Realkredittstovnurin

  

8 Uppskot til løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin)

A. Uppskot landsstýrisins
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

 

Ár 1998, 30. september legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi:


Uppskot
til
løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin)

Kapittul 1
Endamál stovnsins

§ 1. Føroya Realkreditstovnur, ið varð stovnaður við lóg nr. 60 frá 12. mars 1955, heldur fram sum sjálvsognarstovnur við navni Føroya Realkreditstovnur (Realurin). Endamál stovnsins er at veita lán við veð í fiskiførum, flótandi eindum og førum í frálandsvinnu og fiskaaling við heimstaði í Føroyum.
Stk. 2. Útlánsvirksemi kann, eftir avgerð landsstýrismansins, verða víðkað til aðrar vinnugreinir í Føroyum.
Stk. 3. Stovnurin heldur fram við teimum rættindum og skyldum, eginogn og avsetingar íroknaðar, ið eru bygd upp og stovnað av Færøernes Realkreditinstitut í rakstrinum samsvarandi lóg nr. 60 frá 12. mars 1955, grundfæ íroknað.

Kapittul 2
Leiðsla stovnsins

§ 2. Stovnurin verður stjórnaður av einari trímannastjórn, ið verður tilnevnd av landsstýrismanninum. Tilnevningin er fyri 5 ár í senn. Gjøllari reglur verða ásettar í viðtøkunum. Stjórnin ábyrgist mótvegis landsstýrismanninum fyri leiðsluni av stovninum.
Stk. 2. Stjórnin setir starvsfólk, herundir møguligan undirstjóra, og metingarmenn. Landsstýrismaðurin skal kunnast um útnevning av undirstjóra og metingarmonnum.

§ 3. Ráðgevandi umboðsnevndin hevur 8 limir, 2 valdir av landsstýirsmanninum, 2 av skuldarum stovnsins, 2 av Føroya Reiðarafelag, meðan Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið eru saman um at velja 2 limir, smb. tó § 18, stk. 3.
Stk. 2. Valini eru galdandi fyri 4 ár í senn. Stjórnin boðar umboðsnevndini til fundar í minsta lagi eina ferð um árið.

§ 4. Landsstýrismaðurin ger eftir tilmæli frá stjórnini viðtøkur fyri stovnin.

§ 5. Stjórar, undirstjórar og metingarmenn mega ikki taka lut í viðgerð av málum um lán til ella meting av ognum hjá teim sjálvum, hjúnafelagum teirra ella persónum, sum teir eru skyldir við í beinari linju ella fyrru og aðru síðulinju ella sum standa teimum serliga nær á einhvønn hátt. Eiheldur mega teir taka lut í viðgerð av málum um lán viðvíkjandi ognum, ið teir sjálvir hava veðrætt í ella keypsrætt til, ið teir seinastu tvey árini hava medvirkað til keyp ella umbygging av, ella ið teir sum fíggjarleiðarar ella medhjálparar medvirka ella í sama tíðarskeiði hava medvirkað til veðseting ella sølu av.
Stk. 2. Í førum, har stjórnin ikki er viðtøkufør orsakað av reglunum frammanfyri, tekur landsstýrismaðurin avgerð um lánveiting.
Stk. 3. Persónarnir, nevndir í stk. 1, og starvsfólk stovnsins mega ikki fyri egna rokning reka ella taka lut í spekulatiónshandlum.
Stk. 4. Eingin stjórnarlimur ella grannskoðari hjá grunninum kann taka lán frá grunninum, uttan góðkenning landsstýrismansins í hvørjum føri sær.

Kapittul 3
Ogn og lántøka

§ 6. Ognir stovnsins eru tað í § 1, stk. 3 nevnda grundfæ og ein tiltaksgrunnur, hvørs peningur verður útvegaður sambært reglunum í § 8, stk. 9 og 10 og § 10, stk. 1.
Stk. 2. Tiltaksgrunnurin skal í minsta lagi vera 10% av samlaðu útlánum stovnsins og 20% av stovnsins skuld.
Stk. 3. Peningur í tiltaksgrunninum kann ikki verða læntur út, men skal vera bundin eftir somu reglum, ið galdandi eru fyri peningaognir ómyndinga.
Stk. 4. Fer tiltaksgrunnurin við roknskaparárslok upp um mørkini sett í stk. 2, kann avlopsupphæddin tó eftir avgerð stjórnarinnar verða flutt til stovnsins grundfæ.

§ 7. Umframt grundfæið kann stovnurin útvega sær útlánspening við útgávu av skuldarbrøvum ella handhavaralánsbrøvum ljóðandi uppá stovnin samsvarandi reglunum í viðtøkum stovnsins.
Stk. 2. Undirskrift krevst frá øllum stjórnarlimunum, skal samtykt eftir stk. 1 hava gildi.
Stk. 3. Áljóðandi upphæddin tilsamans av teimum útgivnu lánsbrøvum í umfari til hvørja tíð og øðrum skuldarbrøvum má ikki fara upp um fimmfalda grundfæið við seinasta roknskaparárslok.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann, um serlig viðurskifti skuldu tala fyri tí, eftir tilmæli frá stjórnini loyva, at áljóðandi av lánsbrøvunum og skuldarbrøvunum kann vera sjeyfalda grundfæið.
Stk. 5. Gjøllari reglur um útrokning av lutfallinum millum grundfæ og tikin lán verða ásettar í viðtøkunum.

Kapittul 4
Útlán stovnsins

§ 8. Lánsupphæddir, renta, afturgjaldingartíð og aðrar treytir verða ásettar av stjórnini sambært teimum reglum, ið ásettar eru í viðtøkunum.
Stk. 2. Stovnurin kann veita lán við 1. og 2. veðrætti. Lán við 1. veðrætti kunnu ikki fara upp um 60% av metingarvirðinum, tá lán við 2. veðrætti ikki verður veitt. Verður lán veitt við 2. veðrætti, er markið fyri 1. veðrættarláni 50%.
Stk. 3. Lán við 2. veðrætti kunnu verða veitt innan peningakarm svarandi til 30% av eginpeninginum, gjørdur upp sum grundfæ og tiltaksgrunnur. Tey kunnu einans verða veitt saman við 1. veðrættarlánum og kunnu ikki fara upp um 70% av metingarvirðinum. Lán kann tó veitast upp til 80% av metingarvirðinum, verður lánið veitt við javnsettum veði frá aðrari fíggingarkeldu.
Stk. 4. Afturgjaldstíðin av lánunum kann ikki vera longri enn 15 ár. Stjórnin kann tó í afturgjaldingartíðini, um serligar umstøður tala fyri tí, loyva at avdráttir verða lækkaðir ella at gjaldfreist verður veitt, soleiðis at afturgjaldingartíðin verður longd til í mesta lagi 20 ár.
Stk. 5. Farið kann verða upp um tey í stk. 2 og 3 nevndu lánihámark, tá veðsettar ognir, ið eru yvirtiknar á tvingsilssølu ella undir líknandi umstøðum, verða seldar aftur, um sleppast kann undan óneyðugum fíggjarmissi á hendan hátt.
Stk. 6. Stovnurin kann ikki veita lán til ein lántakara ella ein bólk av sínámillum sambundnum lántakarum, ið fara upp um 25% av stovnsins ognum (grundfæ og tiltaksgrunni).
Stk. 7. Til játtan av láni krevst undirskrift av í minsta lagi tveimum stjórnarlimum, smb. tó § 5, stk. 2.
Stk. 8. Lánini verða útgoldin kontant við kursi og rentu, ið stjórnin ásetir.
Stk. 9. Hvørja ferð lán verður tikið, verður innskot goldið í tiltaksgrunnin sum gjøllari ásett í viðtøkunum. Innskotið verður afturgoldið, tá lánið er fult afturgoldið.
Stk. 10. Gjøllari reglur verða ásettar í viðtøkunum um rindan av innskoti, rindan av gjøldum til tiltaksgrunnin í afturgjaldingartíðini og avmarkingar av rættinum at fáa innskot afturgoldin tá lánið er fult afturgoldið.

§ 9. Lán verða bert veitt við trygd í teimum í § 1 nevndu ognum. Veðsetingin fevnir um ognina við tilhoyri sambært skipaskrásetingar- og tinglýsingarlógini og somuleiðis tryggingarupphæddina fyri ta veðsettu ognina.
Stk. 2. Gjøllari veðsetingartreytir verða ásettar av stjórnini og eru tilskilaðar í veðbrævatreytunum.

§ 10. Lántakararnir ábyrgjast við veðsettu ognunum við samábyrgd (solidariskt) fyri skyldum stovnsins, hvør teirra við einari upphædd, ið svarar til lánshøvuðsstólin. At veita fulnað fyri hesi ábyrgd kann stjórnin gera av, at kravt skal verða eykagjald til tiltaksgrunnin.
Stk. 2. Gjøllari reglur verða ásettar í viðtøkunum um avmarking og uppathald av samábyrgdini.

§ 11. Lántakararnir eru bundnir av teimum til hvørja tíð galdandi viðtøkum.

§ 12. Tey skjøl, ið verða givin út av stovninum ella til stovnin í sambandi við hansara virksemi, verða skrásett og tinglýst uttan gjald.
Stk. 2. Váttanir og útskriftir frá almennum myndugleikum at brúka við skráseting og tinglýsing av skjølum nevnd í stk. 1, verða latin uttan kostnað.  

Kapittul 5
Eftirlit, roknskapur og grannskoðan

§ 13. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við stovninum. At útinna uttanhýsis eftirlitsstarvið tilnevnir landsstýrismaðurin ein grannskoðara. Stovnurin skal, tá tað verður kravt, lata grannskoðaranum allar upplýsingar um stovnsins viðurskifti. Landsstýrismaðurin ger reglugerð fyri uttanhýsiseftirlitið.

§ 14. Stovnurin ger í hvørjum roknskaparári ársroknskap við uppgerð av úrsliti, javna, viðmerkingum og ársfrágreiðing. Ársroknskapurin skal sýna rættvísandi mynd av ogn og skuld stovnsins, fíggjarligu støðuni og úrslitinum. Ársroknskapurin skal verða gjørdur samsvarandi góðum roknskaparsiði.
Stk. 2. Gjøllari reglur um ársroknskapin verða ásettar í viðtøkunum.

§ 15. Ársroknskapurin verður grannskoðaður av einum ríkisgóðkendum grannskoðara, valdum av stjórnini. Grannskoðanarbók verður førd fyri starv grannskoðarans.
Stk. 2. Gjøllari reglur um grannskoðanina verða ásettar í viðtøkunum.

§ 16. Grannskoðaði ársroknskapurin við undirskriftum og góðkenning stjórnarinnar verður lagdur fyri umboðsnevndina til ummælis og síðan sendur landsstýrismanninum saman við viðmerkingum grannskoðarans í seinasta lagi 4 mánaðir eftir roknskaparárslok.
Stk. 2. Í seinasta lagi 1 mánað eftir hvørt fjórðingsárslok sendir stjórnin landsstýrismanninum úrtak av roknskapum stovnsins.

Kapittul 6
Avtøka stovnsins

§ 17. Verður stovnurin avtikin, tekur løgtingið eftir uppskotið frá landsstýrismanninum avgerð um, hvat ognir grunsins skulu brúkast til. 

Kapittul 7
Gildiskoma og skiftisreglur

§ 18. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Verandi stjórn verður sitandi tilnevningarskeiðið.
Stk. 3. Fólkatingið velur framhaldandi 2 limir í umboðsnevndina, til ríkisábyrgdin fyri útgivnum lánsbrøvum gongur út. 

Almennar viðmerkingar
Landsstýrið hevur áður tríggjar ferðir lagt fyri tingið uppskot um at yvirtaka realkreditstovnin. Hetta er gjørt við løgtingsmálunum nr. 21/1989, 128/1992 og 155/1997, men allar tríggjar ferðirnar fullu málini burtur.

Uppskotini vóru sett fram eftir áheitan frá forsætismálaráðnum. Síðani nevndu mál fullu burtur, hevur forsætismálaráðið við jøvnum millumbilum sent landstýrinum somu áheitan.

Tí hevur landsstýrið samtykt at leggja fyri tingið lógaruppskot um at "Færøernes Realkreditinstitut" gerst føroyskur burturav.

Landsstýrið hevur valt at gera minst møguligar broytingar í mun til verandi lóg. Men tá havt verður í huga, at stórt sæð ongar broytingar eru gjørdar í donsku fólkatingslógini, sum er lóg nr. 60 frá 12. mars 1955, verður neyðugt við ávísum ábøtum.

Nakrar broytingar eru tó, og tær mest týðandi eru hesar:

Stovnurin fær møguleika at víðka sítt útlánsvirksemi frá áður bert at kunna veita lán til fiskiskip, nú eisini til flótandi eindir og før í frálandsvinnu og fiskaaling og lánihámarkið hevur verið 50% av metingarvirðinum. Lánstíðin 10 ár við møguleika undir serligum umstøðum at leingja til 15 ár.

Landsstýrið skjýtur upp, at møguleikar vera bæði við einum 1. og 2. veðrætti. At lánihámarkið fyri 1. veðrætt verður hækkað til 60% av metingarvirðinum, um bert verður veitt 1. veðrættarlán. Hámarkið fyri 2. veðrætti verður 70% av metingarvirðinum, men 80% um lánt verður við síðustillaðum 2. veðrætti saman við láni frá øðrum lánstovni.

Lánstíðin verður upp til 15 ár við møguleika fyri umlegging undir serligum umstøðum til 20 ár.

Vantandi møguleikar fyri at útvega fígging svarandi til 2. veðrætt frá útlendskum lánstovnum og avmarkaðu møguleikarnir hjá øðrum føroyskum fíggingarstovnum, hava minkað møguleikarnar hjá realkreditstovninum at medvirka til eina rímuliga fígging í neyðugu endurnýggingini av fiskiflotanum.

Realkreditstovnurin hevur boðað landsstýrinum frá, at umboðsráðið fleiri ferðir seinastu árini hevur heitt á stjórnina hjá stovninum um at medvirka til, at møguleikar verða skaptir fyri einum heilt nýggjum 2. veðrættarstovni, ella at stovnurin avsetir ein part av eginognini til útlán frá eini serligari 2. veðrættardeild.

Ein kanning av møguleikunum fyri at gera ein nýggjan stovn við luttøku av øðrum føroyskum fíggjarstovnum hevur víst, at undirtøka ikki var fyri hesum. Stjórnin í realkreditstovninum mælir tí landsstýrinum til, at møguleikar vera skaptir í nýggja lógarkarminum fyri øktum lánivirksemi, soleiðis at tann passiva eginognin kemur føroyskari vinnu til góðar.

Heimildir og skyldur hjá forsætismálaráðnum, tjóðbankanum og fólkatinginum verða strikaðar og í staðin lagdar landsstýrinum til.

Orðið "fartøjer" verður broytt til "ognir" orsakað av víðkaðu heimildini í § 1.

Danski staturin hevur veitt trygd í samband við útgávu av lánsbrøvum. Eftir avtaluni millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri tann 10. juni 1998 standa nevndu trygdir við, til tær ganga út eftir sínum egna innihaldi.

Eftir § 4 ger landsstýrið viðtøkur fyri stovnin, og uppskot til viðtøkur vera lagdar við sum skjal.

Ymiskar ásetingar, sum áður hava verið í lógini, eru fluttar til viðtøkurnar og øvugt, soleiðis sum hildið verður hóskiligt.

Verandi lóg og viðtøkur vera eisini løgd við sum skjøl.

Mett verður ikki, at lógin fær fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan.

Viðmerkingar til tær einstøku lógargreinirnar
Ad. § 1. Smb. verandi lóg, sum er frá 12. mars 1955, er bert heimild at veita lán til fiskiskip. Hetta er ongantíð síðani broytt. Nú ein føroysk frálandavinna stendur fyri framman, heldur landsstýrið, at Realurin eisini eigur at hava møguleika at fíggja føroysk før, sum fara uppí frálandavinnu og annars flótandi eindir, sum hava samband við hesa vinnu. Eisini eigur at vera møguleiki fyri at fíggja bátar/skip og aðrar flótandi eindir innan alivinnuna.

Skal Realurin fara inn í aðrar vinnugreinir, skal landsstýrið geva sítt samtykki.

Ad. § 2. Eftir uppskotinum verður framvegis ein stjórn við 3 limum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir. Eftir verandi lóg vóru teir tilnevndir av ávikavist forsætismálaráðnum, landsstýrinum og tjóðbankanum.

Førleikakrøvini til stjórarnar skulu vera kunnleiki til búskap, fíggjarvirksemi, skipstøkni og -rakstur umframt/ella kunnleiki ella royndir í vinnuviðurskiftum annars.

Hvør einstakur stjóri nýtist ikki at hava allar hesar eginleikar, men teir tríggir stjórarnir skulu tilsamans hava hendan førleika.

Eftir verandi reglum eru metingarmenn settir í og loystir úr starvi av forsætismálaráðnum og landsstýrinum eftir tilmæli frá stjórnini í realinum (§ 4, stk.2 í verandi viðtøkum.)

Skotið verður nú upp, at tað er stjórnin einsamøll, sum setir í og loysir starvsfólk úr starvi eisini metingarmenn, tí hetta hóskar betur til nútíðar leiðslustýring.

Ad. § 3. Í galdandi reglum hava 10 limir mannað umboðsráðið, harav 2 valdir av fólkatinginum. Eftir áður nenvdu avtalu millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri, fella burtur umboðini hjá fólkatinginum, tá ríkisábyrgdirnar renna út. Sí eisini § 18, stk. 3. Teir verandi 8 limirnir vera ætlandi útnevndir sum áður.

Ad. § 4. Landsstýrismaðurin ger viðtøkur fyri stovnin eftir tilmæli frá stjórnini. Uppskot til viðtøkur er gjørt og verður lagt við sum skjal.

Ad. § 5. Her er stórt sæð eingin broyting í mun til verandi § 7. (Verandi § 8 dettur burtur, tí hendan onga meining hevur longur.)

Ad. § 6. Eginognin hjá realinum er eitt grundfæ og tiltaksgrunnur, sum verður útvegaður eftir reglum, sum eru ásettar í viðtøkunum. Tiltaksgrunnurin skal ongantíð vera minni enn 10% av samlaðu útlánunum og 20% av stovnsins skuld.

Ad. § 7. Orðingin er stórt sæð tann sama sum verandi § 10.

Ad. § 8. Víst verður til almennu viðmerkingarnar.

Her er ein rættuliga stór broyting í mun til verandi reglur. Áramálið fyri lán eftir teim higartil galdandi reglunum hevur verið í mesta lagi 10 ár sum meginregla, sum í undantaksføri kundi leingjast til 15 ár. Lánihámarkið er 50% av metingarvirðinum.

Skotið verður upp, at veitast kann bæði 1. og 2. veðrættur, tó soleiðis at Realurin bert veitir 2. veðrætt, um eisini verður veitt lán við 1. veðrætti.

Lán til 2. veðrætt verður avmarkað til 30% av eginognini og kann ongantíð fara uppum hetta mark. Aðramáta skal útlánsvirksemi til 2. veðrætt steðga.

Lánihámarkið fyri 1. veðrættarlánum er sett til 60% av metingarvirðinum, um bert verður lánt út til 1. veðrætt. Um eisini verður lánt av realinum við 2. veðrætti er markið fyri 1. veðrætti 50%. Tað verður mett ráðiligt at hækka markið nakað, eitt nú 10%, tá bert verður lánt til 1. veðrætt.

Verður lánt bæði móti 1. og 2. veðrætti er hámarkið 70%. Tað kann hugsast, at 2. veðrættarlán verður veitt saman við síðustillaðum 2. veðrætti frá øðrum lánistovni. Tá verður vandin fyri missi býttur við annan lánstovn, og tá verður hámarkið 80%.

Í móti at áramálið áður hevur verið 10 við møguleika fyri at leingja til 15 ár, verður hetta broytt til ávikavist 15 og 20 ár.

Tá tvingsilssølurnar vóru í hæddini fyri nøkrum árum síðani, hendi tað stórtsæð altíð, at realurin yvirtók skipini á tvingsilssølu sum veðhavari fyri síðani at selja tey víðari. Fyri at verja síni veðrættindi uttan at missa pening, vóru skipini seld aftur eftir slíkum treytum, at størsti parturin av lánsskuldini var verandi í skipinum og yvirtikin av keypara við tí avleiðing, at formella hámarkið uppá 50% varð sprongt. Hetta var stovnurin noyddur til fyri at verja síni veð og hevði sostatt eisini heimild og skyldu til hetta. Men skotið verður upp, at formlig regla verður fest um hetta beinleiðis í lógina sum stk. 5.

Fyri at Realurin ikki skal kom í ta støðu at vera ov bundin av einum lántakara ella konsern verður skotið upp at regulera hetta við stk. 6.

Ad. § 9. Orðingin í verandi § 15 er ikki tíðarhóskandi. Tí verður skotið upp, at tað verður víst til lógina um skipaskráseting og tinglýsingarlógina, sum regulera, hvat er umfatað av skrásettum/tinglýstum veði.

Ad. § 10. Innihaldið er stórt sæð tað sama sum í verandi § 12, hóast orðingin er nakað øðrvísi.

Ad. § 11. Innihaldið er tað sama sum í verandi § 18, men orðingin gjørd meira nútímans.

Ad. § 12. Greinin er orðað á sama hátt sum verandi § 20, tó soleiðis at ásetingin um stempulfrælsi er strikað. Stempulgjøld verða ikki nýtt í Føroyum. Stk. 3 í verandi § 20 er eisini strikað.

Ad. § 13. Skotið verður upp at kap.5 leggur fyri við § 13 um tað almenna eftirlitið, sum landsstýrismaðurin kemur at hava. Til at hava eftirlitið um hendur, tilnevnir landsstýrismaðurin ein grannskoðara, eins og gjøllari reglur verða ásettar í reglugerð um uttanhýsiseftirlitið. Um sjálva grannskoðanina verður víst til § 15.

Realurin verður ikki umfataður av lógini um vinnurekandi grunnar, tá stovnurin er vorðin til við lóg, og tað samb. hesi er eitt alment eftirlit.

Ad. § 14. Lítið og einki stendur í verandi lóg um roknskap og fíggjarstøðu, sí verandi § 19. Tí skjýtur landsstýrið upp, at ein grein ásetir hetta, sum eisini verður meira útgreinað í viðtøkunum.

Ad. § 15. Landsstýrið heldur tað vera nóg mikið, at roknskapurin verður grannskoðaður av einum løggildum grannskoðara.

Ad. § 16. Her er stórt sæð sama orðing sum í verandi viðtøkum § 32 stk.2.

Ad. § 17. Í staðin fyri sum áður, tá forsætismálaráðið tók avgerð um ognirnar hjá stovninum eftir tilmæli frá løgtinginum, um stovnurin helt uppat við virksemi sínum, verður skotið upp, at løgtingið eftir uppskoti frá landsstýrismanninum nú tekur avgerðina.

Ad. § 18. Landsstýrið ætlar, at nýggja lógin kemur í gildi sum løgtingslóg beinanvegin. Landsstýrið ætlar at boða ríkismyndugleikunum frá hesum, og heita á teir um at seta úr gildi lóg nr. 60 frá 12. mars 1955 um Færøernes Realkreditinstitut.

Viðvíkjandi umboðsnevndarlimunum valdir av fólkatinginum og ríkisábyrgdini, verður víst til almennu viðmerkingarnar og viðmerkingarnar til § 3.

 

Skjal

Viðtøkur
fyri
Føroya Realkreditstovn (Realin)

Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. ___________ frá ______________ um Føroya Realkreditstovn (Realin) fyrisetir landsstýrið hesar viðtøkur.

Kapittul 1
Endamál

§ 1. Føroya Realkreditstovnur, ið varð stovnaður við lóg nr. 60 frá 12. mars 1955, heldur fram sum sjálvsognarstovnur við navni Føroya Realkreditstovnur (Realurin).

Endamál stovnsins er at veita lán við veð í fiskiførum, flótandi eindum og førum í frálandsvinnu og fiskaaling við heimstaði í Føroyum.

Kapittul 2
Leiðsla stovnsins

§ 2. Stovnurin verður stjórnaður av einari trímannastjórn, ið verður tilnevnd av landsstýrismanninum.
Tilnevningin er fyri 5 ár í senn.
Tann stjórnarlimur, sum skal tilnevnast í 1999, verður tilnevndur fyri 2 ár. Teir stjórnarlimir, ið skulu tilnevnast ár 2000, verða eftir lutakasti tilnevndir fyri ávikavist 3 og 5 ár.
Stjórnarlimur kann verða endurtilnevndur.
Stjórnin hevur ábyrgdina av leiðsluni av virksemi stovnsins samsvarandi lógini og viðtøkunum.
Eingin avgerð kann verða tikin, uttan í minsta lagi 2 stjórnarlimir taka lut í avgerðini.
Hvør stjórnarlimur sær ábyrgir stovnin við undirskrift sínari, er ikki annað ásett, jbr. §§ 7 og 10.
Landsstýrið ger av setanartreytirnar hjá stjórnarlimunum.

§ 3. Stjórarnir býta virksemi stovnsins sínámillum. Teir kunnu lata dagligu leiðsluna av virksemi stovnsins upp í hendurnar á einum stjórnarlimi ella seta ein undirstjóra at taka sær av henni.

§ 4. Stjórnin setir starvsfólk, metingarmenn íroknaðir. Landsstýrismaðurin verður kunnaður um setan av undirstjóra og metingarmonnum.

§ 5. Umboðsnevndin virkar sum ráðgevandi nevnd fyri stjórnina. Hon ummælir roknskap og ársfrágreiðing.
Stjórnin kunnar umboðsnevndina um virksemi stovnsins og boðar henni til fundar í minsta lagi eina ferð um árið.
Stjórnin skipar fyri vali av umboðsnevndarlimum.
Valt verður í februar mánað við gildi frá 1. mars.
Fyri val av lántakaraumboðunum í umboðsnevndini eru hesar reglur galdandi:
Fráboðanir um valevni undirskrivaðar av í minsta lagi 5 lántakarum verða sendar stjórnini innan 2. januar í tí álmanakkaári, ið veljast skal.
Atkvøtt verður skrivliga við atkvøðuseðlum, ið verða sendir lántakarunum innan 1. februar. Valevnini skulu standa í bókstavarøð á atkvøðuseðlunum. Atkvøtt kann verða fyri 2 valevnum á hvørjum atkvøðuseðli. Atkvøðuseðlarnir, ið skulu vera undirskrivaðir persónliga, skulu vera stovninum í hondum í seinasta lagi tann 15. februar.

Koma eingi uppskot um valevni inn, kunnu teir lántakarar, ið eru valdir frammanundan, verða roknaðir at vera afturvaldir uttan atkvøðugreiðslu, um teir skrivliga hava váttað fyri stjórnini at taka við afturvali. Taka teir ikki við afturvali og eingi uppskot um valevni eru innkomin rættstundis, kann stjórnin velja limirnar.
Eingin umboðsnevndalimur kann verða valdur ella afturvaldur, eftir at hann hevur fylt 70 ár.

§ 6. Metingarmenninir skulu í minsta lagi vera 3 í tali, ein teirra kønur í skipabygging, ein maskinkønur og ein hava praktiskar royndir í fiskiskapi umframt skil á fiskivinnubúskapi.
Stjórnin kann í serligum førum gera av, at metingin og eftirlitið skal verða gjørt av øðrum metingarmonnum enn stovnsins.
Metingarmenninir eru sakkønu álitismenn stjórnarinnar. Teir meta um tey veð, ið boðin verða stovninum, áðrenn lán verður játtað, hava eftirlit við teimum veðsettu ognunum og geva váttanir um stand og virði á einum veði, áðrenn stjórnin tekur avgerð um yvirtøku ella sølu av tí.
Metingarmenninir fáa samsýning fyri arbeiði sítt. Støddin á samsýningini verður ásett av stjórnini.
Stjórnin kann gera av, at samsýningin skal endurrindast stovninum, heilt ella partvís, av lántakaranum.
Eingin kann virka sum metingarmaður, eftir at hann hevur fylt 70 ár.

Kapittul III
Lántøka stovnsins

§ 7. Umframt grundfæið kann stovnurin útvega sær útlánspening við útgávu av skuldarbrøvum ella handhavaralánsbrøvum ljóðandi uppá stovnin samsvarandi galdandi reglum um virðisbrøv.
Undirskrift krevst frá øllum stjórnarlimunum, skal samtykt eftir 1. stk. hava gildi.
Áljóðandi upphæddin tilsamans av teimum útgivnu lánsbrøvunum í umfari til hvørja tíð og øðrum skuldarbrøvum má ikki fara upp um fimmfalda grundfæið við seinasta roknskaparárslok.
Landsstýrismaðurin kann gera av eftir tilmæli frá stjórnini at, tá lutfallið millum grundfæið og lán tikin til grundfæið verða útroknað, skulu tílíkar lánsupphæddir verða tiknar við, sum sambært lánitreytunum víkja fyri øðrum lánum, stovnurin hevur tikið, og fyrst og fremst skulu brúkast til gjaldingar av teimum.
Landsstýrismaðurin kann, um serlig viðurskifti skuldu tala fyri tí, eftir tilmæli frá stjórnini loyva, at áljóðandi av lánsbrøvunum og skuldabrøvunum kann vera upp til sjeyfalda grundfæið.

§ 8. Samlaða upphæddin av skyldum stovnsins fyri upptikin lán verður mótsvarað av veðbrøvum til stovnin fyri í minsta lagi ta mótsvarandi upphæddina.
Renting og afturgjalding av lánsbrøvum verður gjørd samsvarandi galdandi reglum fyri virðisbrøv, meðan útlánspeningur útvegaður á annan hátt verður rentaður og afturgoldin samsvarandi teimum avtalaðu treytunum.  

Kapittul IV
Útlán stovnsins

§ 9. Umsókn um lán frá stovninum verður skrivað á umsóknarblað, ið somuleiðis sigur, hvørjar upplýsingar og hvørji skjøl skulu sendast inn saman við umsóknini. Ognir, ið verða bodnar í veð, verða virðismettar eftir reglunum í §§ 19-21.
Fyri virðismetingina og aðrar útreiðslur av lánsupptøkuni verður goldið eitt av stjórnini ásett gjald.

§ 10.
Lánsupphæddir, renta, afturgjaldingartíð og aðrar treytir verða settar av stjórnini sambært teimum reglum, ið ásettar eru í viðtøkunum
Stovnurin kann veita lán við 1. og 2. veðrætti. Lán við 1. veðrætti kunnu ikki fara upp um 60% av metingarvirðinum, tá lán við 2. veðrætti ikki verður veitt. Verður lán veitt við 2. veðrætti, er markið fyri 1. veðrættarláni 50%.
Lán við 2. veðrætti kunnu verða veitt innan peningakarm svarandi til 30% av eginpeninginum, gjørdur upp sum grundfæ og tiltaksgrunnur. Tey kunnu einans verða veitt saman við 1. veðrættarlánum og kunnu ikki fara upp um 70% av metingarvirðinum. Lán kann tó veitast upp til 80% av metingarvirðinum, verður lánið veitt við javnsettum veði frá aðrari fíggjarkeldu.
Afturgjaldstíðin av lánunum kann ikki vera longri enn 15 ár. Stjórnin kann tó í afturgjaldingartíðini, um serligar umstøður tala fyri tí, loyva, at avdráttir verða lækkaðir, ella at gjaldfreist verður veitt, soleiðis at afturgjaldingartíðin verður longd til í mesta lagi 20 ár.
Farið kann verða upp um tey í 2. og 3. stk. nevndu lánihámark, tá veðsettar ognir, ið eru yvirtiknar á tvingsilssølu ella undir líknandi umstøðum, verða seldar aftur, um sleppast kann undan óneyðugum fíggjarmissi á hendan hátt.
Stovnurin kann ikki veita lán til ein lántakara ella ein bólk av sínámillum sambundnum lántakarum, ið fara upp um 25% av stovnsins ognum (grundfæ og tiltaksgrunni).
Til játtan av láni krevst undirskrift av í minsta lagi tveimum stjórnarlimum, jbr. tó § 5, 2. stk. í lógini.

§ 11. Lán verða bert veitt við trygd í teimum í § 1 nevndu ognum. Veðsetingin fevnir um ognina við tilhoyri sambært skipaskrásetingar- og tinglýsingarlógini og somuleiðis tryggingarupphæddina fyri ta veðsettu ognina.
Lán kunnu verða veitt bæði til nýbyggingar og umbyggingar, útskifting av motori v.m. íroknað, eins og í serstøkum førum til eldri ognir, fígging av eigaraskifti og innfrían av lánum við tyngjandi avdráttarbyrðu íroknað.
Veðsettu ognirnar við tilhoyri skulu støðugt vera forsvarliga tryggjaðar í tryggingarfelag, sum landsstýrið góðkennir.

§ 12. Játtað lán verða útgoldin kontant við rentu og kursi, ið stjórnin ásetir við atliti til, at stovnurin verður hildin skaðaleysur fyri møgulig kurstap av teimum lánum, hann sjálvur hevur tikið.
Tey veðbrøv, ið eru veitt sum trygd fyri lánunum, kunnu ikki verða avhend til ognara ella sum trygd; eiheldur kann einstaklingsrættarsókn fremjast móti teimum. Reglur um hetta verða tilskilaðar á framsíðuni á veðbrøvunum.

§ 13. Lántakararnir ábyrgjast við veðsettu ognunum við samábyrgd (solidariskt) fyri skyldum stovnsins, hvør teirra við einari upphædd, ið svarar til lánshøvuðsstólin. At veita fulnað fyri hesa ábyrgd kann stjórnin gera av, jbr. § 14 stk. 3, at kravt skal verða eykagjald til tiltaksgrunnin.
Stjórnin kann avmarka samábyrgdina til bert at galda fyri flokkar av ognum við einsháttaðum ábyrgdarvanda. Gjøllari reglur um tílíka avmarking verða gjørdar av stjórnini við góðkenning landsstýrisins.
Lántakarar, ið hava goldið teirra lán, fáa ikki kvittan fyri, at teir eru loystir frá samábyrgdini, fyrrenn 3 mánaðir eru gingnir frá tí, at roknskapurin fyri tað roknskaparárið, ið lánið varð goldið í, er sendur landsstýrinum, og landsstýrið ikki hevur nýtt høvi til at gera viðmerkingar um rættleikan av roknskapinum ella tikið staðiligt fyrivarni. Tó kann kvittan verða givin, um tiltaksgrunnurin við roknskaparárslok er í minsta lagi 20% av skuldarábyrgdum stovnsins.

§ 14. Hvørja ferð lán verður tikið, verður 1% av høvuðsskuld lánsins goldið sum innskot í tiltaksgrunnin, jbr. § 22. Stjórnin kann loyva, at innskotið verður goldið við upp til 4 eins stórum gjøldum, ið verða goldin, tá lánið verður útgoldið og teir næstkomandi lánsgjalddagarnar, um viðkomandi veðbræv gevur somu trygd fyri ógoldnum innskoti sum fyri láninum, rentum og øðrum gjøldum. Hvønn gjalddag verður goldið eitt gjald til tiltaksgrunnin. Støddin á gjaldinum verður ásett av stjórnini, tá lánið verður tikið sum ein fastur prosentpartur av lánsins høvuðsskuld.
Er tiltaksgrunnurin minni enn 2% av stovnsins skuld, kann stjórnin við 3 mánaða freist til ein gjalddag krevja so stór eykagjøld til grunnin, sum neyvt álíknað í lutfalli til vanligu hálvársgjøldini eru neyðug, til tess at økja fæ grunsins upp til nevndu upphædd.

§ 15. Lánið verður afturgoldið yvir eins nógvar gjalddagar, ið ásettir vórðu, tá lánið varð tikið, annaðhvørt við eins stórum ella skiftandi avdráttum, jbr. tó § 10, 4. stk. og § 17, 1. stk. Avdráttirnir verða goldnir saman við rentum av restskuldini og gjøldum til tiltaksgrunnin hvønn 1. mai og 1. november.
Av hálvársgjøldum, ið ikki verða goldin í seinasta lagi ávikavist 20. mai og 20. november, verður dragurenta goldin av gjaldkomnu upphæddini frá gjalddegnum til goldið verður. Dragurentan verður ásett av stjórnini við atliti at føroyska rentustiginum.

§ 16. Tey lán, ið stovnurin veitir, kunnu ikki verða søgd upp av stovninum, so leingi viðkomandi lánkatari heldur skyldur sínar í øllum lutum, men eru fallin til gjaldingar, ger hann ikki tað.
Lánini falla til gjaldingar við eigaraskifti, men stjórnin kann loyva, at nýggi eigarin yvirtekur tey.

§ 17. Hvør lántakari hevur rætt at gjalda alla lánsskuldina ella rinda eykaavdráttir av láninum við 3 mánaða freist til ein 1. mai ella 1. november. Eykaavdráttir skulu tó rindast við upphæddum, ið kunnu býtast við 1000.
Viðvíkjandi kvittan fyri samábyrgdina av láninum verður víst til § 13, 3. stk. og viðvíkjandi útgjaldi av parti í tiltaksgrunninum til § 22.

§ 18. Kvittanin, ið latin verður einum lántakara fyri hálvársgjøldini eftir § 15, skal sundurgreina goldnu upphæddina og sýna restskuldina av láninum.

Kapittul V
Virðismeting

§ 19. Virðismetingin av einari ogn, ið boðin verður stovninum í veð, verður gjørd av í minsta lagi 2 av metingarmonnum stovnsins.
Stjórnin kann gera reglugerð fyri mannagongdini í sambandi við virðismetingina, og verður gingið eftir hesi reglugerð í øllum lutum.

§ 20. Metir stjórnin at ognin møguliga ikki longur gevur neyðuga trygd fyri láninum, kann hon krevja nýggja virðismeting.
Útreiðslurnar av tílíkari meting kunnu verða kravdar endurgoldnar av lántakaranum, um hann var atvoldin í, at metingin var neyðug. Verður úrslitið, at lánið fer upp um lánihámarkini sambært § 10 av virðinum á ognini eftir teirri nýggju metingini, kann stjórnin uppsiga lánið til gjaldingar uttan drál.

§ 21. Tann, ið søkir um lán, hevur skyldu at geva metingarmonnunum allar neyðugar upplýsingar um ognina og at undirskriva váttan á metingarskjalinum um, at hann hevur givið tær upplýsingar, hann er biðin um, eftir bestu sannføring.

Kapittul VI
Tiltaksgrunnur

§ 22. Ein tiltaksgrunnur er stovnaður at standa ímóti tapi av stovnsins útlánum.
Í hendan grunnin verða løgd tey í § 14 nevndu innskot, gjøld og eykagjøld, stovnsins egnu rentuinntøkur og rakstraravlop.
Fæið í tiltaksgrunninum kann ikki verða lænt út, men skal standa í lættseljandi virðisbrøvum eftir teimum reglum, ið galdandi eru fyri peningaognir ómyndinga.
Við hvørt roknskaparárslok verður uppgerð gjørd yvir grunnin, og við støði í hesi uppgerð verður støddin á grunninum í mun til samlaðu skuld stovnsins útroknað.
Tað innskot, ein lántakari rindaði í tiltaksgrunnin, tá lánið varð tikið, verður afturgoldið honum, tá lánið er fult afturgoldið, sí niðanfyri.
Útgoldið verður ikki, fyrrenn kvittan kann verða givin fyri teirri samábyrgd, ið liggur við láninum, jbr. § 13, 3. stk.
Einki verður goldið út, um tiltaksgrunnurin á hendan hátt fer niður um 20% av stovnsins skuld.
Er grunnurin ikki nóg stórur til at kunna gjalda innskotini hjá øllum fyrrverandi lántakarum, verður fyrst goldið til teir lántakarar, ið hava goldið lán síni aftur í eldri roknskaparárum og síðan til teirra, ið hava goldið síni lán seinni.
Kann eitt innskot ikki verða goldið aftur sambært reglunum frammanfyri í seinasta lagi 5 ár eftir, at tað roknskaparárið er runnið, sum lánið varð afturgoldið í, missir lántakarin krav sítt um afturgjalding av innskotinum.

§ 23. Tiltaksgrunnurin skal vera í minsta lagi 10% av samlaðu útlánum stovnsins ella 20% av skuld stovnsins, alt eftir hvør upphæddin er tann hægra.
Fer tiltaksgrunnurin við eitt roknskaparárslok upp um omanfyri nevndu mørk, kann tann upphæddin, ið fer uppum, eftir avgerð stjórnarinnar verða flutt til grundfæið.  

Kapittul VII

§ 24. Umsiting, roknskapur, grannskoðan v.m.
Umsitingarútreiðslur grunsins verða goldnar av rentuinntøkunum av útlánum og øðrum inntøkum stovnsins, í tann mun hesar ikki hoyra tiltaksgrunninum til, jbr. § 22.

§ 25. Roknskaparár stovnsins gongur frá 1. apríl til 31. mars.
Í sambandi við roknskaparuppgerðina skulu tey virðisbrøv, ið stovnurin eigur, og hvørs kursur verður skrásettur alment, virðissetast til meðaltalið av seinasta keyparakursi við roknskaparárslok og tilsvarandi kursir seinastu 9 árini. Tann soleiðis ásetti kursurin má tó ikki fara upp um tann drigna kursin. Aðrar ognir mega ikki verða virðissettar hægri enn veruliga virðið. Tílíkar avskrivingar og avsetingar verða gjørdar, sum eru neyðugar til tess at svara fyri staðfestum ella væntandi fíggjarmissi av yvirtiknum veðum, eftirstøðum og øðrum ognum.

§ 26. Frágreiðing um virksemi stovnsins avvarðandi roknskaparár verður givin saman við roknskapinum. Frágreiðingin skal hava upplýsingar um støddina av samlaðu útlánum stovnsins býtt sundur millum ymiskar bólkar av ognum, um veðsetingarprosent í mun til keypspening av veðum, ið hava skift eigara, um veð, ið eru yvirtikin frammanundan, men ikki avhend við byrjan roknskaparársins, og um tey veð, ið eru yvirtikin í roknskaparárinum við upplýsingum um, hvussu nógv av teimum yvirtiknu veðunum eru seld, fíggjarmissur ella vinningur tilsamans av hesum og um støddina av gjørdum avskrivingum av veðum.
Frágreiðing og roknskapur verða løgd fyri umboðsnevndina til ummælis og verða við grannskoðaraviðmerkingum sendar landsstýrismanninum í seinasta lagi 4 mánaðir eftir roknskaparárslok.
Í seinasta lagi ein mánað eftir hvørt fjórðingsárslok sendir stjórnin landsstýrismanninum úrtak úr roknskapi stovnsins.

1. viðgerð 6. oktober 1998. Viðgjørt undir einum saman við løgtingsmáli nr. 9/1998. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 21. oktober 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 30. september 1998 og er eftir 1. viðgerð tann 6. oktober 1998 beint í fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið, og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 23. oktober 1998. §§ 1 - 8 samtyktar 28-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 27. oktober 1998. Broytingaruppskot til § 17 frá Jørgen Niclasen, Vilhelm Johannesen, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen, Sámal Petur í Grund, Flemming Mikkelsen og Eilif Samuelsen samtykt 30-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 2567-3/91

Ll. nr. 75/1998 frá 05.11.1998