Roknskapur Sjónvarp Føroya

 

16-9  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av roknskapum Sjónvarp Føroya fyri fíggjarárini 1996 og 1997

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 1999, 2. mars, Hergeir Nielsen, løgtingsmaður vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi
 

Uppskot
til
samtyktar

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Sjónvarpi Føroya fyri fíggjarárini 1996 og 1997.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag:

Lógargrundarlagið undir Sjónvarpi Føroya er nú Ll. nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp v.m., og við heimild í hesi lóg eru nærri reglur ásettar í kunngerð nr. 61 frá 17. juni 1998.

Í fíggjarárunum 1996 og 1997 var lógargrundarlagið løgtingslóg nr. 77 frá 21. mei 1982 við seinni broytingum. Lógin fór úr gildi 31. desember 1996, og nýggj lóg um sjónvarp varð lýst við Ll. nr. 141 frá 20. desember 1996 við gildi fram til 1. januar 1998 og aftur við Ll. nr. 162 frá 29.12.97 við gildi fram til 1. mars 1998. Sambært § 6 í lógini verður lóg um útvarpsnevnd og reglugerðin um starv útvarpsnevndarinnar tilsvarandi at galda fyri sjónvarpsnevndina.

2. Endamál:

Sambært § 1 í lógini frá 1982 hevur løgtingið einkarrætt til sjónvarpssendingar og setir á stovn Sjónvarp Føroya. Sjónvarp Føroya hevur til endamáls at hava objektivan, sakligan og upplýsandi tíðindaflutning og sendingar annars, ið varðveita og fjálga um føroyska mentan, átrúnað og siðlæru. Sambært nýggju lógini er einkarrætturin avtikin.

3. Fíggjarviðurskifti:

Eftir tilmæli frá sjónvarpsnevndini setir landsstýrið í starv ella loysir úr starvi fyristøðumann, ið hevur dagligu leiðslu sjónvarpsins um hendi. 

Sambært § 4 í gomlu lógini frá 1982 skal til sjónvarpið rindast gjald av hvørjum sjónvarpsmóttakara í landinum og umborð í skipum, ið eru skrásett í Føroyum. Í nýggju lógini um sjónvarp frá 1996 varð hetta broytt til, at landsstýrismaðurin í kunngerð ásetir nærri reglur um, hvør skal rinda sjónvarpsgjaldið. Fyristøðumaðurin ger uppskot til góðkenningar til fíggjarætlan fyri fíggjarárið og sendir landsstýrinum uppskotið. Inntøkur sjónvarpsins verða bert at nýta til sjónvarpsendamál.

- - - - -

Til tess at kunna løgtingið um ta fíggjarligu gongdina hjá Sjónvarpi Føroya er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 1996 og 1997, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1993-1995 eisini tikin við.

4. Yvirlit yvir rakstur 1993-1997:

  

  1. Grannskoðanin vísir á, at í 1997 er trupult at sundurgreina lønarútreiðslurnar rætt ímillum framleiðslu og fyrisiting við verandi skráseting, men at arbeitt verður við eini mannagongd, ið tryggjar neyvari skráseting á deildir og framleiðslustøð.

 5. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1993-1997:

6. Roknskapargrannskoðanin:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapirnar og grannskoðanarfrágreiðingarnar til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá stovninum.

7. Viðmerkingar:

Sjónvarp Føroya er við á fíggjarlógini fyri 1997 sum "landsfyritøka". Í viðmerkingunum til uppskotið til fíggjarlóg fyri 1997 verður ført fram, at tað hevur víst seg, at ov nógvir tøkniligir trupulleikar eru við landsfyritøkum á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997, og tí verður m.a. gjørt vart við, at fyribils eru viðmerkingarnar og sundurgreinað ætlan hjá játtanarslagnum "Landsfyritøka" á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997 bert til kunningar, og at arbeitt verður við í árinum 1997 at gera "landsfyritøkur" til ein part av játtanarroknskapinum. 

Ógreiðu játtanar- og roknskaparviðurskiftini viðvíkjandi "landsfyritøkum" eru ikki loyst, og løgtingsgrannskoðararnir hava heitt á Fíggjarmálastýrið um at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Fíggjarmálastýrið hevur upplýst, at játtanarroknskapurin hjá Sjónvarpi Føroya kemur við í landsroknskapin fyri fíggjarárið 2000. Løgtingsgrannskoðararnir mæla til, at hetta verður gjørt frá fíggjarárinum 1998.

1. viðgerð 26. mars 1999. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 7. apríl 1999. Uppskoti endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.