Burturluting

 

30  Uppskot til løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 6. november, legði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vegna Karsten Hansen, landsstýrismann, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m.

I . Avgjaldsskylda og -grundarlag

§ 1. Vinningur av burturluting, eydnuspæli, happadrátti, vedding, premiulánsbrævi, premiukonto, gitikapping o. tl., har loyvi krevst frá føroyskum myndugleika ella sum haldast vera almennar, hóast loyvi ikki krevst, er undantikin inntøkuskatti til land og kommunu.

Stk. 2. Vinningur frá bókmentaligari, listaligari, vísindaligari og tekniskari kapping og virðisløn fyri tílíkt arbeiði er undantikin inntøkuskatti til land og kommunu.

Stk. 3. Í staðin fyri inntøkuskatt skal latast gjald, sum er 15% av tí parti av vinninginum, sum er omanfyri 3.000,00 kr. Gjaldið fellur til landskassan.

Stk. 4. Fellur vinningurin á ein lutaseðil, sum er býttur í partar, verður avgjaldið roknað av hvørjum partlutaseðli sær.

Stk. 5. Tað hevur onga ávirkan á avgjaldsútrokningina, at fleiri persónar í felag spæla uppá sama lutaseðil (heilan seðil ella ein partlutaseðil) ella á annan hátt í felag vinna ein í hesi lóg umrøddu vinningum.

II. Uppgerð og rindan av avgjaldinum.

§ 2. Tað áliggur honum, sum vegna felag hevur fingið loyvi til burturluting v.m., ella har loyvi ikki krevst, honum sum skipar fyri, at gjaldið eftir §1, stk. 3 verður rindað landskassanum.

§ 3. Avgjøld av vinningum eftir løgtingslóg um ítróttarvedding, føroyskan happadrátt, kringvarp og happadráttarloyvi til Útvarp Føroya skulu fráboðast og rindast landskassanum eftir reglum ásettar av landsstýrismanninum.

§ 4. Í øðrum førum skal loyvishavarin í seinasta lagi ein mánað aftaná burturlutingina v.m. lata Toll- og Skattstovu Føroya uppgerð, sum greitt sýnir avgjaldsgrundarlagið.

Stk. 2. Roknaða avgjaldið skal rindast samstundis, sum uppgerð verður latin Toll- og Skattstovu Føroya.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera nærri reglur fyri slíkum uppgerðum.

Stk. 4. Verður uppgerðin ikki latin inn rættstundis, kann avgjaldið verða hækkað .

Hækkingin kann í mesta lagi verða 50% av roknaða avgjaldinum.

§ 5. Har vinningur ikki er í reiðum peningi, verður virðið roknað eftir handilsvirði við sølu til brúkara.

III . Vinningar uttanlands

§ 6. Vinningur av burturluting v.m. uttan fyri Føroyar til persón fevndur av §1 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt er undantikin inntøkuskatti til land og kommunu, um vinnarin rindar gjald til landskassan eftir reglunum í hesi lóg. Vinnarin skal skrivliga boða Toll- og Skattstovu Føroya frá innan 14 dagar aftaná, at vinningurin er goldin vinnaranum.

§ 7. Avgjald, sum er goldið aðrastaðni enn í Føroyum av vinningi haðani, kann verða drigið frá í tí gjaldi, sum latast skal eftir hesi lóg. Frádrigið kann tó ikki verða meira enn tað avgjald, sum annars skuldi verðið rindað landskassanum eftir hesi lóg.

IV. Eftirlit og innkrevjing.

§ 8. Toll- og Skattstova Føroya umsitur og innkrevur avgjøld eftir hesi lóg.

Stk. 2. Toll- og Skattstova Føroya kann krevja, at loyvishavarin leggur fram tey skjøl, sum eru grundarlag fyri roknskapinum.

Stk. 3. Somuleiðis kann Toll- og Skattstova Føroya koma á staðið at skoða vinningarnar.

§ 9. Toll- og Skattstova Føroya kann krevja avgjaldseftirstøðu inn við panting.

V. Revsireglur.

§ 10. Við sekt verður hann revsaður, sum við vilja ella av grovum ósketni:

1) gevur skeivar ella villeiðandi upplýsingar ella heldur aftur upplýsingar til nýtslu fyri útrokningini av avgjaldi eftir hesi lóg,

2) ikki letur inn uppgerð so sum fyriskrivað er í § 4, stk.1,

3) ikki avroknar avgjald til landskassan eftir § 3 og § 4, stk. 2.

§ 11. Toll- og Skattstova Føroya kann boða loyvishavaranum frá, at málið kann verða loyst uttan rættarviðgerð, um so er, at hann viðgongur seg sekan í lógarbrotinum og váttar, at hann innan nærri ásetta freist, sum eftir áheitan kann verða longd, vil gjalda eina í fráboðanini tilskilaða bót.

VI. Gildiskomu- og skiftisreglur.

§ 12. Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer løgtingslóg nr. 11 frá 9. apríl 1968 um gjald av vinningi við burturluting v.m.úr gildi.

Stk. 2. Avgjald av vinningi av spæli í Føroyum aftaná 1. januar 1997, har loyvi er givið við heimild í løgtingslóg um ítróttarvedding, verður roknað eftir reglunum í hesi lóg.

Stk. 3. Fyri føroyska happadráttin koma reglurnar í hesi lóg í gildi 1. juli 1999. Fram til 1. juli 1999 verður avgjald latið eftir § 1, litra e í løgtingslóg um Føroyskan Happadrátt.

Almennar viðmerkingar
Síðani P/F Ítróttarvedding tók upp samstarv við Dansk Tipstjeneste er komið fram, at lóggávan um skatting av vinningum er heldur fløkjaslig. Óvissa hevur verið um, hvørt talan er um skattskyldu ella avgjaldsskyldu og um støddina av avgjaldinum.

Í verandi lóggávu er høvuðsreglan, at vinningar eru skattskyldug inntøka. Undantikið frá høvuðsregluni í skattalógini eru vinningar, sum rinda avgjald eftir burturlutingarlógini, vinningar frá Føroyska Happadráttinum og føroysk og donsk premiulánsbrøv. Harumframt er í lógini um Ítróttarvedding ásett, at vinningarnir eru undantiknir inntøkuskatti til land og kommunu, hóast skattalógin ikki nevnir slíkar vinningar.

Ein arbeiðsbólkur varð settur við tí endamáli at fáa greiðari reglur á økinum.

Við hesum uppskoti verður høvuðsreglan, um at vinningar eru skattskyldug inntøka, varðveitt, meðan bert teir vinningar, sum avgjald skal latast av eftir burturlutingarlógini, verða undantiknir inntøkuskatti til land og kommunu.

Ætlanin er, at vinningar av øllum lógligum spølum í Føroyum skulu lata sama avgjald til landskassan eftir hesi lóg. Allir vinningar verða javnsettir. Munur verður ikki gjørdur á, um vinningurin stavar frá einhvørjari burturluting ella einhvørjari listarligari kapping.

Í mun til verandi lóggávu hevur hetta við sær, at vinningar, sum stava frá listarligum kappingum o.t., sum í dag ikki lata nakað avgjald og heldur ikki teljast við í skattskyldugu inntøkuna, skulu rinda sama avgjald, sum aðrir vinningar. Hetta átti alt annað líkað at viðført eina størri avgjaldsupphædd til landskassan, men ikki ber til at siga hvussu mikið, tá hesir vinningar ikki hava latið avgjald áður.

Í mun til happadráttin fer eisini ein broyting fram. Avgjaldið, sum í dag er 10%, verður sett upp til 15%. Samstundis verður botnmarkið fyri, nær avgjald verður latið, hækkað til kr. 3.000. Hetta ger, at smærri vinningar sleppa undan at rinda avgjald. Henda broyting verður mett at minka um avgjaldsupphæddina til landskassan við uml. 150 tús. kr. Umsitingarliga verður ikki mett, at henda lóg viðførir nakrar meirútreiðslur fyri landskassan.

Í samband við § 7, har landskassin gevur avkall upp á avgjald av vinningum uttan fyri Føroyar, kann nevnast, at arbeitt verður í løtuni við at fáa avtalu í lag við donsku myndugleikarnar um, at avgjaldið, sum statskassin fær frá Dansk Tipstjeneste, sum stavar frá Føroyum, skal afturrindast til landskassan. Kemur henda avtala í lag, gevur hetta eina inntøku til landskassan á umleið 4 mió. kr.

Henda skipanin hevur við sær, at neyðugt er at gera broytingar í løgtingslóg um Føroyskan Happadrátt, Ítróttarvedding og Eydnuspæl. Samstundis var neyðugt at gera so mikið umfatandi broytingar í burturlutingarlógini, at mett varð, at frægast var at gera eina nýggja burturlutingarlóg.

Viðmerkingar til tær einstøku greinirnar
Til § 1. Uppremsingin er ikki ætlað at vera úttømandi. Møgulig komandi spøl skulu eisini verða umfataði av burturlutingarlógini.

Til stk. 3. Higartil hava vinningar undir kr. 3.000 verið avgjaldsfríir, meðan vinningar omanfyri hava rindað 15% í avgjaldi av fullari upphædd. Við hesi lóg verður avgjald bert latið av tí partinum av vinninginum, sum er oman fyri kr. 3.000.

Til stk. 4. Fyri tey spøl, t.d. happadráttin, har seðlarnir verða givnir út og seldir í hálvum og minni pørtum, verður botnmarkið uppá kr. 3.000 galdandi fyri hvønn partlutaseðil sær.

Til stk. 5. Í øðrum førum er bert ein botnfrádráttur, hóast fleiri hava keypt ein seðil í felag.

Til § 2. Her verður gjørt greitt, at tað ikki er vinnarin, sum hevur ábygdina av, at avgjaldið verður rindað landskassanum, men at tað er loyvishavarin ella hann, sum skipar fyri tekniskum kappingum, sum skal halda aftur avgjaldinum og syrgja fyri, at avgjaldið verður latið landskassanum.

Til § 3. Ætlanin er, at avrokningin av avgjøldunum frá teimum stóru spølunum skal verða fyriskipað fyri seg.

Til § 4. Fyri aðrar vinningar enn teir, sum koma undir § 3, skal uppgerð latast Toll- og Skattstovu Føroya. Uppgerðin er grundarlagið fyri útrokningini av avgjaldinum.

Til § 6. Um ein borgari, sum er undir fullari skattskyldu til Føroya, vinnur í útlendskum spæli, er ætlanin, at vinnarin, við at rinda avgjald til landskassan eftir hesi lóg, ikki skal telja vinningin við í skattskyldugu inntøkuna. Boðast skal Toll- og Skattstovu Føroya frá innan 14 dagar aftaná, at vinningurin er goldin vinnaranum. Um vinnarin ikki boðar frá, er vinningurin skattskyldug inntøka.

Til § 7. Í teimum førum, har ein borgari vinnur í útlendskum spæli og longu hevur goldið avgjald í tí landi, har spælið er farið fram, skal vinnarin ikki rinda avgjald einaferð afturat. Tó so, at um tað goldna avgjaldið er minni enn 15%, skal munurin rindast landskassanum. Henda áseting fevnir t.d. um spølini hjá Dansk Tipstjeneste í Føroyum.

Til §§ 8 og 9. Higartil hevur Føroya Gjaldsstovu havt umsitingina av avgjaldinum um hendi. Við hesum verður umsiting og eftirlit lagt til Toll- og Skattstovu Føroya. Orsøkin er, at neyvt samband er millum skatting og avgjald av vinningum. Harafturat hevur Toll- og Skattstova Føroya longu eina fyrisiting, sum er uppbygd til at hava eftirlit við skattalógini og avgjaldslógum.

Til §§10 og 11. Her verður ásett hvørja avleiðing brot á lógina hevur.

Til § 12. Við hesum verður gjørt greitt, at vinningar frá Dansk Tipstjeneste aftaná 1. januar 1997 ikki eru skattskyldug inntøka, men skulu lata eitt avgjald uppá 15% til landskassan.

Fyri at happadrátturin skal fáa høvi til at laga seg til broytingarnar, fáa reglarnar í hesi lóg ikki gildi fyri Føroyska Happadráttin fyrr enn 1. juli 1999.

1. viðgerð 17. november 1998. Løgtingsmálini nr. 30, 54, 55 og 56/1998 viðgjørd undir einum. Hetta málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 15. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið varð lagt fram av landsstýrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. viðgerð 17. november 1998 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

 

2. viðgerð 18. december 1998. §§ 1 til og við 12 samtyktar 28-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 22. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 2540-57/98
Ll.nr. 99/1998 frá 29.12.1998