Fíggjarlig meting verjuskip


Latin tingmonnum á tingfundi 2. mars 1999

Tórshavn, 21.januar 1999

 

Meting av sambærligum nettoútreiðslum fyri landskassan av at byggja verjuskip í Kina, Noreg ella í Føroyum

Fiskivinnumálastýrið hevur heitt á okkum undirritaðu (Her skal viðmerkjast, at vit hava átikið okkum uppgávuna sum einstaklingar og ikki vegna Búskaparráðið, sum ikki hevur viðgjørt hetta málið) um at gera nakrar metingar av teimum trimum tilboðunum at byggja nýtt vaktarskip, sum sáttmálanevndin hevur hildið vera mest áhugaverd. Av tí at skotbráðið er stutt (vit hava fingið upplýsingarnar í málinum týsdag 19/1, sum tilfarið skal latast av hondum fríggjadag 21/1), verða metingarnar leysligar.

Vit hava uppfatað uppgávuna at vera í tveimum pørtum.

Fyrri parturin er at meta seg fram til sambæriligu nettoútreiðslurnar fyri landskassan í teimum trimum førunum, so at støða kann takast til sáttmálakostnaðirnar á beinari grundarlag. Til hetta er neyðugt, at meta tær skatta- og avgjaldsinntøkur landskassans av beinleiðis og umvegis inntøkuskapingini, sum standast av ymsu sáttmálatilboðunum, og at taka tær úr bruttokostnaðinum.

Seinni parturin er at gera metingar av øðrum búskaparligum árinum, sum ymsu sáttmálatilboðini hava við sær. Tað verða meira leysligar metingar av handils- ella gjaldsjavnabroytingum, broytingum í eftirspurninginum eftir arbeiðsfólki og ávirkan á vinnuligu gongdina annars, sum hava onkra ávirkan á búskapin. Í mangar mátar fylgja hesar upplýsingar av metingunum av fyrra parti.

Hvørt landskassin fær eyka skatta- og avgjaldsinntøkur av at skipið verður bygt á føroyskari skipasmiðju, veldst serliga um tær faktorinntøkurnar sum harav standast (lønarinntøkur og virkisavlop áðrenn skatt), veruliga eru eyka inntøkur ella ikki. Hetta hevur týdning fyri metingina, um skattainntøkurnar hjá landskassanum eru eyka inntøkur ella ikki.

Við grundarlag í hesum kann so roknast nettoútreiðslan hjá landskassanum av ymsu tilboðunum, sum eru beinleiðis sambærilig.

Sáttmálakostnaðirnir eru í miljónum:

Tórshavnar Skipasmiðja 110,0

Myklebust, Noreg 94,8

Huangpu, Kina 88,0

Brutto- og nettokostnaðirnir fyri norska tilboðið eru eins, tí skipið verður innflutt uttan at føroysk framleiðsla er uppií. Í kinesiska tilboðnum er nakað av føroyskari framleiðslu - og tí lønir og vinningar til føroyskar einstaklingar og fyritøkur - hóast ikki nógv, so at nettokostnaðirnir hjá landskassanum fyri kinesiska tilboðið verða nakað lægri enn bruttokostnaðirnir. Nettokostnaðirnir hjá landskassanum fyri føroyska tilboðið eru munandi ávirkaðir av at framleiðslan í stóran mun er føroysk og av at landskassin letur studning til skipasmiðjuna.

Í talvuni niðanfyri eru roknað innflutningur, samanløgdu inntøkurnar til føroyskar borgarar og fyritøkur, landskassainntøkur og at enda nettoútreiðslan hjá landskassanum. Hetta er gjørt út frá upplýsingum frá stýrisbólkinum viðvíkjandi skipabyggingini og frá Tórshavnar Skipasmiðju.

Miljónir krónur (avrundað tøl)  

Beinleiðis kostnaðarbýti (innflutn., inntøkur í Føroyum)

Beinleiðis og avleidd árin av nýggjum inntøkum

 

teiganummar

1

2

3=1+2

4

5

6

7

8

9=3-8

 

Tilboð

Studn.til skipa-bygging

Bruttokost Lands-kassans

Inn-flutningur

Avløning í Føroyum

Herav nýggj avløning

Nýggj inntøku-gerð

Nýggjur lands-skattur

Netto-kostnaður landskass.

Føroyar, TS, besta føri

110,0

8,8

118,8

97,8

21,0

17,0

23,7

8,8

111,0

Føroyar, TS, versta føri

110,0

8,8

118,8

97,8

21,0

0,0

0,0

0,0

118,8

Noreg, Myklebust

94,8

 

94,8

94,8

       

94,8

Kina, Huangpu

88,0

 

88,0

81,3

6,7

0,3

7,4

1,7

86,6

Her eru fyri bygging í Føroyum roknað tvey dømi - í besta og í versta føri. Tað, sum her verður nevnt "í besta føri" er tá øll inntøkuskapingin er nýggj, og hevði ikki verið, um skipasmiðjan ikki fekk byggingina av verjuskipinum - skipasmiðjan hevði so at siga ligið still annars, og tey sum fáa arbeiði høvdu ikki havt aðrar inntøkur annars. Tá verða allar inntøkur landskassans nýggjar. Hinvegin merkir "í versta føri", at um skipasmiðjan ikki fær sáttmálan, so fær hon brúkt kapasitetin kortini, og bæði fyritøka og manning høvdu havt minnst líka góða inntøku kortini. Tá verða ongar nýggjar inntøkur til landskassan.

Úrslitið er at lesa í aftasta teigi. Í besta føri kemur nettokostnaðurin hjá landskassanum av at lata skipið byggja í Føroyum niður á 110 miljónir, og í versta føri verður kostnaðurin fyri landskassan 118,8 miljónir, tí tá kostar skipið bæði sáttmálakostnaðin og vinnustudningin, meðan ongar nýggjar skattainntøkur verða til landskassan. At veruligi nettokostnaðurin verður hvørki av hesum tølum, men fer at liggja onkustaðni herímillum, er mest trúligt.

Hóast landsstýrið nýtir nettokostnaðirnar fyri landskassan sum grundarlag fyri at velja millum tilboðini, verður raðfylgjan teirra millum tann sama sum tilboðsprísirnir geva.

Seinni parturin av metingini er so, um tað eru aðrar samfelagsbúskaparligar avleiðingar av hesum trimum tilboðunum. Hesin parturin hevur so at siga onki við nettokostnaðin hjá landskassanum at gera, men er við til at lýsa árinið á samfelagsbúskapin sum heild. Hetta fellur eisini í tveir partar.

Beinleiðis ávirkanin á makrobúskapin sæst longu av útrokningunum í fyrra parti, tí har eru roknaðir innflutningspartar eins og nýskaptir faktorinntøkupartar av alternativunum. Men við hvørjari vekt hesi árin eiga at telja við í metingini millum ymsu tilboðini, er heldur ógreitt. Síðst nevndu árinini - varveitsla av kunnleika o.s.fr. eru rættuliga torfør at virðismeta.

Munurin á árini á handilsjavnan millum ymsu tilboðini, eru í mesta lagi umleið 16 miljónir - sum norska tilboðið er størri í innflutningi enn føroyska tilboðið. Hvørt hetta er ein trupulleiki, stendur til landsstýrið og løgtingið at meta.

Hvørt talan verður um nýggj arbeiðspláss - og harav eina minking av arbeiðsloysinum - er ilt at meta um. Eftir okkara tykki verða tey nýggju arbeiðsplássini helst lærlingar, tí at flestu teirra, sum møguliga hava førleika til skipasmíð helst, longu eru í øðrum arbeiði. Tey telja ikki sum nýggj størv, tí tey mugu so fara úr verandi størvum. Men møguleiki er helst fyri at upplæringin av ungum fólki í skipasmíði fær betri treytir, um skipið verður bygt í Føroyum.

Hesin seinni parturin er torførur at knýta at metingini hvar best er at lata skipið byggja. Var arbeiðsloysi millum teirra, sum hava førleika til skipasmíð, ella var hall á handilsjavnanum, so var helst meira umráðandi at telja hesi árinini uppí, men kortini hevði verið torført at virðismett árinini og mett tey saman við nettokostnaðinum hjá landskassanum.

Vit gera ikki nakra niðurstøðu, men meta okkum at hava lýst stakpartarnar í málinum so frægt sum tilfar og skotbráðið loyvir.

 

Hermann Oskarsson                                          Bjarni Olsen