Skattur

 

35  Uppskot til  lřgtingslóg um broyting í lřgtingslóg um áseting av skatti

A. Upprunauppskot
B. 1. viđgerđ
C. Álit
D. 2. viđgerđ
E. 3. viđgerđ

Ár 1998, 6. november, legđi Signar á Brúnni, landsstýrismađur, vegna Karsten Hansen, landsstýrismann, vegna landsstýriđ fram soljóđandi

Uppskot
til
lřgtingslóg um broyting í lřgtingslóg um áseting av skatti

§ 1

Í lřgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti viđ seinni broytingum verđa gjřrdar hesar broytingar:

1) Í § 2, stk. 1, 1. pkt. verđur "2.900 kr." broytt til: "4.000 kr.".

2) Í § 2, stk. 2 verđur 4. pkt. strikađ.

3) Í § 3 verđur stk. 4 strikađ.

4) Í § 8 verđur sett sum nýtt stk. 2:

"Stk. 2. Skatturin hjá persónum, sum eru búsitandi uttanlands, og sum fáa pensjónsútgjaldingar úr Fřroyum sambćrt millumlanda sáttmálum um sosiala trygd, er ásettur til 10% av bruttoinntřkuni."

5) Í grein 7, stk. 1 verđur "Fřroya Gjaldstovu" broytt til: "Toll-og Skattstovu Fřroya".

§ 2

Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1999. Broytingar nr. 2, 3 og 4 eru tó galdandi frá og viđ inntřkuárinum 1998.

Almennar viđmerkingar
Í uppskotinum um broyting í lřgtingslóg um áseting av skatti eru fimm broytingar.

Fyrsta broytingin er sett fram fyri at betra um korini hjá barnafamiljum. Í samsvari viđ ásetingarnar í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu verđur skotiđ upp at hćkka barnafrádráttin í landsskattinum viđ kr. 1.100 pr. barn, úr kr. 2.900 til kr. 4.000. Fíggjarligu meirútreiđslurnar eru mettar til at verđa umleiđ kr. 11 mió. Fyrisitingarliga fer broytingin ikki at hava nakrar trupulleikar ella ađrar meirútreiđslur viđ sćr.

Nćsta broytingin er ein tillaging av ásetingarlógini til nýggju reglurnar um hjúnabandsskatt og sjálvuppgávu, sum kom í gildi 1. januar 1998. Broytingaruppskotiđ hevur viđ sćr, at ein ónýttur barnafrádráttur hjá hjúnafelaga framyvir vil verđa útgoldin sum avlopsskattur í stađin fyri sum nú at verđa fluttur til hjúnafelagan sum negativur skattur, t.v.s. sum ein frádráttur í skattinum. Fyrisitingarliga, og her verđur víst til einfaldingina av sjálvuppgávuni, vil broytingin hava eina einfaldan viđ sćr.

Triđja broytingin, sum viđvíkir frádráttinum hjá pensiónistum, er somuleiđis ein tillaging av ásetingarlógini til meginreglurnar og nýggju reglurnar um hjúnabandsskatt og sjálvuppgávu. Endamáliđ viđ pensiónistafrádráttinum var at tryggja, at pensiónistar, iđ bert fingu grundupphćddina, ikki skuldu rinda skatt. Sum lógin er nú, kann ónýttur frádráttur flytast frá einum pensiónisti til annan. Samskatting er sett úr gildi fyri řll, eisini fyri pensiónistar. Vísandi til endamáliđ annars viđ pensiónistafrádráttinum og nýggju sjálvuppgávuni verđur skotiđ upp at strika mřguleikan til at flyta ónýttan frádrátt til hin hjúnafelagan.

Fjórđa broytingin viđvíkir persónum, sum fáa pensjón goldna úr Fřroyum sambćrt millumlanda sáttmálum um sosiala trygd, men sum hava bústađ uttanlands. Sambćrt galdandi skattareglum skulu hesir persónar rinda 42% av pesjónini til Fřroya. Til samanberingar kann nevnast, at Noreg ikki roknar skatt av pensjón, sum verđur rindađ pensjónisti, sum býr uttanlands. Í Noregi og Svřríki verđur fólkapensjónin ikki skattađ, Finland skattar fólkapensjón viđ 35%, og Ísland skattar viđ 39,2% av tí partinum, sum fer upp um 2.300 krónur.

Landsstýriđ heldur, at vit í Fřroyum á hesum řki skulu leggja okkum so tćtt upp at reglunum í řđrum londum og skjýtur tí viđ hesum upp, at tćr nevndu pensjónir verđa skattađar viđ 10%, og at broytingin fćr gildi frá og viđ 1. januar 1998. Mett verđur, at í mesta lagi 1 mió. kr. árliga verđa útgoldnar. Broytingin kemur sostatt at kosta landskassanum í mesta lagi umleiđ 300.000 kr.

Ćtlanin er, at Toll-og Skattstova Fřroya skal yvirtaka innkrevjing og panting frá Fřroya Gjaldstovu.

Fimta broytingin snýr seg tí um at fáa hetta í rćttlag.

Viđmerkingar til tćr einstřku broytingarnar:
Ad. 1) Í samsvar viđ ásetingarnar í samgonguskjalinum verđur skotiđ upp at hćkka barnafrádráttin í landsskattinum viđ kr. 1.100 kr. pr. barn, úr kr. 2.900 til kr. 4.000 kr.

Ad. 2) Viđ gildi frá 1. januar 1998 eru reglurnar um hjúnabandsskatt broyttar, soleiđis at hjún nú verđa sett í skatt hvřr sćr. Frá sama degi at rokna vórđu reglurnar um sjálvuppgávu broyttar. Fyri at rřkka endamálunum viđ nevndu broytingum verđur skotiđ upp at strika mřguleikan til at flyta ónýttan frádrátt til hin hjúnafelagan. Broytingin hevur viđ sćr, at ónýttur frádráttur framyvir verđur útgoldin eftir § 2, stk. 3 í ásetingarlógin.

Ad. 3) Endamáliđ viđ pensjónistafrádráttinum var at tryggja, at pensjónistar, iđ bert fingu grundupphćddina, ikki skuldu rinda skatt. Meiningin viđ ásetingini var soleiđis upprunaliga ikki, at ónýttur frádráttur skuldi flytast frá einum pensjónisti til annan.

Ad. 4) Persónar, sum hava búđ í Fřroyum, men sum nú búgva uttanlands og eru vorđnir pensjónistar, skulu hava pensjón útgoldna úr Fřroyum. Hetta er tó ikki galdandi, um persónur er fluttur til Danmarkar, tí tá fćr hann ikki pensjón goldna úr Fřroyum, men úr Danmark.

Sambćrt galdandi skattareglum hava teir pensjónistar, sum fáa pensjón útgoldna úr Fřroyum, avmarkađa skattskyldu til Fřroya av inntřku úr Fřroyum. Sambćrt dupultskattasáttmálanum millum norđurlond skal pensjónin skattast í keldulandinum (í hesum fřri Fřroyum). Hetta hevur viđ sćr, at pensjónistar, sum fáa pensjón útgoldna úr Fřroyum, men sum t.d. búgva í norđurlondum, gjalda 42% av pensjónini í Fřroyum.

Til samanberingar kann nevnast, at Noreg ikki roknar skatt av pensjón, sum verđur rindađ pensjónisti, sum býr uttanlands. Í Noregi og Svřríki verđur fólkapensjón ikki skattađ, Finnland skattar fólkapensjón viđ 35%, og Ísland skattar viđ 39,2% av tí partinum, sum er hćgri enn 2.300 (fřroyskar) krónur.

Skotiđ verđur upp at gera hesa broyting, so einans 10% verđa goldin í skatti av pensjónum (fólka-og avlamispensjónum), sum latnar verđa pensjónistum búsitandi uttanlands.

Ad. 5) Innkrevjing og panting skal framyvir vera hjá Toll-og Skattstovu Fřroya. Tí er neyđugt viđ hesi broyting.

1. viđgerđ 20. november 1998. Máliđ beint í fíggjarnevndina, sum tann 15. december 1998 legđi fram soljóđandi

Á l i t

Máliđ varđ lagt fram av landsstýrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. viđgerđ 20. november 1998, beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viđgjřrt máliđ og hevur undir viđgerđini havt fund viđ Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

Viđvíkjandi broytingini í § 1, nr. 5 hevur fíggjarnevndin hesa viđmerking: Tađ kann tykjast óheppiđ, at ein umlegging er farin fram í umsitingini, uttan at avvarđandi lógir eru broyttar fyrst, soleiđis at samsvar er millum útinningina av umsitingini og viđkomandi lógir.

Vissa er fingin fyri, at tađ formliga er í lagi, at eftirlit og innkrevjing eru flutt frá Fřroya Gjaldsstovu til Toll- og Skattstovu Fřroya.

Hetta hongur saman viđ, at stjórin á Fřroya Gjaldsstovu hevur eftirlitiđ og heimildina at krevja inn og kann lata hesa heimild til ađrar persónar at útinna.

Hetta hevur veriđ gjřrt řll árini og verđur framvegis gjřrt. Tí er tađ formliga í lagi.

Ein samd nevnd tekur undir viđ málinum og mćlir lřgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

 

2. viđgerđ 18. december 1998. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. At máliđ soleiđis samtykt kann fara til 3. viđgerđ samtykt uttan atkvřđugreiđslu.

3. viđgerđ 22. december 1998. Uppskotiđ, sum samtykt viđ 2. viđgerđ, endaliga samtykt 29-0-0. Máliđ avgreitt.

J.nr. 2540-14/92
Ll. nr. 102/1998 frá 29.12.1998