Roknskapur Íleggingargrunnur

 

16-4  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av roknskapum hjá Íleggingargrunninum fyri Føroyar fyri fíggjarárini 1993-1997

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 1999,  2.   mars, legði Hergeir Nielsen , løgtingsmaður vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi
 

Uppskot
til
samtyktar

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir løgtingið at góðkenna roknskapirnar hjá Íleggingargrunninum fyri Føroyar fyri fíggjarárini 1993-1997.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag:

Lógargrundarlagið undir Íleggingargrunninum er »Lov nr. 28« frá 29. januar 1964 »om en investeringsfond for Færøerne m.v.«, sum broytt við »Lov nr. 217« frá 27. maj 1970, »Lov nr. 153« frá 31. mars 1976 og »Lov nr. 566« frá 16. november 1977.

Við lógarbroytingini í 1976 fekk heimastýrið heimild at áseta nærri reglur fyri virki grunsins. Á landsstýrisfundi tann 1. desember 1978 samtykti landsstýrið reglugerð um stýrið fyri og virksemið hjá grunninum. Tann 13. oktober 1992 samtykti landsstýrið at broyta reglugerðina, og varð hendan lýst við kunngerð nr. 148 frá 20. oktober 1992 um virksemið hjá Íleggingargrunninum fyri Føroyar. Landsstýrið hevur síðani við kunngerð nr. 119 frá 23. oktober 1996 lýst nýggjar reglur um virksemið hjá grunninum.

2. Endamál:

Sambært »Lov nr. 28« frá 29. januar 1964 við seinni broytingum er endamál grunsins at veita lán til størri almennar íløgur, ið verða mettar at vera neyðugar til menning av vinnulívinum, og har fígging ikki kann útvegast á annan hátt. Eisini kann grunnurin av teimum rentum og avdráttum, ið eru afturgoldin, veita lán til vinnurekandi og vinnufelagsskapir, sum verða hildnir at virka til frama fyri vinnulívið sum heild.

Sambært reglugerðini frá 1978 skulu lán einamest veitast til almennar íleggingar, sum út frá einum samfelagsligum heildarsjónarmiði gagna framtøkumøguleikum hjá føroyska samfelagnum. Harumframt kunnu veitast lán til stovnar ella grunnar, sum veita lán ella annan stuðul til privatar, almennar ella hálvalmennar vinnufyritøkur.

Við omanfyrinevnda kunngerð nr. 148 frá 20. oktober 1992 varð endamálið víðkað til eisini at fevna um lán til fíggjarstovnar. Hetta varð gjørt fyri at geva Íleggingargrunninum heimild at veita lán til Fíggingargrunnin í sambandi við avtaluna, ið varð gjørt 6. oktober 1992 millum ríkisstjórnina og landsstýrið um bjarging av P/F Sjóvinnubankanum. Við kunngerðini varð ásetingin í áður galdandi reglugerð um ábyrgd stýrisins av leiðslu grunsins tikin burturúr.

Nevnast kann, at í kunngerð nr. 119 frá 23. oktober 1996 er ásett, at landsstýrið velur allar 5 stýrislimirnar. Frammanundan valdi løgtingið 2 av stýrislimunum.

3. Fíggjarviðurskifti:

Sambært reglugerðunum frá 1978 og 1992 verður lánsvirksemi grunsins umsitið av Landsbanka Føroya; men í skrivi dagfest 21. august 1980 boðaði landsstýrið gjaldstovuni frá, at landsstýrið hevði gjørt av at leggja roknskaparhaldið og lánsumsitingina undir gjaldstovuna, av tí at landsbankin ikki var byrjaður at virka. Hetta er ikki broytt síðani, og við kunngerð nr. 119/1996 varð ásett, at gjaldstovan skal hava um hendi bókhald og lánsumsiting.

Sambært kunngerðini skal roknskapur grunsins grannskoðast av løggildum grannskoðara, og skal grannskoðaði roknskapurin sendast landsstýrinum til góðkenningar og forsætismálaráðnum til kunningar.

4. Yvirlit yvir rakstur 1993-97:

Til tess at kunna løgtingið um ta fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapunum fyri 1993-1997:

 

  1. Í 1992 veitti Íleggingargrunnurin Fíggingargrunninum frá 1992 eitt lán uppá 200 mió.kr., og varð hetta lán avskrivað í 1993.
  2. Í 1994 setti grunnurin 70 mió.kr. av ímóti tapi av lánum til Ídnaðargrunnin, sum tá var í fíggjarligum trupulleikum. Henda avseting varð afturførd í 1993 og 1994, og Ídnaðargrunnurin hevur síðani afturgoldið øll síni lán.

5. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1993-1997:

Restskuldin á lánum, veitt úr grunninum, kann útgreinast soleiðis ultimo 1997:

6. Roknskapargrannskoðanin:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapin og grannskoðanarprotokollina til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá grunninum.

Í roknskapinum fyri 1995 og 1996 vísir grannskoðanin á, at grunnurin onga nevnd hevur havt síðani miðskeiðis í 1996, og tí eru hesir roknskapir í januar 1998 settir upp saman við Føroya Gjaldstovu, sum hevur bókhaldið um hendi.

Uppá fyrispurning frá løgtingsgrannskoðarunum upplýsti landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í mars 1998, at nýggj nevnd tá var vald.

7. Seinasta frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

Í sambandi við at roknskapurin fyri 1992 varð lagdur fyri tingið til góðkenningar, umrøddu løgtingsgrannskoðararnir lánið uppá 200 mió.kr. til Fíggingargrunnin, sum Íleggingargrunnurin mátti avskriva í roknskapinum fyri 1993.

Løgtingsgrannskoðararnir mettu, at lánið, lánstreytirnar og endamálið við láninum ikki var í tráð við upprunaliga endamálið við virksemi Íleggingargrunsins, og at leikluturin hjá stýrinum fyri Íleggingargrunnin hevði verið at staðfesta avtalur/avgerðir, sum vóru tiknar, longu áðrenn stýrið fyri grunnin varð valt, eftir at grunnurin hevði ligið í stjórnarloysi í nærum hálvt annað ár.

8. Viðmerkingar:

Burtursæð frá láninum uppá 200 mió.kr. til Fíggingargrunnin frá 1992, einum láni uppá 99 mió. kr. til landsstýrið, sum í 1995 lænti peningin til Framtaksgrunnin og einum láni uppá 40 mió.kr. til Telefonverkið í 1998, hevur Íleggingargrunnurin onki lán játtað síðani 1989.

Grunnurin hevur sostatt onki veruligt útlánsvirksemi havt seinastu 10 árini, og í fleiri tíðarskeiðum hevur grunnurin ikki havt nakað stýri.

Talan er um ein sera múgvandi almennan grunn, sum hevur eina eginogn uppá umleið 600 mió. kr. Sum er, liggur grunnurin uttanfyri fíggjarlóg og landsroknskap, og løgtingsgrannskoðararnir meta ikki, tað er rætt, at ein nevnd einsamøll kann disponera yvir hesum stóra almenna kapitali. Vandi er fyri, at stór lán úr hesum grunni kunnu avlaga virksemið í landinum, um hesi lán verða veitt uttan fyrilit fyri teim fíggjarligu karmunum, løgtingið leggur við árligu fíggjarlógunum.

Løgtingsgrannskoðararnir meta, at viðurskiftini í Føroyum eru sera nógv broytt, síðani grunnurin upprunaliga varð settur á stovn við lóg í 1964 og síðani lógarbroytingina í 1976, og løgtingsgrannskoðararnir heita tí á landsstýrismannin um sum skjótast at endurskoða lógargrundarlag, endamál, leiðsluvirðurskifti, umframt tilknýti til fíggjarlóg og landsroknskap.

1. viðgerð 5. mars 1999. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 9. mars 1999. Uppskot til samtyktar samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.