Kapping

 

23  Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kapping

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 4. november, legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kapping

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 83 frá 6. juni 1997 um kapping verður gjørd henda broyting:

§ 15 verður orðað soleiðis:

"§ 15. Kærunevndin fyri kappingarmál er sett saman av tí ikki fyrisitandi sorinskrivaranum sum formanni og tveimum øðrum limum settum av landsstýrismanninum. Fyri hvønn av limunum velur landsstýrismaðurin varalimir. Limirnir valdir av landsstýrismanninum skulu vera óheftir av vinnuligum áhugamálum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um virksemi og samsýning nevndarinnar."

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 Viðmerkingar

Løgtingsmálið varð lagt fyri tingið í vár, men fall burtur vegna løgtingsvalið 1998.

Tann 1. august 1997 varð løgtingslóg um kapping sett í gildi. Í hesum sambandi skuldi ein kærunevnd veljast, har kærur viðvíkjandi avgerðum, tiknum av kappingarráðnum, kundu kærast, og hvørs avgerðir kundu leggjast fyri Føroya Rætt.

Í verandi lóg um kapping er ásett :

"§ 15. Í kærunevndini fyri kappingarmál eru ein formaður og 2 aðrir limir settir av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá Føroya Rætti. Fyri hvønn av limunum verða valdir varalimir. Formaður skal vera løgfrøðingur, og formaður og limirnir skulu vera óheftir av vinnuligum áhugamálum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um virksemi og samsýning nevndarinnar."

Í viðmerkingunum til hesa grein stendur: "Í kærunevndini sita 3 limir sum verða útnevndir av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá Føroya Rætti. Limirnir mugu vera óheftir av vinnuligum áhugamálum, men tað er sjálvandi ein fyrimunur, um teir samstundis hava vitan um kappingarviðurskifti. Einki er ásett í sjálvari lógini um virksemi nevndarinnar, herundir viðvíkjandi valskeiði, men heimild er hjá landsstýrismanninum eftir stk. 2 í kunngerð at áseta slíkar."

Føroyar Rættur vendi sær til Vinnumálastýrið í november 1997 og vísti á, at ásetingin var óheppin, tí hon gongur út frá, at Føroya Rættur hevur vitan um vinnuligt virksemi. Rætturin setti seg ikki føran fyri at gera eitt tíllíkt tilmæli. Rætturin heitti tí á Vinnumálastýrið um at fremja broyting í lógini, soleiðis at rætturin varð frítikin fyri at gera eitt tilmæli.

Samstundis er neyðugt við einari óheftari kærunevnd innan kappingarmál, og tí verður skotið upp at broyta lógina soleiðis, at formaðurin er tann ikki fyrisitandi sorinskrivarin, men at landsstýrismaðurin velur hinar limirnar. Tann ikki fyrisitandi sorinskrivarin verður føddur limur, tí tann fyrisitandi kann koma í gegnis trupulleikar um, hann tekur sæti sum føddur limur.

Lógarbroytingin er gjørd í samráð við Føroya Rætt, danska løgmálaráðið og forsetan fyri Eystara Landsrætt.

Fíggjarligur kostnaður av uppskotinum er ongin mótvegis verandi ásetingum í § 15 í løgtingslóg um kapping. Nevndin fær samsýning fyri arbeiði sítt, og er játtanin á fíggjarlógini fyri 1998 til kappingarráðið 1,5 mió. kr., og er her íroknað samsýning til kærunevndina.

Kappingarráðið varð valt síðst í august 1997 og 19. september varð kunngerð nr. 141 lýst fyri virksemið ráðsins.

1. viðgerð 6. november 1998. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 13. november 1998 legði fram soljóðandi

 

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 4. november 1998 og eftir 1. viðgerð tann 6. november 1998 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 11. november 1998.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 17. november 1998. §§ 1 og 2 samtyktar 23-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 20. november 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 1104-8/97
Ll. nr. 81/1998