Sosialar pensjónir og almannaveitingar

17 Uppskot til samtyktar um løgtingslóg um sosialar pensjónir og javning av almannaveitingum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð

 

Ár 1998, 23. oktober, legði Kristian Magnussen, løgtingsmaður vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi:  

U p p s k o t
til
samtyktar

Løgtingið samtykkir at heita á landsstýrið um í hesum álmanakkaárið at leggja framaftur uppskotini til løgtingslóg um sosialar pensiónir og løgtingslóg um javning av almannaveitingum.

Viðmerkingar:
Endurskoðan av allari almannalóggávu í Føroyum byrjaði longu í 1989, men tær fyrstu nevndirnar, ið settar vóru, komu ikki á mál, og arbeiðið datt niður fyri aftur. Í 1993, tá danska stjórnin kravdi, at vit sjálvi tóku alla umsitingarliga ábyrgd av almannalóggávu okkara, og ymsar endurgjaldsskipanir vóru lagdar í blokkin, kom gongd á, og byrjað varð við endurskoðan av pensjónslógunum. Nýggj lóg um sosialar pensjónir varð orðað og løgd fyri løgtingið á vári 1996 og 1997. Tá skábráið at viðgera lógina var ov stutt, til tingsetan endaði, duttu málini burtur.

Nakrar broytingar vórðu síðan gjørdar, og málið varð aftur lagt fyri tingið og var til 1. viðgerð 17. februar 1998 og varð beint í trivnaðarnevndina. Arbeiðið í trivnaðarnevndini var so at siga liðugt, og álit skuldi skrivast, tá løgmaður skrivaði út val, og málið datt burtur á 3. sinni. Hevði tingið ikki verið tarnað í arbeiðinum í vár av táverandi løgmanni, so hevði "lógin um sosialar pensjónir" verið samtykt og komin í gildi 1. januar 1999 og "lógin um javning av almannaveitingum", somuleiðis samtykt at koma í gildi 1. januar 1999.

Roknað var við, at samgongan raðfesti hesi mál og longu hevði lagt tey fyri løgtingið aftur, men landsstýrið tykist ikki at hava skund.

Fyri at fáa landsstýrið at bera skjótari at, verður hetta uppskotið til samtyktar tí lagt fyri tingið.

Mint kann vera á, at pensjónir og aðrar veitingar ikki eru javnaðar síðani í 1993, tá danska prístalsviðgerðin av hesum veitingum helt uppat. Um málið um "javning av almannaveitingum" skal verða samtykt og sett í gildi 1. januar 1999, so má tað fyri løgtingið nú, soleiðis at Almannastovan hevur møguleika at javna ymsu veitingarnar, tá stovnurin vanliga umroknar pensjónir fyrst í árinum.

Um lógin um "sosialar pensjónir" kann koma í gildi 1. januar 1999 er ivingarsamt, tí lógin førir við sær stórt umsitingarligt byrjunararbeiði á Almannastovuni, og nútíðarhóskandi edv-kerv, ið løgtingið hevur játtað pening til í ár, og sum eisini peningur er settur av til í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár.

1. viðgerð 27. oktober 1998. Málið varð beint í trivnaðarnevndina, sum 30. oktober 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av Javnaðarflokkinum 21. oktober 1998 og eftir 1. viðgerð 27. oktober 1998 beint í trivnaðarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 30. oktober 1998.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, men heldur, at hesi bæði uppskot hava so stóran týdning, at tey eiga at koma til viðgerðar skjótari, enn uppskotssetarin mælir til.

Rúna Sivertsen og Jákup Suni Joensen vísa harumframt á, at lógin um sosialar pensjónir ikki fer at bøta um veruligu korini hjá pensionistum, men bara er ein einfaldgering av verandi pensiónsskipan. Eins og londini uttanum má ásannast, at landskassin ikki er førur fyri at halda eini virðiligari pensiónsskipan uppi. Tí eigur landsstýrið alt fyri eitt at evna til eitt pensiónsuppskot sum tryggjar borgarunum eina pensjón sum til ber at liva av.

Samsvarandi hesum setir ein samd nevnd fram soljóðandi:

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Orðini "í hesum álmanakkaárið" ganga út, og í staðin verða sett orðini "skjótast gjørligt, og so skjótt at málið kann verða liðugt viðgjørt í hesum álmanakkárið,"

2. viðgerð 4. november 1998. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd samtykt 29-1-0. Uppskotið til samtyktar soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.