Samtykt um ríkisrættarligu støðu Føroya


5 Uppskot til samtyktar um ríkisrættarligu støðu Føroya

A. Upprunauppskot
B. Viðmerkingar
C. 1. viðgerð
D. Álit
E. Broytingaruppskot meirilutans
F. 2. viðgerð


Ár 1998, týsdagin 18. august 1998 legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður vegna landsstýrið fram soljóðandi:

Uppskot
til
samtyktar

Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið fer undir at fyrireika og taka upp samráðingar við ríkisstjórnina um ein sínámillum sáttmála millum Føroyar og Danmark soleiðis, at Føroyar verða skipaðar sum eitt land við fullveldi. Sáttmálin skal áseta karmarnar fyri samstarvinum millum londini frameftir.

Viðmerkingar

Almennar viðmerkingar
Ríkisrættarliga støða Føroya hevur verið eitt støðugt høvuðsmál í føroyskum politikki alla hesa øldina. Samráðingarnar eftir seinna heimsbardaga millum donsku stjórnina og føroyskar politikarar um framtíðarstøðu Føroya elvdu til fólkaatkvøðuna í 1946, sum varð ógildað, og til politiskt stríð innanhýsis í Føroyum. Úrslitið varð, at Heimastýrislógin varð sett í gildi hin 1. apríl 1948. Síðani er ongin formlig broyting hend á ríkisrættarliga økinum, hóast samfelagsligu broytingarnar hava verið alstórar.

Gongdin í Føroyum og viðurskiftini millum Danmark og Føroyar seinastu árini hava víst, at tørvur er á grundleggjandi broytingum í ríkisrættarligu støðu Føroya. Breið politisk semja tykist at vera um:

Føroyska samfelagið stendur fyri stórum avbjóðingum komandi árini. Føroyar skulu kappast við onnur lond um at menna vinnugrundarlagið út um tað, vit liva við í dag. Ein møgulig komandi oljuvinna undir Føroyum kann elva til kollveltandi broytingar í samfelagsgrundarlagnum og samfelagsbygnaðinum. Innanhýsis skulu politisku og vinnuligu karmarnir leggjast, og skipanin fyri einum framhaldandi vælferðarsamfelagi skal greiðast. Úteftir skulu marknaðarviðurskifti og luttøka í altjóða samstarvi avtalast.

Ein greið ríkisrættarlig støða er grundarlagið fyri at leggja tryggar karmar um framtíðarmenningina av føroyska samfelagnum.

Ætlanirnar hjá samgonguni
Landsstýrissamgongan, sum varð skipað eftir løgtingsvalið 30. apríl 1998, hevur sett sær sum høvuðsmál at greiða ríkisrættarligu støðuna við tí endamáli, at Føroyar gerast politiskt og búskaparliga sjálvstøðugar. Samgongan hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu skipast sum fullveldi (suverenur statur) eftir eini skipaðari ætlan.

Ætlanin er formliga í tveimum.

1. Ein millumlandasáttmáli verður gjørdur, sum ásetir, at framtíðarsamstarvið millum Føroyar og Danmark verður skipað millum tvey sjálvstøðug og javntsett lond. Í hesum sambandi verður eisini gjørd ein búskaparlig og fíggjarlig uppgerð og ein avtala um eina búskaparliga skiftisskipan. Sáttmálin verður lagdur fyri løgtingið, og tá løgtingið hevur samtykt hann, verður hann lagdur til fólkaatkvøðu til góðkenningar.

2. Ein grundlóg skal gerast fyri Føroyar. Uppskot verður lagt fyri løgtingið um at seta grundlógarnevnd. Tá nevndin er liðug, verður uppskot um grundlóg lagt fyri løgtingið og síðani til fólkaatkvøðu.

Ætlanin byggir á ta politisku grundhugsan, at føroyingar fáa fult ræði og fulla ábyrgd av landinum, og Føroya fólk skipar hetta vald við sínum fólkavalda lóggávutingi, Føroya Løgtingi, egnu stjórn sínari, Føroya Landsstýri og egna dómsvaldi sínum, við heimild í egnari grundlóg. Føroyar verða viðurkendar sum fullveldi eftir galdandi tjóðarrætti og kunnu frítt taka lut í altjóða samstarvi sum sjálvstøðugt land.

Ætlanin leggur dent á, at hetta skal gerast eftir einum skipaðum og fólkaræðiligum leisti og í samráðingum við donsku ríkismyndugleikarnar. Føroyar og Danmark mugu framhaldandi hava samstarv á fleiri økjum, politiskt og umsitingarliga. Hetta kemur eyðvitað av tí søguliga sambandinum millum londini. Eftir hesi ætlan verður tó talan um tveir javnbjóðis partar, har ábyrgdar- og valdsbýtið er greitt ásett.

Søgulig fordømi
Í politiska kjakinum hevur verið víst til ta sonevndu "sambandslógina" millum Danmark og Ísland í 1918. Hesin sáttmáli gav Íslandi fullveldi, men ásetti samstundis felagsmál við Danmark og ásetti neyvar treytir fyri samstarvinum landanna millum.

Við hesum fordømi og við atliti til søguligu gongdina undir Heimastýrislógini verður hildið, at tað er ein gongd leið at gera ein samstarvssáttmála við Danmark. Heimastýrislógin tilskilar, at ávíst lóggávuvald og útinnandi vald er flutt frá ríkismyndugleikunum til føroyska heimastýrið. Ætlan landsstýrisins vendir hesum við. Evsta valdið yvir Føroyum fer at liggja hjá føroyskum myndugleikum. Í eini skiftisstíð kunnu málsøki leggjast til donsku ríkisstjórnina at umsita, og avtalur kunnu gerast um felagsmál og framtíðar samstarv.

Eftir hesum leisti er møguligt at tryggja Føroyum fult politiskt sjálvræði og ábyrgd, og samstundis tryggja eina tillaging, sum gevur føroyska samfelagnum møguleika at byggja egnar skipanir upp á øllum økjum og at grunda ein sjálvstøðugan, burðardyggan føroyskan búskap.

Í avtaluni millum donsku stjórnina og landsstýrið frá 10. juni í 1998 er ásett í grein 9, at danska stjórnin er til reiðar at samráðast um eina nýggja skipan á tí grundarlagi, at Føroyar gerast fullveldi. Harumframt eru stjórnin og landsstýrið samd um at samráðast um eina skiftisskipan, sum eisini fevnir um eina búskaparliga skiftisskipan, ið hevur til endamáls, at Føroyar gerast búskaparliga sjálvbjargnar.

Sostatt er eitt greitt politiskt grundarlag lagt fyri eini skilagóðari samráðingarloysn.

Viðmerkingar um búskaparlig/fíggjarlig viðurskifti
Tað er greitt, at búskaparligu og fíggjarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark hava alstóran týdning fyri nýggja samstarvssáttmálan.

Tí má týdningurin av ríkisstuðlinum í føroyska búskapinum greinast gjølla. Metast skal um, hvørjar avleiðingar ein minkandi heildarveiting fær fyri landsbúskapin og landskassainntøkurnar, og hvat krevst í føroyska framleiðslu- og inntøkugrundarlagnum, um Føroyar skulu gerast sjálvbjargnar og veita sínum borgarum tær tænastur, sum eitt nútímans vælferðarsamfelag hevur.

Afturat árliga ríkisstuðlinum (heildarveitingini) vera útreiðslur hjá ríkiskassanum til stovnar í Føroyum og til núverandi felagsmál. Hetta skal greinast í hvørjum einstøkum føri, og ætlanir skulu gerast fyri, hvussu føroyskar skipanir kunnu byggjast upp og fíggjast á ymsu økjunum.

Umframt at vera grundarlag undir samráðingum við donsku stjórnina, gerst hetta tilfar støði undir politiska kjakinum í Føroyum um, hvussu samfelagið skal skipast frameftir.

Viðmerkingar um samstarvssáttmála
Í samgonguskjalinum er avtalað, at nýggi sáttmálin kann fevna um felags kongshús, felags gjaldoyra og felags ríkisborgararættindi hjá donskum og føroyskum ríkisborgarum. Tað merkir, at Føroyar og Danmark vera í einum felagsskapi, har ávís søgulig, búskaparlig og persónlig bond verða varðveidd millum tjóðirnar.

Søguliga hava føroyingar verið beinleiðis undir danska kongshúsinum síðani 1661/62, og danska kongshúsið ber uttan iva við kensluligar røtur hjá nógvum føroyingum. Skipanin við felags ríkjaleiðara í londum við fólkaræðiligum fullveldi er væl kend aðrastaðni í heiminum, og slíka skipan høvdu Ísland og Danmark millum 1918 og 1944. Við føroyskum fullveldi er hetta ein spurningur, sum Føroya fólk kann taka støðu til fyri seg.

Gjaldoyraviðurskiftini eru eitt øki, sum hevur stóran týdning í búskapar- og fíggjarpolitikkinum og, sum krevur neyv stýringsamboð og skipanir. At vera knýttur at danska gjaldoyranum gevur bæði fyrimunir og vansar. Danska gjaldoyrað er beinleiðis knýtt at gjaldoyraviðurskiftunum í ES-londunum. Tað peningapolitiska veðurlagið, sum hóskar í Danmark (og ES), er ikki altíð Føroyum til vildar. Sterka danska krónan hevur seinnu árini verið ein trupulleiki hjá pørtum av útflutningsvinnuni. Hinvegin eru Føroyar neyvan til reiðar at skipa fyri egnum gjaldoyra, áðrenn grundleggjandi spurningar í føroyska búskapinum hava funnið eina nýggja legu, og búskapurin yvirhøvur er vorðin meira sjálvberandi. Tí er helst rættast at miða eftir eini skipan við felags gjaldoyra millum Danmark og Føroyar.

Í sambandi við sáttmálan má føroyskur heimarættur staðfestast, sum eisini verður grundlógarfestur. Føroyingar og danir hava gjøgnum árini búsett seg hvør hjá øðrum, hava nomið somu rættindir og skyldur, og familjubond knýta tjóðirnar saman. Eisini er at nevna, at bæði Føroyar og Danmark eru bundin av fleiri norðurlanda sáttmálum, sum áseta sínámillum rættindi hjá borgarum í hesum londum. Sáttmálin eigur tí at fevna um eina skipan, ið tryggjar føroyskum og donskum ríkisborgarum javnbjóðis rættindi hvør hjá øðrum.

Tað er somuleiðis greitt, at Føroyar mugu samstarva við onnur lond um tær tænastur, sum krevjast í einum nútíðar samfelagi. Tí má sáttmálin fevna um framhaldandi samstarv við Danmark, eitt nú í útbúgvingarmálum, heilsumálum, uttanríkismálum og í rættarmálum. Harafturat má spurningurin um verju og tilbúgving viðgerast.

Sáttmálin eigur at vera tíðarbundin, so hann skal takast upp til viðgerðar eftir ávíst áramál, og hann eigur at hava ásetingar um, hvussu hann kann sigast upp eftir ávísum reglum, og hvussu samstarvið á teimum ymsu økjunum kann broytast og endurskoðast.

Til tess at fremja hesa ætlan, er eitt nærlagt og stórt fyrireikingararbeiði neyðugt. Miðfyrisitingin skal leggja nógva orku í fyrireikingarnar og ætlanin skal metast í mun til avleiðingarnar fyri øll málsøki.

Landsstýrið fer at leggja eina frágreiðing um fyrireikingarnar fyri tingið til aðalorðaskiftis seinni í tingsetuni.

Við hesum verður mælt til at samtykkja uppskotið.

 

1. viðgerð 28. august 1998. Málið beint í uttanlandsnevnina, sum tann 30. september 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 18. august 1998 og eftir 1. viðgerð tann 28. august 1998 beint í Uttanlandsnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 9. september 1998, 14. september 1998, 15. september 1998 og 29. september 1998 og hevur í hesum sambandi havt samskifti við sakkunleika av ymsum slagi fyri at kunna seg nærri um ymisk politisk, búskapar- og løgfrøðilig viðurskifti í sambandi við broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við landsstýrismannin í sjálvstýrismálum Høgna Hoydal, Hans Jacob Debes, professara, umboð fyri vinnumálastýrið og við umboð fyri landsbankan.

Frá landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum hevur nevndin fingið kunnandi tilfar um sjálvstýrisverkætlan og frá vinnumálastýrinum hevur nevndin fingið rúgvismikið tilfar um Isle of Man.

Nevndin sjálv hevur fingið til vega gomlu Íslendsku "sambandslógini" og tað, sum er niðurskrivað í sambandi við viðgerðina av "sambandslógini" og heimastýrislógini á fólkatingi, tilfar frá Bornholm, sum millum annað er um peningarenslið millum Bornholm og restina av ríkinum, tilfar um stjórnarskipanarligu viðurskiftini og onnur viðurskifti í New Foundlandi.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Hergeir Nielsen, Jógvan við Keldu, Jákup Sverri Kass og Jenis av Rana) vísir á, at sum vituligt er, so kemst ikki til nakra endaliga politiska, búskapar- ella løgfrøðiliga niðurstøðu á hesum stigi í málsviðgerðini, men kortini er einki komið fram, sum kann sannføra um, at tað ikki skal bera til at skipa Føroyar sum eitt poltiskt og búskaparliga sjálvstøðugt fullveldi. Heldur tvørturímóti.

Ætlan landsstýrisins um broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya er bólkað upp í fýra partar.

Tann fyrsti verður ein sáttmálabólkur, ið skal kanna og lýsa ríkisrætttarliga og fólkarættarliga grundarlagið fyri, at Føroyar gerast fullveldi.

Hann skal lýsa politisku, umsitingarligu og búskaparligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark í søguligum høpi, grundarlagið undir íslendska-danska sáttmálanum frá 1918, og leistin hjá øðrum smátjóðum, sum hava skipað seg við fullveldi.

Hann skal koma við uppskoti um, hvussu ein sáttmáli kann gerast løgfrøðiliga og politiskt, herundir lóggávutørvin, umsitingarligu avleiðingarnar, krøvini til umsiting av øllum málsøkjum, tørvin á samstarvsavtalum við onnur lond, og samsvarandi hesum gera uppskot til sáttmála og samráðingargrundarlag.

Annar bólkurin verður ein búskaparbólkur, ið skal kanna og lýsa grundarlagið undir einari búskaparligari og fíggjarligari uppgerð millum Føroyar og Danmark við atliti til søgulig viðurskifti.

Hann skal lýsa fyrimunir og vansar av blokkstuðlinum í búskapinum fyri land og kommunur, og eisini skal hann lýsa allar aðrar ríkisútreiðslur í Føroyum.

Hann skal gera búskaparligar framrokningar og lýsa fíggjarligar avleiðingar av minkandi blokkstuðli og eginfígging á øllum málsøkjum, og gera uppskot um eina skiftistíð hesum viðvíkjandi.

Hann skal lýsa, hvat krevst í inntøku og framleiðslugrundarlagnum, fyri at Føroyar kunnu viga upp fyri minkandi blokkstuðli, og í hesum sambandi koma við metingum um langtíðarfíggjarlógir fyri føroyska búskapin.

Hann skal lýsa tørvin á búskaparligum og fíggjarligum stýringsamboðum og skipanum fyri einum sjálvstøðugum føroyskum búskapi, m.ø. teimum krøvum, ið standast av at vera í gjaldoyrasamgongu við Danmark.

Triði bólkurin verður sjálv umsitingin og tey einstøku stýrini, ið skulu lýsa tey øki, ið samstarvast verður á í dag og týdningin av hesum samstarvi.

Han skal lýsa krøvin til lóggávu, fyrisiting, fígging og samstarvsavtalur, tá Føroyar skulu átaka sær hesar tættir, og í hesum sambandi hvussu hesi kunnu fremjast í verki við atliti til ábyrgdarbýtið millum føroyskar og danskar myndugleikar.

Hann skal gera tíðarætlanir og málsetningar fyri eini sjálvstøðugari føroyskari umsiting íroknað tey umsitingarøki, ið Danmark hevur í dag.

Fjórði bólkurin verður grundlógarnevndin, sum verður sett sambært løgtingslóg. Hann verður mannaður við umboðum úr øllum flokkum umframt serfrøðingum.

Hesin bólkur skal gera uppskot til føroyska grundlóg við ásetingum um valdsbýti millum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið, um millumtjóðaviðurskifti og um grundleggjandi manna- og frælsisrættindi. Eisini kann hann gera uppskot til eina føroyska rættarskipan.

Hesin bólkur skal eisini hava almennar hoyringar í arbeiði sínum.

Meðan grundlógaruppskotið fyrst verður lagt fyri løgtingið, áðrenn tað verður lagt út til fólkaatkvøðu, sæst ætlan landsstýrisins ikki at vera tann sama í sambandi við sáttmálagerðina.

Ein breiður meiriluti í uttanlandsnevndini heldur, vísandi til at málið er sera umfatandi og burtur av tað stórsta í nýggjari tíð, at tað er rímiligt, at úrslitið av arbeiðssetninginum hjá teimum trimum fyrstu bólkunum kemur til umrøðu á tingi í einum aðalorðaskifti, áðrenn farið verður undir samráðingar við ríkisstjórnina.

Eftir hesum leisti fær alt løgtingið fylgt málinum við neyvum og fullum kunnleika til ríkisrættarligu støðu Føroya, verandi og komandi, frá byrjan av, og somuleiðis fáa allir flokkar á tingi fylgt samráðingunum gjøgnum uttanlandsnevndina, sum sambært § 24 í tingskipanini og § 54 í stýrisskipanini kann geva landsstýrinum tilmæli í øllum uttanlandsmálum, eisini um viðurskiftini við Danmark.

Meirilutin heldur, at løgtingið á henda hátt kann tryggjað sær sjálvum eina breiða undirtøku fyri sjálvum samráðingarúrsltinum, tá ið hetta kemur til tingsins viðgerð.

Meirilutin (Hergeir Nielsen, Jógvan við Keldu, Jákup Sverri Kass og Jenis av Rana) tekur undir við uppskoti landsstýrisins, men skjýtur upp, at uppskot landsstýrisins til samtyktar verður samtykt við niðanfyristandandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t i
til
uppskot landsstýrisins  

Sum nýtt 3. pkt. í uppskotinum verður sett inn soljóðandi setningur:

"Landsstýrið leggur úrslitið av fyrireikingunum fyri løgtingið til aðalorðaskiftis, áðrenn samráðingar verða tiknar upp við donsku stjórnina."

Minnilutin (Jóannes Eidesgaard, Edmund Joensen og Heðin Mortensen) mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskot landsstýrisins um ríkisrættarligu støðu Føroya í løgtingsmáli nr. 5/1998 við teimum broytingum, sum ein meiriluti í uttanlandsnevndini mælir til, men vísir í staðin til uppskot Javnaðarfloksins í løgtingsmáli nr. 6/1998 um setan av eini stjórnarskipanarnevnd.

Minnilutin (Jóannes Eidesgaard) hevur fylgjandi grundgevingar fyri sínum tilmæli:

Tað er ikki á hvørjum degi, at broytingar verða framdar í okkara ríkisrættarligu viðurskiftum. Onkur vil sammeta hetta við, tá onnur lond broyta sína grundlóg. Men givið er, at hetta er eitt stórmál, og tí harmar tað eisini Javnaðarflokkin, at ikki kann bera til at hava eitt felags stev frá byrjan av og nakað langt inn í sjálva viðgerðina.

Tá Ísland, sum ofta í hesum máli verður brúkt sum fyrimynd, á sinni fyrireikaði "sambandslógina" í 1918, tóku 37 av 39 altingsmonnum undir við broytingini, og teir báðir, sum ikki tóku undir, vóru ónøgdir, tí broytingin var ov lítið víðgongd. Við fólkaatkvøðuna atkvøddu 12.000 fyri og bert 900 ímóti.

Men ein breið politisk og almenn undirtøku krevur, at partarnir eru sinnaðir at nærkast hvørjum øðrum, men hetta hevur ikki verið gjørligt í hesum máli. Í mun til upprunauppskotið, so hevur samgongumeirilutin gjørt eitt ískoyti, sum sigur, at landsstýrið skal leggja úrslitið av fyrireikingunum fyri løgtingið til aðalorðaskiftis, áðrenn samráðingar verða tiknar upp við ríkisstjórnina.

T.v.s. at tá meirilutatilmælið frá uttanlandsnevndini er samtykt við aðru viðgerð, so hevur løgtingið tikið undir við:

at landsstýrið fer undir fyrireikingarnar

at landsstýrið leggur fyrireikingarúrslitið fyri løgtingið til eitt aðalorðaskifti

at landsstýrið tekur upp samráðingar við ríkisstjórnina, soleiðis at Føroyar verða skipaðar sum eitt land við fullveldi

Eitt aðalorðaskifti kann mangan vera sunt fyri demokratisku viðgerðina av einum máli, men vit eiga tó at minnast til, at eitt aðalorðaskifti fær onga nevndarviðgerð, og løgtingið skal ikki taka nakra støðu, har atkvøtt verður. So tá hetta mál er samtykt í dag, skal løgtingið ikki taka støðu aftur fyrr enn til tann lidna sáttmálan, sum lýsir Føroyar sum eitt land við fullveldi. Og ber landsstýrið skjótt at, soleiðis sum tað sær út til, at teir ætla, so fær Føroya fólk ikki møguleika fyri at geva sína hugsan til kennar fyrrenn við fólkaatkvøðuna um tann lidna sáttmálan.

Og so kann man spyrja seg, hvussu væl demokratiska prosessin er vard fyri tann partin av demokratinum, sum snýr seg um at virða støðuna hjá minnilutum.

Frá fyrsta degi, hetta málið varð lagt fram, hevur Javnaðarflokkurin ávarað ímóti politisku mannagongdini í málinum. Vit hava sagt, at broytingar eru neyðugar, men lat okkum saman taka tey fyrstu stigini ímóti størri sjálvstýri. Lat okkum vera samdar um, at fyrsta stigið er at fáa eitt víttfevnandi útgreiningararbeiði, sum fevnir um allar møguleikar, gjørt, sum so kann liggja til grund fyri politisku støðutakanini fyri tí sjálvstýrisleisti, valdur verður.

Men hetta ynskið hevur samgongan víst frá sær, tí tað er eins og teir longu nú eru bangnir fyri at missa sítt egna politiska sikti burtur. Tískil skal alt frá byrjan av stýra ímóti fullveldisætlanini, og tað er í botn og grund harmiligt, tí eg eri sannførdur um, at við einari ávísari smidligheit frá samgongunnar síðu hevði borið til at fingið eitt tilmæli frá einari samdari uttanlandsnevnd. Tað hevði, so vítt eg dugi at síggja, bert kravt tvær broytingar. Onnur at fyrireikingarúrslitið varð lagt fyri tingið til støðutakan og ikki til eitt orðaskifti, og hin at ætlanin við fullveldinum ikki var ein endaligur leistur frá byrjan av.

Hví hetta ikki bar til, havi eg torført við at skilja. Tað hevði verið ein søgulig byrjan av hesum stórmáli, um tað var ein samd nevnd og eitt samt løgting.

At løgtingið fær loyvi til eina politiska støðutakan, áðrenn samráðingarnar verða, kann neyvan nerva samgonguna, sum átti 18 og nú eigur 19 tingmenn aftanfyri seg. Hon avger sjálv tað, sum løgtingið samtykkir.

At fullveldisleistin ikki verður tikin við, áðrenn útgreiningararbeiðið er gjørt, kann neyvan heldur verða ein trupulleiki, tí so mikið trýr væl saktan samgongan og nú eisini Miðflokkurin uppá ynskið um fullveldi, at teir ikki í einari handavending missa málið úr eygsjón.

Annars skal eisini gerast vart við tað óhepna í, at útgreiningararbeiðið verður gjørt við loysnini um fullveldi sum mál. Eg vil ikki siga, at allar upplýsingar ikki kunna koma fram í hesum fyrireikingum, men verður arbeiðssetningurin, sum landsstýrið formulerar, skipaður soleiðis, at bert politiski málsetningurin um fullveldi framgongur sum endamálið, so er vandi fyri, at útgreiningar, sum kanska tala fyri øðrum loysnum enn ta hjá samgonguni, ikki koma fram. Og harnæst er vandi fyri, at viðurskifti, sum viðvíkja øðrum enn tí, sum samgongan vil, als ikki verða kannaði.

Vit hava nú aftur fingið gomlu polariseringina millum flokkarnar og tað, sum uppaftur verri er, eina sera óhepna polarisering í tí føroyska fólkinum. Hetta stýrdu íslendingar væl uttanum.

Uttan at draga alt framaftur av tí, sum longu er sagt í hesum máli um fullveldi, so hevur Javnaðarflokkurin sum yvirskipað mál, at vit ikki offra vælferðina á sjálvstýrisins altari. Men vit vilja fara so langt á sjálvstýrisleið, sum vit við ábyrgd kunna, uttan at Føroya fólk vaknar til ein morgindag, sum ein meiriluti ikki vil kennast við.

Uttanlandsnevndin hevur frá Landsbankanum fingið at vita, at um vit taka ríkisstuðulin burtur, so skulu vit, um vit vilja varðveita tænastustøðið, sjálvi fíggja uml. 800 mió. kr. (ríkisstuðul minus yvirskot). Vit kunnu møguliga læna hesa upphædd, men tá verður ikki talan um ein sjálvberandi búskap, tí hann er ikki upp á longri sikt í javnvág.

Somuleiðis sigur Landsbankin, at um vit skulu vinna milliardina innaftur, sum vit í dag fáa úr Danmark, so skal ein trífalding til av okkara vøruframleiðslu ella ein tvífalding av okkara tænastuvinnu.

Í júst hesum liggja fyri okkum at síggja størstu avbjóðingarnar, sum hvørki samgongan ella andstøðan hava nakað boð uppá í løtuni. Landsstýrið brynjar seg bert við svarinum, at tað velst um, hvussu góða skiftistíð, danska stjórnin vil geva okkum.

Ikki er tað heldur nøkur loyna, at Javnaðarflokkurin heldur uppskot landsstýrisins mest av øllum bera boð um politiska forfeingiligheit, tí tað formella sjálvstýrið ivaleyst telur munandi meira enn tað reella sjálvstýrið.

Hetta er eisini aðalmunurin millum uppskot landsstýrisins og uppskot okkara um eina sjálvstýrislóg, sum m.a. inniber:

at heimastýrislógin verður avloyst av einari nýggjari lóg,

sum staðfestir, at ríkisfelagsskapurin byggir á ein sáttmála millum tvær javnbjóðis tjóðir

sum staðfestir, at øll málsøkir koma undir fult føroyskt málsræði og ábyrgd, so hvørt hetta verður gjørt við føroyskari lóg,

sum ásetir reglur um uppsøgn av sáttmálanum, og hvussu farast skal fram, um vit gera av at taka fult sjálvstýri.

Annars er tíðin, vit nú hava, veruliga søgilig, tá tað snýr seg um ríkisrættarligu viðurskiftu okkara. Allir flokkar á løgtingi ynskja broytingar, og tað er ikki hent áður. Bert spell, at hesin søguligi møguleiki ikki verður betur brúktur.

Minnilutin (Edmund Joensen og Heðin Mortensen) hava fylgjandi grundgevingar fyri sínum tilmæli:

Minnilutin (Edmund Joensen og Heðin Mortensen) førir fram, at Sambandsflokkurin frá fyrsta degi hevur havt sum aðalmál at virka fyri at menna føroysku tjóðina bæði andaliga og vinnuliga. Hesum endamáli hevur flokkurin alla hesa øldina trúliga í dagliga politikkinum aktivt virkað fram ímóti. At føroyska samfelagið hevur ment seg fram til at vera á jøvnum føti við londini uttan um okkum soleiðis, at vit eru at rokna millum tey fáu vælferðarsamfeløgini í heiminum, er eitt týðiligt prógv um, at tann politikkur, sum flokkurin hevur gingið á odda fyri, hevur verið føroysku tjóðini til størsta frama. Hesin politikkurin hevur verið grundaður á eitt fruktagott samstarv innan fyri ríkisfelagsskapin.

Størsta framgongdin í búskapinum er hend eftir, at vit fyri fimti árum síðani fingu Heimastýrislógina. Henda lógin hevur tryggjað okkum møguleikar fyri sjálvi at menna vinnulívið og harvið búskapin eftir okkara egnu fyritreytum. Henda menningin hevur so við og við skapað fyritreytirnar fyri, at vit sjálvi hava verið før fyri at átikið okkum fleiri og fleiri uppgávur, sum fyrr lógu undir danskari fyrisiting.

Sambandsflokkurin hevur ikki í síni stevnuskrá nakra háfloygda áseting um, at flokkurin skal røkka einum endaligum máli til ta og ta tíð. Tíansheldur at hann hevur eina skipaða skrá fyri nøkrum fullveldi. Sambandsflokkurin leggur heldur í øllum sínum virki dent á í dagliga arbeiðinum støðugt at betra um korini hjá føroyska fólkinum at búgva á hesum oyggjum. Tað er tí eyðvitað, at so hvørt sum tað eydnast okkum at átaka okkum sjálvum fleiri og fleiri uppgávur, tess betur hevur politikkur Sambandsfloksins eydnast.

Sambandsflokkurin sær uppskot landsstýrisins mest sum eitt óumhugsað lop inn í ta fjaru framtíðina, og eina flýggjan frá tí politiska virkseminum, sum neyðugt er at stríðast fyri hvønn dag, um Føroyar kanska einaferð ætla at vinna sær fullveldi.

Fyri hálvum øðrum ári síðani hevði Sambandsflokkurin uppskot um at gera eina ráðstevnu um Heimastýrislógina, nú hon hevði virkað í 50 ár. Ætlanin var undir leiðslu av Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum at fáa altjóða viðurkendar serfrøðingar at gera sínar metingar um, hvussu Heimastýrislógin hevði virkað í víðastu merking. Hatta tiltakið fall tíverri niðurfyri, tí at allur formansskapurin í løgtinginum uttan umboð Sambandsfloksins noktaðu fyri at taka undir við tiltakinum.

Henda ráðstevnan var ætlað at vera fyrsta stigið í eini tilgongd, har stjórnarviðurskifti Føroya skuldu verða tikin upp til viðgerðar. Hetta hevði verið ein náttúrligur máti at farið undir at gjørt tær broytingar, sum neyðugar eru fyri at nútímansgera stjórnarviðurskiftini.

Alt hevur sína tíð. Soleiðis eisini við Heimastýrislógini. Sambandsflokkurin hevur sagt seg sinnaðan at gera tær broytingarnar í ríkisrættarligu støðuni, sum tæna føroyska fólkinum best. Hesum lyfti stendur flokkurin sjálvandi við og vil virka við til at endurskoða okkara stjórnarligu viðurskifti.

Sambandsflokkurin ynskir, at Føroyar framvegis vera verandi í ríkisfelagsskapi við Danmørk, tí eigur ein nýggj stjórnarlóg fyri Føroyar at byggja á tey meginsjónarmið, sum eru í Heimastýrislógini. Uppskot landsstýrisins lýkur ikki undir nøkrum umstøðum hesar treytir, tí at tað frammanundan bindur til loysing og fullveldi og harvið eisini egnu grundlóg, og tí tekur Sambandsflokkurin ikki undir við.

Uppskot Javnaðarfloksins um setan av stjórnarskipanarnevnd er í núverandi líki munandi meira opið og leggur upp til eina meira demokratiska arbeiðsgongd at kanna og viðgera spurningin um broyting í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya. Sambandsflokkurin vísir tí til álitið í løgtingmáli nr. 6/1998.

2. viðgerð, 2. oktober 1998. Broytingaruppskot frá meirilutanum í uttanlandsnevndini samtykt 18-0-12. Uppskotið til samtyktar soleiðis broytt endaliga samtykt 18-0-12. Málið avgreitt.

J.nr. 100-9/98