Roknskapur - Føroya Ídnaðargrunnur

 

16-3  Uppskot til samtyktar um góðkenning av roknskapum Føroya Ídnaðargruns 1996 og 1997

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 1999, 2.  mars, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi:

 Uppskot
til
samtyktar

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir løgtingið at góðkenna roknskapirnar hjá Føroya Ídnaðargrunni fyri fíggjarárini 1996 og 1997.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag:

Føroya Ídnaðargrunnur varð settur á stovn við løgtingslóg nr. 68 frá 24. september 1970. Viðtøkurnar fyri grunnin vórðu ásettar av landsstýrinum við kunngerð nr. 7 frá 28. apríl 1971.

2. Endamál:

Endamálið við grunninum er at veita lán til íløgur í ídnaðar- og handilsfyritøkur við tí í hyggju at stuðla umskipan til broytt marknaðarviðurskifti. Av viðmerkingunum sæst, at orsøkin upprunaliga var handilsligu viðurskifti Føroya við EFTA.

Ásettar eru fleiri reglur, ið hava til endamáls at tryggja, at ansað verður eftir, at tapini verða so lítil sum gjørligt.

T.d. verður ásett í § 7: »at lánið ikki má vera hægri enn reiðiligt og neyðugt er eftir eini meting av møguleikunum hjá virkinum at bera seg og lívføri tess«, og í § 11 í kunngerðini verður ásett, at virkir, sum fáa lán, koma undir »roknskaparligt og tekniskt eftirlit«.

Lógin, reglugerðin og viðmerkingarnar leggja soleiðis upp til ein varnan og tryggan útlánspolitikk, soleiðis at vandin fyri tapi av høvuðsstólinum verður so lítil sum gjørligt.

3. Fíggjarviðurskifti:

Grunnurin fekk upprunaliga eitt stovnsfæ uppá 4,5 mió.kr. og heimild at taka lán upp til 20 mió.kr. Landsstýrið hevur við kunngerðum hækkað hetta loft stigvíst til 300 mió.kr., til loftið varð avtikið í 1989, sama ár sum ein lóg varð samtykt, ið heimilaði landsstýrinum at veðhalda upp til 40 mió.kr.

Burtursæð frá stovnsfænum hevur grunnurin ikki beinleiðis fingið játtað pening á fíggjarlógini fyrr enn í 1993 og í 1994, íalt 75 mió.kr., sum kapitalinnskot og eftirgeving av skuld.

Grunnurin hevur fingið »almenn« lán úr:

Restskuldin av láninum úr oljugrunninum uppá 15 mió.kr. varð strikað í 1993. Ultimo 1996 varð lánið úr íleggingargrunninum 32 mió.kr. og úr íløgugrunninum 8 mió.kr. Í 1997 hevur grunnurin afturgoldið alt lánið úr íleggingargrunninum, og lánið úr íløgugrunninum er niðurgoldið til 5 mió.kr.

Harumframt hevur grunnurin uttanlandslán uppá uml. 27 mió.kr., sum landskassin veðheldur fyri.

- - - - -

Til tess at kunna løgtingið um fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av roknskapunum fyri árini 1996 og 1997, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri árini 1993-1995 tikin við:

4. Yvirlit yvir rakstur 1993-1997:

(mió.kr.)

1997

1996

1995

1994

1993

Rentuinntøkur

5

7

11

9

19

Útreiðslur:
Rentuútreiðslur

4

7

10

13

17

Aðrar útreiðslur, netto

1

1

1

1

5

Tap og avset. uppá skuldarar

-1

-5

-2

5

33

4

3

10

20

55

Ársúrslit

1

4

1

-11

-36

Stuðul úr landskassanum

0

0

0

45

30

Úrslit

1

4

1

34

-6

5. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1993-1997:

(mió.kr.)

1997

1996

1995

1994

1993

Aktiv:
Útlán

41

58

74

93

142

Avsett móti tapi

16

22

32

40

70

25

36

43

53

72

Virðisbrøv

0

0

45

44

0

Tøkur peningur

12

39

31

43

59

Yvirtiknar ognir

1

3

3

5

16

Skrivstovubygningur

5

6

6

6

7

Aktiv samanlagt

43

84

128

152

154

Passiv:
Lán

33

75

123

147

183

Eginogn

10

9

5

4

-29

Passiv samanlagt

43

84

128

152

154

6. Roknskapargrannskoðanin:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapirnar og grannskoðanarprotokollirnar til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá grunninum.

7. Tap uppá útlán, býtt upp á vinnugreinar

Síðani fíggjarliga afturgongdin av álvara rakti grunnin fyrst í nítiárunum eru ongi lán veitt til nýggjar íløgur. Av teimum lánum, sum eru veitt føroyska vinnulívinum, hevur Ídnaðargrunnurin síðani miðskeiðis í áttatiárunum mist umleið 140 mió.kr. Hesi tap kunnu útgreinast soleiðis:

Handverksvinna og ídnaður: mió.kr.
  Maskin- og elektronikkídnaður 15  
  Skipasmiðjur o.l. 14  
  Træídnaður (snikk./timbur) 13  
  Plast-, glasfibur-, kem.ídnaður 9  
  Papp og pappír 8  
  Bil- og lastbilaverkstøð 7  
  Bakiídnaður 4  
  Snøris-, neta- og trolvirkir 3  
  Matvøruvirkir 3  
  Betong- og grótídnaður 2  
  Klædnavøruídnaður 1  
  Prentsmiðjur o.l. 1  
  Ymiskt 2 82
Aling 33
Fiskivinna 20
Tænastuvinna 3
Onnur vinna 2
  140

Orsakað av hesum tapum, játtaði løgtingið í 1993 og 1994 ein stuðul til grunnin uppá í alt 75 mió.kr.

8. Aðrar viðmerkingar:

Í seinastu frágreiðing løgtingsgrannskoðaranna dagfest 28. februar 1997 viðvíkjandi roknskapinum hjá Føroya Ídnaðargrunni fyri árið 1995 vístu løgtingsgrannskoðararnir aftur á, at roknskapargrannskoðanin í fleiri ár hevði gjørt vart við, at stýrið fyri Ídnaðargrunnin, vísandi til § 13 í viðtøkunum, onga heimild hevur til at gera akkordir, samstundis sum landsstýrið í øðrum samanhangi vísir á, at ein forðing fyri at avtaka grunnin er, at hesin kann gera akkordir, og mælt varð til at hesi viðurskifti verða avklárað. Vísandi til kunngerð landsstýrisins nr. 103 frá 11. juni 1997 er §13 í viðtøkunum fyri grunnin síðani strikað.

Vinnumálastýrið hevur upplýst, at í samráði við stýrini fyri Føroya Ídnaðargrunn og Menningargrunn Ídnaðarins er umsitingin hjá báðum grunnunum løgd saman frá 1. januar 1997, og samlaða starvsfólkatalið er farið úr 5 niður í 2 fólk.

Grunnurin hevur so at siga einki útlánsvirksemi havt í mong ár. Um farast skal undir tílíkt útlánsvirksemi aftur, meta løgtingsgrannskoðararnir, at rættasta mannagongd er, at hetta verður játtað á árligu fíggjarløgtingslógini.

Løgtingsgrannskoðararnir eru kunnaðir um, at nevndin, vísandi til § 14 í lógini, hevur mælt løgtingsgrannskoðarunum til at taka grunnin av.

1. viðgerð 19. mars 1999. Málið fór beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 7. apríl 1999. Uppskoti endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.