Javning av almannaveitingum

 

22 Uppskot til løgtingslóg um javning av almannaveitingum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 4. november legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 Uppskot

til

løgtingslóg um javning av almannaveitingum

§ 1. Henda lóg um javning av almannaveitingum er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 2 og 7 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 "om sosiale ydelser på Færøerne".

§ 2. Almannaveitingar, sambært lóg nr. 58 frá 15. mars 1967 "for Færøerne om folkepension", smb. lógarkunngerð nr. 103 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 37 frá 16. apríl 1997, lóg nr. 55 frá 15. mars 1967 "for Færøerne om invalidepension m.v.", smb. lógarkunngerð nr. 101 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við lóg nr. 1131 frá 21. desember 1994 og løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., sum broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 14. mars 1997, verða frá og við 1. januar 1999 javnaðar eftir føroyska prístalinum sambært §§ 4-6.

§ 3. Pensiónsupphæddirnar, upphæddirnar fyri vanligt og serligt barnagjald, umframt tær ymsu frádráttarupphæddirnar o.a. í teimum í § 2 nevndu lógum eru:

Upphæddir pr. 1/1-1998

Fólka- og Avlamispensiónslógin

1998

Árliga

Grundarupphædd - hjún bæði

37.968,00

Grundarupphædd - hjún annað og støk

47.784,00

Hálv grundarupphædd

23.892,00

Hálv hálv grundarupphædd

11.964,00

Hálv + hálv grundarupphædd

19.008,00

Avlamisviðbót heil - hjún bæði

19.068,00

Avlamisviðbót heil - hjún annað og støk

22.260,00

Avlamisviðbót hálv - hjún bæði

9.552,00

Avlamisviðbót hálv - hjún annað og støk

11.124,00

Avlamisviðbót - heil + hálv

5.556,00

Avlamisveiting - hjún bæði

17.412,00

Avlamisveiting - hjún annað + støk

21.432,00

Avlamisveiting - hjún (hin fær avl.veiting)

5.556,00

Avlamisískoyti (fólkapens við avl.veiting)

4.716,00

Hjúnabandsviðbót

4.200,00

Pensjónsviðbót - hjún bæði

11.136,00

Pensjónsviðbót – støk + hjún annað

7.380,00

Bíðiviðbót hjún bæði 5 ár

5.616,00

Bíðiviðbót - hjún annað + støk 5 ár

3.624,00

Bíðiviðbót - hjún bæði 3 ár

3.660,00

Bíðiviðbót - hjún annað + støk 3 ár

2.496,00

Bíðiviðbót - einligar kvinnur 5 ár

1.776,00

Bíðiviðbót - einligar kvinnur 3 ár

816,00

Bíðiviðb. - hjún bæði 5 ár áðrenn 1/4- 1961

3.816,00

Bíðiviðb. - hjún bæði 67 ár áðrenn 1/4- 1961

2.388,00

Bíðiv.b. - hjún a. + støk 67 ár áðrenn 1/4-1961

1.548,00

Bíðiv.b. - hjún a. + støk 70 ár áðrenn 1/4-1961

2.520,00

Hjálparviðbót

22.260,00

Røktarviðbót

44.412,00

Óarbeiðsførisviðbót - hjún bæði

22.320,00

Óarbeiðsførisviðbót - hjún annað + støk

30.852,00

Aldursviðbót - hjún bæði

6.264,00

Aldursviðbót - hjún + støk

3.936,00

Aldursviðb. - hjúnaðarfelagið yngri enn 80 ár

2.088,00

Aldursviðb. - hjúnaðarf. fær lægstu avlamisp.

3.156,00

Aldursviðb. - hjúnaðarf. fær miðal/hægstu avlp.

2.628,00

Lummap. Føroyskur satsur omanfyri 60 ár

7.512,00

Lummap. Føroyskur satsur niðanfyri 60 ár

9.012,00

Lóg um barnagjald til einsamallar uppihald. v.fl.

1998

Barnagjald smb. § 5

8.028,00

Barnagjald smb. § 15, 1-2

8.028,00

Økt barnagjald smb. § 15,3

16.056,00

Gjald í sambandi við føðing eftir § 6

459,00

Gjald til uppihald fyri & aftaná føðing eftir § 6 umframt sjúkrakassagjald

798,00

 

Frádráttarfríar inntøkuupphæddir pr. 1/1-1998

Fólkapensiónslógin:

1998

Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §4,1

18.900

Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §5,1 nr. 2 & 6,2

5.200

Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §11,2 - hjún

17.800

Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §11,2 - støk

12.100

Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §18,2

14.900

Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §18,3

13.900

Avlamispensiónslógin:

1998

Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §5,1

18.900

Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §6,2 - grundfrá.

5.200

Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §6,2 - persónligt arb.

14.900

Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §8,1 - støk

9.700

Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §8,1 - onnur

13.900

Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §12,2 - hjún

17.800

Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §12,2 - onnur

12.100

§ 4. Upphæddirnar sambært § 3 verða tann 1. februar á hvørjum ári javnaðar við prosentvísu broytingini í miðalprístalinum fyri undanfarna ár í mun til miðalprístalið fyri árið undan hesum.

§ 5. Tær soleiðis javnaðu árligu veitingarupphæddirnar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 12, meðan frádráttarupphæddirnar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 100.

§ 6. Landsstýrismaðurin í almannamálum ásetur við kunngerð javnaðu almannaveitingarnar í seinasta lagi 1. februar á hvørjum ári.

§ 7. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1999.

I. ALMENNAR VIÐMERKINGAR
Í 1993 samtykti Fólkatingið ein nýggjan skattareform. Ein avleiðing av hesum varð, at m.a. almannaveitingar frá 1. januar 1994 skuldu javnast eftir einum øðrum grundarlagi enn higartil. Satsurin fyri 1994 varð settur til -2%.

Í føroysku fólka- og avlamispensiónslógunum, umframt í lógini um barnagjald til einsamallar uppihaldarar, varð ásett, at veitingar sambært lógini verða javnaðar samsvarandi tí, sum er galdandi í Danmark. Ætlan landsstýrisins var ikki, at hesar veitingar skuldu lækkast og í uppskoti til fíggjarlóg fyri 1994, varð henda upphædd óbroytt í mun til 1993. Tí blivu hesar omanfyri nevndu lógir broyttar. Í fólka- og avlamispensiónslógunum stendur nú, at javningin: "reguleres efter hjemmestyrets nærmere bestemmelser". Í lógini um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. stendur, at gjøld og stuðul sambært hesi lóg verða javnað eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri almannaveitingar annars.

Við hesum lógarbroytingum skuldi løgtingið áseta nærri reglur um, hvussu tær sosialu veitingarnar skulu javnast. Í hesum sambandi varð eitt uppskot til løgtingslóg um áseting av almannaveitingum lagt fram. Saman við lógaruppskotinum lá eitt fylgiskjal, sum ásetti upphæddina av almannaveitingum. Henda lóg skuldi koma í gildi 1. januar 1994.

Í løgtinginum fór uppskotið í nevnd, Almanna- og heilsunevndina. Í álitinum frá nevndini stendur, at nevndin er samd um, at hesir satsir skulu regulerast. Tí mælir nevndin til, at ein tíðaravmarking verður sett inn í fyriliggjandi lógaruppskot, og at landsstýrið eigur at fyrireika slíkar endaligar reglur at fáa gildi frá 1. januar 1996. Endaliga lógin kom í gildi 1. januar 1994 og fór úr gildi 31. desember 1995. Lógin er síðani broytt/longd, síðstu ferð í desember 1997. Hetta merkir, at lógin fer úr gildi 31. desember 1998. Í viðmerkingunum til tað síðsta broytingaruppskotið skrivar landsstýrismaðurin, at landsstýrismaðurin í almannamálum ætlar at fáa sær politiskt grundarlag at leggja fram eitt uppskot til løgtingslóg um javnan av almannaveitingum seinni í hesari tingsetu.

Løgtingið samtykti soleiðis longu í 1994, at áleggja landsstýrinum at leggja fyri tingið lógaruppskot við endaligum reglum um javnan av almannaveitingum, har heimilað verður landsstýrinum við kunngerð at áseta greiniligari reglur um fyrisitingina av hesari skipan.

Ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt við at gera nágreiniligar útrokningar av, hvat árligi kostnaðurin má metast at verða, um almannaveitingarnar verða javnaðar eftir prístalinum ella lønargongdini. Í tilmælinum frá arbeiðsbólkinum stendur: "útfrá kanningini av, hvussu almannaveitingarnar fram til 1. juli 1993 hava verið javnaðar og út frá viðgerðini av verandi møguleikum at finna eitt hóskandi indeks fyri javnan av almannaveitingum, mælir bólkurin til, at almannaveitingarnar framyvir verða javnaðar eftir prístalinum á tann hátt, at veitingarnar verða broyttar hvønn tann 1. januar eftir prosentvísu broytingini í miðal prístalinum, 4 teir seinastu ársfjórðingarnir áðrenn 1. januar í mun til miðalprístali fyri 4 ársfjórðingar tíðarskeiðið frammanundan".

Um almannaveitingarnar høvdu verið javnaðar frá 1994 og prístali hevði verið nýtt sum grundarlag, so høvdu almannaveitingarnar verið hækkaðar við umleið 17%.

1993 er sett til indeks 100, har var miðalprístali 148,9

1994 er sett til indeks 102,4 har var miðalprístali 152,4

1995 er sett til indeks 105,6 har var miðalprístali 157,3

1996 er sett til indeks 108,5 har var miðalprístali 161,5

1997 er sett til indeks 111,5 har var miðalprístali 166,0

1998 er sett til indeks 117,1 har var miðalprístali 174,4 (173,0)

Sambært uppskotinum verða upphæddirnar á hvørjum ári javnaðar við prosentvísu broytingini í miðalprístalinum fyri undanfarna ár í mun til miðalprístalið fyri árið undan hesum. Miðalprístalið fyri 1997 var 166,0 og miðalprístalið fyri 1998 var higartil í ár 173,0, fyri tríggjar ársfjórðingar. Roknað verður við, at miðalprístalið fyri alt 1998 verður 174,4. Prosentvísa hækkingin frá 1997 til 1998, 166,0 til 174,4, er 5,1%.

Út frá hesum hevur uppskotið við sær eina meirútreiðslu uppá 21,1 mió. kr. fyri alt 1999. Sambært uppskotinum skulu almannaveitingarnar fyrst javnast frá 1. februar 1999, tí verða útreiðslurnar uppá umleið 19,3 mió. kr. fyri fíggjarárið 1999.

Útreiðslurnar, ið standast av hesum lógaruppskoti, eru ikki tiknar við í fíggjarlógaruppskotið fyri 1999.

Hetta uppskot hevur við sær, at pensiónsupphæddirnar, upphæddirnar fyri vanligt og serligt barnagjald, umframt tær ymsu frádráttarupphæddirnar o.a. verða javnaðar eftir føroyska prístalinum.

Somuleiðis verða upphæddirnar í forsorgarlógini og lógini um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima eisini javnaðar, tí hesar lógirnar vísa til pensiónslógina ella avlamispensiónslógina, tá upphæddirnar verða ásettar fyri ávísar veitingar.

Ætlanin er í ár at leggja fram eitt lógaruppskot fyri løgtingið, har fólka- og avlamispensiónslógirnar eru samanskrivaðar. Í hesum lógaruppskoti stendur, at upphæddirnar sambært hesi lóg verða javnaðar eftir reglum, ásettar í serligari løgtingslóg.

II. SERLIGAR VIÐMERKINGAR
Ad § 1. Lóg nr. 315 frá 17. mai 1995 "om sosiale ydelser på Færøerne"- rammulógin - heimilar heimastýrinum at gera løgtingslógir innan tað sosiala økið.

Ad §§ 2 - 3. Pensiónsupphæddirnar, upphæddirnar fyri vanligt og serligt barnagjald, umframt tær ymsu frádráttarupphæddirnar o.a. verða javnaðar eftir føroyska prístalinum sum ásett í hesi lóg. Galdandi upphæddir eru, sum ásett er í § 3. Somuleiðis verða upphæddirnar í forsorgarlógini og lógini um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima eisini javnaðar, tí hesar lógirnar í ávísan mun vísa til pensiónslógina ella avlamispensiónslógina, tá upphæddirnar verða ásettar.

Ad §§ 4 - 6. Upphæddirnar verða javnaðar á hvørjum ári. Hagstova Føroya roknar út javningar-prosentið og landsstýrismaðurin í almannamálum ásetur við kunngerð upphæddirnar í seinasta lagi 1. februar á hvørjum ári.

Ad § 7. Henda lóg kemur í gildi frá 1. januar 1999.

1. viðgerð 6. november 1998. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 11. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 1998 og eftir 1. viðgerð 6. november 1998 er tað beint í trivnaðarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 11. november, 24. november, 8. december og 9. december 1998, og hevur nevndin havt fund við Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann sum hevur latið nevndini tríggjar talvur við útrokningum av kostnaðinum av pensiónshækkingum:

Ein samd nevnd heldur, at heitið á lógaruppskotinum er ikki nøktandi fyri innihaldið í uppskotinum tá uppskotið bæði snýr seg um ásetan og javning av almannaveitingum. Undir viðgerðini er nevndin vorðin varug við mistøk í teirri eini talvuni í § 3, og hevur landsstýrið latið nevndini uppskot til tvær rættaðar talvur. Út frá hesum setur samd nevnd fram

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýrisins

1) Í heitinum verður "javning av almannaveitingum" broytt til "áseting og javning av almannaveitingum".

2) Í fyrstu talvuni í § 3 verða gjørdar hesar broytingar:

a) "Grundarupphædd- hjún bæði" verður broytt til "Grundarupphædd- hjún hvør"

b) "Avlamisviðbót heil - hjún bæði" verður broytt til "Avlamisviðbót heil - hjún bæði hvør"

c) "Avlamisviðbót hálv - hjún bæði" verður broytt til"Avlamisviðbót hálv - hjún hvør"

d) "Avlamisveiting - hjún bæði" verður broytt til " Avlamisveiting - hjún hvør"

e) "Pensiónsviðbót - hjún bæði " verður broytt til "Pensiónsviðbót - hjún hvør "

f) "Óarbeiðsviðførisviðbót - hjún bæði" verður broytt til "Óarbeiðsviðførisviðbót - hjún hvør"

Ein meiriluti (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jákup Suni Joensen) mælir løgtinginum til at taka undir við uppskotinum frá Landsstýrinum um at prístalsviðgera og dagføra pensiónirnar.

Meirilutin ásannar, at verandi pensiónir ikki eru tíðarhóskandi og treingja til munagóðan bata, og heitir meirilutin í trivnaðarnevndini staðiliga á Landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum, um í næstu framtíð at koma við ítøkiligum ætlanum til broyting og betran av verandi pensiónsviðurskiftum. Hetta serliga við atliti til teir av okkara pensionistum, ið verst eru fyri í føroyska samfelagnum.

Minnilutin (Hans Pauli Strøm, Kristian Magnussen og Marjus Dam) tekur undir við uppskoti landsstýrisins um at javning av almannaveitingum, skal setast í verk aftur frá 1. feb. 1999.

Hetta heldur minnilutin tó ikki vera nóg mikið og vísir á, at Føroyar hava fingið góða avtalu við donsku stjórnina, soleiðis at afturgjaldingin av landskassaskuldini er komin í skilagóða fasta legu, umframt at vit hava fingið eftirgivið kr. 900 mió av skuldini vit høvdu til danska statin. Harumframt verður vantaða avlopið hjá landskassanum fyri 1998 uml. kr.378 mió, aftaná rentur og avdráttir. Roknast kann eisini við einum lutfalsliga stórum avlopi í 1999.

Allir tingmenn eru samdir um, at fólkapensiónin seinastu mongu árini er afturúrsigld. Einasti batin hesi árini er arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin, ið byrjaði sítt útgjald í apríl í 1997. Tann partvísa javningin av almannaveitingum, herundir fólkapensiónin, ið verður fyrisligin í uppskoti lansstýrisins, er bert eitt lítið endurgjald fyri reallønartapið , sum fólkapensiónirnir hava havt seinastu árini, síðan javningin av pensiónunum helt uppat í 1993.

Minnilutin heldur tað ikki vera sømuligt, at samgongan og landsstýrið nýta ein pensiónsreform, ið tað tekur eitt heilt arbeiðslív at spara upp til, sum undanførðslu fyri ikki at hækka pensiónirnar.

Hóast føroyski búskapurin hevur tað gott í løtuni, so er neyðugt at vísa størsta varsemi, tá okkara búskapur er sera viðbrekin. Hóast vit viðurkenna, at allir fólkapensionistar hava verið fyri stórum reallønartapi, meta vit tað verða mest neyðugt fyrst og fremst at bøta um fíggjarligu korini hjá teimum pensionistum, ið bert hava almennu fólkapensiónina at liva av, og hjá teimum, ið ikki hava stórvegis av aðrari inntøku.

Minnilutin fyrislær, at vit hækka pensiónsviðbótina til stakar fólkapensionistar við kr. 1300,00 um mðr. og pensiónsviðbótina til hvønn, tá talan er um hjún, við kr. 850,00 um mðr. Hækkingin skal koma í gildi frá 1. feb.1999.

Bruttokostnaðurin fyri landskassan av hesum broytingaruppskoti til uppskot landsstýrisins verður mettur til kr. 40 mió. í 1999. Harav endurrinda kommunurnar landskassanum kr. 2.7 mió., ið er 6,75%. Pensiónsviðbótin er skattskyldug, og koma uml. 2 mió. inn aftur í øktum skatti í landskassan og uml. 4 mió. í kommunukassarnar. Í dag fáa nógvir pensionistar ískoyti til pensiónina, orsakað av at pensiónin er so lág. Broytingaruppskotið vil viðføra, at hesi ískoyti í summum førum vil lækka ella fella burtur, og harvið vil hetta eisini viðføra eina sparing fyri landskassan. Orsakað av at pensiónsviðbótin verður hækkað, kemur javningin av almannaveitingum at kosta landskassanum uml. kr. 2 mió. meira. Nettokostnaðurin fyri landskassan verður sostatt mettur til í mesta lagi kr. 37 mió. fyri 1999.

Út frá hesum viðmerkingum setur minnilutin ( Hans Pauli Strøm, Kristian Magnussen og Marjus Dam) fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýrisins

Sum nýtt stk 2 í § 7 verður sett:

"Stk. 2. Frá 1. februar 1999 verður henda broyting gjørd í fyrstu talvuni í § 3:

Orðini "Pensiónsviðbót - hjún bæði 11.136,00" og "Pensiónsviðbót - støk + hjún annað 7.380,00" verða strikaði og á sama pláss sett:

Pensjónsviðbót hjún hvør (fólkapensjón) *

22.980,00

Pensjónsviðbót (støk+hjún annað) (fólkapensjón) *

31.536,00

Pensjónsviðbót hjún hvør

5.568,00

Pensjónsviðbót (støk+hjún annað)

7.380,00

* Víst verður til fólkapensjónslógina § 11.

  

2. viðgerð 16. december 1998. Broytingaruppskot frá Hans Paula Strøm, Marjus Dam og Kristian Magnussen til § 7 fall 12-0-18. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu

3. viðgerð 22. december 1998. Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt. Málið avgreitt.

J.nr. 687-1/98
Ll.nr. 105/1998 frá 29.12.1998