Sjúkadagpeningur

 

20 Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
2. viðgerð

Ár 1998, 4. november, legði Jenis av Rana, løgtingsmaður, vegna Miðflokkin fram soljóðandi

U p p s k o t

til

Løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð

§ 1.

Í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð, jb. lógarkunngerð nr. 102 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 13. juni 1995, verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í §§ 4 og 13 verður "3." broytt til "1."

2) Í § 9, stk. 3 verður "3." broytt til "1."

3) Í § 14 verða orðini "efter 1 uges sygdom" strikað.

§ 2.

Hendan lóg fær gildi 1. januar 1999.

Viðmerkingar:

Miðflokkurin hevur d.d. lagt fyri Løgtingið uppskot um at seta úr gildi løgtingslóg nr. 187 um avmarkingar av løn í sambandi við sjúku, sokallaða karensdagalógin.

Karensdagalógin viðvíkir viðurskiftum teirra fastløntu undir sjúku, meðan endamálið við hesum uppskotinum er at javnseta tímalønt o.o., sum fáa dagpening undir sjúku, við tey fastløntu, soleiðis at tey fáa sjúkradagpening frá 1. degi, og ikki sum nú 3. degi.

Viðvíkjandi viðmerkingum annars verður víst til viðmerkingarnar til løgtingsmál nr.21/1998: Uppskot um avtøku av løgtingslóg um karensdagar - og biðið verður um, at hesi bæði uppskotini verða viðgjørd undir einum.

1. viðgerð 6. november 1998. Tingmálini nr. 20 og 21 viðgjørd undir einum og bæði beind í trivnaðarnevndina, sum tann 10. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Miðflokkurin hevur lagt málið fram tann 4. november 1998, og eftir 1. viðgerð 6. november 1998 er tað beint í trivnaðarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 11. november, 24. november, 8. december og 9. december 1998, og hevur nevndin havt fund við Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum um hetta mál. Upplýst varð, at uppskotna broytingin av dagpeningalógini fór at kosta okkurt um 10 mió.kr. árliga. Komið var fram til upphæddina soleiðis:

  1. 2 dagar afturat til tey, sum vóru sjúk meiri enn 2 dagar. Tey eru 7.000 í tali, og verður hetta tí 14.000 dagar, sum svara til góðar 5 mió.kr.
  2. Brúkar man mynstrið fyri sjúkradagar minni enn 2 dagar hjá tí almenna, sum er 55% av øllum sjúkratilburðum, gevur hetta 55% av 14.000, sum er 7.700 sjúkradagar, svarandi til eina eykaútreiðslu uppá kr. 2.750.000.
  3. Nakað av peningi skal nýtast sum gjald fyri eyka læknaváttanir.
  4. Fyrisitingin skal økjast nakað, helst eini 2-3 starvsfólk afturat.

Nevndin hevur frá sjey yrkisfeløgum, Føroya Arbeiðarafelag, Starvsmannafelagnum, Sjúkrasystrafelag Føroya, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Handverkarafelag og Føroya Lærarafelag fingið áheitan, dagfesta 11. november 1998, har feløgini heita á nevndina um at tilmæla, at uppskotini frá Miðflokkinum í løgtingsmálunum nr. 20 og 21 verða samtykt.

Ein meiriluti (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jákup Suni Joensen) mælir tinginum frá at taka undir við uppskotinum frá Miðflokkinum. Hetta tilmælið er grundað á tað, at tað fer at hava ov stórar útreiðslur við sær fyri landskassan at broyta dagpeningaskipanina á hesum øki.

Tá meirilutin ikki tekur undir við at taka karensdagaskipanina av, so metir meirilutin tað heldur ikki vera rímiligt at broyta dagpeningaskipanina, tí annars verða bólkarnir á arbeiðsmarknaðinum viðgjørdir ójavnt, tá tað snýr seg um løn undir sjúku.

Minnilutin (Hans Pauli Strøm, Kristian Magnussen og Marjus Dam) tekur undir við uppskotinum og hevur hesar viðmerkingar.

Tá lógin um dagpening vegna sjúku v.m. kom í gildi í Føroyum fyri 20 árum síðani, var hetta eitt stórt framstig fyri lønmóttakarar. Tó hevur m.a. verið tann avmarking, at sjúkradagpeningur ikki bleiv veittur fyrrenn 3. sjúkradag. Sostatt hava tey, ið eru umfatað av hesi lóg, altíð havt karensdagar.

Seinastu 20 árini eru nógv fólk sett í føst størv bæði innan tað almenna og á privata arbeiðsmarknaðinum. Hesi hava fingið løn undir sjúku frá fyrsta sjúkradegi.

Tó samtykti løgtingið í 1993 lóg um karensdagar fyri fastlønt starvsfólk, bæði almenn og privat, sum ein lið í sparingum tá.

Minnilutin tekur ikki undir við tí ósolidariska hugburði, at fólk, ið eru sjúk, framhaldandi skulu revsast við at missa lønina í 2 teir fyrstu sjúkradagarnar. Somuleiðis loyva vit okkum at ivast í, um lógin hevur virkað eftir ætlan, og um lógin verður umsitin soleiðis, at øll eru líka fyri lógini.

Tá minnilutin tekur undir við at avtaka lógina um karensdagar, so metir minnilutin, at tíðin nú má vera komin til at javnseta tey, ið vegna sjúku eru umfatað av sjúkradagpeningalógini soleiðis, at hesi fáa dagpening frá fyrsta sjúkradegi.

Minnilutin vísir eisini á, at broytingin í sjúkradagpeningalógini førir við sær eyka arbeiðsbyrðu á Almannastovuni, og at neyðug arbeiðsorka tí eigur at setast til hetta arbeiðið.

2. viðgerð 15. december 1998. §§ 1 og 2 fullu 11-0-15. Málið fallið. Málið avgreitt.