Rammuavtala fiskirættindi

 

26 Góðkenning av rammuavtalu millum Føroya Landsstýri og Grønlands Landsstýri um sínámillum fiskirættindi

A. Upprunauppskot
B. Avtala
C. 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð

Ár 1998, 4. november, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna løgmann vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

Vísandi til § 52, stk. 2 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya og til § 23 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum, góðkennir løgtingið hjáløgdu rammuavtalu um sínámillum fiskirættindi millum Føroyar og Grønland, fyribils galdandi frá 27. mai 1997.

Viðmerkingar

Hjáløgd er avtalan um tingingar millum Føroya Landsstýri og Grønlands Landsstýri um sínámillum fiskirættindi. Henda rammuavtala er sambært § 6 fyribils sett í verk tann 27. mai 1997.

Føroyar og Grønland hava leingi samstarvað á fiskivinnuøkinum í altjóða felagsskapum sum NEAFC (fiskiveiðinevndin fyri landnyrðingspartinum av Atlantshavinum) og NAFO (fiskiveiðifelagsskapurin fyri útnyrðingspartinum av Atlantshavinum).

Svartkalvi og kongafiskur eru felags fiskastovnar millum Føroyar og Grønland (og Ísland). Í næstum verður avtala undirskrivað millum strandalondini Føroyar, Grønland og Ísland um fyristing av svartkalva og kongafiski.

Teir ferðandi stovnar, ið Føroyar og Grønland hava áhuga í, eru kongafiskur í Irmingarhavinum og várgýtandi norðhavssildin.

Í 1997 varð ein fyribils avtala gjørd um bæði kongafisk og sild, har Føroyar kundu veiða upp til 4.500 tons av kongafiski í Irmingarhavinum, og av hesum kundu 3.500 tons fiskast í grønlendskum sjógvi. Grønland kundi veiða 3.000 tons av føroysku kvotuni av várgýtandi norðhavssildini, ið eisini kundi verða fiskað í føroyskum sjógvi. Harafturat var semja um, at Grønland flytir fiskidagar eftir rækjum við Flemish Cap til Føroyar.

Í 1998 er eisini avtala gjørd um kongafisk og sild. Hon er tann sama sum fyri 1997, tó kunnu føroysk skip nú taka allan kongafiskin í grønlendskum sjógvi. Eisini skulu Føroyar fáa møguleika at fáa lodnukvotur í grønlendskum sjógvi, um Grønland ikki nýtir alla kvotuna. Harumframt kunnu føroysk verksmiðjuskip setast inn at taka móti fiski, um so er, at toskafiskiskapurin byrjar aftur í Grønlandi, og grønlendsk virkir ikki hava orku at virka fiskin.

Umframt hetta er í 1998 avtala gjørd um royndarfiskiskap. Eitt føroyskt skip kann reka royndarveiðu eftir svartkalva norðanfyri 68°50’N í Norðurvesturgrønlandi, og eitt grønlendskt línuskip kann reka royndarveiðu á djúpum vatni í føroyskum sjógvi.

Rammuavtalan veitir møguleika fyri, at Føroyar og Grønland víðka samstarvið innan fiskivinnu í framtíðini.

Avtala
um tingingar millum
Føroya landsstýri og Grønlands landsstýri
um sínámillum fiskirættindi

Føroya landsstýrið og Grønlands Landsstýri,

eru vorðin samd um:

Grein 1

  1. Partarnir skulu hittast einaferð um árið at meta um felags fiskivinnumál og at finna møguleikar fyri at fáa atgongd til fiskiøkini hjá hvørjum øðrum at fiska partar av teimum kvotum, sum mettar verða at kunna verða gagnnýttar skilagott við sínaámillum atgongd.

  2. Partarnir skulu harafturat meta um gagnnýtsluna av tilfeinginum í havinum.

  3. Samstundis skulu partarnir meta um møguleikar fyri at arbeiða saman á fiskivinnuøkinum t.d. við Joint Venture ella øðrum samstarvi bæði innan tað almenna og tað privata.

Grein 2

  1. Fiskifør hjá øðrum partinum skulu, tá ið tey fiska inniá hjá hinum partinum, rætta seg eftir friðingartiltøkum, lógum og fyriskipanum, og øðrum reglum og treytum fyri fiskiskapi, ið viðkomandi partur, inni á hvørs øki fiskiskapurin fer fram, hevur ásett.

  2. Tá ið nýggjar lógir, fyriskipanir, reglur ella treytir, sum ávirka, hvussu fiskiskapurin hjá øðrum partinum kann fara fram inniá fiskiøkinum hjá hinum partinum, verða samtyktar, skal boðast frá hesum í hóskandi tíð frammanundan.

Grein 3

  1. Hvør av pørtunum skal ansa eftir, at hansara borgarar og før halda reglurnar í hesari avtalu og aðrar fyriskipanir fyri fiskiskap.

  2. Hvør av pørtunum kann á sínum øki, í samsvari við altjóða rætt, seta neyðug tiltøk í verk til at tryggja sær, at førini hjá hinum partinum halda reglurnar í hesi avtalu.

Grein 4

  1. Avvarðandi myndugleikar hjá hvørjum partinum, skulu boða avvarðandi myndugleikum hjá hinum partinum frá upplýsingum av týdningi fyri tey fiskifør, ið ætla at fiska inniá hjá hinum partinum samsvarandi grein 1. Tá ið teir fáa slíka fráboðan, skulu partarnir, hvør eftir síni lóggávu, geva loyvi, ið neyðug eru til at gera hin partin føran fyri at fiska tær kvotur, ið fingnar eru.

  2. Eftir áheitan skulu partarnir lata hvørjum øðrum upplýsingar um avreiðingar í fiskiøkinum hjá hinum partinum.

Grein 5.

  1. Partarnir vilja samarbeiða til tess at tryggja forsvarliga umsiting og varðveiting av tí, sum livir í havinum, serliga, tá talan er um
    a) stovnar, ið finnast inniá hjá báðum pørtum, og
    b) stovnar av felags áhuga, ið finnast inniá hjá báðum pørtum og á leiðum nærhendis uttanfyri øki teirra

  2. Partarnir skulu samráðast um, hvussu henda avtala skal setast í verk, og hvussu samvinnan partanna millum kann mennast.

Grein 6.

  1. Henda avtala verður fyribils sett í verk dagfestingardagin og kemur endaliga í gildi, tá ið báðir partar hava boðað frá, at tær neyðugu mannagongdirnar, ið stýrisskipan teirra ásetir, eru uppfyltar.

  2. Henda avtala skal galda fyri eitt tíðarskeið upp á 10 ár, roknað frá tí hon kemur í gildi. Verður hin ikki uppsøgd av øðrum partinum minst 12 mánaðir, áðrenn hetta tíðarskeið er runnið út, skal avtalan framvegis galda í onnur 6 ára skeið, um ikki uppsøgn verður givin minst 12 mánaðir, áðrenn eitt 6 ára skeið er liðið.

Sett upp í Keypmannahavn                1997 í tveimum eintøkum ávikavist á føroyskum og donskum, ið bæði hava sama gildi.

Undirritað í Tórshavn 27. mai 1997.

1. viðgerð 6. november 1998. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 1. december legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 4. november 1998 og eftir 1. viðgerð tann 6. november 1998 beint í uttanlandsnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 24. november 1998.

Uppskotið varð eisini lagt fram av landstýrinum í vár, men datt burtur orsakað av løgtingsvalinum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, men skjýtur upp, at uppskot landsstýrisins til samtyktar verður samtykt við niðanfyristandandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t i
til
uppskot landsstýrisins

Orðini "og til § 23 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum" verða strikað.

Viðmerkingar:
Tann heimild, sum landsstýrið hevur fingið við § 23 í lógini um vinnuligan fiskiskap, er ikki treytað av góðkenning løgtingsins. Ábyrgdin fyri fyrisitingini av lógini um vinnuligan fiskiskap liggur hjá landsstýrinum. Orðingin í uppskotinum frá landsstýrinum kann hava við sær iva um, hvar ábyrgdin liggur.

2. viðgerð 3. december 1998. Broytingaruppskot frá samdari uttanlandsnevnd samtykt 28-0-0. Uppskot til samtyktar soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Málið avgreitt

J.nr. 1555-8