Eykajáttan

 

1-8  Uppskot til  eykajáttanarlóg februar 1999 - 2

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð (tikið aftur)

Ár 1999, 23. februar,   legði Kristian Magnussen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

Uppskot
til
eykajáttanarlóg februar 1999 - 2

Almennar viðmerkingar

Fyri at styrkja um møguleikarnar hjá evnaríkum listafólki at hava tónleikin sum livibreyð, fyri at skapa møguleikar fyri nýggjum arbeiðsplássum og størri inntøkumøguleikum hjá landskassanum, hevur Javnaðarflokkurin lagt fram uppskot til løgtingslóg um stuðul til tónleikaútflutning. Uppskotið letur upp fyri møguleikanum at veita fíggjarligan stuðul til marknaðarføring og útgávu av føroyskum tónleiki uttanlands. Mett verður, at 1 mió. kr. árliga er ein hóskandi upphædd, og mælt verður tí til í fíggjarárinum 1999 at veita eina eykajáttan uppá kr. 800.000,- til § 6. Vinnumál, handil og vinna annars, nýggj konto: Stuðul til tónleikavinnu. Víst verður annars á løgtingsmál nr.83 /1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til tónleikaútflutning. 

§ 6. Vinnumál

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

800

800

-

Inntøkuætlan

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Handil og vinna annars

800

-

6.37.2. Ymiskur studningur .

800

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

6.37.2. Ymiskur studningur
6.37.2.17 Stuðul til tónleikavinnu

J

-

-

EYJ

800

-

Viðmerkingar

6.37.2. Ymiskur studningur

6.37.2.17. Stuðul til tónleikavinnu (Nýggj høvuðskonto).

Endamáli við játtanini er at veita stuðul til marknarføring og útgávu av tónleiki til útflutnings, ið skal umsitast eftir løgtingslóg.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

       
Nettoútreiðslujáttan

-

800

800

Útreiðslur

-

800

800

Inntøkur

-

-

-

01. Stuðul      
       
Útreiðslur

-

800

800

54. Stuðul til annað virksemi

-

800

800

       

 
1. viðgerð 25. februar 1999. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum 7. apríl 1999 legði fram soljóðandi

Álit

Javnaðarflokkurin legði málið fram 2. februar 1999, og eftir 1. viðgerð 25. februar 1999 varð málið beint í fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. og 31. mars 1999.

Ein meiriluti í nevndini (Bjarni Djurholm, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sámal P. í Grund) vísir á, at málið er lagt fyri tingið saman við uppskoti Javnaðarfloksins løgtingsmáli nr. 83/1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til tónleikaútflutning. Ein meiriluti í vinnunevndini, tað eru umboðini hjá samgonguni, hava mælt løgtinginum frá at samtykkja tað uppskotið, og ásannandi hesum mælir meirilutin í fíggjarnevndini tinginum frá at samtykkja uppskot Javnaðarfloksins.

Ein minniluti í nevndini (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) vísir til viðmerkingar frá minnilutanum í vinnunevndini í løgtingmáli nr. 83/1998 og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 9. apríl 1999.  Uppskotið afturtikið av uppskotsstillaranum. Uppá fyrispurning løgtingsformansins tók eingin uppskotið uppaftur.