FHS-útbúgvingar

 

31  Uppskot til  løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið (FHS-útbúgvingar)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 6.  november, legði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi 

Uppskot
til
løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið (FHS-útbúgvingar)

Kapittul 1
Stevnumið og bygnaður

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið og hava eftirlit við henni.

§ 2. Útbúgvingin gevur neyðuga grundarlagið undir framhaldandi yrkisútbúgving eftir yrkisútbúgvingarlógini, undir hægri handilspróvtøku eftir lógini um hægri handilsútbúgving og undir einum sjálvstøðugum prógvi.

Stk. 2. Sum støði undir yrkisútbúgving varir útbúgvingin annaðhvørt eitt ella tvey ár, og verður hon samskipað við teimum framhaldandi skúlapørtunum av yrkisútbúgvingunum innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið.

Stk. 3. Sum støði undir hægri handilsútbúgving verður útbúgvingin skipað sum eitt støðisár og samskipað við hægru handilsútbúgvingina.

§ 3. Sum støði undir og partur av eini yrkisútbúgving skal útbúgvingin hava tey stevnumið, sum eru nevnd í yrkisútbúgvingarlógini.
Stk. 2. Útbúgvingin skal annars sum ein samanhangandi heild miða ímóti at geva næmingunum persónligar, samfelagsligar, búskaparligar, fyriskipanarligar, málsligar, mentanarligar, samskiftisligar, kunningartøkniligar og tænastuligar førleikar. Við støði í føroyskum máli og føroyskari mentan skal útbúgvingin leggja dent á at skilja vinnulívskorini og korini fyri vinnulívsmenning bæði í heimligum og altjóða høpi.

§ 4. Útbúgvingin kann skipast sum partvís útbúgving fyri næmingar, sum hava lokið aðra útbúgving á minst sama stigi sum ein fullførd útbúgving eftir hesi lóg.

Stk. 2. Skipað kann verða fyri framhaldandi yrkisskeiðum og pørtum av verkligari læru, sum neyðug eru fyri at fullføra eina yrkisútbúgving innan fyrisitingar-, handils-, og skrivstovuøkið.

Stk. 3. Skipað kann verða fyri styttri vinnuligum framhaldsskeiðum.

Stk. 4. Skipað kann verða fyri undirvísing í støkum lærugreinum.

Stk. 5. Skipað kann verða fyri undirvísing fyri sjálvlesandi og í fjarlestri.

§ 5. Útbúgvingin fer fram í skúlum, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, smb. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, nærri reglur um innihaldið í førleikakrøvunum smb. § 3, stk. 2 og um innihaldið í teimum serligu skipanunum smb. § 4.

Kapittul 2
Upptøka

§ 6. Næmingur, sum hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans, ella sum hevur í minsta lagi samsvarandi kunnleikastøði, kann eftir umsókn takast upp í útbúgvingina, um upptøkuskúlin metir, at umsøkjarin er førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt og at taka útbúgvingina til ásetta tíð.

Stk. 2. Næmingur skal kunna velja ímillum tær undirvísingarbreytir, sum skúlin hevur, og sum skúlin metir hann skikkaðan til.

Stk. 3. Sum treyt fyri upptøku kann skúlin krevja, at næmingurin tekur ávísar lærugreinir ella ávísa eykaundirvísing.

Stk. 4. Somu treytir, sum ásettar eru í stk. 1 og 3, skulu setast næmingi, sum verður tikin upp eftir § 4, stk. 1, 4 ella 5.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin tryggjar í mest møguligan mun, at skikkaðir næmingar smb. stk. 1 kunnu verða tiknir upp í útbúgvingina.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um og treytir fyri upptøku í útbúgvingina ella partar av henni.

§ 7. Umsøkjari verður tikin upp í tann skúla, sum hann søkir inn á, treytað av at skúlin hevur pláss.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um samstarv millum skúlar um býti av næmingum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri áleggja skúla at seta útbúgvingar eftir hesi lóg ella partar av teimum á stovn og at taka upp eitt ávíst tal av næmingum.

Kapittul 3
Innihaldið í útbúgvingini

§ 8. Støðisútbúgvingin innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið fevnir um grundlærugreinir, yrkislærugreinir og vallærugreinir.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at undirvíst verður í øðrum lærugreinum.

Stk. 3. Grundlærugreinirnar eru býttar eftir námsgrein í

1) kravdar lærugreinir, sum skulu tryggja fakligu breiddina yvirhøvur,

2) støðið undir framhaldandi stigum og flest møguligar førleikar smb. § 3, og

3) vallærugreinir, sum eru neyðugt støði undir framhaldandi stigum.

Stk. 4. Grundlærugreinirnar eru skipaðar í grundstig og kravt stig.

Stk. 5. Yrkislærugreinirnar skulu í stóran mun styðja grundlærugreinirnar og binda tær saman fyri at røkka málunum í § 3, og kunnu annars vera støði undir serlærugreinum ella serlærugreinum, sum geva næminginum serligan yrkisførleika.

Yrkislærugreinir eru býttar í

1) økislærugreinir, sum fyri stóran part verða framdar undirvísingarliga sum evnisundirvísing, og

2) handilsfak, sum er felagsheitið fyri avsettar tímar til aðra serliga undirvísing.

Stk. 6. Vallærugreinir eru

1) grundlærugreinir, sum ikki eru kravdar,

2) grundlærugreinir á hægri stigum enn kravt verður,

3) yrkislærugreinir,

4) aðrar lærugreinir, sum nøkta áhugamál og tørv næmingsins.

§ 9. Næmingur, sum tekur útbúgving eftir § 2, stk. 2 eftir tveimum árum, skal hava kravdu grundlærugreinirnar, í minsta lagi 5 økislærugreinir, 2 vallærugreinir og handilsfak.

Stk. 2. Næmingur, sum tekur útbúgving eftir § 2, stk. 2 eftir einum ári ella eftir § 2, stk. 3, skal hava kravdu grundlærugreinirnar, í minsta lagi 1 økislærugrein, í minsta lagi 1 vallærugrein og handilsfak.

§ 10. Skúlin kann, tá talan er um evnisundirvísing, víkja frá tímabýttu lærugreinaundirvísingini.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti.

§ 11. Undirvísingin verður løgd til rættis við ynskjum næmingsins í huga og lagað eftir fortreytum og áhuga hansara.

Stk. 2. Serundirvísing og annar sernámsfrøðiligur stuðul kann verða givin næmingi, sum hevur tað fyri neyðini, eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

Stk. 3. Einstaka næminginum verður boðin útbúgvingar- og yrkisvegleiðing eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetir.

Stk. 4. Fyri næmingar, sum vegna sjúku ikki kunnu fylgja vanligu undirvísingini á skúlanum í longri tíð, verða undirvísingartiltøk framd eftir reglum um sjúkraundirvísing, ið landsstýrismaðurin ásetir.

§ 12. Landsstýrismaðurin ásetir eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, sbr. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, gjølligari reglur um lærugreinarøðir og innihald av grundlærugreinum, yrkislærugreinum og vallærugreinum, tímatal og á hvøjum stigi, tær kunna takast, smb. § 8 og 9.

Kapittul 4
Próvtøka

§ 13. Undirvísingin til støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið endar við próvtøku.

§ 14. Landsstýrismaðurin ásetir eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum gjølligari reglur um próvtøku, herímillum royndir og metingar í skúlaárinum, krøv og próvtøkuuppgevingar, próvtøkur, próvdøming, próvtøl og ummæli, og um hvussu lærugreinametini í teimum ymsu stigunum og onnur avrik telja við í tí vigaða miðaltalinum.

Kapittul 5
Fígging

§ 15. Landskassin rindar rakstrarútreiðslurnar av góðkendari undirvísing.

Stk. 2. Landskassin kann veita studning til royndar- og menningarvirksemi, eftirútbúgving, útbúgving av lestrarvegleiðarum og til faklig skeið.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um ásetingarnar í stk. 1 og 2.

§ 16. Undirvísingin er ókeypis fyri næmingarnar.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um gjøld fyri stakgreinalestur, sjálvlesandi og fjarlesandi í sambandi við undirvísing og próvtøku.

Stk. 3. Næmingarnir skulu sjálvir útvega sær bøkur og annað undirvísingartilfar.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann heimila skúlunum at taka gjald fyri ljóstøk, ið verða nýtt í undirvísingini.

Kapittul 6
Lærarar og próvdómarar

§ 17. Lærararnir skulu hava dagførdan fakligan og námsfrøðiligan førleika, sum ger teir skikkaðar at undirvísa í teimum lærugreinum og teimum stigum, teir verða settir til.

Stk. 2. Lærarar í lærugreinum á kravdum stigi skulu hava eina hóskandi útbúgving frá hægri lærustovni.

Stk. 3. Setan í fast starv sum lærari ella skúlastjóri er treytað av, at viðkomandi hevur staðið pedagogikum.

Stk. 4. Próvdómari skal í minsta lagi lúka somu førleikakrøv sum lærarin í viðkomandi lærugrein.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir gjølligari reglur um førleikakrøv, herímillum um útbúgving og praktiskar royndir, smb. stk. 1 og 2 og um pedagogikum smb. stk. 3.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera undantak frá ásetingunum í hesi grein.

Kapittul 7
Næmingaskyldur

§ 18. Næmingarnir hava møtiskyldu, skyldu at lata inn allar kravdar skrivligar uppgávur og skyldu at ganga eftir innanhýsis- og lestrarreglum skúlans.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta gjølligari reglur um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti.

Kapittul 8
Kærur

§ 19. Kærur um avgerðir skúlastjórans kunnu leggjast fyri landsstýrismannin.

Stk. 2. Kærast kann í seinasta lagi 1 viku eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um, hvørjar avgerðir kunnu kærast og um mannagongdina.

Kapittul 9
Aðrar ásetingar

§ 20. Landsstýrismaðurin kann geva skúlastjóranum boð í námsfrøðiligum málum.

§ 21. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá reglunum í hesi lóg fyri at fremja royndar- og menningarvirksemi.

Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemi má ikki minka um møguleikar næminganna at nýta teirra útbúgving sum støði undir framhaldslestri, og ei heldur um rættindi og møguleikar teirra á annan hátt.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá reglunum í hesi lóg, um heilt serligar umstøður gera tað neyðugt.

§ 22. Skúlin skal hava næmingarnar tryggjaðar móti skaðum, sum teir kunnu verða fyri undir skúlagongdini.

Kapittul 10
Gildisskipan

§ 23. Henda lóg kemur í gildi 1. august 1999.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, hvussu lógin verður nýtt fyri útbúgvingar, sum eru byrjaðar, men ikki endaðar, áðrenn henda lóg fær gildi.

Stk. 3. Samstundis sum henda lóg fær gildi, fer løgtingslóg nr. 49 frá 5. mai 1987 um grundútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, sum broytt við § 9 í løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 um broyting í ymiskum løgtingslógum um undirvísing, úr gildi.

Almennar viðmerkingar
Sambært løgtingslóg um lærlingaviðurskifti, nr. 29 frá 12. oktober 1954 ásetir Læruráðið í samráð við yrkini útbúgvingarreglurnar í lærlingaútbúgvingunum, meðan Læruráðið, í samráð við skúlamyndugleikarnar, fyrisetir ta til læruna hoyrandi skúlagongd. Lógin ásetir lærusáttmálaskyldu fyri allar lærlingar og ger skúlagongd til ein kravdan part av útbúgvingini. Lógin heimilar yrkisroyndum, men tað verður ikki kravt av handils- og skrivstovulærlingum.

Sambært løgtingslóg um grundútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, nr. 49 frá 5. mai 1987 (í hesum sambandi hereftir nevnd FHS) er FHS-skipanin ein 1 ára støðisútbúgving og samstundis ein 3 ára yrkisútbúgving.

FHS-lógin, sum hevur sín uppruna í lógini frá 30. juni 1983, tá ið FHS kom, er ikki tíðarhóskandi longur. Harafturat kemur, at uppskotið til eina nýggja yrkisútbúgvingarlóg, umframt at fevna um innihaldið í lærlingalógini frá 1954, eisini í stóran mun fevnir um verandi FHS-lóg.

Tá ið ynskt verður, at gamla FHS-lógin verður sett úr gildi, og at ein heilt nýggj kemur í staðin fyri, hevur hetta hesar høvuðsorsøkir:

Í uppskotinum um nýggja FHS-lóg verður farið frá tí partinum í verandi lóg, sum sigur, at FHS er ein 3 ára yrkisútbúgving. Uppskotið leggur seg eftir at javna omanfyri nevndu viðurskifti og onnur, og at taka upp nýggjar tættir, sum umrøddir verða í viðmerkingunum til lógaruppskotið.

FHS-lógin fær eftir uppskotinum trý endamál:

Um 2. støðisár verður sett í verk frá august 2000 at rokna, verður mett, at um vit ganga eftir núverandi næmingatali og flokkum, kann roknast við, at 2 flokkar í Havn og 1 á Kambsdali velja 2 ára støðisútbúgvingina. Men vegna samlesing við teir næmingar, sum velja HH-útbúgvingina og vegna samlesing í yrkislærugreinum, "serligari handilsligari undirvísing" og í vallærugreinum, og vegna tynning í stigmøguleikunum, kann nógv vinnast inn aftur. Roknast kann við at færri næmingar fara 38 vikur á skeið í Danmark.

Verða møguleikarnir við 2 ára skipanin framdir, verða, sum nevnt, 3 flokkar tiknir upp afturat, og er hetta mett at hava ein meirkostnað upp á uml. 1 mió kr. um árið, tó fyrst frá frá 2000 at galda.

Í komandi fíggjarári (1999) standast ongar meirútreiðslur fyri landskassan av at seta nýggju lógina í gildi

Av tí at nevndin, sum hevur gjørt uppskotið, hevur havt breiða samanseting av umboðum frá vinnuni, yrkisfeløgum og viðkomandi stovnum, er uppskotið bert sent handilsskúlunum, herímillum lærara- og næmingaráðunum og Lærarafelag Handilsskúlans til hoyringar.

Serligar viðmerkingar

Viðmerkingar til hvørja einstøka lógargrein
Ad. § 1.
Heimildin at skipa fyri støðisútbúgving innan fyrisiting-, handils- og skrivstovuøkið (FHS) er smb. § 2 í rammulóg nr. 54 frá 14. februar 1979.

Støðisútbúgvingin er støðið undir yrkisútbúgvingunum og 1. ári av hægri handilsútbúgving (HH). Hetta merkir, at 1. árið av HH framvegis er undir FHS-skipanini.

Ad. § 2, stk. 1.
Sjálvstøðuga prógvið kann takast bæði eftir stk. 2 og 3 og skal kunna brúkast sum støði undir m.ø. styttri framhaldandi vinnulívsútbúgvingum smb. § 4, stk. 3.

Ad. § 2, stk. 2.
Hetta merkir, at ein partur av næmingunum koma at ganga í skúla 2 ár í støðisútbúgvingini í staðin fyri 1 ár eftir verandi skipan. Hinvegin sleppa hesir næmingar undan 3., 4., og 5. skúlaskeiði í lærutíðini og fáa beinleiðis atgongd til øll fylgjandi skúlaskeið fyri yrkisútbúgvingar á tí øki, sum henda lóg fevnir um.

Næmingur kann fara í læru eftir lokið 1. skúlaár og síðani taka 3., 4., og 5. skúlaskeið í lærutíðini, og at atgongd er ikki beinleiðis til allar yrkisútbúgvingar.

Ad. § 2, stk. 3.
Støðisárið til HH gevur eisini atgongd til 2. skúlaárið á FHS. Samlisið kann verða í grundlærugreinum, ymisk stig í grundlærugreinum og yrkislærugreinum (evnisundirvísing), heruppií serliga handilsliga undirvísing, og vallærugreinir. Víst verður til § 8 í hesum sambandi.

Ad. § 3, stk. 1.
Hesin partur av FHS-útbúgvingini hevur somu stevnumið sum tey í yrkisútbúgvingarlógini. Hetta letur seg væl gera. Stevnumiðini í yrkisútbúgvingarlógini eru orðað so breitt, at tey kunnu samsvara við stevnumiðini í stk. 2.

Ad. § 3, stk. 2.
Ásetingin gevur eina neyvari ímynd av, hvat ið undirvísingin í øllum lærugreinum miðar ímóti, enn vanligt er í styttri endamálsorðingum.

Ad. § 4, stk. 1.
Her verður fyrst og fremst hugsað um næmingar við students-, HT- ella HF-prógvi, sum eru í læru ella ætla sær at fara undir eina lærlingaútbúgving. Við "fullførda" útbúgving verður meint ein lokin støðisútbúgving eftir einum ella tveimum árum.

Ad. § 4, stk. 2.
Framhaldandi yrkisskeið skal skiljast sum 3., 4. og 5. skúlaskeið og øll tey framhaldandi serskeiðini viðvíkjandi tí einstøku útbúgvingini, sum føroyskir lærlingar vanliga taka á donskum skúlum. Verða skeiðini hildin í Føroyum, er tað ikki avgjørt neyðugt, at tey skulu vera nett tey somu sum í donsku skipanini. Seinni partur av hesum stk. vísir til § 7, stk. 2 í uppskotinum um yrkisútbúgvingarlóg.

Ad. § 4, stk. 3.
Her verður fyrst og fremst hugsað um at nøkta skiftandi og brádliga íkomnan tørv av fólki við serligum førleikum í vinnuni.

Ad. § 4, stk. 4.
Ætlanin er, at stakar lærugreinir sum dag- og kvøldundirvísing skulu kunna nýtast sum ein partvísur møguleiki í eini skipaðari framhaldandi lærlingaútbúgving, har næmingatilgongdin er ov lítil til at skipa fyri sergreinaskeiðum.

Ad. § 4, stk. 5.
Við teimum framkomnu samskiftisamboðunum, vit hava í dag, er tíðin búgvin at hava ásetingar um fjarlestur við í lógini.

Ad. § 5, stk. 1.
Góðkenningin kann tilskila, hvørjar partar av §§ 2 og 4, góðkenningin fevnir um.

Ad. § 6, stk. 1.
At næmingur skal hava lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans, er ein broyting í samsvari við nýggju fólkaskúlalógina. Undantøk kunnu tó gerast eftir hesi grein.

Ad. § 6, stk. 2.
Tað eru 3 høvuðsbreytir at velja ímillum - smb. § 2, stk. 1. Møguleiki kann vera fyri samlestri, og fyri at næmingur skal kunna broyta lestrarleið ávegis.

Ad. § 6, stk. 4.
Ásetingin er neyðug fyri at tryggja, at tað ikki er ov stórur munur á næmingaførleikunum, tá ið útbúgvingin byrjar.

Ad. § 6, stk. 5 og § 7, stk. 1.
Greinirnar áleggja landsstýrismanninum í størst møguligan mun at tryggja skikkaðum næmingum pláss. Hetta er tó treytað av, at tær fíggjarligu fortreytirnar eru til staðar.

Ad. § 6, stk. 6.
Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um upptøku.

Ad. § 7, stk. 3.
Um skúli ikki hevur allar útbúgvingarnar eftir §§ 2 og 4, skal landsstýrismaðurin kunna áleggja skúlanum at taka eina útbúgving upp, um hann heldur tað vera neyðugt.

Ad. § 8, stk. 1.
Uppbýtingin er í samsvari við uppbýtingina í uppskotinum um lóg um yrkisútbúgvingar.

Ad. § 8, stk. 2.
Ásetingin kann t.d. brúkast, tá ið nýggjar vinnur taka seg upp.

Ad. § 8, stk. 3.
Dømi um grundlærugrein sum vallærugrein eru týskt og støddfrøði. Fyri at koma inn á HH er kravt, at næmingur annaðhvørt skal velja týskt ella støddfrøði á kravdum stigi í FHS, um ikki ber til at fáa tað á 2. HH.

Ad. § 8, stk. 4.
Í støðisútbúgvingini eru einans lærugreinastigini grundstig og kravt stig. Orsøkirnar eru hesar:

Viðmerkjast skal, at møguligt er at lesa eitt kravt stig, men velja at fara upp til próvtøku í grundstigi.

Ad. § 8, stk. 5, nr. 1 og 2.
Økislærugreinir eru lærugreinir, sum fevna um felags arbeiðsøki og -hættir innan fyri tey ymisku yrkisøkini.

Dømi um økislærugreinir eru:

Dømi um serliga handilsliga undirvísing undir felagsheitinum "handilsfak" eru:

Um §§ 8 og 9 verða tiknar undir einum, er lagt upp til eina umfatandi samskipan millum grundlærugreinir og yrkislærugreinir og millum allar lærugreinir yvirhøvur.

Ad. § 8, stk. 6.
Møguleikarnir fyri vallærugreinum eru rættiliga opnir, t.e. at stórur møguleiki er hjá tí einstaka skúlanum at sermerkja seg og velja evni, serliga í 2 ára renslinum.

Ad. § 9.
Yrkislærugreinirnar verða framdar sum evnisundirvísing soleiðis, at næmingur velur ímillum 2 vallærugreinir til hvørt evni á 2 vikur. Hvørt evni inniheldur fleiri av endamálunum og førleikunum í § 2, og tey enda øll við einum skrivligum avriki, og støðumet verður givið fyri tað samlaða avrikið hesar báðar vikurnar.

Ad. § 10.
Lærugreinir kunnu leggjast saman, og tímar í viðkomandi lærugreinum samskipast.

Ad. § 11.
Ásetingarnar eru vanligar og tær somu sum í uppskotinum um lóg um yrkisútbúgvingar .

Ad. § 12.
Henda áseting er nýggj. Hon ásetir, at yrkisútbúgvingarráðið skal gera ummæli viðvíkjandi reglum um lærugreinarøðir o.a.

Ad. §§ 13 og 14.
Av tí at eftirmett eigur at verða eftir hvørt evnisundirvísingarskeið, er ikki neyðugt longur at hava "jóla-" og "vár"-royndir sum grundarlag undir ársmetum í viðkomandi lærugreinum.

Tann seinasta evnisvikan í hvørjum ári endar við einari verkætlan, sum fevnir um allar førleikar eftir § 3, og sum próvtøka er í, tá ið endaligar próvtøkur fara fram bæði árini.

Næmingar kunna gera seg lidnan við nakrar lærugreinir eftir 1. árið, hóast teir taka støðisútbúgvingina eftir 2 árum.

Ad. § 15, stk. 2.
Ásetingin skal síggjast saman við § 17.

Ad. § 16.
Ásetingarnar eru tær somu sum í verandi lóg, burtur sæð frá, at fjarlestur er komin við.

Ad. § 17, stk. 2.
Av tí at henda lógin leggur upp til, at undirvísingin so nógv sum gjørligt skal vera ein heild, og at støðisútbúgvingin er ein vinnurættað útbúgving, eru útbúgvingarkrøvini til undirvísingarførleika lýst í breiðari týdningi. Lærarar, sum undirvísa á FHS-stigi, hava lutvíst meira av praktiskum royndum enn av akademiskum kunnleika, meðan tað øvugta er galdandi fyri lærarar, sum undirvísa á HH-stigi. Tí verður akademiskur førleiki ikki eitt avgjørt krav á øllum lærugreinastigum, men bara á kravdum-, mið- og hástigi.

Frávik mugu kunna grundgevast við, at tørvir næminganna og skúlans verða betur nøktaðir, ella við at annar útvegur ikki er.

Ad. § 17, stk. 4.
Ásetingin er neyðug fyri einsháttaða døming.

Ad. § 17, stk. 6.
Ásetingin er gjørd, fyri at loysast kann upp í serligum førum.

Ad. § 18.
Hesar reglur eru í samsvari við tey almennu krøvini í øllum miðnámsútbúgvingunum.

Ad. § 19.
Í kunngerð verður ásett, hvørji viðurskifti kærast kann um til landsstýrismannin, og um kærumannagongdina.

Ad. § 21, stk. 3.
Nýggj áseting, sum skal kunna nýtast í heilt serligum førum.

Ad. § 22.
Við hvørt eru næmingar í starvsvenjing, á vitjanum á virkjum, námsferðum o.a., og tí kann tað verða neyðugt at hava teir tryggjaðar.

Ad. § 23.
Lógin verður sett í gildi frá 1. august 1999. 2. støðisárið kann tó í fyrsta lagi hava gildi frá 1. august 2000.

1. viðgerð 19. november 1998. Løgtingsmálini 31og 34/1998 viðgjørd undir einum. Hetta málið beint í mentanarnevndina, sum tann 15. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. viðgerð tann 19. november 1998 beint í mentanarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum, tann 24. november 1998, 30. november 1998 og 11. desember 1998.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í undirvísingar- og mentamálum, Signar á Brúnni.

Nevndin hevur fingið skriv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag og frá landsstýrismanninum við viðmerkingum til málið.

Nevndin hevur biðið landsstýrismannin um at koma við eini frágreiðing um hvussu § 8, stk. 5 í lógini skal skiljast. Tað, sum nevndin hevur verið í iva um, er týdningurin av orðinum "serlærugreinum", sum stendur nevnt tvær ferður seinast í § 8, stk. 5.

Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at: "Soleiðis sum tann parturin viðvíkjandi serlærugreinum er orðaður, er tað býtt upp niðanfyri í teimum tveimum týdningunum, ið tað er ætlað at fevna um:

1) "Yrkislærugreinir … , og kunnu annars vera støði undir serlærugreinum … "

2) "Yrkislærugreinir … ella serlærugreinum, sum geva næmingunum serligan yrkisførleika."

Ad. 1) Tann fyrri parturin viðvíkjandi serlærugreinum er t.d. í sambandi við, at ein yrkislærugrein er á FHS tað fyrsta árið og sum kann verða støði undir einari ella fleiri serlærugreinum, ið næmingurin tekur í sambandi við læru sína á skúlaskeiði, eftir at støðisárið (fyrsta árið á FHS) er lokið.

Ad. 2) Tann seinni týdningurin viðv. serlærugreinum er t.d. í sambandi við, at ein yrkislærugrein er á FHS tað næsta árið (um so er, at hetta skúlaár verður sett á stovn), sum gevur næminginum serligan yrkisførleika í sambandi við, at hann fer í læru aftaná 2. ár á FHS. Hetta kundi t.d. verðið innan skrivstovulinjuna við serligum atliti til kunningartøkni.

Slíkar ásetingar í einari lóg um eina ávísa útbúgving kunnu vera torskildar, kanska serliga tá ið neyðugt verður at orða tær eitt sindur breitt, orsakað av at menningin á hesum øki ofta hevur broytingar í lærugreinum við sær, við tað at lærugreinar ofta verða broyttar, fella burtur og/ella nýggjar koma í staðin fyri. Annars verða slíkar ásetingar gjøllari lýstar í kunngerð til útbúgvingina (høvuðskunngerðini)."

Nevndin hevur spurt landsstýrismannin um, hví ásetingarnar um ummæli "…frá skúlum og viðkomandi ráðum, nevndum og feløgum …" eru broyttar í lógaruppskotinum (§ 12 og § 14) í mun til tað álit, ið nevndin læt úr hondum.

Landsstýrismaðurin hevur svarað, at: "orsøkin til, at "frá skúlum" ikki er við, er tann, a) at talan verður um ov nógvar partar, ið skulu ummæla nevndu ásetingar. Hetta verður mett at vera ov tungt og kann lættliga føra til fleiri mótsigandi sjónarmið, sum kunnu vera trupul at fyrihalda seg til hjá landsstýrismanninum. b) at umboð fyri hvønn góðkendan yrkisskúla kunnu møta á ráðsfundum hjá Yrkisútbúgvingarráðnum (talurætt), smb. uppskoti til Yrkisútbúgvingarlóg, § 20, stk. 5, c) at sum er, eiga yrkisnevndirnar eisini partar av ummælisrættinum á hesum øki, sum fer víðari til yrkisútbúgvingarráðið. d) at verður ummælisrætturin lagdur út til ov nógvar partar, kann "ábyrgdin" lættliga forfjónast. e) at tá ið lærugreinir, lærugreinarøðir og innihaldið í teimum o.l. verða gjørdar undir stýrisins ábyrgd, er tað vanligt, at lærarar á skúlunum eru fyrisitingini til hjálpar í hesum arbeiði. Á henda hátt eru skúlarnir óbeinleiðis umboðaðir. f) at í Danmark, har henda lóg og hinar yrkislógarnir hava sína fyrimynd, eru skúlarnir ikki við í ummælisrættinum.

Á henda hátt metir Undirvísingar- og Mentamálastýrið, at karmarnir eru frægast fyri at fáa Ýrkisútbúgvingarlógina at virka so væl sum gjørligt.

Tann seinni parturin av tí tátti, sum ikki tykist at vera við í lógaruppskotinum í mun til álitið, er: "..og viðkomandi ráðum, nevndum og feløgum..". Í lógaruppskotinum verður í staðin víst til ásetingarnar í løgtingslógini um yrkisútbúgvingar, og merkir hetta í veruleikanum tað sama, sum tað, ið skrivað er í álitinum."

Nevndin hevur eisini sett landsstýrismanninum fyrispurning viðvíkjandi ásetingunum um læraraførleika í § 17.

Landsstýrismaðurin hevur svarað, at sambært § 17, stk. 2 verður "hóskandi útbúgving frá hægri lærustovni" nýtt í sambandi við lærugreinir á kravdum stigi. Hann sigur, at: "hetta er m.a. gjørt, orsakað av at tær lærugreinir, ið undirvíst verður í á kravdum stigi, eisini eru undirstøði undir HH-útbúgvingini, t.v.s., at kravt stig er fyrsta árið av trimum árum til eina handilsgymnasiala útbúgving. Henda áseting er ætlað teimum lærarum, sum verða settir í starv nú og frameftir. Teir lærarar, sum í dag eru í skipanini, verða ætlandi ikki nervaðir stórvegis av hesum ásetingum orsakað av, at teir í fleiri førum lúka ásetingina og/ella hava skeið/royndir, sum fyri ein stóran part kann viga upp ímói hesum ásetingum. Sambært § 17, stk. 5 ásetir landsstýrismaðurin gjøllari reglur um hetta. Væntast kann eisini, at ein skiftisskipan verður gjørd fyri teir lærarar, ið møguliga ikki lúka ásetingarnar í stk. 2. Harumframt kann landsstýrismaðurin gera undantak frá ásetingunum í § 17, sambært stk. 6.

Undirvísingar- og Mentamálastýrið metir, at neyðugt er við ásetingini í § 17, stk. 2, orsakað av at undirvísingin á kravdum stigi er støði undir HH-útbúgvingini, ið gevur atgongd til hægri lærustovnar. Slíkar ásetingar eru vanligar til slíkar útbúgvingar, ið eru partar av einari gymnasialari útbúgving, sum geva atgongd til universitetir o.l."

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, men mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið við niðanfyristandandi:

 b r o y t i n g a r u p p s k o t i
til
uppskot landstýrisins

 

§ 8, stk. 3 verður orðað soleiðis: "Stk. 3. Grundlærugreinirnar eru býttar eftir námsgrein í

  1. kravdar lærugreinir, sum skulu tryggja fakligu breiddina yvirhøvur, støðið undir framhaldandi stigum og flest møguligar førleikar smb. § 3, og

  2. vallærugreinir, sum eru neyðugt støði undir framhaldandi stigum."

Viðmerkingar:

Talan er um eina tekniska broyting, sum verður gjørd í samráð við landsstýrið.

 

2. viðgerð 18. december 1998. Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 23. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 2105-29/97
Ll.nr. 107/1998 frá 29.12.1998