Yrkisskúlar

 

32  Uppskot til  løgtingslóg um yrkisskúlar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 6. november, legði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi 
 

Uppskot
til
løgtingslóg um yrkisskúlar

Kapittul 1
Góðkenning av yrkisskúlum o.a.

§ 1. Landsstýrismaðurin kann góðkenna yrkisskúlar, hvørs endamál er

1) at geva undirvísing í yrkisútbúgvingum eins og øðrum javnsettum útbúgvingum og skeiðvirksemi,

2) at menna útbúgvingarvirksemi, herímillum námsfrøðiligu uppgávur skúlans,

3) at menna tann einstaka næmingin og hjálpa viðkomandi til samfelagsliga fatan,

4) at nøkta tørvin hjá vinnuni, tá ið ræður um fakligan førleika og almennan kunnleika

§ 2. Yrkisskúlarnir skulu fylgja reglunum um næmingaupptøku, læraraførleika, próvtøku eins og øðrum ásetingum, sum av landsstýrismanninum eru ásettar at galda sambært løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.

Stk. 2. Yrkisskúlarnir skulu fylgja ásetingunum um yrkisútbúgvingarráðið sambært løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.

Stk. 3. Yrkisskúlarnir skulu samskipa øll undirvísingarviðurskifti so væl sum til ber innanhýsis, sínámillum og við aðrar samstarvspartar.

§ 3. Landsstýrismaðurin kann áseta treytir fyri góðkenningina. Yrkisskúlarnir verða skipaðir sum sjálvsognarstovnar, hvørs viðtøkur skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin kann áseta gjøllari reglur um karmar og innihaldið í viðtøkunum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka aftur góðkenning av yrkisskúla, um so er, at tørvur ikki er á skúlanum. Somuleiðis kann ein góðkenning takast aftur, um skúli ikki heldur galdandi reglur ella givin boð.

§ 4. Landsstýrismaðurin kann nokta fyri, at ein yrkisskúli leggur niður ella tekur av góðkendar útbúgvingar.

Stk. 2. Verður ein yrkisskúli tikin av, skulu ognir skúlans latast til undirvísingar- og útbúgvingarendamál í samsvari við viðtøkurnar hjá avvarðandi skúla.

§ 5. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við og leiðbeinir yrkisskúlarnar og kann í hesum sambandi biðja um allar neyðugar upplýsingar um útbúgvingar, næmingar, lærarar og skúlans rakstur.

Kapittul 2
Leiðsluviðurskifti

§ 6. Eitt stýri verður valt við hvønn sjálvsognarstovn. Stýrið hevur 6 limir, sum verða valdir fyri 4 ár. Fyri hvønn stýrislim verður ein varalimur valdur.

Stk. 2. Limirnir í stýrinum verða valdir soleiðis:

  1. Viðkomandi yrkisfeløg á arbeiðsmarknaðinum velja tilsamans 4 limir við javnstórari umboðan av arbeiðsgevarum og løntakarum.

  2. Kommunan, har skúlin hoyrir heima, velur 1 lim.

  3. Starvsfólk skúlans velja 1 lim.

Stk. 3. Eitt umboð fyri næmingaráðið luttekur á stýrisfundum uttan atkvøðurætt.

Stk. 4. Skúlastjórin er skrivari stýrisins og luttekur uttan atkvøðurætt á stýrisfundum.

Stk. 5. Tá eitt stýri er valt, skal tað boða landsstýrismanninum frá, hvørjir limirnir í stýrinum eru. Broytingar í samansetingini av stýrinum skulu somuleiðis boðast landsstýrismanninum.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri góðkenna eina aðra samanseting av stýrinum enn ta í stk. 1 og 2 nevndu.

§ 7. Stýrið er ovasta leiðsla á skúlanum og virkar samsvarandi viðtøkum stovnsins. Eftir tilmæli skúlastjórans staðfestir stýrið virksemið í einum skúlaári, eins og tað skal góðkenna skúlans rakstrarætlan og roknskap.

Stk. 2. Stýrið ger av eftir tilmæli skúlastjórans, hvørjar góðkendar yrkisútbúgvingar og hvat skeiðvirksemi, skúlin skal bjóða.

Stk. 3. Stýrið skal ansa eftir, at virksemið verður so fjøltáttað sum til ber, og at tað í størstan mun tryggjar vinnuni og tí einstaka atgongd til grundútbúgvingar, eftirútbúgvingar og framhaldsútbúgvingar innan virkisøki skúlans.

Stk. 4. Stýrið tekur avgerð eftir tilmæli skúlastjórans, um skúlin skal fara undir annað útbúgvingarvirksemi móti brúkaragjaldi enn tað, sum nevnt er frammanfyri.

§ 8. Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi skúlastjóran eftir tilmæli frá stýrinum. Stýrið setir og loysir úr starvi lærarar í føstum starvi eftir tilmæli frá skúlastjóranum. Skúlastjórin setir og loysir úr starvi onnur starvsfólk skúlans.

Stk. 2. Stýrið kann áseta nærri reglur fyri virkisøki stýrisins og skúlastjórans. Tað hevur heimild til at geva skúlastjóranum fulltrú at taka sær av ávísum uppgávum, sum eru álagdar stýrinum.

Stk. 3. Stýrið setir og loysir úr starvi grannskoðara skúlans.

§ 9. Stýrið hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgdina av rakstri skúlans.

Stk. 2. Um stýrið við sínum avgerðum setir skúlans framhald í vanda, kann landsstýrismaðurin avgera, at stýrið beinanvegin fer frá, og hann kann í hesum sambandi tilnevna eitt fyribils stýri, til eitt nýtt stýri er valt eftir skúlans viðtøkum.

Stk. 3. Um stýrið ikki fylgir boðum frá landsstýrismanninum um rætting av nærri ásettum viðurskiftum, kann landsstýrismaðurin avgera

  1. at uppgávurnar hjá stýrinum heilt ella partvíst verða røktar av persónum, sum landsstýrismaðurin hevur tilnevnt, ella

  2. at stýrið fer frá, so at eitt nýtt stýri kann verða valt eftir viðtøkum skúlans.

Stk. 4. Avgerð um at reisa rættarsøk móti stýrislimum, leiðslu, grannskoðarum ella øðrum orsakað av tapi, sum skúlanum hevur verið fyri, kann verða tikin av stýrinum ella landsstýrismanninum.

§ 10. Skúlastjórin er dagligur leiðari stovnsins og skal ansa eftir:

  1. at útbúgvingarnar verða framdar samsvarandi galdandi reglum

  2. at undirvísingarligu viðurskiftini á skúlanum eru í lagi

  3. at tann av stýrinum góðkenda rakstrarætlanin verður hildin

  4. at skúlans virksemi er samsvarandi avgerðum og ásetingum stýrisins

Stk. 2. Skúlastjórin letur stýrinum uppskot til virksemi skúlans fyri komandi rakstrarár.

Kapittul 3
Stuðul

§ 11. Landsstýrismaðurin útvegar stuðul til skúlans fyrisiting, leiðslu, rakstur av bygningum o.ø.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin útvegar góðkendum sjálvsognarstovni sambært hesi lóg stuðul til rakstur av skúlaheimi.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann útvega góðkendum sjálvsognarstovni sambært hesi lóg stuðul til ný- ella umbygging av skúla ella skúlaheimi, stuðul til rentur og avdráttir av lánum og stuðul til útgerð til undirvísingarvirksemi.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann veita hesum yrkisskúlum og skúlaheimum trygd fyri lánum, sum eru tikin til ein part av skjalprógvaðum útreiðslum til ný- ella umbygging. Parturin verður ásettur á árligum fíggjarløgtingslógum.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri tí í stk. 4 nevndu veiting av trygd.

§ 12. Landsstýrismaðurin kann halda aftur ella taka aftur stuðul, møguliga krevja stuðul afturgoldnan, um treytir fyri veiting av stuðli ikki verða hildnar.

§ 13. Kommunur kunnu lata stuðul til løguútreiðslur, tá yrkisskúli verður stovnaður, um- ella útbygdur. Stuðulin kann ikki verða latin sum lán.

Stk. 2. Rakstrarstuðul til lærlingaundirvísing verður rindaður við 80% frá landskassanum og 20% frá kommununum.

Stk. 3. Kommununnar partur av útreiðslunum til lærlingalæruna, smb. stk. 2, verður í fyrsta umfari at leggja út úr landskassanum og síðan býta millum kommunurnar eftir heimstaðnum, lærlingarnir høvdu, tá teir byrjaðu skúlan.

§ 14. Landsstýrismaðurin útvegar góðkendum sjálvsognarstovni rakstrarstuðul til alment góðkent undirvísingarvirksemi, sambært § 1, uttan so er, at tilskot til hesar útreiðslur verður veitt eftir viðkomandi útbúgvingarlóg.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti.

§ 15. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um stødd á og mannagongd fyri luttakaragjaldi fyri undirvísing og øðrum virksemi, sum ikki eru stuðulsheimilað eftir hesi lóg.

Stk. 2. Tá yrkisskúlin bjóðar út skeið ella annað virksemi sum inntøkufíggjað virksemi, skal hann fylgja góðum marknaðarrøktarsiði og má ikki volda øðrum útbjóðarum avlagandi kapping.

§ 16. Landsstýrismaðurin kann heilt ella lutvíst lata stuðul til menningar- ella royndarvirksemi ella til onnur, serlig endamál og íverksetan av nýggjum útbúgvingum í teimum í § 1 nevndu skúlum.

§ 17. Lønar-, setanar- og pensiónsviðurskifti hjá starvsfólkunum í yrkisskúlunum skulu fylgja teimum reglum, sum landsstýrið hevur avtalað ella ásett.

§ 18. Landsstýrismaðurin kann gera av, at yrkisskúlar skulu hava felags fyrisitingarliga skipan.

Kapittul 4
Roknskapur og grannskoðan

§ 19. Roknskapurin hjá sjálvsognarstovni sambært hesi lóg skal gerast og setast upp samsvarandi ásetingunum um almennar roknskapir.

Stk. 2. Roknskapur stovnsins skal grannskoðast av løggildum grannskoðara. Grannskoðaður roknskapur og grannskoðarafrágreiðing skal sendast landsstýrismanninum.

Stk. 3. Grannskoðanardeild landskassans kann í sambandi við landsgrannskoðanina biðja um upplýsingar beinleiðis frá stýrinum.

Stk. 4. Um tað í grannskoðarafrágreiðingini, smb. stk. 2, verður víst á lógarbrot ella onnur óreglulig viðurskifti í sambandi við umsitingina av skúlans ognum, skal landsstýrismaðurin alt fyri eitt, um grannskoðanin gevur orsøk til tess, seta í verk tiltøk, sum aftur tryggja lóglig viðurskifti og fullgóða umsiting. Sama er eisini galdandi, um landsstýrismaðurin á annan hátt verður gjørdur kunnugur við nevndu viðurskifti.

Kapittul 5
Ymsar ásetingar

§ 20. Eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir, kunnu kærur yvir skúlans avgerðir leggjast fyri landsstýrismannin.

Stk. 2. Á hvørjum góðkendum yrkisskúla verður eitt lærararáð skipað. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um val av lærararáði og virksemi tess.

Stk. 3. Á hvørjum góðkendum yrkisskúla verður eitt næmingaráð skipað. Eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum ásetir landsstýrismaðurin reglur um val av næmingaráði og virksemi tess.

Kapittul 6
Gildissetan

§ 21. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1999.

Stk. 2. Verandi stýri/nevndir fyri sjálvsognarstovnarnar, sum henda lóg fevnir um, sita til 1. apríl 1999, tá nýggj stýri verða vald samsvarandi hesi lóg.

Stk. 3. Verandi viðtøkur stovnanna galda til 1. apríl 1999, tá nýggjar viðtøkur samsvarandi hesi lóg skulu verða latnar landsstýrismanninum til góðkenningar.

Stk. 4. Í løgtingslóg nr. 58 frá 2. oktober 1978 um skúlafyrisiting við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:
1) Kapittul 5 (§§ 23-26) verður strikað.
2) Í § 28 stk. 1 verða orðini "ella sjálvseigandi undirvísingarstovnar" strikað.
3) Í § 30 stk. 1 verða orðini "og við sjálveigandi undirvísingarstovnar" strikað.
4) Í § 31 stk. 1 verða orðini "ella sjálveigandi undirvísingarstovni" strikað.

Stk. 5. Løgtingslóg nr. 55 frá 14. desember 1965 um býti av kommununnar parti av útreiðslunum til lærlingalæruna fer úr gildi.

Almennar viðmerkingar
Galdandi lógir og reglur um verandi yrkisskúlar (t.e. handils- og tekniskar skúlar, sum eru sjálvsognarstovnar) eru løgtingslóg nr. 58 frá 2. oktober 1978 um skúlafyrisiting við seinni broytingum, rammulóg "lov nr. 54 af 14. februar 1979 for Færøerne om handelsskoler, tekniske skoler samt maskinmester- og maskinistskoler, som sat i kraft på Færøerne ved bkg. nr. 363 af 9. august 1979" við seinni broytingum og viðtøkur skúlanna.

Sum er, hevur landsstýrismaðurin heimild at góðkenna yrkisskúlarnar og viðtøkur teirra. Hesir skúlar verða leiddir av einum fyristøðumanni og eru undir eftirliti av einum serligum stýri. Sambært viðtøkunum skipar nevndin seg sjálv. Nevndin gevur landsstýrismanninum tilmæli um undirvísingarætlan, setan av fyristøðumanni og lærarum og loysn úr starvi av teimum. Somuleiðis ger nevndin í samráð við lærararáðið árliga fíggjarætlan fyri skúlan.

Hildið verður, at lógin um skúlafyrisiting ikki hevur fevnt um viðurskiftini hjá sjálvsognarstovnum í nóg stóran mun.

Í hesum lógaruppskotinum verður mælt til, at øll stýringin av yrkisskúlunum kemur inn í hesa lógina. Sostatt verða tilsvarandi reglurnar í lógini um skúlafyrisiting strikaðar. Lógargrundarlagið verður felags fyri allar yrkisskúlar, talan er um eina dagføring av skipanini, so hon lýkur neyðug og tíðarhóskandi krøv, sum í størst møguligan mun eru lagað til galdandi játtanar- og roknskaparkrøv.

Yrkisskúlarnir verða framhaldandi skipaðir sum sjálvsognarstovnar. Fyrimunirnir við at skipa ein yrkisskúla á henda hátt eru m.a., at stýringin av skúlunum verður miðfirrað, og at vinnulívið sjálvt fær ábyrgdina fyri virksemi skúlans.

Sambært fyriliggjandi uppskoti er skúlastjórin dagligur leiðari á stovninum. Hann verður bæði settur og loystur úr starvi av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá skúlastýrinum. Skúlastýrið setir og loysir úr starvi lærarar í føstum starvi eftir tilmæli frá skúlastjóranum, meðan skúlastjórin setir og loysir úr starvi onnur starvsfólk skúlans.

Fyri hvønn skúla verður valt eitt stýri, sum er ovasta leiðsla á skúlanum. Tað verður valt av viðkomandi yrkisfeløgum á arbeiðsmarknaðinum, starvsfólkum skúlans og kommununi, har skúlin hoyrir heima. Stýrið, sum hevur 6 limir, velur sjálvt sín formann og varaformann millum sínar limir. Tess virki er óheft av landsins myndugleikum og pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Men stýrið hevur tó ábyrgd í málum viðvíkjandi útbúgvingum og rakstri skúlans mótvegis landsstýrismanninum í undirvísingarmálum.

Um eitt stýri við sínum avgerðum setir skúlans framhald í vanda, kann landsstýrismaðurin avgera, at stýrið fer frá, og hann kann í hesum sambandi tilnevna eitt fyribils stýri, til eitt nýtt stýri er valt eftir skúlans viðtøkum.

Somuleiðis er ásett, at um stýrið ikki fylgir landsstýrismansins boðum um rætting av nærri ásettum viðurskiftum, kann landsstýrismaðurin avgera, annaðhvørt at uppgávurnar hjá stýrinum heilt ella partvís verða røktar av persónum, sum hann hevur tilnevnt, ella avgera, at stýrið fer frá, so at eitt nýtt stýri kann verða valt eftir viðtøkum skúlans.

Allar veitingar til omanfyri nevndu sjálvsognarstovnar verða veittar sum stuðul, sum skúlarnir og skúlaheimini sjálv skulu húsast við.

Lógaruppskotið fer ikki at hava nakran fíggjarligan meirkostnað fyri landskassan.

Ein listi yvir almennar stovnar o.o., ið hava havt uppskotið til ummælis, er hjálagdur. Høvuðsinnihaldið í ummælunum er í størst møguligan mun sett inn í lógaruppskotið.

Serligar viðmerkingar

Viðmerkingar til hvørja einstaka lógargrein
Ad. § 1. Landsstýrismanninum verður smb. § 2 í rammulóg nr. 54 frá 14. februar 1979 heimilað at skipa fyri lóg um yrkisskúlar.
Yrkisskúlar, sum higartil hava fingið játtan á fíggjarløgtingslógini til alment góðkent virksemi, eru at rokna sum góðkendir, tá ið henda lóg er komin í gildi.

Ad. § 2. Galdandi reglur hesum viðvíkjandi eru í høvuðsheitum ásettar í útbúgvingarkunngerðum ella serligum kunngerðum. (Smb. stk. 1).

Ad. § 3. Eyðkenni fyri ein sjálvsognarstovn: 1) hann hevur eitt stovnsfæ, sum óafturtøkt er útskilt frá stovnarans ella gevarans ognum, 2) hann hevur eitt ella fleiri endamál, sum eru lýst í viðtøkum stovnsins, 3) hann hevur eina sjálvstøðuga, óhefta leiðslu, 4) hann er ætlaður at virka í eitt langt tíðarskeið, vanliga tíðaróavmarkað. Men tað kann eisini verða ásett í viðtøkunum, at skeiðið er tíðaravmarkað.(Smb. stk. 1). Tað eru yrkisskúlarnir, sum skulu gera viðtøkurnar, sum smb. § 21, stk. 3 verða sendar landsstýrismanninum til góðkenningar. (Smb. stk. 1).
Talan kann verða um vantandi næminga- ella lærlingaundirtøku. Ella radikalt broytt krøv til førleika/kvalifikatiónir á arbeiðsmarknaðinum, at brúk ikki er ikki fyri skúlanum. (Smb. stk. 2).

Ad. § 4. Um stýrið á skúlanum metir, at yrkisskúli/útbúgving - t.d. av fíggjarligum orsøkum - skal niðurleggjast, kann landsstýrismaðurin forða tí, um hann metir, at tørvur er á skúlanum/útbúgvingini. (Smb. stk. 1).
Er talan sum heild um at stovna, leggja niður ella at taka av útbúgvingar, skal yrkisútbúgvingarráðið gera tilmæli hesum viðvíkjandi. (Smb. stk. 2).

Ad. § 5. Viðkomandi undirvísingarstýri undir avvarðandi landsstýrismanni hevur tað yvirskipaða eftirlitið við øllum yrkisskúlum. Talan er bert um hagtalsupplýsingar um lærarar og næmingar. Talan er ikki um persónligar upplýsingar.

Ad. § 6. Valskeiðið sum stýrislimur er vanliga 4 ár og gongur frá fyrsta 1. apríl eftir hvørt kommunuval. Val til stýrið fer fyrst fram, tá ið henda lóg er lýst at hava gildi og gongur til 1. apríl eftir komandi kommunuval. Eingin kann verða valdur til stýrislim, eftir at hava fylt 67 ár. (Smb. stk. 1).

Stýrislimirnir verða valdir soleiðis:
Eru viðkomandi yrkisfeløg limir í meginfelag, velur meginfelagið umboðini eftir somu reglum, sum eru galdandi við líknandi umboðsval
Umboð fyri kommunu verður valt av sitandi bý- ella bygdarráði eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri líknandi umboðsval.
Umboð fyri starvsfólk skúlans verður valt á einum fundi fyri starvsfólkum. Fundurin skal skrivliga verða fráboðaður øllum starvsfólkum í minsta lagi 3 vikur fyri fundardagin. (Smb. stk. 2).
Umboð ráðsins verður valt av sitandi ráði eftir somu reglum, sum eru galdandi við líknandi umboðsval. (Smb. stk. 3).

Ad. § 7. Stýrið virkar í samsvari við tær viðtøkur, sum eru galdandi fyri skúlan. Stýrið er tó undirlagt teimum heimildum, sum liggja hjá yrkisútbúgvingarráðnum og landsstýrismanninum.(Smb. stk. 1).
Við góðkendar yrkisútbúgvingar verður meint við útbúgvingar, sum landsstýrismaðurin, smb. § 5, stk. 1 í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, hevur sett á stovn. (Smb. stk. 2).

Ad. § 8. Stýrið kann tó ikki geva skúlastjóra heimildir, um ásett er í lóg ella kunngerð, at nevndu heimildir liggja hjá stýrinum ella yrkisútbúgvingarráðnum. (Smb. stk. 2).

Ad. § 9. Stýrisins evsta ábyrgd er staðfest her. Fyri stýrislimir galda vanligar, føroyskar reglur um endurgjaldsábyrgd. Men teir kunnu ikki ábyrgjast persónliga fyri skúlans fíggjarligu skuldbinding. (Smb. stk. 1).
Hesi stykki geva landsstýrismanninum heimild til - í serstøkum føri - at seta eina tíðaravmarkaða fyribilsskipan í verk. (Smb. stk. 2-3).
Talan er ikki um eina herðing av vanligu ábyrgdini hjá stýrislimunum. (Smb. stk. 4).

Ad. § 10. Skúlastjórin er dagligur leiðari skúlans og er undir ábyrgd stýrisins.

Ad. § 11. Talan er um fastar útreiðslur, sum eru óheftar av næminga- ella flokkatali. (Smb. stk. 1).
Hesi skúlaheim eru knýtt at yrkisskúlunum (Smb. stk. 2).
Hesin stuðul er treytaður av, at landsstýrismaðurin hevur góðkent møguligar ný- og útbyggingarætlanir (Smb. stk. 3).

Ad. § 12. Eftir vanligum løgfrøðisligum reglum er tað landsstýrismaðurin, sum hevur próvbyrðuna um, at ein stuðulstreyt ikki er hildin.

Ad. § 13. Hesin stuðul frá kommununum kann t.d. verða latin sum ókeypis grundøki ella bygningur, tá skúli verður bygdur ella útbygdur. (Smb. stk. 1).
Talan er um viðurskifti í rammulóg nr. 55 frá 14.12.1965 um býti av kommununnar parti av útreiðslunum, sum eru sett inn í yrkisskúlalógina. (Smb. stk. 2-3).

Ad. § 14. Talan er um stuðul, sum verður goldin til sjálva undirvísingina í yrkisskúlunum. Um ein partur av undirvísingarútreiðslunum verður fíggjaður av øðrum, verður frammanfyri nevndi stuðul minkaður tilsvarandi. (Smb. stk. 1).

Ad. § 15. "Annað virksemi" skal hava eitt náttúrligt tilknýti til skúlans virki annars. (Smb. stk. 1). Her er hugsað um bæði privatar og almennar útbjóðarar. (Smb. stk. 2).

Ad. § 16. Slíkur stuðul kann verða neyðugur, tá ið skúli fer undir ávíst royndarvirksemi. Stuðul til slíkar verkætlanir eigur, við støði í einari eftirmeting, at koma undirvísingarvirkseminum, skúlaverkinum sum heild og vinnuni til gagns.

Ad. § 17. Í løtuni er tað landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum hevur samráðingarrættin við yrkisfeløgini.

Ad. § 18. Av fíggjarligum og praktiskum orsøkum er tað ynskiligt, at yrkisskúlarnir hava felags fyrisitingarliga skipan, herímillum á roknskapar- og edv-økinum.

Ad. § 19. Viðvíkjandi roknskaparviðurskiftum skulu sjálvsognarstovnar fylgja reglunum um almenna roknskaparhaldið. (Smb. stk. 1).
Løggildugur grannskoðari er felagsheiti fyri allar góðkendar grannskoðarar.(Smb. stk. 2).
Talan er um upplýsingar, sum landsgrannskoðanin skal nýta í sambandi við fíggjarløgtingslógina.(Smb. stk. 3).
Her hevur landsstýrismaðurin heimild at nýta § 9, stk. 2 og 3. (Smb. stk. 4).

Ad. § 20. Mannagongdin í kærumálum eftir hesi lóg fylgir teimum reglum, sum nýttar verða í undirvísingar- og útbúgvingarmálum annars.(Smb. stk. 1).

Ad. § 21. Miðað er ímóti, at lógin verður sett í gildi samstundis, sum lógin um yrkisútbúgvingar verður sett í gildi.(Smb. stk. 1).
Viðtøkurnar fyri yrkisskúlarnar skulu gerast eftir gjøllari reglum, sum landsstýrismaðurin, smb. § 3, stk. 1, kann áseta. (Smb. stk. 3).

Hesi hava fingið eitt eintak av álitinum um yrkiskúlaskipan til ummælis:

  1. Tekniski Skúlin í Havn
  2. Lærarafelagið við Tekniska Skúla í Havn
  3. Havnar Handverksmeistarafelag
  4. Havnar Handverkarafelag
  5. Tórshavnar kommuna
  6. Føroya Handverksmeistarafelag
  7. Føroya Handverkarafelag
  8. Tekniski Skúlin í Klaksvík
  9. Lærarafelagið við Tekniska Skúla í Klaksvík
  10. Klaksvíkar Handverksmeistarafelag
  11. Klaksvíkar Handverkarafelag
  12. Eysturoyar Handverksmeistarafelag
  13. Skála Handverkarafelag
  14. Fuglafjarðar Handverkarafelag
  15. Nes Handverkarafelag
  16. Kalksvíkar kommuna
  17. Maskinmeistarafelagið
  18. Fiskivinnuskúlin
  19. Lærarafelagið við Fiskivinnuskúlan
  20. Kristian á Neystabø, form. í útbúgvingarráðnum í Fiskivinnuskúlanum
  21. Leivur Harryson, landsgrannskoðari
  22. Føroya Læruráð
  23. Føroya handilsskúli
  24. Lærarafelagið við Føroya Handilsskúla
  25. Handilsskúlin á Kambsdali
  26. Lærarafelagið við Handilsskúlan á Kambsdali
  27. Føroya Keypmannafelag
  28. Starvsmannafelagið
  29. S&K-felagið
  30. Fuglafjarðar kommuna
  31. Føroya Kommunufelag
  32. Føroya Arbeiðsgevarafelag

1. viðgerð 13. november 1998. Løgtingsmálini 32 og 33 viðgjørd undir einum. Málini beind í mentanarnevndina, sum tann 15. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. viðgerð tann 13. november 1998 beint í mentanarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum, tann 24. november 1998, 30. november 1998 og11. desember 1998.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í undirvísingar- og mentamálum, Signar á Brúnni.

Nevndin hevur fingið skriv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag og frá landsstýrismanninum við viðmerkingum til málið.

Nevndin hevur sett landsstýrismanninum fyrispurning um, hvat slag av skúla fiskivinnuskúlin er sæð við atliti til hetta lógaruppkot.

Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at: "Fiskivinnuskúlin er ein landsskúli, sum er. Í sambandi við álitið um nýggju yrkisskúlalógina nevndi arbeiðsnevndin m.a. í sínum áliti, at: "Fiskivinnuskúlin, sum vanliga eisini kemur undir heitið yrkisskúli, samanber løgtingslóg nr. 43 frá 5. mai 1987 um "Føroya Yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað", er skipaður sum landsstovnur. Hjálagda uppskot um lóg og meginviðtøkur kunnu tí – sum er – ikki fáa gildi fyri fiskivinnuskúlan."

Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur ikki ætlan um at gera broyting í hesum – í hvussu so er ikki enn – men er ætlanin við uppskoti til løgtingslóg um yrkisskúlar, at teir skúlar sum í dag eru sjálvsognarstovnar, t.e. Føroya Handilsskúli, Tekniski skúli í Tórshavn og Tekniski skúli í Klaksvík, skulu halda fram sum sjálvsognarstovnar eftir hesi lóg."

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 18. december 1998. §§ 1 til og við 21 samtyktar 26-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 22. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 2116-18/96
Ll.nr. 106/1998 frá 29.12.1998