeth L. Petersen, Vilhelm Johannesen og Henrik Old    til § 5, 5.34.2.02 fall 13-4-15.  Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-14-2 . Málið avgreitt.

Ll.nr. 30/1999
frá 23.04.1999