Bjargingarútgerð

11 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og á førum undir 20 tons (BRT/GT)

A. Uppskot landsstýrisins
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 30. september, legði John Petersen, landsstýrismaður fram soljóðandi:

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og á førum undir 20 tons (BRT/GT)

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 72 frá 13. mai 1992 um bjargingarútgerð á opnum bátum og á førum undir 20 tons (BRT/GT) verða gjørdar hesar broytingar:

1)    Í § 2, nr. 12 verður orðingin "Skrokksertifikat, bert fyri glastrevjabátar" strikað.

        § 4 verður orðað soleiðis:

2)   "§ 4. Kappróðrarfør og bátar undir 20 fót (6,20m) koma ikki undir reglurnar í §§ 2 og 3 í hesi lóg. Landsstýrismanninum
        verður heimilað at áseta nærri reglur um útgerð á kappróðrarbátum og førum, sum ikki koma undir §§ 2 og 3 í hesi lóg".

3)    § 7, stk. 1 verður orðað soleiðis:

        "Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um nýtslu og burturbeining av neyðrakettum og um keyp
        og sølu av slíkari útgerð".

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 72 frá 13. mai 1992 um bjargingarútgerð á opnum bátum og á førum undir 20 tons (BRT/GT) úr gildi.

Viðmerkingar
Løgtingsmálið varð lagt fyri tingið í vár, men fall burtur vegna løgtingsvalið 1998.

Samsvarandi løgtingslóg nr. 72 frá 13. mai 1992 um bjargingarútgerð á opnum bátum og á førum undir 20 tons er ásett, hvør útgerð skal verða umborð á førum.

Róðrarsamband Føroya hevur gjørt vart við, at reglurnar eru til ampa fyri róðurin, og at tað ikki eru allir bátar, sum taka útgerðina við. Fundir hava verið hildnir millum Fiskiveiðieftirlitið, sum hevur eftirlit við reglunum, og eftirsum reglurnar ikki eru upprunaliga ásettar fyri kappróðrabátar, so ber til at broyta krøvini nakað fyri hesi før.

Fiskiveiðieftirlitið mælir til, at kappróðrabátar ikki koma undir §§ 2 og 3 í lógini, men at ein minsta útgerð skal vera umborð, sum er: Bjargingarvestur til hvønn persón, 2 pøsir at oysa við, kumpass til bát, radarreflektor, ið er festur á stong, ið røkkur minst ein metur yvir stavnarnar, floyta ella blásilúður umframt 3 hondbluss og lummalykt.

Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar
Ad 1)
og 3): Hesar broytingar eru av tekniskum slag, tí bert fáir bátar hava skrokksertifikat, og burturbeining og nýtsla av neyðrakettum er tað, sum greinin snýr seg um.

Ad 2): Heimilað verður landsstýrismanninum at áseta krøv til kappróðrabátar og før, sum ikki koma undir §§ 2 og 3 í kunngerð.

Viðmerkjast skal, at lógin hevur ikki umsitingarligan kostnað við sær, og at talan er um sama uppskot, sum varð samtykt á Føroya Løgtingi hin 30. apríl 1997.

Av misgáum varð samtykta uppskotið ikki lagt fyri løgmann at staðfesta, og varð tí ikki kunngjørt innan ásettu tíðarfreistina uppá 30 dagar, samsvarandi § 26 í løgtingslóg um stýriskipan Føroya, og er tí neyðugt at leggja uppskotið fram av nýggjum.

1. viðgerð 6. oktober 1998. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 27. oktober 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 30. september 1998 og eftir 1. viðgerð tann 6. oktober 1998 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 22. oktober 1998.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 30. oktober 1998. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 4. november 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 1600-1/90

Ll. nr. 79/1998 frá 13.11.1998