Landsgrannskoðanin 1992-1994

16-1 Grannskoðan av almennum roknskapum

A. Upprunauppskot
B. Skjal 1
C. Skjal 2
D. Skjal 3
E. Fylgiskjal I
F. Fylgiskjal II
G. 1. viðgerð
H. 2. viðgerð

Ár 1998, 6. oktober, legði Flemming Mikkelsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi:

Uppskot
til
samtyktar
 

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir Løgtingið at góðkenna landsroknskapirnar fyri fíggjarárini 1992-1994.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Inngangur

Við hesum verða landsroknskapirnir fyri fíggjarárini 1992-1994 lagdir fyri tingið á øðrum sinni. Undanfarnu løgtingsgrannskoðarar løgdu hesar roknskapir fyri tingið í tingsetuni 1997, men av tí at val varð útskrivað, fall uppskotið burtur saman við 11 øðrum uppskotum til samtyktar um góðkenning av almennum roknskapum. Tingið fekk tí ikki høvi at viðgera/góðkenna nakrar almennar roknskapir í tingsetuni 1997. Nevnast kann eisini, at í seinasta valskeiði gekk nærum 1 ár, áðrenn løgtingið valdi løgtingsgrannskoðarar, og tí vórðu heldur ongir roknskapir lagdir fyri tingið í tingsetuni 1994.

Løgtingsgrannskoðararnir hava valt, sum tað fyrsta, at leggja landsroknskapirnar fyri 1992-1994 aftur fyri tingið til góðkenningar. Landsroknskapurin fyri 1995 varð lagdur fyri tingið til kunningar í desember 1997, og í august 1998 varð endaligi landsroknskapurin fyri 1996 latin tinginum til kunningar. Løgtingsgrannskoðararnir viðgera nú roknskapirnar fyri 1995-1996, og hesir verða lagdir fyri tingið til góðkenningar seinni í hesi tingsetuni.

2. Lógargrundarlag, roknskapar- og fíggjarviðurskifti:

Sambært lóg nr. 16 frá 26. apríl 1965 um grannskoðan av landsins almennu roknskapum við seinni broyting, skulu løgtingsgrannskoðararnir leggja landskassans roknskap fyri løgtingið til samtyktar.

Fyri fíggjarárini 1992-1994 hava hesar ásetingar í Ll. nr. 1 frá 13. mei 1948 um stýrisskipan Føroya í sermálum verið galdandi viðvíkjandi inntøkum, útreiðslum og lántøku:

§ 19: »Ongin skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg. Lán, ið skuldbindur Løgtingið, má ikki verða tikið, og má heldur ikki søla ella onnur latan av hendi av fastognum landsins ella nýtslurætti teirra fara fram uttan samsvarandi løgtingslóg.«

§ 21: »Áðrenn fíggjarlóg ella bráðfeingis fíggjarlóg er samtykt á Løgtingi, má skattur ikki verða kravdur.

Ongin útreiðsla má verða goldin, ið ikki er heimilað í fíggjarlóg, galdandi, tá ið útreiðslan verður ávíst, ella í aðrari galdandi heimildarlóg. Tær játtanir, ið eru ásettar í fíggjarlóg ella aðrari heimildarlóg, mega bert verða goldnar í tí fíggjarári, sum fíggjarlógin er galdandi. Tó kann landsstýrið í tíðarskeiði inntil 3 mánaðir, aftan á fíggjarárið er endað, ávísa pening, ið er játtaður á fíggjarlógini fyri árið, ið fór.«

Nevnast kann, at fíggjarnevndin í álitinum til fíggjarlógina fyri 1991 vísti til ásettu reglurnar fyri fíggjarárið 1990 og boðaði frá, at fyri játtanirnar til umsitingarrakstrarstøð vóru hesar høvuðsreglur:

»Fyri játtanirnar til umsitingarrakstrarstøð eru eins og fyri fíggjarárið 1990 hesar høvuðsreglur:

  1. Játtanin er ein blokkur til rakstrarstaðið.
  2. Játtaðar ósettar normeringar kunnu ikki setast uttan við loyvi frá landsstýrinum, og treytað av at stovnurin kann halda seg innanfyri samlaðu játtanina til stovnin.
  3. Ongin nýnormering verður játtað uttan loyvi frá fíggjarnevnd løgtingsins.
  4. Tað er ábyrgd stovnsleiðaranna at syrgja fyri, at givnar játtanir verða hildnar. Um - sum undantøk vegna t.d. broyttar fortreytir - ein játtan ikki kemur at halda, er tað skylda stovnsleiðaranna at siga landsstýrinum frá hesum. Landsstýrið vil so saman við fíggjarnevndini taka neyðug stig.
  5. Broyting av leigumálum og EDV skipanunum, leasing v.m. kann bert fremjast innan galdandi játtan og við loyvi frá landsstýrinum.«

Í Ll. nr. 2 frá 13. mei 1948 um umboðsvald Føroya er í § 9 ásett, at:

»hvør landsstýrismaður hevur yvir fyri Løgtinginum ábyrgd av at røkja tað umboðsvald og ta umsitan, sum teimum er latin upp í hendur, beint og forsvarliga.

Umboðanina av teimum økjum, ið eru undir landsstýrisins ræði, býta landsstýrismenn sín ámillum.

Løgmaður ávísir allar útreiðslur úr kassa landsins og ansar, at hesar útreiðslur eru ikki størri enn tær játtanir, sum tingið hevur samtykt.«

Við heimild í hesi lóg vórðu reglur viðvíkjandi ávísing av útreiðslum úr landskassanum ásettar í reglugerð landsstýrisins frá 12. januar 1990.

Tað var ikki í lóggávu ella á annan hátt nærri ásett, hvussu landsroknskapurin skuldi setast upp, hvørjir stovnar skulu takast við, og hvørjar upplýsingar skulu vera við, eins og tað heldur ikki vóru ásett beinleiðis krøv um reglugerðir og fyriskipanir fyri almennar stovnar, harundir lýsing av uppgávum, endamáli og skrásetingum hesum viðvíkjandi.

Sambært § 12 í Ll. nr. 2 er tað skylda landsstýrisins:

»at ansa, at ongar útreiðslur verða goldnar, sum ikki hava heimild í fíggjarlóg, ið er galdandi, tá ávísan fer fram, ella í aðrari galdandi heimildarlóg. Tær játtanir, sum eru ásettar við fíggjarlóg ella aðrari heimildarlóg, kunnu bert verða goldnar í tí fíggjarári, tá fíggjarlógin er galdandi, eins og yvirflytan frá einum posti til annan ikki kann fara fram uttan greiniliga heimild til hetta í lógini. Landsstýrið hevur tó heimild til í einum tíðarskeiði av inntil 3 mánaðir, aftan á at fíggjarárið er lokið, at ávísa pening, sum er játtaður í fíggjarlógini fyri farna árið.«

Endamálið við grannskoðanini hjá løgtingsgrannskoðarunum er ásett í § 3 í Ll. nr. 16 frá 26. apríl 1965 um grannskoðan av landsins almennu roknskapum:

»Løgtingsgrannskoðararnir fara ígjøgnum hvørt árs roknskapir og ansa eftir, at allar inntøkur og útreiðslur eru komnar við inn í roknskapin og hereftir, at ongin útreiðsla í landskassaroknskapinum er hildin, sum hevur ikki heimild í fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg.

Løgtingsgrannskoðararnir skulu hava eyguni eftir, at tað hevur verið forsvarliga húsað í fyrisitingini av midlum landsins og virkjum tess.«

Í § 4 er ásett, at:

»fyri beinleikan av tí, sum í roknskapinum stendur, hava løgtingsgrannskoðararnir rætt til at taka váttanir o.t. frá roknskapargrannskoðanini sum nóg gott prógv.«

3. Viðmerkingar í seinastu frágreiðing løgtingsgrannskoðaranna:

Í sambandi við, at landskassaroknskapirnir fyri 1989-1991 vórðu lagdir fyri løgtingið til góðkenningar, samtykti løgtingið 11. desember 1995 uppskot til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum dagfest 20. november 1995.

Í viðmerkingunum átalaðu løgtingsgrannskoðararnir meirnýtslu og umsiting landsstýrisins á fleiri økjum, serliga viðvíkjandi veittum lánum og veðhaldum, umframt nýtslu úr ymsum grunnum.

Løgtingsgrannskoðararnir meta, at stig eru tikin til at bøta um umsitingina á nógvum økjum. Við nýggju stýrisskipanarlógini og nýggjum játtanar- og roknskaparreglum eru játtanar- og roknskaparviðurskiftini sum heild seinnu árini komin í eina tryggari legu.

4. Frágreiðing frá Grannskoðanardeild Landskassans:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið grannskoðanarfrágreiðingina frá Grannskoðanardeild Landskassans dagfest 3. desember 1997, sum er viðløgd sum fylgiskjal til hetta løgtingsmál. Harumframt hava løgtingsgrannskoðararnir kunnað seg nærri um ávís øki við at gjøgnumganga arbeiðsskjøl, fundarfrágreiðingar, viðmerkingar og samskifti við landsstýrið/umsitingina.

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjørt niðanfyristandandi viðmerkingar við støði í hesi frágreiðing:

5. Játtanarviðurskifti 1992:

5.1 Broytingar frá fíggjarlóg til eykafíggjarlóg

Vísandi til niðanfyristandandi skjal 1, yvirlit yvir játtanar- og roknskaparatøl 1992, varð á fíggjarlógini roknað við einum rakstrar- og íløguundirskoti uppá 91 mió.kr.; men á eykafíggjarlógini varð rakstrar- og íløguundirskotið mett til 903 mió.kr.

Tríggjar høvuðsorsøkir eru til hesa stóru øking:

  1. Lægri inntøkur á §§ 1 og 2
    Hesar inntøkur vórðu mettar 261 mió.kr. lægri á eykafíggjarlógini. Á s. 110-111 í grannskoðanarfrágreiðingini er nærri útgreinað, hvørjar inntøkur talan er um.
  2. Hægri útreiðslur á § 18
    Útreiðslurnar á fíggjarlógini til § 18 vórðu íalt mettar til 84 mió.kr. Á eykafíggjarlógini vórðu hesar hækkaðar við 330 mió.kr. Orsøkin var, at løgtingið á heysti 1992 játtaði 300 mió.kr. til fíggingargrunnin frá 1992, sum síðani setti peningin í P/F Sjóvinnubankan, sum var komin í fíggjarligar trupulleikar. Harumframt varð neyðugt at veita eina stóra eykajáttan til at bjarga Menningargrunninum.
  3. Hægri útreiðslur á § 21
    Á fíggjarlógini vórðu avsettar 80 mió.kr., sum mettar útreiðslur til effektivar veðhaldsbindingar, men á eykafíggjarlógini var metingin hækkað til 226 mió.kr.

    Á síðu 119 í hjáløgdu frágreiðing verður m.a. víst á, at hvørki í viðmerkingunum ella í fylgiskjølunum til fíggjarlógaruppskotið hevði landsstýrið útgreinað, hvussu komið var fram til upphæddina uppá 80 mió.kr. til effektivar veðhaldsbindingar. Í mars 1992 og í september 1992 bað grannskoðanardeildin landsstýrið um at greiða frá metingunum av útreiðslum á § 21. Landsstýrið svaraði ongantíð hesum fyrispurningum.

    Løgtingsgrannskoðararnir átala, at landsstýrið á fíggjarlógini fyri 1992, eftir øllum at døma hevur gjørt eina órealistiska meting av útreiðslunum á § 21. Løgtingsgrannskoðararnir átala eisini, at landsstýrið ikki hevur svarað fyrispurningum frá grannskoðanardeildini hesum viðvíkjandi.

- - - - -

Av broytingum annars frá fíggjarlóg til eykafíggjarlóg kunnu nevnast, at § 5 varð broytt frá at vera nettorentuinntøkur til at vísa bruttorentuinntøkurnar.

Ein onnur týðandi broyting, sum hendi frá fíggjarlóg til eykafíggjarlóg, var, at játtanir undir § 6 duttu burtur. § 6 hevur í mong ár verið nýtt sum játtanargrein til stovnar, sum í stóran mun fíggja sítt virksemi við "egnum" inntøkum ella gjøldum. Fleiri av hesum stovnum hava havt sín egna likviditet, og nakrir hava eisini sjálvir umsitið síni lán. Hesir stovnar hava sostatt havt eitt leysari tilknýti til fíggjarlóg, landsbókhald og landskassans gjaldføri; men talan er um stovnar undir landsstýrinum, og hesir skulu tí hava fíggjarheimild frá løgtinginum til at halda inntøkur og útreiðslur. Løgtingsgrannskoðararnir hava síðani spurt landsstýrið, um tað er í tráð við stýrisskipanarlógina, at Telefonverkið og aðrir líknandi stovnar ikki longur verða tiknir við á fíggjarlógina. Landsstýrið hevur svarað, at tað ikki er í tráð við stýrisskipanarlógina, at tílíkir stovnar ikki verða tiknir við á fíggjarlógina. Flest allir stovnar eru síðani komnir við aftur á fíggjarlógina.

5.2 Roknskapartøl mótvegis játtan á eykafíggjarlógini

Vísandi til skjal 1, yvirlit yvir játtanar- og roknskapartøl 1992, er samanlagt so at siga samsvar ímillum roknskapartøl og eykafíggjarlógina. Á eykafíggjarlógini varð roknað við einum rakstrar- og íløguundirskoti uppá 903 mió.kr., roknskapurin vísir 909 mió.kr.

Á s. 110-112 í grannskoðanarfrágreiðingini eru frávikini ímillum roknskapar- og játtanartøl á inntøkusíðuni nærri útgreinað. Viðvíkjandi inntøkuskatti hava løgtingsgrannskoðararnir heft seg við, at útgreiningin av játtanini á fíggjarlógini ikki samsvarar við útgreiningina av roknskapartølum. Á eykafíggjarlógini varð bøtt nakað um hetta. Grannskoðanardeildin vísir eisini á s. 111 á, at onki samsvar er ímillum fleiri játtanar- og roknskapartøl viðvíkjandi DIS, FAS o.l.

Á útreiðslusíðuni er tann størsta einstaka meirnýtslan 16,5 mió.kr. Henda viðvíkur stuðuli til Menningargrunn Ídnaðarins á § 18. Sambært roknskapinum hevur Menningargrunnurin fingið 74,5 mió.kr., meðan játtanin einans er uml. 58 mió.kr. Vísandi til s. 118 í grannskoðanarfrágreiðingini vórðu upprunaliga játtaðar 12 mió.kr. á fíggjarlógini til Menningargrunnin, og fíggjarnevndin játtaði í februar 1992 at veita eina eykajáttan uppá 62,5 mió.kr. Samlaða játtanin var sostatt 74,5 mió.kr., men játtanin á eykafíggjarlógini vísir einans eina upphædd uppá uml. 58 mió.kr.

Ein stór meirnýtsla er á § 13. Talan er um keyp av partabrøvum í P/F Atlantic Airways. Vísandi til s. 115 í frágreiðingini játtaði løgtingið 75 mió.kr., men sambært landsroknskapinum eru nýttar 85,7 mió.kr. t.v.s. ein meirnýtsla uppá 10,7 mió.kr. Talan er ikki um nakra veruliga meirnýtslu, tí munurin stendst av, at gamli partapeningurin í felagnum varð niðurskrivaður. Í hesum sambandi staðfesti landskassin eitt tap uppá 10,7 mió.kr., sum er bókað á sama rakstrarstað.

Ein onnur stór meirnýtsla á § 13 er viðvíkjandi játtanini til Strandfaraskip Landsins. Vísandi til s. 114-115 í grannskoðanarfrágreiðingini hava løgtingsgrannskoðararnir áður átalað, at Strandferðslan aftur í 1992 hevði brúkt nógv meira, enn játtað varð á fíggjarlóg/eykafíggjarlóg, og at landsstýrið enn einaferð hevði sett eina órealistiska upphædd á fíggjarlógina.

Við at gjøgnumganga landsroknskapin fyri 1992 sæst, at burtursæð frá omanfyri nevndu meirnýtslu er bert talan um fáar játtanir, sum hava eina meirnýtslu, og fáar av hesum eru lutfalsliga stórar. Løgtingsgrannskoðararnir hava á § 11 heft seg við meirnýtsluna til umbygging av Tinganesi, á § 12 Klaksvíkar Sjúkrahús og á § 14 HF skeiðið í Suðuroy. Løgtingsgrannskoðararnir átala ta meirnýtslu, ið hevur verið í 1992.

Vísandi til s. 118 í grannskoðanarfrágreiðingini er játtanin til kolagrevstur undir § 18 ikki røtt, og samsvar er heldur ikki ímillum eykafíggjarlóg og broytingaruppskot frá fíggjarnevndini hesum viðvíkjandi.

Vísandi til s. 116-118 í grannskoðanarfrágreiðingini viðvíkjandi játtanini til fiskivinnu á § 16 vísa roknskapartølini í landsroknskapinum ikki røttu myndina av nýtsluni. Sambært landsroknskapinum er samsvar ímillum játtanina uppá 251 mió.kr. og nýtsluna viðvíkjandi lógarbundnum útreiðslum (dagstudningur, minstaløn o.a.); men sambært roknskapinum hjá Lønjavningargrunninum er talan um eina nýtslu uppá 260 mió.kr., og sostatt er talan um eina meirnýtslu uppá 9 mió.kr. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at roknskapartølini í landsroknskapinum ikki vísa veruligu nýtsluna.

6. Játtanarviðurskifti 1993:

6.1 Broytingar frá fíggjarlóg til eykafíggjarlóg

Vísandi til niðanfyristandandi skjal 2, yvirlit yvir játtanar- og roknskapartøl 1993, varð á fíggjarlógini roknað við einum rakstrar- og íløguyvirskoti uppá 29 mió.kr., men á eykafíggjarlógini varð rakstrar- og íløguundirskotið mett til 2,6 mia.kr.

Tvær høvuðsorsøkir eru til hetta stóra undirskot:

  1. § 28, serligar útreiðslur
    Vísandi til s. 130-131 í grannskoðanarfrágreiðingini vórðu 2,21 mia.kr. játtaðar sum kapitalveiting til Føroya Banka og Sjóvinnubankan umvegis Fíggingargrunnin frá 1992. Á s. 6-7 í landsroknskapinum fyri 1993 verður greitt nærri frá teimum trimum avtalunum ímillum landsstýrið og donsku ríkisstjórnina í sambandi við bankabjargingarnar. Á § 28 vórðu harumframt játtaðar 65 mió.kr. til at bjarga Menningargrunninum og 15 mió.kr. til Ídnaðargrunnin. Eisini kann nevnast, at løgtingið við løgtingslóg játtaði at avskriva restskuldina uppá 57,5 mió.kr. av lánum til Húsalánsgrunnin, upprunaliga veitt úr Oljugrunninum; men henda upphædd er ikki førd á játtanarroknskapinum, men er útreiðsluførd yvir útjavningarkonto.
  2. Lægri inntøkur á §§ 1 og 2
    Hesar inntøkur vórðu mettar 209 mió.kr. lægri á eykafíggjarlógini. Á s. 121-122 í grannskoðanarfrágreiðingini er nærri útgreinað, hvørjar inntøkur talan er um.

    Vísandi til s. 126 í grannskoðanarafrágreiðingini var ein fyritreyt fyri nøkrum játtanum á § 14, útbúgving og gransking, at ymsar umskipanir skuldu fara fram. Hetta hendi ikki, og løgtingsgrannskoðararnir meta, at fíggjarlógaruppskotið á hesum øki ikki var nóg væl fyrireikað.

6.2 Roknskapartøl mótvegis játtan á eykafíggjarlógini

Í álitinum til eykafíggjarlógaruppskotið vísti fíggjarnevndin á, at hon hevði ta fatan, at eykafíggjarlógin bert skuldi fevna um lógarbundnar meirútreiðslur og eykajáttanir frá fíggjarnevndini. Fíggjarnevndin vísti á, at í uppskotinum til eykafíggjarlóg vóru fleiri beinleiðis umsóknir frá landsstýrinum um eykajáttan. Fíggjarnevndin undirstrikaði, at landsstýrið átti at søkt fíggjarnevndina um eykajáttan, so skjótt tørvurin var staðfestur, og ikki tá ið árið varð gjørt upp.

Viðvíkjandi inntøkum verður á s. 121 í grannskoðanarfrágreiðingini víst á, at ongin játtan var til FAS-endurgjald í 1993. Grannskoðanardeildin vísir eisini á, at útreiðslur til FAS-endurgjald áttu at verið bókaðar aðra staðni enn undir inntøkuskatti. Fíggjarmálastýrið hevur síðani upplýst, at FAS-endurgjaldið framyvir verður bókað sum útreiðsla.

Størsti munurin ímillum játtan og roknskapartøl er á § 22, rentuútreiðslur. Hesar vóru 326,5 mió.kr. í mun til játtanina uppá 317 mió.kr.

Á § 16, Fiskivinna, er ein meirnýtsla uppá 6,4 mió.kr. viðvíkjandi studningi til fiskivinnuna (íløgustuðul). Vísandi til s. 128 í grannskoðanarfrágreiðingini er ein orsøk, at 4 mió.kr. vórðu fluttar til Trygdargrunnin fyri avreiðingar og lønir og bókaðar á hesum rakstrarstaði. Fíggjarnevndin játtaði, at hesin peningur kundi brúkast, men álagt varð landsstýrinum at finna peningin innan karmarnar á fíggjarlógini fyri 1993. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at upphæddin varð bókað sum studningur til fiskivinnuna, og at ongi stig vórðu tikin til at finna tilsvarandi sparingar innan karmarnar á fíggjarlógini.

Í 1993 varð inntøkutrygd hjá fiskimonnum flutt undir § 19, Almannamál, og her er talan um eina meirnýtslu uppá 7,7 mió.kr. Á s. 129 í grannskoðanarfrágreiðingini verður víst á, at sambært landsroknskapinum eru 100,5 mió.kr. nýttar til inntøkutrygd v.m. hjá fiskimonnum, men nýtslan samsvarar ikki við roknskapartølini í roknskapinum hjá Lønjavningargrunninum, sum vísa eina nýtslu uppá 93,1 mió.kr. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at samsvar ikki er ímillum roknskapartølini.

Í 1993 hevði Strandferðslan á § 13 eina meirnýtslu uppá 3 mió.kr., hóast eina eykajáttan uppá góðar 7 mió.kr. Í uppskoti til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum (løgtingsmál nr. 4/9 1995), viðvíkjandi góðkenning av roknskapinum hjá Strandfaraskipum Landsins fyri fíggjarárini 1993 og 1994 varð víst á fleiri átaluverd viðurskifti.

Av øðrum størri meirnýtslum í 1993 kunnu nevnast útreiðslur á § 12 viðvíkjandi Ríkishospitalinum, Matrikulstovuni á § 11, og harumframt høvdu nakrar játtanir undir § 14, Útbúgving og gransking, eina meirnýtslu. Á s. 127 í grannskoðanarfrágreiðingini verður víst á, at Læraraskúlin í 1993 hevði eina meirnýtslu, hóast hetta ikki sæst í landsroknskapinum. Henda meirnýtsla varð fíggjað við kassakreditti.

Løgtingsgrannskoðararnir átala ta meirnýtslu, sum er farin fram í 1993, men samstundis verður víst á, at flest allar játtanir hava eina minninýtslu.

7.Játtanarviðurskifti 1994:

7.1 Broytingar frá fíggjarlóg til eykafíggjarlóg

Vísandi til niðanfyristandandi skjal 3, yvirlit yvir játtanar- og roknskapartøl 1994, varð á fíggjarlógini fyri 1994 roknað við einum rakstrar- og íløguundirskoti uppá 261 mió.kr., men á eykafíggjarlógini varð rakstrar- og íløguundirskotið mett til 462 mió.kr.

Høvuðsorsøkin til henda vøkstur er, at meginreglurnar fyri, nær rentur skulu útreiðsluførast, vórðu broyttar. Á s. 141-142 í grannskoðanarfrágreiðingini er hetta nærri útgreinað. Um meginreglurnar ikki vórðu broyttar, høvdu rentuútreiðslurnar í 1994 verið munandi lægri. Hinvegin vildu rentuútreiðslurnar í 1995 verið munandi hægri.

Løgtingsgrannskoðararnir hava heft seg við, at undir rentuútreiðslum verður bókað ein samsýning/umsitingargjald til Landsbankan uppá góðar 6 mió.kr. Landsbankin fær, sambært sáttmála við landsstýrið, eina árliga samsýning uppá 1%o av lánssaldo landskassans við ársenda. Løgtingsgrannskoðararnir ivast í, um nakað samsvar er ímillum hesa stóru upphædd og ta tænastu, ið Landsbankin veitir á hesum øki, og hava mælt landsstýrismanninum til at kanna hesi viðurskifti. Í september 1998 hevur landsstýrismaðurin upplýst, at nýggj avtala júst er gjørd við Landsbankan um, at samsýningin fyri at røkja lánini frá ríkinum framyvir verður ¼ %o av lánssaldo, og samsýningin fyri at røkja onnur lán verður ½ %o av lánssaldo.

Av øðrum størri broytingum kann nevnast, at undir § 16 varð játtanin til íløgustuðul á eykafíggjarlógini hækkað við 18 mió.kr. Hetta er umrøtt á s. 138 í grannskoðanarfrágreiðingini. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at landsstýrið metti so skeivt, tí útreiðslurnar á hesum øki ganga greitt fram av viðmerkingunum til lógirnar um íløgustuðul.

Ein onnur stór hækking á eykafíggjarlógini er játtanin til Strandferðsluna á § 13, sum varð hækkað við 21,1 mió.kr.

Játtanin til inntøkutrygd undir § 19 varð hækkað úr 87 til 99 mió.kr.

Á inntøkusíðuni fóru stórar hækkingar og lækkingar fram ímillum tey ymsu inntøkusløgini, men samanlagt varð játtanin á eykafíggjarlógini umleið tann sama, burtursæð frá at parturin av avlopi Tjóðbankans, sum varð mettur til 25 mió.kr., varð settur til 0.

7.2 Roknskapartøl mótvegis játtan á eykafíggjarlógini

Vísandi til s. 132 í grannskoðanarfrágreiðingini upplýsti landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í viðmerkingum til eykafíggjarlógaruppskotið, at hann fór at taka stig til at tryggja, at nýtslan á einum rakstrarstaði var játtað, antin yvir fíggjarlógina ella við eykajáttanum, áðrenn hon var goldin út. Somuleiðis skuldu avvarðandi stovnsleiðarar søkja um eykajáttan í árinum, um teir mettu, at lógarbundnar útreiðslur vóru undirmettar á fíggjarlógini.

Í álitinum til eykafíggjarlógaruppskotið metti fíggjarnevndin, at skipanin við nettotølum ikki var bein, tí stovnar við størri inntøkum kundu økja um útreiðslurnar. Fíggjarnevndin mælti til, at skundað varð undir arbeiðið at fáa greiðari reglur viðvíkjandi játtanum og roknskaparhaldi. Fíggjarnevndin vísti aftur á, at eykafíggjarlógin á útreiðslusíðuni bert átti at fevna um lógarbundnar útreiðslur og um eykajáttanir, sum vóru játtaðar av landsstýrinum og av fíggjarnevndini. Víst varð eisini á, at umsóknir um tílíkar eykajáttanir áttu at verið sendar fíggjarnevndini/løgtinginum til viðgerðar, áðrenn eykafíggjarlógin varð løgd fram.

Viðvíkjandi uppskotinum til eykafíggjarlóg vísti grannskoðanardeildin á, at nógv roknskapartøl fyri 1993, sum vórðu víst í uppskotinum til eykafíggjarlóg fyri 1994, vóru skeiv. Mælt varð til at leggja arbeiðið við fíggjarlógini soleiðis til rættis, at tílík frávik ikki aftur komu fyri.

Á s. 134 í grannskoðanarfrágreiðingini verður víst á, at kontoin "skattur fyri 01.04.1984", sum vísir eina útreiðslu uppá 5,7 mió.kr., onga játtan hevur.

Á útreiðslusíðuni halda flest allar játtanir og vísa eina minninýtslu.

Nøkur fá undantøk eru:

Løgtingsgrannskoðararnir átala, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki hevur greitt umrøddu roknskaparviðurskifti og ikki hevur svarað skrivum frá løgtingsgrannskoðarunum.

Í mars 1998 sendi Fiskimálastýrið løgtingsgrannskoðarunum roknskapir fyri Lønjavningargrunnin fram til og við 1996. Ein gjøgnumgongd av hesum vísir, at skrásetta nýtslan til inntøkutrygd í landsroknskapinum 1995 og serliga 1996 ikki samsvarar við tølini í roknskapinum hjá Lønjavningargrunninum. Fíggjarmálastýrið hevur í august 1998 biðið Fiskimálastýrið um at síggja til, at samsvar verður ímillum landsroknskapin og roknskapin hjá Lønjavningargrunninum í seinasta lagi 1. oktober 1998.

Í mei 1997 varð nýggj lóg um Lønjavningargrunnin samtykt. Grunnurin skal framhaldandi fyrisita studningin til fiskimenn. Síðani oktober 1996 er studningurin goldin út gjøgnum Gjaldstovuna. Sambært lógini verða allar ognir hjá Lønjavningargrunninum fluttar landskassanum, undantikið útistandandi hjá forskotsskipanini, sum verður flutt í nýstovnaða Forskotsgrunn Fiskimanna.

8. Fíggjarstøðan 1992-1994:

Yvirlit yvir ogn og skuld í landsroknskapinum árini 1991 - 1994

(mió.kr.)

1991

1992

1993

1994

OGN
Kapitalogn í landsfyritøkum

194

207

218

132

Parta- og lánsbrøv

19

84

83

84

Rentu- og avdráttarfrí lán

56

54

51

69

Útlán

452

98

99

76

Tænastu- og vøruskuldarar

34

28

17

18

Skatta-, toll- o.t. skuldarar

288

134

153

109

Millumrokn. við kommunur og alm.stovnar o.t.

105

97

104

83

Aðrir skuldarar og tíðaravmarkingar

163

142

150

138

Bundin peningur / Innist. í Landsbankanum

257

535

653

848

Banka-, girokonti og kassapeningur

154

104

162

93

Í alt

1.722

1.483

1.690

1.650

SKULD
Innanlandsskuld

746

742

1.150

1.304

Uttanlandsskuld

1.935

3.006

5.427

5.660

Skuld í alt

2.681

3.748

6.577

6.964

Útjavningarkonto

-959

-2.265

-4.887

-5.314

Í alt

1.722

1.483

1.690

1.650

Tað sum serliga sermerkir fíggjarstøðuna er, at samlaða skuldin í tíðarskeiðnum 1992-94 er vaksin við umleið 4,3 mia.kr., úr 2,7 til uml. 7 mia.kr. Í sama tíðarskeiði er innistandandi í peningastovnum og landsbankanum vaksið úr uml. 0,4 mia.kr. til umleið 0,9 mia.kr. Ein høvuðsorsøk til henda stóra vøkstur í skuldini eru tey lán uppá uml. 2,5 mia.kr., sum eru tikin til at bjarga Sjóvinnubankanum og Føroya Banka.

Á s. 15-23 í grannskoðanarfrágreiðingini eru ymisk viðurskifti viðvíkjandi teim einstøku roknskaparpostunum í fíggjarstøðuni umrødd.

Løgtingsgrannskoðararnir mæla til at fáa greiði á roknskaparpostinum Kapitalogn í landsfyritøkum.

Løgtingsgrannskoðararnir hava átalað, at fleiri partabrøv, sum onki virði hava, eru tikin við í roknskapin, og at ongin føst mannagongd er viðvíkjandi goymslu av partabrøvum. Í september 1998 hevur landsstýrismaðurin upplýst, at avtala er gjørd við gjaldstovuna um:

at frá 1997 verða virðisleys partabrøv ikki tikin við í roknskapinum,
at ein føst mannagongd verður skipað við at goyma partabrøv á gjaldstovuni, og
at gjaldstovan fer at senda rundskriv til aðalstýrini hesum viðvíkjandi.

Viðvíkjandi virðismeting av útlánum og øðrum skuldarum hava løgtingsgrannskoðararnir heft seg við, at avsetingarnar móti tapum byggja á eitt grundarlag, sum upprunaliga varð gjørt fyri roknskaparárið 1991. Hetta er í nógvum førum als ikki nýtiligt grundarlag í dag, tí so nógv er broytt síðani. Gjaldstovan er samd í hesum, men hevur ikki havt orku til at gera nakra neyva virðismeting.

Løgtingsgrannskoðararnir hava heft seg við, at í grannskoðanarfrágreiðingini á s. 19-20 verður víst á ta stóru óvissu, sum er viðvíkjandi avstemmingum av skattaeftirstøðum í bókhaldinum á Gjaldstovuni, og at Gjaldstovan ikki hevur havt orku til at greiða teir mongu avstemmingartrupulleikarnar. Løgtingsgrannskoðararnir meta, at talan er um eitt týðandi øki, og heita tí á landsstýrismannin um at taka stig til at loysa umrøddu trupulleikar.

Innistandandi í Landsbankanum var ultimo 1994 uml. 850 mió.kr. Á s. 20-21 í grannskoðanarfrágreiðingini verða ymisk viðurskifti hesum viðvíkjandi umrødd. Innlánini í Landsbankanum skulu í minsta lagi svara til 15% av bruttotjóðarúrtøkuni. Grannskoðanardeildin vísir á, at útrokningin av bruttotjóðarúrtøkuni byggir á eitt leyst grundarlag. Grannskoðanardeildin vísir eisini á, at tað má sigast at vera óheppið, at hugtøkini "landskassin" og "landsstovnar" ikki er nóg greitt lýst, hvørki í lógini um Landsbankan, í lógini um innlán í Landsbankan og lán úr Landsbankanum ella í viðmerkingunum til lógaruppskotini. Víst verður eisini á, at í sambandi við tulking av hugtakinum "landsstovnur" hevur Landsbankin m.a. tikið útgangsstøði í einum notati um landsstovnar frá 1991, ið má sigast at vera heldur ófullfíggjað. Løgtingsgrannskoðararnir hava eisini heft seg við, at á s. 22 í grannskoðanarfrágreiðingini verður víst á, at tíðaravmarkingin av bæði rentum og kurstapum, ið landsbankin stendur fyri, hava ført við sær nógv meirarbeiði vegna avstemmingartrupulleikar mótvegis bókhaldinum á Gjaldstovuni.

Løgtingsgrannskoðararnir mæla landsstýrismanninum í fíggjarmálum til at fáa greiðu á hesum viðurskiftum.

9. Aðrar viðmerkingar:

Í hjáløgdu grannskoðanarfrágreiðing frá Grannskoðanardeild Landskassans verður kunnað um úrslitið av grannskoðanini av ymsum stovnum, grunnum og skipanum á ymsum málsøkjum. Niðanfyri hava løgtingsgrannskoðararnir gjørt sínar viðmerkingar, vísandi til brot úr hesi frágreiðing:

9.1 Fíggjarmál

Á s. 8-11 í grannskoðanarfrágreiðingini eru broytingar í fíggjarlógarmannagongdini seinnu árini umrøddar. Við fíggjarlógaruppskotinum fyri 1996 varð farið undir at broyta fíggjarlógarmannagongdina. Uppsetingin av fíggjarlógini, sum var nýtt síðani miðskeiðis í 60-árunum, varð broytt, og farið varð burtur frá skipanini við fylgiskjølum til fíggjarlógina.

Á s. 10 vísir grannskoðanardeildin á, at nógvir feilir og misskiljingar vóru í fíggjarlógaruppskotinum fyri 1996 í mun til ta skipan, fíggjarnevndin og landsstýrið tóku undir við at fara yvir til. T.d. vóru fleiri almennir stovnar ikki á fíggjarlógini, fleiri játtanarsløg vóru skeiv, skipanin við bruttotølum var ikki konsekvent, nógvir feilir/misskiljingar vóru í sundurgreiningunum av fleiri játtanum, og í nøkrum førum var als ikki samband ímillum játtan og játtanarsundurgreining o.s.fr. Grannskoðanardeildin vísir tó á, at við fíggjarlógaruppskotinum fyri 1996 vóru hend stór framstig viðvíkjandi lýsing og útgreining av nógvum játtanum, og talan her var um ábøtur, sum kundu koma at fáa varandi virði. Grannskoðanardeildin vísir á, at fíggjarlógaruppskotið fyri 1997 var munandi betur úr hondum greitt enn uppskotið fyri 1996, og í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið er greitt nærri frá ræðisreglum og serstøkum ásetingum fyri tey einstøku játtanarsløgini.

Løgtingsgrannskoðararnir halda, at broytingarnar av fíggjarlógarmannagongdini seinnu árini ikki altíð hava verið nóg væl umhugsaðar, og at løgtingið ikki er kunnað um grundleggjandi broytingar av uppsetingum, fyrr enn uppskotið er lagt fyri tingið. Her verður m.a. hugsað um brutto/nettotøl, sundurbýtið í játtanarsløg, høvuðskonti/undirkonti, sambærlig roknskapartøl fyri farin ár í mun til framtíðarmetingar o.s.fr. Løgtingsgrannskoðararnir meta, at tað hevði verið skilagott við einum samstarvi/samskifti ímillum løgtingið og landsstýrið um tílík grundleggjandi viðurskifti í góðari tíð, áðrenn eitt fíggjarlógaruppskot verður lagt fyri tingið.

Á s. 12-15 í grannskoðanarfrágreiðingini (2.2 Broyting av roknskaparviðurskiftum landsins) eru broytingarnar á hesum øki umrøddar. Vísandi til § 3 í Ll. nr. 33 um landsins almenna roknskaparhald v.m. hevur landsstýrið við kunngerð nr. 114 frá 22. august 1996 ásett nærri reglur um roknskaparhald landsins, og í løtuni arbeiðir ein nevnd við at gera tær vegleiðandi reglur, sum álagdar eru landsstýrinum at gera sambært § 5 í lógini. Í september 1998 hevur landsstýrismaðurin upplýst, at Fíggjarmálastýrið vil seta alla orku inn, soleiðis at arbeiðið kann verða liðugt innan árslok 1998.

Løgtingsgrannskoðararnir fegnast um ta stóru orku, sum umsitingin hevur lagt í at bøta um og greiða roknskaparviðurskiftini.

Í frágreiðingini vísir grannskoðanardeildin tó á, at á fleiri týðandi økjum verða uppgávur, sum sambært roknskaparkunngerðini eru álagdar Fíggjar- og Búskapardeildini, Gjaldstovuni o.ø., ikki loystar. Grannskoðanardeildin hevur í skrivum kunnað landsstýrið um, at Gjaldstovan, orsakað av stóru arbeiðsbyrðuni í sambandi við tær nógvu broytingarnar á roknskaparøkinum, er komin afturút við týðandi arbeiðsuppgávum, og at gjaldstovan hevur víst á, at stórur tørvur er á fleiri starvsfólkum á roknskaparøkinum.

Løgtingsgrannskoðararnir hava mælt landsstýrismanninum til at taka neyðug stig til at tryggja, at roknskaparviðurskiftini koma í eina trygga legu. Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at tað er av stórum týdningi, at roknskaparviðurskiftini á gjaldstovuni koma í eina trygga legu, og at avgerð tí er tikin um at geva gjaldstovuni størri játtan til roknskaparuppgávurnar á fíggjarlógini fyri 1999.

Á s. 15 í grannskoðanarfrágreiðingini vísir grannskoðanardeildin á, at tryggingarviðurskiftini hjá almennum stovnum eru ógreið, og at landið óivað eisini kundi spart pening á hesum øki, um hesi vórðu samskipað. Víst verður á, at landsstýrið í 1992 setti eina kanning í verk, og at grannskoðanardeildin síðani uttan úrslit hevur spurt landsstýrið um, hvat er hent í málinum. Løgtingsgrannskoðararnir mæla landsstýrinum til at taka henda spurning til viðgerðar aftur.

Vísandi til síðu 23 í grannskoðanarfrágreiðingini (2.4 innkrevjing av vinnulánum), hevur grannskoðanardeildin í fleiri ár víst á, at skrásetingin av vinnulánum var sera ófullfíggjað, og at innkrevjing/málsviðgerð/uppfylging í nógvum førum als ikki er farin fram. Grannskoðanardeildin vísir á, at talan hevur verið um eina tilvildarliga og sera ymiska viðgerð av borgarum á hesum øki.

Løgtingsgrannskoðararnar meta ikki, at landsstýrið hevur røkt sínar skyldur á hesum øki.

Ábyrgdin av innkrevjingini av vinnulánum varð í 1997 flutt frá Fíggjar- og Búskapardeildini í landsstýrinum til Gjaldstovuna.

9.2 Skattamál

Á s. 25-43 í grannskoðanarfrágreiðingini eru ymisk viðurskifti umrødd, sum hava við skattamál at gera.

Løgtingsgrannskoðararnir hava heft seg við, at fleiri av ásetingunum í trygdarreglunum, sum stýrið fyri Toll- og Skattstovu Føroya hevði ásett, ikki vórðu fylgdar, m.a. tí at reglurnar ikki vóru nóg greiðar, og at tørvur var á at endurskoða hesar á fleiri økjum. Løgtingsgrannskoðararnir fegnast um, at eitt stórt arbeiði síðani er gjørt fyri at endurskoða og bøta um trygdarreglurnar.

Á s. 25-26 verður víst á, at sáttmálaviðurskiftini ímillum P/F Elektron og Toll- og Skattstovu Føroya eru ógreið, m.a. tí talan er um gamlar standardsáttmálar, og í fleiri førum er ógreitt, hvussu orðingar í sáttmálunum, trygdaravtaluni og trygdarreglugerðini skulu skiljast. Grannskoðanardeildin hevur tí mælt til at endurskoða øll sáttmálaviðurskiftini.

Løgtingsgrannskoðararnir hava mælt landsstýrismanninum til at tryggja, at hesi viðurskifti koma í rættlag. Í september 1998 hevur landsstýrismaðurin upplýst, at nýggja høvuðsavatalan millum P/F Elektron og Toll- og Skattstovu Føroya verður klár at skriva undir í seinasta lagi ultimo oktober í ár, og at arbeiðið við at endurskoða trygdaravtaluna væntandi verður liðugt í seinasta lagi ultimo november 1998.

Á s. 27 verður víst á, at fleiri av EDV-skráunum hjá Toll- og Skattstovu Føroya ikki eru góðkendar. Mælt verður landsstýrismanninum til at fáa greiði á hesum.

Á s. 28-30 er umsitingin av § 118 í skattalógini umrødd. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at onki varð gjørt við at kanna eftir, um allar váttanir komu aftur frá arbeiðsgevarunum, og eru samdir við Grannskoðanardeild Landskassans, sum á s. 29 heldur tað vera óheppið, at tað ongar avleiðingar hevur havt fyri teir arbeiðsgevarar, ið ikki hava hildið sínar skyldur sambært § 118 í skattalógini. (Nevnast kann, at § 118 síðani er broytt við Ll. nr. 168 frá 30. desember 1997).

Vísandi til s. 31-32 í grannskoðanarfrágreiðingini viðvíkjandi álíkning kann nevnast, at § 104 síðani er broytt við Ll. nr. 168 frá 30. desember 1997.

Vísandi til umrøðuna á s. 32 av § 103, stk. 3 í skattalógini halda løgtingsgrannskoðararnir, at tað er sera óheppið, at ivi so leingi hevur verið um, hvussu ein tílík áseting skal tulkast. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at Fíggjar og Búskapardeildin ikki hevur svarað skrivum hesum viðvíkjandi. (Nevnast kann, at § 103, stk. 3 síðani er broytt við Ll. nr. 168 frá 30. desember 1997).

Viðvíkjandi avgjaldi frá Tryggingarsambandinum Føroyar átala løgtingsgrannskoðararnir, at tað tók so nógv ár at fáa greiðu á hesum máli.

Løgtingsgrannskoðararnir hava heft seg við, at á s. 37 verður ført fram, at nógvir feilir eru í innflutningstølunum, sum á fleiri økjum gera, at hagtølini als ikki eru eftirfarandi. Innanhýsis grannskoðanin á Toll- og Skattstovu Føroya hevur eisini í áravís víst á, at hagtølini ikki verða broytt, um tollskrásetingarnar verða broyttar.

Vísandi til síðu 36-37 í grannskoðanarfrágreiðingini (3.7.2 Umsiting av reglum viðvíkjandi tollkreditti), hava løgtingsgrannskoðararnir átalað, at Fíggjar- og Búskapardeildin ikki hevur latið við seg koma, hóast grannskoðanardeildin í áravís hevur mint á, at fleiri reglur í kunngerðini ikki verða hildnar. Í september 1998 hevur landsstýrismaðurin upplýst, at neyðugt er við nýggjari tollkredittkunngerð, og at ætlanin er at fáa hesa lýsta áðrenn endan av oktober; men verður neyðugt við broyting í tolllógini, kann kunngerðin ikki lýsast fyrr enn lógin er broytt, væntandi í november ella desember 1998.

Løgtingsgrannskoðararnir átala, at Fíggjar- og Búskapardeildin á fleiri øðrum økjum heldur ikki hevur svarað viðmerkingum og fyrispurningum frá grannskoðanardeildini m.a. viðvíkjandi brennioljugjaldi/lógarheimild at kanna roknskapartilfar, endurrindan av brennioljugjaldi til gistingarhús, kanning av tollrokningum, lønarhæddaravgjaldi, skrásetingargjaldi og ferðagjaldi/lógarheimild at kanna roknskapartilfar og viðvíkjandi eftirliti við, at lógir verða hildnar.

Á s. 39-41 er umsitingin av Trygdargrunninum fyri avreiðingar og lønir umrødd. Víst verður m.a. á, at arbeiðsgongdir og innanhýsis eftirlit ikki hava verið nóg góð. Hetta hevur ført við sær, at starvsfólkini, sum umsita grunnin, ikki hava verið greið yvir, hvussu málini skuldu avgreiðast, og hvussu viðgerðin skuldi skjalprógvast. Á útgjaldingarøkinum kom hetta til sjóndar t.d. við, at goldið er út, uttan at krøvini í lóg og kunngerð eru fylgd, at mótkrøv ikki eru skrásett og fráboðað, og í fleiri førum var ikki gjørligt at síggja, hvussu eitt mál var viðgjørt. Løgtingsgrannskoðararnir átala hesi viðurskifti, men fegnast um, at stig eru tikin til at bøta um hesi.

Vísandi til s. 41-43 hava løgtingsgrannskoðararnir heft seg við, at roknskapir fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og Frítíðargrunnin ikki eru gjørdir í fleiri ár, men at hesi viðurskifti eru við at koma í rættlag.

9.3 Løgmansfyrisitingin

Vísandi til tað, sum verður ført fram á s. 44-45 í grannskoðanarfrágreiðingini viðvíkjandi eftirliti við Framtaksgrunninum, kann nevnast, at viðtøkurnar eru broyttar, og at fleiri av ásetingunum eru greiðari. Løgtingsgrannskoðararnir mæla til, at løgmaður greiðir teir ivaspurningar, sum Grannskoðanardeild Landskassans síðani hevur reist hesum viðvíkjandi.

Løgtingsgrannskoðararnir átala, at landsstýrið ongantíð umskipaði grunnin til Menningarhjálp til ein eksternan grunn, hóast hetta varð álagt landsstýrinum sambært Ll. nr. 33 frá 27. mars 1992 um avtøku av landskassagrunnum. Grunnurin er síðani tikin av við Ll. nr. 94 frá 6. juni 1997.

9.4 Almanna- og Heilsumál

Viðvíkjandi umsiting av almannaøkinum verður á s. 59 í grannskoðanarfrágreiðinini m.a. víst á, at á nógvum økjum innan almannaumsitingina av veitingum hevur tað víst seg at vera sera trupult og tíðarkrevjandi at fremja munandi og skilagóðar broytingar. So at siga somu trupulleikar hava verið umrøddir í frágreiðingunum ár um ár, og mett verður, at tað neyvan tænir nøkrum endamáli framhaldandi at gera djúptøkna grannskoðan og atfinningarsamar grannskoðanarfrágreiðingar á viðskiftaøkinum, fyrr enn munandi ábøtur eru gjørdar. Talan er um eitt útreiðsluøki, har sjálvt smærri feilir kunnu hava stóran fíggjarligan týdning, og tað hevur víst seg at ganga seint at fremja broytingar á økinum. Grannskoðanardeildin hevur víst á, at tað er umráðandi, at stig verða tikin til neyðugar dagføringar av almannalóggávuni og samskipan við aðra lóggávu, hvørji umsitingarlig krøv skulu setast til málsviðgerð, eftirlit og roknskaparhald, og hvussu grannskoðanin av útreiðslunum á almannaøkinum við støðið í hesum skal skipast framyvir, og mælt verður til, at teir fíggjarligu karmarnir fyri hesum samstundis verða viðgjørdir.

Løgtingsgrannskoðararnir vóna, at uppskot landsstýrisins um nýggja pensjónslóggávu fer at lætta og bøta um umsitingarligu trupulleikarnar á pensiónsøkinum. Løgtingsgrannskoðararnar hava heft seg við, at tað á s. 52 í grannskoðanarafrágreiðingini verður víst á, at tørvur er á eini nýggjari EDV-skipan á Almannastovuni, sum undir øllum umstøðum má vera liðug áðrenn ár 2000, orsakað av trupulleikum við árstølum í verandi skipan. Peningur er játtaður á fíggjarlógini til nýgerð av edv.

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið roknskapirnar og grannskoðanarprotokollirnar hjá teimum trimum sjúkrahúsunum fyri árini 1992-1995. Víst verður til s. 65-68 í hjáløgdu grannskoðanarfrágreiðing frá grannskoðanardeildini. Á s. 67 er tikið samanum viðmerkingarnar frá roknskapargrannskoðanini fyri tey 3 sjúkrahúsini. Løgtingsgrannskoðararnir átala umrøddu viðurskifti.

9.5 Útbúgving og gransking

Vísandi til tað, sum verður ført fram á s. 72-73 um útbúgvingarstuðul og lán, átala løgtingsgrannskoðararnir, at innkrevjingin av veittum lánum als ikki er nøktandi, og heita á landsstýrismannin um at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

9.6 Landbúnaðarmál

Vísandi til s. 79-80 í grannskoðanarfrágreiðingini átala løgtingsgrannskoðararnir, at landsstýrið umskipaði Royndarstøðina í Kollafirði til "Almennar royndir og ráðgeving" uttan at áseta nærri reglur fyri virksemi stovnsins.

Vísandi til tað, sum verður ført fram á s. 80 í grannskoðanarfrágreiðingini um Búnaðardepilin í Kollafirði, átala løgtingsgrannskoðararnir, at hesin varð skipaður uttan neyðugar heimildir, og at landsstýrismaðurin ikki hevur greitt umrøddu ivaspurningar.

Vísandi til tað, sum verður ført fram á s. 80-81 um Skógrøkt Landsins, mæla løgtingsgrannskoðararnir landsstýrismanninum til at fáa samsvar ímillum Ll. nr. 53 frá 27. november 1952 um viðalundir og tað virksemi, sum fer fram á Skógrøkt Landsins í dag.

Vísandi til tað, sum verður ført fram á s. 82-83 í grannskoðanarfrágreiðingini viðvíkjandi Djóralæknatænastuni og Fiskasjúkutænastuni, átala løgtingsgrannskoðararnir, at Vinnumálastýrið hevur biðið um at sloppið undan at svara spurningunum, og heitt verður á landsstýrismannin um at fáa greiðu á sáttmálaviðurskiftunum við støði í teimum spurningum, sum grannskoðanardeildin hevur sett.

9.7 Fiskivinnumál

Játtanin til Praktiskar fiskiroyndir er umrødd á s. 87-88 í grannskoðanarafrágreiðingini. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at landsstýrið ikki hevur hildið reglugerðina um útgjaldingar úr landskassanum. Løgtingsgrannskoðararnir hava heft seg við, at fiskivinnuumsitingin metti, at stovnarnir, ið umsita játtanina, í fleiri førum ikki hava havt orku til at umsita tílíkar játtanir. Løgtingsgrannskoðararnir meta, at játtanin til fiskivinnuroyndir, sum í 1998 er komin uppá 9 mió.kr., er alt ov lítið útgreinað í viðmerkingunum.

Íløgustuðul til fiskivinnuna er umrøddur á s. 89-91 í grannskoðanarfrágreiðingini. Viðvíkjandi umlegging av skuld til studningslán, hjá bátum yvir 20 BRT, átala løgtingsgrannskoðararnir, at onki studningslán var tryggjað við veðrætti í skipunum, hóast hetta er ásett í § 6, stk. 3, í lógini. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at landsstýrið ikki hevur svarað skrivi frá grannskoðanardeildini dagfest 14. juli 1995 viðvíkjandi gjøgnumgongd av einum máli í sambandi við yvirtøku av láni eftir § 7 í lógini.

Viðvíkjandi íløgustuðuli til bátar undir 20 BRT átala løgtingsgrannskoðararnir, at stuðul er goldin út í nøkrum málum, hóast allar treytir ikki tykjast vera loknar.

Á s. 91 í grannskoðanarfrágreiðingini er íløgustuðul til alivinnuna umrøddur. Víst verður á, at ein treyt fyri stuðuli var, at umsøkjarin skuldi leggja eina rakstrar- og likviditetsætlan fyri landsstýrið. Løgtingsgrannskoðararnir undrast á, at umsitingin ikki viðgjørdi hesar rakstrar- og likviditetsætlanir og ikki gjørdi nakrar sjálvstøðugar metingar. Grannskoðanaradeildin metir, at fleiri umsóknir um íløgustuðul ikki áttu at verið játtaðar, tí "samanhangur" ikki var í rakstrinum. Veitti íløgustuðulin var tí í fleiri førum við til at útskjóta neyðugar umstruktureringar og umleggingar ístaðin fyri at elva til hesar.

Vísandi til umrøðuna av Trygdargrunni Alivinnunar á s. 91-92 í grannskoðanarfrágreiðingini halda løgtingsgrannskoðararnir tað vera óheppið, at grunnurin varð umskipaður til ein eksternan grunn av misgáum. Hesin er síðan tikin av aftur í 1997.

9.8 Vinnumál

Grunnurin til ídnaðarfremjandi endamál er umrøddur í grannskoðanarfrágreiðingini á s. 93-97. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at roknskapurin ikki vísir røttu fíggjarstøðuna/fíggjarorkuna hjá grunninum. Játtanarmannagongdin hevur verið ógreið, og løgtingsgrannskoðararnir átala, at landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki hevur umskipað grunnin til eksternan grunn, sum álagt við Ll. nr. 33/1992.

Gistingarhúsgrunnurin er umskipaður til Grunn Ferðavinnunnar og hesin er umrøddur á s. 97-102 í grannskoðanarfrágreiðingini. Í frágreiðingini vísir grannskoðanardeildin m.a. á fleiri ógreið játtanarviðurskifti viðvíkjandi stuðli til ferðavinnuna og ímillum Grunn Ferðavinnunnar og Ferðaráð Føroya, og at hvørki stýrið fyri Ferðaráð Føroya ella stýrið fyri Grunn Ferðavinnunnar er nøgt við leiklutin hjá grunninum ella við samvinnuna ímillum grunnin og Ferðaráðið.

Løgtingsgrannskoðararnir mæla landsstýrismanninum til at fáa greiði á umrøddu viðurskiftum.

Roknskaparviðurskiftini hjá Rúsdrekkasølu Landsins eru umrødd á s. 103-106 í grannskoðanarfrágreiðingini. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at løgtingið ikki fekk høvi at taka støðu til ella geva tær neyðugu heimildirnar til tann fíggjarliga partin í sambandi við stovnsetan av Rúsdrekkasølu Landsins. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at landsstýrið ikki hevur havt ein nóg virknan leiklut í sambandi við ásetan av søluprísum. Vísandi til tað, sum verður ført fram á s. 104, verður mælt landsstýrinum til at broyta játtanarmannagongdina, so bruttovinningurin verður ein játtan fyri seg (inntøkujáttan).

Løgtingsgrannskoðararnir átala, at reglurnar viðvíkjandi uttanlandsferðum ikki hava verið hildnar. Løgtingsgrannskoðararnir hava heft seg við, at skrásetingin av sølu og peningi ikki hevur verið í einari tryggari legu, síðani edv-skipanin varð broytt. Løgtingsgrannskoðarunum kunnugt eru hesi viðurskifti síðani komin í rættlag.

9.9 Samferðslu- og samskiftismál

Vísandi til tað, sum verður ført fram á s. 109 í grannskoðanarfrágreiðingin viðvíkjandi Bileftirliti Føroya, mæla løgtingsgrannskoðararnir landsstýrinum til at greiða heimildarspurningin viðvíkjandi ásetan av gjøldum.

Viðvíkjandi Strandfaraskipum landsins átala løgtingsgrannskoðararnir, at landsstýrismaðurin ikki hevur svarað skrivum viðvíkjandi játtanini í 1995 og viðvíkjandi roknskapunum fyri 1993 og 1994.

Somuleiðis átala løgtingsgrannskoðararnir, at landsstýrismaðurin ikki hevur svarað skrivið frá løgtingsgrannskoðarunum dagfest 21. oktober 1996 viðvíkjandi sølu av "Teistanum". Løgtingsgrannskoðararnir halda, at tað er sera óheppið, at ein landsstýrismaður ikki svarar tílíkum skrivum. Vísandi til tað, sum verður ført fram á s. 107-109 í grannskoðanarfrágreiðingini, taka løgtingsgrannskoðararnir undir við sjónarmiðunum hjá Grannskoðanardeild Landskassans og Fíggjar- og Búskapardeildini um, at søla av aktivum, sum útgangsstøði, krevur fíggjarheimild frá løgtinginum. Undantikið hesum er tó søla, sum natúrliga hongur saman við dagliga rakstrinum.

Skjal 1.

Yvirlit yvir játtanar- og roknskapartøl 1992

(mió.kr.)

Eyka-

Eyka-

F.Lóg

F.-lóg

Munur

Roknsk.

F.-lóg

Munur

INNTØKUR
§ 1 Inntøkuskattur

1.090

900

190

916

900

16

§ 2 Toll-, nýtslu- og framleiðslugjøld

831

760

71

744

760

-16

§ 3 Onnur gjøld

2

4

-2

5

4

1

§ 4 Inntøkur av spæli

1

1

0

1

1

0

§ 5 Rentuinntøkur

-163

58

-221

35

58

-23

§ 6 Landsfyritøkur

20

0

20

0

0

0

§ 7 Partur av avlopi Tjóðbankans

20

20

0

31

20

11

§ 8 Gjøld frá danska ríkiskassanum

789

802

-13

795

802

-7

§ 9 Ymsar inntøkur

2

2

0

1

2

-1

Samantaldar inntøkur

2.592

2.528

ÚTREIÐSLUR
§ 10 Løgtingið

16

17

-1

17

17

0

§ 11 Meginfyrisitingin

150

153

-3

148

153

-5

Uttanríkismál

5

3

2

3

3

0

§ 12 Heilsumál

375

392

-16

393

392

1

§ 13 Samferðsla og samskifti

328

378

-50

399

378

21

§ 14 Útbúgving og gransking

394

388

6

392

388

4

§ 15 Mentan

59

56

3

55

56

-1

§ 16 Fiskivinna, sigling o.t.

334

320

13

315

320

-5

§ 17 Landbúnaður

36

34

2

34

34

0

§ 18 Vinnulív og arbeiðsmarknaður

84

414

-330

428

414

14

§ 19 Almannamál v.m.

776

791

-15

789

791

-2

Íbúðarmál

13

8

5

7

8

-1

§ 20 Eftirlønarútreiðslur

12

12

0

12

12

0

§ 21 Effektivar veðhaldsbindingar

80

226

-146

189

226

-37

§ 22 Rentuútreiðslur

6

257

-251

257

257

0

§ 26 Ymsar ognarútreiðslur

1

0

1

0

0

0

§ 27 Óvissar útreiðslur

14

0

14

0

0

0

§ 28 Serligar útreiðslur

0

0

0

0

0

0

Samantaldar útreiðslur

2.683

3.449

-766

3.449

Rakstrar- og íløguundirskot

-91

-903

811

-909

-903

-6

Nettoútlán landskassans

3

23

-20

8

23

-15

Rakstrar-, íløgu- og útlánsundirskot

-88

-880

792

-901

-880

-22

Skjal 2.

Yvirlit yvir játtanar- og roknskapartøl 1993

(mió.kr.)

Eyka

Eyka-

F.lóg

F.-lóg

Munur

Roknsk.

F.-lóg

Munur

INNTØKUR:
§ 1 Inntøkuskattur

888

814

74

858

814

44

§ 2 Toll-, nýtslu- og framleiðslugjøld

888

753

135

730

753

-23

§ 3 Onnur gjøld

13

4

9

4

4

0

§ 4 Inntøkur av spæli

1

0

1

1

0

1

§ 5 Rentuinntøkur

65

40

25

51

40

11

§ 6 Landsfyritøkur

13

13

0

15

13

2

§ 7 Partur av avlopi Tjóðbankans

25

30

-5

44

30

14

§ 8 Gjøld frá danska ríkiskassanum

807

804

3

814

804

10

§ 9 Ymsar inntøkur

1

1

0

1

1

0

Samantaldar inntøkur

2.701

ÚTREIÐSLUR
§ 10 Løgtingið

15

15

0

15

15

0

§ 11 Meginfyrisitingin

130

135

-5

133

135

-2

Uttanríkismál

2

2

0

2

2

0

§ 12 Heilsumál

347

356

-9

357

356

1

§ 13 Samferðsla og samskifti

192

203

-11

206

203

3

§ 14 Útbúgving og gransking

355

366

-11

366

366

0

§ 15 Mentan

52

52

0

51

52

-1

§ 16 Fiskivinna, sigling o.t.

143

154

-11

156

154

2

§ 17 Landbúnaður

29

29

0

29

29

0

§ 18 Vinnulív og arbeiðsmarknaður

74

56

18

43

56

-13

§ 19 Almannamál v.m.

826

833

-7

837

833

4

Íbúðarmál

7

7

0

7

7

0

§ 20 Eftirlønarútreiðslur

11

11

0

11

11

0

§ 21 Effektivar veðhaldsbindingar

150

210

-60

202

210

-8

§ 22 Rentuútreiðslur

318

317

1

326

317

9

§ 26 Ymsar ognarútreiðslur

1

1

0

0

1

-1

§ 27 Óvissar útreiðslur

20

20

0

20

20

0

§ 28 Serligar útreiðslur

0

2.290

-2.290

2.290

2.290

0

Samantaldar útreiðslur

-2.385

5.051

0

Rakstrar- og íløguundirskot

29

-2.597

2.626

-2.532

-2.597

65

Nettoútlán landskassans

0

0

0

-2

0

-2

Rakstrar-, íløgu- og útlánsundirskot

29

-2.597

2.626

-2.534

-2.596

63

Skjal 3.

Yvirlit yvir játtanar- og roknskapartøl 1994

(mió.kr.)

Eyka-

Eyka-

F.lóg

F.-lóg

Munur

Roknsk.

F.-lóg

Munur

INNTØKUR:
§ 1 Inntøkuskattur

763

765

-2

788

765

23

§ 2 Toll-, nýtslu- og framleiðslugjøld

918

923

-5

947

923

24

§ 3 Onnur gjøld

16

6

10

3

6

-3

§ 4 Inntøkur av spæli

1

1

0

1

1

0

§ 5 Rentuinntøkur

40

40

0

29

40

-11

§ 6 Landsfyritøkur

13

12

1

13

12

1

§ 7 Partur av avlopi Tjóðbankans

25

0

25

0

0

0

§ 8 Gjøld frá danska ríkiskassanum

810

808

2

817

808

9

§ 9 Ymsar inntøkur

1

1

0

1

1

0

Samantaldar inntøkur

2.587

31

2.599

ÚTREIÐSLUR
§ 10 Løgtingið

16

17

-1

17

17

0

§ 11 Meginfyrisitingin

137

142

-5

140

142

-2

Uttanríkismál

2

2

0

2

2

0

§ 12 Heilsumál

358

365

-7

366

365

1

§ 13 Samferðsla og samskifti

159

181

-22

181

181

0

§ 14 Útbúgving og gransking

364

372

-8

367

372

-5

§ 15 Mentan

45

49

-4

48

49

-1

§ 16 Fiskivinna, sigling o.t.

123

157

-34

155

157

-2

§ 17 Landbúnaður

25

25

0

25

25

0

§ 18 Vinnulív og arbeiðsmarknaður

84

75

9

72

75

-3

§ 19 Almannamál v.m.

862

840

22

839

840

-1

Íbúðarmál

12

27

-15

26

27

-1

§ 20 Eftirlønarútreiðslur

12

12

0

11

12

-1

§ 21 Effektivar veðhaldsbindingar

90

65

25

66

65

1

§ 22 Rentuútreiðslur

553

437

116

440

437

3

§ 26 Ymsar ognarútreiðslur

6

1

5

0

1

-1

§ 27 Óvissar útreiðslur

0

0

0

0

0

0

§ 28 Serligar útreiðslur

0

251

-251

234

251

-17

Samantaldar útreiðslur

2.848

Rakstrar- og íløguundirskot

-261

-462

201

-391

-462

71

Nettoútlán landskassans

3

3

0

0

3

-3

Rakstrar-, íløgu- og útlánsundirskot

-258

-459

201

-391

-459

68


Fylgiskjal I
Landsroknskapir fyri árini 1992, 1993 og 1994. Kunnu fáast við at venda sær til Føroya Gjaldstovu.

Fylgiskjal II

1. Inngangur

2. Fíggjarmál

2.1 Fíggjarlóg og fíggjarlógarmannagongd (GL 1996/1 01-1)

2.1.1 Generelt

2.1.2 Fíggjarlógarmannagongd og játtanarmeginreglur fyri fíggjarárini 1990-1995

2.1.3 Tilmæli til nýggja játtanarskipan

2.1.4 Fíggjarlógaruppskotið fyri fíggjarárið 1996

2.1.5 Fíggjarlógaruppskotið fyri fíggjarárið 1997

2.2 Broyting av roknskaparviðurskiftum landsins (GL 1996/1 01-2)

2.2.1 Generelt

2.2.2 Løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald v.m. (Roknskaparlógin)

2.2.3 Kunngerð um roknskaparverk landsins o.a. (Roknskaparkunngerðin)

2.2.4 Vantandi reglur fyri mannagongdir á roknskaparøkinum.

2.2.5 Roknskaparviðurskiftini á Gjaldstovuni

2.2.6 Peningastovnskonti

2.2.7 Ógreiðar góðkenningarmannagongdir.

2.2.8 Rundskriv o.l. til almennar stovnar

2.2.9 Vantandi ognaryvirlit

2.2.10 Ógreið tryggingarviðurskifti

2.3 Fíggjarstøða 1992-1994

2.3.1 Kapitalogn í landsfyritøkum (GL 1996/3 01 2-1)

2.3.2 Partabrøv (GL 1996/3 01 2-1)

2.3.3 Útlán (GL 1996/3 01 2-1) og aðrir skuldarar (GL 1996/3 01 3-4)

2.3.4 Áogn (GL 1996/3 01 3-4)

2.3.5 Innistandandi í Landsbankanum (GL 1996 / 3 01 4-1)

2.3.6 Banka- og girokonti (GL 1996/3 01 4-1)

2.3.7 Skuld (GL 1996/3 02 2-1)

2.4 Innkrevjing av vinnulánum (GL 1996/2 03 1-3)

2.5 Lønarútgjøld avgreidd av Føroya Gjaldstovu (GL 1996/2 03 1-1)

2.5.1 Fastar lønir

2.5.2 Leysar lønarávísingar

2.5.3 Innanhýsis eftirlit

3. Skattamál

3.1 Roknskapar- og trygdarreglur (GL 1996/2 04 0-2)

3.2 Edv-viðurskifti og -útreiðslur á Toll- og Skattstova Føroya (GL 1996/2 04 1-1)

3.2.1 Sáttmálaviðurskiftini við P/F Elektron

3.2.2 Prísskipanin

3.2.3 Krøv frá Skrásetingareftirlitinum.

3.2.4 Keyp/gerð av nýggju toll- og avgjaldsskipanini.

3.3 Persónskattur (GL 1996/2 04 2-1)

3.3.1 Kanning av skattabroytingum

3.3.2 Skattaupplýsingar á lønarseðlum

3.3.3 Umsiting av § 118 í skattalógini

3.4 Partafelagsskattur (GL 1996/2 04 3-1)

3.4.1 Innkrevjing

3.4.2 Álíkning

3.4.3 Umsiting av dagsektum.

3.4.4 Partafelagsskrásetingin

3.4.5 Eftirlit við at lógir verða hildnar

 

3.5 Avgjald frá Tryggingarsambandinum Føroyar (GL 1996/2 04 3-2)

3.5.1 Avgjaldið árini 1986-91

3.5.2 Avgjaldið árini 1992-96

3.5.3 Viðmerkingar

3.6 Brennioljuavgjald (GL 1996/2 04 5-1)

3.6.1 Viðv. uppgerð av serligum avgjaldi á brenniolju

3.6.2 Viðv. lógarheimild til at kanna roknskapartilfar

3.6.3 Viðv. § 1 í lógini um serligt avgjald á brenniolju

3.6.4 Viðv. endurgjald av serligum avgjaldi á brenniolju - gistingarhús

3.7 Innflutningsgjøld (GL 1996/2 04 5-2)

3.7.1 Eftirlit við innfluttum vørum

3.7.2 Umsiting av reglunum viðvíkjandi tollkreditti

3.7.3 Kanning av tollrokningum

3.8 Ymisk gjøld (GL 1996/2 04 5-3)

3.8.1 Avgjald á framleiðslu

3.8.2 Lønarhæddaravgjald

3.8.3 Skrásetingargjald

3.8.4 Ferðagjald (GL 1996/2 04 6-1)

3.9 Trygdargrunninum fyri avreiðingar og lønir (GL 1996/ 2 09 1-1)

3.9.1 Lógargrundarlag

3.9.2 Leiðslu-, roknskapar- og grannskoðanarviðurskifti

3.9.3 Roknskaparyvirlit

3.9.4 Grannskoðan av roknskapunum fyri 1992, 1993 og 1994

3.10 Aðrir grunnar, sum Toll- og Skattstova Føroya umsitur (GL 1996/2 09 1-1)

3.10.1 Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin

3.10.2 Frítíðargrunnurin

4. Løgmansfyrisitingin

4.1 Eftirlit við Framtaksgrunninum (GL 1997/2 15 9-3)

4.2 Grunnurin "Menningarhjálp" (GL 1996/2 02 2-1)

4.2.1 Játtanir í grunnin

4.2.2 Játtanir úr grunninum

4.2.3 Roknskapartøl árini 1992-96

4.2.4 Internur ella eksternur grunnur

5. Rættarmál

5.1 Matrikulstovan (GL 1997/2 05 9-1)

5.1.1 Lógargrundarlag

5.1.2 Roknskaparviðurskifti

5.1.3 Skuldarar/inntøkur

6. Almanna- og heilsumál

6.1 Roknskaparyvirlit

6.2 Grannskoðan av almannaútreiðslum við ríkisendurgjald (GL 1996/1 03 2-1)

6.2.1 Yvirordnaða umsitingin av Almannaøkinum

6.2.2 Pensjónsøkið

6.2.3 Forsorgarøkið

6.2.4 Dagpeningaøkið

6.2.5 Barnaforsorgarøkið

6.2.6 Onnur viðurskifti

6.2.7 Afturgjald av ov nógv útgoldnum ríkisendurgjaldi

6.2.8 Grannskoðan av almannaøkinum framyvir

6.3 Heimarøktin (Heimahjálparskipanin og Heilsu- og heimasjúkrasystraskipanin)

6.3.1 Heimahjálparskipanin (GL 1996/2 07 4-2)

6.3.2 Heilsu- og Heimasjúkrasystraskipanin (GL 1996/1 07 4-3)

6.4 Serforsorg, bústovnar v.m. (GL 1996/2 07 4-1)

6.4.1 Lógargrundarlag

6.4.2 Fyrisiting

6.4.3 Innanhýsis eftirlit á roknskaparøkinum

6.4.4 Innanhýsis eftirlit í sambandi við lønarumsiting

6.5 Sjúkrahúsverk Føroya (GL 1997/2 08 2-2 )

6.5.1 Lógargrundarlag

6.5.2 Leiðslu- og roknskaparviðurskifti

6.5.3 Yvirlit yvir rakstrarútreiðslur 1992-1995

6.5.4 Íløgur

6.5.5 Viðmerkingar til roknskapirnar

6.6 Útreiðslur víðvíkjandi Ríkissjúkrahúsinum (GL 1997/2 08 2-2)

7. Arbeiðsmarknaðarmál

7.1 Arbeiðseftirlitið (GL 1997/2 09 2-1)

8. Útbúgving og gransking

8.1 Føroya Læruráð (GL 1997/2 10 3-1)

8.1.1 Studningur til lærupláss (Lógarbundin játtan)

8.1.2 Ferðaendurgjald til lærupláss (Onnur játtan)

8.1.3 Eftirútbúgving av yrkislærarum (Rakstrarjáttan)

8.2 Miðnáms- og hægri skúlar (GL 1997 / 2 10 3-1, GL 1997 / 2 10 4-2)

8.3 Útbúgvingarstuðul og -lán (GL 1997/2 10 9-1)

8.3.1 Lógargrundarlag

8.3.2 Játtanar og roknskaparviðurskifti

8.3.3 Umsiting av útgjøldum

8.3.4 Innkrevjing av veittum lánum

9. Mentanar- og Kirkjumál

9.1 Náttúrugripasavnið (GL 1996/2 11 2-1)

9.2 Føroya Fornminnissavn (GL 1996/2 11 2-2)

9.3 Kirkjugrunnurin (GL 1996 / 2 11 6-1)

9.3.1 Lógargrundarlag v.m.

9.3.2 Játtanar- og roknskaparviðurskifti

9.3.3 Umsiting av útreiðslum

9.3.4 Fíggjarstøða

9.3.5 Grannskoðan av roknskapunum

10. Landbúnaðarmál

10.1 Almennar royndir og ráðgeving (GL 1996/2 13 2-1)

10.1.1 Játtanarviðurskifti/endamál við ARR

10.1.2 Roknskaparviðurskifti

10.1.3 Royndarvirksemi

10.1.4 Ongin ársfrágreiðing

10.2 Búnaðardepilin í Kollafirði (GL 1996/2 13 2-1)

10.3 Skógrøkt Landsins (GL 1996/2 13 2-3)

10.3.1 Lógargrundarlag/endamál

10.3.2 Inntøkur

10.3.3 Roknskaparviðurskifti

10.4 Landsdjóralæknaembætið (GL 1997/2 13 2-4)

10.5 Djóralæknatænastan (GL 1997/2 13 2-4)

10.6 Fiskasjúkutænastan (GL 1997/2 14 3-4)

11. Fiskivinnumál

11.1 Minstaforvinningur og studningur til fiskivinnuna (LGR 1996/151-1)

11.2 Sjóvinnufyrisitingin/Skráseting Føroya (GL 1997/2 14 1-2)

11.3 Praktiskar Fiskiroyndir (GL 1996 / 2 14 3-1)

11.4 "m/s Magnus Heinason" (GL 1997/ 2 14 3 - 5)

11.5 Íløgustuðul til fiskivinnuna (GL 1996/2 14 4-2)

11.5.1 Íløgustuðul til bátar yvir 20 BRT.

11.5.2 Íløgustuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT

11.6 Íløgustuðul til alivinnuna (GL 1996/2 14 4-3)

11.7 Trygdargrunnur Alivinnunar (GL 1996/2 14 4-3)

12. Vinnumál

12.1 Grunnurin til Ídnaðarfremjandi Endamál (GL 1996 / 2 15 3-1)

12.1.1 Roknskaparviðurskifti/fíggjarstøða

12.1.2 Gjøgnumgongd av játtaðum studningi

12.1.3 Umskipan til eksternan grunn/ kunngerð nr. 14 frá 18. februar 1997

12.2 Grunnur Ferðavinnunnar (GL 1996/2 15 9-2)

12.2.1 Roknskaparviðurskifti

12.2.2 Lógargrundarlag /endamál v.m.

12.2.3 Fyrisiting

12.2.4 Ógreið játtanarviðurskifti viðvíkjandi stuðli til ferðavinnuna

12.2.5 Fíggjarorka grunnsins

12.2.6 Ógreið viðurskifti ímillum Grunn Ferðavinnunar og Ferðaráð Føroya

12.2.7 Lánsveiting úr grunninum

12.2.8 Aðrar viðmerkingar

12.3 Rúsdrekkasøla Landsins (GL 1996/2 03 9 - 1)

12.3.1 Lógargrundarlag og stovnsetan av Rúsdrekkasøluni

12.3.2 Roknskapar- og játtanarviðurskifti

12.3.3 Ásetan av prísi á brennivíni og víni

12.3.4 Ásetan av prísi á øli

12.3.5 Aðrar viðmerkingar

13. Samferðslu- og Samskiftismál

13.1 Strandfaraskip Landsins (GL 1996/ 2 16 4)

13.1.1 Skriv viðvíkjandi játtanini í 1995

13.1.2 Skriv viðvíkjandi roknskapunum fyri 1993 og 1994

13.1.3 Skriv viðvíkjandi heimild til at selja ognir landsins

13.2 Bileftirlit Føroya (GL 1997/2 16 9-1)

14. Játtanarviðurskifti fíggjarárið 1992

14.1 Generelt um játtanirnar

14.2 Inntøkur

14.2.1 § 1 Inntøkuskattur

14.2.2 § 2 Toll-, nýtslu- og framleiðslugjøld

14.2.3 § 3 Onnur gjøld

14.2.4 § 4 Inntøkur frá spæli

14.2.5 § 6 Landsfyritøkur

14.2.6 § 9 Ymsar inntøkur

14.3 Útreiðslur

14.3.1 § 10 Løgtingið

14.3.2 § 11 Landsfyrisiting

14.3.3 § 12 Heilsumál

14.3.4 § 13 Samferðsla

14.3.5 § 14 Útbúgving og gransking

14.3.6 § 16 Fiskivinna, sigling o.t.

14.3.7 § 18 Vinnulív og arbeiðsmarknaður annars

14.3.8 § 19 Almannamál

14.3.9 § 21 Effektivar veðhaldsbindingar

14.4 Gjaldførisætlan

15. Játtanarviðurskifti fíggjarárið 1993

15.1 Generelt um játtanirnar

15.2 Inntøkur

15.2.1 § 1 Inntøkuskattur

15.2.2 § 2 Toll-, nýtslu- og framleiðslugjøld

15.2.3 § 3 Onnur gjøld

15.2.4 § 4 Inntøkur frá spæli

15.2.5 § 6 Landsfyritøkur

15.3 Útreiðslur

15.3.1 § 10 Løgtingið

15.3.2 § 11 Landsfyrisiting

15.3.3 § 12 Heilsumál

15.3.4 § 13 Samferðsla

15.3.5 § 14 Útbúgving og gransking

15.3.6 § 16 Fiskivinna, sigling o.t.

15.3.7 § 18 Vinnulív og arbeiðsmarknaður annars

15.3.8 § 19 Almannamál v.m.

15.3.9 § 21 Effektivar veðhaldsbindingar

15.3.10 § 22 Rentuútreiðslur

15.3.11 § 27 Óvissar útreiðslur

15.3.12 § 28 Serligar útreiðslur

15.4 Gjaldførisætlan

16. Játtanarviðurskifti fíggjarárið 1994

16.1 Generelt um játtanirnar

16.2 Inntøkur

16.2.1 § 1 Inntøkuskattur

16.2.2 § 2 Toll-, nýtslu- og framleiðslugjøld

16.2.3 § 3 Onnur gjøld

16.2.4 § 6 Landsfyritøkur

16.3 Útreiðslur

16.3.1 § 10 Løgtingið

16.3.2 § 11 Landsfyrisiting

16.3.3 § 12 Heilsumál

16.3.4 § 13 Samferðsla

16.3.5 § 14 Útbúgving og gransking

16.3.6 § 15 Mentan

16.3.7 § 16 Fiskivinna, sigling o.t.

16.3.8 § 18 Vinnulív og arbeiðsmarknaður annars

16.3.9 § 19 Almannamál v.m.

16.3.10 § 21 Effektivar veðhaldsbindingar

16.3.11 Rentuútreiðslur á § 22 og § 28

16.4 Gjaldførisætlan

1. Inngangur

Í reglugerð landsstýrisins frá 9. juni 1976 fyri internu grannskoðanardeild landskassans er ásett, at landskassans roknskapur og bókføring verða grannskoðað av internu grannskoðanardeild landskassans undir eftirliti av løgtingsins statsautoriseraða grannskoðara. Reglugerðin fevnir um grannskoðanina av tí partinum av landskassaroknskapinum og landskassabókføringini, sum verður førdur og umsitin av Føroya Gjaldstovu.

Í reglugerðini er eisini ásett, at stovnar, sum hava sjálvstøðuga bókføring og roknskap, ikki koma undir grannskoðan av grannskoðanardeildini. Her er talan um stovnar so sum Telefonverkið, Postverkið, Strandferðsluna, Apoteksverkið, Sjúkrahúsverkið, útlánsgrunnar, studningsskipanir, sum Lønjavningargrunnurin og Jarðarráðið umsita, ymsir stovnar innan almanna- og heilsuverkið, ávísir skúlar o.s.fr. Hesir verða grannskoðaðir av privatum grannskoðarum, og nakrar av hesum roknskapum leggja løgtingsgrannskoðararnir fyri tingið til góðkenningar.

Vanliga mannagongdin er, at grannskoðanardeildin, í fyrsta umfari, sendir stovnum v.m. grannskoðanarfrágreiðingar til kunningar og viðmerkingar til tess at tryggja, at skeivleikar og misskiljingar ikki koma fyri. Síðani verður landsstýrið kunnað um úrslitið av grannskoðanini, og biðið verður um møguligar viðmerkingar, og í nøkrum førum verður spurt um, hvørji tiltøk landsstýrið ætlar at seta í verk til tess at fáa ávís viðurskifti í rættlag.

Ein trupulleiki við grannskoðanini hevur verið, at játtanar- og roknskaparviðurskifti ikki hava verið nóg greið, og í frágreiðingini verður greitt frá broytingum í fíggjarlógarmannagongd og roknskaparviðurskiftum seinastu árini. Síðani verður kunnað um grannskoðanina av ymsum stovnum, grunnum og skipanum á ymsum málsøkjum, og tikið verður samanum úrslitið av grannskoðan og tí samskifti, ið verið hevur í hesum sambandi. Í teimum førum stovnar ella landsstýrið hava gjørt viðmerkingar ella víst á ávís tiltøk, ætlanin er at seta í verk, er hetta tikið við í frágreiðingina. Hóast fleiri áminningarskriv, hevur grannskoðanardeildin ikki fingið svar uppá allar viðmerkingarnar. Hetta hevur seinkað fleiri málum, og í fleiri førum verður tí í frágreiðingini víst til ósvarað skriv.

Í sambandi við at løgtingsgrannskoðararnir skulu leggja landsroknskapirnar fyri fíggjarárini 1992-1994 fyri løgtingið til góðkenningar, verður síðst í frágreiðingini greitt frá ymsum játtanarviðurskiftum, sum knýta seg til hvørt av hesum fíggjarárum. Her verður m.a. tikið samanum viðmerkingar frá fíggjarnevndini til ymsar játtanir, í sambandi við viðgerð av eykafíggjarlógaruppskotunum. Víst verður eisini á játtanir, har størri frávik eru ímillum játtan á fíggjarlóg, á eykafíggjarlóg og nýtslu sambært landsroknskapinum, og greitt verður frá samskifti um ávísar játtanir.

Tórshavn, tann 3. desember 1997
Grannskoðanardeild Landskassans P/F Grannskoðaravirkið INPACT
Leivur Harryson Jógvan Amonsson, statsaut. grannskoðari

2. Fíggjarmál

2.1. Fíggjarlóg og fíggjarlógarmannagongd (GL 1996/1 01-1)

2.1.1 Generelt

Fíggjarlógin, harundir fíggjarlógaruppsetingin, játtanarsløgini og viðmerkingarnar, er eitt týdningarmikið amboð hjá løgtinginum at stýra, ávirka og raðfesta útreiðslur landsins, og er avgerandi fyri, hvørjar heimildir, skyldur og hvørja ábyrgd landsstýrið hevur viðvíkjandi umsiting av játtanum. Fíggjarlógin er eisini eitt týðandi amboð til at kunna almenningin um politiskar avgerðir.

Fíggjarlógin er á nógvum økjum einasta grundarlagið undir eftirliti/eftirkannan av, um samsvar er ímillum politiskar avgerðir og umsitingina. Tá ið nýtslan á teimum ymsu rakstrarstøðunum verður gjøgnumgingin, stinga spurningar seg ofta upp, um peningurin er nýttur til tey endamál, ið ætlað varð, tá fíggjarlógin varð samtykt. Er endamálið við játtanini ógreitt, kann tað vera trupult at meta um hetta er rokkið.

2.1.2 Fíggjarlógarmannagongd og játtanarmeginreglur fyri fíggjarárini 1990-1995

Fram til 1996 kom ofta fyri, tá ið fíggjarlógin var samtykt, at fylgiskjøl, viðmerkingar landsstýrisins og viðmerkingar frá meirilutanum í fíggjarnevndini ikki samsvaraðu. Á nógvum økjum bar illa til at síggja, hvørjar fyritreytir vóru fyri eini játtan.

Í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum fyri 1990 varð í álitinum frá fíggjarnevndini tikið samanum nakrar meginreglur, ið tá vórðu hildnar at vera galdandi fyri, hvussu ein játtan skal skiljast, og hvørjar bindingar talan er um. Sambært álitinum var høvuðsreglan fyri játtanunum til "umsitingarrakstrarstøð", at játtanin er ein blokkur til rakstrarstaðið, at ósettar normeringar ikki kunnu setast uttan við loyvi frá landsstýrinum og við góðkenning frá fíggjarnevndini, at ongin nýnormering verður játtað, og at broyting av leigumálum og edv-skipanum, leasing v.m. bert kann fremjast innan galdandi játtan og við loyvi frá landsstýrinum.

Vísandi til fíggjarnevndarálitið til fíggjarløgtingslógina fyri 1990 sendi landsstýrið 16. januar 1990 út skriv til allar almennar stovnar, har omanfyristandandi høvuðsreglur vórðu endurtiknar. Í hesum skrivi vóru tey 4 punktini nakað útgreinað.

Í álitinum til fíggjarlógina fyri 1991 vísti fíggjarnevndin til tær fyri fíggjarárið 1990 ásettu meginreglurnar. Boðað varð frá, at fyri fíggjarárið 1991 vóru somu høvuðsreglur galdandi fyri játtanirnar til umsitingarrakstrarstøð, tó soleiðis, at ongin nýnormering kundi játtast uttan loyvi frá fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin vísti í álitinum til fíggjarløgtingslógina fyri 1992 á somu høvuðsreglur, sum vóru galdandi fyri 1991.

Viðvíkjandi játtanini á fíggjarlógini vísti Føroya Landsstýri í skrivi dagfest 3. mars 1992 til allar stovnar á meginregluna í fíggjarnevndarálitinum frá 1990, um at ein játtan skal skiljast sum ein blokkur til rakstrarstaðið, og at henda meginregla ikki er sett úr gildi.

2.1.3 Tilmæli til nýggja játtanarskipan

Tann 5. mei 1995 gjørdu Grannskoðanardeild Landskassans, Føroya Gjaldstova og Fíggjar- og Búskapardeildin eitt felags tilmæli um broytingar av játtanarskipanini, og á fundi 10. mei 1995 tóku landsstýrismenn og fíggjarnevndin undir við, at arbeiðið við broytingum í fíggjarlógarmannagongdini skuldi halda fram við støði í hesum tilmæli.

Í tilmælinum varð nomið við nakrar av høvuðstrupulleikunum í verandi skipan:

Í tilmælinum varð skotið upp at royna at loysa hesar trupulleikar við at fara yvir til meginreglurnar í tí skipan, ið nýtt verður í Danmark. Talan er um reglur um uppseting av fíggjarlóg, krøv til lýsing og útgreining av játtanum, og reglur fyri heimildum og skyldum hjá fyrisitingini viðvíkjandi umsiting av fíggjarjáttanum.

Høvuðstættirnir í hesi skipan eru:

Mælt varð til beinanvegin at fara undir at gera eitt uppskot til endamálsuppbýti á fíggjarlógini. Uppskotið skuldi leggjast fyri figgjarnevndina til góðkenningar. Uppskotið skuldi gerast við støði í fíggjarlógini fyri 1995. Somuleiðis skuldi ein budgettleiðbeining leggjast fyri fíggjarnevndina at góðkenna.

Arbeiðsbólkurin metti, at ein avgerandi treyt fyri at fáa skipanina at virka er, at neyðug umsitingarlig orka verður sett av - bæði til at byggja skipanina upp, seta hana í verk og til ta dagliga umsitingina framyvir. Arbeiðsbólkurin mælti til, at ein umsitingarlig eind við 3-4 royndum fólkum verður skipað undir Fíggjar- og Búskapardeild landsstýrisins. Henda eind skal burturav taka sær av at senda út og savna saman tilfar frá stovnum o.ø. til fíggjarlógar- og eykafíggjarlógaruppskot, skipa fyri edv-viðgerð av tilfarinum (til hetta verður partur av tí nýggju fíggjarstýringarskipanini), kritiskt gjøgnumganga fíggjarlógartilfarið frá stovnunum, gera analysir, langtíðarætlanir og tryggja, at hesar verða framdar, fyrireika og orða umsóknir um eykajáttanir til fíggjarnevndina, veita ráðgeving og leiðbeining til stovnar o.o. og greiða ivaspurningar í sambandi við, at farið verður yvir til nýggjar skipanir og reglur. Harumframt skuldi eindin taka sær av játtanareftirlitinum, hava umsjón við at reglurnar í budgettleiðbeiningum, roknskaparlógum og -kunngerðum/rundskrivum verða hildnar, vera við til at greina út framtíðar edv-tørv og krøv í hesum sambandi og samskipa hetta við arbeiðsbólkin, ið fyrireikar ta nýggju fíggjarstýringarskipanina.

2.1.4 Fíggjarlógaruppskotið fyri fíggjarárið 1996

Við skrivi dagfest 29. juni 1995 heitti landsstýrið á landsumsitingina og landsstovnar o.o., um at koma við uppskoti til játtan fyri fíggjarárið 1996. Upplýst varð, at fíggjarlógararbeiðið var nakað seinkað orsakað av umleggingum av mannagongdum og formligum viðurskiftum, og at ein av fyrstu uppgávunum verður at gera eitt greitt uppbýti av øllum játtanum í ymisk játtanarsløg. Upplýst varð, at landsstýrið arbeiddi við at allýsa (definera) hesi játtanarsløg fyri at áseta, hvørja ábyrgd, heimild, rættindi og skyldur umsitingin hevur.

Við skrivi dagfest 19. juli 1995 sendi landsstýrið stovnunum yvirlit yvir øll játtanarsløgini á fíggjarlógini, lýsing av játtanarsløgunum og oyðubløð at fylla út fyri hvørt av hesum játtanarsløgum. Upplýst varð, at landsstýrið arbeiddi við at gera dispositiónsreglur fyri tey ymisku játtanarsløgini.

Í september 1995 gjørdu gjaldstovan og grannskoðanardeildin vart við, at í mun til tær meginreglur, ætlanin var at nýta, vóru nógvir feilir og misskiljingar í tí nýggju uppsetingini av fíggjarlógini, sum Fíggjar- og Búskapardeildin hevði gjørt fyri 1996. Sum støðan var, mælti grannskoðanardeildin tí til heldur at nýta uppsetingina frá árunum frammanundan. Grannskoðanardeildin helt tað vera óheppið, at fíggjarnevndin ikki hevði havt høvi til at góðkenna broytingarnar í uppsetingini og uppbýtið í játtanarsløg v.m. Eisini helt grannskoðanardeildin tað vera óheppið, at ongin góðkend budgettleiðbeining e.t. var gjørd, sum lýsti ta nýggju mannagongdina og hvørjar reglur vóru galdandi fyri tey ymisku játtanarsløgini. Úrslitið varð, at eitt lógaruppskot varð lagt fyri tingið, har týðandi partar av innihaldinum vóru ógreiðir/ódefineraðir.

Á fundi 13. november 1995 mælti grannskoðanardeildin til at strika/endurskoða fleiri av játtanarsløgunum í fíggjarlógaruppskotinum og gera eina vegleiðing við ítøkiligum játtanarreglum fyri 1996, so ongin ivi tekur seg upp um, hvørjar reglur nú eru galdandi í mun til tær meginreglur fíggjarnevndin áður hevur ásett.

Í skrivi dagfest 27. november 1995 vísti grannskoðanardeildin á, at hóast landsstýrið tann 10. oktober 1995 kom við "Ískoyti til uppskot til fíggjarlóg 1996 (rættingar til viðmerkingar)", har onkur minni feilur afturat varð rættaður, vóru framvegis nógvir feilir og misskiljingar í fíggjarlógaruppskotinum í mun til ta skipan, fíggjarnevndin og landsstýrið tóku undir við at fara yvir til. T.d. vóru fleiri almennir stovnar framvegis ikki á fíggjarlógini, spurnartekin kundi setast við fleiri játtanarsløg, nøkur vóru eyðsæð skeiv, skipanin við bruttotølum var ikki konsekvent, feilir/misskiljingar vóru í sundurgreiningunum av fleiri játtanum, í nøkrum førum var ikki samband ímillum játtan og játtanarsundurgreining o.s.fr. - Grannskoðanardeildin vísti tó á, at við fíggjarlógaruppskotinum fyri 1996 vóru hend stór framstig viðvíkjandi lýsing og útgreining av nógvum játtanum, og at talan her var um ábøtur, sum komu at fáa varandi virði.

2.1.5 Fíggjarlógaruppskotið fyri fíggjarárið 1997

Eftir áheitan frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum gjørdi grannskoðanardeildin í skrivi dagfest 12. november 1996 nakrar viðmerkingar til fíggjarlógaruppskotið fyri 1997. Avrit av hesum skrivi varð sent fíggjarnevndini og viðgjørt á fundi har. Tá fíggjarárið 1997, sambært viðmerkingum landsstýrisins, er fyrsta veruliga fíggjarár undir nýggju játtanarskipanini, vísti grannskoðanardeildin m.a. á nakrar av teimum yvirordnaðu ivaspurningunum, sum støða eigur at verða tikin til:

Nevnast skal, at fíggjarlógaruppskotið fyri 1997 var munandi betur úr hondum greitt enn uppskotið fyri 1996, og í viðmerkingunum verður greitt nærri frá ræðisreglum og serstøkum ásetingum fyri tey einstøku játtanarsløgini.

2.2 Broyting av roknskaparviðurskiftum landsins (GL 1996/1 01-2)

2.2.1 Generelt
Í 1988 setti landsstýrið eina nevnd at viðgera ymiskar trupulleikar, sum høvdu tikið seg upp vegna tær stóru broytingar, sum vóru farnar fram innan almenna roknskaparhaldið. Úrslitið varð reglugerð landsstýrisins frá 15. januar 1990 viðvíkjandi útgjaldingum úr landskassanum, sum serliga viðger, hvussu útreiðsluskjøl frá stovnum skulu ávísast til gjaldingar á gjaldstovuni.

2.2.2 Løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald v.m. (Roknskaparlógin)
Hvørki í reglugerðini ella á annan hátt vóru grundleggjandi roknskaparkrøv ásett fyri landsstovnar, so sum t.d. gjørt varð fyri privat vinnurekandi í kunngerð um minstukrøv til bókhald og roknskap. Ongar ásetingar vóru um bygnaðin og um, hvussu almenna roknskaparhaldið sum heild skuldi skipast.

Í 1992 setti landsstýrið ein nýggjan arbeiðsbólk at lýsa støðuna og gera tilmæli um, hvussu farast skuldi fram. Í álitinum vísti arbeiðsbólkurin á, at vantandi stýring á roknskaparøkinum hevði ført við sær nógvar decentralar roknskapar- og lønarskipanir, vantandi felags kontoskipan, spjaðing av almennum gjaldføri, ógreidleikar viðvíkjandi heimild og ábyrgd á roknskaparøkinum, ógreiða uppsetan av landsroknskapinum v.m. Arbeiðsbólkurin mælti í fyrsta lagi landsstýrinum til við lóg at útvega sær heimild at áseta reglur á roknskaparøkinum. Eitt uppskot til løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald v.m. varð síðani lagt fyri tingið. Lógin varð samtykt við gildi frá 1. januar 1995 (Ll. nr. 33 frá 23. mars 1994).

Roknskaparlógin er einans ein rammulóg. Sambært § 3 í lógini skal landsstýrið áseta reglur um roknskaparhald landsins, t.v.s. krøv um trygd og um skipað viðurskifti innan roknskaparøkið, og kann áseta krøv um útvegan av upplýsingum at nýta í sambandi við búskaparliga ráðlegging, stýring og eftirlit. Sambært § 5, stk. 2, í lógini áliggur tað somuleiðis landsstýrinum at áseta reglur fyri ta stovnsreglugerð, sum landsumsitingin og teir stovnar, ið nevndir eru í § 5, stk. 1, skulu gera.

2.2.3 Kunngerð um roknskaparverk landsins o.a. (Roknskaparkunngerðin)
Við heimild í § 3 í Ll. nr. 33 frá 23. mars 1994, um landsins almenna roknskaparhald v.m., ásetti landsstýrið nærri reglur um roknskaparhald landsins í kunngerð nr. 114 frá 22. august 1996. Kunngerðin kom í gildi 1. januar 1997.

Í roknskaparkunngerðini eru ásett roknskaparkrøv fyri almennar stovnar v.m., og talan er um so at siga somu grundleggjandi krøv, sum eru ásett á privata økinum í kunngerð um minstukrøv til bókhald.

Harumframt er ásett í kunngerðini, hvørjar uppgávur, skyldur og heimildir landsstýrisdeildir, gjaldstovan og stovnsleiðarar hava í sambandi við fyriskipan av roknskaparhaldinum, roknskaparframløgu, roknskapargóðkenning v.m. Nú umsitingin í landsstýrinum er umskipað, er helst neyðugt at dagføra/broyta kunngerðina, og í hesum sambandi áttu ávísar ásetingar at verið endurskoðaðar.

2.2.4 Vantandi reglur fyri mannagongdir á roknskaparøkinum.
Sambært § 5 í roknskaparlógini er sum nevnt álagt landsumsitingini og -stovnum at gera eina reglugerð um roknskaparhald sítt, herundir ábyrgdar- og heimildarreglur, samsvarandi reglum, sum landsstýrið ásetir. Henda reglugerð skal góðkennast av avvarðandi landsstýrisdeild.

So at siga ongin stovnur hevur enn gjørt slíka reglugerð. Fleiri aðalstýrir og stovnar vísa á, at tað er sera torført at gera reglur fyri mannagongdir á roknskaparøkinum, so leingi Fíggjar- og Búskapardeildin ikki hevur ásett nakrar vegleiðandi reglur.

Grannskoðanardeildin hevur fleiri ferðir víst á, at hóast lóg um landsins almenna roknskaparhald kom í gildi 1. januar 1995, eru tær í § 5 umrøddu reglur ikki enn ásettar av landsstýrinum, og á heysti 1996 varð ein arbeiðsbólkur settur at stuðla landsstýrinum í hesum arbeiði. Hesin arbeiðsbólkur fór ongantíð til verka, og við skrivi dagfest 24. apríl 1997 kunnaði Grannskoðanardeildin landsstýrið um, at lítið og onki var hent á hesum øki, m.a. tí Gjaldstovan mátti nýta alla orku til at klára dagligu uppgávurnar, umframt uppgávur og trupulleikar við nýggju skipanini, og var harafturat afturút við týðandi arbeiðsuppgávum. Gjaldstovan metti, at tað kemur at krevja eini 2-3 ársverk, um tey skulu gera reglugerð fyri virkisøkið hjá stovninum, geva øðrum stovnum vegleiðing um at at gera reglugerð umframt at seta alt í verk.

Grannskoðanardeildin hevur eisini víst á, at nakrar av teimum uppgávum, ið sambært roknskaparkunngerðini eru álagdar Fíggjar- og Búskapardeildini, gjaldstovuni o.ø. ikki eru/verða loystar.

Viðvíkjandi eini loysn av omanfyrinevndu uppgávum/trupulleikum verður í skrivi frá Fíggjar- og Búskapardeildini dagfest 4. august 1997 í stuttum upplýst, at arbeiðið er byrjað, og verður gjørt í samráð við gjaldstovuna og eina samansetta nevnd, at skeitt verður eftir reglunum í Danmark, og at stílað verður ímóti at hava arbeiðið liðugt til 1. november 1997. Umrødda nevnd er tann arbeiðsbólkur, sum landsstýrið setti á heysti 1996. Fyrsti fundur varð hildin 22. oktober 1996, og nevndin hevur síðani regluliga havt fundir.

2.2.5 Roknskaparviðurskiftini á Gjaldstovuni
1. januar 1996 varð nýggj roknskaparskipan tikin í nýtslu á gjaldstovuni, og í hesum sambandi hevur gjaldstovan eisini gjørt eina nýggja felags kontoskipan og konteringsvegleiðing. Nógv arbeiði er lagt í at bøta um og broyta mannagongdir á fleiri økjum, og nógv skrivligt tilfar er gjørt til tess at vegleiða, og at standardisera roknskaparhaldið.

Hesar stóru uppgávur hava, saman við nógvum byrjunartrupulleikum, ført við sær, at gjaldstovan er komin afturút við arbeiðsuppgávum á øðrum økjum. Gjaldstovan vísir á, at tað er torført at seta nýtt fólk til nógvar av uppgávunum, tí hesar krevja fólk við royndum og kunnleika til verandi skipanir.

Sambært stýrisskipanarlógini og løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald skal landsstýrið, innan juni mánaður er liðin, leggja fyri løgtingið tann samlaða landsroknskapin fyri undanfarna fíggjarár. Landsroknskapurin skal í uppsetingini fylgja fíggjar- og eykajáttanarlógum fyri árið, talan er um, og skal fevna um allar inntøkur og útreiðslur landsins fyri farna fíggjarár, aktiv og passiv landsins og broytingum hesum viðvíkjandi í árinum.

1995-roknskapurin er um at verða liðugur, og somuleiðis verður nógv orka nýtt til at gera roknskapin fyri 1996 lidnan skjótast gjørligt.

EDV-trygd er ein týðandi partur í nýggju fíggjarstýringarskipanini, og grannskoðanardeildin og gjaldstovan eru farin undir eina gjøgnumgongd av hesum saman við serkønari grannskoðarahjálp, við støði í krøvum og grannskoðanarvegleiðingum á hesum øki.

2.2.6 Peningastovnskonti
Av praktiskum orsøkum og vísandi til siðvenju hava nógvir stovnar havt egnar banka- og girokonti. Hóast stovnar annars hava bókhald sítt á gjaldstovuni, eru ikki allar konti skrásettar har, men hetta verður kravt, nú roknskaparkunngerðin er komin í gildi. Harumframt skulu stovnarnir hava serligt loyvi frá Fíggjar- og Búskapardeildini til at hava egnar konti í peningastovnunum.

Vísandi til § 3, stk. 6, í roknskaparkunngerðini hevur Fíggjar- og Búskapardeildin skrivliga givið fleiri stovnum loyvi at hava peningastovnskonti, og í sama skrivi verða stovnarnir kunnaðir um, at Fíggjar- og Búskapardeildin hevur givið Føroya Gjaldstovu heimild at áseta treytir fyri loyvinum. Undirstrikað verður, at stovnurin kann missa loyvið, um hesar treytir ikki verða fylgdar. Stovnarnir verða tó ikki kunnaðir um, hvørjar treytirnar eru, men víst verður í nógvum førum til eitt komandi kunningarskriv nr. VII frá gjaldstovuni.

Sambært § 3, stk. 3, í lógini um innlán í Landsbankan og lán úr Landsbankanum er álagt Landsbankanum at seta treytir fyri, hvørjar konti landskassin og landsstovnar kunnu hava í peningastovnum og á postgiro.

Hóast tað við lóg er álagt landsbankanum at geva loyvini og áseta treytirnar, hevur Fíggjar- og Búskapardeildin givið hesi loyvi, men við tilskilan til, at hetta er ein uppgáva hjá gjaldstovuni. Gjaldstovan tekur sær av og skipar tey praktisku viðurskifitini hjá teim stovunum, sum hava sítt bókhald á gjaldstovuni.

Í skrivi dagfest 4. august 1997 vísti landsstýrsimaðurin í fíggjarmálum á, at lógin um landsbankan um neyðugt verður broytt, so hon samsvarar við roknskaparkunngerðina á hesum øki. (Tá víst verður til lóg um Landsbankan, meinast helst við umrøddu § 3, stk. 3, í løgtingslóg um innlán í Landsbankan og lán úr Landsbankanum.)

2.2.7 Ógreiðar góðkenningarmannagongdir.
Sambært § 9 í roknskaparkunngerðini skal roknskapurin á einum stovni góðkennast av stovnsleiðaranum, og í hesum sambandi skal eftirlit vera við, um tær í reglugerðini (sambært § 4, stk 2) ásettu mannagongdir eru hildnar. Landsstýrisdeildirnar og aðrir javnsettir myndugleikar skulu síðani góðkenna roknskapin mótvegis Fíggjar- og Búskapardeildini. Hesar ásetingar verða ikki fylgdar, og orsøkirnar eru helst fleiri. Nevnast kann, at reglurnar, sum skulu ásetast sambært § 9, stk. 1, og sambært § 4, stk 2, ikki eru gjørdar.

2.2.8 Rundskriv o.l. til almennar stovnar
Onki samlað yvirlit finst yvir rundskriv frá landsstýrinum. Rundskrivini eru ikki talmerkt, hava ikki nakað ávíst snið, og tá nýggj rundskriv koma, verður sjáldan víst á, at t.d. eitt áður útsent rundskriv verður broytt ella fer úr gildi.

Grannskoðanardeildin hevur savnað saman skriv/rundskriv viðvíkjandi fíggjar-, roknskapar-, lønar- og starvsviðurskiftum v.m. Við skrivi dagfest 25. februar 1997 vórðu hesi send Fíggjar- og Búskapardeildini saman við yvirliti í nummar-/datoordan og einum evnisyvirliti. Mælt varð til at gjøgnumganga øll skrivini við tí fyri eyga at gera eitt meira fullfíggjað yvirlit yvir, hvørji eru í gildi, og hvørji eru farin úr gildi.

Sambært § 3, stk. 2, í kunngerð um roknskaparverk landsins skulu rundskriv, sum viðvíkja landsins roknskaparverki, leggjast fyri Fíggjar- og Búskapardeildina og Føroya Gjaldstovu til góðkenningar. Grannskoðanardeildin mælti til at gera eina fasta mannagongd, og framyvir geva rundskrivunum eitt ávíst snið, talmerkja tey og bólka tey í evni eftir skipaðum reglum, so at tað til eina og hvørja tíð er greitt, hvørjar reglur eru ella hava verið galdandi á ávísum øki.

Mælt varð eisini til beinanvegin at endurskoða skipanina við FSL-kunningarskrivum, sum eisini fevna um nógvar ítøkiligar roknskaparásetingar á serligum økjum. Longu nú er torført at finna fram til, hvørjar reglur eru ella hava verið galdandi á ávísum økjum.

Grannskoðanardeildin hevur síðani spurt, hvørji tiltøk Fíggjar- og Búskapardeildin hevur sett í verk til tess at loysa umrøddu trupulleikar við rundskrivum o.l., men hevur onki svar fingið.

2.2.9 Vantandi ognaryvirlit
Sambært gomlu reglugerðini um útgjaldingar úr landskassanum og sambært § 20 í roknskaparkunngerðini skal á stovninum vera eitt yvirlit yvir ognir og útbúnað. Bert fáir av landsins stovnum hava dagførd yvirlit. Tað hevði verið ein fyrimunur, um gjørd varð ein leiðbeining um, hvat skal skrásetast, og á hvønn hátt hetta skal gerast.

2.2.10 Ógreið tryggingarviðurskifti
Í sambandi við grannskoðan av stovnunum er komið fram á, at tað er sera ymiskt hvat verður tryggjað, hvat tryggjað verður ímóti, tryggingarupphædd o.t., og landið kundi óivað spart pening á hesum øki. Í 1992 heitti grannskoðanadeildin tí á landsstýrið um at upplýsa, hvørjar tryggingarreglur vóru ásettar fyri stovnar landsins, tað verið seg viðvíkjandi føstum ognum, innbúgvi, maskinum, akførum, starvsfólki o.ø.

Landsstýrið hevði ikki ásett nakrar reglur, og fyri at kunna seg um støðuna sendi landstýrið út spurnarblað til allar almennar stovnar um tryggingarviðurskifti. Svarfreistin var 1. desember 1992. Grannskoðanardeildin hevur síðani uttan úrslit spurt landstýrið um, hvat er hent í málinum.

Vísandi til at landsstýrið ikki hevur ásett nakrar reglur, mælir grannskoðanardeildin tí vanliga til, at tryggingarviðurskiftini regluliga verða gjøgnumgingin saman við serkønum.

2.3. Fíggjarstøða 1992-1994

2.3.1 Kapitalogn í landsfyritøkum (GL 1996/3 01 2-1)

Ár

1992

1993

1994

Sambært landsroknskapinum

207.273.688

217.838.631

132.154.245

Talan er hesar stovnar: Útvarp Føroya, Telefonverk Føroya Løgtings, Sjónvarp Føroya, Menningarstovuna, Apoteksverk Føroya, Strandfaraskip Landsins og Postverk Føroya. Kapitalognin svarar til "eginognina" ella "millumrokningina við landskassan" hjá hesum stovnum.

Stovnarnir hava sítt egna bókhald og seta upp sín egna roknskap. Onkur av stovnunum er als ikki við á fíggjarlógini. Tá ið ársroknskapirnir hjá hesum stovnum eru lidnir, verður "kapitalognin" í landsroknskapinum broytt svarandi til rakstrarúrslitið, og mótbókað verður á "útjavningarkonto".

Kapitalognin hjá teimum einstøku landsfyritøkunum er stemmað av við roknskapirnar. Orsøkin til stóru lækkingina frá 1993 til 1994 er ein niðurskriving uppá 104 mió.kr. av materiellari støðisogn hjá Telefonverkinum. Sambært roknskapinum hjá telefonverkinum fyri 1994 er orsøkin, at kaðalar, radiostøðir, sentralar v.m. hava eina munandi styttri fíggjarliga livitíð enn áður mett.

Nevnast kann, at roknskapirnir hjá omanfyri nevndu stovnum/landsfyritøkum eru sera ymiskir, hvat viðvíkur ognum, fígging, avskrivingum o.s.fr. Tað ber ikki til at samanbera tær einstøku "kapitalognirnar", og tað er ógjørligt at greiða frá, hvat samlaða virðið av "kapitalogn í landsfyritøkum" merkir og gera eina meting av, um tað er rætt virðismett.

Somuleiðis er torført at meta um, um allar landsfyritøkur eru tiknar við í landsroknskapinum, tí tað finst ongin allýsing av hugtakinum "landsfyritøka". Hetta er neyðugt fyri við vissu at kunna siga, um ein stovnur ella grunnur eigur at takast við í landsroknskapin sum landsfyritøka ella ikki. Tað er eisini av týdningi, at hugtakið "landsfyritøka" verður lýst í mun til hugtøkini "internir" grunnar og "eksternir" grunnar í landsroknskapinum.

Viðvíkjandi ógreiða hugtakinum "landsfyritøka" mótvegis "internum" grunnum kann nevnast, at Postverkið sambært landsroknskapinum er ein landsfyritøka, men Byggi- og Rakstrargrunnur Postverksins, sum "eigur" Postverkið, ber heitið "internur grunnur". Á sama hátt er Apoteksverk Føroya ein landsfyritøka, men Apoteksgrunnurin, sum "eigur" Apotekverk Føroya ber heitið "internur grunnur".

Nógvir stovnar og grunnar, sum landið eigur, eru ikki tiknir við í landsroknskapinum, hvørki sum landsfyritøka, internur- ella eksternur grunnur. Hetta ger seg galdandi fyri Rúsdrekkasølu Landsins, Menningargrunnin, Húsalánsgrunnin, Ídnaðargrunnin, Jarðargrunnin, Vakstrarhúsgrunnin, Fíggingargrunnin frá 1992 o.s.fr. Nevnast kann, at eginognin hjá Fíggingargrunninum frá 1992 við árslok 1994 var 366 mió.kr. og við árslok 1996 heilar 674 mió.kr.

2.3.2 Partabrøv (GL 1996/3 01 2-1)

Ár

1992

1993

1994

Keypsvirðið

82.910.400

82.472.000

83.399.000

Avsett móti tapi

0

0

0

Sambært landsroknskapinum

82.910.400

82.472.000

83.399.000

Talan er um partabrøv í 14 partafeløgum. Nógv tað størsta er Atlantic Airways við 75 mió.kr.

Yvirlit yvir partabrøv sum eru skrásett í landsroknskapinum fyri 1992/1993/1994:

Skrásett í landsroknskapinum

1992

Upphædd

1993

Upphædd

1994

Upphædd

Til skjals á Gjaldst.

Til skjals í landst.

Ikki til skjals

             
P/F Skipafelagið Føroyar

70.000

70.000

70.000

*

   
P/F Sjóvinnubankin

438.400

avskrivað

 

-

-

-

P/F Havsild

100.000

100.000

100.000

   

*

P/F Flogsamband

1.511.000

1.511.000

1.511.000

 

*

 
P/F Snarfrost

626.000

626.000

626.000

   

*

P/F Fiskaaling

175.000

175.000

175.000

   

*

P/F Tvøroyrar Flakavirki

820.000

820.000

820.000

   

*

P/F Harenga

150.000

150.000

150.000

   

*

P/F Nykur

500.000

500.000

500.000

 

*

 
P/F Vedding

10.000

10.000

10.000

   

*

L/F Skopunar Útróðrarfelag

50.000

50.000

50.000

-

-

-

P/F Fisk

300.000

300.000

300.000

   

*

P/F Smyril Line

2.760.000

2.760.000

2.760.000

 

*

 
P/F Elektron

400.000

400.000

1.327.000

*

   
P/F Atlantic Airways

75.000.000

75.000.000

75.000.000

*

   
 

82.910.400

82.472.000

83.399.000

     

Fleiri av hesum partabrøvum høvdu onki virði ultimo 1994, og áttu at verið avskrivað.

Ongin føst mannagongd er, hvar partabrøvini skulu goymast. Gjaldstovan heldur, at øll partabrøv skulu goymast á gjaldstovuni.

Nøkur partabrøv eru til skjals á gjaldsstovuni og onnur í landsstýrinum. Partabrøvini hjá fleiri feløgum vóru ikki at finna.

Sambært landsroknskapinum átti landsstýrið ultimo 1994 175 tkr. í partabrøvum í P/F Fiskaaling, men sambært roknskapinum hjá P/F Fiskaaling eigur landstýrið 60 partabrøv á 5 t.kr ella í alt 300 tkr. í felagnum.

Í frágreiðingini í landsroknskapinum um innihald og meginreglur verður nevnt, at partabrøvini eru tikin upp til keypsvirðið. Hetta er tó ikki rætt í øllum førum. Nevnast kann, at landsstýrið í 1994 keypti partabrøv í P/F Elektron fyri tkr. 1.947. Hesi eru tikin upp í roknskapinum við tkr. 927, svarandi til nominella virði. Gjaldstovan hevur upplýst, at hetta verður rættað.

2.3.3 Útlán (GL 1996/3 01 2-1) og aðrir skuldarar (GL 1996/3 01 3-4)
Útlán

Ár

1992

1993

1994

Áogn

789.679.366

717.919.905

646.567.109

Avsett móti tapi

696.479.837

620.589.458

574.046.979

Sambært landsroknskapinum

93.199.529

97.330.447

72.520.130

Talan er m.a. um serlán, stuðulslán, lestrarlán og lán til kommunur.

Grannskoðanardeildin hevur sent saldofrásagnir út til skuldarar, umboðandi 448 konti og 353 mió.kr., har hesir eru bidnir um at vátta upphæddina í bókhaldinum 31.desember 1994. Svar kom aftur viðvíkjandi 175 konti sum vóru í lagi, 26 komu retur frá Postverkinum, 69 komu aftur við viðmerkingum og 178 svaraðu ikki.

Aðrir skuldarar

Ár

1992

1993

1994

Áogn

1.200.343.107

1.363.620.632

1.241.170.973

Avsett móti tapi

1.173.216.650

1.342.196.965

1.217.171.359

Sambært landsroknskapinum

27.126.457

21.423.667

23.999.614

Talan er m.a. um veðhaldsútlegg, alimentatión og ymsar millumrokningar.

Grannskoðanardeildin hevur sent saldofrásagnir út til skuldarar, umboðandi 127 konti og 500 mió.kr., har hesir eru bidnir um at vátta upphæddina í bókhaldinum pr. 31. desember 1994. Svar kom aftur viðvíkjandi 41 konti sum vóru í lagi, 11 komu retur frá postverkinum, 21 komu aftur við viðmerkingum og 54 svaraðu ikki.

----------------------

Vísandi til omanfyri umrøddu saldofrásagnir hevur grannskoðanardeildin biðið gjaldstovuna um frágreiðingar, um tær saldofrásagnir, sum eru sendar retur og har móttakarin hevur gjørt ymsar viðmerkingar. Grannskoðanardeildin hevur, saman við leiðsluni á gjaldstovuni, gjøgnumgingið hesar frágreiðingar. Tá postur kemur retur, verða bústaðarupplýsingarnar rættaðar. Flestu viðmerkingar eru orsakað av, at feløg eru farin á húsagang, skip seld á tvingsilssølu o.t. Uppfylging og skráseting hesum viðvíkjandi er síðani nógv batnað. Bert í tveimum førum var ósemja um smærri upphæddir, og í báðum førum varð funnið fram til orsøkirnar.

Avsetingarnar móti tapi viðvíkjandi útlánum og øðrum skuldarum eru gjørdar við støði í einum notati "Virðismeting av skuldarum landskassans", sum upprunaliga varð gjørd fyri roknskaparárið 1991. Virðismetingin varð grundað á eina gjøgnumgongd av hvørjum skuldara sær. Innheintaðir vóru tá roknskapir fyri nakrar av skuldarunum; men fyri árini 1992, 1993 og 1994 eru avsetingarnar tær somu, sum í omanfyrinevndu virðismeting, tó er øll rentutilskrivingin avsett. Grannskoðanardeildin hevur víst á, at umrødda notat í nógvum førum als ikki er nýtiligt, tí so nógv er broytt síðani, og mælt er gjaldstovuni til at gera eina neyvari og meira grundaða meting á hvørjum ári. Gjaldstovan er samd í hesum, men hevur ikki havt orku til at gera nakra neyva virðismeting.

2.3.4 Áogn (GL 1996/3 01 3-4)
Tænastu- og vøruskuldarar.

Ár

1992

1993

1994

Áogn

28.177.529

20.780.586

24.834.042

Avsett ímóti tapi

0

4.187.336

6.997.347

Sambært landsroknskapinum

28.177.529

16.593.250

17.836.695

Vøru- og tænastuskuldarar eru serliga skuldarar hjá Landsverkfrøðinginum, Matrikulstovuni og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og við stakroyndum er kannað, um samsvar er við undirliggjandi skjalatilfar.

Í 1992 varð onki avsett ímóti tapi, og í 1993 og 1994 vórðu lutfalsliga stórar upphæddir avsettar. Orsøkin er m.a., at í 1993 varð fyrstu ferð at avsett varð í móti tapi, og talan var um nógvar gamlar eftirstøður.

Síðani er mannagongdin broytt, soleiðis at meginparturin av søluni er kontant, og alt verður nú fakturerað í FSL-debitorskipanini á Gjaldstovuni. Verður kravið ikki goldið, verður tað frá 1998 flutt í DEMM-skipanina til innheintingar/mótrokningar. Umrøddu broytingar fara væntandi at føra við sær munandi minni tap framyvir.

Skatta-, toll- o.t. skuldarar

Skatta-, toll- o.t. skuldarar í landsroknskapinum kunnu útgreinast soleiðis:

(mió.kr.)

1992

1993

1994

Persónsskattur

232

260

267

Partafelagsskattur

77

90

80

-Kommunanna partur

-74

-83

-87

Vektgjald (vegskattur)

2

2

2

Tollkredittur

64

70

61

MVG  

29

34

Brenniolju-, framleiðslu- og ferðagjald

8

19

15

Avsetingar og avskrivingar

-175

-234

-264

Samlaðar eftirstøður samb. landsroknskapinum

134

153

108

Persónsskattur, landskassans partur
Skatturin hjá hvørjum einstøkum borgara verður útroknaður í skattaskipanunum hjá Toll- og Skattstovu Føroya á Elektron, og bókingargrundarlagið hjá Føroya Gjaldstovu er bókingarlistar, sum fram til 1. januar 1997 vórðu inntøppaðir manuelt.

Listarnir, sum eru grundarlag fyri bókingunum av skattainntøkunum í høvuðsbókhaldinum á gjaldstovuni, stava frá serligum edv-koyringum í skattaskipanunum. Hesar koyringar eru sera torskiltar og ikki nóg neyvt dokumenteraðar. Harumframt er óvissa tengd at manuellu viðgerðini av bókingarlistunum, listar kunnu blíva burtur, upphæddir skeivt tøppaðar inn og seinkan kann vera í, nær listar verða bókaðir. Tí hevur tað verið nærum ógjørligt at "fastfrysta" eitt avstemmingargrundarlag.

Seinastu nógvu árini hevur ivi verið um, um bókaðu skattaeftirstøðurnar í høvuðsbókhaldinum á gjaldstovuni vóru rættar. Ivi hevur serliga verið, um bókaðu renturnar vóru rættar. Á vári 1994 gjørdi gjaldstovan eina skipaða avstemman, og komið varð tá eftir, at síðani 1988 var morarenta inntøkuførd dupult, bæði tá hon varð tilskrivað, og tá hon varð goldin. 34 mió.kr. ov nógv inntøkuførd renta fyri 1988-91 varð rættað yvir útjavningarkonto í roknskapinum fyri 1992. Gjaldstovan hevur síðani gjørt eina "grovavstemman" av persónsskattinum fyri 1994 og 1995. Um hugt verður eftir avstemmanini av álíkning og avrokning, hvør fyri seg, er talan um lutfalsliga stórar munir. Um hugt verður eftir avstemman av álíkning og avrokning samanlagt fyri hvørt skattaár, eru munirnir lutfalsliga "smáir", úr nøkrum 100 tkr. uppí góðar 3 mió.kr., men talan er um munir, sum broytast, uttan at greiðast kann frá hví.

Síðani 1. januar 1997 eru allar bókingarupplýsingar úr skattaskipanunum maskinelt førdar yvir í høvuðsbókhaldið á gjaldstovuni. Í hesum sambandi hevur gjaldstovan, saman við Elektron, gjørt eitt sera stórt útgreiningararbeiði. Ein nýggjur kontostrongur er allýstur, og øll bókingardata verða nú goymd. Nú allar bókingar verða førdar yvir maskinelt, er ikki longur talan um feilmøguleikar, av tí at listar verða burtur ella vegna inntastingarfeilir, og avstemmingartrupulleikin vegna ymsa tíðaravmarking er minkaður. Roknað verður við, at alt nú verður bókað rætt, og saman við Elektron arbeiðir gjaldstovan við at finna fram til ein neyvari avstemmingarhátt.

Síðani er ætlanin at finna fram til munirnar, antin við at finna fram til ein møguligan konstantan mun, ella koyra bókingar viðvíkjandi 1994 og 1995 umaftur. Gjaldstovan hevur upplýst, at ætlanin er at gera hetta arbeiði fyrst í komandi ári.

Partafelagsskattur, landskassans partur
Í sambandi við avstemman av partafelagsskattaeftirstøðum hevur í fleiri ár verið sannlíkt, at samsvar ikki var ímillum skattaskipanirnar og bókhaldið á gjaldstovuni, og samskiftið hevur í langa tíð verið ímillum grannskoðanardeildina og gjaldstovuna um hetta, men gjaldstovan hevur ikki havt orku til at greiða hetta mál. Ein trupulleiki er, at ongin dokumentatión er viðvíkjandi bókingarlistum og teim broytingum, sum eru gjørdar seinastu árini. Ætlanin hjá gjaldstovuni er, saman við Elektron, at loysa umrødda avstemmingartrupulleika viðvíkjandi mununum í eftirstøðunum fyrst í komandi ári. Eins og viðvíkjandi persónsskattunum, eru allar bókingarupplýsingar maskinelt førdar yvir í høvuðsbókhaldið síðani 1. januar 1997.

Gjaldstovan metir, at munirnir viðvíkjandi eftirstøðunum ikki hava ávirkað inntøkusíðuna, burtursæð frá skattarentunum, sum í 1994 eru uml. 5 mió.kr. ov lágar vegna feilbókingar.

Persónsskattur og partafelagsskattur, kommunanna partur
Í sambandi við grannskoðan av fíggjarstøðuni vórðu bókaðu skattaeftirstøðurnar hjá einstøkum kommunum samanbornar við tær eftirstøður, sum vóru skrásettar í skattaskipanini pr. 31. desember 1993. Tað vísti seg, at talan var um lutfalsliga nógvar munir, og tí varð mett neyðugt at gera eina avstemman av øllum kommununum. Gjaldstovan hevði tá als ikki orku til at fara undir eina so umfatandi avstemman, og avtalað varð, at grannskoðanardeildin skuldi hjálpa til við hesum arbeiði.

Vísandi til úrslitið av avstemmanini varð í desember 1994 heitt á Gjaldstovuna um at finna fram til orsøkirnar til staðfestu munirnar og rætta hesar. Munirnir viðvíkjandi persónsskattinum eru rættaðir, og samsvar er nú ímillum bókaðu eftirstøðurnar á gjaldstovuni og tað, sum skrásett er í skattaskipanini.

Funnið er fram til flestu munirnir í eftirstøðunum av partafelagsskatti hjá kommununum, har talan er um bókingarfeilir, og eru hesir rættaðir. Flestu munirnir viðvíkja skattaárunum 1985-1987. Gjaldstovan hevur ikki havt orku til at finna fram til allar munir, og arbeitt verður við at gera eina nýggja avstemman.

Skattaeftirstøður sambært gomlu skattaskipanini
Í sambandi við avstemman av skattaeftirstøðunum fyri 1993 varð staðfest, at munur er ímillum høvuðsbókhaldið og gamla skattabókhaldið á gjaldstovuni (83/84 og eldri) uppá umleið 15 mió.kr.

Spurningurin um, hvat gerast skal við henda mun, er fleiri ferðir umrøddur við gjaldstovuna. Gjaldstovan metir, at talan er um munir, sum stava frá fyrst í áttatiárunum og hevur víst á, at talan er um eitt stórt útgreiningararbeiði, og í nógvum førum eru hesi gomlu krøv fyrnað ella hava mist rættargildi, og verða tí avskrivað. Gjaldsstovan upplýsir, at fyrst í komandi ári verður hesin munur rættaður, og at kommunanna partur av muninum verður liðaður út á kommunurnar við støði í einum fastfrystum býtisprosenti frá fyrst í áttatiárunum.

Millumrokning við kommunur og almennar stovnar o.t.

Ár

1992

1993

1994

Sambært landsroknskapinum

97.308.878

104.226.968

82.676.052

Millumrokningin fevnir m.a. um almannaútreiðslur, vegagjald og frítíðarundirvísing, sum landskassin hevur lagt út fyri kommunurnar.

2.3.5 Innistandandi í Landsbankanum (GL 1996 / 3 01 4-1)
Sambært § 6 í løgtingslóg um Landsbanka Føroya er Landsbankin bankasamband landskassans. Landsstovnar kunnu nýta bankan sum bankasamband.

Sambært § 1 í løgtingslóg nr. 48 frá 28. apríl 1992 um innlán í Landsbankan og lán úr Landsbankanum verður álagt landsstýrinum, landsskassans vegna, at hava innlán í Landsbankanum, sum í minsta lagi svarar til 15% av bruttotjóðarúrtøkuni í undanfarna ári.

Sambært ársroknskapi Landsbankans varð bruttotjóðaúrtøkan í undanfarna ári, út frá modellútrokningum, mett til 5 mia. kr., og minstainnlánið 750 mió.kr. svarandi til 15%. Eftirsum minstainnlánið hevur verið tað sama í fleiri ár, hevur bruttotjóðarúrtøkan eftir hesum at døma verið óbroytt síðani 1992.

Bundin peningur/Inlán í landsbankanum.

Ár

1992

1993

1994

Sambært landsroknskapinum

534.582.231

652.562.118

847.904.000

Á síðu 8 í landsroknskapinum fyri 1993 verður greitt frá, at viðurskiftini viðvíkjandi bundnum peningi/innláni í landsbankanum í 1992 og 1993 vóru ógreið.

Sambært landsroknskapinum vóru við árslok 1994 848 mió.kr. bundnar í landsbankanum. Sambært ársroknskapi Landsbankans var innlán landskassans 851 mió.kr. Orsøkin til munin uppá 3 mió.kr. er, at Landsbankin roknaði innistandandi hjá Vakstrarhúsgrunninum uppí innlán "landskassans".

Tá lógin um Landsbanka Føroya varð broytt í 1992, samstundis sum nýggja lógin um innlán í Landsbankan og lán úr Landsbankanum varð samtykt, varð hugtakið "landskassin" eftir øllun at døma avmarkað í mun til upprunaligu 1978-lógina, samstundis sum eitt heilt nýtt hugtak "landsstovnar" verður sett inn í báðar lógirnar.

Viðmerkingar landsstýrisins til hesi nýggju hugtøk tykjast ógreiðar:

"Landsbankin verður bankasamband við landskassan og stovnar, sum eru beinleiðis knýttir at landskassanum".

"Tá talan er um landsstovnar, sum eru beinleiðis knýttir at landskassanum, verður meint við, at hesir nú eru partar av landskassanum".

Í sambandi við tulking av hugtakinum "landsstovnur", hevur landsbankin m.a. tikið útgangsstøði í einum notati um landsstovnar frá 1991, ið má sigast at vera heldur ófullfíggjað. Tað er nevndin í Landsbankanum sum avgerð, hvørjir landsstovnar kunnu/ikki kunnu hava samband við Landsbankan, og á nevndarfundi 22. mars 1992 varð eitt yvirlit yvir hesar stovnar góðkent. Síðani hevur nevndin gjørt eina nýggja samtykt.

Tað má sigast at vera óheppið, at hugtøkini "landskassin" og "landsstovnar" ikki eru nóg greitt lýst hvørki í lógini um Landsbankan, í lógini um innlán í Landsbankan og lán úr Landsbankanum ella í viðmerkingunum til lógaruppskotini. Um hugt verður eftir teimum størru "landsstovnunum"/"landsgrunnunum", so stóðu í 1994 umleið 600 mió.kr. á konti í peningastovnunum og á postgiro.

Sambært § 3, stk. 3 í lógini um innlán í Landsbankan og lán úr Landsbankanum er álagt Landsbankanum at áseta treytir fyri, hvørjar konti landskassin og landsstovnar kunnu hava í peningastovnum og á postgiro; men tað tykist ikki, sum Landsbankin hevur átikið sær henda leiklut.

2.3.6 Banka- og girokonti (GL 1996/3 01 4-1)

Ár

1992

1993

1994

Sambært landsroknskapinum

100.124.626

160.152.333

90.050.060

Saldi í landskassaroknskapinum eru avstemmað við ekstern kontoavrit.

Hesin roknskaparpostur vísir ikki eina fullfíggjaða mynd av, hvussu nógv "landið" hevur innistandandi í banka- og á girokonti. Talan er um tær konti, sum eru skrásettar í bókhaldinum á gjaldstovuni. Sum nevnt hava landsstovnar -grunnar, ofta við leysari tilknýti til fíggjarlóg og/ella landsbókhaldið, fleiri hundrað milliónir krónur innistandandi á banka- og girokonti, sum ikki eru við í landsroknskapinum.

Av praktiskum orsøkum og vísandi til siðvenju, hava nógvir stovnar havt egnar banka- og girokonti. Hóast hesir stovnar annars hava bókhald sítt á gjaldstovuni, eru ikki allar konti skrásettar har, men nú roknskaparkunngerðin er komin í gildi, verður hetta kravt, og stovnarnir skulu harumframt hava serligt loyvi til at hava egnar konti í peningastovnunum.

2.3.7 Skuld (GL 1996/3 02 2-1)
Í 3 ára skeiðnum frá 1991-1994 er samlaða skuldin vaksin við umleið 4,3 mia.kr. úr 2,7 mia.kr. til umleið 7 mia.kr. Í sama tíðarskeiði er innstandandi í peningastovnunum og landsbankanum vaksið úr umleið 0,4 mia.kr. til umleið 0,9 mia.kr.

Niðanfyri er sett upp yvirlit yvir skuldina í mió.kr.:

Ár

1991

1992

1993

1994

Kreditfeløg

2,4

2,3

2,2

2,1

Innanlandsskuld

277,3

424,4

726,5

416,4

Uttanlandsskuld

1.730,0

2.736,4

3.707,0

4.533,7

Skuld til gjaldingar innan 1 ár

359,9

346,3

1.793,9

1.614,8

Onnur skuld

65,9

68,4

54,0

54,1

Tíðaravmarkingar

245,8

169,5

294,4

342,7

Skuld í alt        

Kreditfeløg:
Skuld til kreditfeløg er lán í húsinum hjá Toll- og Skattstovu Føroya í Klaksvík. Upphæddin í landsroknskapinum samsvarar við skuldina til Kreditfelagið.

Innanlandsskuld:
Talan er um lán í teimum føroysku peningastovnunum og tryggingarfeløgunum. Tær skrásettu upphæddirnar í landsroknskapinum samsvara við kontoavrit frá lánsgevarunum.

Uttanlandsskuld:
Skrásetingarnar í landsroknskapinum samsvara við uppgerðir frá lánsgevarunum. Landsbankin hevur gjørt uppgerðina yvir tíðaravmarkaðu rentuna. Í stóran mun er samsvar við eina uppgerð, sum grannskoðanardeildin hevur gjørt til samanberningar. Nevnast skal, at tíðaravmarkingin av bæði rentum og kurstapum, ið landsbankin stendur fyri, hava ført við sær nógv meirarbeiði vegna avstemmingartrupulleikar mótvegis bókhaldinum á gjaldstovuni.

Onnur skuld:
Talan er m.a. um eina millumrokning við Lønjavningargrunnin uppá 27,2 mió.kr., sum er óbroytt øll árini 1992-94. Roknskapirnir hjá Lønjavningargrunninum fyri árini 1992 - 1994 eru ikki endaliga lidnir, men sambært fyribilsroknskapunum broytist millumrokningin á hvørjum ári og samsvarar ikki við landsroknskapin.

Tíðaravmarkingar:
Talan er um skuld til tænastu- og vørukreditorar, heildarveitingina fyri januar mánað, ikki útgoldnar eykajáttanir og skuld til kommunur v.m.

2.4 Innkrevjing av vinnulánum (GL 1996/2 03 1-3)
Av tí at talan er um fleiri almennar innkrevjingarmyndugleikar/-støð við hvør sínari mannagongd, verður innkrevjingin sera ymisk, hóast talan er um so at siga sama slag av krøvum. Í mun til aðrar stovnar hevur gjaldstovan nógv størri møguleikar fyri at mótrokna, og tí koma tey krøv, sum eru skrásett á gjaldstovuni at verða í einari serstøðu.

Fær ein persónur t.d. avlopsskatt, verður fallin skuld, ið er skrásett á Føroya Gjaldstovu, í flestu førum mótroknað. Um persónur skyldar restskatt, og samstundis eigur pening tilgóðar hjá stovni, hvørs bókhald er á gjaldstovuni, verða krøvini vanliga mótroknað.

Um persónurin harafturímóti skyldar pening til stovn, sum ikki hevur sítt bókhald á gjaldstovuni, t.d. Útvarpið, Sjónvarpið, Menningargrunnin, Ídnaðargrunnin og Strandferðsluna, verður ikki mótroknað í t.d. avlopsskatti, tí hesir stovnar/grunnar heinta sjálvir inn síni krøv. Er talan um restskatt, fer heldur ongin mótrokning fram á hesum stovnum.

Á gjaldstovuni hevur innkrevjingarmannagongdin verið ymisk alt eftir hvørji krøv, talan er um. Er talan um lán, sum landsstýrið hevur veitt vinnulívinum, herundir veðhaldsútlegg, hevur Fíggjar- og Búskapardeildin havt ábyrgdina av innkrevjingini, og ein fulltrúi á Fíggjar- og Búskapardeildini hevur røkt hesa uppgávu á gjaldstovuni.

Grannskoðanardeildin hevur í fleiri ár víst á, at skrásetingin av vinnulánum var sera ófullfíggjað, og at innkrevjing/málsviðgerð/uppfylging í nógvum førum als ikki fór fram.

Orsøkirnar eru fleiri. Ábyrgdin og heimildin hjá innkrevjingarfulltrúanum hevur verið ógreið, eisini í mun til gjaldstovuna; nóg stór orka hevur ikki verið at umsita og røkja øll hesi mongu lán og veðhaldsútlegg; skráseting av skjølum og dagføring av upplýsingum, sum hava týdning fyri innkrevjingina, hevur ikki verið nøktandi; frá fyrstan tíð hevur ongin eintýðug identifikatión verið av skuldarunum o.s.fr.

Nøkur vinnulán verða kravd inn av gjaldstovuni m.a. við mótrokning ella við avtalum, sum gjørdar eru við skuldarar; men fleiri partsreiðarí eru ongantíð individualiserað. Umframt partsreiðarí, hava nógvir einstaklingar eisini staðið skrásettir við lánum og veðhaldsútleggum/fallnari skuld í nógv ár, uttan at stig eru tikin til innkrevjing. Talan hevur tí verið um eina tilvildarliga og sera ymiska viðgerð av borgarum á hesum øki.

Fíggjar- og Búskapardeildin hevur í skrivi dagfest 17. mars 1997 upplýst, at innkrevjingin av vinnulánum, frá 1. januar 1997, er flutt til Føroya Gjaldstovu, og tá gjaldstovan hevur mett um arbeiðsuppgávuna, er ætlanin at gera avtalu um, undir hvørjum treytum gjaldstovan yvirtekur umsiting og røkt av vinnulánum, ið higartil hava verið umsiting av Fíggjar- og Búskapardeildini.

Føroya Gjaldstova hevur síðani sent fleiri mál viðvíkjandi partsreiðaríum og einstaklingum til sakførara, og gjaldstovan er nú, í samráð við landsstýrið, farin undir at senda út krøv mótvegis hesum skuldarum.

2.5 Lønarútgjøld avgreidd av Føroya Gjaldstovu (GL 1996/2 03 1-1)
Grannskoðanin er farin fram á heysti 1995 við stakroyndum, og hevur fevnt um fastar og leysar lønarávísingar. Innanhýsis eftirlit í sambandi við lønarumsiting er eisini kannað.

2.5.1 Fastar lønir
Tá ið lønarstovan fær setanarskriv t.d. frá Føroya Landsstýri um, at persónur er settur í starv og skal hava fasta mánaðarløn, kannar lønarstovan, um skrivið er undirskrivað av rætta viðkomandi og í aðrar mátar sær út til at vera í lagi, áðrenn hesin verður skrásettur í lønarskipanini. Grannskoðanardeildin hevur kannað, um lønartalvurnar, sum eru lagdar inn í lønarskipanina, eru góðkendar av landsstýrinum og samsvara við sáttmálan. Við stakroyndum er kannað, at lønarútgjaldingar samsvara við setanarskriv, sáttmála og tilhoyrandi lønartalvu, og at aldursbroytingar fylgja sáttmálanum. Kanningin av hesum viðurskiftum førdi ikki til stórvegis viðmerkingar.

2.5.2 Leysar lønarávísingar
Niðurstøðan av grannskoðanini var, at skjølini, sum vóru grundarlag undir lønarútgjaldingunum, í nógvum førum vóru ófullfíggjað. Sum dømi kunnu nevnast manglandi upplýsingar um, í hvørjum sambandi útgjaldið varð veitt, manglandi upplýsingar um sáttmála, flokking, stig og manglandi upplýsingar um tíðarskeið, lønin varð veitt fyri. Nakrar upphæddir tyktust vera skeivar, og víst varð á, at tað ikki eigur at koma fyri, at sami persónur ávísir sær sjálvum løn. Víst varð eisini á, at eitt ávísingarskjal, sum Føroya Gjaldstova hevði gjørt fyri nøkrum árum síðani, ikki longur var hóskandi, og at fleiri stovnar høvdu gjørt síni egnu ávísingarskjøl. Síðani hevur gjaldstovan broytt mannagongdina og krevur nú, at skølini til "leysar ávísingar" skulu hava upplýsingar um sáttmála, flokking, stig, tíðarskeið v.m. Gjaldstovan hevur eisini tilevnað eitt nýtt lønarávísingarskjal, og hetta verður í stóran mun nýtt í dag.

2.5.3 Innanhýsis eftirlit
Grannskoðanardeildin hevur mælt gjaldstovuni til at endurskoða og í eini reglugerð skrivliga útgreina tann leiklut, gjaldstovan hevur viðvíkjandi mannagongd og eftirliti, tá lønir verða avgreiddar.

3. Skattamál

3.1 Roknskapar- og trygdarreglur (GL 1996/2 04 0-2)
Sambært § 4, stk. 2, í roknskaparkunngerðini, sum kom í gildi 1. januar 1997, áliggur tað leiðaranum á einum stovni, sum førir roknskap, at gera og dagføra eina reglugerð um, hvussu roknskaparverkið á stovninum er fyriskipað, herundir ábyrgdar- og heimildarreglur. Fíggjar- og Búskapardeildin skal senda út eitt rundskriv við vegleiðing um, hvussu slíkar reglur skulu gerast, men hetta er ikki gjørt enn.

Toll- og Skattstova Føroya hevur bert í lítlan mun gjørt skrivligar lýsingar av, hvussu umsitingin er løgd til rættis. Grannskoðanardeild Landskassans hevur fleiri ferðir víst á hetta, og hevur mælt til at gera lýsingar av mannagongdum á stovninum, herundir av ábyrgdar- og heimildarbýtinum, hvørji innanhýsis eftirlit skulu gerast, og hvussu hesi verða skjalprógvað. Ein fyrimunur við hesum er, at starvsfólkini ikki eru í iva um, hvørjar arbeiðsuppgávur tey hava ábyrgdina av, hvat tey hava heimild til, og hvussu málsviðgerð, eftirlit, útgjalds- og roknskaparmannagongdin eigur at vera á teimum ymsu økjunum. Hetta lættir eisini um, tá nýggj starvsfólk verða sett til eina uppgávu.

Í 1993 ásetti Stýrið fyri Toll- og Skattstovu Føroya nakrar yvirordnaðar trygdarreglur, herundir krøv til hvussu økis- og deildarstjórar skulu leggja umsitingina á m.a. roknskaparøkinum til rættis. Grannskoðanardeildin gjørdi eina kanning, sum vísti, at fleiri av ásetingunum ikki vórðu fylgdar. Ein orsøk var, at reglurnar ikki vóru nóg greiðar, og at tørvur var á at endurskoða reglurnar á fleiri økjum.

Stýrið og økisstjórarnir hava síðani gjørt eitt stórt arbeiði við at endurskoða og bøta um trygdarreglurnar. Økisstjórarnir hava latið stýrinum uppskot til nýggjar reglugerðir við ábyrgdar- og heimildarreglum viðvíkjandi edv- trygd og roknskaparligu mannagongdini. Hesar eru í juni/juli 1997 sendar stýrinum til góðkenningar. Við støði í hesum uppskotum hevur Stýrið síðani gjørt uppskot til eina felags reglugerð, sum skal nýtast av øllum økjum, og arbeitt verður nú við tillagingum, áðrenn reglugerðin verður endaliga góðkend fyri tey einstøku økini, væntandi frá 1. januar 1998.

3.2 Edv-viðurskifti og -útreiðslur á Toll- og Skattstova Føroya (GL 1996/2 04 1-1)
Grannskoðanardeild Landskassans hevur kannað edv-viðurskiftini og edv-útreiðslurnar á Toll- og Skattstovu Føroya.

3.2.1 Sáttmálaviðurskiftini við P/F Elektron
Samstarvið ímillum Toll- og Skattstovu Føroya og P/F Elektron byggir á 2 sáttmálar - 1 sáttmála viðvíkjandi skatti, sum varð gjørdur í 1984 ímillum P/F Elektron og Føroya Landsstýri, og 1 sáttmála viðvíkjandi tolli og avgjøldum, sum varð gjørdur í 1992 ímillum P/F Elektron og táverandi Føroya Tollstovu.

Sáttmálin frá 1984 viðvíkjandi skatti er góðkendur av Føroya Landsstýri. Toll- og Skattstova Føroya hevur upplýst, at sáttmálin ímillum Føroya Tollstovu og P/F Elektron frá 1992 um edv-tænastur viðvíkjandi tolli og avgjøldum ikki hevur verið hjá Føroya Landsstýri til góðkenningar. Hann varð heldur ikki lagdur fyri, viðgjørdur ella góðkendur av stýrisbólkinum, ið hevði ábyrgd av prosjektinum.

Grannskoðanardeildin hevur gjøgnumgingið teir báðar sáttmálarnar ímillum T&S og P/F Elektron, trygdaravtaluna ímillum Føroya Tollstovu og P/F Elektron umframt trygdarreglugerðina fyri Elektron, sum víst verður til. Talan er um gamlar standardsáttmálar, og í fleiri førum er ógreitt, hvussu orðingar í sáttmálunum, trygdaravtaluni og trygdarreglugerðini skulu skiljast. Grannskoðanardeildin hevur tí mælt til at endurskoða øll sáttmálaviðurskiftini, tí talan er eisini um yvirordnaðar ásetingar um edv-trygdini á P/F Elektron viðvíkjandi edv-skipanunum hjá Toll- og Skattstovu Føroya.

Toll- og Skattstova Føroya hevur víst á, at sambært kunngerð nr. 820 frá 12. desember 1991, sum fíggjareftirlitið hevur gjørt við heimild í banka- og sparikassalógini, skal P/F Elektron fylgja teimum rættiliga strongu ásetingum, sum galda fyri edv-virksemið/edv-trygdina hjá felags datasentralum hjá peningastovnum. Grannskoðanardeildin hevur víst á, at kunngerðin bert fevnir um tær tænastur, sum peningastovnarnir fáa gjørdar í felags datasentralum. Stjórin á Elektron hevur upplýst, at tað í sambandi við systemgrannskoðan av peningastovnsskipanunum sambært kunngerð nr. 820/1991 framyvir verður gjørd ein serlig ársprotokol viðvíkjandi Toll- og Skattstovuni, tí ein stórur partur av systemgrannskoðanini snýr seg um at eftirkanna, um Elektron fylgir ávísum trygdarásetingum, sum eru felags fyri allar edv-skipanir í húsinum.

Elektron arbeiðir við at gera ein felags sáttmála fyri alt toll- og skattaøkið. Hesin skuldi vera liðugur ultimo august 1997, men upplýst er, at arbeiðið er seinkað. Í sambandi við at nýggjur sáttmáli skal gerast við P/F Elektron, og avtalur skulu gerast um trygdarviðuskiftini, hevur grannskoðanardeildin mælt Toll- og Skattstova Føroya til, at uttanfyristandandi sakkunnleiki á hesum øki fær høvi til at gjøgnumganga og gera sína metingar av hesum sáttmála/avtalum, áðrenn skrivað verður undir, fyri at tryggja, at ongin ivi er um ábyrgd og skyldur viðvíkjandi system- og datatrygd og viðvíkjandi nýgerð, rakstri og viðlíkahaldi av skipanunum v.m.

3.2.2 Prísskipanin
Í báðum sáttmálunum er ásett, at alt arbeiðið, sum P/F Elektron ger fyri Toll- og Skattstovu Føroya, skal góðkennast av Toll- og Skattstovuni, áðrenn tað verður sett í verk. Grannskoðanardeildin gjørdi vart við, at av tí at onki tilfar varð goymt um samskiftið, var ikki møguligt at skjalprógva, hvørjar uppgávur Toll- og Skattstovan hevði biðið um. Upplýst er, at henda mannagongd nú er broytt. T.d. eru fastir fundir, har uppgávurnar verða lagdar til rættis, og alt tilfar og samskifti verður goymt.

Rokningarnar frá P/F Elektron til Toll- og Skattstovu Føroya eru útgreinaðar í rakstrarútreiðslur og menningarútreiðslur. Rokningarnar verða eftirhugdar á Toll-og Skattstovu Føroya, serliga fyri at kanna, um stór frávik eru frá útreiðslunum árini frammanundan. Ongin serlig kanning verður gjørd av, um upphæddirnar á rokningunum eru rættar. Sami persónur, sum hevur góðkent arbeiðsuppgávurnar, hevur ikki eftirhugt um rokningarnar eru rættar og góðkent hesar. Í mars 1997 upplýsti Toll- og Skattstova Føroya, at henda mannagongd er broytt, soleiðis at deildarstjórin á Menningardeildini nú góðkennir bæði uppgávurnar og rokningarnar. Hugt verður eisini eftir, um rokningarnar eru sannlíkar, og um rokningarnar eru útskrivaðar samsvarandi galdandi prísskráum.

Ongin útgreining er gjørd, sum vísir, hvussu stórar edv-útreiðslurnar eru fyri tær ymsu avgjaldslógirnar. Toll- og Skattstova Føroya hevur upplýst, at henda arbeiðsuppgáva verður nú høgt raðfest.

Í sáttmálanum ímillum P/F Elektron og Føroya Tollstovu er ásett, at brúkarin hevur rætt til at krevja innlit, um Elektron hækkar gjøldini fyri rakstur og menning, meira enn neyðugt er, fyri at halda raksturin av virkinum gangandi.

Sambært sáttmálanum millum P/F Elektron og Føroya Landsstýri, skulu parteigararnir gjalda eins fyri eins tænastur. Toll- og Skattstova Føroya hevur fingið upplýst, at hon eitt tíðarskeið rindaði meira fyri hvønn arbeiðstíma enn peningastovnarnir. Leiðslan á Elektron hevur upplýst, at prísirnir í dag eru eins fyri peningastovnarnar og Toll- og Skattstovuna. Sum ein høvuðsbrúkari er Toll- og Skattstova Føroya ikki vitandi um, hvørjar avgerðir verða tiknar, og hvussu sáttmálarnir ímillum Elektron og peningastovnarnar síggja út.

Við tað at Elektron er skrásett sum eitt partafelag, hava eigararnir/brúkararnir ikki beinleiðis atgongd til upplýsingar viðvíkjandi felagnum. Føroya Landsstýri hevur, sum samánari, ein lim í nevndini, men hesin er álagdur tagnarskyldu sambært partafelagslógini. Tí er avmarkað, hvat hann hevur loyvi til at boða Føroya Landsstýri og Toll- og Skattstovu Føroya frá av tí, sum fer fram.

3.2.3 Krøv frá Skrásetingareftirlitinum.
Til umleið primo 1995 vórðu allar skráirnar hjá Toll- og Skattstovu Føroya góðkendar. Síðani hevur Toll- og Skattstova Føroya eisini sent tilfar til Skrásetingareftirlitið til ummælis, men hevur onki svar fingið. Skráir eru sostatt tiknar í nýtslu í hesum tíðarskeiðnum, uttan formliga góðkenning. Toll- og Skattstova Føroya hevur upplýst, at teir í 1996 skrivaðu til Skrásetingareftirlitið, og mæltu til eitt samlað ummæli av øllum dagførdum skráum hjá Toll- og Skattstovu Føroya, men fingu onki svar. Toll- og Skattstova Føroya hevur upplýst, at teir nú arbeiða við at gera eitt nýtt yvirlit yvir allar dagførdar skráir, sum so verður sent Skrásetingareftirlitinum.

3,2,4 Keyp/gerð av nýggju toll- og avgjaldsskipanini.
Við støði í fundarfrásøgnum frá stýrisbólkinum, sum gjørdi nýggju toll- og avgjaldsskipanina, hevur Grannskoðanardeild Landskassans gjørt hesa niðurstøðu:

Toll- og Skattstova Føroya hevur upplýst, at viðvíkjandi gerð av nýggju toll- og avgjaldsskipanini á Toll- og Skattstovu Føroya, varð á hvørjum ári mett um, hvussu nógvur peningur skuldi nýtast. Biðið varð ikki um tilboð frá fleiri edv-leverandørum, tí frá byrjanini varð tað frá politiskari síðu gjørt greitt, at Elektron skuldi gera arbeiðið.

3.3 Persónskattur (GL 1996/2 04 2-1)
3.3.1 Kanning av skattabroytingum
Saman við innanhýsis grannskoðanini á Toll- og Skattstovu Føroya hevur Grannskoðanardeild Landskassans kannað á T&S, Streymoyar Øki, um formalia í sambandi við skattabroytingar verður fylgt.

Kanningin tók støði í broytingarlistum fyri 1992, 1993 og 1994, sum vístu teir persónar í Tórshavnar Kommunu, har skattskylduga inntøkan var broytt í viðkomandi mánaði (februar 1996). Allar lækkingar størri enn 5.000 kr. vórðu kannaðar. Kannað varð eftir:

Niðurstøðan av kanningini er, at av teimum 23 málunum, ið kannað vórðu, vóru viðurskiftini í lagi í 17 málum. Í 6 av málunum var onki broytingarskriv, og kemst hetta sambært innanhýsis grannskoðanini á Toll- og Skattstovu Føroya av, at talan er um mál, har serligar umstøður gera seg galdandi. Í tveimum førum er talan um persónar, ið eru mettir, og har metingin verður broytt, tá sjálvuppgávan kemur inn til Toll- og Skattstovu Føroya.

Toll- og Skattstova Føroya er samd við Grannskoðanardeild Landskassans í, at áðrenn broyting verður framd, eigur ætlanarskriv og broytingarskjal at verða send skattgjaldaranum.

3.3.2 Skattaupplýsingar á lønarseðlum
Grannskoðanardeild Landskassans hevur sett Toll- og Skattstovu Føroya spurningin, um heimild er í § 151 í skattalógini og skrásetingarlógini, at:

  1. allir almennir arbeiðsgevarar (landsmyndugleikar)
  2. allir privatir og kommunalir arbeiðsgevarar

kunnu fáa upplýsingar frá Toll- og Skattstovu Føroya um, hvussu nógv verður afturhildið í fyribilsskatti hjá løntakarum, soleiðis at arbeiðsgevarin kann geva hesar upplýsingar víðari á lønarseðlunum.

Toll- og Skattstovu Føroya hevur ikki beinleiðis svarað omanfyri settu spurningum, men hevur upplýst, at heimild ikki tykist vera í § 151 í skattalógini til at útflýggja arbeiðsgevarum upplýsingar um, hvussu nógv verður afturhildið í fyribilsskatti hjá løntakarum.

3.3.3 Umsiting av § 118 í skattalógini
Sambært § 118 í skattalógini hava allir arbeiðsgevarar skyldu til, fyri hvønn løntakara sær, at geva upplýsingar til líkningarvaldið um A-inntøku, ið er útgoldin í inntøkuárinum frammanundan.

§ 118 í skattalógini er ein eftirlitsgrein, og endamálið við henni er at stemma av lønarupplýsingar, ið eru farnar um afturhaldsskipanina, við tær lønarupplýsingar, arbeiðsgevarin hevur útflýggjað, hetta fyri at tryggja at grundarlagið undir skatting av lønum er fullfíggjað. Reglurnar í § 118 í skattalógini eru galdandi bæði fyri privatar og almennar arbeiðsgevarar.

Fyri privatar arbeiðsgevarar eru m.a. reglurnar í kunngerð um minstukrøv til bókhald og roknskap eisini galdandi. Sambært § 23 í kunngerðini skal bókhaldið leggjast soleiðis til rættis, at allar skrásetingar skulu kunna fylgjast til tær skattligu uppgerðirnar, og tølini í skattauppgerðini skulu kunna loysast upp í tey tøl, tey eru sett saman av. Í § 31 er ásett, at ein samabering millum váttanina um útgoldnar lønir, sambært § 118 í skattalógini, og lønarútreiðslurnar í ársroknskapinum skal leggjast við roknskapinum sum fylgiskjal.

Fyri almennar arbeiðsgevarar/stovnar er omanfyri nevnda áseting í kunngerð um minstukrøv til bókhald og roknskap ikki galdandi, hóast hesir nýta fleiri lønar- og útgjaldsskipanir, og hava hvør sítt A-tal. Tað er tískil týdningarmikið, at almennir stovnar lata upplýsingar inn til skattavaldið sambært § 118 í skattalógini.

Við støði í útgoldnum lønum í 1995 hevur innanhýsis grannskoðanin á Toll- og Skattstovu Føroya saman við Grannskoðanardeild Landskassans kannað, hvussu § 118 í skattalógini verður umsitin, herundir:

  1. hvat verður gjørt í sambandi við, at Toll- og Skattstova Føroya sendir arbeiðsgevarum listar yvir útgoldnar A-inntøkur,
  2. hvat verður gjørt við innkomnu váttanirnar frá arbeiðsgevarunum og
  3. hvør hevur ábyrgdina av hesum váttanum.

Sambært § 118 eru tað arbeiðsgevararnir, sum skulu lata líkningarvaldinum upplýsingar um samlaðu inntøkuna fyri hvønn løntakara sær, sum sambært § 60 er at rokna sum A-inntøka, og sum er útgoldin í inntøkuárinum frammanundan.

Upplýst er, at av praktiskum orsøkum er mannagongdin tann øvugta, nevniliga at Toll- og Skattstova Føroya primo januar útskrivar eitt fullfíggjað yvirlit til hvønn arbeiðsgevara sær yvir allar lønir, sum sambært teirra upplýsingum eru goldnar út í árinum, sum farið er. Yvirlitið skal undirskrivast og sendast Toll- og Skattstovu Føroya aftur innan 31. januar sama ár.

Grannskoðanardeild Landskassans hevur spurt Toll- og Skattstovu Føroya, um verandi mannagongd er í tráð við § 118, stk. 1, og um ætlanin er at broyta greinina, soleiðis at hon samsvarar við praksis. Upplýst er, at arbeitt verður við broytingum á hesum øki.

Staðfest er, at á Toll- og Skattstovu Føroya, Streymoyar Øki, er ongin skrivlig mannagongd fyri viðgerðini av teimum váttanunum, ið koma inn sambært § 118 í skattalógini. Grannskoðanardeild Landskassans hevur mælt til, at hetta verður gjørt.

Upplýst er, at onki verður gjørt við at kanna eftir, um allar váttanirnar koma aftur frá arbeiðsgevarunum. Grannskoðanardeild Landskassans heldur tað vera óheppi, at hetta ikki verður kannað, og at tað ongar avleiðingar hevur fyri teir arbeiðgevarar, ið ikki halda sínar skyldur sambært § 118 í skattalógini.

Grannskoðanardeild Landskassans hevur fingið lista yvir teir uml. 600 arbeiðsgevararnar, ið ikki hava sent váttanirnar inn aftur fyri 1995. Talan er um partafeløg, smápartafeløg, partsreiðarí og onnur vinnurekandi umframt kommunur, ítróttarfeløg og onnur feløg, sjúkrakassar og almennar stovnar.

Toll- og Skattstova Føroya hevur upplýst, at revsimøguleikarnir í § 141, stk. 1, nr. 3, ikki verða nýttir, tá váttanirnar ikki verða aftursendar, tí "løgfrøðingarnir, ið tá vóru á líkningarráðnum, mæltu frá at royna revsireglurnar á hesum øki, tí ivasamt var, um tær hildu. Hetta varð tí ikki gjørt, og eru enn ongi nýggj boð komin frá líkningarráðnum hesum viðvíkjandi."

Grannskoðanardeild Landskassans hevur spurt, hví § 126 í skattalógini og §§ 2-4 í kunngerð nr. 48 frá 21. juni 1985 ikki hava verið nýttar í slíkum førum, og við atliti at, at alment rundskriv nr. 3/1996 frá 12. juli 1996 um fyrisitingarligar sektarásetanir fyri brot á §§ 141 og 142 í samtíðarskattalógini er sett í gildi frá 15. juli 1996, er spurt, um praksis verður broytt.

Grannskoðanardeild Landskassans hevur mælt til at broyta praksis/reglurnar á hesum øki, soleiðis at revsireglurnar verða nýttar í teimum førum, tá váttanirnar ikki verða latnar inn. Í lýsing frá Toll- og Skattstovu Føroya í Dimmalætting tann 28. januar 1997 "Til allar arbeiðsgevarar, upplýsingar um lønir í inntøkuárinum 1996" stendur, at um arbeiðsgevarar vanrøkja skyldu sína sambært § 118 í skattalógini, kunnu teir sambært § 141, stk. 1, nr. 3, í skattalógini verða sektaðir við bót.

Við støði í útgoldnum lønum í 1996 hevur innanhýsis grannskoðanin á Toll- og Skattstovu Føroya saman við Grannskoðanardeild Landskassans kannað, hvussu nógvir arbeiðsgevarar ikki hava hildið skyldur sínar sambært § 118 í skattalógini. Hesin listi er útskrivaður við somu dagfesting í 1997, sum listin viðvíkjandi 1995 varð útskrivaður í 1996, fyri at hesir kunnu samanberast. Úrslitið av kanningini er, at fyri árið 1996 eru enn fleiri arbeiðsgevarar, sum ikki hava sent listan inn aftur.

Toll- og Skattstova Føroya, Streymoyar øki hevur upplýst, at mannagongdin viðvíkjandi sekt, ikki er broytt, hóast rundskriv nr. 3/1996 er sett í gildi.

3.4 Partafelagsskattur (GL 1996/2 04 3-1)
Vísandi til niðanfyristandandi yvirlit eru inntøkurnar av partafelagsskatti árini 1993 og 1994 eini 70-80% minni enn síðst í áttatiárunum. Skattaeftirstøðurnar av partafelagsskatti eru ikki minkaðar í sama tíðarskeiði.

Yvirlit yvir gongd í inntøkum og eftirstøðum viðv. partafelagsskatti, sambært landsroknskapunum árini 1989-1994 (mió. kr)

Ár 1989 1990 1991 1992 1993 1994
Fíggjarlóg - - - - 19 19
Eykafíggjarlóg - - - 29 19 30
Inntøkur 99 64 43 38 25 21
Eftirstøður 72 94 68 78 90 80
Eftirstøður í mun til inntøkur 0,7 1,5 1,6 2,1 3,6 3,8

Eftirstøðurnar síðst í áttatiárunum vóru minni enn skattainntøkurnar. Síðani er hetta broytt, og lutfallið er farið heilt av lagi.

Fram til 1991 eru metingarnar av skattainntøkunum á fíggjarlógini ikki útgreinaðar. Fyri árið 1992 er partafelagsskatturin bert útgreinaður á eykafíggjarlógini, meðan útgreiningin fyri 1993-94 er við á fíggjarlógini. Ilt er at siga, á hvørjum grundarlagi metingarnar av skattainntøkunum eru gjørdar, tí ongi fylgiskjøl e.a. hava verið til fíggjar- og eykafíggjarlógaruppskotini, sum gjølla greiða frá, hvussu Føroya Landsstýri er komið fram til mettu skattainntøkurnar. Uttan úrslit er Føroya Landsstýri fleiri ferðir, biðið um nærri at útgreina, hvussu komið er fram til mettu skattainntøkurnar av A- og B-inntøkum, felagsskatti v.m.

Í februar 1994 sendi Grannskoðanardeild Landskassans saldofrásagnir út til 42 feløg, sum vórðu biðin um at vátta tað, tey standa til at skylda av skatti og MVG, sambært bókhaldinum, jur-skránni, á gjaldstovuni pr. 31. desember 1993. Av teimum svaraðu bert 7 feløg, sum einans skyldaðu MVG. Sostatt váttaði onki felag tað, sum tey standa skrásett at skylda í partafelagsskatti.

3.4.1 Innkrevjing
Við stakroyndum eru nøkur av málunum vald út og gjøgnumgingin við støði í tí tilfari, sum finst á Føroya Gjaldstovu. Gjøgnumgongdin vísti, at viðgerðin, ið er grundarlagið undir innkrevjingini, í fleiri førum tykist hava verið tilvildarlig. Í nøkrum førum er onki, ella lítið og onki niðurskrivað av tí, ið farið er fram í málinum, og í fleiri førum hevur innkrevjingin ikki verið fylgd upp við panting. Tá Føroya Gjaldstova hevði staðfest eina úrslitaleysa panting, hendi sum oftast ikki meira í málinum.

Føroya Gjaldstova hevur víst á, at ein trupulleiki í innkrevjingararbeiðinum hevur verið metingarnar av skatti og MVG hjá feløgum/persónum, ið ikki hava verið virkin í áravís, ella har metingarnar ikki hava havt hald í veruleikanum. Harumframt hevur samskiftið ímillum álíkningina og innkrevjingina ikki verið nóg gott. Víst verður á, at broytingar eru framdar. T.d. er ein tvørfakligur samstarvsbólkur settur, ið m.a. hevur til endamáls at fáa stovnarnar at virka sum eina eind mótvegis borgarunum.

Pantifútafunktiónin hevur verið undirmannað. Í tíðini fram til august 1993 var pantifútafunktiónin mannað við 2 pantifútum. Síðst í 80-unum var eitt tíðarskeið bert ein pantifúti. Fleiri pantifútar eru síðani settir, soleiðis at innkrevjingarorkan er økt, og vísast kann eisini á, at DEMM-skipanin nú er tikin í nýtslu.

3.4.2 Álíkning
Eftir at hava gjøgnumgingið fleiri mál, har feløg eru sett í skatt eftir einari meting, kann staðfestast, at líkningarvaldið í nógvum førum ikki hevur mett inntøkurnar nóg nær veruligu inntøkuni, og at grundarlagið, sum metingarnar av skattskyldugu inntøkunum byggja á, tykist ógreitt

Toll- og Skattstova Føroya hevur ført fram, at sambært galdandi reglum, hevur líkningarvaldið skyldu til at seta øll skrásett feløg í skatt á hvørjum ári, og at neyðugt er at gera eina meting av skattskyldugu inntøkuni, um roknskapur/sjálvuppgáva ikki verða latin inn. Grundarlagið undir slíkum metingum hevur tó ofta verið rættiliga leyst.

Toll- og Skattstova Føroya hevur upplýst, at málini, har mett varð við støði í inntøku skattaárið frammanundan, hópaðu seg upp. Frá og við álíkningini fyri 1989 vóru reglurnar broyttar umsitingarliga, soleiðis at farið var yvir til at meta so nær veruligu inntøkuni sum gjørligt. Tó varð hildið fast við at hækka inntøkuna við 25 %, við atliti at viðmerkingunum til § 104 í skattalógini, í teimum førum, har ongin sjálvuppgáva var innsend.

Onki samskifti tykist hava verið ímillum Toll- og Skattstovu Føroya og Føroya Gjaldstovu um t.d. úrslitið av innkrevjingini í teimum gjøgnumgingnu málunum.

Toll- og Skattstova Føroya heldur, at tá ið skatturin er álíknaður, er uppgávan hjá Føroya Gjaldstovu at krevja hann inn. Í teimum førum hetta ikki er gjørligt, má Føroya Gjaldstova avskriva kravið sum "úrslitaleys innheintan". Upplýst er, at tað hevur verið trupult at fáa Føroya Gjaldstovu til at bóka hesar "úrslitaleysu innheintingarnar". Teir vilja heldur hava, at Líkningarráð Føroya strikar álíkningarnar, men ongin heimild er til at broyta metingina, um sjálvuppgáva og roknskapur ikki verða latin inn.

Fíggjar- og Búskapardeildin er biðin um viðmerkingar til hesi viðurskifti, men onki svar er komið.

Toll- og Skattstova Føroya hevur gjørt av at heita á Føroya Landsstýri um at endurskoða § 104 í skattalógini um meting av inntøkum, har ongin sjálvuppgáva er send inn.

Grannskoðarandeild Landskassans hevur spurt Fíggjar- og Búskapardeildina um, hvørji stig er tikin hesum viðvíkjandi, men hevur onki svar fingið.

3.4.3 Umsiting av dagsektum.
Í § 103, stk. 3, í Ll. nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, stendur um roknskap og sjálvuppgávu, at bæði kommunala líkningarvaldið og líkningarráðið hava "heimild til at tvinga innsending við at leggja á dagliga sekt." Ásett er, at "viðvíkjandi feløgum ber hvør nevndarlimur ábyrgd fyri gjaldingini" av sektini.

Toll- og Skattstova Føroya heldur ikki, at § 103, stk. 3, í skattalógini kann tulkast soleiðis, at nevndarlimir hefta fyri sektini. Hesi tulking er Føroya Gjaldstova ósamd í.

Grannskoðanardeild Landkassans heldur ikki, at nóg góð grundgeving er førd fram fyri ikki at tulka § 103, stk. 3, soleiðis, at hvør nevndarlimur kann koma at hefta fyri gjaldingini av sektini. Annars hevur hesin parturin av lógargreinini neyvan nakra meining; men tá umsitingin á T&S ikki heldur greinina geva hesa heimild, hevur Grannskoðanardeild Landskassans mælt til, at lógin verður greiðari orðað, so at ongin ivi er um, hvussu hon skal tulkast.

Grannskoðanardeild Landskassans hevur spurt hvørja støðu Fíggjar- og Búskapardeildin hevur í hesum máli, men hevur onki svar fingið.

3.4.4 Partafelagsskrásetingin
Stakroyndir eru gjørdar á Skráseting Føroya av roknskapartilfarinum í nøkrum av teimum málum, sum áður eru gjøgnumgingin á Toll- og Skattstovu Føroya og á Føroya Gjaldstovu. Kanningarnar vístu, at fleiri av feløgunum heldur ikki høvdu latið roknskap inn til Skrásetingina í mong ár. § 45 í partafelagslógini frá 1930 (L.123 af 15/4-1930) ásetir, at roknskapur skal latast partafelagsskránni, í seinasta lagi ein mánað aftaná at hann er góðkendur á aðalfundi.

Í teimum málum, har roknskapir ikki vóru latnir inn, hevði partafelagsskráin - landfútin (til 1. januar 1994) - rykt eftir roknskapunum, og í rykkjaraskrivinum sagt frá, at um roknskapurin ikki varð sendur inn innan 1 mánað, kundi hetta "hava við sær, at felagið verður sektað við bót sambært § 86 í partafelagslógini"; men í ongum av hesum málum vórðu sektir álagdar.

Sambært § 85 kundi yvirregistrator (landfútin) heita á Ídnaðarmálaráðharran um at áleggja nevnd og stjórn v.fl. dagligar ella vikuligar sektir, um teir ikki halda tær skyldur, teimum eru álagdar í lógini. Fútin hevur upplýst, at reglurnar í § 85 ongantíð eru brúktar.

3.4.5 Eftirlit við at lógir verða hildnar
Tá ið eitt felag í áravís verður mett at hava eina skattskylduga inntøku, má tað merkja, at felagið hevur eitt ávíst virksemi, t.v.s. inntøkur og útreiðslur o.a. Hesi feløg hava skyldu til at halda ásetingarnar í løgtingslóg um bókhaldsskyldu/kunngerð um minstukrøv til bókhald, ásetingar m.a. í kap. 10, 12 og 14 í skattalógini og annars ásetingar um feløg í aðrari lóggávu. Tað kann tí undra, at fleiri av feløgunum, sum vórðu gjøgnumgingin, og eisini nógv onnur partafeløg, í so nógv ár, eftir hesum at døma, ikki hava hildið ásettar reglur og skyldur, uttan at hetta hevur fingið nakrar avleiðingar fyri leiðslurnar. Tey flestu av hesum feløgum verða nú, eftir øllum at døma, strikað frá hond, og verður síðani ikki gjørt meira við hesi mál.

Grannskoðanardeild Landskassans hevur biðið Fíggjar- og Búskapardeildina um viðmerkingar til hesi viðurskifti, men hevur onki svar fingið.

3.5 Avgjald frá Tryggingarsambandinum Føroyar (GL 1996/2 04 3-2)
Sambært § 3, stk. 5, í løgtingslóg nr. 24 frá 28. mars 1956 um trygging við seinni broytingum er "høvuðsdeild tryggingarsamtaksins eins væl og núverandi undirdeildir tess, sum eru sínámillum virkandi, frí av øllum beinleiðis skatti til landskassa og kommunu".

Sambært § 3, stk. 6, í somu lóg, er høvuðsdeildin á Tryggingarsambandinum, í staðin fyri, skyldug at lata eitt árligt avgjald, svarandi til tann beinleiðis skatt, sum deildin, eftir galdandi skattalóggávu skuldi havt latið til landskassa og kommunu tað árið. Í ivamáli ger Líkningarráðið av, hvat avgjaldið skal verða.

3.5.1 Avgjaldið árini 1986-91
Sambært § 3, stk. 6, í Ll. nr. 24/1956 skuldi avgjaldið frá og við 1945 latast til Vinnulánsgrunn Føroya Løgtings. Hesin grunnur varð tikin av í 1986, og tá varð § 3, stk. 6, í tryggingarlógini broytt (við Ll. 48/1987), soleiðis at avgjaldið frá og við 1987 skuldi latast til Grunnin til endurnýgging av fiskiskipaflotanum. Grunnurin til endurnýgging av fiskiskipaflotanum varð tikin av í 1992, við løgtingslóg nr. 33/1992 um avtøku av landskassagrunnum. Lógin um trygging varð ikki broytt, og onki verður nevnt í Ll. 33/1992 um, hvar avgjaldið framyvir skuldi fara.

Av landsroknskapunum fyri árini 1987-1991 gongur fram, at onki avgjald er goldið í Grunnin til endurnýgging av fiskiflotanum.

Men sambært ársroknskapunum hjá Tryggingarsambandinum Føroyar er avgjald til ávikavist grunnin til endurnýggjan av fiskiflotanum og landskassan útreiðsluført í rakstrarroknskapunum. Tað er ikki avroknað so hvørt, men hevur staðið sum ein vaksandi skuld til landskassan hesi árini.

Ósemjan ímillum Toll- og Skattstova Føroya og Tryggingarsambandið Føroyar um m.a. avskrivingar, felagsinntøkur og skattligar avsetingar í íløgugrunn hevur ført við sær, at nógv ár gingu, uttan at Tryggingarsambandið Føroyar avroknaði avgjaldið. Í desember 1995 varð semja gjørd ímillum Toll- og Skattstovu Føroya og Tryggingarsambandið Føroyar, og tá varð eisini endalig álíkning fyri árini 1986-1995 gjørd. Semjan var, at Toll- og Skattstova Føroya vildi góðtaka skattligar avsetingar í íløgugrunn, treytað av, at Tryggingarsambandið rindar landskassanum eina upphædd, sum svarar til ta rentu, ið landskassin vildi kravt, um renta varð tilskrivað á hvørjum ári, t.v.s. kr. 3.780.675.

3.5.2 Avgjaldið árini 1992-96
Á eykafíggjarlógini fyri 1992 vórðu 7 mió.kr. settar sum gjald frá Tryggingarsambandinum Føroyar. Á fíggjarlógini fyri 1993, 1994, 1995 og 1996 varð upphæddin sett til 3 mió.kr. árliga.

Yvirlit yvir gongdina í bókaðu inntøkunum av avgjaldi árini 1992-1996 í tkr.

Ár 1992 1993 1994 1995 1996 1997
Fíggjarlóg - 3.000 3.000 3.000 3.000   *)
Eykafíggjarlóg 7.000 - - - -  
Landsroknskapur 7.000 3.401 2.276 9.900    286  

*) Sambært Ll. nr. 170/1995 er Tryggingarsambandið Føroyar skattskyldugt frá 1. januar 1996.

Upphæddin uppá 7 mió.kr., ið bókað er í landsroknskapinum fyri 1992, er eitt acontogjald fyri gomul ár. Í 1993 eru sambært landsroknskapinum 3,401 mió.kr. bókaðar, og er hetta fyribils uppgjørt avgjald fyri 1993. Upphæddin í 1994 uppá 2,276 mió.kr. er avgjald av kursvinningi og rentuinntøkum av føroyskum og donskum virðisbrøvum hjá Sjóvátryggingini og Krígstryggingini, so her er talan um eina feilbóking. Upphæddin í 1995 uppá 9,9 mió.kr. er partvís gjald fyri 1994 og partvís gjøld fyri gomul ár. Tað sum er bókað í 1996, er ein regulering fyri 1993.

Við skrivi til gjaldstovuna dagfest 30. apríl 1997 hevur grannskoðanardeildin víst á, at 2,9 mió.kr. ikki eru bókaðar rætt í 1995, og heitt er á gjaldstovuna um at gera nakrar umbókingar, so roknskapurin vísir eina rættari mynd.

3.5.3 Viðmerkingar
Grannskoðanardeild Landskassans metir, at mannagongdin hjá Toll- og Skattstova Føroya í hesum máli ikki hevur verið í tráð við § 3, stk. 6 í Ll. nr. 24/56 við seinni broytingum har ásett er, at "í ivamáli ger líkningarráðið av, hvat latast skal í avgjaldi. Avgerðin er endalig". Rætti framferðarháttur hevði tí verið, at Toll- og Skattstova Føroya legði málið fyri líkningarráðið, beinanvegin ivamálið/ósemjan tók seg upp um avgjaldið, í staðin fyri at gera semju við Tryggingarsambandið Føroyar 8-9 ár seinni.

3.6 Brennioljuavgjald (GL 1996/2 04 5-1)

3.6.1 Viðv. uppgerð av serligum avgjaldi á brenniolju
Grannskoðanardeild Landskassans hevur m.a. kannað hvussu Ll. nr. 179/1992 um serligt avgjald av brenniolju verður umsitin av Toll- og Skattstovu Føroya, og hevur í hesum sambandi mælt til, at skrivlig lýsing verður gjørd av arbeiðsuppgávunum, herundir lýsing av ábyrgd/heimild.

Oljufeløgini senda uppgerð inn hvønn mánað, sum vísir hvussu nógvir litrar av gassolju íroknað oljuavgjald eru seldir, og hvussu nógvir litrar eru seldir til skip yvir 20 BRT uttan oljuavgjald. Oljufeløgini roknað sjálvi oljugjaldi út.

Toll- og Skattstova Føroya váttar hesar mánaðaruppgerðir, og kannar tá um tølini eru rætt útroknað. Í hesum sambandi verður ikki kannað, um gjaldið pr. litur er rætt, og um seldu nøgdirnar av olju við og uttan avgjald eru rættar. Men Toll- og Skattstova Føroya hevur -fyri eitt 2 ára tíðarskeið - samanborið nøgdirnar á mánaðarligu avrokningunum av oljuavgjaldi hjá ávísum oljufelag við innfluttu nøgdirnar hjá oljufelagnum sambært tollskipanini. Kanningin vísti, at íroknað goymslubroytingar, var so at siga samsvar ímillum nøgdirnar. Eisini varð avgjaldið pr. litur samanborið við "útrokningarnar" hjá prísráðnum, og mett varð, at nýtta oljuavgjaldið pr. litur var rætt.

Eftirsum oljulatingarfeløgini kunnu sigast at verða ein partur av umsitingini av lógini, og m.a. taka støðu til hvørjum latið verður olja við og uttan avgjald, hevur grannskoðanardeildin mælt Toll- og Skattstovu Føroya til at umhugsa eina skipan, har grannskoðarin hjá oljulatingarfeløgunum, ið kennir roknskaparmannagongdirnar, t.d. einaferð árliga váttar, at mannagongdir og bókhaldið eru hóskandi skipað, við atliti at útrokning og avrokning av oljuavgjaldi, og váttar, at tær uppgerðir, ið latnar eru Toll- og Skattstovu Føroya viðvíkjandi oljuavgjaldi í farna ári, eru rættar.

3.6.2 Viðv. lógarheimild til at kanna roknskapartilfar
Toll- og Skattstova Føroya hevur á flest øllum økjum lógarheimild til at krevja at fáa alt roknskapartilfar útflýggjað í sambandi við roknskapareftirlit/virkiseftirlit.

Grannskoðanardeild Landskassans hevur víst á, at tað ikki í Ll. nr. 179/1992 um serligt avgjald av brenniolju er nøkur áseting hesum viðvíkjandi. Toll- og Skattstova Føroya hevur upplýst, at hon vil heita á landsstýrismannin í Fíggjarmálum um at fáa tílíka heimild setta í lógina.

Grannskoðanardeild Landskassans hevur spurt Fíggjar- og Búskapardeildina, um hesin spurningurin er viðgjørdur, men hevur onki svar fingið.

3.6.3 Viðv. § 1 í lógini um serligt avgjald á brenniolju
Grannskoðanardeild Landskassans hevur víst á, at orðingin av seinna partinum av § 1 í Ll. nr. 179/1992 ikki var í tráð við fyrra partin av somu grein, og heldur ikki í tráð við viðmerkingarnar til lógina.

Feilurin hevur ikki havt nakra ávirkan á avrokningarnar frá oljulatingarfeløgunum, og er rættaður við Ll. nr. 69 frá 23. mei 1997 um broyting í Ll. um serligt avgjald á brenniolju.

3.6.4 Viðv. endurgjald av serligum avgjaldi á brenniolju - gistingarhús
Grannskoðanardeild Landskassans hevur víst á, at umsitingin av endurrindan av brennioljugjaldi til gistingarhús tykist vera meira avmarkandi enn ásett er í § 2, stk. 3 í Ll. nr. 179/1992 við seinni broytingum og § 1 í K. nr. 96/1994 við seinni broyting, og hevur biðið Fíggjar- og Búskapardeildina um viðmerkingar til hetta, men hevur onki svar fingið.

3.7 Innflutningsgjøld (GL 1996/2 04 5-2)

3.7.1 Eftirlit við innfluttum vørum
Í reglugerðini frá Stýrinum fyri Toll- og Skattstovu Føroya um manifest- og vørueftirlit er m.a. ásett, hvussu nógv eftirlit skulu gerast, og at endamálið við vørueftirlitum er at fáa vissu fyri, at vøran, sum verður givin upp til tollgreiðslu, samsvarar við veruliga innihaldið í sendingini. Grannskoðanardeild Landskassans hevur kannað, um ásettu eftirlitini verða gjørd, og hevur staðfest, at summi øki halda seg til reglugerðina, meðan onnur ikki regluliga gera tílík eftirlit.

Staðfestast kann, at innflytarar, sum hava tollkreditt, ikki halda § 4, stk. 2, í kunngerð nr. 67 frá 26. juni 1991 um veitan av undantaksloyvi at fáa tollskyldugar vørur útflýggjaðar, áðrenn gjaldið er goldið. Hetta hevur ta fylgju, at vørueftirlit av vørum hjá tollkredittkundum (bert) eru fráboðað eftirlit. Grannskoðanardeild Landskassans hevur víst á, at Toll- og Skattstova Føroya ikki fær tað burturúr fráboðaðum vørueftirlitum, sum omanfyrinevnda endamál við vørueftirlitum leggur upp til.

Toll- og Skattstova Føroya hevur upplýst, at tað er torført hjá innflytarum at halda nevndu áseting í kunngerðini, og tí hevur ikki verið gjørt stórvegis fyri at fáa teir at halda hana.

Sambært § 13, stk 1, í Ll. nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, við seinni broytingum (tolllógini), mugu tollskyldugar vørur ikki útflýggjast, áðrenn tollurin er goldin.

Grannskoðanardeild Landskassans hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at lógin ikki verður hildin, og at størsti trupulleikin eru tey flutningsfeløg, sum innflyta vørur loftvegis. Tá flutningsfyritøkur eru farnar á heysin, hevur landskassin í nøkrum førum, mist pening uppá vørur, sum vóru útflýggjaðar uttan loyvi. - Lógin er síðani broytt.

Sambært § 13, stk. 3, í Ll. nr. 109 frá 13. juni 1997 um broyting í løgtingslóg um toll kann tollvaldið nú í serligum førum, eftir umsókn, geva flutningsfyritøkum loyvi at flyta vørur beinleiðis til móttakaran, tá trygd frammanundan er veitt fyri tolli og avgjøldum.

3.7.2 Umsiting av reglunum viðvíkjandi tollkreditti
Sambært § 13, stk. 2, í tolllógini hevur tollvaldið heimild til at geva innflytarum, av ávísum tollskyldugum vørum, undantaksloyvi frá høvuðsregluni um kontantgjald av tolli, áðrenn vøran verður útflýggjað.

Nærri reglur um hetta eru ásettar í K. 67/1991 um veitan av undantaksloyvi at fáa tollskyldugar vørur útflýggjaðar, áðrenn gjaldið er goldið.

Grannskoðanardeildin hevur í áravís víst á, at fleiri reglur í kunngerðini ikki verða hildnar:

Lata skjøl inn innan 14 dagar
Í sambandi við grannskoðanina er staðfest, at § 4, stk. 1, í K. 67/1991, sum ásetir, at vørumóttakarin seinast 14 dagar aftaná uppskipan, skal lata tollvaldinum øll skjøl, ið eru neyðug fyri tollingina, í fleiri førum verður brotin. Hetta ger seg serliga galdandi í summarhálvuni, tá fyritøkurnar ikki eru fullmannaðar vegna summarfrí.

Toll - og Skattstovu Føroya heldur tað vera óheppið, at brot á regluna skal føra við sær, at innflytarin missir rættin til tollkreditt. Heitt er tí á landsstýrismannin í fíggjarmálum um at broyta K. 67/1991 soleiðis, at renta í staðin verður roknað, ella at eitt gjald verður lagt á hvørja sending, har skjølini verða latin ov seint inn.

Grannskoðanardeild Landskassans hevur spurt Fíggjar- og Búskapardeildina, um áheitanin frá Toll- og Skattstovu Føroya er viðgjørd, og hvørja støðu landsstýrið hevur til henda spurning, men hevur onki svar fingið.

Ikki pakka vøruna út
Sambært § 4, stk. 2, í K. 67/1991 hevur vøruinnflytarin ikki loyvi til at pakka vøruna út ella taka hana í nýtslu, fyrr enn hann hevur latið tollvaldinum øll skjøl, ið neyðug eru fyri tollingina. Hóast henda reglan als ikki verður fylgd, fær hetta ikki tær í § 10 ásettu avleiðing, sum er, at innflytarin missir rættin til undantaksloyvi, um hann ikki heldur reglurnar í kunngerðini.

Grannskoðanardeild Landskassans hevur biðið Fíggjar- og Búskapardeildina um viðmerkingar til hetta, men hevur onki svar fingið.

Gjaldsfreist og trygd
Út frá ásetingunum í §§ 6 og 7 í kunngerðini er kreditttíðin 2-3 mánaðir, tá undantaksloyvi verður givið, meðan trygdin svarar til innflutningsgjaldið í einum meðal mánaði, tó ongantíð minni enn 100.000 kr. Hetta merkir, at landskassin í so at siga øllum førum missir pening, tá vøruinnflytarar koma í fíggjarligar trupulleikar.

Føroya Landsstýri er fleiri ferðir áður kunnað um hesi viðurskifti. Grannskoðanardeild Landskassans hevur spurt Fíggjar- og Búskapardeildina, um nøkur ætlan er um at broyta omanfyrinevndu ásetingar, men hevur onki svar fingið.

Toll- og Skattstova Føroya hevur upplýst, at tá vøruinnflytarin ikki rindar innflutningsgjaldið til tíðina verður § 10 í kunngerðini nú nýtt í størri mun enn fyrr. Hetta hevur havt við sær, at tollkreditteftirstøðurnar eru nógv minkaðar.

Annað slag av tollkreditti
Tollvaldið kann við heimild í § 13, stk. 3, í tolllógini lata persónar, fyritøkur ella virkir, ið eru skrásett sambært § 13, fáa vørur útflýggjaðar, móti at hesi rinda eitt ávíst gjald av hvørjari tollsending í grunn. Føroya Landsstýri ásetir gjaldið.

Enn hevur ongin innflytari tollkreditt eftir hesi skipan, og kann ein orsøk vera, at tær reglur, ið sambært lógini skulu ásetast, ikki vórðu gjørdar.

Grannskoðanardeild Landskassans hevur spurt Fíggjar- og Búskapardeildina um, hví omanfyri nevndu ásetingar ikki eru gjørdar. Við Ll. nr. 109 frá 13. juni 1997, sum hevur gildi frá 27. juni 1997, er henda áseting sett úr gildi.

3.7.3 Kanning av tollrokningum
Árliga talið av tollrokningum er umleið 60.000, umframt posttoll, har tollrokningarnar eisini eru umleið 60.000 í tali. Í 1994 vóru 130.598 tollavgreiðslur fyri øll tolløkini og í 1995 vóru 132.990 tollavgreiðslur.

Eftir at hava kannað tollrokningar (við stakroyndum) við støði í serligum edv-listum yvir tollingar kann staðfestast, at nógv færri feilir, sum hava peningaligan týdning, koma fyri nú. Hinvegin eru framvegis nógvir feilir, sum ikki hava týdning fyri avgjaldsupphæddina, men sum á fleiri økjum gera, at hagtølini als ikki eru eftirfarandi.

Innanhýsis grannskoðanin á Toll- og Skattstovu Føroya hevur í áravís víst á, at hagtølini ikki verða broytt, um tollskrásetingarnar verða broyttar.

Grannskoðanardeild Landskassans hevur biðið Fíggjar- og Búskapardeildina um viðmerkingar til hetta, men onki svar er komið.

3.8 Ymisk gjøld (GL 1996/2 04 5-3)
3.8.1 Avgjald á framleiðslu
Grannskoðanardeild Landskassans hevur í skrivi til Toll- og Skattstovu Føroya víst á, at í Ll. nr. 120 frá 23. desember 1991 um avgjald av framleiðslu og innflutningi við seinni broytingum er ongin beinleiðis áseting fyri renturokning, tá framleiðslugjøld ikki verða goldin rættstundis. Ein slík áseting er nú í § 5, stk. 2, í Ll. nr. 111 frá 13. juni 1997 um avgjald á framleiðslu og innflutningi.

3.8.2 Lønarhæddaravgjald
Sambært § 13 í Ll. nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønarhæddaravgjald kunnu avgjøld, rentur, gjøld og umsitingarligar sektir eftir hesi lóg í ávísum førum verða eftirgivin. Í lógini er ikki ásett, hvør hevur heimild til at eftirgeva, og í viðmerkingunum til lógina stendur onki um hetta.

Toll- og Skattstova Føroya er av teirri fatan, at tá ongin áseting er um, hvør hevur heimild til at eftirgeva omanfyrinevndu gjøld, er tað Toll- og Skattstova Føroya, sum hevur hesa heimild, tí tað er hon, ið umsitur lógina um lønarhæddaravgjald.

Grannskoðanardeild Landskassans ivast í, um heimild er at tulka § 13 í Ll. 193/1993 soleiðis, at tann myndugleiki, sum umsitur lógina, kann eftirgeva gjøld, ið verða áløgd sambært lógini. Í hesum sambandi kann vísast á, at sambært § 156 í skattalógini hevur Føroya Landsstýri heimild at eftirgeva ella lækka endaliga álíknaðan og írestandi landsskatt, men at tað eru bygdaráðini, sum sambært § 84, stk. 1, í skattalógini skipa fyri skattaálíkningini í kommununi.

Fíggjar- og Búskapardeildin er biðin um viðmerkingar til hesi viðurskifti, men onki svar er komið.

3.8.3 Skrásetingargjald
Í sambandi við grannskoðanina av skrásetingargjaldi hevur Grannskoðanardeild Landskassans víst á, at í § 6 í kunngerð nr. 23/1993 um skráseting av motorakførum sum hýru- ella skúlavognur er ásett, at motorakfar, sum er skrásett sum hýruvognur, er eitt arbeiðsamboð, sum ikki kann nýtast til privata nýtslu. Sambært § 8 í kunngerðini skulu hýruvognseigarar til eina og hvørja tíð kunna prógva, at samsvar er millum koyrdar kilometrar og inntøku, og skulu senda Toll- og Skattstovu Føroya ársroknskap fyri hvønn hýruvogn sær í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at roknskaparárið er lokið. Sambært § 9 fellur skrásetingargjaldið til gjaldingar, um so er, at treytirnar fyri skrásetingini ikki verða hildnar, og í § 11 er ásett, at brot á kunngerðina verður revsað við bót.

Men í vegleiðingarskrivum ásetir Líkningarráð Føroya eitt leiðbeinandi minstamark fyri eginnýtslu av bili hjá hýruvognsførarum, og í staðin fyri 2 mánaða innlatingarfreistina í kunngerðini, skulu tær av Líkningarráð Føroya ásettu innlatingarfreistir fyri sjálvuppgávur við roknskapi verða fylgdar.

Toll- og Skattstova Føroya hevur upplýst, at hon vil heita á landsstýrismannin í fíggjarmálum um at gera broytingar, soleiðis at samsvar er ímillum § 6 í kunngerðini og vegleiðingarskrivini frá Líkningarráð Føroya. Viðvíkjandi teimum ymisku innlatingarfreistunum metir Toll- og Skattstova Føroya, at tað er óheppið, at sami stovnur krevur sama roknskap eftir tveimum ymiskum tíðarfreistum og við ymiskum treytum.

Grannskoðanardeild Landskassans hevur spurt Fíggjar- og Búskapardeildina, um hesin spurningur er viðgjørdur, men hevur onki svar fingið.

3.8.4 Ferðagjald (GL 1996/2 04 6-1)
Á nógvum økjum hevur Toll- og Skattstova Føroya rætt til at krevja at fáa alt roknskapartilfar útflýggjað í sambandi við roknskapareftirlit/virkiseftirlit. M.a. finnast slíkar heimildir í

  • § 125, stk. 3 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
  • § 29 í løgtingslóg um meirvirðisgjald og
  • § 21 í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.

Men í løgtingslóg nr. 37 frá 26 mei 1988 um ferðagjald, við seinni broytingum, er ongin slík heimild.

Grannskoðanardeild Landskassans heldur, at ein tílík heimild, at fáa alt roknskapartilfar útflýggjað í sambandi við roknskapareftirlit/virkiseftirlit, eigur at vera ásett í øllum inntøkulógum. Hesum er Toll- og Skattstova Føroya samd í, og hevur upplýst, at hon vil heita á landsstýrismannin í fíggjarmálum um at fáa sett slíka heimild í Ll. nr. 37 frá 26. mei 1988 um ferðaavgjald við seinni broytingum.

Uppá fyrispurning frá Grannskoðanardeild Landskassans, um Fíggjar- og Búskapardeildin hevur viðgjørt henda spurning, er upplýst, at málið verður tikið uppaftur, tá ið lógararbeiðið byrjar til heystar. Hóast umleið eitt ár er liðið, síðani málið skuldi verið uppafturtikið, er onki lógaruppskot lagt fyri løgtingið.

3.9 Trygdargrunninum fyri avreiðingar og lønir (GL 1996/ 2 09 1-1)
Á fíggjarslógini undir Almannamálum er ein játtan undir "ymiskir studningar", sum ber heitið "Trygdargrunnurin fyri avreiðingar og lønir". Í tíðarskeiðnum 1992-94 hevur játtanin ligið um 0,5 mió.kr. Virksemið og roknskapurin fyri grunnin er ikki við í landsroknskapinum.

3.9.1 Lógargrundarlag

Løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., broytt við løgtingslóg nr. 6/1990, 52/1991, 123/1993, 70/1995 og nr. 38/1997.

  • Kunngerð nr. 66 frá 12. juni 1991 um Trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
  • Kunngerð nr. 85 frá 17. september 1991 um gjald til trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.

3.9.2 Leiðslu-, roknskapar- og grannskoðanarviðurskifti
Galdandi lóg fyri Trygdargrunnin (løgtingslóg nr. 68/1988) avloysti tvær løgtingslógir, løgtingslóg nr. 49 frá 7. juni 1979 um trygdargrunn veiðimanna við seinni broytingum og løgtingslóg nr. 34 frá 30. apríl 1987 um trygdargrunn løntakaranna.

Í § 9 í lógini er ásett, at grunnurin verður umsitin av Líkningarráði Føroya. Sum er, umsitir Stýrið fyri Toll- og Skattstovu Føroya grunnin. Grannskoðanardeildin dugir ikki at síggja, hví Líkningarráð Føroya, sum hevur heilt aðrar uppgávur, er sett til at umsita grunnin.

Lógin um Trygdargrunnin fyri avreiðingar og lønir ásetir onki um, hvør stýrir grunninum, ella hvussu roknskapar- og grannskoðanarviðurskiftini hjá grunninum eru. M.a. nevnir lógin onki um, nær roknskapur skal gerast fyri grunnin, og hvør skal grannskoða grunnin.

Mælt er til, at landsstýrið tekur stig til at áseta nærri reglur um omanfyrinevndu viðurskifti.

Upplýst er, at Trygdargrunnurin fyri avreiðingar og lønir saman við øðrum arbeiðsmarknaðarmálum varð fluttur frá Almanna- og heilsustýrinum til Vinnumálastýrið frá 1. juli 1997.

Roknskapirnirnir fyri 1992, 1993 og 1994 vóru lidnir á heysti 1995. Ongin grannskoðan var farin fram í fleiri ár, og eftirsum grunnurin í stóran mun umsitur almennan pening og verður umsitin av Stýrinum fyri T&S, hevur Grannskoðanardeild Landskassans grannskoðað roknskapirnar fyri hesi árini.

3.9.3 Roknskaparyvirlit

1991

1992

1993

1994

Inntøkur
Nota 1 Arbeiðsgevaragjøld

8.489

5.209

5.432

4.677

Útlutað úr trotabúgvum

564

2.754

188

1.017

Morarenta

379

427

349

46

Rentuinntøka

52

50

67

102

Nota 2 Játtan á F-lóg

808

650

550

470

Nota 3 Serlig játtan

0

-

4.000

-

Í alt

10.292

9.090

10.586

6.312

Útreiðslur
Útgoldin krøv

7.715

10.471

6.309

1.563

Rentuútreiðsla

0

100

113

81

Avskrivað krøv

0

0

1.228

284

Aðrar útreiðslur

112

38

142

36

Í alt

7.827

10.609

7.792

1.964

Úrslit

2.465

-1.519

2.794

4.348

Fíggjarstøða

Aktiv
Innist. í peningastovnum

1.276

55

2.957

6.582

Áogn hjá skuldarum

2.193

1.896

1.788

1.284

Í alt

3.469

1.951

4.745

7.866

Passiv
Nota 4 Skuld til Landskassan

1.538

1.538

1.538

311

Eginogn

1.931

413

3.207

7.555

Í alt

3.469

1.951

4.745

7.866

Nota 1: Arbeiðsgevaragjøld: Stóra minkingin í arbeiðsgevargjøldum frá 1991 til 1992 stendst av, at gjaldið til Trygdargrunnin lækkaði úr 2/1000 av útgoldnum A-inntøkum í 1991 til 1,5/1000 í 1992.

Nota 2: Sum grundgeving fyri hesi játtan verður víst til viðmerkingarnar til § 7, har sagt verður, at 1,5/1000 av almannapensjónum verður at gjalda sum studningur til Trygdargrunnin. Upphæddin svarar ikki til 1,5/1000. Lógarbroytingin nr. 38/1997 hevði við sær, at onki varð sett av á fíggjarlógini 1997.

Nota 3: Í landsroknskapinum fyri 1993 er peningurin útreiðsluførdur á rakstrarstaðnum "studningar til fiskivinnuna".

Nota 4: Skuld til Landskassan: Eftir at Trygdargrunnurin í 1990 gjørdist insolventur, samtykti løgtingið í 1990 at veðhalda fyri einum rakstrarláni uppá 1,5 mió.kr. til grunnin. Veðhaldið gjørdist effektivt í 1991 og landskassin rindaði tá 1,538 mió.kr. Grunnurin rindaði peningin aftur í 1994. Tær 311 tkr., sum Trygdargrunnurin skyldaði við árslok 1994, rindaði grunnurin aftur í 1995.

3.9.4 Grannskoðan av roknskapunum fyri 1992, 1993 og 1994
Grannskoðanardeildin hevur við stakroyndum gjøgnumgingið inntøku- og útreiðslukonti, stemmað av bank- og girokonti, og við stakroyndum er kannað, um mannagongdin í sambandi við útgjalding úr grunninum hevur verið í tráð við galdandi lóg og kunngerðir. Frágreiðing varð send Stýrinum fyri T&S til viðmerkingar, og er síðani send landsstýrinum.

Teir nógvu feilirnir/viðmerkingarnar standast í stóran mun av, at arbeiðsgongdir og innanhýsis eftirlit ikki eru nóg væl lýst. Hetta hevur ført við sær, at starvsfólkini, sum umsita grunnin, ikki hava verið greið yvir, hvussu málini skuldu avgreiðast, og hvussu viðgerðin skuldi skjalprógvast. Á útgjaldingarøkinum kemur hetta til sjóndar t.d. við, at goldið er út, uttan at krøvini í lóg og kunngerðum eru fylgd, øll mótkrøv eru ikki skrásett og fráboðað, og í fleiri førum er ikki gjørligt at síggja, hvussu málið er viðgjørt.

Fyri at bøta um umsitingina sum heild, hevur grannskoðanardeildin mælt til at gera eitt nýtt umsóknarblað og at gera eina skrivliga lýsing/vegleiðing fyri, hvussu grunnurin verður umsitin, við greiðum reglum fyri ábyrgd og heimild. Eisini skal lýsast, hvørji innanhýsis eftirlit skulu gerast, hvør skal gera hesi, og á hvønn hátt hesi skulu skjalprógvast. Stýrið hevur síðani gjørt skrivligar reglur fyri umsitingina av grunninum, og grannskoðanardeildin hevur havt høvi til at gera viðmerkingar til hesar.

3.10 Aðrir grunnar, sum Toll- og Skattstova Føroya umsitur (GL 1996/2 09 1-1)

3.10.1 Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin
Í § 2 í Ll. nr. 39 frá 7. mei 1991, um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, við seinni broytingum, er ásett, at "fæ grunsins verður fingið til vega við, at allir persónar árliga rinda grunninum ½ % av teirri inntøkuni, sum myndar grundarlagið undir skattaútrokningini, og allir arbeiðsgevarar árliga rinda ½ % av útgoldnum A-inntøkum".

Sambært § 8 hevur Toll- og Skattstova Føroya inngjaldingarnar í grunnin um hendi, og heimilað verður grunninum at gera avtalu við Toll- og Skattstovu Føroya um, at hava útgjaldingar úr grunninum um hendi. Sambært § 1, stk. 2, í K. nr. 44 frá 9. mei 1997, um útgjald úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, hevur Toll- og Skattstova Føroya útgjaldingar úr grunninum um hendi.

Sambært § 6 í lógini hevur grunnurin eitt stýrið við 4 limum. Stýrið ásetir árligu veitingarnar til eftirlønartakararnar í seinasta lagi 1. oktober á hvørjum ári galdandi fyri álmanakkaárið eftir.

Ongar ásetingar eru um roknskaparviðurskifti, ella um grannskoðan av roknskapum.

Við skrivi dagfest 1. desember 1995 bað grannskoðanardeildin Toll- og Skattstovu Føroya um roknskapir og grannskoðanarprotokollir fyri árini 1990-1994, og um roknskapirnir ikki vóru lidnir, eina frágreiðing um, hvussu langt áleiðis arbeiðið var komið.

Á fundi tann 19. desember 1995 upplýsti T&S, at roknskapirnir fyri 1992-1994 vóru til grannskoðan. Avtalað varð, at T&S skuldi senda grannskoðanardeildini avrit av roknskapum og grannskoðanarprotokollum, tá hesir vóru lidnir.

Í skrivi dagfest 19. november 1997 hevur Toll- og Skattstovu Føroya upplýst, at roknskapirnir fyri grunnin fyri árini 1992-1996 nú eru lidnir. Harumframt varð upplýst, at Toll- og Skattstovan hevur sent umbønina frá grannskoðanardeildini um at fáa avrit av roknskapum og protokollum til formannin fyri stýrið fyri grunnin, av tí at Toll- og Skattstovan ikki metir seg hava heimild til at útflýggja hesi skjøl uttan góðkenning frá stýrinum fyri grunninum.

3.10.2 Frítíðargrunnurin
Sambært § 21 í Ll. nr. 30 frá 7. apríl 1986, um frítíð við løn, við seinni broytingum, er Frítíðargrunnurin grunnur undir landsstýrinum, og landsstýrið ásetir nærri reglur fyri virki grunsins og fyrisiting av grunninum.

Í § 21, stk. 2, er ásett, at "Frítíðargrunnurin tekur ímóti frítíðarløn í varðveitslu og syrgir fyri útgjalding, tá frítíðarlønin, sambært lógini, kann útgjaldast viðkomandi løntakara". Er rætturin til frítíðarløn, frítíðarískoyti v.m. fyrnaður, fer upphæddin, sambært § 17, stk. 3, í Frítíðargrunnin. Sambært § 21, stk. 3, fer fæ grunsins til at fíggja tiltøk, ið útvega løntakarum frítíðarmøguleikar.

Í § 1 í K. nr. 14/1987, um frítíðarløn, við seinni broyting, er ásett, at Líkningarráð Føroya fyrisitur skipanina viðvíkjandi inn- og útgjaldingum av frítíðarløn, sum er ásett í § 10, stk. 2, í lógini.

Sambært § 4 í K. nr. 101/1988, um virki og fyrisiting av frítíðargrunninum, við seinni broyting, hevur "nevndin skyldu at lata gera ársroknskap fyri farna árið, við fíggjarstøðu tann 31. desember". Til at grannskoða roknskapirnar velur nevndin løggildugan grannskoðara fyri eitt 3-ára skeið. Grannskoðaður roknskapur skal sendast landsstýrinum á hvørjum ári innan 1. juni. Grannskoðanin fevnir eisini um inn- og útgjaldingar av frítíðarlønum sambært skipanini í K. nr. 14/1987.

Við skrivi dagfest 1. desember 1995 bað grannskoðanardeildin Toll- og Skattstovu Føroya um eitt eintak av roknskapum og grannskoðanarprotokollum fyri árini 1990-1994, og um roknskapirnir ikki vóru lidnir, eina frágreiðing um, hvussu langt áleiðis arbeiðið var komið.

Á fundi tann 19. desember 1995 upplýstu umboð fyri Toll- og Skattstovu Føroya, at roknskapirnir fyri 1986-1989 vóru bókaðir í einari serligari bókhaldsskipan á Líkningarráðnum. Hesir roknskapir vóru lidnir í 1994, men grannskoðanin var ikki liðug. Upplýst varð, at ein avtala var gjørd við grannskoðaran um, at hesin skuldi bóka og uppseta roknskapirnar fyri 1990-1995. Byrjað var at bóka 1990 og 1991, men nógvir trupulleikar vóru m.a. viðvíkjandi gomlum munum. Upplýst varð eisini, at ein nýggj bókhaldsskipan var gjørd til Frítíðargrunnin í Toll- og Skattskipanini, og at ætlanin var at taka hesa í nýtslu frá 1. januar 1996. Avtalað varð, at Toll- og Skattstova Føroya skuldi senda grannskoðanardeildini avrit av roknskapum og grannskoðanarprotokollum fyri grunnin, tá hesir vóru lidnir.

Í skrivi dagfest 19. november 1997 upplýsti Toll- og Skattstova Føroya, at roknskapir og protokollir fyri grunnin fyri árini 1986-1989 eru liðug. Upplýst varð, at sambært grannskoðaranum fyri Frítíðargrunninum verða roknskapirnir fyri 1990-1995 væntandi lidnir í desember mánaði í 1997. Harumframt varð upplýst, at Toll- og Skattstovan hevur sent umbønina frá grannskoðanardeildini um at fáa avrit av roknskapum og protokollum til formannin fyri stýrið, av tí at Toll- og Skattstovan ikki metir seg hava heimild til at útflýggja hesi skjøl uttan góðkenning frá stýrinum fyri grunninum.

4. Løgmansfyrisitingin

4.1 Eftirlit við Framtaksgrunninum (GL 1997/2 15 9-3)
Sambært § 7, stk 1 í viðtøkunum fyri Framtaksgrunnin skulu ársroknskapur og ársfrágreiðing fyri grunnin sendast "Finanstilsynet og Landsrevisionen til kontrol af overholdelse af vedtægternes formål m.v."

Í sambandi við viðgerðina av lógaruppskotinum um lántøku í sambandi við stovnan av Framtaksgrunninum í desember 1994 fekk grannskoðanardeildin frá landsstýrinum avrit av uppskoti til viðtøkur fyri grunnin. Grannskoðanardeildin vísti tá á, at orðingin av § 7, stk.1 var sera ógreið og tyktist annars koma tvørt av ásetingunum í kap. 10 í "Lov om erhvervsdrivende fonde". Landsstýrið vísti til danskar myndugleikar, og fyri at fáa greiði á hesum bað grannskoðanardeildin, ígjøgnum Ríkisumboðið, um at fáa útgreinað, hvussu m.a. § 7, stk.1 skuldi skiljast:

  • Hvør "Landsrevisionen" er: Løgtingsgrannskoðararnir (Ll.nr. 16/1965) ella Grannskoðanardeild Landskassans (Landsstýrisins reglugerð frá 1976)
  • Hvussu eitt møguligt samstarv/arbeiðsbýtið ímillum "Landsrevisionen" og Fíggjareftirlitið skal vera, eisini í mun til grannskoðara grunnsins og Skráseting Føroya
  • Hvat umrødda "kontrol"/eftirlit fevnir um, á hvønn hátt hetta skal gerast, og hvørjar heimildir eru til tess
  • Hvør "arbeiðsgevarin" hjá "Landsrevisionen" í hesum føri er/hvør skal hava fráboðan ella frágreiðing um ásetta eftirlitið, hvussu er við tagnarskyldu o.s.fr.

Erhvervsministeriet svaraði stutt, at orsøkin til, at orðið "Landsrevisionen" er nevnt í viðtøkunum, "beror udelukkende på et ønske fra det færøske landsstyre".

Seinni fekk grannskoðanardeildin, frá formanninum fyri Framtaksgrunninum, avrit av einum telefaxi frá Fíggjareftirlitinum til grunnin, dagfest 22. mei 1995, um "Finanstilsynets præcisering af tilsyn og kontrol med Færøernes Erhvervsudviklingsinstitut". Av hesum gongur fram, at Erhvervsministeriet við skrivi dagfest 21. desember 1994 hevur heitt á Fíggjareftirlitið um at átaka sær roknskaparliga eftirlitið sambært § 7 í viðtøkunum.

Fíggjareftirlitið vísir eisini til eitt skriv frá Erhvervs- og Selskabsstyrelsen til nevndina fyri Framtaksgrunnin, dagfest 16. mei 1995. Sambært hesum skrivi er grunnurin undantikin lógini um vinnurekandi grunnar sambært einum brævi frá Erhvervsministeriet dagfest 21. desember 1994, og víst verður á, at Erhvervs- og Selskabsstyrelsen tann 15. januar 1995 "har fået overført erhvervsministerens kompetance til at meddele undtagelse fra lov om erhvervsdrivende fonde efter lovens § 1, stk, 5 f.s.a. færøske fonde", og at ein fyritreyt fyri hesum undantaki er, at "det offentlige tilsyn og den økonomiske kontrol, som påhviler Finanstilsynet", verður útgreinað. Viðmerkt verður eisini, "at Finanstilsynets kontrol skal omfatte fondens vigtige dispositioner, som ikke i forvejen skal godkendes af den danske regering og det færøske landsstyre".

Viðvíkjandi leiklutinum hjá "Landsrevisionen" stendur í umrødda skrivi dagfest 22. mei 1995 frá Fíggjareftirlitinum til Framtaksgrunnin, at um Fíggjareftirlitið, í sambandi við gjøgnumgongdina av grannskoðaða ársroknskapinum, kemur fram á viðurskifti, sum eru í stríð við ásetingar í lóg og viðtøkum, verður hetta fráboðað donsku stjórnini, landsstýrinum og "den færøske landsrevisor". Í skrivinum vísir Fíggjareftirlitið eisini á, at danska stjórnin og landsstýrið hava eftirlit við grunninum, og í hesum sambandi verður serliga víst til § 6, stk. 2 í viðtøkunum, har tað er ásett, at ivamál um tulking av viðtøkunum skulu leggjast fyri danska forsætismálaráðharran og løgmann.

Grannskoðanardeildin hevur kunnað fíggjarnevndina og løgmann um umrødda brævaskifti. Víst er á, at grannskoðanardeildin frá byrjan hevur víst á ógreiðu viðurskiftini í hesum máli, og hevur til fánýtis mælt til at fáa fulla greiði á leiklutinum hjá "Landsrevisionen" sambært § 7, stk.1 í viðtøkunum. Í skrivi til løgmann, dagfest 12. november 1997, er boðað frá, at fyrr enn hetta er gjørt, metir Grannskoðanardeild Landskassans seg ikki kunna átaka sær nakað eftirlit við grunninum. Avrit av hesum skrivi varð sent fíggjarnevndini til kunningar.

4.2 Grunnurin "Menningarhjálp" (GL 1996/2 02 2-1)

4.2.1 Játtanir í grunnin
Í 1987 varð peningur fyrstu ferð settur av á fíggjarlógini til grunnin "Menningarhjálp", tá 5 mió.kr. vórðu játtaðar. Fyrstu árini vórðu árliga játtaðar 5 mió.kr., svarandi til 0,1 % av bruttotjóðarúrtøkuni, síðani minkaðu árligu játtanirnar niður í 200 tkr. í 1993. Árini 1994-96 varð onki játtað í grunnin.

Á fíggjarlógini fyri 1997 vórðu 200 tkr. játtaðar til menningarhjálp. Viðmerkt varð, at "Grunnurin til menningarhjálp verður ikki nýttur. Játtað verður beinleiðis av høvuðskonto. Játtanin er ætlað til ymisk tiltøk, sum kunnu gagna menningarlondum."

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 1998 stendur, at grunnurin til menningarhjálp er avtikin, og skotið verður upp at játta 200 tkr. til ymisk tiltøk, sum kunnu gagna menningarlondum.

4.2.2 Játtanir úr grunninum
Roknskapurin fyri grunnin "Menningarhjálp" gongur fram av fylgiskjali E til landsroknskapin undir "eksternir grunnar", og niðanfyristandandi roknskapartøl stava frá hesum roknskapum. Tølini fyri 1995 og 1996 eru tikin úr bókhaldinum.

Umsóknir um stuðul til menningarhjálp eru síðani 1988 viðgjørdar eftir einum uppskoti til reglugerð, sum 1. mars 1988 varð sent fíggjarnevndini til góðkenningar. Henda varð ongantíð formliga góðkend, men landsstýrið og fíggjarnevndin hava arbeitt eftir reglugerðini. Á fíggjarlógunum fyri 1990-93 varð viðmerkt, at stuðulin verður játtaður av landsstýrinum saman við fíggjarnevndini.

4.2.3 Roknskapartøl árini 1992-96

                                                                                                                                                                                                    (1000 kr.)

 

1992

1993

1994

1995

1996

Ogn við ársbyrjan

17.487

18.187

18.187

17.767

17.767

Játtan

1.000

200

0

0

0

Útgoldin stuðul

-300

-200

-420

0

-147

Ogn við ársenda

18.187

18.187

17.767

17.767

17.620

Útgjøldini úr grunninum í 1992 og 1993 eru partar av einari játtan uppá samanlagt 1,760 mió.kr., sum fíggjarnevndin á fundi 12. juni 1989 hevur játtað til arbeiði á stovni fyri brekað í Botswana.

Í 1994 vórðu 230 tkr. útgoldnar av áður umrøddu játtan frá 1989, umframt 190 tkr., sum við góðkenning frá fíggjarnevndini vórðu játtaðar til útbúgving og uppvenjing av gøtubørnum í Guatemala. Í játtanarskrivinum bað landsstýrið um regluligar frágreiðingar um innihaldsligu og fíggjarligu gongdina í prosjektinum umframt ein grannskoðaðan roknskap fyri prosjektið. Í málinum sæst ikki, at hesar frágreiðingar og roknskapur eru latin landsstýrinum. Landsstýrð hevur síðani biðið um hetta tilfar.

Í 1995 varð einki útgoldið úr grunninum.

Í 1996 samtykti landsstýrið at lata 100 tkr. í fíggjarligum stuðli til ferð til Føroyar fyri børn úr Ukraina. Harumframt hevur landsstýrið í 1996 játtað 226 tkr. í stuðli til skúlaætlan á Filipinunum. 47 tkr. av hesum vórðu goldnar í 1996.

4.2.4 Internur ella eksternur grunnur
Við løgtingslóg nr. 33 frá 27. mars 1992 "um avtøku av landskassagrunnum", varð grunnurin umskipaður til eksternan grunn, og sambært lógini skuldu ognir landskassagrunsins flytast eksterna grunninum. Í skrivi dagfest 18. januar 1995 og á fundi 18. august 1995 spurdi grannskoðanardeildin, hví peningurin ikki var fluttur til grunnin, hóast hetta er ásett í lógini. Grannskoðanardeildin fekk ongantíð nakað veruligt svar frá landsstýrinum.

Hugtakið "eksternur grunnur" er ikki lýst nærri í sjálvari lógini, men viðmerkingar landsstýrisins til lógaruppskotið (løgtingsmál nr. 57/1991) geva eina ábending um hetta.

"Orsøkin til at hesir grunnar halda fram sum eksternir grunnar er, at talan er um endamál, har komið verður fram til eina loysn eftir fleiri árum. Í øðrum førum má sigast, at ætlanin ikki hevur verið, at landsstýrið einsamalt skal hava ræði yvir fæi grunsins, og tí verður hildið rættast at gera grunnin til eksternan grunn".

Grunnurin varð ongantíð skipaður við eksternari nevnd ella stýri, og við løgtingslóg nr. 94 frá 6. juni 1997 um avtøku av landskassagrunnum varð grunnurin avtikin, og sambært lógini skuldi saldoin flytast kapitalkonto landskassans.

5. Rættarmál

5.1 Matrikulstovan (GL 1997/2 05 9-1)
5.1.1 Lógargrundarlag
Sambært Ll. nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m. hevur Matrikulstovan skyldu at gera fullfíggjaða matrikulering av øllum føstum eigindómum í Føroyum og at umsita galdandi matrikul, og hevur myndugleika til at góðkenna/fremja sundurbýti, marknaðasetingar v.m.

Matrikulstovan hevur eisini skyldu til at lata útskriftir og eftirmyndir av matrikulsins skjølum fyri ávís gjøld. Við heimild í § 40 í lógini eru hesi gjøld ásett í kunngerð nr. 148 frá 12. juli 1993 um gjøld til Matrikulstovuna.

5.1.2 Roknskaparviðurskifti
Fram til 1. januar 1997 hevur Matrikulstovan havt eina serliga roknskaparskipan. Flest allar inn- og útgjaldingar, umframt lønir eru farnar um gjaldstovuna, men Matrikulstovan hevur havt dagliga bókhaldið um hendi, og við árslok er roknskapurin á gjaldstovuni settur upp við støði í bókhaldinum á Matrikulstovuni, og í hesum sambandi verður millumrokningin við gjaldstovuna stemmað av. Grannskoðanardeildin hevur samanborið roknskapirnar á gjaldstovuni við bókhaldið á Matrikulstovuni. Ongar viðmerkingar vóru. Frá 1. januar 1997 nýtir Matrikulstovan bókhaldsskipanina á gjaldstovuni, tó ikki til fakturering/debitorar.

Grannskoðanardeild Landskassans hevur m.a., vísandi til roknskaparkunngerðina og kunningarskriv frá gjaldstovuni, mælt til, at bøta um og broyta ávísar mannagongdir á roknskaparøkinum.

5.1.3 Skuldarar/inntøkur
Eigararnir av jørðini bera helvtina av kostnaðinum fyri útskiftingar, hina helvtini ber landskassin sambært § 59 í "útskiftingarlógini" frá 27. mars 1939 við seinni broytingum.

Útskiftingarmál eru ofta drúgv og vara í nógv ár. Við árslok 1996 vóru skuldararnir (liðugt arbeiði) 0,3 mió.kr. Bert fáir vóru eldri enn 90 dagar, og bert ein av skuldarunum var eldri enn eitt ár. Arbeiðið í gerð var við árslok 1996 1,1 mió.kr. og er nógv minkað seinnu árini. Níggju teir størstu skuldararnir, sum vóru kommunur og hagar, áttu 90 % av hesari upphædd.

Matrikulstovan hevur sína egnu debitorskipan, og hevur enn ongar debitorar skrásettar í bókhaldinum á Føroya Gjaldstovu. Upplýst er, at debitorarnir helst verða fluttir til Føroya Gjaldstovu í ár.

6. Almanna- og heilsumál

6.1 Roknskaparyvirlit
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir útreiðslurnar á grein 19 - Almannamál - í fíggjarárunum 1992-94:

 

Útreiðslur til almannamál 1992-94 (mió.kr.) - kommunanna partur er ikki íroknaður:

 

1992

1993

1994

Forsorgarlógin 1)

298,4

267,9

268,2

Fólkapensjónslógin

237,4

236,4

242,2

Avlamispensjónslógin

101,0

106,6

114,8

Barnaforsorgarlógin

60,5

60,5

57,1

Lóg um barnastyrk til einsamallar uppihaldarar

3,0

4,4

3,3

Dagpeningalógin (í 1992 eisini løgtingslóg)

51,6

37,6

31,5

Løgtingslógir 2)

44,3

123,7

120,5

Tilsamans

796,2

837,1

837,6

Játtan á fíggjarlógini, í alt

(799,1)

(833,0)

(840,0)

Ríkisendurgjald

234,6

118,4

0

1) Útgreining:      
Andveikraverndin

35,9

33,7

34,3

Andveikraverndin, føroyingar í DK

18,1

19,3

17,5

Andveikraverndin, íløgur

5,6

8,9

0,9

Ellisheim

76,6

69,0

67,2

Ellisheim, íløgur

6,0

7,7

0,8

Vistarheim

5,6

5,3

4,9

Einkjupensjón

1,0

1,2

2,0

Uppískoytisveiting til einkjur

0,4

0,4

0

Vanlig forsorg

93,2

57,7

73,4

Ymiskir forsorgarstovnar

10,4

9,8

9,2

Heimahjálparskipanin/heimarøktin

45,6

54,9

58,0

 

298,4

267,9

268,2

2) Útgreining:      
Vardar íbúðir, stuðul til rakstur

0,2

0,2

0,2

Bjálving av húsum hjá pensjónistum

2,0

2,0

0,0

Brennistudningur

6,7

5,5

6,3

Barnastyrkur (endurgjald til kommunurnar)

11,7

avtikið

avtikið

Ansingarsamsýning

6,3

5,1

4,7

Kærunevnd og umsiting

0

0,2

0,4

Vanlukkutryggingarráðið

0,5

0,6

0,5

Ymiskir studningar

10,0

9,6

7,5

Húsalánsgrunnurin

5,0

#

#

Rentustudningur til húsabygging

1,9

#

#

Inntøkutrygd hjá fiskimonnum

#

100,5

99,0

Viðlíkahald

0

0

1,9

44,3

123,7

120,5

# : útreiðslurnar hava verið hildnar undir øðrum greinum.

Útreiðslurnar undir forsorgarlógini, fólka- og avlamispensjónslógini, lóg um barnastyrk til einsamallar uppihaldarar, barnaforsorgar- og dagpeningalógini eru hildnar sambært fólkatingslógum fyri Føroyar - partur av útreiðslunum sambært dagpeningalógini vórðu tó í 1992 hildnar sambært løgtingslóg nr. 25. frá 30. apríl 1987 um dagpening í sambandi við barnsburð og sjúku (farin úr gildi tann 1. januar 1993).

Meir-/minninýtsla í mun til játtan á fíggjarlógini
Roknskapartølini fyri árini 1992-94 vísa, at samanlagt hevur ikki verið talan um meirnýslu, undir almannamálum, burtursæð frá fíggjarárinum 1993, tá samlaða nýtslan var uml. 4 mió.kr. størri enn samlaða játtanin til Almannamál. Høvuðsorsøkin til hesa meirnýtslu var, at nýttar vóru 7,7 mió.kr. meira enn játtað var til "Inntøkutrygd hjá fiskimonnum", sum var sett undir Almannamál í 1993 og 1994 (Í 1995 var játtanin til "Inntøkutrygd hjá fiskimonnum", aftur flutt undir Fiskivinnumál).

6.2. Grannskoðan av almannaútreiðslum við ríkisendurgjald (GL 1996/1 03 2-1)
Í 1991 varð ein avtalu gjørd ímillum Sosialmálaráðið og Fíggjarnevnd Føroya Løgtings um grannskoðanina av teimum útreiðslum, har staturin veitti endurgjald. Tað snúði seg í høvuðsheitum um útreiðslur til persónsveitingar sambært pensjóns-, forsorgar- og dagpeningalógunum og stovnsútreiðslur sambært barnaforsorgarlógini, og var høvuðsinnihaldið í avtaluni, at hesar útreiðslur skuldu grannskoðast á sama hátt sum almannaútreiðslurnar í kommununum í Danmark.

Tann 17. februar 1993 lat grannskoðanardeildin Sosialmálaráðnum eina frágreiðing um endurgjaldsútreiðslurnar fyri 1991, og í skrivi dagfest 25. mars 1993 til Føroya Landsstýri boðaði Sosialmálaráðið frá, at trupulleikarnir á endurgjaldsøkinum í Føroyum sambært grannskoðanarfrágreiðingini vóru nógv størri, enn Sosialmálaráðið frammanundan hevði verið varugt við, og at ríkisstjórnin tískil hevði gjørt av at taka upp samráðingar við landsstýrið um at broyta fíggingarháttin fyri tær almannaútreiðslur, har ríkisendurgjaldið var varðveitt í blokkstuðulsavtaluni frá 1988. Ríkisparturin av øllum almannaútreiðslunum skuldi sostatt, frá 1. juli 1993 at rokna, veitast sum blokkstuðul. Hetta varð gjørt við "Lov nr. 393 af 22. juni 1993 om tilskud til Færøernes hjemmestyre".

Sambært omanfyrinevndu grannskoðanaravtalu ímillum Sosialmálaráðið og Fíggjarnevnd Føroya Løgtings skuldi Grannskoðanardeild Landskassans seta upp roknskap og lata eina grannskoðanarfrágreiðing fyri hvørt fíggjarár, men í sambandi við at ríkisendurgjaldið á almannaøkinum varð tikið av, datt grannskoðanaravtalan burtur, og avtalað varð við Sosialmálaráðið, at Grannskoðanardeild Landskassans skuldi gera eina samlaða grannskoðanarfrágreiðing fyri tíðarskeiðið 1992 og 1. hálvár 1993.

Tann 26. august 1994 vórðu roknskapir og frágreiðing um grannskoðan av almannaútreiðslunum í 1992/93, har talan var um ríkisendurgjald, latin Sosialmálaráðnum, Føroya Landsstýri og Fíggjarnevndini.

Síðani hevur verið nógv samskifti við Almannastovuna og Sosialmálaráðið m.a. í sambandi við uppgerð av ov nógv útgoldnum ríkisendurgjaldi.

Í grannskoðanarfrágreiðingini verður víst á nógvar trupulleikar viðvíkjandi umsitingini, og mælt er til ábøtur á fleiri økjum. Víst verður eisini á, at nógvar broytingar eru gjørdar, og at Almannastovan og landsstýrið í nógvum førum hava tikið stig til at bøta um viðurskiftini.

Grannskoðanardeildin hevur síðani havt fundir við Almanna- og Heilsumálastýrið og leiðsluna á Almannastovuni um, hvussu støðan er í dag á teimum økjum, sum eru kannað og umrødd í frágreiðingini.

Niðanfyri verður tikið samanum nøkur av høvuðspunktunum í frágreiðingini, og víst verður eisini á, hvussu støðan er í dag á teimum ymsu økjunum, og hvørjar broytingar eru hendar.

6.2.1 Yvirordnaða umsitingin av Almannaøkinum
Í grannskoðanarfrágreiðingini varð mett, at Almanna- og heilsudeildin í Landsstýrinum ikki var nóg væl mannað til at loysa trupulleikarnar, í sambandi við tað lógarfyrireikandi arbeiði at gera tær ymisku reglurnar á almannaøkinum og skipanina av almannaumsitingini. Grannskoðanardeildin metti (eins og Ríkisgrannskoðanin og Sosialmálaráðið), at tað var alneyðugt, at uppgávubýtið ímillum Almannastovuna og Føroya Landsstýri varð nærri greinað, m.a. við at landsstýrið ásetur reglur fyri virkseminum hjá Almannastovuni sambært heimildini í § 4 í kunngerð frá 25. mars 1975 um yvirtøku av fyrisitingini av almannamálum.

 

Almanna- og heilsudeildin upplýsir, at sambært rammuavtaluni frá november 1994 var ætlanin at øll almannalóggáva og heilsulóggáva skuldi gerast á føroyskum innan 1 ár; men at hetta bar als ikki til. Freistin er síðani longd, soleiðis at landsstýrið innan 1. januar 1998 skal hava lagt alla lóggávuna fyri tingið, men tað verður mett púra órealistiskt at náa alt lógararbeiðið innan ásettu tíð. Uppgávubýtið ímillum landsstýrið og Almannastovuna er framvegis ógreitt, m.a. tí at nýggi bygnaðurin enn ikki er komin uppá pláss.

Ein av teimum stóru trupulleikunum á almannaøkinum, ið grannskoðanin hevur gjørt vart við í frágreiðingunum árini frammanundan, hevur verið, at landsstýrið ikki hevur ásett nærri reglur fyri umsitingina á teimum økjum, har tað hevur havt heimild/skyldu at gera tað, og at umsitingin sostatt í stóran mun hevur verið noydd at gera innanhýsis ásetingar í staðin, ella umsita uttan at hava nakað skrivligt grundarlag undir málsviðgerðini. Hetta hevur gjørt tað trupult at tryggja, at málsviðgerðin á teimum einstøku økjunum varð einsháttað. Í september mánað 1992 varð avtala gjørd ímillum Sosialmálaráðið og landsstýrið, at í hvussu so er tær lógarásettu kunngerðirnar/reglugerðirnar og innanhýsis reglugerðir fyri málsviðgerðina á Almannastovuni skuldu gerast sum skjótast. Á fundi í mei mánað 1993 varð upplýst frá føroyskari síðu, at arbeiðið var liðugt 1. apríl 1993, og at umsitingin nú fór at fara fram á einum nógv tryggari grundarlagi.

Í grannskoðanarfrágreiðingini vóru reglurnar, ið landsstýrið hevði gjørt, gjøgnumgingnar. Mett varð, at fleiri reglur ikki vórðu fylgdar, at aðrar ikki í fullan mun útfyltu heimildarásetingarnar, at summar vóru so alment orðaðar, at tær ikki høvdu ítøkiligan týdning fyri umsitingina, og samanumtikið varð mett, at grundarlagið undir umsitingini sostatt ikki var munandi broytt.

Sambært grannskoðanaravtaluni tekur Sosialmálaráðið ta endaligu avgerðina, tá ivaspurningar stinga seg upp. Út frá hesum metti grannskoðanardeildin tað vera óheppið, at Sosialmálaráðið hevur svarað fleiri spurningum við at vísa til galdandi danskar lógarásetingar - t.d. "bistandsloven" - hóast hesar ikki hava gildi í Føroyum. Har lógarásetingarnar í Føroyum eru tær somu, sum áður hava verið galdandi í Danmark - t.d. áðrenn "bistandsloven" kom í gildi - hevur Sosialmálaráðið ikki í øllum førum gjørt av, at rættarstandurin skal vera tann sami í Føroyum, sum hann var í Danmark tá. Í frágreiðingini frá Ríkisgrannskoðanini til "statsrevisorerne" frá 28. mei 1993 um ta føroysku almannaumsitingina, metti Ríkisgrannskoðanin eisini, at rættargrundarlagið undir umsitingini í nógvum førum hevur verið ógreitt, hóast Sosialmálaráðið seinni hevur góðkent eina siðvenju.

Mett varð, at fyri at bøtast kann um grundarlagið undir umsitingini, er neyðugt við meira útgreinaðum serføroyskum reglum, hóast talan bert er um eitt avmarkað tal av umsitingarligum eindum í Føroyum.

 

Upplýst er, at Almanna- og heilsumálastýrið ger eitt yvirlit yvir tær reglur, ið mangla á Almannastovuni og vil harútfrá gera eina prioritering av, í hvørjari raðfylgju hesar reglur skulu gerast. Væntandi fer arbeiði við ger av útfyllandi reglum fyri Almannasstovuna í gongd í 1998.

Leiðslan á Almannastovuni er samd í, at rættargrundarlagið undir umsitingini í nógvum førum er ógreitt, og at reglurnar, ið landsstýrið hevur ásett, í flestu førum eru ov generellar, hóast góð hjálp er í teimum á einstøkum økjum. Sum aktuelt dømi um ógreitt rættargrundarlag verður víst á, at reglurnar um tilskot til heilivág nú verða tulkaðar meira liberalt í Føroyum enn í Danmark. Almannastovan hevur áður tulkað reglurnar í tráð við donsku vegleiðingina á hesum øki, men hetta vísti kærunevndin aftur, tí ongin kunngerð var gjørd.

Nevnast kann, at kungerð nr. 151 um stuðul til heilivág eftir forsorgarlógini, fólkapensjónslógini og avlamislógini varð lýst í Kunngerðarblaðnum 24. november 1997. Kunngerðin fær gildi frá 1. januar 1998.

Kærunevndin á almannaøkinum fór til verka miðskeiðis í 1993 og gjørdi eina frágreiðing um virksemið í 1993, har m.a. greitt varð frá teimum týdningarmestu prinsipiellu avgerðunum. Í grannskoðanarfrágreiðingini til Sosialmálaráðið frá august 1994 varð mett, at hetta hevði gjørt sítt til at hækka rættartryggleikan á økinum, men funnist varð at, at nevndin ikki hevði virkað síðani november mánað í 1993, m.a. orsakað av ósemju ímillum nevndarlimirnar og landsstýrið um samsýning. Kærunevndin skal sambært løgtingslóg nr. 47/1993 bert viðgera mál, ið eru reist aftaná 1. apríl 1993. Mál, ið eru reist áðrenn, skulu viðgerast í landsstýrinum, og grannskoðanin gjørdi vart við, at landsstýrið ikki var nóg væl mannað at greiða hesi máli innan fyri rímiliga tíð. Hetta bar m.a. í sær, at nýggj mál, ið vórðu viðgjørd av kærunevndini, vórðu avgreidd skjótari enn mál, ið kanska høvdu ligið fleiri ár í landsstýrinum. Kærunevndin hevði harumframt sjálv mett, at málsviðgerðin ikki var nóg væl samskipað ímillum kærunevndina og landsstýrið, soleiðis at tað ikki var vissa fyri, at sama slag av málum vórðu viðgjørd eins í landsstýrinum og í kærunevndini.

 

Almanna- og heilsumálastýrið upplýsir, at seinastu kærumálini, sum lógu í landsstýrinum, vórðu avgreidd í juli 1995, men vegna manningar- og lønartrupulleikar viðvíkjandi kærunevndini, høvdu mál hópað seg upp har, soleiðis at fleiri mál vóru 2-3 ára gomul. Fyri at loysa henda trupulleika er arbeiðið í kærunevndini so at siga privatiserað. Ein privatur advokatur er nú avgreiðsluskrivstova saman við einum fulltrúa. Málini verða avroknað soleiðis, at avgreiðsluskrivstovan fær 2.000 kr. pr. mál. Sáttmálin við advokatin er longdur fyribils til 31.12.1997. Landsstýrið upplýsir, at kærunevndin í almannamálum nú manglar at viðgera einar 30 kærur. Nevndin verður væntandi liðug við arbeiði sítt við árslok. Ongin ársfrágreiðing er gjørd síðani 1993, men landsstýrið ætlar at taka henda spurning upp við nevndina og avgreiðsluskrivstovuna.

Almannastovan vísir á, at trupulleikarnir við manning av kærunevndini m.a. hava ført við sær, at tey hava merkt mun á avgerðum frá kærunevnd til kærunevnd, frá skrivara til skrivara. T.d. er hugburðurin til avlamisakfør meira liberalur nú. Fyrr skuldi talan helst vera um ein bíligan bil, nú er hetta broytt. Í løtuni er talan um nógvar og skjótar avgerðir.

Almannastovan vísir eisini á, at tulkingin hjá kærunevndini í einum ávísum máli, um at tilskot til heilivág hjá pensjónistum ikki skal vera heft at inntøkuni, hevur ført við sær eina 3-4 falding av hesum útreiðslum. Almannastovna er púra ósamd í hesi tulking og heldur, at møguliga er talan um eina misskiljing, og tí hevði Almannastovan umhugsað ikki at fylgja avgerðini hjá kærunevndini í øðrum málum. Landsstýrið boðaði frá, at avgerðin skal fylgjast, eisini fyri aðrar pensjónistar, tí kærunevndin er hægsti fyrisitingarligi myndugleiki.

Viðvíkjandi umsitingini á Almannastovuni sum heild metti grannskoðanin, at stórur partur av teimum trupulleikum, ið áður var gjørt vart við - m.a. at dokumentatiónin í málunum var vánalig, at innanhýsis reglurnar ikki vóru nøktandi, at (eftir)útbúgvingin av starvsfólkunum ikki var nóg góð, og at innanhýsis eftirlitið ikki virkaði nóg væl - framvegis stavaðu frá, at stovnurin var ov illa mannaður. Mett varð eisini, at neyðugt var at styrkja roknskapar- og fíggjarfunktiónina á Almannastovuni, m.a. fyri at bøta um innlitið í og eftirlitið við skrásetingunum í landsbókhaldinum.

Leiðslan á Almannastovuni upplýsir, at viðvíkjandi manning er onki hent. Arbeiðið viðvíkjandi innanhýsis reglugerðum hevur so at siga ligið stilt síðani 1994, burtursæð frá barnaforsorgarøkinum, tí Almannastovan hevur nýtt nógva orku til at ummæla kærur, og ótrúliga nógvar yvirordnaðar leiðslukreftir eru nýttar til hetta. Almannastovan er nú komin uppundan við hesum, og kann nú nýta meira orku til reglumenning eitt skifti.

Í frágreiðingini varð víst á, at Almannastovan hevði skipað eina innanhýsis grannskoðan, og hevði vent sær til grannskoðanardeildina til tess at samskipa grannskoðanararbeiðið. Í hesum sambandi hevur grannskoðanardeildin víst á, at ein fyritreyt fyri einari innanhýsis grannskoðan er, at greiðar ásetingar eru fyri hesum arbeiði, og at álit og gott samskifti er ímillum leiðsluna og innanhýsis grannskoðanina. Grannskoðanardeildini kunnugt hava hesi viðurskifti ikki verið í lagi, og tí hevur skipanin við innanhýsis grannskoðan ikki virkað.

Í 1990 og 1991-frágreiðingunum varð gjørt vart við, at nógvir trupulleikar vóru í sambandi við edv-nýtsluna á Almannastovuni. Í mars 1993 varð ein edv-deild stovnað við einum systemmanni og einum operatøri, og mett varð, at m.a. setanin av einum operatøri hevði bøtt munandi um tryggleikan á edv-økinum - t.d. vórðu nú gjørdar útgreinaðar, skrivligar lýsingar av mannagongdum í sambandi við tann dagliga raksturin, og skjalaprógvað varð, at hesar vórðu fylgdar. Mett varð eisini, at back-up mannagongdin sum heild var nøktandi. Grannskoðanin staðfesti enn einaferð, at at kalla ongin dokumentatión var fyri edv-skipanini, og ongi stig vóru tikin til at gera nakað á hesum øki. Edv-deildin á Almannastovuni metti tó ikki, at farast skuldi víðari við at bøta um verandi skipan - harundir dokumentera hana - fyrr enn støða var tikin til, hvør edv-skipan skuldi nýtast í framtíðini.

EDV-deildin upplýsir, at onki er gjørt viðvíkjandi dokumentatión av verandi EDV-skipan m.a. tí at Almannastovan á fíggjarlógini fyri 1997 hevur fingið játtað 3,4 mió.kr. til at byrja uppá eina nýggja EDV-skipan. Henda játtan er ikki markað til nakað ávíst, men skal nýtast til at gera arbeiðið viðvíkjandi kravfesting av tí partinum, sum liggur áðrenn útgjalding. Ein nýggj skipan má undir øllum umstøðum vera liðug áðrenn ár 2000, orsakað av trupulleikum við árstølum í verandi skipan.

6.2.2 Pensjónsøkið
Ein høvuðstrupulleiki á pensjónsøkinum er skráseting og nýtsla av ognar- og inntøkuupplýsingum. Í flestu førum eru inntøku- og ognarviðurskiftini hjá pensjónistunum avgerandi fyri, hvussu stór pensjónsveitingin verður, og í hesum sambandi varð víst á, at ognarupplýsingarnar í flestu málum vóru skeivar, av tí at tær ikki systematisk vórðu dagførdar, og at nógvar pensjónsútrokningar tískil vóru skeivar. Á fleiri økjum var ivi um, hvussu ognar- og inntøku-hugtøkini skuldu tulkast, m.a. hevði Almannastovan, í sambandi við útrokning av (fíggjar)ognarinntøku, nýtt eina bruttoútrokning, soleiðis at t.d. rentuútreiðslurnar hjá pensjónistum ikki vórðu drignar frá rentuinntøkuni, og nógvar pensjónsútgjaldingar vórðu lækkaðar av hesi orsøk. Sosialmálaráðið hevur boðað frá, at henda mannagongd var skeiv, men grannskoðanin staðfesti í sambandi við 1992/93-gjøgnumgongdina, at Almannastovan í fleiri førum framhaldandi nýtti bruttoupphæddina.

Leiðslan á Almannastovuni metir ikki, at samskiftið við Toll- og Skattstovuna er nøktandi, tí T&S ikki hevur tær upplýsingar Almannastovuni tørvar sambært galdandi almannalóggávu. Upplýst verður, at hálvársumrokningarnar av pensjónum framvegis krevja sera stórt manuelt arbeiði á pensjónsdeildini. Trupulleikarnir við at definera inntøkuna eru óloystir, serliga viðvíkjandi vinnurekandi. Stórir trupulleikar eru framhaldandi av ognaravkasti (netto/brutto-roknað/veruligt-hvussu ognarupplýsingar verða dagførdar). Avkast verður framvegis roknað av innistandandi við 2% av teimum fyrstu 20.000 kr. og 7% av restini. Ivi er um, hvørjar útreiðslur skulu dragast frá, t.d. viðvíkjandi kautiónstapum. Almannastovan dregur allar rentuútreiðslur frá, sum sambært ognaruppgerðini eru góðkendar til skattafrádrátt.

Landsstýrið hevur víst á, at í uppskotinum til løgtingslóg um sosialar pensjónir eru gjørdar broytingar viðvíkjandi inntøku- og ognarviðurskiftum. Eftir áheitan frá landsstýrinum hevur grannskoðanardeildin síðani gjøgnumgingið lógaruppskotið. Grannskoðanardeildin metir, at nógvu umsitingarligu trupulleikarnir langt frá verða loystir við hesum uppskoti, og í frágreiðing til landsstýrið dagfest 23. juli 1997 hevur grannskoðanardeildin grundgivið fyri hesi meting.

Landsstýrið upplýsir, at nýggj pensjónslóg verður løgd fyri løgtingið í november/desember 1997. Lógin er broytt í mun til upprunauppskotið. Hetta er gjørt, eftir at lógin hevur verið til hoyringar, m.a. hjá grannskoðanardeildini.

Í frágreiðingunum fyri 1990 og 1991 mælir grannskoðanin til, at formligar reglur vórðu gjørdar fyri mannagongdina í sambandi við dagføring av satsum, og at hóskandi skjalprógv varð útvegað fyri teir satsir, ið vórðu nýttir. Hetta síðsta varð gjørt í samstarvi við Sosialmálaráðið, og niðurstøðan var, at satsirnir í høvuðsheitum vóru rættir, men at ávísir feilir vóru. Hesir feilir vóru mettir at bera í sær eitt endurgjaldskrav frá statinum uppá uml. 0,9 mió.kr.

Almannastovan upplýsir, at ongar formligar reglur eru gjørdar, og at satsirnir ikki eru broyttir. Uppskot til løgtingslóg um framleingan av Ll. nr. 117 frá 2. des. 1994 um ásetan av almannaveitingum, til 31. des. 1997 er samtykt, og tískil verður mett, at tílíkar reglur verða aktuellar aftur í 1998.

Grannskoðanin gjørdi eisini vart við, at Almannastovan, eftir boðum úr landsstýrinum, ikki hevði broytt satsirnar á pensjónsøkinum pr. 1. januar 1994. Sambært tágaldandi lóg, skuldu satsirnir regulerast sum í Danmark, og har vórðu satsirnir, orsakað av ymiskum skattatekniskum lógarbroytingum, settir niður 1. januar 1994. Hóast Sosialmálaráðið ½ ár frammanundan hevði gjørt landsstýrið varugt við, at lógarbroytingar skuldu fremjast, um ikki satsirnir í Føroyum skuldu lækka 1. januar 1994, var onki gjørt. Frá 1. januar 1994 var sostatt ongin heimild at nýta 1993-satsirnar longur. Við lóg nr. 227 frá 6. apríl 1994 fekk heimastýrið heimild at gera reglur um regulering av satsunum.

Almanna- og heilsustýrið hevur gjørt eitt lógaruppskot um javning av almannaveitingum, sum verður lagt fyri tingið í hesi tingsetuni.

Í frágreiðingini varð upplýst, at høvuðsdentur var lagdur á at gjøgnumganga mál viðvíkjandi veitingum av persónligum ískoyti til pensjónistar. Í árunum frammanundan hevði grannskoðanin funnist at vantandi dokumentatión í málunum - mett varð, at ávís framstig vóru gjørd á hesum øki, og at í hvussu so er journaluppritini í teimum flestu málunum vóru hóskandi.

Í sambandi við gjøgnumgongd av málum, har talan var um stórar einkultútgjaldingar, varð mett ivasamt, um heimild var í pensjónslóggávuni at veita persónligt ískoyti til fulla ella partvísa sanering av prioritetsskuld hjá pensjónistum. Sosialmálaráðið metti, at hetta bert kundi gerast heilt undantaksvíst, og reisti endurgjaldskrav hesum viðvíkjandi.

Grannskoðanin gjørdi eisini vart við, at Almannastovan ikki í øllum førum hevði útvegað upplýsingar frá umsøkjarunum ella almennum myndugleikum um fíggjarligu viðurskiftini hjá umsøkjarunum, og orsakað av hesum vóru persónlig ískoyti í fleiri førum veitt á skeivum grundarlagi ella í ov langa tíð. Mett var tó, at talan í flestu førum var um avgerðir, tiknar áðrenn 1. januar 1992, og at feilirnir í sambandi við málsgjøgnumgongdina fyri 1992-93 í høvuðsheitum stavaðu frá vantandi málsuppfylging.

Harumframt varð staðfest, at Almannastovan ikki í øllum málum hevði tryggjað skráseting og tinglýsing samsvarandi kunngerð landsstýrisins nr. 43/1993 í sambandi við veiting av persónligum ískoyti við afturgjaldsskyldu.

Leiðslan á Almannastovuni vísir á, at kunngerð nr. 43/1993 hevur reist nógvar ivaspurningar. Almannastovan hevur sett landsstýrinum fleiri spurningar hesum viðvíkjandi, men hevur onki svar fingið. Mett verður, at tinglýsingin ger tað sera trupult at arbeiða við afturgjalding. Stór skaðaloysisbrøv og tað, at tað verður tinglýst, førir ofta við sær, at fólk ikki vilja hava eina tílíka veiting, hóast talan er um eina neyðuga íløgu í t.d. baðirúm. Umhugsað hevði verið at skjóta upp at víðka heimildina hjá Bjálvingarstuðulsgrunninum til eisini at taka sær av ávísum umbyggingum.

6.2.3 Forsorgarøkið
Á forsorgarøkinum varð størsti denturin lagdur á at gjøgnumganga mál viðvíkjandi fyribilshjálp í sambandi við arbeiðsloysi, av tí at nýggjar reglur vórðu settar í gildi á hesum øki tann 1. august 1992 við fólkatingslóg nr. 392/1992. Høvuðsinnihaldið í lógarbroytingini var, at forsorgarhjálp vegna vantandi vinnumøguleikar frá 1. august 1992 skuldi veitast við eini lægri upphædd, enn hjálp vegna t.d. sjúku.

Í frágreiðingini vórðu tær nýggju reglurnar í stuttum gjøgnumgingnar. Gjørt varð vart við ymiskar trupulleikar í sambandi við tulking av teimum nýggju lógarásetingunum og av ásetingunum í vegleiðing landsstýrisins frá 8. oktober 1992. Har verður m.a. eitt hámark sett fyri ta samlaðu forsorgarveitingina - íroknað undantakshjálp sambært § 9, stk. 4, í forsorgarlógini. Grannskoðanin metti ikki, at eitt slíkt hámark kundi ásetast uttan beinleiðis lógarheimild, og Sosialmálaráðið boðaði í viðmerkingum sínum til frágreiðingina frá, at tað var samt í hesum, og at hámarkið sostatt var at meta sum ólógligt.

Somuleiðis varð gjørt vart við aðrar ivaspurningar í sambandi við umsitingina av reglunum, m.a. at Almannastovan hevði nýtt undantaksregluna í § 9, stk. 4, í forsorgarlógini í so nógvum førum, at hetta ikki kundi metast at vera í tráð við lógina.

Umrødda vegleiðing frá landsstýrinum er síðani broytt tríggjar ferðir. M.a. er onki hámark nú í hesi vegleiðing.

Eins og í frágreiðingunum fyri 1990 og 1991 varð nomið við útrokningina av hámørkunum fyri forsorgarveitingum (ALS- og sjúkradagpeninga-hámørkini). ALS- og sjúkradagpeningaveitingar eru skattskyldugar, og ein umrokning má tískil gerast fyri at finna útav, hvørja upphædd hesi hámørkini svara til, tá talan er um eina skattafría forsorgarveiting. Almannastovan hevur bæði viðvíkjandi ALS- og sjúkradagpeningahámørkunum nýtt ein útrokningarhátt, har allir skattafrádráttir - herundir rentufrádrátturin - verða roknaðir við. Sosialmálaráðið hevði frammanundan gjørt vart við, at tað ikki helt hetta vera í tráð við forsorgarlógina, men sum lógargreinin var orðað, metti Sosialmálaráðið ikki, at tað kundi áleggja landsstýrinum at broyta praksis. Heldur ikki helt Sosialmálaráðið seg kunna krevja afturgjald av ov nógv útgoldnum ríkisendurgjaldi. Mannagongdin hjá Almannastovuni bar m.a. í sær, at fólk, ið bæði høvdu skattskylduga lønarinntøku og fingu skattafría forsorgarhjálp í sama kalendaraári, í ávísan mun fingu dupultan skattafrádrátt. Í sambandi við 1991-frágreiðingina setti Grannskoðanardeildin landsstýrinum fyrispurning viðvíkjandi hesum, men hevur enn ikki fingið svar.

Samanumtikið metti grannskoðanin, at lógarbroytingin 1. august 1992 ikki var nóg væl fyrireikað, at hetta hevði ført til nógvar ivaspurningar, og at tað tískil í nógvum førum bar illa til at siga, um reglurnar vórðu fylgdar.

Aftaná at hava gjøgnumgingið mál á ávíkavist høvuðsdeildini hjá Almannastovuni, deildini í Klaksvík og í Tórshavnar kommunu var Grannskoðanardeildin ikki sannførd um, at ríkisendurgjaldið av forsorgarveitingunum var rætt.

Henda meting var í høvuðsheitum grundað á:

  • at journaluppritini í fleiri málum vóru ófullfíggjað
  • at umsitingin ikki, sum ásett í § 12 í forsorgarlógini, hevði framt eina ráðgeving/endurmeting, aftaná at viðskiftafólk høvdu fingið veiting í 3 mánaðir
  • at dokumentatiónin fyri útrokning av veitingunum ikki var nóg góð, og at tað í fleiri førum var torført/ógjørligt at eftirkanna
  • at umsóknarbløðini í málunum í nógvum førum vóru ófullfíggjað
  • at tað ikki í øllum førum var dokumentatión fyri ognarviðurskiftunum hjá umsøkjarunum
  • at umsóknir um forsorgarhjálp vórðu sendar Almannastovuni beinleiðis, og ikki sum ásett í § 36 í forsorgarlógini gjøgnum avvarðandi bý-/bygdaráð

Leiðslan á Almannastovuni vísir á, at journaluppritini í dag eru nógv batnað, at umsóknarbløðini í málunum eru í lagi, og at tað nú í øllum førum er dokumentatión fyri ognarviðurskiftunum hjá umsøkjarunum.

Almannastovan metir, at tað manglar ein leiðbeining um, nær fólk skuldu fara frá at fáa hjálp smb. § 9 til § 18 ella § 13. Víst verður á, at tann fyrsta kærunevndin hevði ta fatan, at aftaná 9 mánaðir, skuldi ein klientur fara frá § 9 til § 13. Nú heldur kærunevndin, at 5 ár eiga at ganga, og at man tá kann umhugsa endurbúgving.

Viðvíkjandi § 36 í forsorgarlógini har ásett er, at umsóknirnar um forsorgarhjálp skuldu sendast gjøgnum avvarðandi bý-/bygdarráð, upplýsir Almannastovan, at fundir hava verið við allar kommunurnar, og at allar bóru seg undan at fáa umsóknarbløðini. Almannastovan metir, at aftaná at hesar fráboðanir eru komnar frá øllum kommununum, og Almannastovan hevur borið hesar víðari til landsstýrið, ber til at grundgeva fyri, at umsitingin er innanfyri tað, sum stendur í § 33, 3. petti, í forsorgarlógini.

Í frágreiðingini varð mett, at stórur munur var ímillum praksis á teimum trimum deildunum, og at orsøkin til hetta fyri ein stóran part var, at talið av málum pr. starvsfólk var so ymiskt á deildunum.

Viðvíkjandi umsitingini í Tórshavnar kommunu varð mett, at innanhýsis reglurnar hjá Almannastovuni ikki altíð vórðu fylgdar, og at í nógvum førum var talan um ítøkiligar avgerðir uttan nærri grundgeving í málunum. Víst varð eisini á, at kommunan hevði gjørt av, ikki at viðgera nýggj mál aftaná 15. mars 1994, av tí at semja ikki kundi fáast við landsstýrið um fíggingina av útreiðslunum til ta kommunalu umsitingina av forsorgarmálunum. Frá hesum degi vórðu mál viðvíkjandi forsorgarhjálp vegna arbeiðsloysi viðgjørd á Almannastovuni. ( Í dag eru einans uml. 30 mál eftir í Tórshavnar Kommunu).

Staðfest var, at á deildini í Klaksvík vóru nógv mál ikki rætt viðgjørd, m.a. tí at deildin sjálv hevði gjørt eitt útrokningarforrit, sum fleiri feilir vóru í. Samskiftið við høvuðsdeildina í Tórshavn hevði ikki verið nóg gott, og útrokningarforritið var ikki góðkent av Almannastovuni. (Útrokningarforritið er síðani tikið úr nýtslu).

Uppá fyrispurning um, hvat er gjørt fyri at tryggja, at málsviðgerðin á øllum deildum er einsháttað, upplýsir Almannastovan, at allir deildarleiðararnir á deildunum kring landið nú referera til deildarleiðaran á forsorgardeildini á Almannastovuni í Havn, sum saman við einum yvirassistenti ansa eftir, at umsitingarliga siðvenjan er eins og verður broytt allastaðni í senn.

Uppá fyrispurning um aðrar broytingar á forsorgarøkinum upplýsir Almannastovan:

  • at ongin konteringsleiðbeining er gjørd
  • at støðan viðvíkjandi skráseting av afturgjaldsskyldugum veitingum í dag er í lagi, men at enn eru nógv ivamál, bæði juridisk og viðvíkjandi arbeiðsbýtinum ímillum Gjaldstovuna og Almannastovuna um innkrevjing av afturgjaldsskyldugum veitingum
  • at landsstýrið ikki hevur gjørt nakra kunngerð viðv. § 18 í forsorgarlógini, og ongar vegleiðandi reglur eru ásettar frá landsstýrinum. Almannastovan hevur skrivað verandi mannagongd niður. Nýggj kunngerð um stuðul um heilivág fær gildi frá 1. januar 1998, og ætlanin er at nýta p-talið, tá avroknað verður ímillum Almannastovuna og Apotekið, so tað slepst undan samlirokningum, og at tað einans er neyðugt at tasta játtanina inn eina ferð

Við Ll. nr. 51 frá 13. mei 1997 um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum verður heimilað, at "persónsnummarið kann nýtast í øllum samskifti ímillum sjúkrakassarnar, kommunulæknarnar, apotekini, Almannastovuna og Sjúkrahúsverk Føroya."

6.2.4 Dagpeningaøkið
Viðvíkjandi teimum yvirordnaðu viðurskiftunum á dagpeningadeildini varð mett, at fleiri ábøtur vóru gjørdar síðani 1991-frágreiðingin varð latin. Bøtt var um edv-trygdina, uppritarbløð vóru nú til taks í málunum, og ein kunngerð var gjørd viðvíkjandi læknaváttanum.

Men víst var á, at ongar innanhýsis reglur vóru gjørdar fyri málsviðgerðina og sjálvbodnu dagpeningaskipanina, mannagongdirnar á deildini vóru ikki lýstar, og trupulleikarnar í sambandi við umsóknarbløðini vóru ikki loystir.

Almannastovan upplýsir, at hesi viðurskifti ikki eru nógv broytt, og viðvíkjandi sjálvbodnu dagpeningaskipanini verður framvegis bíðað eftir svari úr landsstýrinum.

Málsgjøgnumgongdin fevndi í høvuðsheitum um mál viðvíkjandi dagpeningi í sambandi við barnsburð, og niðurstøðan var, at í flestu málum var ikki nóg góð dokumentatión. Tað bar sostatt illa til at síggja, um viðkomandi hevði havt rætt til dagpengar - m.a. vóru umsóknarbløðini í stórum parti av málunum ikki nøktandi, eins og deildin ikki hevði kannað, í hvønn mun arbeiðsgevarar høvdu goldið løn undir burðarfarloyvinum.

Almannastovan upplýsir, at nýggj umsóknarbløð ikki eru gjørd, og viðvíkjandi journalviðurskiftunum verður upplýst, at uppritarbløð nú verða førd.

6.2.5 Barnaforsorgarøkið
Roknskapartilfar hjá dagstovnum - bæði kommunalum og sjálvsognarstovnum - varð samanhildið við landsroknskapin. Mannagongdir í sambandi við fíggjarætlanir vórðu kannaðar og eftirlitið hjá stovnsdeildini á Almannastovuni varð gjøgnumgingið. Gjøgnumgongdin elvdi ikki til viðmerkingar. Tó vóru ikki enn gjørdar nærri reglur fyri roknskaparuppsetan og grannskoðan, soleiðis sum avtalað var ímillum landsstýrið og Sosialmálaráðið.

Almannastovan upplýsir, at í 1992 álegði landsstýrið Almannastovuni at skipa fyri, at grannskoðanin viðvíkjandi stovnum, sum eru undir eftirliti Almannastovunnar, verður framt sambært eini ávísari grannskoðanarreglugerð. Almannastovan sendi tí umfarsskriv út tann 1. november 1994 við reglum um grannskoðan av dagrøktarskipanum og dag- og døgnstovnum fyri børn. Almannastovan metir, at tað er ógvuliga misjavnt, hvussu grannskoðanin fer fram, og at grannskoðararnir í nógvum førum ikki lata hetta umfarsskriv við seg koma.

6.2.6 Onnur viðurskifti
Viðvíkjandi roknskaparviðurskiftunum hjá alkoholikaraviðgerðarstovninum "Heilbrigdið" gjørdi grannskoðanardeildin vart við, at áheitanir frá Almannastovuni og grannskoðanardeildini um at broyta roknaskaparuppseting og geva nærri upplýsingar um grannskoðanina ikki vóru fylgdar. Víst varð á, at í einari frágreiðing frá 1991 frá ríkisgóðkendum grannskoðara um roknskapir stovnsins fyri 1987-90 varð mett, at fíggjargrannskoðanin á "Heilbrigdið" ikki var nóg góð, at roknskapirnir ikki vóru gjørdir samsvarandi góðum grannskoðanarsiði, m.a. av tí at fleiri upplýsingar viðvíkjandi virðismeting og ognarviðurskiftum ikki svaraðu til veruleikan, og funnist varð eisini at vantandi dokumentatión og tíðaravmarking í roknskapunum.

Landsstýrið upplýsir, at støðan er óbroytt, og at eigaraviðurskiftini eiga at fáast uppá pláss. Arbeitt hevur verið við sparingum og samskipan við Blákross, men politiskt er ynski um, at støðan skal vera óbroytt. Alkoholviðgerðarstovnar verða við í nýggju sjúkrahúslóggávuni, og reglur skulu gerast um visitatión, sum verður mett óskipað í dag.

6.2.7 Afturgjald av ov nógv útgoldnum ríkisendurgjaldi
Í sambandi við grannskoðanarfrágreiðingarnar til Sosialmálaráðið fyri 1990 og 1991 um almannaútreiðslur við ríkisendurgjaldi, setti Sosialmálaráðið fram krav um afturgjald av ov nógvum útgoldnum ríkisendurgjaldi á fleiri økjum, har mett varð, at lóggávan ikki var rætt tulkað, ella har umsitingarligir trupulleikar høvdu verið. Grannskoðanardeild Landskassans gjørdi stakkanningar og metingar um støddina á endurgjaldskravinum á tilsamans 14 økjum. Afturgjaldskravið varð gjørt upp til 18,295 mió.kr., og upphæddin varð mótroknað í blokkstuðulsútgjaldingini tann 1. august 1994.

Í sambandi við 1992/93 frágreiðingina setti Sosialmálaráðið eisini fram krav um afturgjald á fleiri økjum. Á summum økjum vórðu krøvini tó seinni tikin aftur, eftir nærri útgreining av málunum. Samanumtikið varð kravt afturgjald av ov nógvum útgoldnum ríkisendurgjaldi á niðanfyristandandi økjum, og í samstarvi við Almannastovuna hevur grannskoðanin gjørt krøvini soleiðis upp:

tkr.

1

Ov lítið inngoldið til sjálvbodnu dagpeningarskipanina          136

2

Skeiv inntøkuregulering av pensjónsviðbótum            25

3

Vantandi málsuppfylging viðvíkjandi veitingum av persónligum viðbótum       1.386

4

Feilir í málsviðgerðini á forsorgarøkinum          606

5

Ikki endurgjaldsheimilaðar útreiðslur á forsorgarstovni          121

6

Feilir í málsviðgerðini á dagpengaøkinum              8

7

Periodisering v.m. í sambandi við at endurgjaldsskipanin helt uppat            75

8

Ikki endurgjaldsheimilaðar útreiðslur til konsulenthjálp          175

9

Ikki endurgjaldsheimilaðar útreiðslur viðvíkjandi "Heilbrigdið"          588

10

Ikki endurgjaldsheimilaðar útreiðslur viðvíkjandi skuldarsanering          300

11

Ikki endurgjaldsheimilaðar útreiðslur viðvíkjandi forsorgarhjálp til ung

982

Tilsamans

4.402

6.2.8 Grannskoðan av almannaøkinum framyvir
Sum nevnt fór grannskoðanaravtalan ímillum Sosialmálaráðið og Fíggjarnevnd Føroya Løgtings úr gildi tann 1. juli 1993, tá farið varð burtur frá endurgjaldsskipanini.

Áðrenn henda avtala varð gjørd var grannskoðanin av endurgjaldsøkinum býtt ímillum Grannskoðanardeild Landskassans og løgtingsins statsautoriseraða grannskoðara. Arbeiðsbýtið ímillum partarnar varð ásett í grannskoðanaravtalu dagfest 13. juli 1982. Innihaldið í hesi avtalu var í stuttum, at tann eksterna grannskoðanin hevði ábyrgdina av at gjøgnumganga arbeiðsgongdir v.m. á Almannastovuni og at kanna viðgerðina av persónsmálum á teimum ymsu deildunum - Grannskoðanardeild Landskassans skuldi í høvuðsheitum bert taka sær av at avstemma refusiónskonti og at kanna viðgerðina av persónsmálum á teimum økjum, ið vóru umsitin av teimum stóru kommununum í landinum. Løgtingsins eksterni grannskoðari segði í apríl mánað 1990 uppgávuna frá sær, tí mett var, at játtanin á løgtingsfíggjarlógini ikki var nóg stór til, at uppgávan kundi loysast forsvarliga.

Í september mánaði 1990 gjørdi løgtingsins Fíggjarnevnd so av, at Grannskoðanardeild Landskassans skuldi hava alla grannskoðanina av almannaverkinum um hendi frá 1. september 1990. Grannskoðanardeild Landskassans metti, at tørvur var á 3¼ ársverki til endamálið, men játtað varð 1 ¾ ársverk til uppgávuna.

Uppgávan kravdi størri arbeiðsorku enn av fyrstan tíð mett, bæði tí at grannskoðanardeildin noyddist at nýta sera stóra arbeiðsorku í sambandi við uppgerðirnar av endurgjaldskrøvunum frá statinum, og tí at mannagongdir og skipanir á økinum ikki vóru so væl lýstar. Nógvar aðrar týðandi grannskoðanaruppgávur hava tí ligið á láni.

Tá grannskoðanaravtalan ímillum Sosialmálaráðið og fíggjarnevndina fór úr gildi, og ongi ítøkilig krøv longur vóru til grannskoðanina av almannaøkinum, helt grannskoðanardeildin tað vera neyðugt at raðfesta aðrar uppgávur framum henda partin av almannaumsitingini. Omanfyri er tó á nøkrum økjum í stuttum greitt frá, um/hvussu støðan er broytt í mun til 1992/93-frágreiðingina, men hesar upplýsingar byggja í stóran mun á eina yvirordnaða/summariska gjøgnumgongd.

Út frá gjøgnumgongdini av økinum síðani 1988 er greitt, at nógvir umsitingarligir feilir hava verið. Áður er víst á, at fleiri av lógunum á almannaøkinum í verandi líki eru truplar, og í summum førum nærum ómøguligar at umsita. Hetta kemst av, at tær 1) eru gamlar (frá 50-árunum) og tí ikki í øllum førum hóska til samfelagið í dag, 2) ongantíð hava verið fyri grundleggjandi endurskoðan, og 3) tíðum bert eru broyttar smávegis. Úrslitið er, at sosialu lógirnar ikki longur eru samanhangandi, hvørki sínámillum ella við aðrar lógir, eitt nú skattalógina. Almannastovan hevur tí verið noydd at umsita út frá einum lógargrundarlagi, sum á nøkrum økjum ikki hevur verið tíðarhóskandi og á øðrum økjum í veruleikanum ógjørligt at umsita.

Á nógvum økjum innan almannaumsitingina av veitingum hevur tað víst seg at vera sera trupult og tíðarkrevjandi at fremja munandi, skilagóðar broytingar. So at siga somu trupulleikar hava verið umrøddir í frágreiðingunum ár um ár, og at tað tænir neyvan nøkrum endamáli framhaldandi at gera djúptøkna grannskoðan og atfinningarsamar grannskoðanarfrágreiðingar á viðskiftaøkinum fyrr enn munandi ábøtur eru gjørdar.

Talan er um eitt útreiðsluøki, har sjálvt smærri feilir kunnu hava stóran fíggjarligan týdning, og tað hevur sum nevnt víst seg at ganga seint at fremja broytingar á økinum. Grannskoðanardeildin metir tað vera neyðugt, at støða verður tikin til neyðugar dagføringar av almannalóggávuni og samskipan við aðra lóggávu, hvørji umsitingarlig krøv skulu setast til málsviðgerð, eftirlit og roknskaparhald, og hvussu grannskoðanin av útreiðslunum á almannaøkinum við støðið í hesum skal skipast framyvir, og mælt verður til, at teir fíggjarligu karmarnir fyri hesum samstundis verða viðgjørdir.

6.3 Heimarøktin (Heimahjálparskipanin og Heilsu- og heimasjúkrasystraskipanin)

Fram til og við 1992 varð undir almannamálum játtaður peningur til Heimahjálparskipanina, og undir heilsumálum var ein serstøk játtan til Heilsu- og heimasjúkrasystraskipanina.

Tá landsstýrið legði uppskot til fíggjarlóg fyri 1993 fyri tingið í august 1992, var talan um eina játtan til Heimahjálparskipanina og eina játtan til Heilsu- og heimasjúkrasystraskipanina, og vóru játtanirnar útgreinaðar í fylgiskjølunum. Í 1992 samtykti landsstýrið, at skipaninar skuldu leggjast saman, og tá nýtt fíggjarlógaruppskot varð lagt fyri tingið í november 1992, varð á fíggjarlógini játtaður peningur til samanløgdu skipanirnar undir heitinum Heimarøktarskipanin. Samlaða játtanin var tá minkað úr 61,9 til 57,4 mió.kr. Ein ætlan um samanleggingina varð gjørd, ein prosjektbólkur varð settur, men onki ítøkiligt spurdist burturúr, og bólkurin varð síðani upploystur. Skipanirnar virkaðu tí í fleiri ár sum tveir sjálvstøðugir stovnar, hóast peningur varð játtaður til eina samanlagda skipan, men í fylgiskjølunum til fíggjarlógina varð útgreinað, hvussu nógv hvør skipanin væntandi kom at kosta.

Í skrivi dagfest 18. januar 1995 varð landsstýrið biðið um at útgreina tær játtanarfortreytir, ið lógu aftanfyri játtanina uppá 60,7 mió.kr. fyri 1995, eftirsum so at siga onki av hesum var útgreinað í fylgiskjølunum til fíggjarlógina. Í skrivi dagfest 6. februar 1996 upplýsti landsstýrið, at uppskot landsstýrisins til fíggjarlóg fyri 1995 bygdi á eitt útgreinað uppskot frá Almannastovuni til teir báðar stovnarnar Heimahjálpina og Heilsu- og heimasjúkrasystraskipanina. Hesar báðar upphæddir hevur landsstýrið síðani lagt saman, lækkað samanlagda talið við einari mió.kr., og sett tað á fíggjarlógina undir heitinum "Heimarøktin". Landsstýrið upplýsti, at hóast skipanirnar í prinsippinum vórðu samanlagdar 1. januar 1993, virka tær í veruleikanum sum tvær sjálvstøðugar skipanir, orsakað av óloystum spurningum um bygnað, leiðslu, hølir o.t.

Ikki fyrr enn í 1996, tá økisleiðararnir fyri samanløgdu skipanina vórðu settir, kom verulig gongd á at samanleggja og broyta bygnaðin; men framvegis hava skipanirnar hvør sítt lógargrundarlag.

Lógargrundarlagið undir Heilsu- og heimasjúkrasystraskipanini: var fram til juni 1997 danskar ríkislógir, sum eru settar í gildi við kongeligari anordning (A.), umframt danskar kunngerðir/bekendtgørelser (B.):

  • A. nr. 14 af 16.01.1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om hjemmesygeplejeordninger, som ændret ved A. 845 af 18.12.1987.
  • B. nr. 28 af 28.01.1981 om hjemmesygeplejeordningen på Færøerne
  • A. nr. 15 af 16.01.1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om sundhedsplejerskeordningen, som ændret ved A. 845 af 18.12.1987.
  • B. nr. 28 af 28.01.1981 om sundhedsplejeordningen på Færøerne

Í juni 1997 komu niðanfyristandandi løgtingslógir og kunngerðir í gildi.

  • Løgtingslóg nr. 87 frá 6. juni 1997 um heilsusystratænastuna
  • Løgtingslóg nr. 88 frá 6. juni 1997 um heimasjúkrasystratænastuna
  • Kunngerð nr. 105 frá 11. juni 1997 um heilsusystratænastuna
  • Kunngerð nr. 106 frá 11. juni 1997 um heimasjúkrasystratænastuna

Lógargrundarlagið undir Heimahjálparskipanini er : ein grein í einari danskari ríkislóg, og harumframt er talan um eina kunngerð frá landsstýrinum:

  • § 32 A í lov for Færøerne nr. 100 fra 2. marts 1988 om offentlig forsorg som senest ændret ved L.nr. 393 af 22. juni 1993
  • Kunngerð nr. 127 frá 9. oktober 1990 um heimahjálp

Við løgtingslóg nr. 76 frá 23. mei 1997 varð § 32 A broytt, og nýggj kunngerð (nr. 82) um heimahjálp varð lýst 29. mei 1997.

6.3.1 Heimahjálparskipanin (GL 1996/2 07 4-2)
Grannskoðanin av Heimahjálparskipanini er farin fram í 1995, og grannskoðanardeildin hevur sent leiðsluni á Almannastovuni frágreiðing um grannskoðanina til viðmerkingar, og síðani er ein frágreiðing latin landsstýrinum. Niðanfyri verður í stuttum tikið samanum úrslitið av grannskoðanini.

Leiðsla og fyrisiting
Viðvíkjani leiðsluni var ásett í § 1 í kunngerð nr. 127 frá 9. oktober 1990 um heimahjálp, at Almannastovan setir ein leiðara og eftirlitsfólk at vera honum til hjálpar. Áðrenn bygnaðarbroytingina í 1996 arbeiddu 3 starvsfólk á skrivstovuni í Havn umframt leiðaran. Hesi starvsfólk tóku sær serliga av at avgreiða lønir til heimahjálpararnar. 15 eftirlitskvinnur vóru runt um í landinum. Eftirlitskvinnurnar og starvsfólkini á fyrisitingini fingu fasta løn, sum varð avgreidd um lønarskipanini á Gjaldsstovuni. Ongin tíðarskráseting bleiv gjørd, men frítíð og sjúka v.m. vórðu skrásett.

Inntøkur og útreiðslur 1992-94 (1.000 kr.):

 

1992

1993

1994

Brúkaragjøld

851

853

1.375

Lønir

49.444

43.450

47.275

Aðrar útreiðslur

2.061

1.990

1.749

Útreiðslur íalt *

51.505

45.440

49.024

  *endurgjald frá kommununum ikki frádrigið

Grannskoðanardeildin hevur gjøgnumgingið lønarøkið hjá heimahjálparunum. Støðið varð tikið í tænastuuppgerðum og lønarútgjøldum fyri september 1994. Kannað vórðu lønarútgjaldingar til 15 heimahjálparar, ein hjá hvørjari eftirlitskvinnu.

Kanningin førdi bert til smávegis viðmerkingar, sum í høvuðsheitum snúðu seg um smærri samanteljingar-/inntastingarmunir. Orsøkin til at tímaskrásetingin á brúkaraseðlinum var lægri enn á tænastuuppgerðini var, at brúkararnir í flestu førum ikki rindaðu fyri ta tíðina, sum heimahjálpin nýtti til at ferðast ímillum bústaðirnar.

Grannskoðanardeildin hevur eisini kannað, hvussu mannagongdin er viðvíkjandi tímaskráseting í sambandi við brúkaragjøld. Mett varð, at henda mannagongd var óneyðuga tung og arbeiðskrevjandi og førdi við sær dupultinntastingar umframt feilmøguleikar av nógvu manuellu samanteljingunum, útrokningunum, yvirføringum av tølum v.m. Skipanin átti at verðið endurskoðað fyri í nógv størri mun at farið yvir til edv-viðgerð. Mett varð, at hetta eisini hevði kunnað bøtt um hagtalsgrundarlagið og lætt um ráðlegging og raðfesting av uppgávunum.

Leiðslan á Heimahjálparskipanini var samd í hesum sjónarmiði og vísti á, at edv-loysnir áður hava verið upp á tal, men seinastu árini hevur edv-støðan verið ógreið. Óloysti spurningurin um samanlegging hevði eisini gjørt sítt til, at tílíkir spurningar ikki eru loystir.

Almannastovan hevur upplýst, at hon er greið yvir, at henda skipan er tung og arbeiðskrevjandi, og fer tí at skipa fyri, at hetta arbeiði verður edv-viðgjørt.

Tímaskráseting, eldrasambýli/umlættingarheim
Teir heimahjálparar, ið arbeiddu á einum eldrasambýli/umlættingarheimi, skrásettu ikki tímarnar uppá brúkararnar. Sostatt varð ikki kannað, um hesir pensjónistar skuldu rinda brúkaragjald fyri heimahjálp. Almannastovan upplýsti, at tey, ið búgva í sambýli, eru at meta sum heimabúgvandi, og hevur tí givið boð um at skráseta hesar tímar og viðgerða teir eftir skipanini fyri heimabúgvandi.

Lønarsatsir
Allir teir nýttu lønarsatsirnir eru samanbornir við sáttmálan. Hetta førdi ikki til viðmerkingar, burtursæð frá einum minni fráviki viðv. einum tímasatsi. Lønartalvurnar, sum vórðu nýttar, vóru ikki formelt góðkendar av landsstýrinum, og Almannastovan gav boð um, at talvurnar skuldu sendast til góðkenningar.

Tímagjald fyri varandi heimahjálp til pensjónistar
Sambært § 8 í kunngerðini verður tímagjaldið fyri varandi heimahjálp roknað í mun til ta inntøku, sum pensjónisturin og hjúnafelagin hava út um pensjónina. Inntøkan hjá pensjónisti/hjúnafelaga verður gjørd upp á sama hátt, sum tá pensjón (pensjónsviðbót) verður roknað út. Í sambandi við grannskoðan av fólkapensjón er staðfest, at Almannastovan ikki nýtir rættan útrokningarhátt m.a. viðvíkjandi rentuinntøkum, og tí er sama óvissa galdandi í útrokningini av gjaldi fyri heimahjálp.

Tímagjald fyri bráðfeingis heimahjálp
Í grein 7 í kunngerðini er ásett, at tímagjaldið fyri bráðfeingis heimahjálp verður roknað í mun til landsskattin hjá húskinum (uppihaldarum) aftaná frádrátt í landsskattinum fyri børn.

Heimahjálparskipanin hevur tikið støði í goldnum skatti, sambært kontoavritum úr fyribilsskattaskránni. Síðani hevur heimahjálparskipanin roknað 20% av goldna skattinum og mett, at tað svarar á leið til landsskattin. Kontoavritini eru ikki goymd aftaná at rokningin er skrivað.

Nýtta mannagongdin hevur sostatt ikki verið í tráð við kunngerðina. Almannastovan hevur nú tikið stig til at prenta nýggj umsóknarbløð, har tey, ið søkja um heimahjálp, geva Almannastovuni loyvi at heinta inn upplýsingar um skattaviðurskifti teirra.

Samanlegging av lønarumsiting
Almannastovan hevur nú samskipað lønarumsitingina hjá heimahjálparskipanini, heilsu- og heimasjúkrasystraskipanini og serstovnaøkinum, sum er flutt í somu høli. Grannskoðanardeildin hevur mælt til, at tær ymsu eftirlitsuppgávurnar, ið lønarumsitingin hevur í sambandi við lønaravgreiðslu, verða lýstar skrivliga, soleiðis at ábyrgdar- og heimildarbýtið verður greitt.

Eldrasambýli/umlættingarheim
Nógvir ivaspurningar eru viðvíkjandi sambýlunum, t.d. fíggjarviðurskifti (búfólk, kommunur, v.m.), krøv til fysiskar karmar, ábyrgdarbýti, visitatión, stevnumið o.s.fr. Um skipan av sambýlum sum heild upplýsti Almannastovan, at arbeitt verður saman við landsstýrinum, og at fleiri sambýli ikki verða sett á stovn, fyrr enn støða er tikin til framtíðar bygnaðin.

6.3.2 Heilsu- og Heimasjúkrasystraskipanin (GL 1996/1 07 4-3)
Grannskoðanardeildin hevur grannskoðað lønarútreiðslurnar hjá Heilsu- og heimasjúkrasystraskipanini og í hesum sambandi gjøgnumgingið arbeiðsgongdir v.m.

Grannskoðanin er farin fram í 1995, og grannskoðanardeildin hevur í 1996 sent leiðsluni á Almannastovuni frágreiðing um grannskoðanina til viðmerkingar, og síðani er ein frágreiðing latin landsstýrinum. Niðanfyri verður í stuttum tikið samanum úrslitið av grannskoðanini.

Útreiðslur 1992-94 (1000 kr.)

1992

1993

1994

Lønir
Aðrar útreiðslur
Samlaðar útreiðslur

12.540
1.510
14.050

11.910
1.365
13.275

11.378
2.118
13.496

Mannagongdin og tey eftirlit, sum verða gjørd í sambandi við lønaravgreiðslur eru gjøgnumgingin sum heild. Í hesum sambandi eru setanarviðurskiftini nágreiniliga gjøgnumgingin, og lønarseðlar fyri oktober 1994 eru samanbornir við frásøgn um arbeiðstíð v.m.

Í sambandi við grannskoðanina varð ikki komið fram á nakrar feilir viðvíkjandi starvssetan/lønarstig, tímaskráseting v.m.

Viðmerkt varð tó, at heilsusystrarnar ikki eins og heimasjúkrasystrarnar sendu inn yvirlit yvir, hvussu nógvar tímar og nær arbeitt er. Mett varð ikki, at innsendu upplýsingarnar vóru nøktandi, og grannskoðanardeildin mælti lønardeildini á Almannastovuni til at broyta mannagongdina á hesum øki.

Ein samanbering av lønartalvunum, sum H & H nýtir, og lønartalvunum, sum landssjúkrahúsið nýtir, og sum eru góðkendar av Føroya Landsstýri, vísti í fleiri førum smærri munir. Harafturat var onkur skrivifeilur í talvuni komin fyri. Um teir smáu munirnar varð upplýst, at teir stavaðu frá grundarlagnum, sum nýtt varð. H & H nýtir árstímatalið í útrokningunum, meðan landssjúkrahúsið nýtir mánaðartímatalið.

Eftir árslok 1994 hevur H & H samanborið egnar EDV skrásetingar av lønarútgjaldi við skrásetingarnar sum Toll- og Skattstovan hevur skrásett. Avstemmanin er gjøgnumgingin og hevur ikki ført til viðmerkingar.

6.4 Serforsorg, bústovnar v.m. (GL 1996/2 07 4-1)
Grannskoðanin av serforsorgarøkinum er farin fram í 1995, og grannskoðanardeildin sendi í 1996 leiðsluni á Almannastovuni frágreiðing um grannskoðanina til viðmerkingar, og síðani er ein frágreiðing latin landsstýrinum.

Grannskoðanardeildin gjøgnumgekk arbeiðsgongdir v.m. á serstovnadeildini, lønardeildini og á 5 stovnum/deildum, har kassaeftirlit eisini vórðu gjørd. Serligur dentur varð lagdur á at kanna innanhýsis eftirlit á roknskaparøkinum og innanhýsis eftirlit í sambandi við lønarumsiting. Harumframt er lønargrannskoðan farin fram við stakroyndum. Grannskoðanardeildin hevur skrivliga kunnað serstovnadeildina um úrslitið av grannskoðanini, og er hetta síðani viðgjørt á fundum. Ein frágreiðing er síðani send Almannastovuni, sum eisini hevur havt høvi at gera sínar viðmerkingar, áðrenn frágreiðing varð latin landsstýrinum. Niðanfyri er gjørdur ein stuttur samandráttur av grannskoðanini.

6.4.1 Lógargrundarlag
§§ 16 og 32 í L. 56 15/3-1967 for Færøerne om off. forsorg, jf. Lb 100 2/3-88 við seinni broytingum. Við heimild í § 32, stk. 2, í forsorgarlógini eru nærri reglur viðvíkjandi sambýlum ásettar í kunngerð nr. 11 frá 11. januar 1994. Harumframt eru ásetingar í umfarsskrivi frá Almannastovuni dagfest 29. november 1994.

6.4.2 Fyrisiting
Tann parturin av Almannastovuni, sum í februar mánaði 1994 yvirtók uppgávurnar hjá Andveikraverndini, ið hevði við stovnar at gera, fekk heitið Serstovnadeildin. Tá leiðarin á Serstovnadeildini varð settur í 1994, bant landsstýrið seg til at gera eina nágreiniliga starvslýsing innan eitt ár, men hetta er ikki gjørt enn.

Arbeiðsøkið hjá Serstovnadeildini primo 1995 fevndi um: 5 dagstovnar (191 pláss), 7 bústovnar (45 pláss) og 7 sambýli (35 pláss). Serstovnadeildin skipar fyri og hevur eftirlit við hvussu stovnar, verkstøð v.m. verða rikin pedagogiskt/innihaldsliga, og á hvønn hátt tillutaða játtanin verður nýtt. Serstovnadeildin samskipar og ger uppskot til fíggjarlóg fyri serstovnaøkið, býtir játtanina sundur ímillum stovnarnar, hevur eftirlit við nýtsluni og at játtanir verða hildnar. Harumframt tekur Serstovnadeildin sær av at samskipa, skráseta og føra eftirlit við ymiskum lønarviðurskiftum. Lønardeildin á Almannastovuni avgreiðir lønirnar.

Roknskapartøl fyri rakstrarstøðini "Andveikraverndin", "bústovnar" og "Ymiskir forsorgarstovnar", 1992-1994: (mio. kr.)

 

1992

1993

1994

Lønir

36,5

34,2

35,3

Aðrar útreiðslur, netto

9,9

9,3

8,2

Tils.

46,4

43,5

43,5

6.4.3 Innanhýsis eftirlit á roknskaparøkinum
Í sambandi við grannskoðanina av innanhýsis eftirlitinum varð staðfest, at grein 4 í reglugerðini viðvíkjandi útgjaldingum úr landskassanum, dagf. 12. januar 1990, um at stovnarnir skulu hava rakstrarroknskap og kontoavrit til eftirlit, ikki varð fylgd. Reglan í grein 7 í somu reglugerð, um yvirlit yvir innbúgv varð heldur ikki fylgd.

Mett varð, at tað var sera ymiskt, hvussu teir einstøku stovnarnir eru tryggjaðir og hvat teir gjalda, og ofta var torført at fylla út árligu oyðibløðini til Vanlukkutryggingina. Landsstýrið hevur ikki ásett nakrar reglur fyri tryggingarviðurskifti hjá almennum stovnum, og mælt varð tí til, at tryggingarviðurskiftini regluliga vórðu gjøgnumgingin saman við serkønum.

- - - - -

Í 1997 hevur grannskoðanardeildin verið á stovnsvitjanum á flestu bústovnum, sambýlum og á øllum verkstøðunum undir serstovnadeildini. Endamálið við vitjanunum var at kanna, um ymsar ásetingar í kunngerð nr. 114, frá 22. august 1996, um roknskaparverk landsins o.a., sum kom í gildi 1. januar 1997, vórðu hildnar. Mælt var til at bøta um og broyta ymsar mannagongdir á stovnunum, og frágreiðing um hetta er send Serstovnadeildini.

6.4.4 Innanhýsis eftirlit í sambandi við lønarumsiting
Starvsfólk, stovns-/deildarleiðarar, serstovnadeildin og lønardeildin á Almannastovuni hava hvør sær ein týðandi lut í avgreiðsluni av lønum á serstovnaøkinum.

Í sambandi við at avgreiða lønir og fylla út tænastuuppgerðir varð mælt serstovnadeildini til:

  • at gera leiðbeining til at útfylla tænastuuppgerðina
  • framyvir at vátta á tænastuuppgerðina, at eftirlit er gjørt
  • skrivliga at lýsa, hvat eftirlitið fevnir um
  • at lýsa hvørjar fyritreytir skulu verða uppfyltar, fyri at uppgerðirnar kunnu verða avgreiddar av lønardeildini
  • at leiðarar og starvsfólk við fastari tíð eisini fylla út tænastuuppgerð

Leiðslan á Serstovnadeildini og Almannastovan tóku undir við hesum tilmælum.

Kannað varð, um váttaðar tænastuuppgerðir vóru til skjals, og skrásetingar, samanteljingar, upphæddir o.a. vórðu kannaðar. Grannskoðanin vísti á, at undirskriftin hjá løntakarum manglaði í nøkrum førum, og at nakrir samanteljingarfeilir vóru.

Almannastovan álegði Serstovnadeildini at hava eitt neyvari eftirlit við tænastuuppgerðunum, men ásannaði, at trupulleikin er ringur at koma til lívs, so leingi sum alt arbeiðið er manuelt. Almannastovan arbeiðir í løtuni við at kanna, um møguleiki er fyri at automatisera tænastuuppgerðir/vaktarskipanir, soleiðis at vandin fyri feilum verður minni.

Mælt varð til, at mannagongdin í sambandi við setanarskriv varð broytt, soleiðis at tað altíð gongur fram, eftir hvørjum lønarflokki og stigi viðkomandi er settur. Almannastovan hevur upplýst, at spurningurin um setanarskriv verður tikin upp við Serstovnadeildina.

6.5 Sjúkrahúsverk Føroya (GL 1997/2 08 2-2 )

6.5.1 Lógargrundarlag
Við løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 varð nýggj lóggáva fyri Sjúkrahúsverk Føroya sett í gildi frá 29. juli 1996.

Í hesi frágreiðing eru roknskaparviðurskiftini viðvíkjandi tíðarsskeiðnum 1992-95 umrødd, og tí verður her víst til ta lóggávu, sum tá var galdandi:

»Lov nr. 621 af 22. december 1976 for Færøerne om sygehusevæsenet«, seinni broytt við "lov nr. 542 af 1. november 1978", "lov nr. 720 af 18. november 1987" og løgtingslóg nr. 93 frá 13. juni 1995.

Við heimild í § 2, stk. 3, í lógini hevur landsstýrið í reglugerð nr. 70 frá 6. oktober 1977, sum broytt við K. nr. 83 frá 27. august 1980, K. nr. 85 frá 25. august 1983 og K. nr. 42 frá 14. mars 1995, fyrisett nærri reglur fyri Sjúkrahúsverk Føroya.

Ovastu myndugleikarnir fyri Sjúkrahúsverki Føroya, sum sambært sjúkrahúslógini eru tey trý sjúkrahúsini (Landssjúkrahúsið í Tórshavn, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús), eru sjúkrahússtýrini.

Sambært lógini tekur ein ráðleggingarnevnd sær av ætlanum um útbygging av sjúkrahúsverkinum.

6.5.2 Leiðslu- og roknskaparviðurskifti
Í sjúkrahúslógini er ásett, at sjúkrahússtjórin hevur ta dagligu umsitingarligu leiðsluna av sjúkrahúsverkinum, samstundis sum hesin er skrivari fyri tey trý sjúkrahússtýrini og fyri ráðleggingarnevndina. Sambært reglugerðini skal sjúkrahússtjórin vera sjúkrahússtýrunum til handa í leiðsluni av sjúkrahúsverkinum. Sjúkrahússtjórin er "yvirfyri sjúkrahússtýrunum ansvarligur fyri tí gjøllari fyrisitingini av sjúkrahúsverkinum eftir tí stevnu, sum stýrini gera av, og annars samsvarandi ta av landsstýrinum góðkendu starvslýsing fyri stjóran".

Umsjónarmenninir røkja, undir ábyrgd sjúkrahússtjórans, ta dagligu fyrisitingarligu leiðsluna av sjúkrahúsunum, og hava ábyrgdina av roknskaparførsluni, og at tann góðkenda fíggjarætlanin verður hildin.

Í reglugerðini fyri sjúkrahúsverkið er ásett, at sjúkrahússtjórin ger og sendir landsstýrinum uppskot til fíggjarætlan fyri samlaða sjúkrahúsverkið. Hetta uppskot skal grundast á innkomin uppskot frá teimum einstøku sjúkrahússtýrunum. Møgulig umbøn um eykajáttan verður av sjúkrahússtjóranum løgd fyri fíggjarnevndina við tilmæli frá sjúkrahússtýrunum.

Sjúkrahússtýrini senda árligu roknskapirnar til sjúkrahússtjóran. Sjúkrahússtjórin eftirkannar roknskapirnar, og teir verða grannskoðaðir av ríkisgóðkendum grannskoðara og góðkendir eftir reglunum fyri almennar roknskapir.

6.5.3 Yvirlit yvir rakstrarútreiðslur 1992-1995

Nettoútreiðslur:

(mió.kr.)

1995

1994

1993

1992

Landssjúkrahúsið

207,6

207,9

207,4

223,0

Klaksvíkar Sjúkrahús

37,8

38,1

38,9

41,1

Suðuroyar Sjúkrahús

24,9

24,5

24,6

25,6

270,3

270,5

270,9

289,7

Niðanfyristandandi er víst eitt meira útgreinað yvirlit yvir útreiðslunar hjá teimum einstøku sjúkrahúsunum í tíðarskeiðnum 1992-1995, og eru hesar samanbornar við tað, ið játtað varð á fíggjarløgtingslógini tey einstøku árini:

(mió.kr.)

1995

1994

1993

1992

Landssjúkrahúsið
Bruttoútreiðslur

216,6

215,1

214,7

231,0

Inntøkur

8,9

7,2

7,3

8,0

Nettoútreiðslur

207,7

207,9

207,4

223,0

*

Játtan á fíggjarlóg

207,6

207,9

207,4

223,3

Meir-/minninýtsla

0,1

0,0

0,0

0,3

Klaksvíkar Sjúkrahús
Bruttoútreiðslur

37,9

38,3

39,1

41,9

Inntøkur

0,1

0,1

0,1

0,8

Nettoútreiðslur

37,8

38,2

39,0

41,1

*

Játtan á fíggjarlóg

37,8

38,4

38,9

40,4

Meir-/minninýtsla

0,0

0,2

0,1

-0,7

Suðuroyar Sjúkrahús
Bruttoútreiðslur

35,9

35,5

36,2

25,7

Inntøkur

0,2

0,2

0,1

0,1

Ellis- og røktarheimið

10,8

10,8

11,5

0,0

Nettoútreiðslur

24,9

24,5

24,6

25,6

*

Játtan á fíggjarlóg

24,9

24,4

24,4

25,5

Meir-/minninýtsla

0,0

-0,1

-0,2

-0,1

*Tann parturin av játtanini á § 27 (endurgjald fyri mvg-útreiðslur), sum varð tillutaður teim einstøku sjúkrahúsunum, er íroknaður játtanartølini.

Av hesum sæst, at roknskapartølini fyri sjúkrahúsini so at siga samsvara við játtanirnar á fíggjarlóg/eykafíggjarlóg burtursæð frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum í 1992 hevði eina meirnýtslu uppá 0,7 mió.kr.

Á felags stýrisfundi hin 22. desember 1992 millum stýrini fyri Suðuroyar Ellis- & Røktarheim og Suðuroyar Sjúkrahús, samtyktu bæði stýrini felags rakstur millum sjúkrahúsið og ellisheimið frá 1. januar 1993. Í bruttoútreiðslunum fyri Suðuroyar Sjúkrahús fyri árini 1993- 1995 er sostatt Suðuroyar Ellis- & Røktarheim íroknað.

6.5.4 Íløgur
Umframt rakstrarútreiðslur er talan um íløgur/viðlíkahald, sum ganga fram av landsroknskapinum fyri tey einstøku sjúkrahúsini (mió.kr.):

1995

1994

1993

1992

Íløgur:
Suðuroyar Sjúkrahús

8,0

18,0

15,3

20,2

Klaksvíkar Sjúkrahús

0,5

1,0

0,9

0,1

Landssjúkrahúsið

7,0

10,1

7,0

8,7

Landslæknahúsini

0,0

0,0

0,0

0,1

Heilsumiðstøðir

-

-

-

0,6

Hotel Tórshavn

0,2

0,2

0,2

0,4

Íalt

15,7

29,3

23,4

30,1

Byggiroknskapur fyri útbyggingina av Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri tíðarskeiðið 1988-1996 er uppsettur og grannskoðaður, og vísir eina samlaða nettoútgjalding uppá 107,5 mió.kr. Mett verður, at samlaði kostnaðurin verður umleið 115 mió.kr.

6.5.5 Viðmerkingar til roknskapirnar
Niðanfyristandandi verður tikið samanum viðmerkingarnar frá grannskoðanini viðvíkjandi roknkapunum 1992-95 fyri tey 3 sjúkrahúsini:

  1. Grannskoðanini kunnugt hevur landsstýrið ikki góðkent starvslýsingina fyri sjúkrahússtjóran, soleiðis sum ásett er í § 7, stk. 2, í reglugerð fyri Sjúkrahúsverk Føroya.
  2. Mælt er til, at ein fíggjarstøða verður gjørd fyri sjúkrahúsini. Somuleiðis er mælt til at gera ognaryvirlit. Hesi eru nú um at verða gjørd liðug.
  3. Víst er á, at í sambandi við at sjúkrahúsini rinda ferðaútreiðslur fyri persónar, sum skulu arbiða á sjúkrahúsunum, so eiga hesar at verða goldnar um A-skattaskipanina, sambært § 60, stk. 1, nr. 1, í skattalógini.
  4. Heitt er á sjúkrahúsleiðslurnar um at fáa skipanina viðvíkjandi privatari viðtalu hjá yvirlæknunum at virka í tráð við tær avtalur, sum eru gjørdar hesum viðvíkjandi, m.a. um endurgjald fyri lønarútreiðslur og nýtslu av tilfari.
  5. Víst er á, at ein samstarvssáttmáli millum Klaksvíkar Sjúkrahús og Norðoyar Røktarheim varð góðkendur av stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús tann 10. februar 1984 og sendur víðari tann 15. februar 1984 til stýrið fyri Norðoya Ellis- og Røktarheim til góðkenningar. Hóast rúm tíð er gingin, hevur stýrið fyri Norðoya Ellis- og Røktarheim ikki góðkent sáttmálan. Uppskotið til samstarvssáttmálan hevur tó øll árini verið nýtt í uppgerðini av felagsútreiðslunum fyri sjúkrahúsið og ellisheimið.

Vísandi til felags stýrisfund 22. desember 1992 millum stýrini fyri Suðuroyar Ellis- og Røktarheim og Suðuroyar Sjúkrahús, har samtykt varð at koyra felags rakstur fyri sjúkrahúsið og ellisheimið frá 1. januar 1993, er mælt til, at løgfrøðingar í landsstýrinum verða spurdir, um formligir spurningar stinga seg upp á sambandi við felagsraksturin, herundir at minni- ella meirnýtsla verður tillutað sjúkrahúsinum.

6.6 Útreiðslur víðvíkjandi Ríkissjúkrahúsinum (GL 1997/2 08 2-2)
Á fíggjarlógini vórðu játtaðar 26 mió.kr. Sambært eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 6 mió.kr. til 32 mió.kr. Sambært landsroknskapinum er nýtslan 34 mió.kr., t.v.s. ein meirnýtsla uppá 2 mió.kr.

Í skrivi til Sjúkrahússtjóran dagfest 12. apríl 1995 vísti grannskoðanardeildin á, at í 1994 vóru útreiðslurnar á hesum rakstrarstaði uml. 10 mió.kr. hægri enn í 1990, og at nýtslan seinastu árini hevði verið munandi hægri enn tað, sum upprunaliga varð sett av á fíggjarlógini. Heitt varð á sjúkrahússtjóran um at greiða frá, hví so stórur vøkstur hevði verið í nýtsluni, hví so stórur munur var á nýtslu og játtan á fíggjarlógini, og hvør hevði ábyrgdina av, at ein játtan á fíggjarlógini (ikki) varð hildin.

Í skrivi dagfest 26. apríl 1995 vísti Sjúkrahússtjórin á, at umsiting og ávísingarheimild til játtanina er hjá Sjúkrahússtjóranum. Ongin sjúklingur verður viðgjørdur á Ríkissjúkrahúsinum, uttan at kautión fyriliggur fammanundan, og hesin kautiónsrættur er eftir áseting sjúkrahússtjórans lagdur til hvønn yvirlækna sær, hetta við heimild í sjúkrahúslógini. Sjúkrahússtjórin skrásetir allar kautiónir.

Í § 5 í sjúkrahúslógini er ásett, at "sygehusernes overlæger har ... ret til at sende patienter til behandling på sygehusene i Danmark" og at: "nærmere regler herom fastsættes i det af landsstyret udfærdigede reglement for det færøeske sygehusvæsen". Sjúkrahússtjórin vísti á, at reglugerðin innan hetta økið ikki er broytt, síðan hon varð gjørd í 1976. Tað, sum stendur í reglugerðini hesum viðvíkjandi, hevur tí einki samsvar við veruleikan.

Nýtslan av vanligum seingjardøgum á Ríkissjúkrahúsinum er áleið hin sama í tíðarskeiðnum 1990-95. Vøksturin í útreiðslunum stavar frá dýrari viðgerð. Ríkissjúkrahúsið hevur seinastu árini havt stórar fíggjarligar trupulleikar, og millum annað tí eru gjørdar umfatandi broytingar í háttinum at rokna sær samsýning fyri tænasturnar. Sjúkrahússtjórin helt, at tað tí í størri mun átti at verið fylgt við, hvat fekst fyri pengarnar í hvørjum einstøkum føri.

Sjúkrahússtjórin ásannaði, at lítið samsvar hevur verið millum játtan og nýtslu á hesum rakstrarstaði, og at skipanin ikki leggur upp til, at nakað samsvar skal vera millum játtan og nýtslu. Um samsvar skal vera, má støða takast til, hvussu hetta skal gerast. Sjúkrahússtjórin vísti á, at landsstýrið í 1990 hevði havt ætlanir um at broyta mannagongdina, so at tað var sjúkrahússtjórin og ikki hvør einstakur yvirlækni, sum kautióneraðu fyri sjúklingin. Í hesum sambandi hevði verið neyðugt at sett eina visitatiónsnevnd. Hetta uppskot fekk tó stóra politiska mótstøðu, tí hetta hevði skert rættin hjá yvirlæknunum á teim einstøku sjúkrahúsunum at sent sjúklingar til viðgerðar á Ríkissjúkrahúsinum.

Um nýtslu av Ríkissjúkrahúsinum í framtíðini metti sjúkrahússtjórin, at ongin grund var til at halda, at nýtslan fór at minka, bert tí serlæknar komu til Føroya, tí hetta samstundis økti medvitið um viðgerðarmøguleikar.

7. Arbeiðsmarknaðarmál

Arbeiðseftirlitið (GL 1997/2 09 2-1)
Høvuðstøl seinastu 3 árini:
                                                                                                                                                                    (1.000 kr.)

 

Smb. Fíggjarlóg 1997

Roknskapur 1996

Roknskapur 1995

Inntøkur

719

771

782

Lønarútreiðslur

- 2.638

- 2.601

- 2.365

Aðrar útreiðslur

- 851

- 1.089

- 953

Úrslit  

- 2.919

- 2.536

Játtan

- 2.770

- 2.751

- 2.582

Meirnýtsla/minninýtsla  

168

- 46

Á fíggjarlógini fyri 1997 vóru inntøkurnar greinaðar í 3 bólkar. Víst varð ikki til nakra lógarheimild, og tað varð heldur ikki á annan hátt útgreinað, hvussu komið var fram til hesar upphæddir. Stjórin hevur upplýst, at talan var um mettar upphæddir við støði í inntøkum undanfarin ár. Grannskoðanardeildin hevur fingið eina útgreining av, hvussu komið er fram til mettu inntøkuupphæddirnar á fíggjarlógini fyri 1998.

Umframt bókhaldið á gjaldstovuni nýtir stovnurin eisini eina interna bókhaldsskipan. Grannskoðanardeildin metir ikki, at hetta er neyðugt, og mælt er til at venda sær til gjaldstovuna, um so er at stovnurin heldur seg hava ein serligan skrásetingartørv. Stjórin er samdur í hesum, og vil taka spurningin upp við gjaldstovuna.

Inntøkur
Inntøkurnar hjá stovninum stava í høvuðsheitum frá skeiðvirksemi, tænastugjøldum, loyvisgjøldum og sølu av blaðnum Trygd & Trivni. Gjøldini, sum Arbeiðseftirlitið krevur inn, hava heimild í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mei 1974 um arbeiðaravernd, við seinni broytingum. Í § 40 í lógini er ásett, at Arbeiðseftirlitið krevur inn gjøld fyri tænastur sínar, og at gjøldini skulu góðkennast av landsstýrinum. Seinast góðkendi príslisti yvir gjøld er frá 01.05.1997.

Gjøld verða tikin fyri tænastur, sum ikki eru lógarfestar, men Arbeiðseftirlitið tekur ikki gjøld fyri at sýna. Fleiri gjøld eru lægri enn tilsvarandi gjøld í Danmark, og tað verður ikki skrásett, hvat tær veruligu útreiðslurnar eru í sambandi við veittar tænastur. Grannskoðanardeildin hevur mælt til at taka spurningin um ásetan av gjøldum upp til viðgerðar av nýggjum, og í hesum sambandi meta, um ein partur av virkseminum er "inntøkufíggjaður".

Til at fakturera tænastugjøld og loyvisgjøld nýtir stovnurin faktureringsskipanina á gjaldstovuni. Mælt er til, at hetta eisini verður gjørt, tá talan er um gjøld fyri skeið og prógv.

8. Útbúgving og gransking

8.1 Føroya Læruráð (GL 1997/2 10 3-1)
Høvuðstøl fyri rakstrarstað 7.23.3.10, seinastu 3 árini (1.000 kr.):

  Smb. Fíggjarlóg 1997 Roknskapur 1996 Roknskapur 1995
Inntøkur 6 12 6
Lønarútreiðslur - 864 - 829 - 648
Aðrar útreiðslur - 386 - 269 - 251
Úrslit   - 1.086 - 893
Játtan -1.244 -1.044 -1.042

Harumframt umsitur Føroya Læruráð niðanfyri nevndu játtanir:

8.1.1 Studningur til lærupláss (Lógarbundin játtan)

(1.000 kr.)

Roknskapur   2.213 1.499
Játtan 3.200 2.500 2.500

Smb. løgtingslóg nr. 49 frá 2. mei 1995 skal landskassin endurrinda arbeiðsplássunum 75% av lærlingalønini, meðan lærlingur fær ta skúlagongd, sum hoyrir til læruna. Nærri reglur um endurgjaldið eru ikki ásettar.

Teir tímar, sum skúlin hevur skrásett sum "frávera uttan loyvi", hevur Læruráðið drigið frá lønarupphæddini, sum endurgjaldið verður roknað av, í sambandi við endurrindan av lærlingalønum undir skúlagongd. Grannskoðanardeildin metir tað vera ivasamt, um heimild er fyri hesum, og hevur mælt landsstýrinum til at fáa greiði á hesum spurningi.

8.1.2 Ferðaendurgjald til lærupláss (Onnur játtan)

(1.000 kr.)

Roknskapur   200 199
Játtan 250 200 193

Sambært viðmerkingunum til fíggjarlógina fyri 1997 fáa tey lærupláss, sum noyðast at senda lærlingar til Danmarkar at fáa ta skúlagongd, sum hoyrir til læruna í handverki, handli og skrivstovu, endurgjald fyri ferðaútreiðslur, av tí at skúlar ikki eru í Føroyum.

Læruráðið umsitur hesa játtan, ongin reglugerð e.t. er, sum ásetir nærri, hvussu endurgjaldið eigur at verða umsitið.

Játtanin hevur í fleiri ár verið ov lítil til øll lærupláss, og tí hevur mannagongdin verið, at goldið er til játtanin er uppi, og síðani eru útreiðslurnar "goymdar" og goldnar av játtanini næsta fíggjarár. Upplýst er, at hetta eisini fer at verða ein stórur trupulleiki fyri fíggjarárið 1997. Grannskoðanardeildin metir ikki, at henda mannagongd er røtt, og roknskapurin gevur ikki eina rætta mynd av virkseminum í einum fíggjarárið.

8.1.3 Eftirútbúgving av yrkislærarum (Rakstrarjáttan)

(1.000 kr.)

Roknskapur   219 282
Játtan 350 256 350

Hesin stuðul verður játtaður til at hava skeið fyri yrkislærdum fólki, so at tey kunnu fylgja við fakliga og varðveita yrkisførleika og kappingarføri í sínari yrkisgrein.

8.2 Miðnáms- og hægri skúlar (GL 1997 / 2 10 3-1, GL 1997 / 2 10 4-2)
Niðanfyri verður tikið samanum frágreiðingarnar, í sambandi við at Grannskoðanardeildin hevur vitjað á ymsum miðnáms- og hægri skúlum á vári 1997 m.a. fyri at kanna, um ymsar ásetingar í nýggju roknskaparkunngerðini verða hildnar.

Sambært § 9 í roknskaparkunngerðini skal roknskapurin á einum stovni góðkennast av stovns-leiðaranum, og í hesum sambandi skal eftirlit vera við, um tær í reglugerðini (smb. § 4, stk 2) ásettu mannagongdir verða hildnar. Eins og á øðrum stovnum, verða hesar ásetingar í kunngerðini ikki fylgdar. Landsskúlafyrisitingin vísir á, at tað er sera torført so leingi nærri reglur frá landsstýrinum ikki eru gjørdar. Flestu skúlar hava ikki eitt dagført ognaryvirlit, og fleiri skúlar hava giro-og bankakonti, sum ikki eru skrásettar á gjaldstovuni, og harumframt eru tryggingarviðurskiftini ógreið.

Umframt omanfyristandandi generellu viðmerkingar, vóru nakrar serligar viðmerkingar til einstøku skúlarnar, og í stuttum verður tikið samanum hesar:

Á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna er ivi um, um lønarsatsirnir, sum verða nýttir til tíma-lærararnar, eru rættir. Grannskoðanardeildin hevur mælt Landsskúlafyrisitingini til at kanna hesi viðurskifti og eisini viðurskiftini viðvíkjandi ferðaendurgjaldi.

Studentaskúlin í Hoydølum hevði fleiri giro- og bankakonti, sum ikki vóru skrásettar á gjaldstovuni, og inn- og útgjøld vóru ikki skrásett sum inntøkur og útreiðslur í roknskapinum. Í summum førum var talan um óvanligar útreiðslur, og í øðrum førum sæst ikki, hvat peningurin var brúktur til. Í frágreiðingini til Landsskúlafyrisitingina er greitt nærri frá hesum. Landsskúla-fyrisitingin fer at taka málið upp við skúlan.

Víst er á, at á Studentaskúladeildini í Suðuroynni eru viðurskiftini viðvíkjandi ábyrgdar- og heimildarbýtinum mótvegis Studentaskúlanum í Hoydølum ikki formaliserað. Landsskúlafyrisitingin fer at taka spurningin upp.

Studenta- og HF-Skeiðið í Eysturoynni hevði eina girokonto, og hevði havt eina bankakonto, sum ikki vóru skrásettar á gjaldstovuni, og inn- og útgjøld vóru ikki skrásett sum inntøkur og útreiðslur í roknskapinum. Í frágreiðing til Landsskúlafyrisitingina er greitt nærri frá hesum.

Sambært viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotini fyri 1996 og 1997 hevur Maskinmeistaraskúlin ongar inntøkur, og virksemi skúlans samsvarar sostatt ikki við játtanina.

Sambært viðmerkingunum til fíggjarlógina fyri 1996 og 1997 hevði Klaksvíkar Sjómansskúli ongar inntøkur. Hetta samsvarar ikki við virksemi skúlans, men í fíggjarætlanunum, sum skúlin sendir Landsskúlafyrisitingini, eru mettar inntøkur við. Skúlin hevði konti í peningastovnunum, sum ikki vóru skrásettar á gjaldstovuni. Tey einstøku inn- og útgjøldini á hesum konti fóru ikki um bókhaldið á gjaldstovuni, men við millumbilum verður ein nettoupphædd flutt gjaldstovuni. Periodiseringin við ársskiftið var ikki røtt. Í samráð við gjaldstovuna er mannagongdin síðani broytt.

Mælt er Føroya Sjómansskúla til at nýta kassafrágreiðing og at skráseta inngjøld fyri skeið o.t. so hvørt.

8.3 Útbúgvingarstuðul og -lán (GL 1997/2 10 9-1)

8.3.1 Lógargrundarlag
Tá blokkstuðulsskipanin kom í gildi í 1988, kom SU-stuðulin til lesandi í Føroyum undir hesa skipan, og serstøk løgtingslóg nr. 109 frá 15. september 1988 um útbúgvingarstuðul varð samtykt við gildi frá 1. august 1988. Ein serligur stovnur, Stuðulsstovnurin, varð settur á stovn at umsita stuðulin sambært lógini (studning og lán), umframt tann almenna útbúgvingarstuðulin, sum ikki kemur undir lógina, men er nevndur í § 12 í somu lóg. Hesin ikki lógarásetti stuðul er síðani nærri ásettur við kunngerðum frá landsstýrinum. Við løgtingslóg nr. 43 frá 30. mars 1990 vórðu ávísar broytingar gjørdar í upprunaligu lógini frá 1988.

8.3.2 Játtanar og roknskaparviðurskifti
Játtanar- og roknskaparviðurskiftini viðvíkjandi útbúgvingarstuðuli og -lánum hava verið fløkjaslig. Á fíggjarlógini er játtanin til stuðul veitt á rakstrarstaði nr. 14851 (frá 1993 nr. 14901), og játtanin til lán er veitt undir gjaldførisætlanini. Roknskaparliga verður øll stuðulsjáttanin bókað sum útreiðsla á rakstrarstaði nr. 14851 (frá 1993 nr. 14901) og mótbókað í roknskapinum fyri Útbúgvingargrunnin, og tí samsvara játtan og nýtsla altíð. Tann veruliga útreiðslan til stuðul sæst í roknskapinum hjá Útbúgvingargrunninum, har allur goldin stuðul, umframt veitt lán, tilskrivaðar rentur og afturgjald av lánum, verður bókaður.

Á fíggjarlógini fyri 1996 er hetta broytt. Bæði studningur og lán verða veitt undir greinini "Útbúgving og gransking". Stuðul, lán og afturgjald av lánum verður veitt hvørt sær. Við løgtingslóg nr. 94 frá 6. juni 1997 um avtøku av landskassagrunnum, varð Útbúgvingargrunnurin avtikin.

8.3.3 Umsiting av útgjøldum
Árliga verður goldið út til umleið 2.500 lesandi, og í sambandi við grannskoðanina vórðu 50 persónar valdir út, fyri at kanna um goldið var út í tráð við lóg og reglugerð um stuðul/lán. Samanumtikið varð mett, at treytirnar fyri at veita lestrarstuðul vóru loknar.

Mælt er til skrivliga at lýsa arbeiðsbýtið og eftirlitsuppgávurnar, sum Stuðulsstovnurin hevur í samband við avgreiðslu av stuðuls-/lánsveitingunum. Landsstýrið vísir á, at gjaldstovan hevur boðað frá, at hon arbeiðir við einum "instruksi", sum er ætlaður at vegleiða stovnar, hvørji krøv skulu setast fyri at lýsa innanhýsis mannagongdir, og hvussu hesar lýsingar skulu gerast. So skjótt "instruksurin" er komin, ætlar Stuðulsstovnurin at lýsa arbeiðsuppgávurnar, herundir eisini heimildar- og ábyrgdarbýtið á stovninum.

8.3.4 Innkrevjing av veittum lánum
Ein høvuðsuppgáva hjá Stuðulsstovninum er at veita lán og røkja tey lán, sum eru veitt. Sambært yvirliti frá Stuðulsstovninum pr. 31.12.96 vóru veitt lán gjørd upp til uml. 60 mió.kr.

Stuðulsstovnurin hevur uml. 3000 skuldarar, sum skulu rinda inn hvønn mánað, men síðani 1994 hevur Stuðulsstovnurin ikki sent rykkjarar út. Pr. 1. januar 1995 yvirtók Stuðulsstovnurin frá gjaldstovuni umsitingina av uml. 1000 lánum, sum Føroya Landsstýri veitti áðrenn 1988. Av hesum eru o.u. 700 í eftirstøðu. Stuðulsstovnurin upplýsir, at yvirtøkan hevur verið trupul og sera tíðarkrevjandi. Víst verður m.a. á, at í nógvum av sakunum vóru ongi lániskjøl.

Stuðulsstovnurin hevur seinnu árini ikki havt neyðuga orku til at krevja inn og røkja lánini. Grannskoðanardeildin hevur umrøtt hesi viðurskifti í frágreiðingum til stovnin og til landsstýrið.

Í sambandi við innkrevjing av eftirstøðum eru nógv ógreið formlig viðurskifti, m.a. um mótrokning, og mælt er til, at eftirstøður verða sendar gjaldstovuni til innheintingar eftir einari fastari skipan.

Landsstýrið hevur upplýst, at arbeitt verður við at fáa eina broyting í lógina, sum ger tað møguligt, hjá gjaldstovuni at mótrokna/innkrevja tað, Stuðulsstovnurin (landskassin) hevur til góðar.

Landsstýrið ásannaði, at vegna vantandi arbeiðsorku er Stuðulsstovnurin ikki førur fyri at røkja skuldararnar. Tað ger ikki støðuna betri, at stovninum nú eisini er álagt mánaðarliga at rokna út grundarlagið fyri rentustuðuli, og møguliga seinni verður álagt at hava um hendi umsitingina av útlendskum lestrarlánum, sum hava rætt til rentustuðul. Landsstýrið upplýsti, at ætlanin var at seta ein skrivstovulærling og vónaði, at arbeiðsorkan tá verður nøktandi, soleiðis at innkrevjingin aftur kann gerast fullgóð.

At ein lærlingur er settur kemur sjálvandi at hjálpa til á Stuðulsstovninum, men grannskoðanardeildin metir, at tað als ikki er nøktandi.

9. Mentanar- og Kirkjumál

9.1 Náttúrugripasavnið (GL 1996/2 11 2-1)
Høvuðstøl seinastu 3 árini (1.000 kr.):

Roknskapur:

1997

1996

1995

Inntøkur

-

-161

-153

Lønarútreiðslur

-

3.151

2.659

Aðrar útreiðslur

-

1.453

824

Samlað nýtsla

-

Játtan á fíggjarlóg

6.031

4.447

3.451

Náttúrugripasavnið hevur 4 peningastovnskonti, ið verða nýttar til smærri inntøkur og til ymisk prosjektir. Ongin av hesum konti var skrásett í bókhaldinum á gjaldstovuni. Víst er á, at tað ikki er í tráð við nýggju roknskaparkunngerðina, at kontiirnar ikki vóru skrásettar í bókhaldinum, og at stovnar nú skulu hava serligt loyvi at hava egnar konti. Mælt var til at taka spurningin um skráseting upp við gjaldstovuna.

Inntøkur
Náttúrugripasavnið fær húsaleigu frá Oljufyrisitingini og DGU, sum nýtir ein part av húsunum hjá savninum. Náttúrugripasavnið hevur eini hús í Havn, sum m.a. verða nýtt til at hýsa útlendingum, sum í eina ávísa tíð hava tilknýti til prosjekt hjá vísindaligum stovnum o.ø. Grindamannafelagið lænir høli í húsinum. Harumframt stava inntøkur frá sølu av m.ø. bókum, sum savnið sjálvt hevur givið út, umframt av gávulutum.

Náttúrugripasavnið hevur eisini inntøkur/útreiðslur í sambandi við nógv ymisk prosjekt, sum fevna um kanningar á djóradeildini. Hesar inn- og útgjaldingar fara ikki um gjaldstovuna, men fara um omanfyrinevndu peningastovnskonti. Avtalað er, at gjøgnumganga skrásetingarmannagongdina og skjalatilfarið viðvíkjandi hesum prosjektum, og í hesum sambandi verður støða tikin til skráseting av hesum á gjaldstovuni.

9.2 Føroya Fornminnissavn (GL 1996/2 11 2-2)
Høvuðstøl seinastu 3 árini (1.000 kr.):

  Fíggjarlóg 1997 Roknskapur 1996 Roknskapur 1995
Inntøkur 0 -112 0
Lønarútreiðslur 3.619 3.593 3.317
Aðrar útreiðslur 1.413 1.504 1.291
Úrslit   4.985 4.608
Játtan 5.031 4.972 4.613
Aðrar játtanir við tilknýti til Fornminnissavnið:      
1) "Bygdarsøvn" rakstrarstað15508 1.389 1.347 1.386
2) "Friðað hús og fornminni" rakstrarstað15513 511 391 511
3) Viðlíkahald "Føroya Fornminnissavn og friðaðir bygningar" rakstrarstað 15978 1.300 913 520

      

  1. Landskassin letur 14 bygdarsøvnum studning, sum er 60% av rakstrarútreiðslunum. Fornminnissavnið umsitur studningin, sum verður goldin út, tá endaligur roknskapur fyriliggur.

  2. Játtanin er til at reka friðaðar landsognir, sum er álagt Fornminnissavninum at umsita, og til at stuðla til rakstur av friðaðum húsum og fornminnum, sum ikki eru landsogn.

  3. Játtanin verður nýtt til størri umvælingar av bygningum, sum Fornminnissavnið eigur ella umsitur.

Viðvíkjandi serligu játtanini til viðlíkahald kann nevnast, at Fornminnissavnið á hvørjum ári ger uppskot til landsarkitektin um, hvørjir bygningar skulu umvælast. Fornminnissavnið hevur eftirlit við arbeiðinum og váttar allar rokningar, sum síðani verða sendar til landsarkitektin. Landsarkitekturin váttar eisini rokningarnar og sendir tær til fyrisitingina í landsstýrinum til konteringar. Fyrisitingin tekur avrit av rokningunum og sendir síðani rokningarnar til aðalstjóran í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, sum ávísir rokningarnar. Aðalstjórin sendir rokningarnar aftur til landsarkitektin, sum síðani sendur rokningarnar til gjaldstovuna til gjaldingar. Gjaldstovan sendir mánaðarroknskapin til aðalstjóran í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum til góðkenningar.

Tá fíggjarlógaruppskotið fyri 1997 var til viðgerðar, bað Fíggjar- og Búskapardeildin grannskoðanardeildina um yvirordnaðar viðmerkingar til uppskotið. Grannskoðanardeildin reisti tá m.a. spurningin um hetta serliga fyribrygdið, at játta pening (rakstrarjáttan) til viðlíkahald av ávísum ognum sum eina fyrisitingarútreiðslu undir felagsútreiðslum. Sum dømi varð tá víst til omanfyrinevndu játtanir til "Føroya Fornminnissavn", "Friðað hús og fornminni" og játtanina til Viðlíkahald: "Føroya Fornminnissavn og friðaðir bygningar". Grannskoðanardeildin vísti á, at tað ikki av fíggjarlógini gongur fram, hvat sermerkir hesar serligu viðlíkahaldsjáttanir, sum í flestu førum neyvan eru felagsútreiðslur, og spurnartekin kann eisini setast við, um tað er rætt at nýta játtanarslagið "rakstrarjáttan". Mett varð, at hesar játtanir í ein ávísan mun fella saman við endamálinum við øðrum játtanum og kunnu avskepla býtið av ábyrgd og heimild.

Fornminnissavnið hevði 13 peningastovns- og girokonti um hendi ultimo 1996, sum ikki vóru skrásettar í bókhaldinum á gjaldstovuni, í alt góðar 300 tkr. Víst varð á, at tað ikki er í tráð við nýggju kunngerðina, at umrøddu konti ikki eru skrásettar í bókhaldinum, og at stovnar nú skulu hava serligt loyvi at hava egnar konti. Samskifti hevur síðani verið við gjaldstovuna um skráseting /uppgerð av konti. Grannskoðanardeildin hevur gjøgnumgingið omanfyrinevndu konti, og hevur í hesum sambandi eisini gjøgnumgingið undirliggjandi skjøl, og mett verður, at nóg góð skjalprógv er fyri inn- og útgjaldingum.

Upprunin til fleiri av hesum konti er, at gjaldstovan hevur flutt studning, sum er játtaður til ávís endamál, av "konto fyri Friðað hús og fornminni" inn á serstakar peningastovnskonti. Síðani umsitur Fornminnissavnið hesar konti og flytir peningin, so hvørt tað ávísa arbeiðið er gjørt, ella tá settar treytir eru loknar.

9.3 Kirkjugrunnurin (GL 1996 / 2 11 6-1)

9.3.1 Lógargrundarlag v.m.
Kirkjugrunnurin verður fyrisitin sambært "Lov for Færøerne nr. 109 af 29.03.1924 om Kirkernes Styrelse". Sambært § 1 í lógini er tað løgtingið, sum er hægsti myndugleiki og tekur avgerð um roknskaparførslu og grannskoðan hjá grunninum.

Sambært § 11 í lógini skal Kirkjugrunnurin stuðla uttandura viðlíkahaldi av kirkjum og bygging av nýggjum kirkjum. Grunnurin kann veita stuðul til at halda kirkjurnar viðlíka innan, til at halda kirkjugarðar og til aðrar útreiðslur, sum eru neyðugar hjá kirkjuni, og grunnurin kann eisini veita stuðul til ferðaendurgjald til prestar.

Sambært § 12 í lógini skulu kirkjuráðini hvørt ár sýna kirkjurnar og geva kirkjustjórnini eina frágreiðing um møgulig brek o.a., sum skulu umvælast. Harumframt skal prósturin 3. hvørt ár, saman við tveimum serkønum, sýna kirkjurnar saman við kirkjuráðunum. Kirkjustjórnin avgerð síðani, hvat skal gerast.

9.3.2 Játtanar- og roknskaparviðurskifti
Fíggjarliga grundarlagið undir virksemi grunnsins eru árligu játtanirnar á fíggjarløgtingslógini.

Roknskaparhaldið hjá Kirkjugrunninum verður ført hjá Føroya Stiftstjórn og er skipað eftir somu reglum og ásetingum, sum roknskaparhaldið hjá stiftstjórnini.

Høvuðstøl úr roknskapunum árini 1992-96 (1.000 kr):

1992

1993

1994

1995

1996

Játtan á fíggjarlóg

3.000

3.000

3.000

3.000

3.000

Býtispeningur frá Fossbankanum

218

218

Játtan til Gøtu Kirkju

478

Rentuinntøkur

84

81

147

164

Inntøkur íalt

3.000

3.084

3.081

3.843

3.382

Viðlíkahald av kirkjum

1.525

1.681

1.304

1.357

1.234

Fríðrikskirkjan, studningur

500

500

Gøtu Kirkja, studningur

478

853

Ferðaendurgjald til prestar

120

110

98

106

120

Trygging

100

174

148

154

180

Aðrar útreiðslur

77

86

85

138

178

Tap, Fossbankin

734

Útreiðslur íalt

1.822

2.785

2.135

2.233

3.065

Úrslit

1.178

299

946

1.610

317

9.3.3 Umsiting av útreiðslum

Viðlíkahald av kirkjum
Meginparturin at útreiðslunum hjá grunninum fer til viðlíkahald av kirkjunum. Tær flestu eru gamlar, nakrar eru friðaðar og tí kostnaðarmiklar at halda viðlíka.

Vanliga mannagongdin í sambandi við umvæling av kirkjum er tann, at kirkjuráðið sendir Kirkjustjórnini eina umsókn um stuðul. Er talan um upphæddir størri enn kr. 20.000, hevur Kirkjustjórnin gjørt av, at biðið verður fyrst um 2 tilboð, sum so skulu sendast Kirkjustjórnini saman við umsóknini. Kirkjustjórnin ger síðani av, um arbeiðið skal gerast, og hvørjum tilboði takast skal av.

Nýbygging av kirkjum
Kirkjustjórnin avgjørdi í 1992 at steðga við at lata studning til at byggja nýggjar kirkjur, til nýggj orgul og til laðaðar grótgarðar, til Kirkjugrunnurin hevði størri fíggjarliga orku.

Í 1994 varð stuðul aftur latin til at byggja nýggjar kirkjur, og í tíðarskeiðnum 1994-96 var samlaði stuðulin 2,3 mió.kr. Íroknað hesi upphædd eru 478 tkr. til Gøtu Kirkju, sum vórðu játtaðar á eykafíggjarlógini fyri 1995, samstundis sum játtanin "Íløgustudningur til kirkjur og mentanarbygningar", sum landsstýrið ætlaði at nýta til MVG-endurgjald til kirkjurnar, varð lækkað við somu upphædd. Játtanin var treytað av, at Gøtu Kirkja frásegði sær rættin til MVG-endurgjald.

Aðrar útreiðslur
Umframt viðlíkahald av kirkjunum og nýbygging hevur grunnurin eisini stuðlað útreiðslum til at tryggja kirkjur, endurgoldið Kirkjumálaráðnum ein part av ferðaútreiðslunum hjá prestunum o.a.

9.3.4 Fíggjarstøða
   (1.000 kr.)

1992

1993

1994

1995

1996

Ogn í peningastovnum

1.178

1.482

2.478

4.165

4.498

Kreditorar

0

5

55

131

148

Eginogn

1.178

1.477

2.423

4.034

4.350

Øll játtanin á fíggjarlógini verður mánaðarliga flutt á konto hjá grunninum. Síðani 1992 hava útreiðslurnar verið lægri enn játtanin, og innistandandi í peningastovnum er vaksið til umleið 4,5 mió.kr. við árslok 1996.

9.3.5 Grannskoðan av roknskapunum
Grannskoðanardeildin hevur gjøgnumgingið ársroknskapirnar hjá grunninum. Hesir samsvara við bókhaldið, og við stakroyndum er kannað, um samsvar er við skjalatilfar, umsóknir, játtanir, avstemmingar, uttanhýsis kontoavrit v.m. Grannskoðanardeildin metir, at grunnurin roknskaparliga er væl umsitin.

10. Landbúnaðarmál

10.1 Almennar royndir og ráðgeving (GL 1996/2 13 2-1)
Í sambandi við grannskoðan av "Almennum royndum og ráðgeving" hevur grannskoðanardeildin m.a. vitjað stovnin í Kollafirði, og skrivligt samskifti og fundir hava síðani verið við stovnin og við Vinnumálastýrið um grannskoðanina.

Á fundi tann 4. november 1993 samtykti landsstýrið at umskipa Royndarstøðina í Kollafirði, og samstundis at avtaka reglugerðina fyri Royndarstøðina. Reglugerð nr. 83 frá 11. september 1991 fyri Royndarstøðina í Kollafirði er tikin av við kunngerð nr. 156 frá 28. november 1995 um avtøku av reglugerð fyri Royndarstøðina á Kollafirði, og síðani eru ikki ásettar nærri reglur fyri virksemi stovnsins.

10.1.1 Játtanarviðurskifti/endamál við ARR
Sambært viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið fyri 1997 er ætlanin við stovninum, at hann "við tíðarhóskandi jarðarbrúki fyri eyga skal kanna møguleikar fyri at økja um úrtøku, dygd og virkni, fyrst og fremst í djórahaldi og í fóðurframleiðslu".

Grannskoðanardeild Landskassans hevur víst á, at hvørki í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið ella aðrastaðni, við virksemisyvirliti, løgtingslóg, kunngerð reglugerð e.t. eru gjørdar ásetingar um, hvat endamálið við Almennum royndum og ráðgeving er, hvørjar uppgávur stovnurin hevur, og hvussu hesar uppgávur skulu loysast. T.v.s. at ongar formellar reglur hava verið fyri stovnin, síðani reglugerð nr. 83/1991 varð tikin av.

Grannskoðanardeild Landskassans hevur mælt Vinnumálastýrinum til at bøta um hesi viðurskifti.

10.1.2 Roknskaparviðurskifti
Grannskoðanardeild Landskassans hevur, m.a. vísandi til roknskaparkunngerðina og kunningarskriv frá gjaldstovuni, mælt til at bøta um og broyta ávísar mannagongdir á roknskaparøkinum.

10.1.3 Royndarvirksemi
Tá virksemið hjá Almennum royndum og ráðgeving ikki er lógarfest, og endamálið við stovninum er so ógreitt, er ilt at meta um, um játtanin á fíggjarlógini til Almennar royndir og ráðgeving er nýtt til ætlaða endamálið.

Vit hava ikki sakkunnleika á økinum, men eftir okkara tykki tykjast tær royndir, sum verða gjørdar við seyði og drápsneytum, nakað óskipaðar. Ógreitt er, hvat tílíkar royndir skulu vísa, og hvat úrslitið at royndunum í heila tikið kann nýtast til.

10.1.4 Ongin ársfrágreiðing
Ongin ársfrágreiðing er gjørd fyri virkseminum á Almennum royndum og ráðgeving fyri 1995 og 1996.

Í § 6 í reglugerð nr. 83 frá 11. september 1991 fyri Royndarstøðina í Kollafirði varð ásett, at "avrit av øllum almennum kunngjørdum royndarúrslitum í lidna fíggjarárinum skulu sendast landsstýrinum innan 1. juli á hvørjum ári til varðveitslu. Stjórin ger upp royndarúrslitini í einari stuttari frágreiðing, sum verður almannakunngjørd".

Grannskoðanardeildin hevur víst á, at hjá einum stovni, sum rekur royndarvirksemi, hevur tað stóran týdning regluliga at kunna um virksemi og úrslit.

10.2 Búnaðardepilin í Kollafirði (GL 1996/2 13 2-1)
Í november 1993 samtykti landsstýrið at umskipa Royndarstøðina í Kollafirði og at avtaka reglugerð nr. 83 frá 11. september 1991 fyri Royndarstøðina í Kollafirði. Í 1994 læt landsstýrið einum Búnaðardepli bygningarnar hjá Royndarstøðini í Kollafirði at reka. Leiðslan á deplinum er ein húsanevnd við 4 limum, tveir eru almennir og tveir eru leigarar. Sambært viðtøkunum fyri Búnaðardepilin fara allar inntøkur í grunn, og húsanevndin hevur heimild at taka lán til felags endamál til íløgur ella útbygging. Í juli 1994 skrivaði húsanevndin undir leigusáttmála við Mjólkarvirki Búnaðarmanna.

Vísandi til orðingarnar í viðtøkunum gjørdi grannskoðanardeildin í oktober 1994 vart við, at stovnsetanin av Búnaðardeplinum lá uttanfyri heimildir landsstýrisins, og at hvørki løgtingið ella fíggjarnevndin vóru kunnað um hetta ella um umskipanina av Royndarstøðini. Reglugerðin frá 1991 um Royndarstøðina varð við landsstýrissamtykt tikin av í 1993, uttan at hetta varð lýst, og onki varð sett í staðin (reglugerðin er síðani sett úr gildi við kunngerð nr.156 frá 28. november 1995). Grannskoðanardeildin mælti tí til at leggja alt málið fyri tingið til støðutakan.

Tann 16. januar 1995 legði landsstýrið fyri tingið eitt sera stutt uppskot til løgtingslóg um at heimila landsstýrinum at lata Búnaðardepilin reka bygningarnar hjá Royndarstøðini í Kollafirði. Í viðmerkingum landsstýrisins, sum eru ófullfíggjaðar og ógreiðar, verður m.a. ikki kunnað um viðtøkurnar fyri Búnaðadepilin ella um leigusáttmálan við Mjólkarvirki Búnaðarmanna. Grannskoðanardeildin metir tí ikki, at tingið fekk allar neyðugar upplýsingar í hesum máli.

Grannskoðanardeildin hevur í 1994 og í 1995 spurt Fiskivinnuumsitingina um ávís onnur ógreið viðurskifti í sambandi við Búnaðardepilin, so sum skipan av umrødda grunni, møguliga avtøku av grunninum, umsiting av grunninum eftir reglum, ið skulu góðkennast av landsstýrinum (ongar reglur gjørdar), ógreiðar ásetingar um eftirlit, roknskaparviðurskifti, grannskoðan, tilknýti til fíggjarlóg v.m. Í februar 1996 svarar Fiskivinnuumsitingin, at málið er lagt til Fíggjar- og Búskapardeildina til víðari viðgerð. Í juni 1996 svarar Fíggjar- og Búskapardeildin við at seta Fiskivinnuumsitingini 5 nýggjar spurningar, samstundis sum mælt varð Fiskivinnuumsitingini til at svara spurningunum frá grannskoðanardeildini.

Vísandi til omanfyristandandi, og til samskiftið í hesum máli, hevur grannskoðanardeildin spurt, hvørji tiltøk landsstýrismaðurin ætlar at seta í verk fyri at loysa umrøddu trupulleikar viðvíkjandi Búnaðardeplinum. Landsstýrismaðurin hevur ikki svarað, men Vinnumálastýrið hevur í øðrum sambandi upplýst, at tað arbeiðir við at loysa trupulleikarnar viðvíkjandi Búnaðardeplinum.

10.3 Skógrøkt Landsins (GL 1996/2 13 2-3)

10.3.1 Lógargrundarlag/endamál
Sambært viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið fyri 1997 innur stovnurin m.a. uppgávur og áhugamál Skógfriðingarnevndarinnar, sum virkar sambært løgtingslóg nr. 53 frá 27. november 1952 við seinni broytingum um viðarlundir. Sambært § 2 í lógini hevur nevndin eftirlit við friðaðum viðarlundum og umsitur tann pening, sum latin verður henni til frama fyri træniðurseting í Føroyum.

Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið stendur m.a., at stovnurin røkir uppgávur, sum sambært Ll. nr. 53/1952 eru álagdar skógfriðingarnevndini; men tað er ikki longur samsvar ímillum lógina og tað virksemi, sum fer fram í dag. Hetta virksemi er heimilað á fíggjarlógini og útgreinað í viðmerkingunum. Upplýst er, at í 1987 tók Skógfriðingarnevndin stig til dagføring av lógargrundarlagnum og sendi síðan landsstýrinum málið til viðgerðar.

10.3.2 Inntøkur
Skógrøkt Landsins hevur inntøkur í sambandi við rakstur av Gróðurstøðini, men plantusøla, sum er vorðin ein týðandi táttur í virkseminum hjá Skógrøkt Landsins, er ikki eitt av endamálunum í lógini. Talan er um virksemi, sum "vanliga" er á privatum hondum.

Skógrøkt Landsins hevur upplýst, at hóast søluvirksemið ikki er lógarfest, hava bæði Skógfriðingarnevndin og Føroya Landsstýri í fleiri førum álagt stovninum hetta virksemi, og skiftandi landsstýri hava álagt Skógrøkt Landsins at økja um egininntøkurnar, m.a. við plantusølu.

Viðvíkjandi prísásetan hevur stovnurin víst á, at plantusøluvirksemið verður rikið á vinningsgevandi grundarlagi, bæði tá tað snýr seg um sjálvframleiddar og innfluttar plantur. Upplýst er, at Skógrøkt Landsins heldur lægri prísir enn tey flestu, og at higartil hava ongir privatir framleiðarar av smáplantum verið, men bert slíkir, ið selja nýtsluklára vøru.

10.3.3 Roknskaparviðurskifti
Tað hevur ikki verið gjørligt at mett um lutfallið ímillum keyp/vørunýtslu og sølu, tí skrásetingar, mannagongdir og roknskaparmeginreglur á stovninum hava ikki lagt upp til eina neyva prísáseting og til uppgerð av vørugoymslu og vørunýtslu. Stovnurin er nú farin yvir til neyvari skráseting av virkseminum í nýggju bókhaldsskipanini á gjaldstovuni, soleiðis at til ber at lýsa handilsliga partin av virkseminum fyri seg, bæði tá tað snýr seg um keyp/vørunýtslu og sølu. Í sambandi við viðgerð av uppskotinum til játtan fyri 1998 hevur stovnurin ynskt at fáa átekning til loyvi at reka inntøkufíggjað virksemi.

Vísandi til ásetingar í roknskaparkunngerðini er mælt til at broyta ávísar mannagongdir á roknskaparøkinum.

10.4 Landsdjóralæknaembætið (GL 1997/2 13 2-4)
Landsdjóralæknaembætið er ein stovnur undir landsstýrinum og virkar sambært kunngerð nr. 53 frá 7. juli 1975: Reglugerð fyri landsdjóralæknan.

Sambært § 2 í kunngerðini hevur landsdjóralæknin skyldu at røkja alt vanligt djóralæknastarv, hava eftirlit við galdandi veterinerum fyriskipanum, fylgja við heilsulagnum hjá húsdýrunum, mæla til, tá ið tað tørvar, at seta í verk fyriskipanir at fyribyrgja sjúkum hjá húsdýrum, hava umsjón við øllum veterinervirki í landinum og við aling av fiski á landi og undir landi v.m.

Sambært § 3 skal landsdjóralæknin á hvørjum ári innan 1. august senda landsstýrinum frágreiðing um starvið í farna árinum.

Sambært § 4 í kunngerðini skal landsdjóralæknin eftir umstøðum og førimuni verða fólki til hjálpar við vanligari djóralæknahjálp, t.v.s. at viðgera ella ráðgeva um viðgerð av sjúkum dýrum, og at taka sær av øðrum virksemi, sum krevur veterineran kunnleika og skyn, og fyri tílíkt virki hevur landsdjóralæknin rætt til samsýning sum landsstýrið ásetir.

Tað inntøkugevandi virksemi er privatiserað. Djóralæknatænastan varð privatiserað í 1994 og Fiskasjúkutænastan í 1995. Hóast hetta er reglugerðin fyri landsdjóralæknan ikki broytt, og Landsdjóralæknaembætið er "minkað" til ein fyrisitingarligan stovn, sum bert umsitur tann yvirorðnaða partin av virkseminum, m.a. sóttverju og almenn tiltøk ímóti sjúku.

Landsdjóralæknin hevur upplýst, at landsstýrið er í ferð við at gera uppskot til lóggávu fyri Landsdjóralæknaembætið.

10.5 Djóralæknatænastan (GL 1997/2 13 2-4)
Á fíggjarlógini fyri 1994 undir landbúnaðarmálum, varð játtanin til djóralæknatænastuna ein partur av játtanini til Landsdjóralæknan.

Á fíggjarlógunum fyri 1995, 1996 og 1997 er Djóralæknatænastan ein serstøk rakstrarjáttan undir landbúnaðarmálum. Í viðmerkingunum stendur, at tænastan er privatiserað við árligum almennum stuðli (tkr.1.057). Harumframt kann Djóralæknatænastan áleggja gjøld fyri sínar tænastur. Landsstýrið skal góðkenna hesi gjøld. Víst verður til sáttmála ímillum Djóralæknatænastuna og landsstýrið.

Grannskoðanardeildin hevur gjøgnumgingið sáttmálan, og hevur sett landsstýrinum nakrar spurningar um ávís viðurskifti so sum:

  • hvussu komið er fram til árligu samsýningina úr landskassanum
  • hvat endamálið við hesi samsýning er, og hvussu eftirlitið er við, at samsýningin verður nýtt til tað, hon er veitt
  • á hvørjum grundarlagi landsstýrið góðkennir gjøldini hjá Djóralæknatænastuni
  • um árligar samráðingar hava verið um støddina á samsýningini og gjaldinum fyri tænastur
  • um Djóralæknatænastan er/verður boðin út alment, so møguliga aðrir djóralæknar hava/ fáa líknandi treytir/játtan
  • um Djóralæknatænastan hevur sent Landsdjóralæknanum (landsstýrinum) frágreiðing um virki sítt
  • um kunngerð nr. 114 frá 22. august 1996 um roknskaparverk landsins o.a. fevnir um hesa játtan
  • hví ongar ásetingar eru í sáttmálanum um, at roknskapirnir hjá Djóralæknatænastuni skulu sendast Føroya Landsstýri, ella um/hvussu hesir skulu grannskoðast
  • hví játtanarslagið rakstrarjáttan verður nýtt, og hvønn týdning tað hevur
  • hvørjar reglur Djóralæknatænastan skal fylgja í virki sínum
  • hví ongin áseting er um, hvussu farast skal fram, um ósemjur stinga seg upp millum partarnar um tulking av sáttmálanum ella um onnur viðurskifti sum hava við sáttmálaøkið at gera
  • hví ongin áseting er í sáttmálanum um, hvussu farast skal fram, um annar av pørtunum vil uppsiga sáttmálan

Vinnumálastýrið hevur biðið um at sloppið undan at svara spurningunum, m.a. tí teir ikki meta seg kunna geva nøktandi svar, tí ongar neyvar endamálsorðingar tykjast at fyriliggja fyri játtanini til tænastuna.

Vinnumálastýrið hevur upplýst, at í februar 1997 setti avvarandi landsstýrismaður eina nevnd at endurskoða øll veterinerviðurskifti og gera uppskot til, hvussu hesi viðurskifti kunnu samskipast í eina almenna lóg. Í sama viðfangi hevur Vinnumálastýrið boða teimum "privatu tænastunum" frá, at sáttmálarnir skulu endurskoðast áðrenn 1. januar 1998.

10.6 Fiskasjúkutænastan (GL 1997/2 14 3-4)
Á fíggjarlógini fyri 1995 undir landbúnaðarmálum, varð játtanin til Fiskasjúkutænastuna ein partur av játtanini til Landsdjóralæknan.

Á fíggjarlógini fyri 1996 undir fiskivinnumálum og á fíggjarlógini fyri 1997 undir vinnumálum er Fiskasjúkutænastan ein serstøk rakstrarjáttan. Í viðmerkingunum stendur, at tænastan er privatiserað við árligum almennum stuðli (tkr.1.057). Harumframt kann Fiskasjúkutænastan áleggja gjøld fyri sínar tænastur. Landsstýrið skal góðkenna hesi gjøld. Víst verður til sáttmála ímillum Fiskasjúkutænastuna og landsstýrið.

Grannskoðanardeildin hevur gjøgnumgingið sáttmálan, og hevur sett landsstýrinum nakrar spurningar um ávís viðurskifti so sum:

  • hvussu komið er fram til hesa árligu samsýningina úr landskassanum
  • hvat endamálið við hesi samsýning er, og hvussu eftirlitið er við, at samsýningin verður nýtt rætt
  • á hvørjum grundarlagi landsstýrið góðkennir gjøldini hjá Fiskasjúkutænastuni
  • um Fiskasjúkutænastan er/verður boðin út alment, so møguliga aðrir djóralæknar hava/fáa líknandi treytir/játtan
  • um Fiskasjúkutænastan hevur sent Landsdjóralæknanum (landsstýrinum) frágreiðing um virki sítt
  • um kunngerð nr. 114 frá 22. august 1996 um roknskaparverk landsins o.a. fevnir um hesa játtan
  • hví ongar ásetingar eru í sáttmálanum um, at roknskapirnir hjá Fiskasjúkutænastuni skulu sendast Føroya Landsstýri, ella um/hvussu hesir skulu grannskoðast
  • hví játtanarslagið rakstrarjáttan verður nýtt, og hvønn týdning tað hevur

Vinnumálastýrið hevur biðið um at sleppa frá at svara spurningunum, m.a. tí teir ikki meta seg kunna geva nøktandi svar, tí ongar neyvar endamálsorðingar tykjast at fyriliggja fyri játtanini til tænastuna.

Vinnumálastýrið hevur upplýst, at í februar 1997 setti avvarðandi landsstýrismaður eina nevnd at endurskoða øll veterinerviðurskifti, og at gera uppskot um, hvussu hesi viðurskifti kunnu samskipast í eina almenna lóg. Í sama viðfangi hevur Vinnumálastýrið boða teimum "privatu tænastunum" frá, at sáttmálarnir skulu endurskoðast áðrenn 1. januar 1998.

11. Fiskivinnumál

11.1 Minstaforvinningur og studningur til fiskivinnuna (LGR 1996/151-1)
Í tíðarskeiðnum 1992-94 hevur studningurin til fiskivinnuna verið fyri stórum broytingum. Í 1993 datt prísískoyti burtur, og í staðin kom ein tíðaravmarkaður íløgustuðul. Inntøkutrygd (minstaforvinningur, minstaløn og dagstudningur sambært Ll. nr. 32/1992 umframt sjúkratrygd) varð á fíggjarlógini 1992 játtað undir fiskivinnumál, men var á fíggjarlógini fyri 1993 og 1994 játtað undir almannamálum (frá 1995 aftur undir fiskivinnumál). Lønjavningargrunnurin umsitur hesar játtanir.

Sambært landsroknskapunum 1992-94 er játtan og nýtsla gjørd soleiðis upp (mió.kr.):

   

1992

1993

1994

Nr. Heiti

Játtan

Nýtsla

Játtan

Nýtsla

Játtan

Nýtsla

16422 Lønjavningargrunnurin

4,6

4,6

2,0

2,0

2,0

2,0

16436 Lógarb.útr.(dagst.,minstaløn o.a.)

251,0

251,0

-

-

-

-

16417 Studningar til fiskivinnuna

-

-

74,5

80,9

-

-

16417 Íløgustuðul

-

-

-

-

63,0

63,7

19873 Inntøkutrygd hjá fiskimonnum

-

-

92,8

100,5

99,0

99,0

  Í alt

255,6

255,6

169,3

183,4

164,0

164,7

  Meirnýtsla  

0

 

14,1

 

0,7

Sambært landsroknskapunum er talan um eina meirnýtslu í 1993 uppá 14,1 mió.kr., meðan samsvar er í millum játtan og nýtslu í 1992 og í 1994.

Viðvíkjandi meirnýtsluni í 1993 kann nevnast, at tá fíggjarnevndin á fundi tann 16. februar 1993 samtykti at loyva, at 4 mió.kr. vórðu fluttar til Trygdargrunnin fyri avreiðingar og lønir, legði fíggjarnevndin dent á, at talan ikki var um eina eykajáttan, men álagt var landsstýrinum at finna peningin innan karmarnar á fíggjarlógini fyri 1993.

Tær 4 mió.kr. vórðu útreiðsluførdar á rakstrarstaðnum "Studningur til fiskivinnuna", sum í 1993 hevði eina meirnýtslu uppá 6,4 mió.kr. Grannskoðanardeildin hevur biðið Fiskivinnudeildina um eina frágreiðing hesum viðvíkjandi. Fiskivinnudeildin upplýsti á fundi 18. august 1995, at Trygdargrunnurin fyri avreiðingar og lønir ikki var ábyrgdarøki hjá Fiskivinnudeildini, og at tað var upp til ta deildina, sum hevði ábyrgdina av grunninum, at "finna peningin innan karmarnar á fíggjarlógini fyri 1993", men mett var ikki, at nøkur stig vóru tikin hesum viðvíkjandi.

Landsroknskapirnir vísa ikki røttu myndina av nýtsluni, t.d. svarar nýtslan uppá 255,6 mió.kr. í 1992 ikki til veruligu nýtsluna, men einans til ta peningaupphædd, sum gjaldstovan hevur flutt til Lønjavningargrunnin, ið umsitur og førir roknskap fyri, hvat studningsskipanirnar veruliga kosta.

Ein trupulleiki í hesum sambandi er, at endaligir roknskapir fyri 1992 og árini frameftir ikki fyriliggja. Í mei 1996 fekk grannskoðanardeildin uppskot til roknskapir og grannskoðanarprotokollir fyri árini 1992 - 1994 til viðmerkingar, og vórðu hesi gjøgnumgingin saman við løgtingsgrannskoðarunum, og við skrivi dagfest 11. juli 1996 vórðu niðanfyristandandi viðmerkingar/fyrispurningar sendir landsstýrsmanninum í fiskivinnumálum:

1992
Sambært landskassaroknskapinum fyri 1992 er játtanin til dagstudning, minstaløn o.a. og til umsitingina av hesum skipanum 255,6 mió.kr., og nýtslan svarar til játtanina; men sambært roknskapinum hjá Lønjavningargrunninum er talan um eina meirnýtslu uppá 8,7 mió.kr., netto. Tað er sostatt ikki samsvar ímillum tølini í landskassaroknskapinum og tølini í roknskapinum hjá Lønjavningargrunninum.

Vísandi til s.103 í protokollini, har víst verður á, hvussu landsstýrið hevur útgreinað játtanina fyri 1992, gongur onki fram um, at ætlanin er at játta grunnunum eitt yvirskot uppá 2,3 mió.kr. Løgtingsgrannskoðararnir heftu seg við, at rakstrarroknskapurin framvegis verður gjørdur »frá neðra«, soleiðis at grunnurin hevur eitt yvirskot svarandi til rentuinntøkurnar (í 1992 frádrigið eina EDV skipan og avskrivingar uppá bygning). Løgtingsgrannskoðararnir hava áður mett tað vera ivasamt, um lógarheimild er til tess (vísandi til s.10 í uppskoti til samtyktar viðvíkjandi roknskapinum fyri 1986-91)

Vísandi til s.103 í protokollini verður ½%-gjaldið frá uppboðssøluni eisini roknað sum partur av yvirskoti hjá grunninum, vísandi til eina tulking sum verður gjørd av sakførara grunsins. Løgtingsgrannskoðararnir ivast í hesi tulking. Hetta prosentgjaldið er ásett í § 5 í kunngerð landsstýrisins nr. 110 frá 13. juli 1992 um reglur fyri telefonuppboðssølu, og løgtingsgrannskoðararnir hava síðani, uttan at fáa svar, spurt landsstýrið um lógarheimild til tess.

Vísandi til s. 5 í roknskapinum ynskja løgtingsgrannskoðararnir eina útgreining av postinum »at taka til« uppá 3,9 mió.kr.

1993
Viðvíkjandi uppgerð av yvirskotinum hjá grunninum uppá 2,4 mió.kr. verður víst til omanfyristandandi viðmerkingarnar viðvíkjandi 1992.

Sambært landskassaroknskapinum fyri 1993 er, vísandi til rakstrarstøðini 16417, 16422 og 19873, talan um eina meirnýtslu uppá 14,1 mió.kr. Vísandi til s.6 í roknskapinum er meirnýtslan, netto, gjørd upp til 30 mió.kr. Vísandi til s.114 í protokollini er meirnýtslan fyri 1993 gjørd upp til 6,1 mió.kr. Løgtingsgrannskoðararnir ynskja eina útgreining av, hvussu hesi viðurskifti hanga saman.

Vísandi til s.9 í roknskapinum ynskja løgtingsgrannskoðararnir eina útgreining av, hvat »heildarstudningur« uppá 20,1 mió.kr. er.

Vísandi til viðmerkingina á s.111 í protokollini um, at ein kassakredittur hevur havt nógv innistandandi og ein annar nógv útistandandi ynskja løgtingsgrannskoðararnir at fáa at vita, hvat orsøkin er til, at hetta kann koma fyri, hvussu høg rentan er á innistandandi, og hvussu nógv goldið verður fyri útistandandi á kassakreditti í prosentum.

1994
Viðvíkjandi uppgerð av yvirskoti til grunnin verður víst til viðmerkingarnar fyri 1992 og 1993.

Vísandi til rakstrarstøðini 16422, 16417 og 19873 er meirnýtslan í 1994 sambært landskassaroknskapinum gjørd upp til 0,7 mió.kr. Sambært s. 6 í roknskapinum er meirnýtslan, netto, gjørd upp til 4,3 mió.kr. Vísandi til s.125 í protokollini er meirnýtslan fyri 1994 netto gjørd upp til 11,9 mió.kr. Løgtingsgrannskoðararnir ynskja eina útgreining hesum viðvíkjandi.

Vísandi til pkt 2,2 á s.122 í protokollini og útgreiningina undir pkt. 3,5 í protokollini ynskja løgtingsgrannskoðararnir eina frágreiðing um, hví farið er yvir til eina tílíka skipan.

Løgtingsgrannskoðararnir ynskja eina útgreining av postinum »javning fyri undanfarin ár v.m.« á s.8 í roknskapinum uppá 1,1 mió.kr.

Akkumuleraða meirnýtslan ultimo 1994 er gjørd upp til 53,5 mió.kr., og vísandi til s.127 í protokollini ynskja løgtingsgrannskoðararnir upplýst, hví tær 25 mió.kr. verða fluttar í 1994 og restin 5,1 mió.kr. í 1995, og nær ætlanin er at biðja løgtingið um eina møguliga eykajáttan.

--------------------

Løgtingsgrannskoðararnir hava fleiri ferðir, seinast við skrivi dagfest 3. juli 1997 til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, spurt eftir endaligu roknskapunum hjá Lønjavningargrunninum fyri 1992 og frameftir (sambært lóg skal grannskoðaður roknskapur og frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið vera send løgtingi og landsstýri í avriti innan 1. juli á hvørjum ár), og løgtingsgrannskoðararnir hava somuleiðis mint á omanfyristandandi viðmerkingar/fyrispurningar til uppskot til roknskapir og protokollir fyri árini 1992-94, men hava onki svar fingið.

11.2 Sjóvinnufyrisitingin/Skráseting Føroya (GL 1997/2 14 1-2)
Høvuðstøl seinastu 3 árini (1.000 kr.):

  Smb. Fíggjarlóg 1997 Roknskapur 1996 Roknskapur 1995
Inntøkur 1.002 1.710 897
Lønarútreiðslur - 1.970 - 1.724 - 1.466
Aðrar útreiðslur - 832 - 1.019 - 607
Roknskapur   - 1.033 - 1.176
Játtan - 1.800 - 1.611 - 1.472

Fyri fíggjarárið 1997 er harumframt játtaðar 787 tkr. til Trygdarmiðstøð (til útbúgving av instruktørum). Fylgjandi fíggjarár verður støðin fíggjað við luttøkugjaldi.

Í sambandi við gjøgnumgongdina av mannagongdum viðvíkjandi kassa, inngjaldingum, útgjaldingum v.m. varð víst á, at hesar á fleiri økjum ikki vóru í tráð við grundleggjandi ásetingar í roknskaparkunngerðini, og mælt varð til ábøtur á fleiri økjum.

Við støði í roknskaparkunngerðini og viðmerkingunum frá grannskoðanardeildini hevur sjóvinnuumsitingin síðani gjørt eina fyribils reglugerð fyri roknskapar- og kassaøkið, og fyri starvsfólkaliga býtið av ábyrgd og heimild. Grannskoðanardeildin metir, at stjórin og starvsfólkið á stovninum hava gjørt eitt fyrimyndarligt arbeiði til tess at laga mannagongdirnar á stovninum til krøvini í nýggju roknskaparkunngerðini.

Mvg-skrásetingarnar á stovninum eru ikki í lagi. Stovnurin átti at verið mvg-skrásettur, og átti at havt avroknað innkravt mvg. Frá byrjanini vóru nógvar misskiljingar, og stig eru nú tikin til at fáa greiði á hesum máli. MVG verður bert lagt á ta einu tænastuveitingina. Heitt er á landsstýrið um at strika hetta, og Toll-og Skattastovan hevur eina umsøkn frá stovninum til viðgerðar um at verða frítikin frá at gjalda innkravt MVG í tíðarskeiðinum 1994 til 1996 uppá uml. kr. 80.000.

11.3 Praktiskar Fiskiroyndir (GL 1996 / 2 14 3-1)
Fiskirannsóknarstovan, Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Menningarstovan umsita praktiskar fiskiroyndir. Hesir stovnar gera eitt uppskot um, hvørjar royndir skulu gerast, og hvussu nógv skal brúkast til hvørja roynd í fíggjarárinum. Uppskotið verður lagt fyri landsstýrið til góðkenningar. Fram til 1995 varð uppskotið eisini lagt fyri fiskivinnunevndina til góðkenningar.

                                                                                                                                                                                                                            (1.000 kr.)

  1992 1993 1994
Játtan Fíggjarlóg 5.100 4.100 8.000
Roknskapur 3.794 3.381 7.975
Minninýtsla 1.306 719 25

Grannskoðanardeildin hevur við stakroyndum kannað, um skjølini vóru váttað, um tey vóru rætt konterað, um tey hoyrdu til nakra av "royndunum" og um periodiseringin var røtt. Hesi viðurskifti vóru í lagi, burtursæð frá, at tað í nøkrum førum var torført at meta um, hvørja "roynd" útreiðslurnar hoyra til.

Onki samlað roknskaparyvirlit er fyri hvørja roynd sær. Tað gongur ikki fram av skjølunum, hvørja roynd talan er um. Útgjaldingarnar eru konteraðar á ymsar konti t.d. lønir, samsýningar, leiga av førum, klipslínuskipanin, praktiskar fiskiroyndir og gullaksaroyndir. Hetta ger tað nærum ógjørligt at kanna, um royndirnar halda seg innanfyri játtanina/ætlanina. Tað ger tað eisini torført at meta, um endamálið við royndini er rokkið.

Um hugt verður eftir peningaupphæddunum seinnu árini, so er talan um nógvar lutfalsliga kostnaðarmiklar royndir, og tað tykist ikki, sum royndirnar í øllum førum verða fylgdar upp av stuðulsveitaranum.

Landsstýrið ávísir allar rokningar. Í sambandi við grannskoðanina av innanhýsis eftirlitinum varð staðfest, at landsstýrið ikki fylgdi grein 4 í reglugerðini dagf. 12. januar 1990 viðvíkjandi útgjaldingum úr landskassanum, um at taka avrit av øllum ávísingunum og at hava rakstrarroknskap og kontoavrit til eftirlit.

Fiskivinnuumsitingin metti, at stovnarnir, ið umsita játtanina, í fleiri førum ikki hava havt orku til at umsita tílíkar játtanir. Upplýst varð, at arbeitt verður við at samskipa alt vísindaligt royndarvirksemið undir eina felags umsiting.

Útgjaldingin av umleið 3,3 mió.kr. á rakstrarstaði nr. 16488 (Praktiskar Fiskiroyndir) hevur verið umsitin av "Trygdargrunninum fyri Avreiðingar og Lønir". Hesin peningur er útgoldin við heimild í viðmerking nr. 2 til grein 16 á fíggjarlógini fyri 1994: "Til føroysk fiskifør, sum hava avreitt feskan fisk í 1992 og 93, og ikki fingu pening úr Trygdargrunninum fyri avreiðingar og lønir, verða 50% av avreiðingunum útgoldin. Henda regla fer úr gildi 1. mei 1994".

Í sambandi við útgjaldingarnar av omanfyrinevnda rakstrarstaði hevur grannskoðanardeildin við stakroyndum kannað, um mannagongdin hevur verið í tráð við galdandi lóg.

Í summum førum varð goldið út, uttan at krøvini frá bátunum/skipunum vórðu nóg væl skjalprógvað.

Frá Stýrinum fyri Toll- og Skattstovu Føroya, sum umsitur grunnin, verður víst á, at tað ofta var torført at fáa skjalprógv fyri kravinum, tí sum oftast gavst virkið uttan at fara í trotabúarviðgerð, uttan at nøkur endalig uppgerð varð gjørd, uttan at bókhaldið var dagført, og í summum førum var heldur ikki møguligt at fáa fatur á stjóranum á virkinum.

11.4 "m/s Magnus Heinason" (GL 1997/ 2 14 3 - 5)

Niðanfyristandandi hava vit sett upp ein samandrátt av roknskapartølunum seinastu árini í 1.000 kr.

Inntøkur

1996

1995

1994

1993

1992

Søla av fiski

2.412

1.661

1.893

1.061

2.296

Leiga av skipinum v.m.

0

0

0

364

714

- Inntøkur í alt

2.412

1.661

1.893

1.425

3.010

Útreiðslur
Hýrur og lønir

4.611

4.081

4.370

4.720

5.838

Aðrar útreiðslur

4.152

4.561

3.647

3.420

5.622

- Útreiðslur í alt

8.763

8.642

8.017

8.140

11.460

Nettoútreiðslur

6.351

6.981

6.124

6.715

8.450

Rentur, netto

-1

-1

3

-8

Rakstrarúrslit

-6.351

-6.980

-6.123

-6.718

-8.442

Játtan á fíggjarlógini

6.207

6.241

6.241

7.041

8.958

Meirnýtsla(-)/minninýtsla(+)

-144

-739

118

323

516

Vísandi til omanfyristandandi er talan um eina meirnýtslu uppá tkr. 144 í 1996 og tkr. 739 í 1995.

Fiskirannsóknarstovan hevur ábyrgdina av játtanini til "Magnus Heinason". Av praktiskum orsøkum verður bókhaldið viðvíkjandi "Magnus Heinason" ført á Fiskirannsóknarstovuni, sum hevur dagligu ábyrgdina av bókhaldinum.

Skipanin hevdur verið tann, at Føroya Gjaldstova hvønn mánað hevur flutt ein part av játtanini á fíggjarlógini til eina serliga bankakonto hjá "Magnus Heinason". Í fyrsta umfari bókaði gjaldstovan acontogjøldini sum rakstrarútreiðslu. Tá ársroknskapurin fyri "Magnus Heinason" var grannskoðaður, varð heitt á gjaldstovuna um at bóka veruligu nýtsluna sum rakstrarútreiðsla og mótbókað á konto fyri forskotskassar.

Í 1997 hevur "Magnus Heinason" framvegis sítt egna bókhald á Fiskirannsóknarstovuni, og játtanin verður flutt á bankakontoina. Mannagongdin viðvíkjandi skráseting á gjaldstovuni er broytt, soleiðis at nýtslan nú verður skrásett á gjaldstovuni hvønn mánaða, eftir uppgerð frá bókhaldaranum á Fiskirannsóknarstovuni.

Magnus Heinason hevur fingið loyvi frá Toll- og Skattstovu Føroya til partvísa endurrindan av MVG. Býtislykilin fyri 1996 er 30,2%, sum er lutfallið millum avreiðingar og samlaðu inntøkurnar.

Tryggingarviðurskifti
Árliga verður goldið umleið 0,4 mió.kr. í trygging. Skipið er tryggjað fyri 10 mió.kr. og útgerðin fyri 0,5 mió.kr. Landsstýrið hevur ikki ásett nakrar reglur fyri tryggingarviðurskifti hjá almennum stovnum, og mælt er tí til, at tryggingarviðurskiftini regluliga verða gjøgnumgingin saman við serkønum.

Yvirlit yvir ognir
Seinastu árini er fiskireiðskapur og edv-tól keypt fyri nógvar milliónir krónur, og grannskoðanardeildin hevur í fleiri ár víst á, at onki yvirlit er gjørt yvir hesar ognir. Eitt yvirlit yvir ognir, sum keyptar eru í 1997, er gjørt, og farið er undir at skráseta ognarlutir, sum keyptir eru undanfarin ár.

Ultimo 1996 hevði "Magnus Heinason" eina nettoskuld uppá uml tkr. 200, sum er skrásett á gjaldstovuni sum ein negativur forskotskassi. Mælt er til at broyta mannagongdina framyvir, soleiðis at gjaldstovan rindar veruligu nýtsluna, og at tað ikki verða ognararnir ella bankin, ið fíggja eina møguliga meirnýtslu.

11.5 Íløgustuðul til fiskivinnuna (GL 1996/2 14 4-2)
Frágreiðingar um grannskoðan av íløgustuðuli til fiskivinnuna eru sendar landsstýrinum, og niðanfyristandandi verður í stuttum tikið samanum úrslitið av grannskoðanini av íløgustuðuli ávikavist til bátar yvir og undir 20 BRT.

11.5.1 Íløgustuðul til bátar yvir 20 BRT.
Lógargrundarlag

  • løgtingslóg nr. 34 frá 4. mars 1993 um stuðul til feskfiskaflotan, sum er broytt við løgtingslóg nr. 83/1994, nr. 69/1995 og nr. 92/1995
  • kunngerð nr. 155 frá 15. juli 1993 um reglur fyri útgjaldi av stuðli v.m.

Úrslit av gjøgnumgongd av málum
Sambært § 2 í lógini skulu fiskiførini hava veiðiloyvi til feskfiskaveiðu á føroysku landleiðini, og í § 3 er nærri ásett, hvørji skipasløg og hvørjar skipastøddir hava rætt til íløgustuðul. Í øllum teimum 12 málunum, sum vit hava gjøgnumgingið, eru hesar treytir loknar.

Í 5 av teimum 12 málunum sæst, at umleggingin hevur verið fyri á landsstýrisfundi og á fíggjarnevndarfundi. Bert í hesum førunum liggja váttanir (t.d. frá gjaldstovuni) í málunum um skuld, sum ikki er fallin til gjaldingar pr. 31. desember 1992.

Í teimum 12 málunum eru ongar upplýsingar/skjøl um, hvussu studningslánið er tryggjað, og ein gjøgnumgongd í skipaskrásetingini á Skráseting Føroya vísti, at onki studningslán var tryggjað við veðrætti í skipunum, sum ásett er í § 6 stk. 3, í Ll. nr. 34/1993.

Sambært § 7 hevur landsstýrið heimild til at yvirtaka part av láni í fiskifari, í sama lutfalli sum annar veðhavari ella lángevari niðurskrivar síni lán. Umsitingin hevur víst á, at tað hevur verið stórur ivi um, hvussu § 7 skuldi tulkast, m.a. tí tað tykist ógreitt, hvat endamálið/ætlanin var við hesi lógargrein. Landsstýrið hevur bert yvirtikið lán hjá tí eina skipunum í teimum gjøgnumgingnu málunum. Í sambandi við gjøgnumgongd av veittum lánum og veðhaldi í hesum máli, setti grannskoðanardeildin landsstýrinum nakrar spurningar við skrivi dagfest 14. juli 1995, men hevur enn onki svar fingið.

11.5.2 Íløgustuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT
Lógargrundarlag v.m.

  • Løgtingslóg nr. 140 frá 25. mei 1993 um stuðul til útróðrarbátar undir 20 BRT

Harumframt eru ásetingar í ymiskum kunngerðum um reglur fyri veiðiloyvi A til fult riknar útróðrarbátar undir 20 BRT.

Sambært § 3 í Ll. nr. 140/1993 fevnir lógin bæði um fult og part riknar útróðrarbátar, meðan omanfyrinevndu kunngerðir bert fevna um fult riknar útróðrarbátar.

Fiskivinnuumsitingin upplýsir, at hon umsitur lógina soleiðis, at støða bert verður tikin til, hvør hevur rætt til stuðul eftir kunngerðini, hóast henda bert fevnir um fult riknar útróðrarbátar. Lógardeildin í landsstýrinum metir, at tað er ein mangul við kunngerðini, at hon ikki fevnir um part riknar útróðrarbátar.

Í § 4 í K. 7/1996 er ásett, at "um eigari/eigarar ikki rógva við viðkomandi útróðrarfari, skal stuðul rindast útróðrarfarinum, um fastur útróðrarformaður lýkur treytirnar í § 2." Ávísingin til § 2 átti at verið til § 3, og kunngerðin verður umsitin, sum um ávísingin í § 4 var til § 3. Grannskoðanardeildin hevur víst á hesar "feilir" í kunngerðini, men hóast kunngerðin er broytt síðani, er hon ikki broytt hesum viðvíkjandi.

Úrslit av gjøgnumgongd av málum
Onki veiðiloyvi A lá til skjals í nøkrum av teimum 14 málunum, hóast stuðulin sambært § 3, stk. 1, í Ll. nr. 140/1993 er treytaður av, at báturin hevur veiðiloyvi A. Umsitingin hevur upplýst, at onki "veiðiloyvi A" er útskrivað, og at vanlig veiðiloyvi ikki eru útskrivað seinastu 2-3 árini. Tey gomlu veiðiloyvini verða nýtt, sjálvt um tað í § 5, stk. 3, í Ll. nr. 28/1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, er ásett, at veiðuloyvi verða útskrivað fyri eitt ár í senn.

Í § 3, stk. 3, í Ll. nr. 140/1993 er ásett, at treytin fyri fullum stuðuli er, at øll veiðan verður avreidd í Føroyum, og at landsstýrið ásetir í kunngerð, hvussu stuðulin verður lækkaður fyri tann partin av veiðuni, sum verður landaður uttanlands. Henda kunngerð er ikki gjørd. Umsitingin upplýsir, at hon átti at verið gjørd, men vísir á, at tað er óvanligt, at bátar undir 20 BRT avreiða uttanlands, og at umsitið verður eftir kunngerðini fyri útróðrarbátar yvir 20 BRT.

Í 4 av teimum 14 málunum, vit hava gjøgnumgingið, hevur eigarin fingið íløgustuðul, hóast allar treytir ikki tykjast vera loknar. Í einum føri var farið uppum inntøkumarkið, í einum øðrum føri var avreitt fyri minni enn minstu avreiðingarnøgd, og í tveimum málum liggja ongar umsóknir í málunum, og ongi prógv eru fyri avreiðingarvirðinum.

11.6 Íløgustuðul til alivinnuna (GL 1996/2 14 4-3)
Sambært § 1 í løgtingslóg nr. 73/1993 um íløgustuðul til alivinnuna var endamálið við lógini at veita alarum ein tíðaravmarkaðan íløgustuðul, sum varð veittur sum stuðul til smoltkeyp fyri at elva til neyðugar umstruktureringar og umleggingar innan alivinnuna.

Í § 2 varð ásett, at landsstýrinum varð heimilað av árligu játtanini á løgtingsfíggjarlógini fyri 1993, 1994 og 1995 at veita stuðul til at seta út í mesta lagi 5 mió. smolt, og í stk. 2 stóð, at alarar á sjónum fingu í meðal 5 kr. fyri hvørt smoltið.

Sambært § 3 var stuðulin treytaður av, at alistøðin fekk fígging, at samanhangur var í rakstrinum og útlit vóru fyri at fiskurin kundi alast fram til tøku.

Í kunngerð nr. 75/1993 um reglur fyri íløgustuðul til alivinnuna, broytt við kunngerð nr. 18/1995, vórðu treytirnar fyri at gjalda út nærri útgreinaðar.

Við støði í útgjaldingum í 1993 og 1994 vórðu nøkur mál tilvildarliga vald út at kanna, um útgjaldingarnar hildu krøvini, ið lógin/kunngerðin ásetti. Ein frágreiðing um hetta er latin landsstýrinum, sum hevur havt høvi at gera sínar viðmerkingar.

Niðurstøðan er, at tær formellu reglurnar viðvíkjandi uppgerðum og váttanum v.m. sum heild tykjast vera fylgdar.

Ein treyt fyri stuðli var, at umsøkjarin skuldi leggja eina rakstrar- og likviditetsætlan fyri landsstýrið. Umsitingini upplýsti, at hon ikki viðgjørdi innsendar rakstrar- og likviditetsætlanir og ikki gjørdi nakrar sjálvstøðugar metingar av, um raksturin hjá umsøkjarunum hekk saman. Um bankin veitti fígging, so varð hetta mett sum nóg góð trygd fyri, at raksturin hekk saman.

Sambært lógini var endamálið við íløgustuðlinum at elva til neyðugar umstruktureringar og umleggingar innan alivinnuna, og ein treyt fyri at fáa stuðul var, at "samanhangur er í rakstrinum". "Samanhang í rakstrinum" verður vanliga tulkað soleiðis, at eitt virkið skal geva so stórt avlop, at nóg mikið er eftir til neyðugar avskrivingar og til at renta verandi lán, og harumframt skal virkið hava neyðugt gjaldføri til at avdraga verandi skuld til ásettu tíð og annars yvirhalda skyldur sínar mótvegis lángevarum og kreditorum.

Vísandi til hetta metti grannskoðanardeildin, at fleiri umsóknir um íløgustuðul ikki áttu at verið játtaðar, tí "samanhangur" ikki var í rakstrinum. Nevnast kann, at veitti íløgustuðulin í fleiri førum var við til at útskjóta neyðugar umstruktureringar og umleggingar í staðin fyri at elva til hesar. Umsitingin er samd í hesum sjónarmiði, og vísir á, at hesin spurningur er viðgjørdur í landsstýrinum, men at tað ikki var politiskur vilji til eina tílíkar "harða" tulking.

11.7 Trygdargrunnur Alivinnunar (GL 1996/2 14 4-3)
Í landsroknskapunum 1992-94 er ein eksternur grunnur við heitinum "Trygdargrunnur Alivinnunar". Í grunninum eru 2 mió.kr., sum vórðu settar í grunnin í 1990. Onki er goldið úr grunninum.

Á fíggjarlógini fyri 1992 vórðu játtaðar 2 mió.kr. til Trygdargrunn Alivinnunar. Sambært viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið var játtanin treytað av, at lóggáva varð gjørd hesum viðvíkjandi. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað til 11,4 mió.kr., og heitið á kontoini varð broytt til "tiltøk fyri alivinnuna". Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið stóð, at "nýtslan á hesi konto verður 11,4 mió.kr. í 1992. Upprunaliga var játtanin uppá 2 mió.kr., men eykajáttan er fingin í árinum uppá 9,4 mió.kr. til endurgjald fyri smolt við furunkulosu".

Grannskoðanardeildin bað í skrivi til landsstýrið 17. mars 1995 um nærri upplýsingar um Trygdargrunn Alivinnunar, sum við lóg var umskipaður til eksternan grunn í 1992, og spurdi, hví tær 2 mió.kr., sum vórðu avsettar á fíggjarlógini fyri 1992, ikki vórðu fluttar grunninum.

Á fundi tann 18. august 1995 upplýsti fiskivinnudeildin, at peningurin, sum stóð í Trygdargrunni Alivinnunar, var ætlaðar til ein lógarfestan grunn; men av tí at lóg fyri grunnin ongantíð varð samtykt, var ikki talan um nakran veruligan grunn. At grunnurin í 1992 varð umskipaður til eksternan grunn, var tí helst eitt mistak.

Á fundinum varð eisini spurt, um landsstýrið hevði stovnsett og ásett reglur fyri Endurgjaldsgrunnin, sambært § 8 í Ll. nr. 26 frá 30. apríl 1987 um sjúkur hjá fiski, skeljadýrum og krabbadýrum. Landsstýrið upplýsti, at hesin endurgjaldsgrunnur, hvørs fíggjarliga grundarlag var játtan á fíggjarlógini, ongantíð hevði virkað í praksis, og tær reglur, sum landsstýrið sambært § 8, stk. 2, í lógini skuldi áseta fyri virksemi grunsins, vórðu ongantíð gjørdar.

Við Ll. nr. 87 frá 28 mei 1996 varð endurgjaldsgrunnur alivinnunar stovnsettur, og reglur eru ásettar fyri skipan av grunninum, endurgjaldi v.m.

Við Ll. nr. 94 frá 6. juni 1997 um avtøku av landskassagrunnunum, varð Trygdargrunnur Alivinnunar tikin av við gildi frá 1. januar 1997.

12. Vinnumál

12.1 Grunnurin til Ídnaðarfremjandi Endamál (GL 1996 / 2 15 3-1)
Fyrstu ferð ein grunnur verður umrøddur, í sambandi við stuðul til ídnaðarfremjandi endamál, var á fíggjarlógini fyri 1982/83, tá tað í eini viðmerking varð ásett, at "játtanin, saman við avlopi 1981/82, verður umløgd til grunn, sum landsstýrið saman við fíggjarnevndini kann ráða yvir." Viðmerkingin um, at stuðulin verður játtaður av landsstýrinum saman við ella við góðkenning frá fíggjarnevndini, verður endurtikin øll árini fram til og við fíggjarlógina fyri 1995.

Seinastu árini eru flestu umsóknir sendar Menningarstovuni til ummælis, landsstýrið ávísir pening til útgjaldingar úr grunninum, og gjaldstovan hevur bókhaldið um hendi.

12.1.1 Roknskaparviðurskifti/fíggjarstøða
Roknskapurin fyri "Grunnin til Ídnaðarfremjandi Endamál" gongur fram av fylgiskjali E til landsroknskapin undir "eksternir grunnar", og niðanfyristandandi roknskapartøl stava frá hesum roknskapum. Seinasti landsroknskapurin, sum gjørdur er, er fyri 1994, og tí eru tølini fyri 1995 tikin úr bókhaldinum. Viðvíkjandi tí, sum er bókað fyri 1995, kann viðmerkjast, at studningur uppá 2,5 mió.kr. av misgáum er bókaður 2 ferðir. Tá hetta verður rættað, vísa roknskapirnir hesar upphæddir (í mió.kr.):

Virði: 1995 1994 1993 1992
Innistandandi í peningastovnum 3,1 3,0 1,4 0
Millumrokning við landskassan 8,0 1,0 1,5 1,4
Útlán 8,4 8,5 9,4 9,8
- Avsett ímóti tapi -7,1 -7,1 -8,1 -8,8
  12,4 5,4 4,2 2,4
Eginogn:        
Saldo 1. januar 5,5 4,2 2,4 4,7
Rætting, saldo primo 0 0,4 0 0
Landskassastudningur 10,5 1,5 2,8 1,1
Rentuinntøkur 0,5 0,5 0,1 0,1
Útgoldin studningur -3,7 -1,2 -1,6 -0,9
Lán, avskrivað/umløgd til studning -0,4 0 -0,6 0
Avsett ímóti tapi 0 0 0 -2,6
Regulering til avseting móti tapi 0 0 1,1 0
  12,4 5,4 4,2 2,4

Viðvíkjandi innistandandi í peningastovnum kann viðmerkjast, at millumrokningin við landskassan, sum ultimo 1993 var uppá 1,4 mió.kr., varð goldin inn á bankabókina hjá grunninum í februar 1994. Síðani eru bert rentutilskrivingar farnar fram á hesi konto.

Millumrokningin við landskassan er lutfallsliga stór ultimo 1995 m.a. orsakað av, at játtanin í 1995 var munandi størri enn útgjaldingarnar.

Útlánini ultimo 1995 eru brutto 8,4 mió.kr., og avseting ímóti tapi eru 7,1 mió.kr. Sostatt eru lánini sambært bókhaldinum virðismett til 1,3 mió.kr. netto. Avsetingin ímóti tapi er ikki dagførd. Vit hava gjøgnumgingið tey einstøku útlánini og meta, at tey neyvan hava eitt virði, sum er meira enn helvtina av hesi upphædd.

Bókaða eginognin hjá grunninum var uml. 12,4 mió.kr. ultimo 1995.

Eitt yvirlit frá Menningarstovuni vísir niðanfyristandandi býti av játtanum til tær ymsu stuðulsskipaninar fyri árini 1993-1995 (1.000):

 

1993

1994

1995

Í alt

Stuðulsskipan/heiti:        
Vørumenning

100

122

993

1.215

Menning av nýggjum framleiðslutólum og hættum

0

463

1.512

1.975

Umlegging av framleiðslu

0

0

0

0

Søluroyndir, sølufremjandi tiltøk og marknaðarkanningar

527

388

174

1.089

Tilevning av sølutilfari

826

0

16

842

Vørumessur

408

1.069

755

2.232

Útbúgving innan sølu og leiðslu

0

0

0

0

Menning av dygdarstýring

300

500

0

800

Stuðul til serliga søluútbúgving fyri ung fólk

0

0

0

0

Útbúgving í samband við nýstovnað virki

0

0

0

0

Granskingar- og kanningarætlanir

540

0

205

745

Patentumsóknir

0

0

0

0

Í alt

2.701

2.542

3.655

8.897

Menningarstovan førir yvirlit yvir, hvussu nógv er játtað úr grunninum í mun til tað, sum er játtað í grunnin, og sendir javnan landsstýrinum yvirlit yvir støðuna hjá grunninum. Í hesum yvirliti tekur Menningarstovan støði í, at grunnsfæið í mars 1993 var tkr. 3.363, sambært upplýsingum frá gjaldstovuni. Ultimo 1995 var fíggjarliga støðan gjørd upp soleiðis (tkr.):

- grunnsfæ í mars 1993                  3.363
- játtan á fíggjarlógini 1994            1.500
- játtan á fíggjarlógini 1995         10.500
                                                 15.363

- játtað úr grunninum 1993-95    -8.897
                                                   6.466

Við hesi uppseting er fíggjarorkan/eginognin gjørd upp til 6,466 mió.kr. ultimo 1995. Sum nevnt omanfyri, vísir roknskapurin/bókhaldið á gjaldstovuni eina eginogn/fíggjarorku uppá 12,4 mió.kr., sum sostatt er uml. 6 mió.kr. hægri enn tað, sum uppgerðin hjá Menningarstovuni vísir.

Høvuðsorsøkin til munin er, at í bókhaldinum á gjaldstovuni verður stuðulin útreiðsluførdur, tá hann verður goldin út, meðan Menningarstovan í sínum meira varna uppgerðarhátti "útreiðsluførir" ein stuðul, tá umsóknin verður játtað; men ofta kunnu ganga fleiri ár, frá tí at ein umsókn er játtað, til ein verkætlan er liðug, og nakrar verkætlanir/játtanir verða ongantíð settar í verk, og føra tí ikki við sær nakrar útgjaldingar.

Menningarstovan hevur upplýst, at hon er byrjað at gjøgnumganga allar játtanir, sum ikki eru goldnar út. Í summum førum er ongin ivi um, at ein játtan um stuðul er burturdottin, tí ein verkætlanin t.d. ongantíð er ella verður sett í verk. Í øðrum førum hevur Menningarstovan skrivað til umsøkjararnar fyri at spyrja, um ávísar verkætlanir/játtanir verða til nakað, og nakrir umsøkjarar hava biðið um eina svarfreist. Í teimum førum, Menningarstovan hevur mett, at ein umsøkjari ikki longur lýkur settu treytirnar, hevur Menningarstovan heitt á landsstýrið um at skriva til hesar umsøkjarar og boða frá, at játtanin er burturdottin.

Út frá omanfyristandandi metir grannskoðanardeildin, at hvørki roknskapurin, sum gjaldstovan førir, ella yvirlitið frá Menningarstovuni vísa røttu fíggjarstøðuna/fíggjarorkuna hjá grunninum. Mælt er landsstýrinum til at dagføra metingina av avsetingum til tap uppá skuldarar, og mælt er eisini til, í samráð við Menningarstovuna, at bóka tær skyldur sum grunnurin hevur út frá aktuellum upplýsingum/metingum um, hvørjar játtanir væntandi koma til útgjaldingar. Vinnumálastýrið upplýsir, at hetta arbeiði er byrjað.

12.1.2Gjøgnumgongd av játtaðum studningi
Grannskoðanardeildin hevur gjøgnumgingið nakrar tilvildarliga útvaldar játtanir í 1994 og 1995, og vit hava somuleiðis gjøgnumgingið skrivliga samskiftið ímillum landsstýrið og Menningarstovuna um yvirordnaðar trupulleikar við játtanarmannagongdini.

Játtannarmannagongd
Í 1987 byrjaði Menningarstovan at fáa umsóknir um stuðul úr grunninum til ummælis. Til tess at fáa meira skipað viðurskifti í sambandi við viðgerð og játtan av umsóknum, gjørdi Menningarstovan uppskot til eina reglugerð, sum varð samtykt av landsstýrinum í januar mánaði í 1990. Fíggjarnevndin góðkendi tó ongantíð hesa reglugerð, og landsstýrið, ið tók við í 1991, kendi seg ikki bundið av landsstýrissamtyktini frá 1990, sum góðkendi reglugerðina. - Menningarstovan vísir á, at í fleiri førum fylgdi landsstýrið ikki tilmælum teirra, og fleiri umsóknir vórðu ikki lagdar fyri Menningarstovuna til ummælis. Ógreiðu reglurnar førdu við sær eina alt ov langa og ikki einsháttaða málsviðgerð.

Eftir áheitan frá landsstýrinum gjørdi Menningarstovan í mars mánaði 1992 uppskot til nýggja reglugerð fyri grunnin, og mælti til at lýsa reglugerðina. Landsstýrið og fíggjarnevndin góðkendu síðani reglugerðina, men hon varð ongantíð lýst. Í reglugerðini frá 1992 er ásett, at stuðul úr grunninum verður játtaður av Føroya Landsstýri og fíggjarnevnd løgtingsins, men síðani juni mánað 1995 hevur fíggjarnevndin ikki verið við til at játta stuðul úr grunninum, vísandi til nýggju stýrisskipanarlógina, sum kom í gildi á ólavsøku í 1995. Landsstýrið broytti tó ikki reglugerðina frá 1992 fyrr enn í august 1996.

Málsgjøgnumgongd
Sambært reglugerðini fyri grunnin verður í flestu førum helvtin av skjalprógvaðum útreiðslum, til eina verkætlan, játtað sum stuðul. Sum nevnt ummælir Menningarstovan umsóknir. Í summum førum umsitur Menningarstovan játtanirnar, men í flestu førum verður grannskoðað uppgerð, ella uppgerð við avriti av skjølum, send Menningarstovuni sum váttan, men tað er landsstýrið, sum ávísir skjøl/uppgerðir til útgjaldingar og bókingar á gjaldstovuni.

Allar játtanir, ið eru gjøgnumgingnar, lúka høvuðskravið á fíggjarlógini um, at tær eru játtaðar bæði av landsstýrinum og fíggjarnevndini. Í sambandi við gjøgnumgongdina av teimum einstøku málunum hava vit eisini gjøgnumgingið skjalatilfar á Menningarstovuni. Grannskoðanardeildin metir, at Menningarstovan hevur gott skil á og yvirlit yvir gongdina í málunum, og journalskipanin tykist virka væl.

Gjøgnumgongdin av teimum einstøku málunum hevur ikki ført við sær stórvegis viðmerkingar, og grannskoðanardeildin hevur havt samskifti og fund við Menningarstovuna um hesar:

  • Í § 3 í kunngerðini fyri "grunnin til ídnaðarfremjandi endamál" er millum annað ásett, at Menningarstovan er ummælandi stovnur og hevur ábyrgd av, at neyðugt eftirlit við ætlanunum verður tryggjað. Menningarstovan umsitur beinleiðis partar av játtanunum úr grunninum, og stendur til tíðir sjálv fyri verkætlanum. Í tílíkum førum er óheppið, at Menningarstovan er umsøkjari, tilmælari, móttakari og førir eftirlit. Vinnumálastýrið upplýsir, at henda mannagongd er broytt í mei 1997.
  • Játtanir úr grunninum til verkætlanir, sum álagt er Menningarstovuni at umsita, eru í fleiri førum goldnar út til bankkonti hjá Menningarstovuni; men peningurin er ikki goldin grunninum aftur, so hvørt Menningarstovan hevur staðfest, at verkætlanin antin var fullførd ella ongantíð sett í verk. Í mei 1997 hevur Menningargrunnurin sent gjaldstovuni bankabøkur svarandi til uml. 0,6 mió.kr. og hevur biðið um, at hesar verða góðskrivaðar grunninum.
  • Sambært reglugerðina skulu umsóknir hava eina tíðarætlan, men tað er ikki beinleiðis ásett, nær ein ikki nýtt játtan fellur burtur/aftur til grunnin. Menningarstovan er samd í, at rættast hevði verið at sett eina tíðarfreist, longu tá umsóknin verður játtað. Tá hevði eisini verið lættari at gjørt upp tær skyldur, sum til eina og hvørja tíð áliggja grunninum.
  • Heimild er ikki í reglugerðini til at veita rakstrarstuðul. Stuðul veittur somu umsøkjarum til somu messur ár um ár líkist rakstrarstuðli. Menningarstovan er ikki ósamd í hesum, men vísir á, at úrslit sjáldan vísa seg fyrstu ella aðru ferð, so í nógvum førum kann luttøkan fyrstu 2-3 árini metast sum ein íløga.

12.1.3Umskipan til eksternan grunn/ kunngerð nr. 14 frá 18. februar 1997
Sambært § 3, nr. 7, í Ll. nr. 33 frá 27. mars 1992, um avtøku av landskassagrunnum, verður Grunnurin til Ídnaðarfremjandi Endamál umskipaður til eksternan grunn:

"Grunnurin verður eksternur grunnur, og peningaogn landskassagrunsins verður flutt eksterna grunninum. Landsstýrið ásetir nærri reglur fyri útgjaldingum úr grunninum".

Grannskoðanardeildin hevur gjøgnumgingið samskiftið ímillum Menningarstovuna og landsstýrið um hetta mál.

Í 1994 vísti Menningarstovan á, at reglugerðin frá 1992 var tilevnað, áðrenn lógin varð samtykt. Tí varð mælt til at broyta umsitingina av grunninum, at strika viðmerkingina á fíggjarlógini um at "stuðul úr grunninum verður játtaður av landsstýrinum saman við fíggjarnevndini" og veruliga skipa grunnin sum ein eksternan grunn. Menningarstovan metti, at um hetta ikki varð gjørt, so kundi grunnurin eins væl verða avtikin. Menningarstovan mælti landsstýrinum til at seta ein arbeiðsbólk at gera uppskot um nýggja reglugerð, og herundir koma við uppskoti um, hvussu grunnurin kann verða umsitin sum eksternur grunnur.

Í oktober 1994 samtykti landsstýrið at seta ein arbeiðsbólk at endurskoða reglugerðina, og í mars 1995 varð arbeiðsbólkurin mannaður við einum umboði fyri ávikavist Menningarstovuna, landsstýrið, Reiðarafelagið, Føroya Ídnaðarfelag og Føroya Arbeiðarafelag. Við skrivi dagfest 7. mei 1996 lat arbeiðsbólkurin landsstýrinum eitt álit.

Viðvíkjandi umsiting av grunninum mælti arbeiðsbólkurin til, at endalig viðgerð og avgerð um stuðul verður løgd til eina nevnd við kønari umsiting. Mælt varð til, at Føroya Ídnaðargrunnur, í hvussu er fyribils, skuldi verða umsitingar- og avgerðastovnur fyri "Grunnin til Ídnaðarfremjandi Endamál". Mælt varð samstundis landsstýrinum til at umhugsa, um Føroya Ídnaðargrunnur eisini kundi umsita "Ábyrgdargrunnin" og játtanir sambært lóg um menning av fiskivinnu á landi.

Landsstýrið fylgdi ikki tilmælinum frá arbeiðsbólkinum viðvíkjandi umskipan av umsitingini og ásetti í reglugerðini, at stuðul úr grunninum verður játtaður av landsstýrismanninum í vinnumálum, og at Menningarstovan skal vera ummælandi stovnur. Reglugerðin er síðani lýst við kunngerð nr. 14 frá 18. februar 1997 um "Grunnin til Ídnaðarfremjandi Endamál".

------------------------

Sambært umrøddu Ll. nr. 33/1992 skal grunnurin umskipast til ein eksternan grunn. Hugtakið "eksternur" grunnur er ikki nærri lýst í sjálvari lógini, men viðmerkingar landsstýrisins til lógaruppskotið (løgtingsmál nr. 57/1991) geva eina ábending um hetta.

"Orsøkin til at hesir grunnar halda fram sum eksternir grunnar er, at talan er um endamál, har komið verður fram til eina loysn eftir fleiri árum. Í øðrum førum má sigast, at ætlanin ikki hevur verið, at landsstýrið einsamalt skal hava ræði yvir fæi grunsins, og tí verður hildið rættast at gera grunnin til eksternan grunn".

Eisini kann vísast til nýggju lógina (Ll. nr. 94/1997) um avtøku av landskassagrunnum, har landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í viðmerkingunum til lógaruppskotið (løgtingsmál nr. 112/1996) m.a. vísir á, at eitt eyðkenni fyri ein eksternan grunn í mun til ein internan grunn er, at eksterni grunnurin hevur stýri og umsiting.

Men vísandi til omanfyristandandi verður mett, at landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki við kunngerð nr. 114/1997 hevur umskipað grunnin til eksternan grunn, sum álagt landsstýrinum í Ll. nr. 33/1992. Í kunngerðini eru onki ásett um, hvør grunnurin er, hvør leiðslan á grunninum er, um nakað stýri ella nøkur nevnd er fyri grunnin, ella hvør hevur eftirlit við grunninum. Ongar ásetingar eru viðvíkjandi roknskapi ella grannskoðan, og mett verður, at m.a. ásetingarnar um ábyrgdar- og heimildarbýtið ímillum landsstýrið og Menningarstovuna eru ógreiðar.

Vinnumálastýrið upplýsir, at arbeitt verður við einum lógaruppskoti, sum umfatar næstan allar vinnuframaskipanir í Føroyum. Sambært hesum fær grunnurin eitt stýri. Vinnumálastýrið hevur tí ikki lagt nakra orku í at broyta verandi mannagongdir hjá "Grunninum til Ídnaðarfremjandi endamál".

12.2 Grunnur Ferðavinnunnar (GL 1996/2 15 9-2)

12.2.1 Roknskaparviðurskifti
Roknskapurin fyri "Grunn Ferðavinnunar" gongur fram av fylgiskjali E til landsroknskapin undir "eksternir grunnar". Seinasti landsroknskapurin, sum gjørdur er, er fyri 1994, og í sambandi við grannskoðan av roknskapunum fram til 1996 er støðið tí tikið í roknskapartølunum í bókhaldinum á gjaldstovuni.Niðanfyristandandi hava vit gjørt ein samandrátt av ársroknskapunum 1994-1996 (tkr.):

1996

1995

1994

Rakstur:
Rentuinntøkur

878

870

603

Veittur stuðul

-400

-365

-127

Umsiting

-36

-37

-53

442

468

423

Afturførdar avsetingar

0

0

1.272

Vinningur:

442

468

1.695

Fíggjarstøða:
Peningaogn

13.119

12.498

11.072

Útlán

634

751

1.482

Játtaður ikki útgoldin stuðul

-302

-240

-12

Eginogn/fíggjarorka:

13.451

13.009

12.542

Av áður gjørdum avsetingar í móti tapum uppá lán, veitt úr Gistingarhúsgrunninum, eru tkr. 1.272 inntøkuførdar í 1994. Umleið 0,6 mió.kr. av hesum komu inn, tá eitt hotell varð selt á tvingsilssølu, og uml. 0,7 mió.kr. komu inn í sambandi við at tveir aðrir lántakarar umskipaðu lán síni.

Grunnurin hevur í 1994 keypt lánsbrøv frá landsstýrinum áljóðandi 5 mió.kr. fyri 4,742 mió.kr. Kursvinningurin er periodiseraður yvir 2 ár. Ultimo 1996 stendur øll peningaognin á bankabók.

Ultimo 1996 vóru útlánini íalt tkr. 4.357, avsettar vóru tkr. 3.723 í móti væntaðum tapum, og lánini eru sostatt virðismett til tkr. 634. Frá nøkrum av teimum debitorum, har avsett er ímóti tapi, fær gjaldstovan nakað av peningi inn við mótrokning.

12.2.2 Lógargrundarlag /endamál v.m.
Sambært § 3, nr. 3 í løgtingslóg nr. 33 frá 27. mars 1992, um avtøku av landskassagrunnum, varð Gistingarhúsgrunnurin umskipaður til eksternan grunn. Við heimild í somu lógargrein lýsti landsstýrið kunngerð nr. 140 frá 7. oktober 1992 um Grunn Ferðavinnunnar, sum yvirtók fæ Gistingarhúsgrunnsins.

Sambært kunngerðini er endamálið við Grunni Ferðavinnunnar at menna ferðavinnuna í Føroyum. Íløgustuðul uppá 50% kann veitast til m.a. íløgur til gerð og menning av ferðatilboðum. Harumframt kann grunnurin veita Ferðaráði Føroya o.ø. stuðul til tiltøk innan ferðavinnuna til m.a. kanningar, ætlanir, teldumenning, lýsingar-, marknaðar- og útbúgvingartiltøk. Lán kunnu t.d. veitast til gistingarhús og til íløgur í útbúnað til ferðavinnutiltøk.

Í kunngerðini um Grunn Ferðavinnunnar er ásett, at lán bert mugu veitast, um rakstrarbúskaparligt grundarlag er fyri íløguni, og at lánsmarkið verður útroknað eftir einum av grunninum gjørdari ella góðkendari meting av pantivirðinum. Eisini kann verða sett sum treyt fyri at viðgera eina umsókn, at umsøkjarin letur inn grannskoðaðan roknskap, kostnaðarætlan og marknaðarmeting, og stýrið kann áseta sum treyt fyri útgjaldinum, at ein endurmeting verður gjørd.

12.2.3 Fyrisiting
Sambært § 3, nr. 3 í omanfyrinevndu løgtingslóg um avtøku av landskassagrunnum ásetir landsstýrið nærri reglur um útgjaldingar úr grunninum.

Sambært § 2 í kunngerðini um Grunn Ferðavinnunnar fyrisitur eitt 3-manna stýri grunnin. Landsstýrið velur formannin, og harumframt er stýrið mannað við stjóranum á Menningarstovuni og formanninum fyri Menningargrunni Ídnaðarins. Dagliga fyrisitingin liggur hjá stjóranum á Menningargrunni Ídnaðarins. Bókhaldið hevur Føroya Gjaldstova um hendi.

Í sambandi við grannskoðan av grunninum hava vit lisið fundarbókina, og við stakroyndum gjøgnumgingið nøkur mál viðvíkjandi veittum stuðli. Fundarbókin er greitt skrivað, og grundgivið verður fyri avgerðum stýrisins við tilvísing til ásetingar í kunngerðini. Stýrið tykist hava umsitið grunnin á ein varnan hátt, og hevur lagt stóran dent á at umsita sambært kunngerðini, og at greiða tulkingar- og ivaspurningar, áðrenn avgerð verður tikin.

Sambært kunngerðini skal Ferðaráðið ummæla umsóknirnar; men seinastu árini eru fleiri av teimum størru játtanunum latnar Ferðaráðið Føroya at umsita, t.d. við eini orðing sum: "Ferðaráð Føroya umsitur útgjaldingina". Sjálvt um hetta óivað kann vera praktiskt, er hetta neyvan í tráð við kunngerðina, sum ásetir, hvør skal umsita útgjaldingar úr grunninum.

Mett verður, at fleiri ógreið yvirordnað viðurskifti eru, sum gera tað torført at umsita grunnin og meta um, um grunnurin sum heild virkar eftir ætlan. Ein meting av virksemi grunnsins má harumframt tengjast at virkseminum hjá Ferðaráði Føroya fyri at fáa eina samlaða mynd av stuðlinum til ferðavinnuna í Føroyum.

12.2.4 Ógreið játtanarviðurskifti viðvíkjandi stuðli til ferðavinnuna
Sambært § 1 í kunngerðini hevur grunnurin til endamáls: "at menna ferðavinnuna í Føroyum".

Sambært § 1 í løgtingslóg nr. 80, frá 12. juni 1990 við seinni broyting, um Ferðaráð Føroya hevur Ferðaráðið m.a. eisini til endamáls: "at menna og skipa ferðavinnuna í Føroyum...", og sambært kunngerð nr. 73. frá 4. juli 1991 kann Ferðaráð Føroya veita stuðul til stovnsetan og rakstur av kunningarstovum.

Sum nevnt skal Grunnur Ferðavinnunar senda Ferðaráði Føroya allar umsóknir um stuðul ella lán til ummælis, áðrenn tær verða viðgjørdar.

Útreiðslurnar hjá grunninum og Ferðaráðnum 1992-1996 hava verið hesar (tkr.):

  1992 1993 1994 1995 1996
Veittur stuðul úr grunninum: 0 598 127 365 400
Í sama tíðarskeiði hevur Ferðaráðið/Ferðamannamiðstøðin og Ferðamannastovan havt hesar útreiðslur: 3.712 3.966 4.201 7.007 7.107

Sambært fylgiskjølunum til fíggjarlógina fyri 1994 og 1995 tykist virksemið hjá Ferðaráðnum seinnu árini at vera víðkað til eisini at fevna um fleiri av teimum stuðulstiltøkum, sum kunngerðin um Grunn Ferðavinnunnar fevnir um. Upphæddirnar í fylgiskjølunum og endaligu játtanirnar á fíggjarlógini samsvara ikki hesi árini, og tí er torført at fáa eina greiða mynd av, hvat ætlanin var við játtanunum.

Heldur ikki játtanin á fíggjarlógini fyri 1996 hongur saman við tølunum í viðmerkingunum, og ætlaða stuðulsvirksemið hjá Ferðaráðnum er ikki nærri útgreinað. Í viðmerkingunum verður einans víst til brot úr lógini. Víst verður ikki til kunngerðina um kunningarstovur, og hvørki í 1995 ella í 1996 verður Grunnur Ferðavinnunnar umrøddur, og ætlaða virksemið hjá grunninum er ikki higartil tikið við á árligu fíggjarlógirnar.

12.2.5 Fíggjarorka grunnsins
Sambært § 3 í kunngerðini er fæ grunnsins tær árligu játtanirnar á fíggjarlógini, umframt at grunnurin yvirtekur fæ Gistingarhúsgrunnsins sum stovningarfæ.

Hvussu hetta skal skiljast, er ikki heilt greitt. Virksemi grunnsins er ikki sett á fíggjarlógina, og grunnurin hevur ikki fingið nakra árliga játtan á fíggjarlógini. Stýrið hevur viðgjørt henda spurning, og á fundi 8. desember 1994 varð samtykt at keypa 2-ára virðisbrøv fyri 5 mió.kr. frá landsstýrinum fyri at fáa hægri rentu/kursvinning og harvið meira at arbeiða við framyvir. Henda upphædd, ið varð bundin, svaraði til uml. helmingin av grundfænum, og stýrið metti ikki, at grunnurin kom at játta meira enn 5 mió.kr. komandi 2 árini.

12.2.6 Ógreið viðurskifti ímillum Grunn Ferðavinnunar og Ferðaráð Føroya

Hvørjum stuðlar Ferðaráðið, og hvørjum stuðlar grunnurin
Tað er komið fyri, at Ferðaráðið hevur viðmælt umsóknum, sum grunnurin hevur víst frá sær. Somuleiðis hevur grunnurin mett, at umsókn frá Ferðaráðnum ikki kann gangast á møti, vísandi til at útreiðslurnar skulu fíggjast yvir raksturin hjá Ferðaráðnum.

Í august 1996 varð semja gjørd um, at Ferðaráðið og grunnurin skuldu gera eina lýsing av teimum tiltøkum, ið koma undir kunngerðina, soleiðis at lýst verður, hvørji tiltøk kundu stuðlast og hvørji ikki. Uppá fyrispurning varð upplýst, at hetta arbeiði ikki var liðugt.

Fyri at stimbra samstarvið millum grunnin og Ferðaráðið varð samstundis avrátt, at Ferðaráðið skuldi senda eitt yvirlit yvir tiltøk, sum Ferðaráðið skuldi gera komandi árið, og stýrið skuldi síðani taka støðu til, hvørji av hesum grunnurin vildi stuðla.

Stuðul til einstaklingar ella Ferðaráð Føroya
Grunnurin kann sambært § 4, stk. 3 veita Ferðaráði Føroya o.ø. stuðul til nógv ymisk tiltøk. Stýrið hevur tulkað "o.ø." soleiðis, at tað ikki er møguligt hjá einstøkum fyritøkum ella einstaklingum at fáa stuðul. Talan skal vera um heildartiltøk fyri ferðavinnuna, framd ígjøgnum Ferðaráð Føroya, og stýrið viðgerð tílíkar umsóknir í tráð við eina heildarætlan, ið Ferðaráð Føroya sendir grunninum til viðgerðar. Bert í undantaksførum kann víkjast frá hesum. Nevnast kann, at nakrir umsøkjarar hava mótmælt hesi tulking.

Í ávísum førum hevur grunnurin, vísandi til at hann ikki kann veita einstaklingum stuðul, veitt stuðulin til Ferðaráðið, um talan er um tiltøk, sum kunnu koma ferðavinnuni sum so tilgóðar, og um Ferðaráðið vísir serligan áhuga fyri at fáa hesi framd.

Stuðul til kunningarstovur
Í 1995 metti stýrið, at heimild ikki var at veita eini kunningarstovu stuðul til útreiðslur til faldarar, vísandi til at talan var um eina stovningarútreiðslu. Stýrið mælti kunningarstovuni til at søkja Ferðaráðið um hetta, vísandi til kunngerðina um stuðul til kunningarstovur, har Ferðaráðið undir ávísum treytum kann veita stuðul til stovnsetan/rakstur av kunningarstovum.

Í januar 1996 samtykti stýrið at veita økisferðavinnufeløgunum í Føroyum 100% stuðul til keyp av teldu og printara til tær 5 kunningarstovurnar, treytað av, at Ferðaráð Føroya skipaði fyri hesum (sambært § 4, stk. 3, kann grunnurin veita Ferðaráði Føroya o.ø. stuðul til m.a. íløgur í teldumenning innan ferðavinnuna).

Í skrivi til grunnin dagfest 26. juni 1996 vísti Ferðaráðið á, at uppskot til nýggja kunngerð um kunningarstovur var gjørt, og at økisfeløg og kunningarstovur prinsipielt hava sama rætt sum onnur at søkja stuðul úr grunninum; men eftirsum Ferðaráðið veitir teimum stuðul til rakstur og produktútvikling, skulu stuðulsumsóknirnar altíð gerast í samráð við Ferðaráðið.

Umrødda kunngerð er ikki lýst.

12.2.7 Lánsveiting úr grunninum
Sambært § 4, stk. 1, nr. 1 í kunngerðini kann grunnurin veita lán, men ikki stuðul, til íløgur í bygging/umbygging av gistingarhúsum o.l. umframt til búvagna- og tjaldpláss; men til tær í § 4, stk. 1, nr. 2 og 3 nevndu íløgur kann grunnurin veita bæði lán og stuðul, m.a. til íløgur hjá kommunustýrum í nátt- og tvátthús v.m. Í sambandi við umsókn frá 2 kommunum fekk stýrið í 1994 upplýst frá Landsverkfrøðinginum, at nakað av peningi var sett av til tvátthús til ferðafólk kring landið. Í hesum sambandi kann spurningur setast um, hvat er ein kommunal uppgáva, hvat er ein landsuppgáva (Landsverkfrøðingurin), og hvat er uppgávan hjá grunninum hesum viðvíkjandi. Nevnast kann eisini, at kommunurnar seinnu árini hava fingið forboð fyri at taka fleiri lán.

Nakrar umsøknir hava verið um stuðul til búvagna- og tjaldpláss, men eftirsum grunnurin einans kann veita lán til tílíkar íløgur, eru umsóknirnar síðani tiknar aftur. - Áhugin fyri lántøku úr grunninum hevur verið lítil, og grunnurin hevur ikki veitt nøkur lán. Nevnast kann, at ongin lánsrenta enn er ásett av stýrinum/góðkend av landsstýrinum.

12.2.8 Aðrar viðmerkingar
Grannskoðanardeildin hevur fingið ta fatan, at hvørki stýrið fyri Ferðaráð Føroya ella stýrið fyri Grunn Ferðavinnunnar eru nøgd við leiklutin hjá grunninum ella við samvinnuna ímillum grunnin og Ferðaráðið. Í frágreiðing, sum varð send landsstýrinum saman við roknskapunum, gjørdi stýrið fyri grunnin sínar viðmerkingar.

Ein høvuðsorsøk er óivað omanfyri umrøddu ógreiðu játtanarviðurskifti viðvíkjandi stuðli til ferðavinnuna, har játtan løgtingsins til Ferðaráð Føroya 1992-1996 nærum er tvífaldað og økt til uml. 7 mió.kr. árliga, samstundis sum játtanarupplýsingar landsstýrisins í fylgiskjølum/viðmerkingum minkað, og sum áður nevnt svara útgreiningarnar av játtanunum ikki til játtaðu upphæddirnar á fíggjarlógini.

Grunnur Ferðavinnunar kann sambært kunngerðini veita lán til gistingarhús o.l., men annars skal grunnurin, við stuðli sínum á flestu økjum royna at røkka so at siga somu endamál, sum løgtingsins játtan til Ferðaráðið er ætlað til, og álagt er grunninum at gera hetta í tøttum samstarvi við Ferðaráðið.

Sum nevnt, er ætlaða virksemið hjá Grunni Ferðavinnunar í einum fíggjarári ikki tikið við á fíggjarlógina. Í sambandi við at landsstýrið hevur biðið løgtingið um játtan til ferðavinnuna/Ferðaráðið, er Grunnur Ferðavinnunar og stuðulin úr grunninum als ikki umrøddur, hóast meginparturin av veitta stuðlinum úr grunninum er farin beinleiðis til Ferðaráðið. Á henda hátt virkar grunnurin, ið samanlagt hevur góðar 13 mió.kr. at ráða yvir, í stóran mun sum eitt "eyka-løgting" hjá Ferðaráðnum, uttan at nakað um hetta gongur fram av viðmerkingum landsstýrisins til uppskot um játtan til ferðavinnuna/Ferðaráðið.

12.3 Rúsdrekkasøla Landsins (GL 1996/2 03 9 - 1)

12.3.1 Lógargrundarlag og stovnsetan av Rúsdrekkasøluni
Sambært § 4 í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka verður Rúsdrekkasøla Landsins at seta á stovn við tí endamáli at innflyta og selja rúsdrekka.

20. oktober 1992 varð kunngerð nr. 144 um skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins lýst.

Rúsdrekkasøla Landsins byrjaði virksemi sítt við at seta starvsfólk um miðjan juni 1992. Í fyrstani vórðu lønarútreiðslurnar bókaðar á rakstrarstaðnum hjá landsskrivstovuni. Hølini í húsunum hjá Ídnaðargrunninum vórðu innrættað, og avtala varð gjørd um, at kostnaðurin skuldi rindast saman við ársleiguni 1. árið. EDV skipanin varð leasað yvir 5 ár. Sambært kontoavritinum varð fyrstu ferð trekt uppá kassakredit í Føroya Sparikassa tann 22. september 1992. Uppá fyrispurning frá grannskoðanardeildini svaraði landsstýri í skrivi dagfest 7. oktober 1992, at ongin lániheimild var. (Á landsstýrisfundi 17. august 1992 varð samtykt at leggja uppskot fyri løgtingið um veðhald fyri rakstrarláni uppá 10 mió.kr. til Rúsdrekkasølu Landsins. Hetta lógaruppskot varð ongantíð lagt fyri løgtingið.)

Mett verður, at ein orðing, sum í § 4 í lógini, ikki einsamøll heimilar, at útreiðslur verða hildnar ella lán upptikin. Løgtingið fekk ikki høvi til at taka støðu til ella geva tær neyðugu heimildirnar til tann fíggjarliga partin, í sambandi við stovnsetan og rakstri av Rúsdrekkasølu Landsins í 1992.

12.3.2 Roknskapar- og játtanarviðurskifti
Sambært § 3 í kunngerð nr. 144/1992 um skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins hevur Rúsdrekkasølan sín egna roknskap. Í skrivi frá Føroya Landsstýri til Rúsdrekkasølu Landsins dagfest 12. januar 1993 eru ásettar nærri reglur um ávís roknskaparviðurskifti. M.a. skulu avskrivingar uppá íløgur og etablering gerast liniert og pro rata við 20 % árliga, og ásett er, at tað, ið á fíggjarlógini verður avsett sum avlop frá einkarsøluni, er at skilja sum ein fíggjarætlanarmeting og ikki beinleiðis sum eitt krav. Hesar reglur vórðu góðkendar av Fíggjarnevnd Føroya Løgtings.

Niðanfyristandandi yvirlit vísir ásetta avlopið á fíggjarlógini og avlopið sambært ársroknskapunum hjá Rúsdrekkasøluni.

 

1995

1994

1993

1992

Játtan/avlop ásett á fíggjarlógini

12.500.000

11.600.000

11.600.000

-

Avroknað avlop sambært landsroknskapinum

12.600.000

11.600.000

15.419.481

-

Avlop at avrokna sambært ársroknskapinum

12.003.810

12.048.808

15.419.481

3.110.996

Munur

596.190

-448.808

0

-3.110.996

Hóast virksemið byrjaði í 1992, varð hetta, sum nevnt, ikki tikið við á fíggjarlóg ella eykafíggjarlóg í 1992.

Á fíggjarlógini fyri 1993 varð ásett, at rakstraravlopið fyri 1993 skal vera 11,6 mió.kr. Sambært roknskapinum gjørdist úrslitið eitt yvirskot uppá 15,4 mió.kr. At avlopið í 1993 gjørdist størri enn ásett á fíggjarlógini, er sambært leiðaranum orsakað av, at útreiðslurnar ikki gjørdust so stórar sum væntað, og at sølan gjørdist umleið 6% størri enn væntað.

Orsøkin til munin ímillum avroknað avlop sambært landsroknskapinum og ársroknskapin hjá Rúsdrekkasølu Landsins í 1994 og 1995 er, at avlopið sambært landsroknskapinum eru aconto gjøld.

Tá roknskapurin fyri 1994 skuldi gerast, tók ivi seg upp um avskrivingar av íløgum/avrokning av yvirskoti mótvegis játtanini á fíggjarlógini. Ein trupulleiki við hesi avrokningarskipan var, at Rúsdrekkasølan altíð kom at mangla gjaldføri svarandi til virðið av íløgum, av tí at Rúsdrekkasølan skal avrokna allan nettovinningin, men bindur pening í íløgur og "einans" útreiðsluførir 20% avskrivingar yvir raksturin.

Landsstýrið gjørdi tí av frá og við 1994 at broyta sjálvan avrokningarháttin mótvegis ásetta avlopinum á fíggjarlógini. Í staðin fyri at avskriva umbyggingar/íløgur verða hesar drignar 100% frá í avrokningini. Tó skuldi rakstrarroknskapurin, sum higartil, setast upp við vanligum rakstrarbúskaparligum avskrivingum, soleiðis at roknskapurin vísir eina rættari mynd av rakstrinum og virðunum í fyritøkuni. Reguleringin er gjørd í roknskapinum fyri 1994, og tá varð avlopið í 1992 uppá kr. 3.110.996, sum hevur staðið í Rúsdrekkasølini, afturgoldið/mótroknað.

Tað er fleiri ferðir umrøtt við landsstýrið, hvussu játtanarmannagongdin kann broytast framyvir. Játtanin til íløgur á Rúsdrekkasøluni kundi verið veitt sum ein serstøk játtan á fíggjarlógini (íløgujáttan). Játtanin til sjálvan raksturin av Rúsdrekkasøluni (lønir og aðrar útreiðslur) kundi eisini verið veitt sum ein serstøk játtan (rakstrarjáttan), og bruttovinningurin kundi eisini verið ein játtan fyri seg (inntøkujáttan).

Ein fyrimunur við eini tílíkari skipan er, at hetta kemur at geva eina nógv greiðari mynd av játtanarviðurskiftunum. Bruttovinningurin stavar frá seldari mongd x prís, frádrigið vørunýtslu, sum í høvuðsheitum er lituravgjøld og tollur. Tað verður tá meira eyðsýnt, at bruttovinningurin er ávirkaður av viðurskiftum (prís/alkoholpolitikkur, lituravgjøld og tollur, keypiorka v.m.), sum so at siga onki hava við sjálvan raksturin av Rúsdrekkasøluni at gera.

Vinnumálastýrið hevur upplýst, at umhugsað verður at broyta játtanarmannagongdina á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1998.

12.3.3 Ásetan av prísi á brennivíni og víni
Søluprísurin verður ásettur út frá kostprísinum, sum er keypsprísur + frakt + innflutningsavgjøld. Vinningurin verður síðani roknaður í % av kostprísinum og lagdur omaná. Síðani verður MVG lagt omaná og kr. 2,50 í panti fyri fløskuna.

Vinningsprosentið á brennivíni er 45% og á víni 40%. Sum dømi kann søluprísurin av einari fløsku av ávísum slagi av brennivíni og víni sundurliðast soleiðis:

Brennivín

Vín

(45%, 70cl.)

(9%, 75cl.)

Keypsprísur

15,20

7,90

Frakt

2,50

2,00

Innflutningsavgjald

103,95

18,00

Kostprísur

121,65

27,90

Vinningur

54,74

11,16

176,39

39,06

MVG 25%

44,10

9,77

220,49

48,83

Pant

2,50

2,50

222,99

51,33

Søluprísur

222,25

51,50

Í grannskoðanarfrágreiðingini fyri 1993 varð komið inn á, at prísásetingin er undir eftirliti landsstýrisins. Tann størsta útreiðslan hjá Rúsdrekkasøluni er lituravgjøld og tollur, men henda útreiðsla er samstundis inntøka hjá landskassanum. Víst varð á, at hóast prísáseting, vinningsprosent, lituravgjøld, tollur á teimum ymsu vørubólkunum og ásetta rakstraravlopið á fíggjarlógini eru tættir, ið hanga saman og ávirka hvør annan, hava hesi viðurskifti ongantíð fingið eina veruliga viðgerð, og mælt varð landsstýrinum til at taka hesar spurningar upp til viðgerðar út frá einum heildarsjónarmiði.

Landsstýrið góðkendi tann fyrsta príslistan hjá Rúsdrekkasøluni, men síðani hevur landsstýrið ikki beinleiðis havt nakað við prísirnar at gera, og hevur ikki góðkent prísformlarnar. Leiðarin á Rúsdrekkasøluni hevur eisini ført fram, at tað tykist, sum ongin í landsstýrinum hevur havt nakað samlað yvirlit yvir, hvussu fíggjarligu viðurskiftini á Rúsdrekkasøluni veruliga hanga saman, so sum prísásetan, vinningsprosent, yvirskot á fíggjarlóg, avgjøld og tollur, rakstrarútreiðslur, likviditetur, íløgur v.m.

12.3.4 Ásetan av prísi á øli
Fyri at Rúsdrekkasølan skal kunna kappast við prísirnar hjá føroysku bryggjaríunum, er neyðugt ikki at hava hægri prís enn tey, og vinningurin av øli er lutfalsliga væl minni enn vinningurin av víni og brennivíni.

Fyri at føroyskt øl skal kunna kappast við danskt øl, hevur Rúsdrekkasølan lagt minni vinning á føroyskt øl enn á danskt øl. Munurin er serliga stórur í mun til tað danska diskount ølið. Bæði Rúsdrekkasølan og føroysku bryggjaríini hava verið greið yvir, at tað er óheppið, at Rúsdrekkasølan í sínum príspolitikki hevur lagað seg eftir kappingarførinum hjá føroysku bryggjaríunum. Fyri at bøta um hetta hava føroysku bryggjaríuni í 1995 lækkað søluprísin til Rúsdrekkasøluna, soleiðis at vinningurin hjá Rúsdrekkasøluni av føroyskum øli kann nærkast vinninginum av donskum øli.

12.3.5 Aðrar viðmerkingar
Grannskoðanardeildin hevur fleiri ferðir heitt á leiðsluna um at dagføra skrivligu lýsingarnar av teimum mannagongdum, sum galda fyri tey ymsu økini, herundir ábyrgdar- og heimildarreglurnar. Í hesum sambandi er eisini víst á, at tað ikki er nóg greiður skilnaður ímillum gjaldingar og skráseting.

Reglur landstýrisins viðvíkjandi uttanlandsferðum hava ikki verið hildnar. Talan var um reglurnar um, at tænastustarvsfólk skulu hava farloyvi frá løgmanni, áðrenn farið verður uttanlands á tænastuferð. Grannskoðanardeildin hevur fleiri ferðir heitt á leiðsluna um at venda sær til landsstýrið fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Rúsdrekkasøla Landsins hevur upplýst, at tey fleiri ferðir, uttan úrslit, hava vent sær til landsstýrið til tess at fáa eina fasta skipan hesum viðvíkjandi.

Grannskoðanardeildin hevur víst á, at tað var sera torført at finna fram til skjølini, sum høvdu við vørukeyp at gera. Frá 1. januar 1997 er mannagongdin broytt. Vørukeypsskjølini verða nú talmerkt og goymd á nøktandi hátt, men nevnast skal tó, at grannskoðanardeildin í sambandi við eitt kassa- og vørueftirlit í august 1997 hevur gjørt vart við, at ongin fullfíggjað skráseting av sølu og peningi er gjørd á deildini í Tórshavn, síðani edv-skipanin varð broytt í sambandi við, at farið varð yvir til sjálvtøku í summar. Leiðslan hevur upplýst, at hesi viðurskifti væntandi komu í rættlag í november 1997.

13. Samferðslu- og Samskiftismál

13.1. Strandfaraskip Landsins (GL 1996/ 2 16 4)
13.1.1
Skriv viðvíkjandi játtanini í 1995
Í skrivi til Føroya Landsstýri, dagfest 18. januar 1995, vísti grannskoðanardeildin á, at seinastu mongu árini hevur Strandferðslan/landsstýrið nýtt tíggjutals milliónir uttan heimild. Mett varð, at ein av orsøkunum til hesi stóru frávik ímillum játtan og nýtslu var, at landsstýrið/Strandferðslan ikki nóg greitt hevði útgreinað, hvørjar fortreytir vóru aftanfyri tær játtanir, biðið varð um, og tá játtanin vísti seg ikki at halda, varð ikki frammanundan biðið um eykajáttan, har greitt varð frá, hví nýtslan varð størri enn mett. Víst varð á, at ikki fyrr enn í 1991 varð biðið um eykajáttan fyri eina akkumuleraða meirnýtslu uppá 33,1 mió.kr., sum var farin fram árini 1988-1990, og vísandi til uppskot um eykafíggjarlóg fyri 1994 ger tað sama seg galdandi fyri árini 1992, 1993 og 1994.

Í skrivinum varð landsstýrið biðið um at útgreina, hvørjar fyritreytir lógu aftanfyri játtanina í 1995 til Strandferðsluna uppá 46 mió.kr., og herundir hvussu Suðuroyarsiglingin varð løgd til rættis í 1995 í mun til 1994.

Síðani er fleiri ferðir mint á hetta skrivi, seinast í skrivi dagfest 31. juli 1997.

13.1.2 Skriv viðvíkjandi roknskapunum fyri 1993 og 1994
Í skrivi til landsstýrismannin í samferðslumálum, dagfest 26. apríl 1996, bóðu løgtingsgrannskoðararnir um hansara viðmerkingar til tær viðmerkingarnar, sum løgtingsgrannskoðararnir høvdu í uppskoti til samtyktar (løgtingsmáli nr. 4/9 1995), tá roknskapirnar hjá Strandferðsluni fyri árini 1993 og 1994 vórðu góðkendir av løgtinginum.

Síðani er fleiri ferðir mint á hetta skrivi, seinast í skrivi dagfest 31. juli 1997.

13.1.3 Skriv viðvíkjandi heimild til at selja ognir landsins
Í oktober 1996 setti Fíggjar- og Búskapardeildin seg í samband við grannskoðanardeildina við spurninginum um, hvørja støðu grannskoðanardeildin hevði til avgerð landsstýrisins at selja strandfaraskipið "Teistan" uttan heimild frá fíggjarnevnd ella løgtingi. Fíggjar- og Búskapardeildin mælti til, at grannskoðanardeildin eisini tók henda spurning upp til viðgerðar.

Grannskoðanardeildin gjørdi eitt notat til løgtingsgrannskoðararnar, og mælt varð til at senda landsstýrismanninum ein fyrispurning. Í notatinum verður mett, at heimild ikki er at selja út av ognum landsins (undantikið tí sølu, ið hoyrir nattúrliga saman við dagliga rakstrinum), uttan at heimild fyrst er fingin til vega frá løgtinginum, antin á fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, ið heimilar tílíkari inntøku/"dispositión".

Í skrivi til landsstýrismannin í samskiftismálum og til Fíggjar- og Búskapardeildina, dagfest 21. oktober 1996, vístu løgtingsgrannskoðararnir á, at á fíggjarlógini fyri 1996 varð peningur játtaður til Strandferðsluna, og í viðmerkingunum hevur landsstýrið kunnað løgtingið um fyritreytirnar fyri nettojáttanini uppá 39,904 mió.kr. Víst verður á, at tað ikki framgongur av viðmerkingunum, at landsstýrið hevur nakrar ætlanir um broytingar í hesum fyritreytum í fíggjarárinum 1996.

Vísandi til, at ein játtan frá løgtinginum skal nýtast samsvarandi fyritreytunum fyri játtanini, varð landsstýrismaðurin biðin um at greiða nærri frá:

  • framdu og ætlaðu broytingunum av fyritreytunum fyri játtanini í 1996, herundir um sølu og keyp av strandfaraskipum og hvussu stórt yvirskotið av Aberdeenleiðini fór at verða í 1996 í mun til ætlaða yvirskotið uppá 3,91 mió.kr.
  • hvørjar heimildir landsstýrismaðurin hevði fingið til at ráða yvir játtanini eftir broyttum fyritreytum, áðrenn rátt varð, og um landsstýrið hevði biðið um anlegsjáttan, til anlegsútreiðslur ella til anlegsinntøkur á hesum øki.

Síðani er fleiri ferðir mint á hetta skriv, seinast í skrivi dagfest 31. juli 1997.

Løgtingsgrannskoðararnir spurdu eisini Fíggjar- og Búskapardeildina, hvørja støðu deildin hevði til heimildarspurningin viðvíkjandi sølu av ognum landsins generelt, herundir skipum, í teimum førum:

  • tá tað ikki greitt gongur fram av eini játtan, at ætlanin er at selja eina ogn, og
  • tá sølan ikki natúrliga hongur saman við dagliga rakstrinum

Í skrivi dagfest 11. februar 1997 svaraði Fíggjar- og Búskapardeildin, at hvør landsstýrismaður hevur ábyrgd mótvegis løgtinginum, at umsitingin av økinum og játtanarnýtslan er í samsvari við galdandi reglur og fyritreytir, sum játtan er givin eftir.

Fíggjar- og Búskapardeildin metti seg ikki føran fyri at gera viðmerkingar til ítøkuligar spurningar um málsøkið hjá landsstýrismanninum í samskiftismálum, men vísti á, at spurningurin um sølu av landsins ognum generelt er umrøddur í notati frá Fíggjar- og Búskapardeildini frá 12. september 1996.

Í omanfyri nevnda notati verður m.a. víst á, at í tí stýrisskipan, sum er galdandi í Føroyum, liggur ræði á fíggjarviðurskiftum hjá tinginum, og at løgtingið hevur kassamyndugleikan sambært §§ 41, stk. 3, og 43, stk. 2, í stýrisskipanarlógini. Hetta merkir, at tað er løgtingið, sum er tann játtandi myndugleikin, og landsstýrið tí bara kann ráða yvir kassanum, um hetta er sambært heimild frá løgtinginum.

Víst verður eisini á, at í gomlu stýrisskipanini var ásett í § 19, 2. pkt., 2. lið, at fastogn landsins ikki mátti seljast ella latast av hondum uttan sambært løgtingslóg, og at í álitinum til stýrisskipanarlógina stendur, at "nevndin heldur hesa reglu verða óneyðuga og heldur hetta kann verða hóskandi at lata landsstýrinum sjálvum upp í hendi alt eftir, hvussu umstøðurnar eru. Nógv størri avgerðir kann landsstýrið taka uttan løgtingsins loyvi, t.d. kunnu skip ella líknandi ognir seljast uttan loyvi. Við avtøku av § 19, 2. pkt., 2. liði, gerst ikki vandi fyri, at landsstýrið fer at selja út av fastognum landsins fyri at fáa pening til rakstur landsins uttanum játtanina á fíggjarlógini. Sambært § 43, stk. 2, er ikki loyvt at nýta pening, uttan at játtan er á fíggjarlógini, og søla av fastogn økir ikki um játtanina á nakran hátt. Í landskassaroknskapinum verður søla bókað sum ein søla á status".

Sambært notatinum metir Fíggjar- og Búskapardeildin, at nevndin helst hevur misskilt okkurt, tí ein søla verður bókað sum søluinntøka á rakstrinum, og ikki á status. Samstundis gloymir nevndin nevndu meginreglu um, at løgtingið er kassamyndugleikin. At henda grein er avtikin, broytir onki uppá tað prinsipp, at tað er løgtingið, sum hevur ræði á landskassanum, og landsstýrið skal tí hava eina heimild, um tað selur aktiv hjá landskassanum. Um landsstýrið avger at selja eitt aktiv hjá landskassanum, má hetta verða sambært heimild frá løgtinginum. Henda heimild verður vanliga givin sum ein játtan. Í notatinum kemur Fíggjar- og Búskapardeildin til ta niðurstøðu, at ræði yvir landskassanum liggur hjá løgtinginum. Søla av aktivum krevur sum útgangsstøði heimild í eini játtan. Undantikið hesum er tó søla, sum nátúrliga hongur saman við dagliga rakstrinum, t.d. tá brúktur bilur verður skiftur um við nýggjan.

13.2 Bileftirlit Føroya (GL 1997/2 16 9-1)
Høvuðstøl seinastu 3 árini (1.000 kr.):

  Smb. Fíggjarlóg 1997 Roknskapur 1996 Roknskapur1995
Inntøkur 6.191 7.556 5.664
Lønarútreiðslur - 3.500 - 3.269 - 2.632
Aðrar útreiðslur - 2.725 - 4.637 - 3.042
Úrslit   - 350 - 10
Játtan -34   0

Í 1995 stóð Bileftirlitið við 0 á fíggjarlógini. Í 1996 varð Bileftirlitið hvørki tikið við á fíggjarlóg ella á eykafíggjarlóg. Á fíggjarlógini fyri 1997 verður roknað við eini nettoútreiðslujáttan uppá 34 tkr.

Bileftirlitið stendur á fíggjarlógini við játtanarslagnum "rakstrarjáttan", sum í 1997 er ein nettojáttan. Grannskoðanardeildin hevur víst á, at rættast hevði kanska verið at játta inntøkur og útreiðslur hjá Bileftirlitinum hvør sær. Í skrivi til landsstýrið dagfest 13. desember 1996 vísti grannskoðanardeildin m.a. á, at nógva umrøðan í Danmark av "gebyrsagen", og ivin um útrokningargrundarlagið fyri ásetan av gjøldum í kunngerð førdi við sær, at m.a. danska ferðslulógin varð broytt soleiðis, at gjøldini vórðu ásett í sjálvari lógini, og mælt varð til, at landsstýrið viðger og tekur støðu til eina varandi loysn av umrøddu ógreiðu játtanar- og roknskaparviðurskiftum umframt av heimildarspurningunum viðvíkjandi ásetan av gjøldum.

Av praktiskum orsøkum eru nakrar inntøkur á stovninum í fyrsta umfari goldnar inn á peningastovnskonti, sum ikki vóru skrásettar á gjaldstovuni, og við millumbilum var peningurin síðani fluttur til gjaldstovuna og inntøkuførdur í bókhaldinum. Seinnu árini hevur siðvenjan verið, at eftir árslok er ein peningaupphædd flutt gjaldstovuni, sum ger, at roknskaparliga úrslitið svarar til játtanina á fíggjarlógini. Restin av inntøkunum hava staðið eftir á peningastovnskonti. Henda mannagongd er broytt, og ultimo 1996 vórðu allar peningaupphæddir inntøkuførdar, og er hetta høvuðsorsøkin til stóra vøksturin í inntøkunum frá 1995 til 1996. Ein onnur orsøk til vøksturin í inntøkunum er, at Bileftirlitið í 1996 yvirtók umsitingina av nummarplátum og koyrikortum og tey gjøld, sum hetta hevði við sær.

Lønarútreiðslurnar í 1996 er munandi øktar í mun til 1995. Orsøkin til hetta er, at í sambandi við yvirtøku av umsitingini av nummarplátum og koyrikortum fylgdu 2 starvsfólk við frá fútanum, og harumframt eru 2 onnur fólk sett. Aðrar útreiðslur eru vaksnar við uml. 1,6 mió.kr. Ein stórur postur í 1996 er edv-serkøn hjálp uppá uml. 1,4 mió.kr.

14. Játtanarviðurskifti fíggjarárið 1992

14.1 Generelt um játtanirnar
Fíggjarlógaruppskotið fyri 1992 varð lagt fram av landsstýrinum tann 30. august 1991.

Í apríl 1992 var greitt, at við verandi gongd fóru inntøkur landskassans at verða minni enn mettu inntøkurnar á fíggjarlógini fyri 1992, og í mei 1992 varð ein endurskoðað fíggjarætlan gjørd, har inntøkurnar vórðu mettar av nýggjum og útreiðslurnar lagaðar eftir teimum. Fíggjarætlanin varð løgd fyri løgtingið til kunningar, og sett upp í fíggjarlógarformi, vísandi til tey tiltøk, sparingar og inntøkuhækkingar, sum landsstýrið legði fyri tingið.

Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið fyri 1992, sum varð lagt fram tann 17. desember 1992, vísir landsstýrið á, at flestu stovnar halda játtanirnar, tó ikki allir, og at tiltøk verða at seta í verk mótvegis teimum, sum ikki gera tað, og møguliga skal meirnýtsla í 1992 mótroknast í játtanini fyri 1993. Serliga neyvt eftirlit skal vera við teimum stovnum, sum hava havt meirnýtslu. Ført verður eisini fram, at í summum førum, t.v.s. fyri sjálvognarstovnar, verður meirnýtslan fyrst goldin út av landskassanum og seinni kravd aftur.

Í álitinum dagfest 22. desember 1992 ger fíggjarnevndin vart við, at tað eru nakrar upphæddir í uppskotinum, sum framvegis eru størri enn tað, sum er játtað. Fíggjarnevndin metir, at í slíkum førum er rættari, at landsstýrið, ístaðin fyri eina upphædd, setir upp bæði tað, sum løgtingið ella Fíggjarnevndin hevur játtað eyka, og tað sum kemur aftrat, ójáttað.

14.2 Inntøkur
Á fíggjarlógini vórðu samlaðu inntøkurnar mettar til 2,8 mia.kr. Tá fíggjarlógin varð endurskoðað í mei 1992, varð metingin lækkað til 2,7 mia.kr., og á eykafíggjarlógini lækkað til 2,5 mia.kr. Sambært landsroknskapinum fyri 1992 eru samlaðu inntøkurnar 18 mió.kr. lægri enn mett á eykafíggjarlógini.

14.2.1 § 1 Inntøkuskattur

1992

(mió.kr.)

F-lóg

Ey.F-lóg

Roknskapur

§ 1 Inntøkuskattir

1201

Vanligur Landsskattur

1.055

834

843

1702

Rentuskattur

35

55

44

Endurgj.t.kommunur

-30

-30

1215

Felagsskattur

29

38

DIS-endurgjald

5

Tryggingarsambandið

7

7

Umsitingargjald NIS-DIS

0

7

1184

FAS-endurgjald

-4

Skattur fyri 01.04.84

-1

Vinningsbýti

7

Avgj. av kapitaleftirlønar.gj.

6

Samanlagt

1.090

900

917

Vanligur landsskattur
Á fíggjarlógini varð inntøkan av vanligum landsskatti mett til 1,055 mia.kr. Á eykafíggjarlógini varð metingin lækkað til 834 mió.kr. Sambært landsroknskapinum eru inntøkurnar umleið 9 mió.kr. hægri, enn mett á eykafíggjarlógini.

Tryggingarsambandið
Á fíggjarlógini varð avgjald frá Tryggingarsambandinum ikki tikið við.

Á eykafíggjarlógini varð avgjaldið sett til 7. mió.kr., svarandi til upphæddina í landsroknskapinum. Talan er um acontogjald fyri gomul ár, og upphæddin varð sett á eykafíggjarlógina, eftir at hon varð inngoldin.

DIS-/FAS-endurgjald
Á eykafíggjarlógini bar ein inntøkujáttan uppá 5 mió.kr. heitið "Dis-endurgjald", men sambært landsroknskapinum ber eingin játtan hetta heiti.

Í landsroknskapinum ber ein játtan heitið "Fas-endurgjald til reiðaríir", og hon vísir eina útreiðslu uppá 4,4 mió.kr. mótvegis eini mettari inntøku uppá 5 mió.kr., og tí verður talan um eina meirnýtslu uppá 9,4 mió.kr.

Eftir øllum at døma er talan um eitt mistak í landsroknskapinum, við tað at inntøkujáttanin "Dis-endurgjald" er sett sum játtan útfyri "Fas-endurgjald". Men játtan til "Fas-endurgjald" var als ikki á fíggjarlógini.

Umsitingargjald NIS-DIS
Tá fíggjarlógin varð endurskoðað í mei 1992, vórðu 3 mió.kr. mettar sum inntøka við heitinum "Umsitingargjald NIS-DIS". Á eykafíggjarlógini varð henda inntøka sett til 0.

Sambært landsroknskapinum er talan um eina inntøku uppá 7 mió.kr. Toll- og Skattstova Føroya hevur upplýst, at helst er talan um eitt endurgjald fyri mista skattainntøku vegna teir persónar, skattskyldugir í Føroyum, sum komu undir DIS.

Skattir/gjøld uttan játtan
Hvørki avgjald av vinningsbýti ella avgjald av kapitaleftirlønum var við á fíggjarlógini, og "skattur fyri 01.04.84" var heldur ikki við.

14.2.2 § 2 Toll-, nýtslu- og framleiðslugjøld

1992

(mió.kr.)

F-lóg

Ey.F-lóg

Roknskapur

§2 Toll-, nýtslu- og framleiðslugjøld

2017

Tollgjøld

645

566

575

2041

Brennioljugjald

82

89

68

2708

Framleiðslugjøld

30

30

27

Virðis- og vektargjald

30

30

Umskrásetingargjald

3

3

33

2801

Vegskattur

30

32

30

2853

Ferðaavgjald

11

11

11

Samanlagt

831

761

744

Tollgjøld
Á fíggjarlógini vóru tollgjøld tann størsti inntøkuposturin á § 2, við einari mettari inntøku uppá 645 mió.kr. Metingin varð lækkað til 604,5 mió.kr., tá fíggjarlógin varð endurskoðað í 1992, og á eykafíggjarlógini varð metingin lækkað til 565,5 mió.kr. Sambært landsroknskapinum er inntøkan 575 mió.kr., t.v.s. 9,5 mió.kr. hægri enn metingin á eykafíggjarlógini.

Brennioljugjald
Á fíggjarlógini varð inntøkan frá brennioljugjaldi mett til 82 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð metingin hækkað til 89 mió.kr., men sambært landsroknskapinum er inntøkan 68 mió.kr, t.v.s. 20 mió.kr. lægri. Ein partur av minniinntøkuni kann standast av, at eitt oljufelag fór á húsagang í mei 1993, og tá misti landskassin uml. 4 mió.kr. vegna brennioljugjald í 1992. Harumframt er oljuavgjaldið tengt at prísinum á tann hátt, at um oljuprísurin fer upp, fer oljuavgjaldið niður.

14.2.3§ 3 Onnur gjøld

1992

(mió.kr.)

F-lóg

Ey.F-lóg

Roknskapur

§3 Onnur gjøld

3052

Gjøld f. spiritusskamtanarkort

0,22

0,22

0,15

3101

Loyvisgjøld

0,1

0,1

0,1

3204

Arvagjøld

2

3,2

3,7

3256

Lestagjald

0,1

0,1

0,15

3501

Bøtur

0,03

0,28

0,3

3135

Skeinkiloyvi

0,1

3603

Føroysk Altjóða Skipaskrá

0,1

3617

Tjóðskaparbræv

0,01

Samanlagt

2,45

3,9

4,61

Onnur gjøld
Í
landsroknskapinum eru smærri inntøkur frá skeinkiloyvum, navnaprógvum og tjóðskaparbrøvum, men ongin játtan var á fíggjarlóg/eykafíggjarlóg.

14.2.4 § 4 Inntøkur frá spæli
Sambært landsroknskapinum er ein inntøka frá happadrátti uppá 392 tkr., men játtanin á fíggjarlóg/eykafíggjarlóg er av misgáum sett til 0 kr.

14.2.5 § 6 Landsfyritøkur
Á fíggjarlógini, undir § 6 "landsfyritøkur", vórðu játtaðar 6 mió.kr. sum inntøka hjá Apotekinum, 18 mió.kr. sum inntøka hjá Telefonverkinum og 4,8 mió.kr. sum útreiðsla hjá Postverkinum. Undir gjaldførisroknskapinum eru hesar upphæddir førdar burtur við tilsvarandi tølum, so tær ikki ávirka gjaldførið. Á eykafíggjarlógini var ongin játtan viðvíkjandi omanfyrinevndu landsfyritøkum, og § 6 er heldur ikki skrásett í landsroknskapinum.

14.2.6 § 9 Ymsar inntøkur
Á fíggjarlógini/eykafíggjarlógini var ein inntøkujáttan uppá 1 mió.kr. frá berghols- og brúgvagerð. Sambært landsroknskapinum er inntøkan 0 kr.

14.3 Útreiðslur

14.3.1 § 10 Løgtingið
Løgtingsmenn
Á fíggjarlógini vórðu játtaðar 9,476 mió.kr. til løgtingsmenn. Játtanin varð lækkað til 9,406 mió.kr., tá fíggjarlógin varð endurskoðað. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 463 tkr. Í viðmerkingunum varð víst á øktar útreiðslur til samsýning og ferða- og dagpening. Samlaða játtanin varð sostatt 9,863 mió.kr.

Sambært landsroknskapinum er nýtslan 10,145 mió.kr., t.v.s. ein meirnýtsla uppá 276 tkr.

Løgtingsbygningurin
Á fíggjarlógini vórðu 665 tkr. játtaðar til løgtingsbygningin. Játtanin varð lækkað til 605 tkr., tá fíggjarlógin varð endurskoðað. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 250 tkr., soleiðis at samlaða játtanin varð 855 tkr.

Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið varð víst á, at meirnýtslan uppá 250 tkr. stavaði frá útreiðslum til leigu av maskinum. Løgtingsskrivstovan vísti til eina fíggjarnevndarsamtykt frá 27. juli 1989, har fíggjarnevndin einmælt hevði samtykt í prinsippinum at seta í verk edv-viðgerð til nýtslu í tingarbeiðinum hjá flokkunum, til ein mettan kostnað uppá 750 tkr.

Sambært landsroknskapinum eru 1,07 mió.kr. brúktar, t.v.s. ein meirnýtsla uppá 215 tkr.

14.3.2 § 11 Landsfyrisiting
Almannastovan
Á fíggjarlógini var játtanin til Almannastovuna 15,395 mió.kr. Játtanin varð lækkað til 15,195 mió.kr., tá fíggjarlógin varð endurskoðað. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 274 tkr., soleiðis at samlaða játtanin varð 15,469 mió.kr.

Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið varð víst á, at neyðugt varð at fyribilsseta eitt starvsfólk, og eisini varð neyðugt at umskipa arbeiðið á edv-økinum og at fáa hjálp á konsulentbasis frá einum edv-virki.

Sambært landsroknskapinum er nýtslan 15,715 mió.kr., t.v.s. ein meirnýtsla uppá 246 tkr.

Líkningarráð Føroya
Sambært viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið høvdu landsstýrið og fíggjarnevndin samtykt eina eykajáttan til meirvirðisgjaldsskipanina uppá 5,2 mió.kr. Hesin peningur skuldi býtast ímillum tey rakstrarstøð, sum skuldu umsita skipanina. Av teimum 5,2 mió.kr. vórðu 500 tkr. játtaðar sum ein eykajáttan til Líkningarráðið. Restin av upphæddini, 4,7 mió.kr., fekst til vega frá øðrum konti, m.a. 1,5 mió.kr. frá "Fyrireiking av nýggjari avgjaldsskipan" og 2 mió.kr. frá "Rentuinntøkum".

Menningarhjálp
Á fíggjarlógini vórðu 3 mió.kr. játtaðar til menningarhjálp, men játtanin varð lækkað til 1 mió.kr. á eykafíggjarlógini. Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið varð upplýst, at játtanin skuldi rindast í ein serligan grunn uttanfyri landkassan, sum landsstýrið umsitur, og játtanir úr grunninum skulu góðkennast av fíggjarnevndini.

Umbygging, Tinganes
Á fíggjarlógini vórðu 1,5 mió.kr. játtaðar til umbygging, Tinganes, men sambært eykafíggjarlógini varð játtanin á rakstrarstaðnum lækkað til 1 mió.kr., tá fíggjarlógin varð endurskoðað. Landsroknskapurin vísir, at 1,970 mió.kr. eru brúktar, og talan er tí um eina meirnýtslu uppá 970 tkr.

14.3.3 § 12 Heilsumál

Landssjúkrahúsið
Játtanin á fíggjarlógini til Landssjúkrahúsið var 211,5 mió.kr. Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið stóð, at talan var um eina hækking uppá 4 mió.kr. í mun til 1991, og meginparturin var til neyðuga endurnýggjan av tólum. Sambært eykafíggjarlógini varð játtanin, tá fíggjarlógin varð endurskoðað, lækkað til 209,9 mió.kr. Neyðugt varð at játta 13,413 mió.kr. á eykafíggjarlógina fyri 1992, soleiðis at samlaða játtanin varð 223,3 mió.kr.

Landssjúkrahúsið, umvæling
6 mió.kr. vórðu játtaðar til landssjúkrahúsið, umvæling. Sambært landsroknskapinum eru 7,543 mió.kr. brúktar. Talan er um ein meirnýtslu uppá 1,543 mió.kr.

Klaksvíkar sjúkrahús
Játtanin á fíggjarlógini til Klaksvíkar sjúkrahús var 39,7 mió.kr. Sambært eykafíggjarlógina varð játtanin, tá fíggjarlógin varð endurskoðað, lækkað til 39,42 mió.kr. Sambært viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið varð tørvur á eini meirjáttan uppá 989 tkr., soleiðis at samlaða játtanin til Klaksvíkar sjúkrahús var 40,4 mió.kr. Upplýst varð, at landsstýrið, í samband við góðkenning av roknskapinum fyri 1991, hevði samtykt at boða sjúkrahúsinum frá, at ein meirnýtsla ikki átti at endurtaka seg í 1992.

Sambært landsroknskapinum er talan um eina meirnýtslu uppá 740 tkr. í 1992.

Suðuroyar sjúkrahús
Játtanin á fíggjarlógini til Suðuroyar sjúkrahús var 24,5 mió.kr. Sambært eykafíggjarlógini varð játtanin, tá fíggjarlógin fyri 1992 varð endurskoðað, lækkað til 24,348 mió.kr., og mett varð neyðugt at hækkað játtanina við 1,139 mió.kr. á eykafíggjarlógini til 25,487 mió.kr. Víst varð á, at meirjáttanin var til eitt røntgentól, ið varð keypt í 1989, men ongantíð útreiðsluført.

14.3.4 § 13 Samferðsla

Strandfaraskip Landsins og tyrlutænastan
Á fíggjarlógini vórðu 37 mió.kr. játtaðar til Strandfaraskip Landsins, og 5 mió.kr. til tyrlutænastuna. Á eykafíggjarlógini varð játtanin til Strandfaraskip Landsins hækkað til 46 mió.kr. Í viðmerkingum landsstýrisins til eykafíggjarlógaruppskotið stóð, at "í nógv ár hevur ógvuliga lítið samsvar verið millum játtan og nýtslu hjá strandferðsluni. Soleiðis hevur eisini verið í ár. Hóast nýtslan er góðar 4 mió.kr. minni enn í 1991 og 12 mió.kr. minni enn í 1990, er meirnýtslan alt ov stór". Landsstýrið vísti á, at ávís tiltøk vóru sett í verk. Stovnsbygnaðurin var broyttur, sambært viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið fyri 1993, nýggjur stjóri og nýggjur fíggjarleiðari vóru settir, og farið var undir at umleggja bókhaldið við betri fíggjarstýring fyri eyga.

Sambært landsroknskapinum fyri 1992, er samlaða nýtslan hjá Strandfaraskipum Landsins og tyrlutænastuni 60,8 mió.kr., sum er uml. 9,8 mió.kr. meira enn játtað.

Í uppskoti til samtyktar (løgtingsmáli nr. 47/11 1993) viðvíkjandi góðkenning av roknskapinum hjá Strandfaraskipum Landsins fyri fíggjarárið 1992, átalaðu løgtingsgrannskoðararnir, at Strandferðslan aftur í 1992 hevði brúkt nógv meira enn játtað var á fíggjarlóg/eykafíggjarlóg, og at landsstýrið enn einaferð hevði sett eina órealistiska upphædd á fíggjarlógina.

Játtanir til vegir, havnir o.t.
Á eykafíggjarlógini vórðu játtaðar 18,5 mió.kr. til rakstur av veganeti. Sambært landsroknskapinum fyri 1992 eru 25,4 mió.kr. nýttar, og sostatt er talan um eina meirnýtslu uppá kr. 6,9 mió.kr. Hinvegin er talan um minninýtslu uppá 4,9 mió.kr. viðvíkjandi nýgerð av vegum, og uppá uml. 2 mió.kr. viðvíkjandi fyritøkum og útgerð. Samanlagt er so at siga samsvar ímillum nýtslu og játtanir til vegir, havnir o.t., undir landsverkfrøðinginum.

P/F Atlantic Airways
Á eykafíggjarlógini vórðu 75 mió.kr. játtaðar til at keypa partabrøv í P/F Atlantic Airways. Í viðmerkingum landsstýrisins til eykafíggjarlógaruppskotið varð víst til viðmerkingarnar til Ll. nr. 160 frá 1. desember 1992 um at tekna nýggjan partapening í P/F Atlantic Airways. Her varð upplýst, "at avleiðingarnar fyri fíggjarlógina 1992 verða, at hallið veksur við 75 mió.kr. við hesi lóg". Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið hevði P/F Atlantic Airways í roknskaparárunum 1989-91 havt stór hall aftan á avskrivingar, og eginogn felagsins var vorðin negativ við 28 mió.kr. (Landskassin veðhelt fyri einum uttanlandsláni til P/F Atlantic Airways uppá 70 mió.kr.) Lánveitararnir kravdu tí, at lánið sum landskassin veðhelt fyri, varð niðurgoldið við í minsta lagi 40 mió.kr. beinanvegin. Við støði í roknskapartølunum og útlitunum fyri felagið metti landsstýrið, at restin av veðhaldinum uppá 30 mió.kr. fór at falla til gjaldingar um heilt stutta tíð, um ikki nakað munagott varð gjørt.

Sambært frágreiðingini í landsroknskapin eru útreiðslur landskassans 85,65 mió.kr. í mun til játtanina uppá 75 mió.kr., t.v.s ein meirnýtsla uppá 10,65 mió.kr. Meirnýtslan stendst av, at gamli partapeningurin í P/F Atlantic Airways varð niðurskrivaður, og í hesum sambandi misti landskassin 10,7 mió.kr. Harumframt vóru útreiðslur í sambandi við afturgjalding av veðhaldi uppá 200 tkr.

14.3.5 § 14 Útbúgving og gransking

HF-skeiðið í Suðuroy
Á fíggjarlógini vórðu játtaðar 5,2 mió.kr. til HF-skeiðið í Suðuroy. Játtanin varð lækkað til 5,178 mió.kr., tá fíggjarlógin varð endurskoðað, men varð á eykafíggjarlógini hækkað við 208 tkr. til 5,386 mió.kr.

Sambært landsroknskapin er nýtslan 6,375 mió.kr., og sostatt er talan um eina meirnýtslu uppá 989 tkr.

Eysturoyar studentaskúli og HF-skeið
Á fíggjarlógini vórðu játtaðar 11,3 mió.kr. til Eysturoyar studentaskúla og HF-skeið. Játtanin varð lækkað til 11,205 mió.kr., tá fíggjarlógin varð endurskoðað, men varð á eykafíggjarlógini hækkað til 11,362 mió.kr. Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið varð víst á, at meirnýtslan stóðst av einum gomlum leigumáli, sum landsstýrið ikki var vitandi um fyrr enn á heysti 1992.

Sambært landsroknskapinum hevur skúlin eina meirnýtslu uppá 148 tkr.

Tekniski skúli í Tórshavn
Á fíggjarlógini vórðu játtaðar 9,8 mió.kr. til Tekniska skúla í Tórshavn og 2,2 mió.kr. til skúlaheimið, tilsamans 12 mió.kr. Tá fíggjarlógin varð endurskoðað, vórðu hesar játtanir lagdar saman og lækkaðar til 11,493 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 3,4 mió.kr. til 14,893 mió.kr. Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið stendur, at skúlin er ein sjálvsognarstovnur, og at undirskotið av rakstrinum hjá hesum stovni í fyrsta umfari verður lagt út av landsstýrinum, so at alt virksemi ikki steðgar upp. Sambært landsroknskapinum er talan um eina meirnýtslu uppá 156 tkr.

Tekniski skúli í Klaksvík
Á fíggjarlógini vórðu játtaðar 3,8 mió.kr. til Tekniska skúla í Klaksvík. Játtanin varð lækkað til 3,764 mió.kr., tá fíggjarlógin varð endurskoðað. Sambært viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið er skúlin ein sjálvsognarstovnur, og undirskotið av rakstrinum hjá hesum stovni verður í fyrsta umfari lagt út av landsstýrinum, so at alt virksemi ikki steðgar upp. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 1,1 mió.kr. til 4,864 mió.kr. Men harumframt vóru játtaðar 1,022 mió.kr. til skúlaheimið og 180 tkr. til maskinútbúgving, so samlaða játtanin til Tekniska skúla í Klaksvík var 6,066 mió.kr.

Sambært landsroknskapinum er nýtslan 6,237 mió.kr., t.v.s. ein meirnýtslu uppá 171 tkr. Men sambært skúlans roknskapi er nýtslan gjørd upp til 6,182 mió.kr., svarandi til landskassans part av teim studningsgevandi nettoútreiðslunum, og er hetta 55 tkr. lægri enn uppgjørda nýtslan sambært landsroknskapinum.

Føroya Sjómansskúli
Á fíggjarlógini vórðu 5,6 mió.kr. játtaðar Føroya Sjómansskúla. Játtanin varð lækkað til 5,498 mió.kr., tá fíggjarlógin varð endurskoðað. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 750 tkr. til 6,248 mió.kr. Sambært viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið vórðu 2 skipsføraraflokkar tiknir upp á sumri 1992. Skúlin metti, at játtanin fór at halda, men ein uppgerð pr. 1. november vísti, at vanliga játtanin fór at verða yvirtrekt við umleið 500 tkr. Hartil vórðu samskiftistól keypt fyri 250 tkr. uttan tilmæli frá landsskúlafyrisitingini.

Sambært landsroknskapinum er meirnýtslan 208 tkr.

14.3.6 § 16 Fiskivinna, sigling o.t.

Játtan til fiskivinnuna
Vísandi til fylgiskjølini til fíggjarlógaruppskotið fyri 1992 gjørdi umsitingin eitt útgreinað uppskot til játtan fyri rakstrarstøðini 16441 "Studningar", 16436 "Minstaløn v.m.", 16455 "Fiskiroyndir u.f. før. land." og 16469 "Varðv. av fjølbr. flota." uppá samanlagt 253,5 mió.kr.

Tá ið landsstýrið í august 1991 legði fíggjarlógaruppskotið fyri tingið, varð samlaða upphæddin hækkað til 273 mió.kr. til nevndu rakstrarstøð, og harumframt varð býtið broytt.

Vísandi til álitið frá fíggjarnevndini vórðu allar 273 mió.kr lagdar saman á 1 rakstrarstað, og viðmerkt varð, at "býtið verður játtað av landsstýrinum saman við fiskivinnunevnd løgtingsins". Á fíggjarlógini er heitið á hesum samanlagda rakstrarstaði nr. 16436: "Felagskonto, sí álit (viðm.)".

Í sambandi við endurskoðaðu fíggjarætlanina í mei 1992 varð játtanin minkað við 22 mió.kr. niður í 251 mió.kr. Játtanin varð minkað við hesi upphædd á eykafíggjarlógini. Á eykafíggjarlógini hevði rakstrarstaðið ikki longur nakað nummar, og heitið var broytt til "Studningur til fiskivinnuna".

Sambært landsroknskapinum ber játtanin heitið 16436: "Lógarb. útr. (dagstudn. minstaløn o.a.)". Nýtslan uppá 251 mió.kr. svarar til játtanina, og sambært landsroknskapin er sostatt hvørki talan um meir- ella minninýtslu.

Men nýtslan sambært landsroknskapinum samsvarar ikki við roknskapartølini í fyribilsroknskapinum hjá Lønjavningargrunninum fyri 1992, sum vísa eina meirnýtslu uppá uml. 9 mió.kr.

Við skrivi dagfest 10. januar 1995 bað grannskoðanardeildin landsstýrið um at útvega eitt yvirlit, ið vísti, hvussu landsstýrið saman við Fiskivinnunevnd Løgtingsins hevði býtt samlaðu játtanina fyri 1992.

Við skrivi dagfest 7. september 1995 fekk grannskoðanardeildin avrit av einum tilmæli dagfest 30. juni 1992 um býtið av játtanini, men Fiskivinnuumsitingin boðaði frá, at journalin ikki hevði funnið orginalbrævið til Fiskivinnunevndina ella svarið frá nevndini um býtið, men at leitað varð eftir tí.

Í revisiónsprotokollini til roknskapin hjá Lønjavningargrunninum fyri 1992 verður víst á, at landsstýrið í november 1992 hevur avgjørt, hvussu 250 mió.kr. av studninginum fyri 1992 skulu nýtast, og í revisiónsprotokollini verður gjørd ein sundurgreining av játtan í mun til nýtslu:

(mió.kr.) Játtað Nýtsla Munur
Prísískoyti 135,5 132,4 +3,1
Minstaløn v.m. 70,0 98,1 -28,1
Influtningsstuðul/vørumenning 23,0 20,5 +2,5
Varðv. av fjølbroyttum fiskiflota 11,0 1,2 +9,8
Royndir í fremmandum høvum 4,0 1,1 +2,9
Endurgjald til alivinnuna 1,5 0,2 +1,3
At taka til 5,0 3,9 +1,1
Ikki greinað 1,0 0 +1,0
Rentuútreiðslur 0 3,4 -3,4
Avlop frá uppboðsøluni 0 -0,8 +0,8
  251,0 260,0 -9,0
Umsitingarkostnaður 4,6 4,3 +0,3
  255,6 264,3 -8,7

Grannskoðarin hjá Lønjavningargrunninum ger vart við, at teir ikki hava sæð nakrar reglur fyri, hvussu ikki-lógarbundnar útreiðslur eiga at nýtast.

Víst verður eisini á, at fram til 1992 hevur mannagongdin verið tann, at peningur, sum er játtaður á fíggjarlógini, er fluttur til Lønjavningargrunnin og skrásettur í bókhaldi grunnsins. Um landsstýrið hevur avgjørt, at peningur skal nýtast til eitthvørt endamál, er skriv sent Lønjavningargrunninum hesum viðvíkjandi. Lønjavningargrunnurin hevur síðani ávíst upphæddina og skrásett hana.

Men í 1992 er henda mannagongd partvís broytt, soleiðis at útreiðslur uppá 4,052 mió.kr., sum landsstýrið hevur avgjørt at nýta, eru beinleiðis sendar til Føroya Gjaldstovu til útgjaldingar. Føroya Gjaldstova mótroknar hetta í studningum til Lønjavningargrunninum, og minni verður sostatt flutt til grunnin. Upphæddin er tó tikin við í ársroknskapinum. Peningurin er nýttur til fiskiroyndir uttan fyri føroysku landleiðini 1,144 mió.kr., til varðveiting av fjølbroyttum flota 1,2 mió.kr., til mistar íløgur til garnaveiðu 1,7 mió.kr. og til sakførara 8 tkr.

Endurgjald fyri upphøgging av gomlum fiskiskipum
Á fíggjarlógini/eykafíggarlógini varð ongin peningur játtaður á rakstrarstaði "endurgjald fyri upphøgging av gomlum fiskiskipum". Sambært landsroknskapinum eru nýttar 151 tkr. á rakstrarstaðnum.

14.3.7 § 18 Vinnulív og arbeiðsmarknaður annars

Studningur til kolagrevstur
Á fíggjarlógini vórðu 400 tkr. játtaðar sum studningur til kolagrevstur. Undir viðgerðini av eykafíggjarlógini setti fíggjarnevndin fram broytingaruppskot (dagfest 29. desember 1992) um, at 300 tkr. vórðu fluttar frá konto 18703: "Tiltøk fyri ung" til konto 18323: "Studningur til kolagrevstur". Hetta broytingaruppskot varð samtykt, og játtanin til kolagrevstur átti tískil at verið uppá 700 tkr., men sambært eykafíggjarlógini var samlaða játtanin til kolagrevstur 550 tkr., og játtanin til "tiltøk fyri ung" var lækkað við 150 tkr. Í landsroknskapinum fyri 1992 er játtanin til kolagrevstur uppá 400 tkr., men brúktar eru 511 tkr.

Játtanin til kolagrevstur í landsroknskapinum uppá 400 tkr. er sostatt ikki samsvarandi játtanini á eykafíggjarlógini uppá 550 tkr., sum ikki er samsvarandi samtykta broytingaruppskotinum um at hækka játtanina til 700 tkr.

Menningargrunnur Ídnaðarins
Á fíggjarlógini vórðu 12 mió.kr. játtaðar Menningargrunninum, og á fundi tann 10. februar 1992 samtykti fíggjarnevndin at veita Menningargrunninum eina eykajáttan uppá 62,5 mió.kr. Samlaða játtanin varð sostatt 74,5 mió.kr.

Hetta samsvarar ikki við eykafíggjarlógina, har samlaða játtanin "einans" er 57,988 mió.kr. Sambært landsroknskapinum fyri 1992 eru 74,5 mió.kr. brúktar, og sostatt er ein "meirnýtsla" uppá 16,5 mió.kr. á hesum rakstrarstaði í mun til játtanina á eykafíggjarlógini.

Sambært frágreiðingini í landsroknskapinum er Menningargrunnur Ídnaðarins fíggjaður við játtan á fíggjarlógini og lántøku við landskassaveðhaldi, og sambært roknskapinum fyri grunnin fyri 1992 gjørdist búskaparliga afturgongdin í landinum størri, enn roknað var við, og tí var neyðugt hjá grunninum at seta av samsvarandi økta tapsvandanum. Av hesi orsøk var eginognin hjá grunninum negativ við 49 mió.kr. við árslok 1992. Landsstýrið mátti tí endurstovna eginpeningin, soleiðis at lánini, sum landskassin veðhelt fyri, ikki gjørdust effektiv. Landskassin veitti grunninum 62,5 mió.kr. í "meirstudningi", umframt tær 12 mió.kr. sum stóðu á fíggjarlógini. Sambært frágreiðingini í landsroknskapinum fyri 1992 eru tær 62,5 mió.kr. veittar til at:

  • strika eitt landskassalán uppá 24,5 mió.kr. - eitt lán, sum var veitt av tøka peninginum.
  • strika eitt landskassalán uppá 16,5 mió.kr. - eitt lán, sum upprunaliga var veitt úr Oljugrunninum
  • kontant útgjald uppá 21,5 mió.kr.

Í uppskoti til samtyktar (løgtingsmál nr. 47/4 1993), dagfest 9. apríl 1994, viðvíkjandi góðkenning av roknskapinum hjá Menningargrunni Ídnaðarins fyri fíggjarárið 1992, viðmerktu løgtingsgrannskoðararnir, at í juni 1993 samtykti løgtingið uppskot til samtyktar um, at heita á landsstýrið um at taka spurningin um samanlegging av Føroya Ídnaðargrunni, Menningargrunni Ídnaðarins og møguliga Grunninum til Ídnaðarfremjandi Endamál og Gistingarhúsgrunninum til viðgerðar. Løgtingsgrannskoðararunum kunnugt var hesin spurningur ikki liðugt viðgjørdur.

Fíggingargrunnurin frá 1992
Á eykafíggjarlógini vórðu játtaðar 300 mió.kr. sum innskot í Fíggingargrunnin frá 1992. Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið stóð, at við Ll. nr. 152 frá 19. oktober 1992 um lántøku til landskassan var samtykt at seta 300 mió.kr. í ein grunn, at nýta til nýggjan eginpening í Sjóvinnubankanum.

14.3.8 § 19 Almannamál

Á fíggjarlógini varð útreiðslan til avlamispensjón mett til 92 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð upphæddin hækkað við 8,5 mió.kr., til 100,5 mió.kr. Sambært landsroknskapinum er talan um eina meirnýtslu uppá 525 tkr. Viðvíkjandi játtanini til fólkapensjón og ellisheim er talan um eina meirnýtslu uppá ávikavist 1,3 og 2,1 mió.kr. í mun til eykafíggjarlógina. Flest onnur rakstrarstøð hava eina minninýtslu.

14.3.9 § 21 Effektivar veðhaldsbindingar

Á fíggjarlógini vórðu avsettar 80 mió.kr. til effektivar veðhaldsbindingar. Upphæddin varð hækkað til 190 mió.kr., tá fíggjarlógin varð endurskoðað, og á eykafíggjarlógini varð upphæddin hækkað við 36 mió.kr. til 226 mió.kr.

Í skrivum til Føroya Landsstýri dagfest 17. mars 1992 og 29. september 1992 bað grannskoðanardeildin landsstýrið greiða frá, eftir hvørjum prinsippum bókað verður á § 21, og hvussu trot/gjaldkomnar veðhaldsskyldur verða bókaðar í roknskapinum. Somuleiðis varð landsstýrið biðið um at greiða frá, hvussu metingarnar av útreiðslum á § 21 verða gjørdar. Víst varð á, at í viðmerkingum landsstýrisins til fíggjarlógaruppskotið fyri 1991, viðv. útreiðslum landskassans til effektivar veðhaldsbindingar, varð skrivað: "Av tí at veðhald landskassans tilsamans minka munandi móti ársloki 1991, kann roknast við, at útreiðslur landskassans til effektivar veðhaldsbindingar minka burtur í lítið og onki í 1992".

Grannskoðanardeildin vísti eisini á, at í viðmerkingum landsstýrisins til upprunaliga fíggjarlógaruppskotið fyri 1992 varð onki skrivað um § 21. Grannskoðanardeildin metti, at viðvíkjandi § 21 var talan um ein sera týðandi og prinsippielt ógreiðan útreiðslupost, sum ongantíð var nærri lýstur m.a. viðv. periodisering og avmarking mótvegis lántøku. Landsstýrið svaraði ongantíð hesum fyrispurningum.

14.4 Gjaldførisætlan
Á fíggjarlógini varð bruttolánitørvurin mettur til 375 mió.kr. Bruttolánitørvurin varð mettur til 491 mió.kr., tá fíggjarlógin varð endurskoðað, og á eykafíggjarlógini varð metingin hækkað við 710 mió.kr., til 1,2 mia. kr. Hækkingin stóðst partvís av, at úrslitið av rakstri og íløgum, sum varð mett til 69 mió.kr. á fíggjarlógini, varð mett til 903 mió.kr. á eykafíggjarlógini. Sambært viðmerkingunum var talan um eina minniinntøku í mun til endurskoðaðu fíggjarlógina uppá 149,5 mió.kr. Meirútreiðslur stóðust m.a. av, at effektivar veðhaldsbindingar vórðu mettar 36 mió.kr. hægri en á endurskoðaðu fíggjarlógini. Harumframt vórðu 300 mió.kr. játtaðar á eykafíggjarlógini til Fíggingargrunnin frá 1992 og 75 mió.kr. til at keypa partabrøv í Atlantic Airways.

Játtanarviðurskifti fíggjarárið 1993

15.1 Generelt um játtanirnar
Fíggjarlógaruppskotið fyri 1993 varð lagt fram av landsstýrinum tann 31. august 1992.

Tann 7. november 1992 varð eitt nýtt fíggjarlógaruppskot lagt fram. Í viðmerkingunum vísti landsstýrið á, at fíggjarlógaruppskotið, sum varð lagt fram tann 31. august 1992, vísti eitt hall uppá 149 mió.kr. Tann 6. oktober 1992 hevði landsstýrið gjørt semju við donsku stjórnina í sambandi við endureisnina av P/F Sjóvinnubankanum. Í semjuni stóð m.a., at landsstýrið skuldi gera eitt realistiskt fíggjarlógaruppskot sum javnvigaði.

Eykafíggjarlógaruppskotið varð lagt fram av landsstýrinum tann 18. desember 1993. Í álitinum dagfest 15. februar 1994 vísti fíggjarnevndin á, at landsstýrið, umframt at tilskila um eykajáttan var fingin frá fíggjarnevndini, eisini í lógaruppskotinum átti at havt útgreinað, hvørjar útreiðslur vóru lógarbundnar, soleiðis at tað greitt gekk fram, um talan var um óheimilaða meirnýtslu. Fíggjarnevndin var av teirri fatan, at eykafíggjarlógin bert skuldi fevna um lógarbundnar meirútreiðslur og eykajáttanir frá fíggjarnevndini. Fíggjarnevndin vísti á, at í uppskotinum til eykafíggjarlóg vóru fleiri beinleiðis umsóknir frá landsstýrinum um eykajáttan. Fíggjarnevndin undirstrikaði, at landsstýrið átti at søkt fíggjarnevndina um eykajáttan, so skjótt tørvurin varð staðfestur, og ikki tá ið árið varð gjørt upp.

15.2 Inntøkur
Sambært viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið - fyrru framløgu, dagfest 31. august 1992 - var skattainntøkan minkandi. Nakað av hesi minking stavaði frá lægri lønarútgjaldingum, serliga vegna minni fiskiskap, men eisini frá rættiliga stórum frádráttum hjá persónum, sum høvdu havt tap vegna borgan. Hinvegin varð roknað við nakað hægri toll- og avgjaldsinntøkum til landskassan, mest vegna meirvirðisgjaldið. Víst varð eisini á, at ætlanin var at gera ymiskar broytingar í skattalóggávuni.

Í álitinum til fíggjarlógaruppskotið (seinnu framløgu, dagfest 21. desember 1992) vísti fíggjarnevndin á, at á fundi við landsstýrismannin í fíggjarmálum, landsbankastjóran o.a. varð upplýst, at inntøkumetingin á fíggjarlógaruppskotinum bygdi á eina lækking í virkseminum uppá 11 % í 1993 sammett við 1992. Varð minkingin í virkseminum t.d. 1 % hægri ella lægri, fór hetta at merkja ávikavist eina lækking ella hækking í inntøkunum uppá 15 mió.kr.

Ein minniluti í fíggjarnevndini vísti á, at ongar ábendingar vóru um, hvussu landsstýrið var komið fram til tey 11 %. Hvussu nógv virksemið fór at minka var fyrst og fremst treytað av, hvussu gekst fiskivinnuni, og á inntøkusíðuni hevði landsstýrið støðugt lyndi til at meta ov positivt um skatt og tollgjøld.

15.2.1 § 1 Inntøkuskattur

1993

(mió.kr.)

F-lóg

Ey.F-lóg

Roknskapur

§ 1 Inntøkuskattir
1201 Vanligur Landsskattur

769

710

754

1702 Rentuskattur

95

80

79

1215 Felagsskattur

19

19

25

Tryggingarsambandið

3

3

3

Umsitingargjald NIS-DIS

2

2

0

1108 Skattur fyri 01.04.84

-2

1184 FAS-endurgjald til reiðaríir

-8

1507 Vinningsbýti

4

1507 Avgj. av kapitaleftirlønar.gj.

3

Samanlagt

814

858

Vanligur landsskattur
Á fíggjarlógini var inntøkumetingin av vanligum landsskatti 769 mió.kr., men á eykafíggjarlógini varð metta inntøkan lækkað til 710 mió.kr. Sambært landsroknskapinum komu uml. 44 mió.kr. meira inn enn mett. Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið fyri 1994 førdi landsstýrið fram, at meirinntøkan í 1993 tyktist hanga saman við, at fólk høvdu clearað konti í peningastovnunum. Skattagrundarlagið gjørdist tá størri, meðan rentuinntøkan - hóast hækkaðan rentuskatt - gjørdist minni.

FAS-endurgjald
Hvørki á fíggjarlógini ella á eykafíggjarlógini varð peningur játtaður til FAS-endurgjald, men 7,873 mió.kr. eru skrásettar sum útreiðsla av FAS-endurgjaldi til reiðaríir í landsroknskapinum.

Útreiðslur til FAS-endurgjald áttu at verið bókaðar aðra staðni enn undir inntøkuskatti, og viðmerkjast kann eisini, at landsstýrið hvørki í 1992 ella í 1993 tók hesar útreiðslur við á fíggjarlógina.

Skattir/gjøld uttan játtan
Hvørki avgjald av vinningsbýti ella avgjald av kapitaleftirlønum var við á fíggjarlógini, og "skattur fyri 01.04.1984" var heldur ikki við.

Umsitingargjald NIS-DIS
Á fíggjarlógini vórðu 2 mió.kr. mettar sum inntøka, men sambært landsroknskapinum er inntøkan av "Umsitingargjald NIS-DIS" 0 kr.

15.2.2 § 2 Toll-, nýtslu- og framleiðslugjøld

1993

(mió.kr.)

F-lóg

Ey.F-lóg

Roknskapur

§2 Toll-, nýtslu- og framleiðslugjøld

2017

Tollgjøld

10

17

28

2041

Brennioljugjald

86

80

72

2708

Framleiðslugjøld

18

18

16

Virðis- og vektargjald

35

7

Umskrásetingargjald

3

3

8

2801

Vegskattur

33

33

30

2853

Ferðaavgjald

11

11

12

Meirvirðisgjald

563

478

454

Endurgjald f. goymslu

-28

-54

-54

Punktgjøld

157

160

164

Samanlagt

888

753

730

Tollgjøld og meirvirðisgjald
Løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald kom í gildi 1. januar 1993. Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið vísti landsstýrið á, at tað tí var torført at meta um inntøkuna av tollgjøldum og meirvirðisgjaldi. Sambært landsroknskapinum eru inntøkurnar av tollgjøldum uml. 11,5 mió.kr. hægri, enn mett á eykafíggjarlógini, meðan inntøkurnar av meirvirðisgjaldi eru uml. 24,5 mió.kr. lægri enn mett á eykafíggjarlógini.

Endurgjøld fyri goymslur
Útreiðslurnar til "tollendurgjald fyri vørur á goymslu pr. 31.12.1992" vóru undirmettar á fíggjarlógini. Útreiðslurnar vórðu umleið dupult so høgar sum mett, ella 54,3 mió.kr. Sambært viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið komst hetta av, at tað var ógjørligt at meta um virðið á goymslum hjá fyritøkunum pr. 31. desember 1992.

15.2.3 § 3 Onnur gjøld

1993

(mió.kr.)

F-lóg

Ey.F-lóg

Roknskapur

§3 Onnur gjøld

3052

Gjøld f. spiritusskamtanarkort

0

0

0,01

3101

Loyvisgjøld

0,1

0,1

0,1

3204

Arvagjøld

12,5

2,5

2

3256

lestagjald

0,1

0,1

0,1

3501

Bøtur

0,4

1,68

1,6

3135

Skeinkiloyvi

0,2

3617

Tjóðskaparbræv

0,01

3306

Navnaprógv

0,01

Samanlagt

13,1

4,38

4,03

Onnur gjøld
Sambært landsroknskapinum eru smærri inntøkur frá skeinkiloyvum, tjóðskaparbrøvum og navnaprógvum, men ongin játtan er á fíggjarlógini/eykafíggjarlógini.

15.2.4 § 4 Inntøkur frá spæli
Sambært landsroknskapinum er ein inntøka frá happadrátti uppá 392 tkr., men játtanin á fíggjarlógini/eykafíggjarlógini er av misgáum sett til 0 kr.

15.2.5 § 6 Landsfyritøkur
Sambært viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið (1. framløgu), vóru tær fyritøkur, sum áður vórðu tiknar við á § 6, men sum ikki rindaðu landskassanum síni avlop ella part av avlopinum, ikki longur við á § 6. Harafturímóti vóru tvær nýggjar fyritøkur - Rúsdrekkasøla Landsins og Landsbankin - settar á hesa grein, vísandi til, at hesir stovnar skuldu rinda landskassanum part av sínum avlopi.

Rúsdrekkasøla Landsins
Sambært eykafíggjarlógini varð avlopið frá Rúsdrekkasøla Landsins, sum skuldi rindast landskassanum, mett til 11,6 mió.kr. Landsroknskapurin vísir eitt avlop til landskassan uppá 15,4 mió.kr.

Landsbanki Føroya
Í § 19 í Ll. nr. 57 frá 2. oktober 1978 um Landsbanka Føroya, við seinni broytingum, er ásett, at yvirskot bankans fer í landskassan, um tað ikki verður lagt í tiltaksgrunn ella í serstakar grunnar. 20 % av yvirskotinum skal leggjast í tiltaksgrunn, og upp til helvtina av restini skal nýtast til avskrivingar av landskassans ábyrgdarskyldum.

Sambært eykafíggjarlógini varð mett, at Landsbanki Føroya kom at rinda eitt avlop uppá 1 mió.kr. í 1993, men sambært landsroknskapinum er einki goldið.

15.3 Útreiðslur
15.3.1 § 10 Løgtingið
Løgtingsmenn
Á fíggjarlógini var játtanin til løgtingsmenn 9,411 mió.kr. Játtanin varð sambært eykafíggjarlógini lækkað til 8,697 mió.kr. vegna lønarsparingar. Sambært landsroknskapinum eru brúktar 9,448 mió.kr., t.v.s. ein meirnýtsla uppá 751 tkr.

15.3.2 § 11 Landsfyrisiting
Almannastovan
Játtanin til Almannastovuna á fíggjarlógini var 14,543 mió.kr. Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið varð víst á, at Almannastovan fekk eina eykajáttan uppá 1,585 mió.kr., til EDV-ætlan (1 mió.kr.-rammujáttan) og til avloysara (585 tkr.), og at nýtslan væntandi fór at verða 16,128 mió.kr.

3. februar 1994 bað landsstýrið Almannastovuna um eina frágreiðing um, hvussu rammujáttanin var nýtt. Almannastovan svaraði við skrivi dagfest 22. februar 1994. Frágreiðingin samsvaraði punkt fyri punkt til umsóknina um eykajáttan dagfest 23. juni 1993. Í umsóknini vórðu nevnd yvir 30 punkt, sum skuldu gerast, 11 av punktunum vóru sett í verk.

Menning av fíggjarstýringarskipan
Á fíggjarlógini vórðu settar 1 mió.kr. av til menning av fíggjarstýringarskipan. Sambært landsroknskapinum eru 311 tkr. nýttar.

Útskifting og matrikulstova
Samlaða játtanin til Matrikulstovuna var 4,5 mió.kr. Sambært landsroknskapinum eru brúktar 5,277 mió.kr., og var meirnýtslan sostatt 777 tkr.

15.3.3 § 12 Heilsumál

Hjálpartólamiðstøðin
Á fíggjarlógini var Hjálpartólamiðstøðin sjálvstøðugt rakstrarstað við einari játtan uppá 2,2 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 300 tkr., til 2,5 mió.kr. Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið varð víst á, at Hjálpartólamiðstøðin hevði kravt ómaksgjald frá Almannastovuni, men grannskoðanin metti, at heimild ikki var fyri hesum. Hetta helt tí uppat í 1993. Almannastovan spardi sostatt hesa útreiðslu, men neyðugt varð, at Hjálpartólamiðstøðin fekk eykajáttan uppá 300 tkr. Nevnt varð, at umframt ómaksgjald hevði Hjálpartólamiðstøðin tikið ov nógv fyri fraktútreiðslur, eftirsum nýtti meðal prosentsatsurin fyri frakt var ov høgur.

Landssjúkrahúsið umvæling
Játtanin á fíggjarlógini til umvælingar á landssjúkrahúsinum var 6 mió.kr. Játtanin varð hækkað við 1 mió.kr. á eykafíggjarlógini, og sambært viðmerkingunum varð roknað við, at brúktar vórðu uml. 7 mió.kr. Meirjáttanin uppá 1 mió.kr. varð brúkt til umvæling av ketlum. Landsstýrið vísti á, at eftirsum henda umvæling varð gjørd í 1993, skuldi játtanin til umvælingar á landssjúkrahúsinum í 1994 minkað samsvarandi. Hetta varð tó ikki gjørt.

Vaksinatiónir
450 tkr. vórðu játtaðar til vaksinatiónir, men sambært landsroknskapinum eru 536 tkr. brúktar.

15.3.4 § 13 Samferðsla

Strandfaraskip Landsins og tyrlutænastan
Á fíggjarlógini vórðu 23 mió.kr. játtaðar til Strandfaraskip Landsins, 5 mió.kr. til Tyrlutænastuna og 15 mió.kr. til Bygdaleiðir, íalt 43 mió.kr.

Sambært eykafíggjarlógini fevndi játtanin til Strandfaraskip Landsins eisini um tyrlutænastuna og bygdaleiðir, og á eykafíggjarlógini varð samlaða játtanin hækkað við 7,34 mió.kr. til 50,36 mió.kr.

Sambært landsroknskapinum er meirnýtslan hjá Strandfaraskip Landsins 3,095 mió.kr.

Í uppskoti til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum (løgtingsmál nr. 4/9 1995), viðvíkjandi góðkenning av roknskapum hjá Strandfaraskipum Landsins fyri fíggjarárini 1993 og 1994 varð víst á fleiri átaluverd viðurskifti.

Játtanir til vegir, havnir o.l.
Á fíggjarlógini vórðu játtaðar 153,5 mió.kr. til tey málsøki, sum landsverkfrøðingurin umsitur. Sambært viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið varð mett, at landsverkfrøðingurin samanlagt kundi halda seg innanfyri hesa játtan, nakað kundi flytast millum ymsar konti. Sambært landsroknskapinum er so at siga samsvar ímillum nýtslu og játtanir.

15.3.5 § 14 Útbúgving og gransking

Suðuroyardepilin
Á fíggjarlógini vórðu íalt játtaðar 4,7 mió.kr. Av hesum vóru 2,7 mió.kr. til Student/HF útbúgvingar, 1 mió.kr. til fiskivinnuútbúgvingar og 1 mió.kr. til handilsútbúgvingar. Játtanin varð lækkað til 4,3 mió.kr. vegna lønarsparingar í árinum. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 634 tkr. til 4,934 mió.kr. Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið varð víst á meirútreiðslur av at flyta HF-skeiðið av Tvøroyri til miðnámsskúlan í Vági. Harumframt høvdu lønarútreiðslurnar verið nakað størri enn væntað.

Studentaskúlin og HF-skeiðið í Hoydølum
Á fíggjarlógini vórðu játtaðar 20,106 mió.kr. Játtanin varð lækkað til 18,238 mió.kr. vegna lønarsparingar í árinum. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 2,68 mió.kr. til 20,918 mió.kr. Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið stóð, at eykajáttan var fingin í árinum til meirnýtslu uppá 1,68 mió.kr., men at neyðugt var við eini eykajáttan uppá umleið 1 mió.kr. afturat. Orsøkin var, at lønarútreiðslurnar høvdu verið hægri enn mett, m.a. tí at 2 lærarar høvdu havt langa sjúkralegu. Harafturat hevði skúlin ikki hildið boðini frá Landsskúlafyrisitingini um, at kantinan skuldi hvíla í sær sjálvari.

Sambært landsroknskapinum er nýtslan á hesum rakstrarstaði 21,7 mió.kr., og sostatt er talan um eina meirnýtslu uppá 0,8 mió.kr.

Tekniski skúli í Tórshavn
Á fíggjarlógini vórðu játtaðar 11,3 mió.kr. Játtanin varð lækkað til 10,416 mió.kr. vegna lønarsparingar í árinum. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 2,332 mió.kr. til 12,748 mió.kr. Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið varð víst á, at av samlaða rakstrarhallinum uppá 2,332 mió.kr. var eykajáttan uppá 1,46 mió.kr. fingin til vega í árinum.

Sambært landsroknskapinum er nýtslan uppá 13,155 mió.kr., t.v.s. 0,4 mió.kr. hægri enn játtanin.

Tekniski skúli í Klaksvík
Á fíggjarlógini vórðu játtaðar 4,66 mió.kr. Játtanin varð lækkað til 4,397 mió.kr. vegna lønarsparingar í árinum. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 2,884 mió.kr. til 7,281 mió.kr. Sambært viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið var eykajáttan fingin til vega í árinum uppá 2,28 mió.kr.

Sambært landsroknskapinum er nýtslan 7,321 mió.kr., svarandi til eina meirnýtslu uppá 40 tkr. Men sambært skúlans roknskapi er nýtslan gjørd upp til 7,475 mió.kr., svarandi til landskassans part av teim studningsgevandi nettoútreiðslunum, og er hetta 154 tkr. hægri enn uppgjørda nýtslan sambært landsroknskapinum

Føroya Sjómansskúli
Á fíggjarlógini vórðu 5,8 mió.kr. játtaðar. Játtanin varð lækkað til 5,206 mió.kr. vegna lønarsparingar í árinum. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 1,17 mió.kr. til 6,376 mió.kr. Sambært viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið var eykajáttan fingin í árinum til meirnýtslu uppá 1,17 mió.kr.

Sambært landsroknskapinum er nýtslan 168 tkr. hægri enn játtanin á eykafíggjarlógini.

Fiskivinnuútbúgvingar
Í upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum fyri 1993 vórðu 2,9 mió.kr. avsettar til Fiskiídnaðar- og havbúnaðarskúla í Norðstreymoy.

Í fíggjarlógaruppskotinum (2. framløga) varð henda játtan lækkað til 1,3 mió.kr., íroknað lønarsparingar. Samstundis vórðu, undir Norðoyadeplinum, avsettar 640 tkr. til fiskivinnuútbúgvingar (587 tkr. íroknað lønarsparingar).

Í viðmerkingunum boðaði landsstýrið frá, at Fiskivinnuskúlin í Vestmanna skuldi niðurleggjast 1. august 1993, og at útbúgvingin skuldi flytast til Noyðoyar frá hesum degi, og at Ll. nr. 62/1988 fór at verða broytt.

Játtanirnar á fíggjarlógini á hesum øki bygdu á, at umrøddu umskipanir vórðu settar í verk, og í skrivi dagfest 30. juni 1993 spurdi grannskoðanardeildin, um landsstýrið hevði tikið avgerð um ikki at seta hesar í verk, møguligar meirútreiðslur av hesum, og hvørjar fíggjarligar heimildir landsstýrið hevði, tá avgerðin varð tikin. Í skrivi dagfest 15. november 1993 svaraði landsstýrið, at eftir umskipan av landsstýrinum varð onki politiskt stig tikið til at flyta fiskivinnuútbúgvingina úr Vestmanna til Klaksvíkar, og tí varð Fiskivinnuskúlin í Vestmanna ikki niðurlagdur 1. august 1993.

Á fundi 31. august 1993 samtykti fíggjarnevndin eykafíggjartørvin, grundað á útrokningar frá Landsskúlafyrisitingini. Á eykafíggjarlógini varð játtanin til Fiskiídnaðar- og havbúnaðarskúla í Norðstreymoy hækkað við 1,07 mió.kr. til 2,37 mió.kr., og játtanin uppá 587 tkr. til fiskivinnuútbúgvingar undir Norðoyadeplinum varð strikað.

HF-skeið í Klaksvík
Í upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum fyri 1993 vórðu 2,7 mió.kr. avsettar til HF-skeiðið í Klaksvík.

Í fíggjarlógaruppskotinum (2. framløga) varð játtanin lækkað til 2,021 mió.kr., íroknað færri lønarútreiðslur, og í viðmerkingunum boðaði landsstýrið frá, at HF-skeiðið í Klaksvík skuldi niðurleggjast 1. august 1993.

Játtanin á fíggjarlógini á hesum øki bygdi á, at m.a. umrødda umskipan varð sett í verk, og í skrivi dagfest 30. juni 1993 spurdi grannskoðanardeildin, um landsstýrið hevði tikið avgerð um ikki at seta hesa í verk, møguligar meirútreiðslur av hesum, og hvørjar fíggjarligar heimildir landsstýrið hevði, tá avgerðin varð tikin. Í skrivi dagfest 15. november 1993 svaraði landsstýrið, at HF-skeiðið í Klaksvík ikki varð niðurlagt 1. august 1993, og vísti til eitt notat frá landsstýrismanninum dagfest 21. mei 1993, har tað framgongur, at avgerðin um at varðveita HF-skeiðið í Klaksvík, og at lýsa eftir næmingum til fyrsta HF-flokk av nýggjum, m.a. er grundað á, at hóast tað í viðmerkingunum til fíggjarlógina stendur, at Fiskivinnuskúlin í Vestmanna og ein 1.g flokkur úr Gøtugjógv skulu flyta til Klaksvíkar, samstundis sum HF skeiðið í Klaksvík verður niðurlagt, hava hvørki fiskivinnuskúlin ella 1.g í Gøtu flutt heimstað. Ført verður m.a. fram, at um ein viðmerking til fíggjarlógina skal lesast bókstavliga, so eiga hinar eisini at verða lisnar bókstavliga.

Á fundi 31. august 1993 samtykti fíggjarnevndin eykafíggjartørvin, grundað á útrokningar frá landsskúlafyrisitingini. Á eykafíggjarlógini varð játtanin til HF-skeiðið í Klaksvík hækkað við 300 tkr. til 2,321 mió.kr.

Landsmiðstøð fyri undirvísingaramboð, skúlabókagerð v.m.
Í álitinum til fíggjarlógaruppskotið vísti meirilutin í fíggjarnevndini á, at játtanirnar til Landsmiðstøð fyri undirvísingaramboð, skúlabókagerð, skúlabókaútgáva, stuðul til rakstur av bókamiðsølu, barnabløð og barnabókaútgávu tilsamans vóru uppá 7,9 mió.kr., harafturat kom húsaleiga. Meirilutin helt, at ein samanlegging átti at verið gjørd, við tí fyri eyga at spart munandi pening. Møguliga kundi ein partur av hesum virksemi verið samskipaður við virkseminum hjá Landsbókasavninum, fólkabókasøvnunum v.m. Meirilutin mælti til, at landsstýrið, sum allarskjótast, tók spurningin til álvarsliga viðgerð. Í álitinum til fíggjarlógaruppskotið fyri 1994 vísti meirilutin í fíggjarnevndini aftur á hesi viðurskifti, og mælti aftur til, at landsstýrið, sum allarskjótast, tók spurningin til álvarsliga viðgerð.

Føroya Læraraskúli
Á fíggjarlógini vórðu 10,01 mió.kr. játtaðar til Læraraskúlan. Játtanin varð lækkað til 8,907 mió.kr. vegna lønarsparingar í árinum. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 500 tkr. til 9,407 mió.kr.

Fram til 1993 var stórt sæð samsvar ímillum játtan og nýtslu, og sostatt var nýtslan sambært landsroknskapinum á leið tann sama, sum roknskapurin hjá Læraraskúlanum vísti.

Í sambandi við lønarniðurskurðin í 1993 vórðu allar játtanir á fíggjarlógini lækkaðar svarandi til tað, sum stovnarnir vórðu mettir at spara í lønarútreiðslum orsakað av lønarniðurskurðinum. Læraraskúlin metti, at teirra lønir í 1993 einans komu at lækka við 368 tkr., men játtanin hjá Læraraskúlanum varð lækkað við 1,1 mió.kr. Í desember 1993 varð játtanin hækkað aftur við 0,5 mió.kr. Roknskapurin fyri 1993 vísti eina meirnýtslu uppá uml. 0,3 mió.kr., sum varð fíggjað við kassakreditti.

Niðanfyristandandi talva vísir netto-roknskapartølini hjá Læraraskúlanum fyri árini 1992-1996 sambært ávikavist roknskapinum hjá skúlanum og landskassaroknskapin (tkr.):

  1992 1993 1994 1995 1996
Roknskapur, Føroya Læraraskúli 10.325 9.722 9.761 9.797 9.982
Landsroknskapur/játtan 10.325 9.407 9.759 9.759 9.759
Munur 0 -315 -2 -38 -223

Fram til 1. januar 1997 hevði Føroya Læraraskúli av praktiskum orsøkum sítt egna bókhald og setti upp sín egna roknskap. Skipanin var, at gjaldstovan hvønn mánað flutti skúlanum 1/12 part av játtanini á fíggjarlógini inn á bankakonto hjá skúlanum, men bókaði upphæddina á ein hátt, so landsroknskapurin altíð vísti eina nýtslu, sum svaraði til játtanina á fíggjarlógini og ikki til veruligu nýtsluna sambært roknskapunum hjá Læraraskúlanum.

Sambært roknskapinum hjá Læraraskúlanum fyri 1996 var nýtslan uml. 0,2 mió.kr. hægri enn játtanin. Til tess at fíggja hesa meirnýtslu, og meirnýtsluna frá 1993 uppá 0,3 mió.kr., flutti gjaldstovan skúlanum uml. 0,5 mió.kr. - Tann 1. januar 1997 fór Læraraskúlin yvir til at nýta bókhaldsskipanina á Føroya Gjaldstovu.

15.3.6 § 16 Fiskivinna, sigling o.t.

Vaktar- og Bjargingartænastan
Á fíggjarlógini vórðu játtaðar 15,14 mió.kr.

Sambært landsroknskapinum fyri 1993 er nýtslan 15,554 mió.kr., t.v.s ein meirnýtsla uppá 414 tkr.

Endurgjald fyri upphøgging av gomlum fiskiskipum
Á fíggjarlógini/eykafíggarlógini varð ongin peningur játtaður á rakstrarstaðnum. Sambært landsroknskapinum eru 54 tkr. nýttar av hesum rakstrarstaðnum.

Studningur til fiskivinnuna/Íløgustuðul
Játtanin til studning til fiskivinnuna var 74,5 mió.kr. Av hesum vórðu 1,5 mió.kr. játtaðar á eykafíggjarlógini. Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið stóð, at mett varð, at brúktar fóru at verða 1,5 mió.kr. meira enn játtað. Sambært landsroknskapinum eru útreiðslurnar á hesum rakstrarstaði 80,9 mió.kr., og er sostatt talan um eina meirnýtslu uppá 6,4 mió.kr.

Viðvíkjandi meirnýtsluni kann nevnast, at fíggjarnevndin á fundi tann 16. februar 1993 samtykti at loyva, at 4 mió.kr. vórðu fluttar til Trygdargrunnin fyri avreiðingar og lønir. Fíggjarnevndin legði dent á, at talan ikki var um eina eykajáttan, men álagt varð landsstýrinum at finna peningin innan karmarnar á fíggjarlógini fyri 1993. Men tær 4 mió.kr. vórðu útreiðsluførdar á rakstrarstaðnum "Studningur til fiskivinnuna". Grannskoðanardeildin bað Fiskivinnudeildina um eina frágreiðing hesum viðvíkjandi. Fiskivinnudeildin upplýsti á fundi 18. august 1995, at Trygdargrunnurin fyri avreiðingar og lønir ikki var ábyrgdarøki hjá Fiskivinnudeildini, og at tað var upp til ta deildina, sum hevði ábyrgdina av grunninum, at "finna peningin innan karmarnar á fíggjarlógini fyri 1993", men mett var ikki, at nøkur stig vóru tikin hesum viðvíkjandi.

15.3.7 § 18 Vinnulív og arbeiðsmarknaður annars

Arbeiðseftirlitið
Á fíggjarlógini vórðu játtaðar 3 mió.kr. Játtanin varð lækkað til 2,719 mió.kr. vegna lønarsparingar í árinum. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 281 tkr. Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið varð víst á, at orsøkin til væntaðu meirnýtsluna var, at játtanin varð skorðin niður úr 3,633 mió.kr. í 1992, tí ætlanin var at taka gjald fyri ymiskar tænastur hjá stovninum, men reglurnar komu so seint í gildi, at tær ikki fingu ávirkan á alt árið.

Sambært landsroknskapinum er nýtslan 0,2 mió.kr. hægri enn játtanin á eykafíggjarlógini.

Menningargrunnur Ídnaðarins
Á eykafíggjarlógini varð undir § 28 játtað Menningargrunninum 65 mió.kr. í eginpeningi (sambært Ll. nr. 138 frá 16. juni 1993 um endurstovnan av eginpeningi Menningargruns Ídnaðarins), tí grunnurin hevði negativan eginpening uppá 49 mió.kr. við ársenda 1992. Við kapitalveitingini kom eginpeningurin uppá 16 mió.kr.

Á § 18 varð játtað Menningargrunninum 9,857 mió.kr. Henda játtan er sambært landsroknskapinum ikki goldin út.

Í uppskoti til samtyktar, (løgtingsmál nr. 4/8 1995) viðvíkjandi góðkenning av roknskapum hjá Menningargrunni Ídnaðarins fyri fíggjarárini 1993 og 1994, átalaðu løgtingsgrannskoðararnir, at landsstýrið ikki hevði svarað fyrispurningum frá teimum um ávís viðurskifti viðvíkjandi/hjá grunninum. Eisini mæltu løgtingsgrannskoðararnir landsstýrinum til at taka avgerð um, hvat ætlanin var við Menningargrunninum, og at leggja uppskot hesum viðvíkjandi fyri løgtingið til støðutakan.

15.3.8 § 19 Almannamál v.m.

Dagpeningaskipanin
Á fíggjarlógini var metta útreiðslan av dagpeningaskipanini 42,8 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin lækkað við 6,3 mió.kr. til 36,5 mió.kr, tí roknað varð við, at nýtslan bleiv tað minni. Sambært landsroknskapinum er nýtslan 37,6 mió.kr., t.v.s. ein meirnýtsla uppá 1,1 mió.kr.

Avlamispensjón
Játtanin til avlamispensjón var á fíggjarlógini 107,8 mió.kr. Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið varð víst á, at orsakað arbeiðsloysinum nýttu fleiri rættin til fulla avlamispensjónsupphædd. Játtanin varð á eykafíggjarlógini lækkað til 106,7 mió.kr. Sambært landsroknskapinum er so at siga samsvar ímillum játtan og nýtslu.

Inntøkutrygd hjá fiskimonnum
Í 1993 varð rakstrarstaðið, "inntøkutrygd hjá fiskimonnum" flutt frá § 16 til § 19. Á fíggjarlógini vórðu játtaðar 76,8 mió.kr., og á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 16 mió.kr. til 92,8 mió.kr. Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið segði landsstýrið, at roknað varð við, at nýtslan fór at verða 20,8 mió.kr. meira enn játtað, ella 97,6 mió.kr. Orsøkin var vánaligur fiskiskapur og vánaligir prísir. Fíggjarnevndin lækkaði uppskot landsstýrisins til meirjáttanina við 2,8 mió.kr., svarandi til tann partin av játtanini, sum varð ætlaður til telefonendurgjald til langfarafiskimenn, men sum ikki var útgoldin.

Sambært landsroknskapinum eru 100,5 mió.kr. nýttar til inntøkutrygd hjá fiskimonnum, t.v.s. ein meirnýtsla uppá 7,7 mió.kr. Men nýtslan sambært landsroknskapinum samsvarar ikki við roknskapartølini í fyribilsroknskapinum hjá Lønjavningargrunninum, sum vísa eina nýtslu til minstuløn v.m. uppá 93,1 mió.kr.

15.3.9 § 21 Effektivar veðhaldsbindingar
Á fíggjarlógini vórðu avsettar 150 mió.kr. til effektivar veðhaldsbindingar. Á eykafíggjarlógini varð upphæddin hækkað við 60 mió.kr., soleiðis at samlaða avsetingin til effektivar veðhaldsbindingar varð 210 mió.kr. Sambært viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið vóru uml. 100 mió.kr. goldnar út í árinum til veðhald fyri lánum til privat skip, virkir o.s.fr. Mett varð, at aðrar veðhaldsbindingar væntandi vórðu effektivar í árinum, og víst varð á, at saneringin av fiskavirkjunum ikki var endaliga avgreidd.

Sambært landssroknskapinum eru í alt nýttar 202 mió.kr. á § 21.

15.3.10 § 22 Rentuútreiðslur

Rentuútreiðslur
Á fíggjarlógini vórðu rentuútreiðslur mettar til 315 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð metingin lækkað við 1 mió.kr. til 314 mió.kr.

Sambært landsroknskapinum eru rentuútreiðslurnar uppá 326,3 mió.kr., t.v.s. 12,3 mió.kr. hægri enn ásett á eykafíggjarlógini. Gjald til Landsbankan uppá 2,5 mió.kr. er íroknað rentuútreiðslurnar.

Rentur av bundnari uppsparing
Á fíggjarlógini vórðu rentuútreiðslur av bundnari uppsparing mettar til 3 mió.kr. Sambært landsroknskapin eru hesar útreiðslur einans 182 tkr.

15.3.11 § 27 Óvissar útreiðslur
Á fíggjarlógini vórðu 20 mió.kr. játtaðar til óvissar útreiðslur. Sambært viðmerkingunum var upphæddin í høvuðsheitum ætlað at býta millum ymsu almennu stovnarnar, av tí at nýggja meirvirðisgjaldsskipanin gjørdi, at ávísir stovnar fingu størri útreiðslur.

Hvørjir stovnar, talan er um sæst í notu 1 í landsroknskapinum.

15.3.12 § 28 Serligar útreiðslur
Á fíggjarlógini var ongin játtan á § 28.

Á eykafíggjarlógini var samlaða játtanin til serligar útreiðslur 2,29 mia.kr.

Fíggingargrunnurin frá 1992
2,21 mia.kr. vórðu játtaðar sum kapitalveiting til Føroya Banka og Sjóvinnubankan umvegis Fíggingargrunnin frá 1992.

Í viðmerkingunum vísti landsstýrið á, at kapitalveitingarnar vórðu gjørdar sambært avtalum við donsku stjórnina:

  • 1. februar 1993 til Sjóvinnubankan: 350 mió.kr.
  • 28. mei 1993 til Sjóvinnubankan og Føroya Banka: 560 mió.kr.
  • 12. oktober 1993 til Sjóvinnubankan og Føroya Banka:1.300 mió.kr.

Menningargrunnurin
Á eykafíggjarlógini vórðu játtaðar 65 mió.kr. Sambært viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið hevði Menningargrunnurin við ársenda 1992 negativan eginpening uppá 49 mió.kr.

Við Ll. nr. 138 frá 16. juni 1993 um endurstovnan av eginpeningi Menningargruns Ídnaðarins varð heimilað landsstýrinum at veita Menningargrunninum 65 mió.kr. í nýggjum eginpeningi. Við kapitalveitingini kom eginpeningurin uppá 16 mió.kr.

Ídnaðargrunnurin
Á eykafíggjarlógini vórðu játtaðar 15 mió.kr. Sambært viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið hevði Ídnaðargrunnurin við ársenda 1992 negativan eginpening uppá 23 mió.kr.

Við Ll. nr. 139 frá 16. juni 1993, um eftirgeving av skuld og endurstovnan av eginpeningi Føroya Ídnaðargrunns, varð heimilað landsstýrinum at seta 15 mió.kr. í nýggjum eginpeningi í Ídnaðargrunnin og eftirgeva restskuldina av teimum lánum, sum vóru tikin úr Oljugrunninum. Við at strika lánið úr Oljugrunninum uppá 15 mió.kr. og við kapitalveiting á eykafíggjarlógini uppá 15 mió.kr. kom eginpeningurin hjá Ídnaðargrunninum uppá 7 mió.kr. Sambært landsroknskapinum er niðurskrivingin av láninum ikki gjørd á játtanarroknskapinum, men yvir útjavningarkonto.

Í uppskoti til samtyktar, (løgtingsmál nr. 4/7 1995) viðvíkjandi góðkenning av roknskapum hjá Føroya Ídnaðargrunni fyri fíggjarárini 1993 og 1994, vístu løgtingsgrannskoðararnir á, at teir høvdu heft seg við, at roknskapargrannskoðanin hevði gjørt vart við, at Ídnaðargrunnurin onga heimild hevði til at gera akkordir, samstundis sum landsstýrið í øðrum samanhangi vísti á, at ein forðing fyri at avtaka grunnin var, at hesin kundi gera akkordir. Løgtingsgrannskoðararnir mæltu til, at hesi viðurskifti vórðu avklárað. Harumframt varð mælt til, at landsstýrið tók avgerð um, hvat ætlanin var við Ídnaðargrunninum, og legði uppskot hesum viðvíkjandi fyri løgtingið til støðutakan.

Húsalánsgrunnurin
Játtanin (á § 19) var 5 mió.kr. Fyri at grunnurin kundi lækka útlánsrentuna, játtaði tingið, við Ll. nr. 59 frá 26. mars 1993, at avskriva restskuldina uppá 57,5 mió.kr. av landskassalánum, sum upprunaliga vóru veitt úr Oljugrunninum. Sambært landsroknskapinum er niðurskrivingin av láninum ikki gjørd á játtanarroknskapinum, men yvir útjavningarkonto.

15.4 Gjaldførisætlan
Á fíggjarlógini varð bruttolánitørvurin mettur til 350,5 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð henda meting hækkað við 2,6 mia.kr. til 2,95 mia.kr. Sambært viðmerkingunum stóðst broytingin av einari minniinntøku í mun til fíggjarlógina uppá 241 mió.kr. og av meirútreiðslum m.a. til effektivar veðhaldsbindingar uppá 60 mió.kr. umframt 2,29 mia.kr. játtaðar til serligar útreiðslur, harav 2,21 mia.kr. sum kapitalinnskot til Sjóvinnubankan og Føroya Banka.

Sambært landsroknskapinum var bruttolánstørvurin 3,9 mia.kr. og sostatt 0,9 mia. kr. hægri enn mett á eykafíggjarlógini.

16. Játtanarviðurskifti fíggjarárið 1994

16.1 Generelt um játtanirnar
Í viðmerkingum landsstýrisins til uppskotið um eykafíggjarlóg, dagfest 21. desember 1994, varð upplýst, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fór at taka stig til, saman við búskapardeildini, at fáa deildirnar í Tinganesi at tryggja sær, at nýtsla á einum rakstrarstaði var játtað, antin yvir fíggjarlógina ella við eykajáttan, áðrenn hon varð útgoldin. Somuleiðis skuldu avvarandi stovnsleiðarar søkja um eykajáttan í árinum, um teir mettu, at lógarbundnar útreiðslur vóru undirmettar á fíggjarlógini.

Í álitinum til eykafíggjarlógaruppskotið, dagfest 16. mars 1995, metti fíggjarnevndin, at táverandi skipan við nettotølum á fíggjarlógini, t.v.s., at bert játtanartørvurin hjá stovnum varð tikin við, ikki var bein, tí stovnar við størri inntøkum kundu økja um útreiðslurnar, uttan at landsmyndugleikarnir vórðu tiknir við upp á ráð ella høvdu góðtikið útreiðsluvøksturin.

Fíggjarnevndin mælti til, at skundað varð undir arbeiðið at fáa greiðari reglur viðvíkjandi játtanum og roknskaparhaldi.

Í álitinum varð eisini víst á, at flest allir stovnar hildu seg innanfyri givnu karmarnar, og at tað ikki slapst undan frávikum í lógarbundnu útreiðslunum. Men átaluvert var, at umleið 15 mió.kr. vóru nýttar uttan heimild. Fíggjarnevndin heitti á landsstýrið um at taka neyðug stig til, at hetta ikki hendi aftur. Upplýst varð, at tey týdningarmestu rakstrarstøðini, har sum peningur var brúktur uttan heimild, vóru: Strandfaraskip Landsins, 11,3 mió.kr., viðlíkahald sjónvarpsendinet 342 tkr., Vaktar- og Bjargingartænastan 414 tkr. og Grunnurin til ídnaðarfremjandi endamál 2,0 mió.kr.

Fíggjarnevndin hevði ta støðu, at eykafíggjarlógin á útreiðslusíðuni bert átti at fevnt um lógarbundnar útreiðslur og um eykajáttanir, sum vóru játtaðar av landsstýrinum og av fíggjarnevndini. Staðfestu heimildarleysu útreiðslurnar vóru at meta sum umsóknir frá landsstýrinum um eykajáttan. Umsókn um tílíkar eykajáttanir áttu at verið sendar fíggjarnevndini/løgtinginum til viðgerðar, áðrenn eykafíggjarlógin varð løgd fram.

Í skrivi til Fíggjar- og Búskapardeildina, dagfest 15. februar 1995, vísti grannskoðanardeildin m.a. á, at ikki øll roknskapartølini fyri 1993, sum vórðu víst í uppskotinum til eykafíggjarlóg fyri 1994, vóru røtt. Talan var um ymiskar feilir, nøkur rakstrarstøð vóru ikki tikin við, í einum føri var rakstrarstað tikið við tvær ferðir og annars vóru frávik í fleiri tølum í mun til roknskapin fyri 1993, sum gjaldstovan hevði gjørt. Tílíkir feilir áttu ikki at komið fyri, og mælt varð til at rætta roknskapartølini fyri 1993 á eykafíggjarlógini fyri 1994, og at leggja arbeiðið við fíggjarlógini soleiðis til rættis, at tílík frávik ikki aftur komu fyri.

16.2 Inntøkur

16.2.1 § 1 Inntøkuskattur

1994

(mió.kr.)

F-lóg

Ey.F-lóg

Roknskapur

§ 1 Inntøkuskattir

1201

Vanligur Landsskattur

678

690

727

1702

Rentuskattur

66

44

42

1215

Felagsskattur

19

30

21

Tryggingarsambandið

3

3

2

Umsitingargjald NIS-DIS

2

0

0

1184

FAS-endurgjald

-5

-8

-8

1721

Vinningsbýtisskattur

2

4

1749

Avgj. av kapitaleftirlønar.gj.

4

6

Skattur fyri 01.04.84

-6

Samanlagt

763

765

788

Vanligur landsskattur
Í fíggjarlógaruppskoti landsstýrisins varð inntøkan frá vanligum landsskatti mett til 745 mió.kr. Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið vísti landsstýrið á, at uppií teimum 745 mió.kr. vóru 35 mió.kr., sum væntandi fingust við at broyta skattastigan. Broytingin fór at hava við sær, at hægri inntøkurnar komu at gjalda heldur meira í skatti, men skattahámarkið uppá 50 % bleiv tó varðveitt.

Í álitinum til fíggjarlógaruppskotið vísti fíggjarnevndin á, at á inntøkusíðuni var vanligur landsskattur mettur 67 mió.kr. ov høgt, og upphæddin á fíggjarlógini varð lækkað til 678 mió.kr. Í álitinum varð ikki upplýst, hvussu komið var fram til hesa upphædd.

Í eykafíggjarlógaruppskotinum hækkaði landsstýrið metingina uppá 678 mió.kr. við 12 mió.kr. til 690 mió.kr. Ongar viðmerkingar vórðu gjørdar til hesa hækking.

Men sambært landsroknskapinum komu 727,3 mió.kr. inn í vanligum landsskatti, t.v.s. 37 mió.kr. meira, enn mett á eykafíggjarlógini.

Felagsskattur
Í upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum, dagfest 31. august 1993, varð inntøkan av felagsskatti mett til 30 mió.kr. Í viðmerkingunum vísti landsstýrið á, at hetta var 11 mió.kr. hægri, enn mett á fíggjarlógini fyri 1993, og upplýst varð, at ætlanin var at leggja uppskot fyri tingið um at hækka skattaprosentið úr 22 upp í 35.

Áðrenn fíggjarlógin fyri 1994 varð samtykt, varð metingin lækkað til 19 mió.kr.

Á eykafíggjarlógini varð metingin av felagsskatti hækkað til 30 mió.kr.

Sambært landsroknskapinum er inntøkan av felagsskatti 21,2 mió.kr., t.v.s. 8,8 mió.kr. minni enn mett.

Ein orsøk til hetta lutfalsliga stóra frávik kann vera "Úrslitaleys innheintan", sum verður mótroknað í skattainntøkunum, og sum sambært landsroknskapinum var 6,9 mió.kr. í 1994 í mun til einans 109 tkr. í 1993 og 69 tkr. í 1992.

Skattur fyri 01.04.1984
Í landsroknskapinum, undir inntøkuskattir, er ein konto við heitinum "skattur fyri 01.04.1984", sum vísir eina útreiðslu uppá 5,7 mió.kr. Eingin játtan er til hesa konto. Útreiðslurnar á hesi konto vóru í 1992 og 1993 ávikavist 1 og 1,6 mió.kr.

 

16.2.2 § 2 Toll-, nýtslu- og framleiðslugjøld

1994

(mió.kr.)

F-lóg

E-lóg

Rsk.

§2 Toll-, nýtslu- og framleiðslugjøld

2017

Tollgjøld

10

15

15

2041

Brennioljugjald

77

66

70

2708

Framleiðslugjøld

18

13

13

Virðis- og vektargjald

10

4

6

Umskrásetingargjald

2

2

1

2801

Vegskattur

30

28

28

2853

Ferðaavgjald

12

8

9

Meirvirðisgjald

440

510

508

Endurgjald f. goymslu

-54

-54

-53

Punktgjøld

160

155

160

Fíggjarognaravgjald

200

165

183

Lønarhæddargjald

13

11

7

Samanlagt

918

923

947

Tollgjøld og meirvirðisgjald
Samsvar er so at siga ímillum játtan á eykafíggjarlóg og roknskap, tá talan er um tollgjøld og meirvirðisgjald. Tollgjøldini eru 271 tkr. hægri enn mett, meðan meirvirðisgjaldi er 1,6 mió.kr. lægri enn mett.

Brennioljugjald
Inntøkumetingin av brennioljugjaldi varð á eykafíggjarlógini lækkað úr 77 mió.kr. til 66 mió.kr. Sambært roknskapinum er inntøkan 70 mió.kr.

Rentuavgjald og fíggjarognaravgjald
Við Ll. nr. 192 frá 10. desember 1993 um rentuavgjald og fíggjarognaravgjald, varð avgjald lagt á fíggjarognir. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið segði landsstýrið, at endamálið við uppskotinum var at leggja "kreppuskatt á øll fíggjaraktiv, bæði innistandandi í føroyskum og útlendskum peningastovnum og á virðisbrøv, tó ikki føroysk lánsbrøv". Inntøkan av fíggjarognaravgjaldi varð mett til 200 mió.kr. á fíggjarlógini, men til 165 mió.kr. á eykafíggjarlógini. Inn komu 183,6 mió.kr.

Lønarhæddaravgjald
Við Ll. nr. 193 frá 10. desember 1993 varð lønarhæddaravgjald sett í gildi frá 1. januar 1994. Á fíggjarlógini var metta inntøkan av lønarhæddaravgjaldinum 13 mió.kr., men varð henda upphædd lækkað til 11 mió.kr. á eykafíggjarlógini. Sambært landsroknskapinum komu 6,9 mió.kr. inn í lønarhæddaravgjaldi.

16.2.3 § 3 Onnur gjøld

1994

(mió.kr.)

F-lóg

Ey.F-lóg

Roknskapur

§3 Onnur gjøld

3052

Gjøld f. spiritusskamtanarkort

0

0

0

3101

Loyvisgjøld

0,1

0,1

0,04

3204

Arvagjøld

12,5

2

1,6

3256

Lestagjald

0,1

0,1

0,14

3501

Bøtur

2

2

0,8

Umhvørvisgj. smyrjiolju

1,5

1,5

0

3135

Skeinkiloyvi

0,07

3603

Føroysk Altjóða Skipaskrá

0,06

3617

Tjóðakaparbræv

0,02

3306

Navnaprógv

0,01

3311

Løggilding av el-innleggjarum

0,03

Samanlagt

16,2

5,7

2,77

Í landsroknskapinum eru fleiri smærri inntøkur/avgjøld undir § 3, har ongin játtan er á fíggjarlóg/eykafíggjarlóg.

Umhvørvisgjald á smyrjiolju
Á fíggjarlógini varð inntøkan frá umhvørvisavgjaldi á smyrjiolju mett til 1,5 mió.kr., men onki er bókað á hesum rakstrarstaði.

Í skrivi til Toll- og Skattstovu Føroya, Stýrið, dagfest 8. september 1995 vísti grannskoðanardeildin á hetta.

Upplýst varð, at gjaldið varð bókað sum brennioljugjald, og at umbókingar vóru gjørdar, og kannað varð, so gjaldið varð bókað rætt frá 1. januar 1995.

16.2.4 § 6 Landsfyritøkur

Landsbanki Føroya
Á fíggjarlógini varð mett, at Landsbankin kom at rinda 1 mió.kr. í landskassan sum avlop, men á eykafíggjarlógini varð játtanin sett til 0 kr. Sambært landsroknskapinum rindaði landsbankin 1,469 mió.kr. í landskassan.

16.3 Útreiðslur

16.3.1 § 10 Løgtingið

Løgtingsmenn
Játtanin til løgtingsmenn á fíggjarlógini var 8,913 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 587 tkr. til 9,5 mió.kr., m.a. vísandi til at val hevði verið í árinum. Sambært landsroknskapinum eru brúktar 10,255 mió.kr., og sostatt er talan um eina meirnýtslu uppá 755 tkr.

16.3.2 § 11 Landsfyrisiting

Løgmaður og landsstýri
Á fíggjarlógini var játtanin til løgmann og landsstýri 3,047 mió.kr. Játtanin varð hækkað við 775 tkr. á eykafíggjarlógini til 3,822 mió.kr. Víst varð á, at nýtt landsstýrið varð sett í 1994, og at fráfarnir landsstýrismenn fáa løn í 6 mánaðir aftaná, at teir eru farnir frá. Sambært landsroknskapinum er samsvar ímillum játtan og nýtslu.

Menning av fíggjarstýringarskipan
Á fíggjarlógini var ongin peningur settur av til menning av fíggjarstýringarskipan. Sambært landsroknskapinum eru brúktar 212 tkr. Í eini viðmerking í landsroknskapinum verður víst á, at fíggjarnevndin hevði játtað 227 tkr., men henda tilsøgn var ikki við á eykafíggjarlógini.

Útskifting og matrikulstova
Samlaða játtanin til Matrikulstovuna var uppá 6,24 mió.kr. Sambært landsroknskapinum eru 6,632 mió.kr. brúktar. Meirnýtslan er sostatt 392 tkr.

Landsstýrinum at ráða yvir
Játtanin á fíggjarlógini til landsstýrið at ráða yvir var 1,3 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað til 2,1 mió.kr. Av hesum var eykajáttan fingin í árinum uppá 500 tkr. til Gørtsfrágreiðingina. Sambært landsroknskapinum er nýtslan 0,2 mió.kr. lægri enn játtanin á eykafíggjarlógini.

16.3.3 § 12 Heilsumál

Sjúkrahúsini
Á fíggjarlógini vórðu játtaðar 207,898 mió.kr. til Landssjúkrahúsið, 38,364 mió.kr. til Klaksvíkar sjúkrahús og 24,438 mió.kr. til Suðuroyar sjúkrahús. Sambært eykafíggjarlógini varð ongin eykajáttan veitt í 1994. Sambært landsroknskapinum hava øll sjúkrahúsini hildið seg innan fyri játtanina.

Hjálpartólamiðstøðin
Sambært viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið varð Hjálpartólamiðstøðin niðurløgd sum serstakur stovnur, og umsitingin av hjálpartólum løgd undir Almannastovuna.

Vaksinatiónir
Á fíggjarlógini vórðu játtaðar 500 tkr. til vaksinatiónir, og á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 700 tkr. Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið stóð, at hóast eykajáttan var fingin í árinum uppá 1,167 mió.kr. til hibvaksinatiónir, varð ikki roknað við, at nýtslan fór at verða meira enn 1,2 mió.kr. Sambært landsroknskapinum eru einans 540 tkr. nýttar av hesi játtan.

16.3.4 § 13 Samferðsla

Strandfaraskip Landsins
Á fíggjarlógini vórðu 37 mió.kr. játtaðar Strandfaraskipum Landsins. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 21,122 mió.kr. til 58,122 mió.kr. Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið varð víst á, at eykajáttanin uppá 21,122 mió.kr. skuldi nýtast til at gjalda undirskot frá árunum 1992 og 1993 uppá 9,822 mió.kr., og til eina meirnýtslu uppá 11,3 mió.kr. í 1994 (uppathald av tyrlurakstri 1,1 mió.kr., IMO krøv 6,2 mió.kr. og meirnýtsla 4 mió.kr.)

Í álitinum til eykafíggjarlógaruppskotið vísti fíggjarnevndin á, at "av heimildarleysu meirnýtsluni er tað serliga upphæddin uppá 11,3 mió.kr. hjá Strandferðsluni, sum sker í eyguni. Aftrat meirnýtsluni uppá 11,3 mió.kr. koma smáar 10 mió.kr., sum er ófíggjað undirskot frá 1992 og 1993. Strandferðslan var eisini við á eykafíggjarlógunum fyri 1992 og 1993, so eyðsýnt er, at Strandferðslan ikki hevur havt tamarhald á fíggjarviðurskiftunum".

Játtanir til vegir, havnir o.t.
Á fíggjarlógini vórðu játtaðar 20 mió.kr. til rakstur av veganeti (viðlíkahald). Sambært landsroknskapinum eru nýttar 25,4 mió.kr., og sostatt er talan um eina meirnýtslu uppá 5,4 mió.kr. Hinvegin er ein minninýtsla uppá 5,9 mió.kr. á játtanini til nýggjar vegir (íløgur). Samanlagt er so at siga samsvar í millum nýtslu og játtanir til vegir, havnir o.t., undir landsverkfrøðinginum

Útvarps- og sjónvarpssendinet (viðlíkahald)
Á fíggjarlógini varð ongin peningur játtaður á hesum rakstrarstaði.

Sambært viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið søkti landsstýrið um at fáa 342 tkr. til arbeiði, sum var gjørt. Írestandi 500 tkr. til at gera arbeiðið liðugt vórðu settar av á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1995.

Í álitinum til eykafíggjarlógaruppskotið vísti fíggjarnevndin á, at tær 342 tkr. vóru brúktar uttan heimild, og at landsstýrið átti at havt sent fíggjarnevndini umsókn um eykajáttan í hesum sambandi.

16.3.5 § 14 Útbúgving og gransking

Klaksvíkar HF-skeið
Á fíggjarlógini vórðu játtaðar 2 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 280 tkr. til 2,28 mió.kr. Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið varð víst á, at orsøkin til meirnýtsluna var, at tað ikki var møguleiki fyri samlestri millum Tekniska skúla og HF, sum ætlað í fíggjarætlanini. Sambært landsroknskapunum er talan um eina minninýtslu uppá 202 tkr.

Studentaskúlin og HF-skeiðið í Hoydølum
Á fíggjarlógini vórðu játtaðar 20,26 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 1 mió.kr. til 21,26 mió.kr. Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið varð víst á, at av meirnýtsluni uppá 1 mió.kr. var eykajáttan fingin í árinum uppá 276 tkr. Meirnýtslan stóðst m.a. av, at undirskot hevði verið á kantinurakstrinum.

Tekniski skúli í Tórshavn
Játtanin var uppá 11,02 mió.kr. Sambært landsroknskapinum er nýtslan 11,6 mió.kr., t.v.s. ein meirnýtsla uppá 580 tkr.

Tekniski skúli í Klaksvík
Játtanin á fíggjarlógini var uppá 8,0 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað til 8, 796 mió.kr.

Sambært landsroknskapinum er nýtslan 8,796 mió.kr., svarandi til játtanina. Men sambært skúlpans roknskapi er nýtslan gjørd upp til 8,566 mió.kr., svarandi til landskassans part av teim studningsgevandi nettoútreiðslunum, og er hetta 230 tkr. minni enn nýtslan sambært landsroknskapinum.

Nevnast kann, at í fíggjarárinum 1995 var játtanin 9,785 mió.kr. Sambært landsroknskapinum er nýtslan 9,855 mió.kr., t.v.s. ein meirýtsla uppá 70 tkr. Men sambært skúlans roknskapi er nýtslan gjørd upp til 9,317 mió.kr., svarandi til landskassans part av teim studningsgevandi nettoútreiðslunum, og er hetta 538 tkr. minni enn uppgjørda nýtslan sambært landsroknskapinum. Hesin peningur hevur minkað millumrokning skúlans viðvíkjandi avrokning av studningi. Viðmerkjast skal, at henda millumrokning, eins og millumrokningar hjá Tekniska Skúla í Tórshavn og hjá Føroya Handilsskúla, viðvíkjandi ov nógv ella ov lítið útgoldnum studningi, ikki ganga fram av landsroknskapinum, og hesin vísir sostatt ikki eina fullfíggjaða mynd viðvíkjandi nýtslu mótvegis játtanum til hesar skúlar.

Næmingaheim, rakstrarstudningur
Játtanin á fíggjarlógini til næmingaheim, rakstrarstudningur, var 389 tkr. Sambært viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið varð søkt um eykajáttan, tí tey tvey næmingaheimini ikki høvdu fingið tann lógarbundna studningin uppá 262 tkr. útgoldnan í 1991 og 1992.

16.3.6 § 15 Mentan

Føroya Fornminnissavn, keyp/umbygging (íløga)
Við heimild í Ll. nr. 59 frá 10. mei 1994 keypti landsstýrið ognina matr. nr. 1aæ, í Hoyvík til fornminnissavn.

Á eykafíggjarlógini vórðu játtaðar 3,28 mió.kr. (íløgur). Sambært viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið varð keypið og umbyggingin mett at kosta 4,1 mió.kr., harafturat kom MVG 520 tkr. Sambært landsroknskapinum eru 3,28 mió.kr. brúktar í 1994. Á fíggjarlógini fyri 1995 vórðu játtaðar 1,34 mió.kr. (íløgur), og sambært landsroknskapinum eru 1,34 mió.kr. brúktar í 1995, tilsamans bæði árini 4,62 mió.kr.

Í álitinum til eykafíggjarlógaruppskotið vísti fíggjarnevndin á, at viðmerkingar landsstýrisins um, at kostnaðurin varð mettur til íalt 4,1 mió.kr., umframt kom 520 tkr. í meirvirðisgjaldi, ikki samsvaraðu við Ll. nr. 59/1994, tí í § 2 í lógini er ásett, at "Landsstýrinum verður heimilað landskassans vegna at taka lán stórt 4,1 mió.kr. til keyp og umbygging av ognini". Heimildin var sostatt 4,1 mió.kr. íroknað mvg og ikki uttan mvg.

16.3.7 § 16 Fiskivinna, sigling o.t.

Vaktar- og Bjargingartænastan
Á fíggjarlógini vórðu játtaðar 16,1 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 414 tkr. til 16,514 mió.kr. Sambært viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið fór játtanin fyri 1994 at halda, men stovnurin hevði byrjunartrupulleikar við, hvussu meirvirðisgjaldið í samband við keyp av útgerð skuldi ávísast, soleiðis at stovnurin í 1993 hevði havt eitt hall uppá 414 tkr.

Sambært landsroknskapinum er talan um eina minninýtslu uppá 391 tkr. í mun til játtanina á eykafíggjarlógini.

Studningur til fiskivinnuna/Íløgustuðul
Játtanin á fíggjarlógini til íløgustuðul var 45 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 18 mió.kr. til 63 mió.kr. Í viðmerkingunum varð víst á, at játtanin á fíggjarlógini eftir øllum at døma bygdi á útgjaldingarnar fyri 1993, tá lógin bert var galdandi í uml. 10 mánaðir (frá 7. mars 1993), og at nýggjastu ábendingarnar fyri 1994 vístu, at kostnaðurin fór at verða umleið 63 mió.kr.

Tiltøk fyri alivinnuna
Á fíggjarlógini vórðu 15 mió.kr. játtaðar til tiltøk til alivinnuna. Í uppskoti landsstýrisins til eykafíggjarlóg varð játtanin hækkað við 10 mió.kr til 25 mió.kr. Í viðmerkingunum vísti landsstýrið á, at kostnaðurin av verandi lóg um íløgustuðul til alivinnuna fór at verða 25 mió.kr., og at løgtingið ikki hevði tikið undir við uppskoti landsstýrisins um at broyta lógina, so hon samsvaraði játtanini uppá 15 mió.kr.

Í álitinum til eykafíggjarlógaruppskotið vísti fíggjarnevndin á, at í skrivi frá landsstýrinum dagfest 18. januar 1995 varð søkt um eykajáttan uppá 3,695 mió.kr. til alivinnuna í sambandi við dóm um endurgjald til alarar, sum ikki høvdu fingið íløgustuðul til smolt, sum var alt útum givin loyvi. Fíggjarnevndin setti fram samsvarandi broytingaruppskot til eykafíggjarlógaruppskotið, sum varð samtykt, og sostatt varð samlaða játtanin til alivinnuna 28,695 mió.kr.

16.3.8 § 18 Vinnulív og arbeiðsmarknaður annars

Stuðul til ídnaðarfremjandi endamál
Játtanin á fíggjarlógini var 1,5 mió.kr. Í eykafíggjarlógaruppskotinum varð søkt um eina eykajáttan uppá 2 mió.kr.

Í álitinum til eykafíggjarlógaruppskotið vísti fíggjarnevndin á, at tann næststørsta útreiðslan, sum stóð sum heimildarleys, var 2 mió.kr. til Grunnin til Ídnaðarfremjandi endamál. Eftir at stjórin fyri Menningarstovuni, sum viðger umsóknirnar til grunnin, hevði upplýst, at peningur var tøkur til allar umsóknirnar, sum landsstýrið og fíggjarnevndin høvdu játtað úr grunninum, og at eykajáttanin kom grunninum til góðar í 1995, staðfesti fíggjarnevndin, at talan ikki var um heimildarleysa nýtslu. Fíggjarnevndin helt tað ikki vera rætt at avseta pening á eykafíggjarlógini fyri 1994, sum ætlanin var at brúka í 1995, og tí varð eykajáttanin strikað.

Javning móti tollverju
Á fíggjarlógini var játtanin 20 mió.kr. Í uppskotinum til eykafíggjarlóg skeyt landsstýrið upp at lækkað játtanina til 9,4 mió.kr. og seta 11,6 mió.kr., sum ikki vóru brúktar, í grunn.

Í álitinum til eykafíggjarlógaruppskotið mælti ein samd fíggjarnevndin tinginum frá at fara undir nýggjar eksternar grunnar, og vísti í hesum sambandi á viðmerkingarnar til løgtingsmál nr. 26/1990: Fíggjarløgtingslóg 1991, sum tingið hevði samtykt: "Allir landskassagrunnar - uttan nøkur heilt fá undantøk - verða avtiknir og verður tí ikki talan um játtanir úr grunni longur.

Orsøkirnar til, at grunnarnir eru avtiknir, eru fleiri, t.d. hevur tað higartil ikki verið gjørligt við ársbyrjan at vita, hvussu stórt virksemi fór at verða framt yvir grunnsjáttanir, og sostatt hevur eisini verið ógjørligt frammanundan at vita, hvussu nógv gjaldførisfrágongdin úr landskassanum fór at verða í einum fíggjarári.

Tað hevur higartil verið sera torført at síggja, hvussu stór nýtslan hjá landinum er í einum fíggjarári, av tí at ein munandi partur av rakstrarútreiðslunum er nýtsla úr grunnum. Í framlagda fíggjarlógaruppskoti eru allar rakstrarútreiðslur settar á sjálva fíggjarlógina.

Landsstýrið heldur tað vera alneyðugt, at øll gjaldførisfrágongd úr landskassanum verður skrásett á fíggjarlógini, og at fíggjarlógin vísir ein komandi lánstørv".

Fíggjarnevndin helt, at tann linja, sum løgd varð í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 1991, skuldi haldast, og tók tí ikki undir við landsstýrinum í hesum máli.

Framtaksgrunnurin
Á eykafíggjarlógini varð 1 mió.kr. játtað í Framtaksgrunnin. Í viðmerkingunum varð víst á, at í felagslýsingini millum donsku stjórnina og landsstýrið frá 17. november 1994, varð avgjørt at stovna ein framtaksgrunn við einum innskoti uppá 100 mió.kr. frá danska statinum og 100 mió.kr. frá føroyskari síðu. Av innskotinum skuldu 198 mió.kr. vera lán og 2 mió.kr. innskot sum stovnsfæ. Landsstýrið hevði hugsað sær, at lánið uppá 99 mió.kr. varð útvegað úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar, meðan innskotið uppá 1 mió.kr. varð útvegað sum játtan á eykafíggjarlógini.

Sambært landsroknskapinum er kapitalinnskotið í Framtaksgrunnin útreiðsluført sum íløga undir § 18. Kapitalinnskotið er ikki tikið upp sum ein ogn.

Lánið uppá 99 mió.kr. úr Íleggingargrunninum, sum varð veitt Framtaksgrunninum í 1995, gongur ikki fram av fíggjarlógini fyri 1995.

16.3.9 § 19 Almannamál v.m.

Vanlig forsorg
Á fíggjarlógini vórðu 98 mió.kr. játtaðar sum vanlig forsorg. Á eykafíggjarlógini varð játtanin lækkað til 70 mió.kr., vísandi til at nógv færri enn væntað høvdu fingið forsorgarveiting vegna arbeiðsloysi. Sambært landsroknskapinum er nýtslan 73,4 mió.kr.

Bjálving av húsum hjá pensjónistum
Á fíggjarlógini vórðu játtaðar 1,5 mió.kr., men sambært landsroknskapinum er onki brúkt av hesi játtan.

Avlamispensjón
Játtanin til avlamispensjón var 114,6 mió.kr. Harav vórðu 4,2 mió.kr. játtaðar á eykafíggjarlógini, og í viðmerkingunum varð víst á, at fleiri avlamispensjónistar vóru, og størri upphæddir vórðu goldnar út. Sambært landsroknskapinum samsvara játtan og nýtsla.

Inntøkutrygd hjá fiskimonnum
Á fíggjarlógini vórðu 87 mió.kr. játtaðar til inntøkutrygd hjá fiskimonnum. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 12 mió.kr. til 99 mió.kr. Sambært landsroknskapinum eru 98.999.999 kr. brúktar í 1994, t.v.s. ein minninýtsla uppá 1 kr. Men nýtslan sambært landsroknskapinum samsvarar ikki við roknskapartølini í fyribilsroknskapinum hjá Lønjavningargrunninum, sum vísir eina nýtslu til minstuløn v.m. uppá 101,4 mió.kr.

Húsalánsgrunnurin
Játtanin til Húsalánsgrunnin á fíggjarlógini var 10 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 15 mió.kr. til 25 mió.kr. Sambært viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið hevði fíggjarnevndin játtað tær 15 mió.kr. Játtanin var tikin av § 28, serligar útreiðslur: Eginpeningur til almennar grunnar.

16.3.10 § 21 Effektivar veðhaldsbindingar
Á fíggjarlógini vórðu 50 mió.kr. avsettar til effektivar veðhaldsbindingar. Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið varð víst á, at tey veðhald, sum landskassin noyddist at leggja út fyri fiskavirki, væntandi øll fóru at falla til gjaldingar í 1993. Tey vinnuveðhald, sum tá vórðu eftir, vóru flest øll til skip. Á eykafíggjarlógina varð upphæddin hækkað við 15 mió.kr., til 65 mió.kr.

16.3.11 Rentuútreiðslur á § 22 og § 28
Niðanfyristandandi verður gongdin í játtanar- og roknskapartølum á § 22 og § 28 viðvíkjandi rentuútreiðslum og kurstapi víst:

Játtanar/roknskapartøl (mió.kr.)

 

F-lógar-

uppsk.

F-lóg

Eyka-

F-lóg

Roknsk.

Rentuútreiðslur:        
- herav at gjalda í 94, tilhoyrandi 94    

247,4

 
- herav at gjalda í 95, tilhoyrandi 94    

161,8

 
Íalt

384,6

551,0

409,2

411,7

Kurstap at gjalda í 94, tilhoyrandi 94    

26,3

15,0

Rentur av bundnari uppsparing

2,0

2,0

2,0

13,4

Íalt á § 22

386,6

553,0

437,5

440,1

         
Rentur at gjalda í 94, tilhoyrandi 93    

123,6

117,6

Kurstap at gjalda í 94, tilhoyrandi 93 og undanfarin ár    

77,0

66,3

Íalt á § 28    

200,6

183,9

Íalt á § 22 og § 28

386,6

553,0

638,1

624,0

Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið, sum var dagfest 31. august 1993, varð víst á, at rentur gjørdust ein alsamt meira tyngjandi byrða á útreiðslusíðuni, og at útrokningarnar vístu, at í 1994 skuldi landskassin rinda 386,6 mió.kr. í rentum.

Eitt endurskoðað fíggjarlógaruppskot varð í desember 1993 handað fíggjarnevndini, og varð hetta nýtt sum støði undir broytingaruppskotinum frá meirilutanum í fíggjarnevndini. Í endurskoðaða uppskotinum vórðu rentuútreiðslurnar mettar til 551 mió.kr., sum var ein hækking uppá 166,4 mió.kr. Í álitinum var ongin frágreiðing um, hvussu komið var fram til hesa upphædd, men ein orsøk var, at stór kurstap av uttanlandslánum, ið sambært avtalu við donsku stjórnina skuldu umfíggjast til statslán, ikki vóru tikin við í upprunaligu metingunum av rentuútreiðslunum.

Sambært viðmerkingum landsstýrisins til eykafíggjarlógaruppskotið, sum varð lagt fram 22. desember 1994, var ein roknskaparmeginregla (roknskaparprincipp) broytt á eykafíggjarlógini fyri 1994, soleiðis at lagt var um frá at nýta goldnar rentur og kurstap til tíðaravmarkaðar rentur og kurstap. Harvið kom roknskapurin fyri 1994 at fevna bæði um tær rentur, ið skuldu roknast uppá 1994, men ikki rindast fyrr enn í 1995, og somuleiðis tær rentur, ið vórðu goldnar í 1994, men sum áttu at verið roknaðar uppá 1993. Sostatt vórðu rentur og kurstap fyri meira enn eitt ár bókaðar uppá 1994.

Sambært eykafíggjarlógini vórðu rentuútreiðslurnar mettar til 638 mió.kr. í 1994, og á fíggjarlógini fyri 1995 vórðu rentuútreiðslurnar mettar til 484 mió.kr. (á eykafíggjarlógini fyri 1995: 462 mió.kr.). Um meginreglurnar ikki vórðu broyttar, høvdu rentuútreiðslurnar í 1994 verið munandi lægri. Hinvegin vildu rentuútreiðslurnar í 1995 verið munandi hægri, vegna lutfallsliga stóra rentutilskriving á statslánum í 1995.

Landsstýrið vísti á, at fyri at fáa eina beinari eykafíggjarlóg og roknskap, vórðu tær rentur og tey kurstap, ið viðvíktu 1993 og árunum frammanundan, fluttar undir serligar útreiðslur á § 28, og í viðmerkingunum til § 22 varð víst til uppgerð frá landsbankanum frá 13. desember 1994, har útreiðslurnar til rentur í 1994 vórðu útgreinaðar.

Nevnast kann, at samsýning/umsitingargjald til landsbankan uppá góðar 6 mió.kr. er útreiðsluført undir rentuútreiðslum. Í 1992 og 1993 var gjaldið til landsbankan ávikavist 2,2 og 2,5 mió.kr. Sambært § 4, stk. 6, í sáttmála um samstarv og samsýning millum Landsbanka Føroya og Føroya Landsstýri er árliga samsýningin til Landsbankan 1 0/00 av lánssaldo landskassans við ársenda.

16.4 Gjaldførisætlan
Á fíggjarlógini varð bruttokassahallið mett til 2,05 mia.kr. Á eykafíggjarlógini varð henda meting lækkað við 10 mió.kr., soleiðis at samlaða kassahallið varð mett til 2,04 mia. kr.

Í skrivi til Fíggjar- og Búskapardeildina dagfest 15. februar 1995 vísti grannskoðanardeildin m.a. á, at roknskapartølini fyri 1993, sum vórðu víst í gjaldførisætlanini í uppskotinum til eykafíggjarlóg fyri 1994, góvu eina skeiva mynd, eftirsum talan var um nøkur gjaldføristøl frá upprunaligu fíggjarlógini fyri 1993, sum vórðu løgd saman við faktiskum roknskapartølum fyri rakstur og íløgur. Bruttokassahallið fyri 1993 varð á henda hátt gjørt upp til 2,9 mia. kr. í staðin fyri 3,9 mia. kr. Hetta varð síðani rættað.

1. viðgerð 9. oktober 1998. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 23. oktober 1998.Uppskot til samtyktar samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.